Kynsmunirnir í tónleikaídnaðinum

FYRILESTUR UM KVINNUR Í TÓNLEIKI
hildin á G! Festivalinum 2024 í Gøtu, Føroyum, av Elin Brimheim Heinesen – ein veteranur á føroyska tónleikapallinum, fødd í 1958 og byrjaði at framføra tónleik alment í 1974, tá ið hon var 16 ára gomul:

HVØRJAR ERU AVBJÓÐINGARNAR HJÁ KVINNULIGUM TÓNLISTAFÓLKI?

Eg fari at tosa við tykkum í dag:

  • Um kvinnur í tónleiki
  • Um kynsgjónna í tónleikavinnuni
  • Um avbjóðingarnar hjá kvinnuligum tónlistafólki
  • Og at enda um, hvat kann gerast við tað

.

.

.

.


Hvat vísa kanningar?

Hendan framløgan er grundað á níggju ymiskar kanningar um kvinnur í tónleiki – eina størri kanning úr USA, fýra úr Stóra Bretlandi, eina úr Týsklandi og tríggjar úr Danmark.

Hesar kanningar (leinkjur eru niðast á hesi síðu) og aðrar hava kannað leiklutin hjá kvinnum í tónleikavinnuni og avdúkað teir útbreiddu dupultstandardirnar í vinnuni, har kvinnur ofta verða dømdar harðari, bæði persónliga og professionelt, samanborið við teirra mannligu starvsfelagar.

Eg havi einki vísindaligt grundarlag fyri at siga, at tað, sum útlendsku kanningarnar vísa, eisini ger seg galdandi fyri føroysku tónleikavinnuna, men sannlíkindi eru fyri, at í øllum førum okkurt av hesum ger seg galdandi í Føroyum eisini.  Tað kunnu áhoyrararnir so hugsa um og filosofera víðari yvir.

Her eru nakrar av mest umráðandi avbjóðingunum, sum kvinnur standa yvirfyri, smbrt. nevndu kanningum:


Mentanarligir og samfelagsligir normar

Í nógvum mentanum forða siðbundnir kynsleiklutir og normar kvinnum í at fylgja eini yrkisleið innan tónleik. Henda mentanarliga mótstøðan kann, í størri ella minni mun, avmarka teirra luttøku og hepni í vinnuni.

Kvinnur møta ofta eyka samfelagsligum trýsti, samanborið við menn, har tær skulu javnviga millum yrkisleið og familjuskyldur, sum kann avmarka tíðina og orkuna, tær kunnu nýta til sína tónleikayrkisleið.

Hesir samfelagsligu normar og tær mentanarligu væntanirnar til kynsleiklutir forða ofta kvinnum í at fylgja eini yrkisleið innan tónleik – so sum tónleikaframleiðslu og sangskriving, ið vanliga verða roknað sum mansdominerað øki.

.

.


Kynsfordómar, stereotýpur og objektifisering

Kvinnur í tónleikavinnuni uppliva ofta trýst um at laga seg eftir seksualiseraðum ímyndum og ‘stage personas’. Hetta kann leggja óneyðuga nógvan dent á teirra útsjónd heldur enn á teirra gávur, sum flytir fokusið frá teirra listarliga íkasti og máar støðið undan teirra fakliga trúvirði og sølubæri.

Almenna fatanin av kvinnum í tónleiki verður ávirkað av hesum kynstengdu fordómunum í vinnuni og í miðlunum, sum harumframt eisini ávirkar yrkismøguleikarnar hjá kvinnuligum tónlistafólkum.

.

.

.

.


Munir í fatan hjá monnum og kvinnum

Galdandi samfelagsligir normar gera, at tað at vísa kenslur ofta verður tulkað sum “veikleiki”. Siðbundið verður hetta sett í samband við kvinnuligar eginleikar. Tað førir við sær, at menn kunnu ræðast fyri at verða dømdir ella speiriknir, um teir lurta eftir tónleiki hjá kvinnuligum tónlistafólkum, tí hetta kann síggjast sum “veikt” og eitt frávik frá siðbundnari “sterkari” og “stoiskari” mannligari atferð.

Tónleikagreinir, sum leggja dent á aggresión, sjálvsálit og dominans, so sum ávísir formar av rap, rock og heavy metal, eru ofta sosialt betur góðtiknar hjá monnum at lurta eftir og njóta.

Sangir, ið gera kvinnur til objektir ella leggja dent áymisk  hypermaskulin evni (so sum ríkidømi, vald og kynslig avrik), verða ofta væl dámdir millum mannligar áhoyrarar, og hetta styrkir um siðbundnu kynsleiklutirnar.

Tá menn halda seg burtur frá at lurta eftir tónleiki hjá kvinnuligum tónlistafólkum minkar hetta um  sjónligheitina hjá og viðurkenning av hesum kvinnum, sum aftur ávirkar yrkismøguleikar og inntøkur teirra. Kvinnulig tónlistafólk verða eisini oftani órímiliga sett í serligar básar, har teirra tónleikur verður flokkaður sum “bert fyri kvinnur”. Hetta avmarkar teirra møguleikar fyri at náa einum meira breiðum og fjølbroyttum móttakaraskara.


Avmarkað sjónligheit og minni spæling í miðlum

Kvinnulig tónlistafólk fáa ofta minni spælitíð í útvarpsstøðum og eru sjáldnari at síggja á væl umtóktum playlistum á stroymingartænastum, sum avmarkar teirra møguleikar fyri at røkka út til eitt breiðari áhoyraraskara og ávirkar hvussu væl umtóktar tær kunnu gerast í breiðu fjøldini.

Miðlarnir hava eisini lyndi til at geva mannligum tónlistafólkum fleiri møguleikar fyri samrøðum, greinum og ummælum, sum minkar um sjónligheitina hjá kvinnuligum tónlistafólkum enn meira.

.

.

.

.

.


Fatan av tónleikaligum førleikum

Kvinnur verða ofta fataðar sum at hava færri førleikar í tekniskum og skapandi leiklutum, og tær verða javnan settar í básar, sum samsvara við siðbundnar kynsstereotypur, so sum sangarar ella framførarar, heldur enn at verða sæddar sum dugnaligar framleiðarar ella sangskrivarar.

“Gatekeeparar” – so sum leiðarar á plátufeløgum og talentspeidarar – kunna tí yvirsíggja kvinnulig tónlistafólk og síðla tær frá, orsaka av ótilvitaðum fordómum, sum í størri mun raðfestir mannlig listafólk framum. Hetta kann føra til minni viðurkenning av kvinnuligum tónlistafólkum og tí færri møguleikar fyri tær at fáa plátusáttmálar, at verða promoveraðar ella tiknar við upp í størri tónleikaverkætlanir.

 

.

.

.


Manglandi umboðan og fyrimyndir

Undirumboðanin av kvinnum í framstandandi størvum í tónleikavinnuni og mangulin upp á kvinniligar framleiðarar og sangskrivarar, ið eydnast væl, merkir, at tað eru færri fyrimyndir fyri kvinnulig tónlistafólk, sum vilja fram. Hesin mangulin upp á sjónligar suksessøgur kann fáa ungar kvinnur til at halda seg aftur við at satsa uppá eina yrkisleið innan tónleik.

.

.

.

.

.

.


Forðingar í netverkum og vinnusambondum

Tónleikaídnaðurin verður ofta fataður sum ein meiri ella minni afturlatin “dreingjaklubbur,” har kvinnur ikki føla seg heima á sama hátt sum menn, og har mannlig netverk og óformligur mentorstuðul kann útiloðka kvinnur frá týdningarmiklum møguleikum og samstarvi, sum ger tað trupult hjá kvinnum at fáa atgongd til somu møguleikar og tilfeingi, sum menn ofta hava.

Kvinnur kunnu hava minni atgongd til tilfeingi í vinnuni, so sum framkomin studio, útgerð og fígging, sum ofta verður distribuerað gjøgnum hesi mannligu netverkini. Hetta kann forða kvinnum í at menna sína tónleikayrkisleið og møguleika fyri at vinna sær viðurkenning.

Mangulin á kvinnuligum mentorum innan hesi øki kann eisini gera tað meira avbjóðandi fyri kvinnur at fáa vegleiðing og stuðul í menningini av teirra yrkisleið.

..


Viðurkenning og heiðran

Kvinnur stríðast ofta fyri at fáa uppibornu viðurkenningina fyri teirra íkast. Í verkætlanum, har fleiri samstarva, kann arbeiðið hjá teimum verða yvirskuggað av mannligum starvsfelagum ella tilskrivað monnunum. Hesin mangulin upp á viðurkenning kann ávirka álitið á kvinnulig tónlistafólk og møguleikar teirra fyri at hepnast í yrkinum.

Kvinnuligir sangskrivarar og framleiðarar eru minni sannlíkir at verða tilnevndir til og vinna heiðurslønir í tónleikavinnuni, sum eisini hevur týdning fyri teirra yrkisligu viðurkenning og framgongd.

Heiðursprógv og viðurkenning í tónleikavinnuni, so sum at verða tikin við í “Hall of Fame” ella heiðurslønir fyri lívlangt avrik, verða eisini meira sjáldan latin kvinnuligum tónlistafólkum.

.

.


Fíggjarligur ójavni og forðingar

Kvinnur í tónleikaídnaðinum møta ofta lønarmuni og ójavna í stødd á samsýningum. Kanningar vísa, at kvinnur hava færri fíggjarligar møguleikar samanborið við menn. Til dømis fáa kvinnulig tónlistafólk ofta lægri samsýningar fyri framførslur samanborið við sínar mannligu starvsfelagar, hóast partarnir hava sama popularitetstøði og draga somu áskoðaratøl.

Við minni umtalu og spælitíð í miðlunum fáa kvinnulig tónlistafólk vanliga lægri inntøkur av tónleiki sínum. Hetta fatar um inntøkur frá fløgusølu, stroyming og spæling í útvarpi.

Kynstengdi skeivleikin ávirkar eisini sløgini og mongdirnar av stuðli og lýsingarsáttmálum, sum kvinnur megna at fáa. Vørumerki eru í summum førum minni til reiðar at satsa upp á kvinnulig tónlistafólk orsaka av teirra fatan av, at kvinnur hava lægri marknaðarvirði.

Hesin fíggjarligi ójavnin ger tað meira avbjóðandi fyri kvinnur at halda fast í teirra tónleikayrkisleið.


Møguleikar fyri konsertferðum

Kvinnulig listafólk hava minni sannlíkindi fyri at fáa pláss á plakatunum sum høvuðsnøvn á størri konsertferðum og festivalum.

Tá ið tær framføra, verða tær ofta settar til at spæla minni góðar tíðir.

Fíggjarligi stuðulin, ið verður settur av til konsertferðir, so sum marknaðarførings- og framleiðslubúsjett, eru ofta sett lægri fyri kvinnulig tónlistafólk samanborið við mannlig tónlistafólk.

.

.

.

.


Órættvísar sáttmálatreytir

Kvinnulig tónlistafólk kunnu uppliva ójavna í, hvussu fløgusáttmálar verða orðaðir, við millum annað minni fyrimunarligum sáttmálatreytum og lægri forskotum. Hetta kann avmarka fíggjarliga støðufestið hjá teimum og harvið teirra listarliga frælsi.

Kynstengdi skeivleikin kann eisini ávirka dygdina av tí umsiting og umboðan, sum kvinnulig listafólk fáa bjóðað, og hetta ávirkar eisini teirra møguleikar í tónleikayrkisleiðini og teirra inntøkur.

.

.

.

.

.


Sálarlig heilsa og trivnaður

Kvinnur í tónleikaídnaðinum uppliva ofta ágang og mismun, ið kann skapa eitt fíggindaligt arbeiðsumhvørvi og forða fyri teirra yrkisligu menning. Hetta kemur til sjóndar á ymiskan hátt, alt frá at verða yvirsæddar í miðlunum ella í tónleikaverkætlanum, og til at fáa minni løn enn teirra mannligu starvsfelagar fyri sama arbeiði.

Mangulin á hóskandi stuðuls- og mentorskipanum til kvinnulig tónlistafólk kann gera avbjóðingar teirra verri og gera tað truplari hjá teimum at stýra kring skerini í vinnuni.

Hetta, saman við samfelagsligum fordómum um kynini, máar støðið undan álitinum hjá kvinnum á teirra egnu førleikar og teirra legitimitet sum tónlistafólk. Hetta kann elva til lágt sjálvsvirði og størri sannlíkindi fyri at kvinnur leggja sínar tónleikaligu dreymar frá sær.

Støðuga stríðið ímóti kynsfordómum kann slíta upp á sálarliga heilsuna og trivnaðin hjá kvinnuligum tónlistafólkum. Strongd, angist og útbrenning eru vanlig trupulleikar, ið kunnu ávirka evnini hjá kvinnuligum tónlistafólkum til at framleiða og framføra tónleik og minka um longdina av teirra tónleikayrkisleið.

Stig at taka fyri at minka um kynsgjónna

So hvat kunnu vit gera við tað?

Her eru nøkur uppskot:

.

 

.

.

 

.

.

.

.


Forsprákandi stríð, kunningarherferðir og samfelagsáhugi

Tað er umráðandi at stovna – ella í minsta lagi stuðla – áhugabólkum, feløgum og átøkum, ið hava fokus á javnstøðu millum kynini í tónleikaídnaðinum, soleiðis at tað verða settar ressursur av til mentorskipanir og stuðul til kvinnulig tónlistafólk. Hetta fevnir eisini um at geva fleiri pallar og møguleikar til kvinnuligar skapandi einstaklingar at framleiða og deila sítt arbeiði, fyri at tryggja, at teirra røddir og sjónarhorn verða umboðað.

Áhugabólkar kundu skipað fyri átøkum, so sum almennum kjaki, pallborðsfundum og webinarum, sum hava fokus á kynsskeivleika í tónleiki. Slík tiltøk kunnu fáa samfelagið til at taka lut í og stuðla eini meira fevnandi tónleikamentan.

.
.
.
.

.


Miðlaumboðan og kritisk greining

Miðlar eiga at stremba eftir at veita meira javnvág í umboðanini av mannligum og kvinnuligum tónlistafólkum. Hetta inniber somu møguleikar til samrøður, greinir og ummæli, umframt at sleppa undan stereotypum og seksualiserandi avmyndan av kvinnuligum tónlistafólkum.

Ístaðin áttu miðlarnir at havt størri fokus á tónleikaligu førleikarnar, avrikini og íkastið frá kvinnuligum tónlistafólkum til ídnaðin og umboðað kvinnur sum samansettir, fleirdimensioneraðir persónar við virkishugi, ágrýtni og sjálvsavgerðarrætti.

Stroymingartænastur og útvarpsstøðir eiga at skapa rættvísari playlistar, ið rúma eina javnt vigaða blanding av mannligum og kvinnuligum tónlistafólkum.

Algoritmur kunnu tillagast til at fremja kynsligt fjølbroytni.

..


Ídnaðarreformar

Tónleikaídnaðurin eigur at tryggja, at kvinnulig tónlistafólk fáa rímiligar samsýningar fyri sítt arbeiði, herundir rættvís gjøld fyri framførslur, rættindi og rættvísar treytir í sáttmálum.

Ídnaðurin kann gerast betur í mun til at tryggja, at kvinnuligir sangskrivarar og framleiðarar fáa uppiborna viðurkenning og heiður og at tær verða rætt krediteraðar fyri teirra arbeiði.

Ídnaðurin kann menna marknaðarføringsstrategiir, ið presentera tónleik hjá kvinnuligum tónlistafólkum fyri einum meira fjølbroyttum lurtaraskara og ikki skilja ímillum “gentutónleik” og “dreingjatónleik.”

Ídnaðurin eigur at eggja brúkarum til at læra tónleik frá kvinnuligum tónlistafólkum meira at kenna og fáa sær meira fjølbroyttar lurtivanar, har lurtað verður líka nógv eftir tónleiki hjá báðum kynum. Hetta kann gerast við at nýta kurateraðar playlistar og viðmæli og at bjóða lurtarum ymiskar avbjóðingar á sosialum miðlum. Og veita brúkarum pallar at geva afturmeldingar á um tónleikasmakk og -upplivingar. Hetta kann hjálpa við at eyðmerkja øki, har kynstengdir fordómar kunnu ávirka lurtivanarnar.


Myndugleikar og tónleikafelagsskapir

Myndugleikar – tað vil siga landið og kommunurnar – eiga at samstarva við tónleikafelagsskapir um at geva tónleikarum betri møguleikar at framføra tónleik fyri einum breiðari áhoyraraskara, til dømis við at stuðla spælistøðum kring alt landið.

Haraftrat kundu lokal tiltøk og grasrótarørslur, sum fremja javnstøðu millum kynini í tónleiki, fingið stuðul. Hetta kann fata um lokalar konsertir, festivalar og verkstovur við fjølbroyttum tónleikaframførarum.

Myndugleikarnir kunnu hjálpa við at betra um atgongd til útbúgvingar og venjing, serliga ætlað til at stuðla kvinnum innan tónleikaframleiðslu, sangskriving og øðrum økjum, har kvinnur oftast eru undirumboðaðar, so kvinnur fáa ein kjans at fáa menninar aftur, ið eru langt frammanfyri á hesum økjum.

Myndugleikar eiga at arbeiða fyri at fremja gjøgnumskygni í frágreiðingum um kynstengd hagtøl í tónleikaídnaðinum. Hetta inniber upplýsingar um spælitíð í útvarpi, stroymingartøl og fíggjarliga inntøku.


Gransking og savnan av dátum

Setrið kundi gjørt meira fyri at fremja gransking, ið kann greina vavið í kynsmuninum, eitt nú munin á lurtivanum býtt eftir kyni, og ávirkanina av hesum á tónleikaídnaðin.

Hesar dátur kunnu nýtast til at fremja meira upplýstar politikkir og tiltøk, sum hava til endamáls at fremja javnstøðu millum kynini.

Kynsgransking og kjak um kynsfordómar í tónleiki eiga eisini at verða flættað inn í undirvísingarætlanir á øllum útbúgvingarstovnum. Hetta kann hjálpa næmingum at skilja tær søguligu og samfelagsligu samanhangirnar, sum hava viðført teir fordómar, sum ofta gerast ein forðing fyri kvinnur, ið droyma um eina tónleikayrkisleið.

.

.

.


At enda…

Við at taka hesi stigini kunnu vit førka okkum fram ímóti eini meira rættvísari og veruligari umboðan av kvinnum og fremja eina mentan, ið virðismetir fjølbroytni og inklusión, har kvinnur hava somu møguleikar sum menn at betra um sín dugnaskap og fáa viðurkenning fyri sín lut sum sangskrivarar og framleiðarar. Soleiðis kunnu vit arbeiða fram ímóti at minka um gjónna millum kynini.

.

.

.

.

.

.


Takk fyri at lurta!

© Elin Brimheim Heinesen

.

.

.

.

.

.

.

.


Keldur

Fyrilesturin byggir á fylgjandi gransking:

USA: Inclusion in the Recording Studio? Gender & Race/Ethnicity of Artists, Songwriters & Producers across 1,100 Popular Songs from 2012 to 2022 – USC Annenberg Inclusion Initiative

Stórabretland: Musicians’ Census Women Musicians Insight Report – March 2024

Stórabretland: Counting the Music Industry: The Gender Gap – October 2029

Stórabretland: Both Sides Now: A Practice-Based Enquiry into Gender Equality in the Music Industry – Thesis by Kate Lowes 2021

Stórabretland: Women and Equalities Committee Misogyny in music Second Report of Session 2023–24

Týskland: On Gender Diversity in the Music Industry and in Music Usage – Keychange 2021

Danmark: Kvinderne i musikken – 2022

Danmark: Hvorfor er der så få kvinder i musikken? En undersøgelse af køns betydning for udøvende og skabende musikere Marts 2022

Danmark: Diversitet i  musikbranchen   ‐ Mod en bedre kønsbalance (Dansk Musiker Forbund,  Dansk Artist Forbund,  Gramex,  JazzDanmark,  Dansk Live) Maj 2017


Áhugaverd tøl frá amerikansku kanningini:


Áhugaverd tøl frá týsku kanningini:


Áhugaverd tøl frá danskari kanning:

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2025/03/28/kynsmunirnir-i-tonleikaidnadinum/