Er tað bara fiski- og alivinnan, sum heldur Føroyum uppi?

Av tí at umleið 93% av føroyska útflutninginum eru fiskavørur (2021), hava nógv fólk fingið ta fatan, at tað er fiski- og alivinnan fyrst og fremst, sum næstan einsamøll heldur landinum uppi og eigur lívið í okkum øllum. Men er hetta rætt? Henda fatan er eisini orsøkin til, at summi halda, at hesar vinnur hava eina serstøðu og tí ikki eiga at hava skyldur í sama mun, sum øll onnur. Men er tað í lagi? Við vanda fyri, at tað fellur onkrum fyri bróstið, vil eg gera vart við, at tað er ein misfatan, at vælferðin í Føroyum so gott sum einans verður hildin uppi av teimum virðum, sum fiski- og alivinnan skapar, og seta spurnartekin við fatanina, at fiski- og alivinnan hevur uppiborið sersømdir fram um aðrar vinnur.

Misskil meg ikki. Fiski- og alivinnan skapar stór virði, sum landið avgjørt nýtur gott av. Men virðini, vit øll liva av, verða ikki bara skapt gjøgnum fiskavøruútflutning og teir pengarnar, vit fáa afturfyri fiskavørurnar, sum vit selja til onnur lond. Virðini, vit liva av, verða sanniliga skapt á landi eisini av øðrum vinnum ella í almenna geiranum, heilt óbundið av útflutningi. Tað er ikki bara útflutningur, ið ger av, um ein vinna skapar virði ella ikki.

Vælferðin í Føroyum byggir ikki bara á fiski- og alivinnu

Nógv hava t.d. eisini ta fatan, at tilfeingisvinnan tekur tyngsta takið, tá tað kemur til at rinda fyri allar tær almennu tænasturnar – t.d. gjøgnum skatt og onnur gjøld. Men nei, tað passar heldur ikki heilt. Um vit t.d. hyggja at, hvaðani allar inntøkurnar hjá tí almenna komu frá í árunum 2017-2021, so komu í meðal einans 6,1 prosent frá skatti og tilfeingisgjøldum frá fyritøkum í aling og fiskiskapi. Heili 93,9 prosent av øllum inntøkum hjá tí almenna komu frá øðrum fyritøkum, vanligum løntakarum og MVG. So tað almenna livir ikki mest av fiski- og alivinnu, og føroyingar byggja ikki vælferðina bara á hesar vinnur. Í roynd og veru liva føroyingar nógv meira av virðum, skapt aðrastaðni enn í fiski- og alivinnuni.

Hetta skal ikki skiljast sum nøkur undirmeting av týdninginum, sum fiski- og alivinnan hevur fyri samfelagið. Undirritaða vil bara gera vart við, at onnur virðisskapan í landinum eisini er við til at halda samfelagnum uppi – enntá í størri mun enn fiski- og alivinnan. Men týdningurin av tí verður ofta undirmettur. Tað er helst ikki so løgið, at fiski- og alivinnan fær status sum nógv tann týdningarmesta vinnan í tilvitskuni hjá føroyingum. tí tá tað kemur til kjak um búskap, fyllir fiski- og alivinna ómetaliga nógv í miðlum og í politikki – ikki minst søguliga.  Sum um  annað ikki hevur týdning eisini. Men tað hevur tað jú í stóran mun.

Rinda ikki meira í skatti enn onnur

Onkur sigur kanska: “Men tilfeingisvinnan skapar nógv arbeiði og harvið nógvar løntakarar, sum gjalda skatt”. Tvs. at so mugu tað eisini koma meira inntøkur til landið frá fiski- og alivinnuni enn hasi 6,1 prosentini – tvs. frá fólki, sum arbeiða í vinnuni, tí tey gjalda jú eisini skatt. Tað er rætt, at fiskivinnan skapar størv og harvið skattgjaldarar eins og onnur vinna, men tó ikki so nógv størv, sum nógv halda. Latið okkum hyggja at, hvussu nógv fólk arbeiða í fiski- og alivinnu. Av eini arbeiðsmegi uppá uml. 33.000 løntakarar í Føroyum (2022), eru um 4.000 fólk tilsamans, sum arbeiða í fiski- og alivinnu, umframt í fiskavøruídnað. Í 2022 arbeiddu 1.362 fólk í fiskiskapi, 1.386 i alivinnu og 1.253 í fiskavøruídnað. Fiski- og alivinnan stendur sostatt fyri 15% av skattgjaldandi løntakarunum, meðan t.d. tænastuvinnan og byggivinnan tilsamans standa fyri 85% av skattgjaldandi løntakararunum.

So sigur onkur kanska: “Jamen, upphæddirnar, sum fólk í fiski- og alivinnuni fáa í løn, eru nógv størri, enn upphæddirnar, sum fólk í øðrum vinnum fáa – og harvið mugu tey væl eisini gjalda størri upphæddir í skatti, hóast tey eru færri í tali.” Men nei, ikki heilt. Vinnan rindar heldur ikki so stórar upphæddir í lønum, sum nógv halda. Tað er rætt, at 15% av arbeiðsmegini arbeiða í fiski- og alivinnu, og at hesi fáa knøpp 24% av lønarútgjaldinum, so onkur man helst tjena góðar pengar. Tó sum heild fáa sjómenn og onnur starvsfólk í fiski- og alivinnuni ikki so nógv meira í løn enn onnur.

Í desember 2022 var lønarútgjaldingarbýtið soleiðis, at fiskivinnan / tilfeingisvinnan stóð fyri 23,75% av samlaða lønarútgjaldinum (256,5 mió. kr.) í landinum, meðan allar aðrar vinnur / tænastur stóðu fyri 76,25% (823,1 mió. kr). Men hetta sigur einki um lutfallið í skattagjaldsbýtinum – tvs. hvussu nógv løntakarar í fiski- og alivinnu rinda í meðal í skatti í mun til, hvat løntakarar í øðrum vinnum rinda í meðal í skatti.

Allir løntakarar høvdu verið javnsettir, um øll guldu sama skatt fyri somu løn. Men tað gera øll jú ikki. Ein partur av raskastu vinnulívsmonnunum í landinum, sum forvinna allarmest, rinda einki í skatti. Tá tað kemur til sjómenn, er manningarparturin á einstøkum skipum hægri enn á øðrum skipum, men í meðal er lønarlagið hjá sjómonnum ikki so nógv hægri, at tað ger tann stóra munin – ikki í mun til, hvat restina av landsins arbeiðsmegi rindar í skatti. Nógvir sjómenn – serliga í uppisjóvarflotanum – tjena nógv og rinda eisini nógvan skatt, men nógvir gera ikki. Nógvir eru í stuðulskipanum, og arbeiða í eini vinnu við skattalætta sum DIS, NIS og FAS. Møguleikar, sum aðrir løntakarar ikki hava. Føroyingar, sum sigla undir øðrum flaggi ella arbeiða í øðrum londum, rinda ikki skatt í Føroyum.

Niðurstøðan er, at skattainntøkurnar í Føroyum koma nógv meira frá løntakarum í øðrum vinnum, enn frá løntakarunum í fiski- og alivinnuni.

Hevur fiski- og alivinna rætt til betri sømdir enn onnur vinna?

Ikki tí. Føroyingar fáa sjálvsagt óbeinleiðis ágóða av fiski- og alivinnuni í ávísan mun, tí arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar innan hesar vinnur brúka jú nakað av inntøkum sínum til at keypa vørur og tænastur fyri. Men tað gera øll hini, sum jú eru meginparturin av arbeiðsmegini, eisini, og tey eru framvegis nógv fleiri.

Jamen, so heldur onkur kanska, at av tí at fiski- og alivinnan ger stórar íløgur í virkisbygningar, útgerð og framleiðslutól / skip, so skapar hetta jú eisini arbeiði og inntøkur til landið. Jú, tað er partvíst rætt, men sum staðfest við tølunum omanfyri, so munar hetta væl minni í landskassanum, enn tað, sum aðrar vinnur muna, so tað broytir ikki uppá sannroyndina, at fiski- og alivinnan ikki er tann vinnan, sum næstan einsamøll heldur landinum uppi.

Hetta argumentið, at fiski- og alivinnan er so gott sum einasta vinna, sum tryggjar vælferðina í Føroyum, er annars eitt argument, sum nógv brúka fyri at verja tey serrættindi, sum fiski- og alivinnan hevur. Tey halda, at hesar vinnur eiga at hava betri sømdir enn allar aðrar vinnur, tí tær onkursvegna eru “serliga nógv verdar fyri Føroyar. Hugsa bara um allar íløgurnar, sum fiski-og alivinnan ger, sum eru við til at skapa vøkstur og virðismikil arbeiðspláss”, verður sagt.

Ikki nógv nýggj størv skapt í mun til yvirnormala vinningin

Men her er vert at hava í huga, at tá teir lutvíst fáu arbeiðsgevararnir í fiski- og alivinnuni gera íløgur, so fara hesar íløgur ikki beinleiðis til at skapa fleiri arbeiðspláss. Ofta tvørturimóti. Tí íløgurnar fara aloftast fyrst og fremst til meira avanseraða tøkni, sum automatiserar og effektiviserar fiskavøruframleiðsluna alt meira, soleiðis at framleiðslan og harvið inntøkurnar av framleiðsluni kunnu økjast alt meira, uttan at man noyðist at seta so nógv fleiri fólk. Ja, kanska ongan.

At fiskivinnan t.d. ikki skapar so nógv nýggj arbeiðspláss, ber til at staðfesta, tá man hyggur at, hvussu nógv talið av fólkum, sum liva beinleiðis av fiskivinnu, er minkað seinastu 40-50 árini. Hóast talið er økt eitt sindur á summum plássum tey seinastu fáu árini orsaka av útbygdum virksemi har, so er trendurin kortini minkandi arbeiðsmegi, tá tú hyggur yvir eitt longri tíðarskeið. Fyri 40 árum síðani hevði nær um hvør bygd sítt fiskavirki. Soleiðis er jú ikki meira. Nú eru einans nøkur fá, men størri fiskavirki eftir. Samlaða talið av fólki, sum arbeiða á fiskavirkjum er tó nógv minkað. Taka vit fiskiflotan, so arbeiddu t.d. 7.000 fólk í fiskiflotanum í 60’unum – í dag er talið bara um 1.300.

Men fiskivinnan hevur ongantíð skapt so stór virðir sum nú uppá so stutta tíð og við so lutfalsliga fáum fólkum. Nú eru bara nógv færri til at deila tey nógv øktu virðini. So skuldi ein hildið, at øktu inntøkurnar av størri og bíligari framleiðslu áttu at útloyst lønarhækkingar til verandi arbeiðsmegina í vinnuni. Men tað, sum vit síggja, er, at samlað sæð gjalda arbeiðsgevararnir ikki so nógv meira út í lønum til fólk og hava, sum nevnt, heldur ikki skapt nógv størv aftrat seinastu árini – als ikki í mun til stóra, yvirnormala vinningin, ið m.a. effektiviseringin og ikki minst fría atgongdin til tilfeingið hevur veitt aktørunum í vinnuni.

Mesti ágóðin av yvirnormala vinninginum fer í arbeiðsgevaranna egnu lummar og í stóran mun í lummarnar hjá partaeigarum gjøgnum vinningsbýti. Ein rættiliga stóran part av hesum virðum sær vanligi føroyingurin tí ikki nógv til – og livir enn minni av, tí tað fer til útlendskar partaeigarar, ið sum kunnugt eiga meginpartin í vinnuni, og tí kunnu ríka seg upp og hópa ríkidømi upp – summi í skattaskjólum uttanlands, har pengarnir ongantíð koma føroyska samfelagnum og føroyska fólkinum til góðar.

Framíhjárætturin skapar yvirnormala vinningin – ikki dugnasemi

Ein síðsta mýta, sum fólk áttu at verið varug við bara er ein mýta og ikki veruleiki, er mýtan um uppisjóvarreiðarar og tilfeingisrentu. Fólk halda, at uppisjóvarreiðarar hava uppiborið ta stóra, yvirnormala yvirskotið, teir hava fingið seinastu árini, tí “teir eru jú bara óvanliga dugnaligir”. Tey halda, at tað er órættvíst, at landið skal áleggja uppisjóvarreiðaranum gjald bara fyri at sleppa at fiska.

Men tað er ikki soleiðis, tað hongur saman. Hetta er ein misfatan, sum helst kemur av, at landið vil áleggja hesum reiðarum at gjalda fyri “loyvi”, men tað merkir ikki, at aktørarnir skulu gjalda fyri at “sleppa at fiska” ella “sleppa at brúka firðir til aliringar”. Nei, teir gjalda fyri framíhjárættin at sleppa at hava alt náttúruríkidømið fyri seg sjálvar. Og fyri at hava fiskiveiðieftirlitið til at halda allar aðrar aktørar burtur frá at fáa nakað burtur úr tilfeinginum.

Um so var, at øll høvdu fría atgongd til at útvinna virðir úr tilfeinginum, so høvdu verandi uppisjóvarreiðarar als ikki fingið eitt so stórt yvirnormalt avkast, sum teir hava fingið – og so høvdu onnur vanlig fólk kanska skilt, at uppisjóvarreiðararnir faktiskt ikki eru so nógv dugnaligari til at fáa nakað burtur úr tilfeinginum enn so mong onnur, soleiðis sum summi halda. At fáa eitt so yvirnormalt avkast (eisini rópt tilfeingisrentu) burtur úr, sum reiðaríini hava fingið seinastu árini, ber einans til, tá bara nakrar fáar fyritøkur fáa allan rættin til at brúka so gott sum alt náttúrutilfeingi.

Føroyar hava eitt sera stórt náttúruríkidømi, sum er ómetaliga nógv vert. Tá eitt land sum okkara bara letur nøkrum fáum einkarrætt til at brúka hetta virðismikla tilfeingið, so gevur hetta sjálvsagt hesum fáu reiðaríunum eitt yvirskot, sum er fleiri ferðir størri enn yvirskotið hjá øllum øðrum vinnum, sum ikki hava sama framíhjárætt sum hesi reiðaríini. Tað hevur lítið við dugnasemi at gera. Tað er ikki dugnasemi, men fyrst og fremst framíhjárætturin, sum reiðaríini hava fingið, ið skapar yvirnormala yvirskotið. Framíhjárætturin gevur teimum eyka avkast av tilfeinginum, sum øll upprunaliga áttu fría atgongd til. Men nú eru bara nøkur fá, sum hava loyvi til at brúka alt – og tann framíhjárættin eiga tey fram um onnur við 12 ára rullandi loyvum, sum í praksis merkir: út í tað óendaliga.

Er tað “øvund” ikki at unna vinnulívsfólkum meir av yvirskotinum?

Tað er tí einki løgið ella órættvíst í, at landið (vegna skattaborgaran) biður um eitt rímiligt endurgjald fyri rættin, sum øll onnur harvið hava mist. “Jamen, hygg nú Bakkafrost. Felagið hevur goldið heilar 740 mió. kr. inn í skatti í 2022. Er tað ikki gott?”, heldur onkur kanska. Jú, tað er gott, men í prosentum, hevur felagið ikki goldið líka nógv sum vanlig leikfólk eru noydd at gjalda av sínum inntøkum. Vanlig fólk fáa heldur ikki sersømdir, bara tí tey siga: “Jamen, eg má gjalda minni í skatti, tí eg skal brúka pengarnar til íløgur í eitthvørt.” Nei, tað gongur ikki.

Onkur sigur, at tað er “øvund” ikki at unna vinnulívsfólkum meir av yvirskotinum. Nei, tað snýr seg als ikki um ikki at unna røskum vinnulívsfólkum ágóðan av tí, sum tey hava skapt saman við sínum dugnaligu starvsfólkum. Tað snýr seg um, at einkarrætturin til at útvinna tilfeingið er tað, ið hevur skapt yvirnormala avkastið, so hví ikki unna teimum, sum lótu vinnulívsfólkunum henda einkarrætt, part í yvirnormala avkastinum? Tað er tað, tað snýr seg um.

Tað snýr seg um samfelagsábyrgd og samhaldsfesti. Hví skulu tey, sum njóta ágóðan av hesum framíhjárættindum, ikki kunna unna teimum, sum hava givið teimum henda møguleika, ein rímiligan part? Tað er jú bara rímiligt, at skattaborgararnir fáa endurgjald afturfyri, soleiðis at vit øll fáa part í yvirnormala yvirskotinum, ið kundi goldið fyri stórar skattalættar til alt fólkið, fyri eina rúgvu av tiltrongdum batum í almennu tænastunum og fyri fleiri undirsjóvartunlar til Suðuroyar, um tað skuldi verið – ella hvørjar ágóðar, ein nú kundi brúkt milliardirnar til. Hví skulu onnur rinda mest lutfalsliga fyri allar tær almennu tænasturnar – so sum skúla-, almanna- og heilsuverk, sum eingin av okkum kann liva fyriuttan?

Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest, skrivaði soleiðis á in.fo frá 12. mars 2018:

“Sjómaðurin hevur eisini børn, sum ganga í skúla – sjómaðurin gerst eisini sjúkur og skal hava læknahjálp, og sjómaðurin verður eisini gamal og skal hava onkran at lofta sær tá. Sostatt skal hann gjalda fyri at fáa hendan tørvin nøktaðan eins og landkrabbin ger. Sjómaðurin kann jú sum øll onnur enda sum ein av okkara minstu. Við at gjalda skatt fáa allir borgarar so javnsettar møguleikar sum gjørligt. Bæði viðvíkjandi skúla og arbeiði – sjúkrarøkt og ellishjálp. Hetta gevur øllum borgarum størri frælsi at fara til verka at skapa virðir. Við hesum taka vit okkum eisini av okkara minstu, og verður samfelagið rættvísari. Men rættvísi í hesum heimi er tíverri tað, herskandi klassin heldur og meinar. Tá herskandi klassin fær skattalætta, meðan okkara minstu eru í fátækravága, byggja vit ikki á kristin virðir.”

Eingin arbeiðir hundraðfaldað meir enn onkur annar

Eg fari at enda við hesum spurningum: Hvat er eitt rímiligt endurgjald afturfyri, at bara nøkur fá fáa einkarrætt til at ríka seg upp til milliardingar av tí tilfeingi, sum øll einaferð áttu, men nú hava mist fría atgongd til? Øll onnur arbeiða eisini og skapa eisini stór samfelagsvirðir, sum vit øll njóta gott av, men tey hava ikki somu framíhjárættindi. Tey fáa einki ókeypis og noyðast at gjalda fullan skatt av tí, tey tjena.

Skulu somu reglur ikki galda fyri milliardingarnar í fiski- og alivinnuni? Og um ikki, hví ikki? Samfelagið loftar eisini hesum milliardingunum, tá teimum tørvar hjálp. Hví skulu teir ikki fíggja vælferðina og trygdina fyri øll í landinum í sama lutfalli, sum øll onnur gera, ið eisini skapa virðir og gjalda skatt? Tá øll hesi hava verið so beinasom at unna teimum tey framíhjárættindi, teir hava fingið, hví skulu teir so ikki hava somu skyldur og gjalda somu prosent í skatti sum hini, ið hava givið teimum møguleikan at gerast milliardingar?

Vit eru øll “partaeigarar” í samfelagnum og eru øll við til at skapa virði fyri alt samfelagið, hvør í sínum lag – sjálvt tey minstu og veikastu, hvørs tørvur jú skapar arbeiðspláss til onnur. So hví ikki loyva øllum at fáa ein rímiligan part í avkastinum av samlaðu virðisskapanini í samfelagnum? Latið okkum bara rópa tað “vinningsbýti” eisini. Eingin arbeiðir hundraðfaldað meir enn onkur annar. Hví skal onkur so hava hundraðfaldaðar upphæddir fram um onnur, sum kanska arbeiða líka hart, um ikki harðari, men sum ongan part fáa í vinningsbýtinum, sum tey sjálvi hava verið við til at skapa?

———

Dagføring 31. mars 2023:

Her eru nakrar viðmerkingar aftrat, skrivaðar eftir kjak á facebook um omanfyristandandi grein, har fólk gjørdu vart við, at tey hildu, at fiskaútflutningurin má vera tað, sum fyrst og fremst heldur landinum uppi fram um annað. Svarið frá mær var hetta:

Útflutningur hevur stóran týdning, ja, men er als ikki tað einasta, sum hevur týdning fyri at halda vælferðarsamfelagnum uppi, sum nógv tykjast halda. Tað er at undirmeta týdningin av øllum øðrum vinnum.

Summi tykjast at halda, at føroyingar bara liva av útlendskum valuta, men tað er ein misskiljing. Jú, jú, rætt er, at sjálvsagt er umráðandi ikki at hava undirskot á handilsjavnanum í ov nógv ár upp í slag, tí so verður galin endi. Sjálvandi verður kreppa, um vit ov leingi brúka meira, enn vit framleiða. Ella innflyta fyri størri virði, enn vit útflyta í longri tíð. Sjálvsagt vil hetta úthola búskapin í longdini.

Men tað merkir tó ikki tað sama sum, at vit bara liva av yvirskotinum á handilsjavnanum. Alt, sum vit skapa í Føroyum, hevur virði og er við til at gera okkum ríkari – ikki bara fiskur. So ja, vit hava eina “pengamaskinu” í Føroyum, akkurát líka sum onnur lond hava teirra “pengamaskinur”, sum tey liva av. Pengar verða ikki bara skaptir gjøgnum uttanríkishandil.

Um tað er torført at skilja, ber til at ímynda sær eitt land, sum er heilt sjálvforsýnandi við øllum vørum, sum fólkið í landinum hava fyri neyðini. Tá er útflutningurin ikki longur líka umráðandi, tí øll virðini, sum fólkið livir av, verða skapt í landinum. So sjálvandi hevur framleiðslan í landinum, sum ikki verður útflutt, eisini virði og stóran týdning fyri vælferðina í landinum.

Nógvar vinnur kunnu fáa Føroyar at blóma, og nógvar vinnur kunnu eisini fáa Føroyar til at fara á heysin, verða tær ikki stýrdar nóg væl. Ikki bara fiski- og alivinnan. T.d. bankavinnan. Ella byggivinnan. Ein dýrur Suðuroyartunnil kann saktans koyra landið um koll t.d. Fyri tann saks skyld kunnu pedagogar eisini renna alt samfelagið um koll, um teir ikki fáa nóg góða løn fyri at passa børnini hjá øðrum og tí fara í verkfall, so onnur ikki fáa farið til arbeiðis. Tað hevði eisini skapt ringvirkningar fyri alt landið og hevði ávirkað búskapin neiliga.

Men soleiðis sum nøkur málbera seg, skuldi ein hildið, at tey halda, at alt stendur og fellir BARA við fiski- og alivinnuni. Sum um tað næstan bara er fiskimaðurin, ið stríðist og strevast fyri Føroya land, meðan onnur eingi virði skapa og nærmast sita hendur í favn og liva av fiskimanninum – apropos oddagrein í Norðlýsinum frá 30. mars í 2023 hjá Jóhann Lützen við yvirskriftini: “Ein fiskimaður breyðføðir átta pedagogar“.

Fyri tað, um eg havi mótmælt hesum máta at seta tingini upp uppá, merkir tað ikki, at eg havi minni virðing fyri fiskimanninum. Eg havi alstóra virðing fyri fiskimanninum og fyri tí strævna og fantastiska arbeiðnum, sum føroyski fiskimaðurin ger. Vit kundu so avgjørt ikki verið fiskimenninar fyri uttan, og eg eri errin av, at vit eiga so raskar fiskimenn í Føroyum. Mítt point er bara, at eg havi EISINI virðing fyri øðrum vinnum í Føroyum, sum – saman við fiski- og alivinnuni – eru við til at skapa tey virði, sum lyfta føroyska vælferðarsamfelagið. Vit kunnu heldur ikki vera aðrar vinnur og tænastur fyriuttan, um vit skulu hava eitt vælvirkandi vælferðarsamfelag.

Men aðrar vinnur verða ofta undirmettar av nógvum, sum halda, at fiski- og alivinnan, er tað EINASTA, sum heldur Føroyum uppi. Tað er jú ikki heilt rætt. Virðisskapanin, sum fiski- og alivinnan stendur fyri, er sera umráðandi fyri føroyska samfelagið, men tað er væl ikki bannað í Føroyum at gera vart við, at aðrar vinnur eisini gera sítt fyri at skapa virði, ið eru umráðandi fyri okkum øll. Hví í guds garði tulka tað sum manglandi virðing fyri fiski- og alivinnu?

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2023/03/13/er-tad-bara-fiski-og-alivinnan-sum-heldur-foroyum-uppi/