Fimmti ár við Reaganomics – laissez-faire róvdjórakapitalismu og neoliberalismu – hava ført til risastóru gjónna millum rík og fátæk, sum vit síggja í USA og aðrastaðni í dag. Milliardir av skattainntøkum eru mistar vegna avtøku av reglum, ið hava tikið neyðuga eftirlitið við valdsjavnvágini burtur úr skipanini. Hesar politisku broytingarnar hava givið ómetaligt vald og ávirkan til tey ríkastu og til fyritøkur, sum spakuliga hava keypt seg alt meira inn í politisku skipanina. Við tíðini hevur hetta loyvt teimum at sanka sær ómetaliga stórt ríkidømi við at seigpína tilfeingið og misnýta arbeiðsmegina. Nú eru avleiðingarnar av hesum búskaparpolitikki farnar at síggjast alt týðiligari av alt fleiri.
Tað, sum áður tálmaði grammleikanum, var hægri skatting av teimum ríkastu og av fyritøkum, sterk fakfeløg, stórur áhugi at luttaka í politikki og neyvt eftirlit við vinnulívinum. Tað er hetta, sum hevur skapt og tryggjað miðalstættina. Tað hevur søgan prógvað – tí tá samfelagið virkaði eftir hesum meginreglum, varð vælferðin býtt meira javnt og rættvíst í samfelagnum (Sí figur 1 niðast á síðuni). Men síðani Reagan-tíðina er tyngsta byrðan í staðin flutt yvir á miðalstættina.
Hugtakið “Annað Gullaldartíðarskeiðið”
Okkara tíð líkist á mangan hátt øgiliga nógv upprunaliga Gullaldrinum, sum var í endanum av 19. øld og í byrjanini av 20. øld, tá ið ógvisligur inntøkuójavni, óavmarkað vald hjá stórfyritøkum og øgilig misnýtsla av arbeiðsmegi gjørdu seg galdandi í einum tíðarskeiði við skjótari ídnaðargerð og búskaparligum vøkstri. Henda menningin kom til góðar serliga hjá einum lítlum úrvalsliði, ið ríkaði seg upp – men kostaði verkafólkinum og miðalstættini dýrt.
Tað, sum vit uppliva í dag, líkist skelkandi nógv hesum søguliga tíðarskeiði, men er í dag styrkt og víðkað, nú vit í áratíggju hava livað við politiskum avgerðum, sum hava stuðlað undir tey ríku og stórfyritøkurnar, grundað á ideologiina um “drypp-búskap” (Trickle-down Economy).
Eftir 50 ár við Reaganomics – tvs. búskaparpolitikkinum hjá amerikanska forsetanum Ronald Reagan, ið gav munandi skattalættar til stórfyritøkur og tey ríku, avtók eftirlitsreglur og framdi einskiljingar – so tala úrslitini fyri seg sjálvi.
Fíggjarligi ójavnin er nú komin upp í søguligar hæddir, har tað ríkasta eina prosentið í USA nú eigur umleið líka nógv sum miðalstættin øll tilsamans. Lyftið handan “drypp-búskapin” um, at ríkidømi “dryppar niður” og gagnar øllum, hevur víst seg at vera ein hvørvisjón. Tvørturímóti hava vit sæð, at ríkidømi streymar uppeftir, verður sankað saman og fasthildið av teimum ríkastu einstaklingunum og fyritøkunum. Hetta hevur ikki bara gjørt ójavnan størri, men hevur eisini lagt størri trýst á verkafólk og á miðalstættina, sum sita eftir við færri ressursum og minni fíggjarligum tryggleika
Mekanismurnar handan ójavnan
Tann miðvísa niðurbrótingin av framtakssama politikkinum, ið einaferð tryggjaði, at samfelagsins ríkdømi varð býtt meira javnt, hevur ført okkum fram til ta støðuna, sum vit eru í í dag. Høga skattingin av teim ríku, umframt økta almenna eftirlitið og sterku fakfeløgini, sum var tað vanliga mitt í 20. øld, vísti seg at vera til stórt gagn fyri verkafólkini, og tryggjaði, at meira javnvág var í samfelagnum. Hesi átøk løgdu lunnarnar undir eina vaksandi miðalstætt og fíggjaði almennar tænastur, so sum skúlar, heilsurøkt og undirstøðukervið í samfelagnum, ið kom øllum til góðar.
Men síðani 1980’ini er valdsjavnvágin í samfelagnum flutt burtur frá verkafólkunum orsakað av sera aggressivum avtøkum av eftirlitsregum, av skattalættum til vinnufyritøkurnar og av miðvísum álopum á fakfeløgini. Avtøkan av eftirlitsreglum hevur gjørt tað møguligt fyri vinnufyritøkurnar at virka uttan ábyrgd, sum hevur havt álvarsamar avleiðingar við sær, so sum umhvørvisdálking, misnýtslu av arbeiðsmegi og monopolistiskar vinnuhættir, ið skaða bæði brúkarar og verkafólk. Samstundis hava lægri skattir – og avtøka av lógum, ið áttu at tryggjað, at hesir skattir í veruleikanum verða goldnir – ført til mistar skattainntøkur, sum aftur hevur ført við sær, at almennar tænastur, ið áður tryggjaðu sosiala flytførið, hava verið undirfíggjaðar.
Harumframt hava álop á rættindini hjá fakfeløgunum gjørt samráðingarmegina hjá verkafólkunum veikari, hava trýst lønir niður og tikið burtur trygdarnetið hjá nógvum familjum. Hóast fyritøkur í stóran mun hava økt um teirra framleiðslu og fingið ovurstóran vinning burturúr, hava miðallønirnar hjá verkafólkunum – tá hædd verður tikin fyri inflatión – staðið í stað í áratíggju. Hendan sundurskiljingin millum virðini av arbeiðsmegini og lønina er eitt sermerki fyri Annað Gullaldartíðarskeiðið, har verkafólk skapa størri virði enn nakrantíð, men fáa munandi minni í løn afturfyri.
Sankanin av ríkidømi hjá elituni
Meðan milliónir av fólkum stríðast fyri at fáa gerandisdagin til at hanga saman, leggja milliardingar og multinationalar fyritøkur ófatiligar nøgdir av ríkidømi inn undir seg. Ístaðin fyri at gera enduríløgur við sínum rúgvismikla kapitali í átøk, sum kundu sett ferð á samfelagsbúskaparliga vøksturin til gagn fyri fjøldina, velja tey ríkastu ofta at goyma sínar ognir í skattaskjólum, at frysta kapital í ónertiligum ognarvirðum ella at fremja egnar marglætisverkætlanir, sum eru til sera lítið gagn fyri samfelagið sum heild.
Hugsa til dømis um Jeff Bezos, sum vildi hava eina søguliga brúgv niðurtikna, so hann kundi sigla sín risastóra stuttleikabát út úr havnini, ella Elon Musk, sum av persónligari fáfongd brúkar milliardir upp á ivasamar rúmdarverkætlanir. Hesi dømi vísa bæði á ta stóru frástøðuna millum tey ovurríku og restina av fólkinum, og hvussu nýtslan og útreiðslurnar hjá teimum ovurríku alt ov sjáldan geva nakað veruliga munagott aftur til samfelagsbúskapin.
Ríkidømið hjá milliardingunum “dryppar ikki niðureftir”. Tá teirra pengar flyta seg, enda teir vanliga hjá teirra egnu lagsbrøðrum – hjá elituni – settir í íløgufeløg, í partabrøv í multinationalar fyritøkur, í automatisering, ella í marglætisverkætlanir – heldur enn at verða nýttir til íløgur, ið kundu skapt nógv fleiri arbeiðspláss, til samfelagsins undirstøðukervi ella til at stuðla undir almennar stovnar. Mótsett hesum er miðalstættin tann veruliga drívmegin í samfelagsbúskapinum. Tá ið vanligar familjur í miðalstættini eru tryggjaðar fíggjarligt støðufesti, keypa tey hús, brúka pengar at keypa vanligar vørur fyri, stuðla lokalum fyritøkum og gera íløgur í framtíðina hjá børnunum. Tað er júst teirra íkast, sum fyrst og fremst heldur samfelagsbúskapinum koyrandi fyri øll.
Avleiðingarnar av eini veikari miðalstætt
At miðalstættin minkar er ikki bert ein búskaparligur trupulleiki – tað er eisini ein samfelagsligur trupulleiki. Søgan prógvar, at samfeløg við ovurstórum fíggjarligum ójavna líða nógv undir trupulleikum av øktum kriminaliteti, verri politiskum støðufesti og vánaligari fólkaheilsu. Tá ríkidømið savnast á fáum hondum, og stjórnir hvørki hava fíggjarlig evni ella vilja til at veita grundleggjandi tænastur, versna hesir trupulleikar enn meir.
Til dømis er USA afturúrsiglt samanborið við onnur framkomin lond, tá tað snýr seg um heilsurøkt, útbúgving og undirstøðukervi, hóast landið hýsir nøkrum av allar-ríkastu einstaklingunum og fyritøkunum í heiminum. Hesir trupulleikar raka serliga tær lág- ella meðalløntu vanligu familjurnar og halda teimum føstum í fátækradømi.
Ógvisligur ójavni er harumframt ein hóttan móti grundarlagnum undir fólkaræðinum. Tá ið tey ríkastu kunnu keypa sær politiska ávirkan við gávum, lobbyvirksemi og korruptíón, umskriva tey í veruleikanum samfelagsins spælireglur til sín egna fyrimun. Hetta er orsøkin til, at avtøka av eftirlitsreglum heldur á, at skattingin av vinnufyritøkum framhaldandi lækkar, og at hol í skattalóggávuni verða verandi – ikki sum eitt brek í skipanini, men sum ein partur av, hvussu skipanin er sniðgivin.
Loysnir, sum tryggja fíggjarligt rættvísi
Um vit skulu gera enda á hesum Gullaldrinum, krevur tað djarvar og skipaðar broytingar fyri at venda tí politikkinum, ið hevur loyvt, at ríkidømi og vald er vorðið so nógv miðsavnað. Søgan hevur prógvað at loysnirnar finnast, men tað krevur politiskan vilja at seta tær í verk. Millum týdningarmestu politisku átøkini eru:
- Stigvíst hækkandi (progressiv) skatting: Hægri skatting av teim ríkastu einstaklingunum og fyritøkunum kunnu hjálpa til við at býta ríkidømið meira rættvíst og fíggja neyðugar almennar tænastur so sum heilsuverkið, útbúgvingarstovnar og undirstøðukervið í samfelagnum. Søgulig fordømi eru greið: Mitt í 20. øld, tá skattaprosentini hjá teimum ríku vóru nógv hægri, varð búskaparliga vælferðin nógv meira javnbýtt til breiðu fjøldina, og miðalstættin blómaði. (Sí figur 1 niðanfyri).
- Styrkjan av fakfeløgum: At tryggja, at verkafólk hava løgfrøðiligan rætt til at skipa seg og samráðast í felag, er avgerandi fyri at endurreisa lønarvøksturin og minka um inntøkuójavnan. Kanningar vísa staðiliga, at verkafólk, ið eru í fakfeløgum, fáa hægri løn og betri arbeiðsumstøður enn tey, sum ikki eru í fakfeløgum.
- Reglur fyri eftirlit og ábyrgd: At endurstovna neyvar eftirlitsreglur fyri at halda fyritøkum til svars fyri sínar gerðir er neyðugt fyri at forða fyri umhvørvisdálking, steðga monopolistiskum siðvenjum og tryggja rættvísa viðferð av verkafólkinum. Sterkari eftirlit tryggjar eisini, at fyritøkur rinda sín rættvísa part av skattinum, heldur enn at tránýta hol í lóggávuni.
- Íløgur í almannagagn: Lætt atkomuliga heilsurøkt, lagaligir útbúgvingarmøguleikar og vælhildið undirstøðukervi eru alneyðug tiltøk, ið mugu fremjast fyri at skapa møguleikar og basa fátækraváðanum. Ístaðin fyri at geva skattalættar til milliardingar eiga stjórnir at gera enduríløgur í grundarlagið, sum tryggjar trivnaðin í og menningina av samfelagnum.
- Stríð móti korruptión: At endurskipa fígging av valstríði og seta avmarkingar á lobbyvirksemi er avgerandi fyri at kunna minka um valdið, sum pengar hava í politikki, og tryggja, at politikkarar arbeiða fyri fjøldina – og ikki fyri oligarkarnar.
Ein áheitan um at fara til verka
Hóast Annað Gullaldartíðarskeiðið hevur ment seg nú gjøgnum fleiri áratíggju, er hetta ikki nakað, ið ikki slepst undan, ella sum ikki kann vendast við. Søgan um fyrsta Gullaldurin vísir okkum, at ójavni kann bjóðast av, og at framstig kunnu gerast. Framtakshugaðu politisku broytingarnar tíðliga í 20. øld – herundir lógir viðv. monopolum, arbeiðsvernd og New Deal – vóru torførir, men vunnir sigrar, ið fluttu valdsjavnvágina í skipanini aftur móti vanliga fólkinum.
Men uttan støðugt politiskt áhaldni og skipaða mótstøðu móti fíggjarligum órættvísi, fara valdshavarar at halda fram við at sanka sær ríkidømi og ávirkan. Tað er tíð at steðga hesum, skipa seg og krevja politisk átøk, sum seta rættvísi, javna og møguleikar fyri øll fremst – ikki bert fyri tey fáu, ið eru í serstøðu. Satsingin hevur ongantíð verið størri. Ikki fyrr enn vit viðurkenna, hvussu nógv vit í roynd og veru endurtaka fortíðina – og læra av tí, kunnu vit byrja at byggja eina betri framtíð og gera enda á verandi Gullaldrinum.
Niðurstøða: Drypp-búskapur riggar ikki
Núverandi støðan við ovurstóra og enn vaksandi ójavnanum millum rík og fátæk er eitt tungtvigandi prógv, sum ikki kann kveistrast burtur, um, at hugtakið um drypp-búskap (Trickle-down economy) er miseyðnað. Tíðin er komin at avmarka ræðið hjá oligarkunum og venda aftur til tær grundleggjandi meginreglurnar, sum grundlógin byggir á – at øll eru javnsett fyri lógini og eiga at hava somu møguleikar.
Kjarnan í stóra stættarstríðnum í USA er hetta misskilta hugtakið um, at drypp-búskapur virkar. Hendan lygnin – at skattalættar til tey fáu ríku koma teimum fátæku til góðar – hevur verið borin fram í áratíggju. Og so leingi sum vit góðtaka hetta, fer tað at halda fram. Tað er syrgiligt, men tíverri ein sannroynd.
Milliardingar lata ikki sítt ríkidømi dryppa niður eftir, fyri at tað skal koma samfelagnum til góðar. Teir liva av rentuni av sínum ríkidømi, og tá peningur teirra flýtur, fer hann bara til aðrar milliardingar. Tað er har, teirra ríkidømi fer – ikki til verkafólkini, ikki til lokalu samfeløgini. Sannleikin er, at tað er miðalstættin, ið fær búskapin at mala runt. Tá miðalstættin trívist, trívist samfelagið.
Tíðin er tí komin til at enda hendan Gullaldurin og arbeiða fyri einum politikki, sum endurstovnar rættvísi, javnstøðu og møguleikar fyri øll. At hava skilagott eftirlit við vinnufyritøkum snýr seg um at tryggja, at samfelagsins tilfeingi kemur øllum borgarum til góðar, og ikki bert nøkrum fáum. Tað er ikki tað sama sum at seta eitt kommunistiskt diktatur í verk. Tað er ikki so frætt sum sosialisma.
Tað snýr seg heilt einfalt bara um at gera kapitalismu burðardygga og demokratiska – við øðrum orðum: tað er sunt vit og skil. Hetta er ikki minst grundarlagið undir sterkum samfeløgum, eins og tey, vit hava sæð Norðurlond byggja upp við stórum hepni, har orðið “vælferð” ikki er eitt banniorð, kapitalisma og vælferð trívast væl síð um síð og lutfalsliga fá fólk detta niður ímillum og enda í djúpum fátækradømi. Norðurlond hava síni lýti, men tey eru kortini eitt gott fyridømi, tí tey – hóast lutfalsliga høga skatting – eru millum allarríkastu lond í heiminum, har fólkið sum heild eisini trívist best.
Figur 1 – Hægstu marginalu inntøkuskattastigini í USA frá 1913 til 2017:

