Author's posts
May 08 2018
Hví fara kvinnur aftur til menn, sum eru harðligir við tær?
Síggi í Facebook-kjakum í løtuni, at fólk undrast á kvinnur, sum fara aftur til menn, sum hava verið harðligir við tær. Skilagóði sosialráðgevin og brævkassaredaktørurin Tine Bryld – eisini nevnd “Hele Danmarks mor” – segði einaferð um hetta í eini ungdómssending, sum æt P4 på P1 í Danmarks Radio, at hon skilti so avbera væl, …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2018/05/08/hvi-fara-kvinnur-aftur-til-menn-sum-eru-hardligir-vid-taer/
Jan 18 2018
Føroyskar kvinnur tora ikki at trína fram
Føroyskar kvinnur aftra seg við at seta #MeToo frámerkið á sína vangamynd á sosialu miðlunum. Tað er ikki tí, at trupulleikin við kynsligum ágangi er minni í Føroyum enn aðrastaðni, men samfelagið er lítið, og kvinnurnar stúra fyri nærgangandi spurningum og gitingum, sum koma dátt við, og vilja ikki vera sæddar sum offur. Haraftrat óttast …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2018/01/18/foroyskar-kvinnur-tora-ikki-at-trina-fram/
Dec 16 2017
#MeToo og bakslátturin
Um tað er nakað, feministar kunnu vera vísir í, so er tað, at allir teirra sigrar møta mótstøðu. Bakslátturin kann síggja ymiskur út og vera meira ella minni væleydnaður, men at royndin verður gjørd, er líka so sikkurt sum, at tann sonevndi “Kulturprofilurin” við sambondum til Svenska Akademiið hevur viðvirkað til at víðka hugtakið ‘gentlemaður’. …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2017/12/16/metoo-og-bakslatturin/
Oct 27 2017
Er #metoo bara humbukk og tvætl?
Eg veit ikki, hvat onnur halda, men sjálv fekk eg næstan morgundrekka í rangastrúpan, tá eg hoyrdi klummuna í útvarpinum í morgun. Klumman gjørdi nógv burtur úr at speireka og lítisgera #metoo rørsluna og láturliggjørdi tær kvinnur, sum hava sett hashtaggið #metoo á vangar sínar á sosialu miðlunum. Eftir Elina Brimheim Heinesen Klummuskrivarin vildi vera við, at tær flestu …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2017/10/27/er-metoo-bara-humbukk-og-tvaetl/
Aug 27 2017
“Men hví kunnu vit øll ikki bara vera veganarar?”
Tey, sum seta ein slíkan spurning, hava heilt einfalt ov lítlan kunnleika til lívskorini í londum sum Føroyar. Tey hava ikki fatað tær grundleggjandi orsøkirnar til, hví tað er gjørligt hjá fólki at liva í slíkum fjarskotnum økjum, sum hava eitt harðrent, sub-arktiskt oyggjaveðurlag og sera lítið dyrkilendi – og ikki minst, hví matvøruhandlar yvirhøvur …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2017/08/27/men-hvi-kunnu-vit-oll-ikki-bara-vera-veganarar/
Mar 08 2017
Er kvinnurørslan fyri bakkasti?
Internetið hevur givið kvinnum í dag møguleika fyri at málbera seg uppá óteljandi nýggjar, individuellar mátar. Kvinnur samskifta í ein mun, sum aldrin sæð fyrr. Nýggi veruleikin hevur íbirt tað, vit rópa „fjórðu kvinnurørsluna“, og hevur á mangan hátt styrkt støðuna hjá kvinnum. Men samstundis síggja vit eisini eitt sterkt mótrák, sum bjóðar kvinnurørsluni av. …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2017/03/08/er-kvinnurorslan-fyri-bakkasti/
Nov 20 2016
Hava menn brúk fyri einum altjóða stríðsdegi fyri menn?
Í gjár, tann 19. november, var altjóða mannadagur – ein altjóða stríðsdagur fyri menn. Í tí sambandinum havi eg sæð fólk á Facebook kjakast um, um menn nú hava brúk fyri einum slíkum degi, tí menn “grenja” ikki sum kvinnur… Hmmm, tað veldst um, hvørjum sjónarhorni ein sær tað frá. Eftir Elina Brimheim Heinesen Eg …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2016/11/20/hava-menn-bruk-fyri-einum-altjoda-stridsdegi-fyri-menn/
Jun 10 2016
Hví velja vit aggressivar politikarar?
Í 1984 gav Jens Pauli Heinesen eina bók út, sum hann nevndi “Ískoyti til 1984”. Bókin var eitt savn av greinum um “Tann totalitera statin”. Árstalið sipaði til víðagitnu bókina hjá George Orwell “1984” frá 1949 um eina dystopiska framtíð, har “Big Brother Is Watching You” – ein bók, sum á mangan hátt spáar óhugnaliga …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2016/06/10/hvi-velja-vit-aggressivar-politikarar/
Oct 29 2015
Bíligari flogferðaseðlar nú!
So leingi, sum tað er so lutfalsliga dýrt at flyta fólk og farm millum Føroyar og umheimin, verður sera torført at fáa fleiri fólk til Føroya og harvið skapa nóg stórt grundarlag fyri øktum virksemi í landinum. Men økja vit um samferðsluna – t.d. við at bjóða bíligari flogferðaseðlar – setir bara hugflogið markið fyri …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/10/29/biligari-flogferdasedlar-nu/
Oct 22 2015
Syndanna fyrigeving
Pinkuskaldsøga um Jógvan og avbjóðingar hansara við kærleikanum eftir Elina Brimheim Heinesen Hetta er søgan um 38 ára gamla Jógvan og avbjóðingar hansara við kærleikanum. Jógvan er eitt sindur av einum serlingi. Hann býr heima hjá foreldrunum enn, har hann verður yvirforkelaður – serliga av mammuni. Jógvan gongur ílatin, sum menn gjørdu tíðliga í 60’unum …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/10/22/syndanna-fyrigeving/
Oct 18 2015
Jaliga støk
Pør – pør – pør! Keðiligt, at síggja tey alla staðni, tá ein er stakur, ha? Tá er skjótt at fara og droyma um at fáa sær sjeik/dámu sum skjótast. Um ikki annað kanst tú troysta teg við, at tíbetur verður tú ikki longur sædd/ur líka so nógv niður á sum stakur/støk, sum fyrr í …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/10/18/jaliga-stok/
Aug 14 2015
“Eg eri ósamdur í tí, tygum siga, men eg vil verja tygara rætt til at siga tað, um eg so skal lata lív fyri tað.”
Fólk hava spurt meg: “Hví hevur tú so nógv ímóti grindalógini? Er tað ikki týdningarmiklari at hava meira fyrilit fyri føroyingum sjálvum, heldur enn at hugsa so nógv um ferðafólk og útlendingar? Hevur tú nakað ímóti, at føroyingar drepa grind ella hvat?” Nei, eg havi einki ímóti grindalógini sum heild. Hetta snýr seg ikki um …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/08/14/eg-eri-osamdur-i-ti-tygum-siga-men-eg-vil-verja-tygara-raett-til-at-siga-tad-um-eg-so-skal-lata-liv-fyri-tad/
Apr 25 2015
Flaggdagsrøða: Felagsskapur fortreyt fyri frælsi og vælferð
Røðan hjá Elini Brimheim Heinesen hildin á Vaglinum í Havn flaggdagin 25. apríl 2015. Hendan útgávan er tann upprunaliga, sum er eitt lítið vet longri enn tann, hildin á Vaglinum, ið var stytt eitt sindur orsaka av nógva regninum. Góðu áhoyrarar, Tá íslendska Altingið helt 1.000 ára føðingardag á Tingvøllum í 1930, var føroyska flaggið …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/04/25/flaggdagsroda-felagsskapur-fortreyt-fyri-fraelsi/
Apr 06 2015
Utopiskir veganskir dreymar ganga ímóti náttúrulógum og gera meira skaða enn gagn
So vítt vísindini hava kunnað staðfest, er menniskjan í grundini eitt rovdjór millum onnur rovdjór og hevur altíð verið tað. Men í dag er mannaættin vorðin so hugmóðig, at vit halda, at vit hava “ment” okkum burtur frá okkara rovdjórs-náttúru, so nógv, at mong eru farin at halda, at tað er eitt gott hugsskot at …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/04/06/utopiskir-veganskir-dreymar-ganga-imoti-natturulogum-og-gera-meira-skada-enn-gagn/
Apr 04 2015
Manglandi sømdir fyri nýhugsan fær fólk at rýma úr Føroyum
Um fólkatalið veruliga skal vaksa, og um føroyingar – serliga teir av kvennkyni – skulu støðast í Føroyum, má arbeiðs- og útbúgvingarmarknaðurin her á landi gerast nógv rúmligari. Vilja vit hava fleiri at venda aftur og geva færri orsøk til at fara, mugu vit hugsa nógv minni siðbundið. Kreativitetur manglar ikki millum føroyingar, men fær …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/04/04/manglandi-somdir-fyri-nyhugsan-faer-folk-at-ryma-ur-foroyum/
Mar 15 2015
Hvør eigur ogn Føroya fólks?
ESSAY: Politiska viðgerðin av fiskivinnunýskipanini hevur sum kunnugt elvt til harðligt kjak um framtíðar umsitingina av náttúrutilfeinginum, av summum rópt “fólksins ogn”. Fólk eru sera ósamd um, hvat kann loysa seg best búskaparliga, og hvat ið er besta loysnin fyri føroyska fólkið. Men hvat býr undir ósemjunum? Ber yvirhøvur til at finna semju um, hvat …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/03/15/hvor-eigur-ogn-foroya-folks/
Mar 04 2015
Stóra pengaspælið
Ein innleiðandi frásøgn um sjálvræði, ognarloysi og grundinntøkutrygd: Eitt ástøði um frælsi sum “heimildin til at nokta’. Eftir Karl Widerquist Stuttur samandráttur Í hesum riti verður ein samanbering gjørd, sum ímyndar ávikavist: (1) at búskapurin er og fer altíð at vera eitt stórt pengaspæl – ein “kasinobúskapur”, og (2) at í verandi samfelagsskipan og í …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/03/04/stora-pengaspaelid/
Dec 04 2014
Sea Shepherd lógin skapar ein fólkaræðisligan og praktiskan trupulleika
Løgtingið vil nú fremja eina lóg, sum skal eitast fyri at gera tað lættari at útihýsa felagsskapum sum Sea Shepherd. Men vit koma ikki av við trupulleikan við at samtykkja eina slíka lóg. Aktivistarnir broyta bara taktikk. Og vit føroyingar fáa bara ein annan álvarsaman trupulleika – ein fólkaræðisligan trupulleika, umframt ein praktiskan, løgfrøðisligan trupulleika. …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2014/12/04/5419/
Nov 21 2014
Tú útvegar tær føði av tí, sum er atkomuligt hjá tær
So einfaldur sum setningurin í hesi yvirskriftini kanska ljóðar, tess torførari tykist tað fyri mong at skilja, hvat hann veruliga merkir. Eg kom at hugsa um tað, tá eg royndi at svara nøkrum spurningum, eg fekk í dag í einum telduposti frá einum australskum journalisti, sum spurdi meg: 1. Halda føroyingar grindahvalir vera djór á …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2014/11/21/tu-utvegar-taer-fodi-av-ti-sum-er-atkomuligt-hja-taer/
Sep 06 2014
Hvussu kanst tú eyðmerkja ein psykopatiskan leiðara?
Leiðarar, sum hava lyndi til psykopati, elva til fanatismu og ekstremismu millum síni viðhaldsfólk. Psykopatisk atferð hjá leiðarum er eyðkend av, at viðkomandi brúkar kenslumanipulatión t.d. við hóttanum, happing og at loypa ótta og ræðslu á fólk, men eisini við sjarmu og smikuri – alt samalt við endamálinum at vinna vald og tamarhald á øðrum. …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2014/09/06/hvussu-kanst-tu-eydmerkja-ein-psykopatiskan-leidara/




