Hendan greinin roynir at svara hesum spurningum: Hvat merkir tað fyri eitt samfelag, at tað er patriarkalskt? Hvussu ávirkar patriarkalski hugburðurin okkara kynsleiklutir frá barnsbeini? Hvussu kemur hesin hugburður til sjóndar í nærsambondum? Hví verður hildið so fast í ‘performativaum maskuliniteti’, hóast hetta skaðar bæði menn og kvinnur? Haraftrat koma nakrar hugleiðingar um, hvussu summi …
Category: Føroyskt
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2025/10/04/hvussu-patriarkatid-formar-okkum-oll/
Oct 02 2025
Skal lógin loyva fríum aborti ella bara loyva undantaksførum?
Tey flestu (í Føroyum) eru samd um, at tað finnast serligar truplar umstøður, har undantøk kunnu gerast, og har loyvi eigur at vera givið til abort. Tí verður spurt: Hví so ikki gera eina lóg sum loyvir abort orsaka av teimum truplu umstøðunum? Hví ikki gera eina lóg um undantaksførini, heldur enn at gera eina …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2025/10/02/skal-login-loyva-frium-aborti-ella-bara-loyva-undantaksforum/
Mar 29 2025
Drypp-búskapur riggar ikki
Fimmti ár við Reaganomics – laissez-faire róvdjórakapitalismu og neoliberalismu – hava ført til risastóru gjónna millum rík og fátæk, sum vit síggja í USA og aðrastaðni í dag. Milliardir av skattainntøkum eru mistar vegna avtøku av reglum, ið hava tikið neyðuga eftirlitið við valdsjavnvágini burtur úr skipanini. Hesar politisku broytingarnar hava givið ómetaligt vald og …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2025/03/29/drypp-buskapur-riggar-ikki/
Mar 28 2025
Kynsmunirnir í tónleikaídnaðinum
FYRILESTUR UM KVINNUR Í TÓNLEIKI hildin á G! Festivalinum 2024 í Gøtu, Føroyum, av Elin Brimheim Heinesen – ein veteranur á føroyska tónleikapallinum, fødd í 1958 og byrjaði at framføra tónleik alment í 1974, tá ið hon var 16 ára gomul: HVØRJAR ERU AVBJÓÐINGARNAR HJÁ KVINNULIGUM TÓNLISTAFÓLKI? Eg fari at tosa við tykkum í dag: …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2025/03/28/kynsmunirnir-i-tonleikaidnadinum/
Mar 12 2025
Orsøkin til, at feminisma ræðir menn
Eftir Lisa Barchetti, 4. oktober 2024 (Les ensku útgávuna her.) Elin Brimheim Heinesen týddi til føroyskt og danskt 12. mars 2025 Nú tá anti-feministiskur hugburður aftur eru vorðin meira vanligur, er tað avgerandi at skilja ta sálarligu orsøkina aftanfyri hendan hugburðin. Ofta stavar hetta ikki frá veruligum kvinnuhatri, men heldur frá hóttanum móti samleikanum hjá …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2025/03/12/orsokin-til-at-feminisma-raedir-menn/
Feb 05 2025
Løn fyri at ganga heima?
Gevið fólki ordiliga løn – við pensjón og frítíðarpeningi – fyri at arbeiða heima og passa hús og heim og hava umsorgan fyri børnum og eldri foreldrum. So vilja nógv uttan iva fara heim at gera hetta týdningarmikla arbeiðið, sum jú er so ómetaliga virðismikið fyri samfelagið – ikki minst sambært teimum, ið fegin vilja …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2025/02/05/lon-fyri-at-ganga-heima/
Nov 08 2024
Hví vit hava stríð millum kynini
Í seinastuni tykjast tvídráttir millum kynini at vera herdir í stóran mun, serliga eftir at úrslitið av amerikanska valinum varð kunngjørt, sum útloysti eina flóðaldu av kvinnuhatskum retorikki á netinum. Valdsyvirtøkan hjá Trump og konservativa republikanska flokkinum í USA verður hildin at vera eitt stórt afturstig fyri javnstøðuna, so skelkurin er stórur eftir valið millum …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/11/08/hvi-vit-hava-strid-millum-kynini/
Oct 30 2024
Ber tað til at taka synd í palestinum uttan at vera jødahatari?
Stríðið millum Ísrael og Hamas vekir nógvar kenslur í fólki og hevur á mangan hátt loypt split millum føroyingar, sum hava ymiskar meiningar um tað, sum hendir niðri í Gaza-geiranum í løtuni. Í kjakunum á netinum tykjast fólk at vilja grava seg niður í skotgravir og at skjóta kompromisleyst eftir hvørjum øðrum. Ósemjan er sum …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/10/30/ber-tad-til-at-taka-synd-i-palestinum-uttan-at-vera-jodahatari/
Sep 24 2024
Opið bræv til ein fyrrverandi misnýtara, sum er vorðin umvendur kristin
Góði Russel, Lat meg siga beinanvegin, at eg eri ikki ein teirra, sum ætli mær at klikkja niður á tín nýggja tokka. Kærleiki tín til kristindómin tykist ektaður nokk, og eg viðurkenni ynski títt um at gerast eitt betri menniskja. Tú tykist sannførdur um, at Bíblian hevur lykilin til tína umvending, og rætt hevur tú …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/09/24/opid-braev-til-ein-fyrrverandi-misnytara-sum-er-vordin-umvendur-kristin/
Aug 13 2024
Hvussu pengar verða skaptir gjøgnum almennar útreiðslur, og hvørva gjøgnum skatting
Skrivað hevur Scott Santens, 3. februar 2023. Elin Brimheim Heinesen týddi. Les enska upprunatekstin HER. Um tað er nakað, sum flest fólk ikki tykjast at skilja um pengar, og sum veruliga kundi hjálpt stjórnum í 21. øld at stýrt londum betri, so er tað tað, at pengarenslið ikki rennur tann vegin, sum vit halda tað …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/08/13/hvussu-pengar-verda-skaptir-gjognum-almennar-utreidslur-og-hvoerva-gjoegnum-skatting/
Aug 09 2024
Vinir avgerandi fyri lívsgóðskuna
Stutt essay í Kvinnu 29. mai 2024 Eftir Elina Brimheim Heinesen Nú havi eg skjótt livað í 66 ár. Tá eg líti aftur eftir, kann eg staðfesta, at eg havi livað eitt sera litríkt lív. Upp á gott og ónt. Tá ein livir so mikið leingi, sleptst ikki undan at fáa nakrar frammaná á ferðini. …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/08/09/vinir-avgerandi-fyri-livsgodskuna/
Jul 20 2024
Kvinnur í tónleiki
Les alla framløguna (á enskum) – trýst á hetta leinkið: Framløga hildin á G! Festivalinum 2024: WOMEN IN MUSIC Kynsgjógvin í tónleikaídnaðinum – Hvørjar eru avbjóðingarnar, kvinnuligir tónleikarar møta? Framløgan er um: kvinnur í tónleiki kynsgjónna í tónleikaídnaðinum avbjóðingarnar hjá kvinnum í tónleikaídnaðinum hvat kann gerast við tað Hvat vísa kanningarnar? Fleiri kanningar hava …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/07/20/framloga-hildin-a-g-festivalinum-2024-women-in-music/
Jul 12 2024
Eru kvinnur minni musikalskar enn menn?
Í framhaldi av kjakinum um manglandi kvinnuumboðan á festivalum í Føroyum og aðrastaðni eru nógvar røddir, sum spyrja, hví tað yvirhøvur skal vera nakar trupulleiki. Hví søran skal alt gerast til ein spurning um kyn? Er tað ikki bara góðan tónleik, tað skal snúgva seg um? At síggja til fær ynskið um fleiri kvinnuligar tónleikarar …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/07/12/eru-kvinnur-minni-musikalskar-enn-menn/
Jun 27 2024
Kann hægri skattur tryggja fleiri og bíligari bústaðir?
Eftir Elina Brimheim Heinesen Latið okkum tosa um eitt evni, ið nógv træta ofta stendst av á politiska vígvøllinum, nevniliga: skatting. Serliga tá tosað verður um ognarskatt og at áleggja teim vælhavandi í samfelagnum meira skatt. Er tað til fyrimuns ella til vansa fyri samfelagið? Í hesi greinini fari eg at verja sjónarmiðið, at verður …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/06/27/kann-haegri-skattur-tryggja-fleiri-og-biligari-bustadir/
May 16 2024
Minningarorð um elskaða farbróður mín, Sandavágsmannin og bóndan Jóannes Heinesen
Eftir Elina Brimheim Heinesen Jóannes Heinesen – eisini róptur Jóannes á Lofti ella bara Beiggi – var føddur 7. apríl 1930 og andaðist á Sýnini í Miðvági sunnudagin 21. apríl 2024 – júst tvær vikur eftir, at familjan fagnaði honum á 93 ára føðingardegnum. Jóannes arvaði kongsfestið eftir abba, Petur Heinesen á Lofti, og mesta …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/05/16/minningarord-um-sandavagsmannin-og-bondan-joannes-heinesen/
May 12 2024
Skulu kvinnur tvingast til at fara ígjøgnum óynsktan graviditet?
Eftir Elina Brimheim Heinesen Lat meg siga tað beinanvegin. Eg gangi inn fyri fríum vali – tvs. at kvinnur skulu sjálvar hava rætt til at gera av, um tær vilja fara ígjøgnum ein graviditet ella ikki. Tað merkir ikki, at eg haldi, at tað at fremja abort er gott – ella at abortur er nøkur …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/05/12/skulu-kvinnur-tvingast-at-fara-igjognum-oynsktan-graviditet/
Apr 17 2024
Sikke noget pis
Hvat hevur ein ung føroysk tænastugenta upp á 17 ár í eini lítlari bygd í Føroyum í 1916 at gera við eina kollveltandi nýggja uppfinning av einum reinsiløgi til dieselmotorar, gjørdur úr landi? eftir Elina Brimheim Heinesen í Berlingske Tidende, 4. sektión, sunnudagur 16. desember 2001. 28. september 2001 komu tíðindini í einum av heimsins …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/04/17/sikke-noget-pis/
Mar 05 2024
“Womansplaining” av sonevndu maskulinitetskreppuni ;-)
Eftir Elina Brimheim Heinesen Lisið upp í Sirkus ísv. Femifagnaðin 4. Mars 2024 Í okkara patriarkalska samfelag ráða enn aldargamlir normar fyri, hvussu menn og kvinnur skulu vera. Siðbundna kynsfatanin ávirkar okkum til at vænta av monnum, at teir skulu vera sterkir og stoiskir. Nógvir menn tora tí illa at tosa um sínar kenslur av …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/03/05/womansplaining-av-sonevndu-maskulinitetskreppuni/
Dec 17 2023
Túsund takk fyri stuðulin
Takkarrøða til stuðlar eftir Elina Brimheim Heinesen Hildin í TUTL-handlinum 17. dec. 2023 “EITT DÝPI AV DÝRARI TÍД er heitið á einum av best umtóktu løgunum á NALJA útgávuni, sum eg og Kári Jacobsen góvu út í 1988. Eg gjørdi sangin, og pápi mín, rithøvundurin Jens Pauli Heinesen, skrivaði orðini. Hann var bara 21 ára …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2023/12/17/tusund-takk-fyri-studulin/
Mar 15 2023
Gentrifisering: Tá vælhavarar yvirtaka grannaløg
Eftir Elina Brimheim Heinesen Gentrificering er ein broytingartilgongd, sum fer fram í óteljandi býum kring um í heiminum, har gomul, ofta niðurslitin og forfallin grannaløg fáa ábøtur og verða endurnýggjað. Men er hendan menningin altíð góð? Tað er spurningurin, tí ofta førir gentrifiseringin til tvídráttir millum tey, sum hava búð í grannaløgunum í mong ár …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2023/03/15/gentrifisering-ta-vaelhavarar-yvirtaka-grannalog/





