Føroyingar hava eina sera sterka kenslu av at hava sín egna, serskilta tjóðskaparliga samleika. Ein kensla, sum bert er vorðin sterkari við árunum, samstundis sum Føroyar við heimastýrinum eru vorðnar alsamt meira sjálvbjargnar og minni bundnar at ríkisveitingini. Eingin føroyingur ivast í tí, at hann ella hon er ikki „dani“, men fyrst og fremst „føroyingur“. …
Category: Vinna & Búskapur
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2026/07/31/foroyar-i-framtidini-eftir-loysingina/
Jul 24 2026
Sosial stýring í smáum samfeløgum
Í smáum samfeløgum – so sum í smáum bygdum og býum, í tætt knýttum mentanarligum umhvørvum, í familjufyritøkum, í vinnuligum fyritøkum – er sosial stýring mest óformell. Umdømi, slatur, góðkenning og útihýsing hava størri týdning enn lógarásetingar og formella rættarskipanin. Hetta ávirkar bæði fólk og vinnulív á serligar hættir. Eftir Elina Brimheim Heinesen Hvussu sosial …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2026/07/24/sosial-styring-i-smaum-samfelogum/
Mar 29 2025
Drypp-búskapur riggar ikki
Fimmti ár við Reaganomics – laissez-faire róvdjórakapitalismu og neoliberalismu – hava ført til risastóru gjónna millum rík og fátæk, sum vit síggja í USA og aðrastaðni í dag. Milliardir av skattainntøkum eru mistar vegna avtøku av reglum, ið hava tikið neyðuga eftirlitið við valdsjavnvágini burtur úr skipanini. Hesar politisku broytingarnar hava givið ómetaligt vald og …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2025/03/29/drypp-buskapur-riggar-ikki/
Aug 13 2024
Hvussu pengar verða skaptir gjøgnum almennar útreiðslur, og hvørva gjøgnum skatting
Um tað er nakað, sum flest fólk ikki tykjast at skilja um pengar, og sum veruliga kundi hjálpt stjórnum í 21. øld at stýrt londum betri, so er tað tað, at pengarenslið ikki rennur tann vegin, sum vit halda tað ger. Tað er ein illusjón. Tað, sum í roynd og veru hendir við pengum, er, …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/08/13/hvussu-pengar-verda-skaptir-gjognum-almennar-utreidslur-og-hvoerva-gjoegnum-skatting/
Jun 27 2024
Kann hægri skattur tryggja fleiri og bíligari bústaðir?
Latið okkum tosa um eitt evni, ið nógv træta ofta stendst av á politiska vígvøllinum, nevniliga: skatting. Serliga tá tosað verður um ognarskatt og at áleggja teim vælhavandi í samfelagnum meira skatt. Er tað til fyrimuns ella til vansa fyri samfelagið? Í hesi greinini fari eg at verja sjónarmiðið, at verður meira skattur kravdur inn …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/06/27/kann-haegri-skattur-tryggja-fleiri-og-biligari-bustadir/
Apr 17 2024
Sikke noget pis
Hvat hevur ein ung føroysk tænastugenta upp á 17 ár í eini lítlari bygd í Føroyum í 1916 at gera við eina kollveltandi nýggja uppfinning av einum reinsiløgi til dieselmotorar, gjørdur úr landi? eftir Elina Brimheim Heinesen í Berlingske Tidende, 4. sektión, sunnudagur 16. desember 2001. 28. september 2001 komu tíðindini í einum av heimsins …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/04/17/sikke-noget-pis/
Mar 05 2024
“Womansplaining” av sonevndu maskulinitetskreppuni ;-)
Í okkara patriarkalska samfelag ráða enn aldargamlir normar fyri, hvussu menn og kvinnur skulu vera. Siðbundna kynsfatanin ávirkar okkum til at vænta av monnum, at teir skulu vera sterkir og stoiskir. Dreingir fáa at vita gjøgnum allan uppvøksturin, at “rættir menn gráta ikki!” og verða happaðir, um teir vísa veikleika. Tað ringasta, ein drongur kann …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/03/05/womansplaining-av-sonevndu-maskulinitetskreppuni/
Mar 13 2023
Er tað bara fiski- og alivinnan, sum heldur Føroyum uppi?
Av tí at umleið 93% av føroyska útflutninginum eru fiskavørur (2021), hava nógv fólk fingið ta fatan, at tað er fiski- og alivinnan fyrst og fremst, sum næstan einsamøll heldur landinum uppi og eigur lívið í okkum øllum. Men er hetta rætt? Henda fatan er eisini orsøkin til, at summi halda, at hesar vinnur hava …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2023/03/13/er-tad-bara-fiski-og-alivinnan-sum-heldur-foroyum-uppi/
Mar 20 2022
Grundgeving fyri fremjan av treytaleysari grundinntøkutrygd
Í fyrndini, tá eingin hevði ognarrætt til náttúrutilfeingið fram um nakran annan, áttu allar livandi verur alt í felag – djór og menniskju. Eingin forðaði nøkrum menniskja í at fáa sær burtur av tí, sum náttúran gav, eins og eingin forðar fuglunum í at liva av tí, teir finna sær í náttúruni. Fólk livdu av tí, sum …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2022/03/20/grundgeving-fyri-fremjan-av-treytaleysari-grundinntoekutrygd/
Mar 16 2020
CoViD19-kreppan undirstrikar týdningin av fíggjartrygdarneti
Samfelagshjólini mugu snara. Um ikki, verður galin endi. Í krepputíðum sum hesari er tað, at landastýrini kring heimin skulu vísa sítt virði við at taka ábyrgd og traðka til við skipanum, sum tryggja, at alt ikki steðgar upp. Eingin eigur at verða sleptur uppá fjall, sum er púra ósekur í, hvussu støðan er. Men hvussu …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2020/03/16/covid19-kreppan-undirstrikar-tydningin-av-figgjartrygdarneti/
Oct 29 2015
Bíligari flogferðaseðlar nú!
So leingi, sum tað er so lutfalsliga dýrt at flyta fólk og farm millum Føroyar og umheimin, verður sera torført at fáa fleiri fólk til Føroya og harvið skapa nóg stórt grundarlag fyri øktum virksemi í landinum. Men økja vit um samferðsluna – t.d. við at bjóða bíligari flogferðaseðlar – setir bara hugflogið markið fyri …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/10/29/biligari-flogferdasedlar-nu/
Apr 04 2015
Manglandi sømdir fyri nýhugsan fær fólk at rýma úr Føroyum
Um fólkatalið veruliga skal vaksa, og um føroyingar – serliga teir av kvennkyni – skulu støðast í Føroyum, má arbeiðs- og útbúgvingarmarknaðurin her á landi gerast nógv rúmligari. Vilja vit hava fleiri at venda aftur og geva færri orsøk til at fara, mugu vit hugsa nógv minni siðbundið. Kreativitetur manglar ikki millum føroyingar, men fær …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/04/04/manglandi-somdir-fyri-nyhugsan-faer-folk-at-ryma-ur-foroyum/
Mar 15 2015
Hvør eigur ogn Føroya fólks?
ESSAY: Politiska viðgerðin av fiskivinnunýskipanini hevur sum kunnugt elvt til harðligt kjak um framtíðar umsitingina av náttúrutilfeinginum, av summum rópt “fólksins ogn”. Fólk eru sera ósamd um, hvat kann loysa seg best búskaparliga, og hvat ið er besta loysnin fyri føroyska fólkið. Men hvat býr undir ósemjunum? Ber yvirhøvur til at finna semju um, hvat …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/03/15/hvor-eigur-ogn-foroya-folks/
Mar 04 2015
Stóra pengaspælið
Ein innleiðandi frásøgn um sjálvræði, ognarloysi og grundinntøkutrygd: Eitt ástøði um frælsi sum “heimildin til at nokta’. Eftir Karl Widerquist Stuttur samandráttur Í hesum riti verður ein samanbering gjørd, sum ímyndar ávikavist: (1) at búskapurin er og fer altíð at vera eitt stórt pengaspæl – ein “kasinobúskapur”, og (2) at í verandi samfelagsskipan og í …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/03/04/stora-pengaspaelid/
Mar 29 2014
Vit laga okkum til stuttskygni
Hesin kronikkurin stóð at lesa í Information tann 8. juli 2012 og er ongantíð so aktuellur sum júst nú. Nokkso tankavekjandi, at sjálvt framstandandi fólk, ið arbeiða innan fíggjargeiran, síggja, hvussu núverandi búskaparskipan førir samfelagið út í óføri, og at tað tí er alneyðugt at hugsa nýtt. Størsti trupulleikin er, at vit ikki hava politikkarar, …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2014/03/29/vit-laga-okkum-til-stuttskygni/
Oct 31 2013
Hvussu gera vit samfelagið liviligari fyri kvinnur og onnur fólk?
Hetta er ein roynd at koma við einum konstruktivum ískoyti til kjakið um fólkafráflyting og kvinnuundirskot í Føroyum. Hvussu kann gongdin vendast? Tað er púra greitt, hvør trupulleikin er: So leingi sum vit ikki hava fleiri møguleikar á útbúgvingarøkinum og ikki hava ein meira fjølbroyttan arbeiðsmarknað í Føroyum, kunnu vit ikki vænta annað enn, at …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/10/31/hvussu-gera-vit-samfelagid-liviligari-fyri-kvinnur-og-onnur-folk/
Apr 17 2013
Er mentan bara fjas?
Eftir Elina Brimheim Heinesen Ert tú ein av teimum, sum heldur, at mentan bara er nakað uppgjørt fjas, sum tey allarflestu gott kundu verið fyriuttan? Ert tú ein av teimum, sum spyr: “Hvat skulu vit brúka mentan til?” og svarar sjálvur í sama viðfangi: “Vit kunnu ikki liva av mentan!” Ert tú ein av teimum, …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/04/17/er-mentan-bara-fjas/
Feb 06 2013
Hvussu verður Havnin ein rættur BÝUR?
Havnin livir ikki upp til sín leiklut sum ein rættur høvuðsstaður. Ístaðin fyri at vera ein livandi býur við eini yðjandi kjarnu, kann hon best samanberast við eina deydliga sovibygd. Hvussu verður Havnin til ein veruligan orkumiðdepil, sum dregur ung og virkisfús fólk, ið skapa tað lívgevandi virksemið, vit sakna í dag? Her er eitt …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/02/06/hvussu-verdur-havnin-ein-raettur-byur/
Nov 02 2012
Ferðaseðlaprísirnir mugu niður – NÚ!
Bíligari ferðaseðlar til og úr Føroyum er ein ósvitalig treyt fyri at fáa búskaparkurvurnar at venda rætta vegin og fyri at fáa fólkavøkstur í Føroyum aftur. Framtaksemið í landinum kódnar undir núverandi ótolandi umstøðum, sum meira ella minni avbyrgja føroyska fólkið frá umheiminum, bara tí politiska valdið heldur fast í at vilja geva nøkrum fáum …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/11/02/ferdasedlaprisirnir-mugu-nidur-nu/
Aug 13 2012
Hvat stremba vit eftir?
Eitt samfelag, har alt verður roknað í pengum, og virði okkara sum menniskju bert verður mett í mun til, hvussu nógv vit megna at forvinna, leggur eitt øgiligt trýst á menniskju. Tá lívið hjá hvørjum einstøkum verður treytað av pengum fyrst og fremst, og pengar verða gjørdir til málið, vit øll skulu stremba eftir, so …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/08/13/hvat-stremba-vit-eftir/
- 1
- 2





