Hendan greinin roynir at svara hesum spurningum: Hvat merkir tað fyri eitt samfelag, at tað er patriarkalskt? Hvussu ávirkar patriarkalski hugburðurin okkara kynsleiklutir frá barnsbeini? Hvussu kemur hesin hugburður til sjóndar í nærsambondum? Hví verður hildið so fast í ‘performativaum maskuliniteti’, hóast hetta skaðar bæði menn og kvinnur? Haraftrat koma nakrar hugleiðingar um, hvussu summi brúka átrúnað til at grundfesta og víggirða siðbundnar kynsleiklutir; umframt hví nógv—serliga menn—stríðast so nógv móti øðrvísi kynsleiklutum, og síðst men ikki minst, hví tað er neyðugt grundleggjandi at ‘av-patriarkisera’ samfelagið—hvat tað merkir, og hvat tað krevur.
Patriarkalski hugburðurin gjøgnumsúrgar uppvøkstur okkara, familjudynamikk okkara, kærleiksambond okkara og mátan, vit føra okkum sjálvi fram uppá. Patriarkalski samfelagsbygnaðurin skapar ein felags karm fyri kynini, men ávirkar kynini á ymiskan hátt, har tað ofta verður borið meira í bøtuflaka fyri atburðin hjá monnum enn hjá kvinnum, har tørvurin hjá monnum verður raðfestur hægri enn tann hjá kvinnum, og har mistøk hjá monnum verða skjótari rættvísggjørd enn mistøk hjá kvinnum. Henda ójavnvág er í veruleikanum ikki til fyrimuns—hvørki fyri menn ella kvinnur.
Kynsleiklutir í patriarkatinum: Menn meira verdir enn kvinnur
Í einum patriarkalskum samfelag er standardurin tann, at menn verða hildnir at hava meira “náttúrligan” myndugleika, enn kvinnur hava, bara tí teir eru av kallkyni. Teir hava eisini størri spælirúm enn kvinnur gjøgnum lívið, tá tað kemur til moral. Er ein maður ágangandi, verður hetta sæð sum tekin um styrki og leiðaraevni, og tekur hann sær sjálvum rættindi uttan at spyrja nakran eftir, kann hetta verða mistikið fyri at vera sjálvsálit. Er hann ótrúgvur, kann hann verða sæddur av øðrum monnum sum serliga “potentur”, og konan skal bara vera takksom fyri, at hon er gift við einum manni, sum kvinnurnar flokkast um. Tá ið ósemjur stinga seg upp, víkir ella lagar tann sosiala skipanin seg ofta til menninar heldur enn at halda teir til svars.
Hin vegin megnar hann ikki at fylla sín leiklut sum sterkur myndugleikapersónur úti og heima, so kann hann vera í vanda fyri at verða dømdur sum ein “veikur kventlingur” ella beinleiðis sum “tapari”, ið er tað ringasta, sum kann henda fyri ein mann, sum heldur seg bara hava virði, um hann verður sæddur sum ein “rættur maður”, og sum leggur mestsum alla sína sjálvsvirðing í tann pottin.
Sum áður nevnt, hava kvinnur ikki heilt sama rásarúm sum menn. Ólønt arbeiðið og umsorgan frá kvinnum verður hildið at vera ein sjálvfylgja, fyri ikki at siga eitt krav. At kvinnur altíð eru klárar at hava umsorgan fyri øðrum, at tær altíð eru kynsliga tøkar og altíð eru klárar at fyrigeva, verður beinleiðis væntað av kvinnum. Hetta eru tænastur, sum menn rokna við at hava atgongd til uttan at skula gjalda nakað afturfyri tað.
Hin vegin, um kvinnur ikki vilja veita hesar tænastur og ikki liva upp til hendan leiklutin, so verða tær eisini niðraðar og dømdar at vera “ókvinnuligar kellingar”, ið eingin skoytir um og “hóttar” við, at tær bara fara at enda sum einsamallar “cat-ladies” (kvinnur, sum bara liva saman við kettum).
Men sum útgangsstøði miðsavnar samfelagsliga narrativið seg um menn. Familja og onnur hjálpa til við at styrkja narrativið heilt frá, at børn eru smá, t.d. við at tosa um mistøk hjá dreingjunum sum “bara ein yvirgongd”, sum “ótangagerðir” (“soleiðis eru dreingir bara”) ella við at verja dreingir sum vóru teir bara “misskilt flogvit”. Meðan líknandi atburður hjá gentum og kvinnum vanliga er undir nógv strangari eftirliti—ella verður beinleiðis sjúkliggjørdur. Um ein genta / kvinna ikki fylgir patriarkalska narrativinum um, hvussu kvinnur “eiga” at uppføra seg, ja, so er hon “ikki í ordan”.
Stutt sagt veitir patriarkatið monnum—ikki bara praktiskar fyrimunir; tað bjóðar eina liðugt tulkaða frásagnarrammu—eitt narrativ, sum rósar og eggjar bráðlyndið hjá monnum og sum útvegar teimum umberingar fyri skaðarnar, teir valda øðrum. Meðan tað oftast eru kvinnurnar og børnini, ið bara mugu finna seg í tí og gjalda prísin, tá menn bera seg ábyrgdarleyst at—eitt ábyrgdarloysi, sum patriarkatið onkursvegna loyvir monnum at hava uttan, at tað fær avleiðingar fyri teir.
Uppvakstarringrásin: Móðir, familja og partnarar
Sambandið millum møður og synir er ofta merkt av dupultum bindingum—tvs. mótstríðandi krøvum frá umheiminum til kvinnuna. Hetta eru mótstríðandi krøv, sum eru undirskilt—hon er ikki altíð tilvitandi um tey og noktar kanska enntá fyri, at tey finnast. Hon merkir bara, at hvussu væl hon so roynir at spæla sín leiklut, so endar hon næstan altíð við ábyrgdini og skuldini, tá tað ikki gongst væl hjá synunum—ella hjá familjuni sum heild. Um dreingir eru ótangar, er spurningurin ofta: Hvar er mamman?! Ikki: Hvar er pápin?
Mamman ger eitt stórt kensluarbeiði. Hon verjir, sissar, ber í bøtuflaka fyri og hylir út yvir mistøk hjá sínum synum, samstundis sum vald hennara er avmarkað. Patriarkatið setur møður í leiklutin sum stabiliserandi røktarar fyri mannlig ego heldur enn sum myndugleikapersónar, ið kunnu krevja av dreingjunum, at teir taka ábyrgd av egnum atburði. Skuldin er, sum nevnt, altíð hennara. Setur hon mørk, kann hon verða stemplað sum “ov stýrandi” ella “køld”; leggur hon seg eftir at tekkjast soninum, er hon í vanda fyri at verða ákærd fyri at stuðla mynstrum, sum verja sonin fyri avleiðingum.
Onnur í familjuni og í vinaflokkinum verja eisini dreingirnar ímóti at merkja avleiðingar og hjálpa til við at verja umdømið hjá dreingjunum: Farið verður lætt um mistøk teirra og/ella funnið verður uppá undanførslur fyri mistøkini, eginleikarnir hjá dreingjunum verða hevjaðir fram sum serligar gávur, og dreingirnir læra óbeinleiðis, at kærleiki snýr seg um avrik. Eldri fólk tosa um allar møguleikarnar hjá dreingjunum og vátta hugmyndina um, at heimurin gevur teimum pláss.
Samstundis verður væntað av kvinnuligu skyldfólkum teirra, at tær tillaga seg monnunum, víkja fyri teimum og hjálpa teimum. Tað verður ikki væntað av dreingjum, at teir skulu geva gentum pláss og veita teimum sama stuðul. Hetta er við til at normalisera tað ofta ójavna valds- og arbeiðsbýtið, sum er í mongum heimum. Í romantiskum sambondum og parløgum heldur sama mynstrið fram.
Nógvar kvinnur eru sosialiseraðar til at halda, at friður og samljóð er tætt tengt at, at tær laga seg til menn—fyrst til pápa og brøður, síðani til unnustu og mann. Menn kunnu tulka hetta sum eina váttan av, at teir eru kvinnum yvirlegnir, og at teir tí hava rætt til at ráða yvir teimum. Patriarkatið framhevjar kvinnuligan mildleika og beinasemi sum dygdir, ið menn kunnu brúka, og hetta styrkir kensluna hjá monnum enn meira av, at teir eru við yvirlutan og hava rætt til, at kvinnur eftirlíka og hávirða teir. Tilsamans framdyrkar hesin hugburður menn, ið vænta at sleppa undan avleiðingum, og at kvinnur skulu tæna teimum.
Tað finnast nógvir forsprákarar fyri patriarkalska narrativinum og fyri teimum kynsleiklutum, sum hetta narrativið fyrisetur. Hugsa m.a. um ein sum Andrew Tate og allar hansara “trust‑me‑bros” og “pickup artistar” í ymiskum kvinnuhatandi poddvørpum. Ella um kristnu nationalistarnar / MAGA í USA, hvørs krøv til kvinnur í nógvum førum minna rættiliga nógv um krøvini hjá talibanunum til kvinnur í tí ekstremt patriarkalska Afghanistan.
Menn verða eisini gjørdir til objekt í patriarkatinum
Í einum patriarkalskum samfelag verða kvinnur ikki hildnar at hava javnbjóðis status við menn. Menn eru heilt einfalt “grund-kynið”, meðan kvinnur verða sæddar sum “hjálparar” teirra, og sum amboð fyri menn at nøkta tørv sín við. Í eygunum á patriarkalska manninum hava kvinnur bara virði, um tær kunnu tryggja, at tørvur hansara verður nøktaður—so sum tørvurin á umsorgan, tørvurin á at hava okkurt vakurt at hyggja at, tørvurin á kynsligari nøktan, ella sum eitt amboð til at framleiða avkom.
Men tað, sum vit ofta gloyma, er, at menn í veruleikanum eisini verða gjørdir til amboð—ikki av kvinnum, men av tí patriarkalsku ráðandi stættini, ið sær ungar menn sum amboð, ið kunnu nýtast til ymisk endamál. Ráðandi stættin misnýtir patriarkalska maskulina idealið til at kalla menn inn til hertænastu, sum “keypa” hetta idealið, har manndómur verður mátaður eftir viljanum hjá monnum at fara í hernað, at berjast og at ofra seg fyri tjóðina. Menn, sum nokta hernaðartænastu, verða útskammaðir sum “ómansligir.”
Hetta patriarkalska maskulinitetsidealið hóvar sostatt ráðandi stættini sera væl. Ráðandi stættin heiðrar og roynir alla tíðina at virka fyri at halda fast við og styrkja hugburðin um, at hernaðartænasta er eitt manndómsbragd—eitt ritual, sum ger dreingir til “rættar menn.” Soleiðis verða ungir menn trýstir til at fara “sjálvbodnir” í kríggj, hóast tað kann kosta teimum bæði lív og likamslutir. Teir mugu góðtaka at verða brúktir sum útskiftilig, eingangs-amboð til harðskap. Tey álvarsligu sálarligu sárini, hetta gevur hesum monnum, verða lítismett, tí tað verður væntað av monnum at teir bara skulu klára tað—tí menn mugu ikki vera veikir. Úrslitið er, at menn verða ómenniskjansliggjørdir—ein høgur kostnaður bara fyri at fáa blástemplingina frá ráðandi stættini, at teir eru “raskir, rættir menn.”
Hví menn verða drignir at sterkum, sjálvstøðugum kvinnum
Hvat hendir so, tá patriarkalski maðurin møtir eini sjálvstøðugari kvinnu, ið ikki vil spæla eftir patriarkalsku reglunum og ikki vil lata seg stýra av patriarkalska narrativinum—‘handritinum’ hjá manninum um, hvussu ein kvinna eigur at vera? Hetta kann lættliga gerast ein dramatisk støða.
Um ein kvinna gjøgnumskoðar glæntrileikin og setur mørk, kunnu avmarkingar hansara verða avdúkaðar—og harvið er vandi fyri, at veikleikin í samleika hansara eisini kemur fram í ljósið. Ein kvinna og mótstøða hennara kann sostatt vera ein stór hóttan móti honum—og hin vegin eisini ein stórur vandi fyri hana. Hennara tvørlyndi kann tendra hann upp á tveir mátar—antin hatar hann hana djúpt beinanvegin ella eisini gerst hann bergtikin av henni, tí tann hart vunnið “sigurin” á eini sjálvstøðugari kvinnu ber í sær møguleikan fyri, at styrki og potensur hansara kann blíva váttaður enn meira (av øðrum monnum).
Í patriarkalska karminum verður hetta til eitt symbolsk stríð. At “vinna” á eini kvinnu, sum ger mótstøðu, styrkir og rættvísger sjálvsmynd hansara. Samstundis virkar tann sjálvstøðuga kvinnan sum ein ‘trýstroynd’ av veruleika hansara. Um hon noktar at spæla við í hansara narrativi ella ímyndanarheimi, so verður hansara egna hegni og tað yvirlegni, ið hann sjálvur fyrigyklar sær at hava, jú punkterað. At royna at vinna á henni kann sostatt virka lokkandi upp á hann, tí um hann megnar at ‘yvirmanna’ hana og ráða yvir henni, so fær hann ta ultimativu próvførsluna um, hvussu ‘sterkur’ hann er, og eina staðfesting av, at hann er ein ‘rættur maður’.
Tá hann ikki megnar at vinna hana: Skuld og frávarp
Men vinnur hann ikki, kennist hetta sum ein øgiligur ósigur. Og so er skjótt frá at vera bergtikin til at vanvirða. Um tað at vera við yvirlutan er kjarnin í samleikanum hjá einum manni, so fær hann illa skyldað sítt tap ella ósigur uppá seg sjálvan og sínar egnu avmarkingar; nei, skuldin má flytast aðrastaðni. Misogyn (konufólkahatandi) narrativ útvega honum liðugtgjørdar frágreiðingar og undanførslur: hon er “køld”, “manipulerandi”, “lokkandi”, ella “ikki nóg kvinnulig”. Við at varpa sítt egna vónbrot yvir á hana, fær maðurin vent kensluni av skomm um sína egnu ómegd burtur frá sær sjálvum og kann sostatt varðveita sítt bravado.
Samstundis fær maðurin stuðul frá mentanini, hann livir í. Umhvørvið tekur undir við honum, tá hann tulkar mørk hjá kvinnum sum eitt brek hjá teimum, moraliserar avvísing teirra sum hjartaloysi, ella sjúkligger tráanina eftir sjálvræði hjá kvinnuni. Soleiðis verður ábyrgdin flutt burtur frá honum, váttað av sosiala kórinum rundan um hann, ið endurtekur harmaljóð hansara.
Patriarkalska narrativið um maskulinitet hevur verið greitt frá og endurtikið so ofta og so leingi í okkara mentan, at nógvir menn eru farnir at halda, at hetta tillærda idealið er soleiðis, sum ein maður “nattúrliga” er, hóast tað finnast óteljandi menn, sum als ikki passa inn í tann frymilin, sum patriarkatið roynir at kroysta menn inn í. Haraftrat, um so var, at hetta slagið av maskuliniteti var so “nátturligt”, sum summi halda, so skuldi tað nettupp ikki verið neyðugt at kroysta tað niður yvir so mong menniskju.
Uppgjørd framsíða sum neyðug brynja
Patriarkalska maskulinitetsidealið fyrisetur, at menn mugu gera sterka mótstøðu móti at fáa sjálvsinnlit og innlit í egnar kenslur—og allarminst at seta orð á tær. Tað er ognað kvinnunum. Patriarkatið heiðrar og lønar hin vegin monnum, tá teir vísa “bravado”—yvirræði og fullvísi (skrásikkurheit) og enntá harðskap. Einasta loyvda kenslan at vísa er aggressión. Hetta eggjar monnum til at kappast og stremba eftir at vinna á øðrum í nógvum av lívsins viðurskiftum.
Menn síggja sera nógv upp til og prísa aðrar menn, sum útstrála nógvan autoritet, eru aggressivir og sum síggja sera maskulinir út, og eggja soleiðis hvørjum øðrum til at dyrka hetta idealið. Alt stríðið teir mongu tímarnar í fitness-miðstøðini verður helst hildið út minni fyri at imponera kvinnur, men uttan iva væl meira fyri at imponera aðrar menn (serliga pápan). Viðurkenningin frá øðrum monnum vigar nógv meira enn viðurkenningin hjá kvinnum av tí stríðnum, menn gera sær.
Hesin formurin fyri maskulinitet er ein ‘maska’, teir lata seg í, og sum teir nærum ongantíð tora at lata seg úr aftur—tvs. ein meira ella minni uppgjørd fasada, sum teir stríðast við at byggja upp og varðveita. Tí tola teir illa aðrar menn, ið ikki gera tað sama, og spæla tí “løgregla” fyri at halda skil á hvørjum øðrum við at skamma teir, sum ikki vilja spæla við. Á henda hátt royna teir at hava tamarhald og halda hvørjum øðrum føstum í hesum glæntrileiki.
Patriarkalskur glæntrileikur drepur
Maskan gerst ein ‘brynja’. Tá tú altíð hevur fingið at vita, at tað er soleiðis, at virði títt verður mált, og tú sært, hvussu onnur reagera, um tú fert úr maskuni og ikki livir upp til idealið, so gerst tað neyðugt hjá tær støðugt at vera í maskuni og spæla henda kynsleiklutin.
Hendan ‘brynjan’ er eitt skansaverk móti skommini, móti óttanum fyri at verða kallaður tapari og—Gud-forbjóðið-tí—ein “femininur vesalingur”. Fyri patriarkalska mannin er altumráðandi at brynja seg so mikið, at hann sleppur undan tí hættisliga sjálvsinnlitinum, at hann als ikki er so ósæriligur og neyvan heldur so sjálvbjargin, sum hann letst, men kanska er rættiliga viðbrekin og bundin at annara hjálp og viðurkenning. Uttan sína brynju er maðurin í vanda fyri at skula standa andlit til andlits við sínar egnu veikleikar, sum hann gjøgnum sín uppvøkstur hevur lært at síggja sum ósigrar, hann skal skammast av.
Haraftrat kemur ein sjálvstyrkjandi snyril í spæl. Royndirnar hjá einum manni heilt frá barnsbeini prógva fyri honum, at bravado loysir seg—fólk víkja undan, kvinnur laga seg, familjan fyrigevur. Hetta narrativið, ið verður endurgivið og sannprógvað aftur og aftur gjøgnum lívið hjá manninum, sigur honum, at tað bæði er sálarliga vandamikið og óskynsamt av honum at leggja hesa maskuna frá sær. Fyri hann er maskan ikki bara pynt, men ein berandi liður í menningini av hansara egnu sjálvsmynd sum maður.
Júst tí kann tað vera sera vandamikið at royna at hála maskuna av einum manni—og fáa hann bókstaviliga at “missa andlit”. Ein maður, hvørs djúpasta ræðsla er at fáa veikleika sín avdúkaðan—tí samfelagið hevur lært hann, at tað ringasta, ein maður kann vera, er at vera “veikur”—kann gerast serstakliga aggressivur, um onkur roynir at taka maskuna av honum, tí hann hevur bygt allan sín samleika á hesa fasaduna. Hann kann gerast sera harðligur—enntá drepa í summum førum—í eini desperatari roynd at vinna sær valdið og æruna aftur, hóast hann er í vanda fyri at vera harðliga revsaður fyri tað. Hann kann enntá velja at taka sítt egna lív heldur enn at standa andlit til andlits við sín egna veikleika.
Tíverri eru óteljandi dømi um menn, sum drepa ein maka ella skyldfólk—tey, ið standa teimum næst, tí tey kenna jú teirra innastu síður best og eru tí mest sannlíkt tey, sum kunnu avdúka tær. Og vit síggja tað eisini í søtrri samanhangum, hvussu skjótt stjórnir—oftast tær, har menn eru í meiriluta—kunnu taka til vápnanna, tá teir halda, at “æra” teirra er skalað.
Átrúnaður sum brynja: Orsøkir og ambivalensur
Fyri summar menn kann átrúnaður / trúgv veita teimum trygd fyri, at teir kunnu halda fast í og varðveita sín samleika, tá teirra sjálvsmynd, sum teir halda so høgt í hevd, er vorðin særd—so sum av avvísingum, av ósigrum í parlagnum ella av hóttanum móti tign teirra. Trúgvin útvegar teimum narrativ, siðvenjur og felagsskap, sum kunnu linna teirra samvitskubit uttan at krevja, at teir skulu broyta seg sjálvar fullkomiliga—serliga um teir gerast partur av eini serliga patriarkalskari samkomu.
Samstundis kann eitt átrúnaðarligt umhvørvi geva teimum ein nýggjan pall: Nýggjar áskoðarar, greiðar kynsleiklutir og eina nýggja endursøgn av fortíðini—“eg var burturvilstur, nú eri eg funnin.” Í ringasta føri gerst hetta eitt moralskt hvítvask, har narrativið fær nýtt frámerki, meðan gamla mynstrið, har maðurin hevur yvirræðið, verður varðveitt.
Tvístøðan er verulig: Ein umvending til trúgv kann saktans vera ærlig kensluliga, men samstundis virka sum ein framførsla—ein leiklutur, sum maðurin spælir eftir átrúnaðarliga ‘handritinum’. Avgerandi royndin er ikki styrkin í kensluni, men viljin til at taka ábyrgd: Mennir maðurin veruliga innlivan? Góðtekur hann mørk hjá øðrum? Bøtir hann skaðar, hann hevur volt? Tolir hann at missa ræðið onkuntíð? Ella brúkar hann bara átrúnaðarliga málbrúkið til at gera krav upp á moralskan myndugleika, at stýra og ráða yvir øðrum—serliga kvinnum—og at tryggja sær undirbrotleika?
Tekin um, at leikluturin er bara framførsla heldur enn verulig broyting, eru t.d. skjót moralsk fullvissa uttan sjálvsinnlit og sjálvsábreiðslur, økt dømisjúka heldur enn eyðmýkt, niðran av kvinnum pakkað inn av nýggjum sum átrúnaðarligir lærusetningar og sum vitnisburðir, ið framhevja hansara hetjustatus heldur enn ábyrgd hansara.
Verja móti alternativum kynssamleikum
Patriarkalskur maskulinitetur er eitt samfelagsligt ideal, ið leggur dent á, at maðurin hevur yvirræðið og tamarhald, á kvinnum, at hann er hinskyndur og kensluliga afturhaldin. Í patriarkalska samfelagnum er ein greið stigskipan fyri kynini: menn yvir kvinnum; “rættir menn” yvir øðrum monnum. Tað, at samkynd og tvørkynd eru til, kann upplivast sum ein hóttan móti hesum idealinum, tí verður hildið at hetta máar støðið undan einum av høvuðssúlunum undir maskulinitetsidealinum.
Sambært patriarkalska narrativinum skulu menn hava leiklutin sum veitarar, verjar og myndugleikapersónar, meðan kvinnur skulu hava leiklutin sum undirløgd hjálparfólk og umsorganarpersónar. Samkynd sambond avdúka, at tað ber til at hava aðrar kynsleiklutir og at siðbundna tvígreiningin: myndugleiki/umsorgan ikki eru biologiskt bundin at kyni. Um maskulinitetur ikki krevur yvirræði á kvinnum (ella á øðrum monnum), kann maskulinitetur endurhugsast av nýggjum, og nýggja idealið kann t.d. snúgva seg um at tryggja sínámillum gagn, at hava umsorgan fyri og samhuga við hvørjum øðrum, ið eru virðir, sum núverandi patriarkalska ídealið ofta vanvirðir.
Tað, at tað finnast fleiri mátar at vera maður / menniskja uppá (samkynd, tvørkynd, tvíkynd, non-biner) bendir jú á, at maskulinitetur er mentanarliga skaptur og broytiligur. Hetta ger, at trúvirðið av uppáhaldum um, at patriarkalska idealið er tíðarleyst ella biologiskt treytað, minkar. Patriarkalska mentanin stýrir ofta atferðini hjá monnum við homofobiskum ókvæmisorðum og ákærum (t.d. “hann er ikki ein veruligur maður”). Men um samkyndleiki verður normaliseraður, so missa hesi amboðini sín brodd og sítt tak á fólki, og hetta er ein stór avbjóðing til konformitetin— strembanina eftir at fáa øll til at vera meira ella minni eins fyri at fáa fólk til at tillaga seg til patriarkalska tvígreinaða idealið.
Í summum patriarkalskum samfeløgum verður dentur lagdur á, at menn mugu hava ræðisrætt yvir kynslívinum hjá kvinnnum fyri at tryggja teirra faðirskap, arv og æruna hjá familjuni. Ikki-hinskynd sambond flyta seg uttanum hesi stýriamboð, og tað, at ikki-hinskyndur seksualitetur er til, er ein avbjóðing í mun til logikkin í siðbundnum ognar- og arvaviðurskiftum. Kensluligur opinleiki og sínámillum bundinskapur verður ofta stigmatiseraður í patriarkalska narrativinum, men sæst í mongum ikki-hinskyndum umhvørvum og útvegar alternativ ideal fyri, hvat ‘styrki’ er, har viðbrekni eisini fær pláss.
Reyði tráðurin: Eitt tillagað, performativt patriarkat
Tvørtur um familju, kærleika og trúgv ber til at kenna sama mynstrið aftur. Maðurin, sum er stýrdur av patriarkalskum hugburði, leitar sær pallar, har hann heldur seg fáa mest tign—sum tann ráðandi í familjuni, í parlagi saman við einum undirgivnum partnara, og/ella á einum átrúnaðarligum palli. Hann spælir leiklutin sum tann yvirlegni, hann væntar at verða virdur og váttaður, og at fólk víkja og laga seg til hansara, hann kennir seg miseydnaðan, tá hann ikki røkkur hesa støðu og flytir skuld burtur frá sær sjálvum, tá hann møtir mótstøðu, og hann skiftir pall, tá tann gamli pallurin ikki longur gevur honum ta váttan, hann vil hava. Uttan veruliga sjálvsgranskan og uttan veruligan vilja til broyting er tað bara pallurin, ið verður skiftur—framførslan er hin sama.
Tá tú sært samfelagið, kynsleiklutirnar og viðurskiftini millum kynini gjøgnum hesar brillurnar, kemur tað patriarkalska narrativið til sjóndar og tess mynstur í atburði okkara verður avdúkað; nógv fellur upp á pláss og gevur brádliga meining; og tað verður lættari at seta orð á mangt og hvat, sum áður tyktist ógreitt ella óskiljandi.
Hví patriarkatið eigur at verða avtikið
Patriarkatið er ein samfelagsskipan, har menn—serliga ávísir menn—hava meginpartin av valdinum og ráða yvir mesta tilfeinginum á mestsum øllum økjum: í familjulívi, mentan, búskapi og politikki. At mæla til at avtaka patriarkatið er ikki “anti‑menn”-retorikkur; tað er “pro-fólk” retorikkur til fyrimuns fyri øll, eisini menn .
Her er kjarnin í, hví tað er skilagott at avtaka patriarkatið:
Høvuðsorsøkin er einføld: Tað hevði tryggjað veruliga javnstøðu og grundleggjandi rættindi fyri øll, ikki bara fyri valdmiklar menn. Sum støðan er, fastlæsir patriarkatið órættvísar reglur, skerjir valmøguleikar og minkar um trygdina hjá kvinnum, gentum og fólkum við øðrvísi kynssamleikum. Tað normaliserar mismunin í lógum, politikki og dagligum vanum og elvir til øktan ágang, tvingsil og kynsligan harðskap. Skipanin tryggjar sína varðveitslu við bæði beinleiðis og óbeinleiðis hóttanum, sum fáa fólk at tiga, og sum skerjir møguleikar teirra.
Patriarkatið skaðar eisini menn. Væntanirnar um, at menn skulu liva upp til leiklutin at vera “rættir menn,” minka um møguleikar teirra. Tað verður gjørt gjøldur við teimum, tá teir erliga vísa kenslur, og teir verða forðaðir í at hava umsorgan fyri øðrum ella í at biðja um hjálp. Hetta sæst aftur í hægri sjálvmorðstølum hjá monnum; tað økir um rúsevnisnýtslu teirra, meðan váðafull atferð gerst meira útbreidd millum menn. Menn verða stigmatiseraðir hava teir sálarligt viðbrekni og t.d. bara tí teir veita umsorgan fyri maka sínum í parlagnum. Pápar og dreingir, ið vilja taka størri lut í umsorganararbeiði í familjuni, verða eisini stigmatiseraðir.
Patriarkatið er ikki minst vánaligur búskapur. Lønarmunir, leiðslumunir og forðingar á STEM-økinum (Science, Technology, Engineering og Mathematics) elva til, at talent verður spilt, og tað minkar um framleiðslukapasitetin á arbeiðsmarknaðinum. Ógoldið umsorganararbeiði—mest framt av kvinnum—heldur alt koyrandi, men verður sjáldan roknað uppí. Heilsan er eisini vánalig: Ov lítið er granskað í tørvinum hjá kvinnum, pína teirra verður ofta ikki tikin í álvara, og atgongd til heilsurøkt á nøringarøkinum verður tálmað, meðan menn verða trýstir til at síggja burtur frá sínum heilsutrupulleikum, leypa viðgerðir um og átaka sær ov nógv yvirarbeiði, sum styttir um teirra frísku liviár.
Fólkaræðið viknar, tá vald savnast uppi á toppinum. Ov miðsavnað vald elur korruptión og ger stovnar veikari, meðan fjølbroytt leiðsla tryggjar betri avgerðir fyri øll, meira nýhugsan og betri kreppuhandfaring. Mentanarliga seta patriarkalsku stereotýpurnar fólk inn í stívar kassar og minka um møguleikar fyri útbúgving, yrkisleiðum, skapandi arbeiði og vísindum. Inkluderandi mentanir lata hinvegin upp fyri nýggjum hugskotum og betri loysnum.
Mýtan um, at “patriarkatið er náttúruligt,” heldur ikki. Samfeløg hava verið ymisklig og fjølbroytt gjøgnum alla søguna. Samfelagsskipanir, har samstarv og javni er reglan, hava verið til lið um lið við meira hierarkiskar samfelagsskipanir. Og tað, sum er tað mest útbreidda, er ikki neyðturviliga tað rættasta ella tað besta. Ein onnur mýta er, at tað at avtaka patriarkatið fer at skaða menn. Tvørturímóti. Í veruleikanum hendir i tað mótsatta: Teir fáa meira kenslufrælsi og fáa gagn av sunnari sambondum, tryggari arbeiðsplássum og felags normum fyri røkt og umsorgan.
At broyta hugburð er avgerandi, men einsamalt er tað ikki nóg mikið, tí patriarkatið er eisini bygnaðarligt—tvs. innbygt í lógir, lønarskipanir, foreldrafarloyvi, trygdarnet og umboðan. Mentanin og samfelagsbygnaðurin nøra hvørt annað. At avtaka patriarkatið merkir at skifta eina órættvísa skipan út við rættvísari reglur og gerandisnormar, sum fáa øll at trívast. Bæði mentanarliga og stovnsliga. Tørvur er á betri lógum og politikki, rættvísari arbeiðsplássum, betri útbúgvingum, skilvísari heilsuverki og javnari sambondum. Málið er ikki at býta um, hvør ið nú skal sita ovast, men at býta valdið, so sjálvræði, trygd, umsorgan og valmøguleikar verða standardir hjá øllum—ikki framíhjárættindi hjá nøkrum fáum.
Samanumtikið merkja hesar broytingar, at trot og yvirræði verður skift út við felags ábyrgd og framburð. Tað merkir veruligir valmøguleikar fyri allar partar, tá talan er um arbeiði og umsorgan, trygd og tign bæði í privata og í almenna lívinum og frælsi til at geva sítt íkast uttan at verða fangaður í gomlum leiklutum eftir “handritinum” í patriarkalska narrativinum.
Niðurstøðan er, at tað at avtaka patriarkatið víðkar um frælsi, trygdina og møguleikarnar hjá øllum. Tað skiftir “zero-sum” vald út við felags ávirkan og sínámillum trivnað, sum aftur viðførir styrktar familjur, sunnari felagsskapir, ein meira dynamiskan búskap og meira menniskjalig lív hjá fólkum av øllum kynum.
Broyttur hugburður: Hvat verulig menning krevur
At venja seg av við patriarkalska hugburðin—“avpatriarkiseringin” so at siga—kann ikki mátast í yvirlýsingum, einans í verki.
Neyðugt er, at menn tora at leggja fasaduna og vísa viðbrekni, og at fleiri menn síggja og viðurkenna, at patriarkalski hugburðurin um, at menn skulu hava yvirræði á kvinnum og øðrum, sum teir meta sum teimum undirlegin, ikki bara skaðar hesi fólkini, men eisini teir sjálvar, tí tað forðar teimum í at vísa sítt veruliga autentiska “eg”, og tað forðar teimum í at læra at seta orð á sínar kenslur, so sum skomm, ótta og bundinskap, og fær teir til órættvíst at leggja ábyrgdina fyri teirra kenslulív yvir á kvinnur, ið mugu lyfta alla byrðuna fyri bæði kyn sum kensluligir tænastuveitarar.
Neyðugt er at menn gevast við at halda seg hava meira rættindi enn onnur og ístaðin byrja at seta felags gagn fremst. Hetta merkir, at ein maður er førur fyri at virða eitt “nei”—at virða mørk hjá øðrum og at góðtaka, at hann ikki hevur krav uppá ella rættindi til annara kroppar, eftirlæti ella virðing, men má gera seg uppibornan til virðingina.
Við umskiftinum frá at brúka orkuna uppá at savna fjepparar kring seg og í staðin taka fulla ábyrgd av egnum atburði, eigur ein vilji at fylgja við til at bøta um skaðan, ein hevur volt øðrum, at tola at missa andlit og lata sjónarmið og royndir hjá kvinnum standa, uttan at gera hesi til tilfar ella amboð í enn eini ‘verkætlan’, ið gongur út upp á at styrkja egið ego.
At enda má tann narrativa “rebrandingin” verða avloyst av eini veruligari bygnaðarbroyting. Tvs. at umskiftið í valdsbýtinum má kunna mátast, at tær avgerðir, maðurin tekur, og hansara kensluarbeiðið á hansara dagliga “palli” vísir, at tað ikki bara er søgan, ið er eitt sindur umskrivað , men allur leikurin, sum hann er.
Lykilin til veruliga broyting liggur í løtuni mest hjá monnunum. Spurningurin er so, hvussu nógvir menn ynskja at bjóða patriarkalsku kynsleiklutunum og atburðarmynstrunum av. Um teir IKKI vilja broyting, er tað so tí, at teir hóast alt hava so mikið av fyrimunum enn av patriarkalska samfelagnum, soleiðis sum tað nú er, ið teir ikki vilja deila við nakran? Ella halda teir veruliga, at har finst eitt kríggj móti monnum?
Har er einki kríggj móti monnum. Har eru fólk, sum finnast at mismuni móti kvinnum og/ella minnilutabólkum í samfelagnum – tí alt ov ofta sær ein fólk, sum alment brúka niðurgerandi orð um hesar bólkar. Eingin roynir til dømis at forða nøkrum í at vera hinskyndur; fólk vilja bara hava, at onnur ikki bera seg óvirðiliga at móti øðrum. Um tú ikki gert tað, so tillukku – tá snýr tað seg ikki um teg. Set orð á niðrandi atburð, tá tú sært hann. Hetta er sjálvt endamálið við rørslum móti mismuni.