Opið bræv til ein fyrrverandi misnýtara, sum er vorðin umvendur kristin

Screenshot

Góði Russel,

Lat meg siga beinanvegin, at eg eri ikki ein teirra, sum ætli mær at klikkja niður á tín nýggja tokka. Kærleiki tín til kristindómin tykist ektaður nokk, og eg viðurkenni ynski títt um at gerast eitt betri menniskja. Tú tykist sannførdur um, at Bíblian hevur lykilin til tína umvending, og rætt hevur tú í, at Bíblian inniheldur í roynd og veru nógvan vísdóm. Tá samanum kemur, var hon jú skrivað av menniskum, sum stríddust við torfør livikor, og sum strembaðu eftir at finna meining í eini fløktari verð. Tað er bara náttúrligt, at fólk kenna seg aftur í summum av teim vitugu innlitunum í Bíbliuni, sum fær nógv til at halda, at slíkur vísdómur má vera íblástur av Gudi.

Men latið okkum ikki gloyma nakrar av teimum meira ivasomu pørtunum í Bíbliuni. Eg stúri fyri, at Bíblian eisini er á tremur við moralskt ivasomum, ikki serliga kærleiksfullum uppáhaldum, sum verða kannað Várharra — okkara Himmalska Faðiri, ið sigst elska okkum øll — men sum helst munnu hava ein nógv meira jarðbundnan uppruna. Onkuntíð kann Bíblian lesast sum ein spegilsmynd av teimum sera menniskjansligu og tí so ófullkomnu høvundunum heldur enn sum ein guddómlig rødd, ið talar til okkum.

Hetta førir fram til ein átrokandi spurning: Hvat fær ein rímiliga intelligentan mann sum teg í roynd og veru til at taka bíbilska boðskapin til tín, sum er so fullur í andsagnum? Er hetta ikki ein støðug kelda til tvídrátt í tær at royna sigla millum skerini og halda kósini millum øll hesi mótstríðandi sjónarhornini í Bíbliuni? Ella hevur tú kanska akkurát traðkað tíni fyrstu fet inn í Bíbilska heimin og kennir tí ov lítið til hesar tvistøður?

Tað er í øllum førum eitt áhugavert fyribrigdi, at kristindómin dregur teg. Er orsøkin møuliga tann, at átrúnaðarligi eldhugin, sum serliga kemur til sjóndar innan evangeliskar samkomur, kenst sum ein euforiskur rúsur, ið kann minna um rúsin, ein fær av drøggi, sum tú einaferð vart so drigin at? Tú hevur uttan iva hoyrt gomlu orðingina: “Einaferð misbrúkari, altíð misbrúkari”. Tað er kanska serliga hóskandi her, tí tú gongur jú somu gøtu, sum so nógvir “umvendir” einstaklingar undan tær, sum halda uppá at teir hava vunnið á sínum bundinskapi, einans fyri at seta ein annan líka so sterkan bundinskap ístaðin.

Men hví taka vágan á seg at sáa iva um hesa “leking”, tú júst hevur funnið? Tey, ið leita sær frelsu — serliga frá sær sjálvum — verða ofta drigin at boðskapinum í evangelisku trúnni, lokkað av lyftinum um at verða loyst úr allari synd. Trúgvin uggar við at bjóða teimum, sum leingjast eftir at kenna seg fríað úr synd og gerast upplýst, eina nýggja sjálvsmynd, meðan tað, sum í veruleikanum hendir, er, at tey verða drigin at tí vælsignaða rúsi, sum átrúnaðarligi eldhugin gevur teimum.

Tú ert ikki av býttastu monnum, so tú mást hava hugsað tankan, at evangeliska trúgvin kann í roynd og veru tykjast júst sum ein tølandi rúsur, serliga fyri fólk, sum hava lyndi til narsissismu. Eitt lyndi, tú jú sjálvur hevur sagt, at tú hevur. Hetta er ikki minst galdandi fyri tey, sum fegin vilja síggja seg sjálvi sum ósjálvsøkin menniskju, ið hjálpa øðrum. Tað er tølandi fyri tey at vera hávird av sínum trúarfeløgum fyri sítt ‘ósjálvsøkni’ , meðan tey í veruleikanum halda fram við at vera akkurát líka manipulerandi og vandamikil fyri onnur, sum einhvør annar vanligur narsissistur er. Átrúnaðurin gevur teimum bara høvi at vísa eina snøgga framsíðu, sum kann krógva teirra stórlætisørskap og sjálvrættvísi, men sum fær tey til at sýnast eyðmjúk fyri Gudi, ið aftur gevur teimum møguleika fyri at kenna seg yvirlegin.

Til dømis er atdrátturin at tí “at hava rætt” rúsandi sterkur, er hann ikki? At halda, at tú hevur lykilin til sannleikan, meðan tey, sum velja ivan, reika runt í myrkrinum–tað má uttan iva geva eina ávísa kenslu av at verða hevjaður upp um onnur, ikki so? Í veruleikanum fremur slíkur hugburður fanatismu, ti hann loyvir ikki rúmi fyri iva. Men tú ert, sum sagt, ikki býttur, so manst tú ikki kortini innast inni stríðast við eini ásannan av, at alt bert er ein skroypilig hvørvisjón — eitt yndisligt kávalæti, so at siga. Tí skalt tú vera heilt ærligur: Ger umvendingin teg veruliga til eitt betri menniskja?

Gongst tað tær, sum tað gongst nógvum øðrum, er tað ikki sannlíkt. Nógv, sum geva seg yvir til evangeliska trúgv, vísa ofta júst somu atferðarmynstur, sum tey høvdu, áðrenn tey vóru “frelst”, har tey tæntu sær sjálvum fyrst og fremst, ofta uttan veruliga at vísa tað Kristus-líku atferðina, sum tey so íðin royna at lata sum um, at tey umboða. Umvending ger uttan iva  okkurt gott fyri summi, men er hetta galdandi fyri øll?

Hugsa t.d. um teir mongu átrúnaðarligu samkomuleiðararnar, sum eru avdúkaðir í at hava lútað fyri sínum lægstu girndum, ið teir hava dult sum mansmorð kanska gjøgnum mong ár, meðan teir hava leitt sínar samkomur. Gølurnar um kynsliga misnýtslu, hykl, ágang, skemd o.a. ímillum predikantar og prestar eru ræðandi vanligar, og róp teirra um frelsu og umvending eru ofta tekin um nógv djúpri trupulleikar, sum liggja aftanfyri. Hesir trúboðarar siga seg ofta elska syndaran, meðan teir samstundis spæla moralsins vaktarfólk, sum reisir spurningin: Umboða teir veruliga tær dygdir, sum teir prædika um?

Tey, sum so íðin vísa á annara lýti og misbrot, varpa helst í veruleikanum bara sín egna skugga yvir á tey, sum tey síggja sum ófullkomin. Teirra snøgga framsíða er ofta bert eitt klæði, tey hanga upp fyri hugmóðina og fáfongdina aftanfyri. Tey siga seg at vera moralskar fyrimyndir, samstundis sum tey demonisera tey, sum standa uttanfyri teirra trúarbólk.

Ein slík heimsfatan kann leggja sjógv millum tey trúgvandi og so heimin uttanfyri og fremur ein “vit móti hinum” hugburð, ið elvir til ótta og fíggindaskap millum menniskju. Eitt slíkt sjónarhorn kann føra til ósunna paranoiu og rættvísgera harðliga framferð móti teimum, ein sær sum sína andstøðu. Er hetta ikki júst fyrsta sáðið til ósemjur og stríð millum menniskju?

Sum ein nýliga “umvendur kristin” hevur tú kanska hug til at sópa hesar eygleiðingar til viks og vísa tær frá tær sum umboðandi tann ónda, ið freistar teg, og sum tú roynir at sleppa tær undan. Eg vóni tó ikki, at tá tann fyrsta euforiin yvir umvending tína er við at fána, at tú so stendur eftir har við eini pínufullari ásannan av, hvussu djúpt tú ert dottin niður í kaninholuna. Fert tú at vakna upp til ásannanina av, at tað, sum tú helt, var tín frelsa, kanska bara er ein annar formur fyri bundinskap — ein bundinskapur av at dyrka eina balstýrliga narsissismu, men hesaferð bara dulda handan eina vakra framsíðu?

Fyri tína egnu skyld, latið okkum vóna, at tú sært klárt, hvønn veg tú velur. Enn er tíð til at trína nøkur fet aftur, burtur frá eggini, og ístaðin fyri at brúka orkuna upp á bara at rúsa teg í tínari egnu umvending, skelta við og signalera, hvussu “góður” tú ert (v.ø.o. “virtue signaling”), so heldur endurfinna møguleikarnar í tær sjálvum til at gerast ein ekta drívmegi fyri tað góða, sum ikki dregur alt uppmerksemið til tín persón, men heldur varpar ljósið á tey, sum tú vilt hjálpa.

Ynski tær alt tað besta,
Ein, ið trýr uppá evni tíni til at grógva.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/09/24/opid-braev-til-ein-fyrrverandi-misnytara-sum-er-vordin-umvendur-kristin/