Føroyar í framtíðini – eftir loysingina

Føroyingar hava eina sera sterka kenslu av at hava sín egna, serskilta tjóðskaparliga samleika. Ein kensla, sum bert er vorðin sterkari við árunum, samstundis sum Føroyar við heimastýrinum eru vorðnar alsamt meira sjálvbjargnar og minni bundnar at ríkisveitingini. Eingin føroyingur ivast í tí, at hann ella hon er ikki „dani“, men fyrst og fremst „føroyingur“. Tað er helst bara ein spurningur um tíð, áðrenn hetta førir til, at meirilutin av føroyska fólkinum fer at vilja hava, at ein sjálvstøðugur føroyskur statur verður stovnaður, so føroyingar kunnu umboða seg sjálvar sum føroyingar á altjóða palli – og ikki danir, sum teir í nógvum førum nú eru noyddir at gera, og sum er ein stór kelda til ørkymlan hjá mongum føroyingum.

Jú oftari danir endurtaka orðingar sum „Føroyar eru partur av Danmark“, „Føroyar eru danskar“ ella „Føroyar eru ein landspartur í Danmark“ – og jú oftari føroyingar hoyra aðrar útlendingar siga tað sama – tess meira mótstøðu tykist tað at vekja millum flestar føroyingar. Føroyingar hava ongantíð hildið, at Danmark og Føroyar eru sama „land“. Tí kenna føroyingar tað sum heilt skeivt at lýsa viðurskiftini soleiðis.

Danmark verður av føroyingum sæð sum eitt annað land – kanska eitt slag av einum vinarligum frænda – men Danmark er framvegis ikki veruliga „heimlandið“ hjá føroyingum. Danmark hevur eina heilt aðra mentan og hugburð enn tann føroyska, umframt at danir tosa eitt heilt annað mál. Tí verður Danmark framvegis sæð sum „útland“ av føroyingum, á sama hátt sum Noreg, Svøríki ella Ísland, hóast Føroyar eru partur av ríkisfelagsskapinum við Danmark og Grønland. Føroyingar, sum búgva í Føroyum, rópa ongantíð seg sjálvar „danir“ – heldur ikki teir, sum atkvøða fyri Sambandsflokkinum og taka undir við verandi skipan við ríkisfelagsskapinum.

Hóast eg sjálv havi búð í Danmark í 25 ár av mínum lívi, havi eg ongantíð av álvara kunnað kallað meg „danska“. Hóast eg við tíðini lærdi at virka á jøvnum føti við danir og varð væl integrerað í danska samfelagið, mátti eg sanna, at jú longri eg var í Danmark, tess meira órørd var kenslan hjá mær av at hava mín egna serstaka samleika sum ikki-dani. Í hjarta mínum var eg – og eri enn – føroyingur.

Føroyingar hava altíð verið, eru og fara altíð at vera føroyingar í hjartanum, líka mikið um teir á pappírinum verða roknaðir sum „danir“. Tí haldi eg, at tað bara er ein spurningur um tíð, áðrenn flestir føroyingar eisini velja at vera føroyingar á pappírinum. Tað tykist næstan sum, at tað ikki fær verið øðrvísi, tí verandi støða er ikki haldfør – við øðrum orðum: ikki burðardygg. Teir báðir tjóðskaparsamleikarnir – tann danski og tann føroyski – eru heilt einfalt ov ymiskir til tess.

Ikki eitt tekin um misnøgd við ella hatur móti Danmark

Misskil meg ikki. Sum føroyingur havi eg als einki ímóti Danmark, og eg taki á ongan hátt frástøðu frá dønum sum fólki. Eg viðurkenni fult út, at nógv tøtt og søgulig bond eru millum Føroyar og Danmark. Eins og flestir føroyingar haldi eg nógv av Danmark og dønum og kenni meg avgjørt í ætt við teir. Eg eri ein stórur fjeppari av danskari mentan og hugburði og vildi onkuntíð ynskt, at vit líktust meira, enn vit gera.

Men hetta broytir ikki uppá, at føroyingar reint út sagt ikki eru – og ikki fult út kunnu kenna seg sum – danir. Flestir føroyingar hava ein djúpan longsul eftir at kunna kalla seg føroyingar heldur enn danir á altjóða pallum. Hetta er serliga galdandi innan altjóða ítrótt og á mongum øðrum altjóða pallum, har føroyingar nú ofta mugu góðtaka at verða sæddir sum danir, hóast teir innast inni kenna, at teir nógv heldur vildu umboðað sítt egna land, Føroyar.

Stóri meirilutin av føroyingum ynskir, at Føroyar verða viðurkendar sum ein sjálvstøðugur statur í altjóða høpi, tí føroyingar leingjast eftir at fáa møguleikan at verða sæddir sum „seg sjálvir“ – óheftir av Danmark. Ein stórur partur av føroyska fólkinum ynskir, at føroyingar ráða sær sjálvum, og at Føroyar standa á egnum beinum sum sjálvstøðugt land, samstundis sum landið sjálvandi tekur lut í altjóða samstarvi, eins og øll onnur sjálvstøðug lond gera, har føroyingar seta treytirnar, tá samráðingar við onnur  fara fram — og ikki danir, tí føroysk áhugamál eru ikki altíð tey somu sum tey donsku.

Tí er tað aftur helst bara ein spurningur um tíð, áðrenn føroyingar onkursvegna finna fram til ein máta at tryggja, at Føroyar verða sæddar sum sítt egna land í altjóða høpi. Tað, sum støða má takast til nú, er, hvussu hetta kann fremjast í verki í eini skiftistíð, tá Føroyar fara frá verandi støðu til at verða ein sjálvstøðugur statur – millum annað í hvønn mun Føroyar, sum sjálvstøðugur statur, framvegis kann vera partur av onkrum slag av meira javnbjóðis ríkisfelagsskapi við Danmark og Grønland.

Loysing í verki

At stovna ein føroyskan stat og loysa Føroyar meira frá Danmark er sjálvandi ikki uttan avbjóðingar. Eitt er, at atlit endiliga verður tikið at føroysku tjóðskaparkensluni, sum hevði verið ein stórur lætti fyri mong. Nakað heilt annað er at finna loysnir á teimum meira ella minni praktisku spurningunum, sum høvdu staðist av loysingini. Ein orsøk til, at loysingin ikki longu er framd, er júst, at fólk eru ósamd um, hvussu hesir praktisku spurningarnir skulu loysast.

Nógvir føroyingar halda til dømis, at teir fáa gagn av donskum ríkisborgararætti og donskum passi, sum gevur teimum rættindi í ES. Hóast Føroyar ikki eru limur í ES, kunnu føroyingar kortini fáa fyrimunir gjøgnum danska ES-limaskapin – til dømis atgongd til frítt flytføri í ES londum sum borgarar í ES. Hetta er ein fyrimunur, sum nógv helst ikki vilja missa. Nógv ivast í, hvat hevði hent teimum mongu føroyingunum, sum til dømis arbeiða í danska handilsflotanum – hvat við rættindum teirra? Hvat við atgongd føroyinga til útbúgvingar í Danmark? Hvat við atgongdini til danska heilsuverkið? Hvat við løgreglu og dómstólum, sum Danmark fíggjar út yvir ríkisveitingina? Hvussu skal alt hetta handfarast eftir eina møguliga loysing?

Eisini er spurningurin, hvussu verja av einum sjálvstøðugum føroyskum stati skal skipast í einum heimi, sum tykist alsamt meira merktur av altjóða spenningum. Nú vit uppliva, hvussu geopolitisku spenningarnir í heiminum vaksa alt meira, veksur týdningurin av strategisku staðseting Føroya í GIUK-sundinum tilsvarandi. Tað er eingin ivi um, at um Føroyar loysa frá Danmark, fer hetta at verða fylgt við stórum áhuga av stórveldunum. Tað er heldur eingin ivi um, at Føroyar sjálvar helst fara at vilja hava samstarv við londini í vesturheiminum, og at limaskapur í NATO hevði verið mest upplagdi møguleikin. Men um Føroyar skuldu fingið sjálvstøðugan limaskap í NATO, hevði tað merkt, at landið skuldi goldið fimm prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í árligum limagjaldi. Hevur landið ráð til tað? Tað hevði svarað til um 1,4 milliardir krónur um árið, sum er ein sera stór byrða fyri ein so lítlan og viðkvæman búskap sum tann føroyska – uttan so at Føroyar kunnu samráðast um eina serliga skipan júst vegna sína týðandi strategisku staðseting. Men einki fæst fyri einki…

Uttanríkispolitikkur á føroyskum hondum

Loysingin hevði í øllum førum latið upp fyri møguleikanum, at føroyingar sjálvir kunnu ávirka og velja, hvørjum teir vilja samstarva við, og hvussu teir vilja samstarva við onnur í framtíðini – til dømis Danmark og/ella hini norðurlondini. Føroyingar kunnu sjálvir taka støðu til, um teir vilja taka lut í búskaparliga samstarvinum í ES. Teir kunnu til dømis velja at knýta bond við Skotland og/ella Stórabretland og, meira yvirskipað sjálvir avgera, hvørja uttanríkispolitiska kós Føroyar skulu fylgja saman við samstarvsfeløgum sínum.

Tey, sum taka undir við at varðveita ríkisfelagsskapin, sum hann er, siga ofta, at loysing frá Danmark hevði avbyrgt Føroyar – sum um Danmark er einasta atgongdin hjá Føroyum og Grønlandi til útheimin. Men tey, sum taka undir við loysingini, halda, at hini venda alt á høvdið. Hóast Føroyar og Grønland hava ein ávísan ágóða av sambandinum við Danmark, eru tað í veruleikanum Føroyar og Grønland, sum eru atvoldin til tyngdina og týdningin, Danmark hevur í altjóða politikki. Tað eru Føroyar og Grønland, sum gera lítla Danmark til ein týdningarmiklan altjóða spælara, til dømis í geopolitisku kappingini um Arktis, sum í løtuni er eitt stórt samrøðuevni í altjóða politikki.

Alsamt fleiri siga, at ríkisfelagsskapurin eigur at verða endurskipaður. Eisini millum tey, sum stuðla ríkisfelagsskapinum, eru røddir, ið vilja nútímansgera og endurskipa hann. Tey halda, at tey trý londini – Danmark, Føroyar og Grønland – eiga at ganga inn í eitt meira javnbjóðis sínámillum samstarv, tí tað slepst ikki uttanum, at Føroyar og Grønland fara at fáa alsamt meira sjálvræði í framtíðini. Í øllum førum sæst, at Føroyar eru nú so mikið sjálvbjargnar, at fult sjálvræði ikki er langt burturi, tí neyðug stig verða tikin hvønn dag, sum føra føroyingar nærri fullum sjálvræði.

Føroyar og ES

„Eingin hevur nóg mikið í sær sjálvum,“ segði fyrrverandi danski forsætisráðharrin og núverandi uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, einaferð. Einki land kann klára seg heilt einsamalt uttan altjóða samstarv. Hetta hevur sera stóran týdning, serliga fyri smá lond við fáum íbúgvum. Um – ella tá – Føroyar loysa frá Danmark, verður tí brennandi spurningurin, hvørji altjóða samstørv Føroyar skulu taka lut í. Verjupolitiskt er NATO sjálvandi mest upplagdi møguleikin. Men hvat við samhandli? Eigur Føroyar til dømis at søkja um limaskap í ES, sum helst hevði verið mest upplagdi møguleikin fyri at fáa betri atgongd til tann stóra evropeiska marknaðin?

Hetta er ein sera torgreiddur spurningur, sum er torførur at svara eintýtt. Har eru bæði fyrimunir og vansar við ES-limaskapi fyri Føroyar, eins og tað eru fyrimunir og vansar við at vera verandi í ríkisfelagsskapi við Danmark.

Persónliga síggi eg tó eitt sindur fleiri vansar og færri fyrimunir við fullum ES-limaskapi enn eg síggi í at røkka so nógvum sjálvbjargni sum gjørligt og samstundis varðveita sjálvræðisrættin. Eg ivist eisini í, at føroyingar vilja leggja seg undir ein annan myndugleika beint eftir, at teir endiliga eru komnir úr bundinskapinum til Danmark.

Fiskivinna og aling

Um vit hyggja at høvuðsvinnunum í Føroyum, fiskivinnu og aling, hevði tað verið ein fyrimunur at fingið atgongd til ymiskar ES-veiðistuðulsskipanir og fíggingarmøguleikar, sum hesar vinnur ikki hava atgongd til í dag, og sum møguliga kundu stuðlað nútímansgerð og burðardyggari menning í føroysku fiskivinnuni.

MEN hinvegin høvdu Føroyar mist sjálvræðisrættin at ráða yvir egnum fiskastovnum og egnum sjóøki, tí felags fiskivinnupolitikkurin hjá ES hevði ásett kvotur og givið fiskiflotum úr øðrum limalondum javnbjóðis atgongd til føroyskt sjóøki. Hetta hevði verið ein váði fyri tilverugrundarlagi hjá føroyingum, tí fiskur og fiskavørur standa fyri 90–95 prosentum av føroyska útflutninginum. Hetta var ein av høvuðsorsøkunum til, at Føroyar ikki vildu hava ES-limaskap í síni tíð, og eg haldi, at føroyingar framvegis vilja varðveita sjálvræðisrættin á hesum øki.

Handil

Tá talan er um handil, hevði tað verið ein fyrimunur fyri Føroyar at fingið fulla, tollfría  atgongd uttan forðingar fyri fiskavørur sínar – sum standa fyri umleið 90 prosentum av útflutninginum – til allan innara marknaðin hjá ES, uttan tey undantøkini og avmarkingar, sum eru í verandi fríhandilsavtaluni.

MEN hinvegin høvdu Føroyar verið noyddar til geva upp sjálvstøðuga handilspolitikk sín og høvdu ikki longur kunnað hildið fast í sínum egnu sínámillum fiski- og handilsavtalum við lond uttan fyri ES, so sum Noreg, Ísland, Stórabretland og serliga Russland – ein samstarvsfelagi í eini sínámillum fiskiveiðiavtalu, sum gongur aftur til 1977.

Sjálvræði

Tá talan er um sjálvræði, sjálvsavgerðarrætt og umboðan, hevði tað kanska verið ein fyrimunur fyri Føroyar at fingið eina beinleiðis rødd og atkvøðurætt í viðtøkuførum stovnum í ES, herundir í Evropeiska tinginum, Ráðnum og Evropeisku nevndini. Hetta hevði givið Føroyum møguleika at verið við til at mynda reglurnar, sum ávirka oyggjarnar, í staðin fyri bert at skula fylgja teimum sum eitt triðjaland.

MEN ES-limaskapur hevði kravt, at føroyingar góðtóku, at ES-rættur hevði forrættindi, og at Dómstólurin hjá Evropeiska Sambandinum hevði dómsvald. Hetta hevði í stóran mun avmarkað føroyska ávirkan á egnu politisku skipan og hevði gingið ímóti sterku sjálvstýrisrørsluni og ynskinum um størri sjálvræði.

Fólkatal og arbeiðsmegi

Tá talan er um fólkið og arbeiðsmegina, herundir flyting av fólki til og úr Føroyum, hevði tað verið ein fyrimunur, at føroyskir borgarar fingu rætt til frítt at búgva, arbeiða og lesa í ymisku ES-limalondunum. Samstundis kundu Føroyar lættari drigið til sín útbúna arbeiðsmegi úr øllum ES fyri at bøta um vantandi arbeiðsmegina í vaksandi búskapinum.

MEN opnu landamørkini, sum fría flytføri millum ES lond førir við sær, kunnu leggja stórt trýst á føroyska bústaðarmarknaðin og almennu tænasturnar, um nógvir ES-borgarar knappliga fluttu til landið. Hetta kundi møguliga skapt mentanarligar, sosialar og búskaparligar spenningar í einum tætt samantvinnaðum samfelagi við bara umleið 55.000 íbúgvum.

Fígging

Tá talan er um fígging og menning av føroysku vinnuni og fíggjarpolitikk, hevði tað kanska verið ein fyrimunur fyri Føroyar sum eitt av smæstu økjunum longst burtur í útjaðaranum av ES, at Føroyar helst kundu fingið stórar upphæddir úr skipanar- og javningargrunnum, stuðul til økismenning og granskingarfígging fyri at styrkja undirstøðukervið og fjøltátta búskapin.

MEN er tað veruliga hetta, føroyingar eiga at stremba eftir, tá teir júst eru vorðnir óheftir av ríkisveitingini úr Danmark – at gerast bundnir av øðrum stuðulsskipanum í staðin? Tað er eisini óvist, um skipanargrunnar hjá ES høvdu kunnað vigað upp ímóti árligu donsku ríkisveitingini á umleið 500–600 milliónir krónur, sum Føroyar fáa í dag.

Eg ivist í, um tað yvirhøvur er skilagott at byggja føroyska búskapin á stuðul uttanífrá, um tað samstundis merkir, at landið skal lata frá sær ein stóran part av sjálvræðisrættinum. Var tað ikki júst tað, føroyingar vildu burtur frá?

Sjálvandi má hvørt land laga seg eftir krøvum frá øðrum londum í ein ávísan mun fyri at kunna gera sínámillum handilsavtalur. Vit mugu síggja, hvat føroyingar kunnu samráða seg fram til, tá teir gera handilsavtalur við onnur lond.

Reglugerðir

Tá talan er um ymisk sløg av reglugerðum og fyrisiting, hevði ES-limaskapur merkt, at føroyskar vørur mugu fylgja ES standardum, reglum um matvørutrygd og umhvørvisásetingum – í størri mun, enn tær gera í dag. Hetta kundi møguliga minkað um kostnaðin hjá fyritøkum av at skula lúka krøv, og um fyrisitingarligu byrðurnar hjá fyritøkum, sum útflyta til evropeiska marknaðin.

MEN við bara 55.000 íbúgvum høvdu Føroyar verið nógv tað minsta ES-landið, og lítla almenna fyrisitingin í Føroyum kann fáa ilt við at handfara ta stóru reglugerðsbyrðuna, sum fylgir við at seta í gildi, fremja og handhevja alt regluverkið hjá ES á øllum politiskum økjum. Føroyar royna longu at lúka nógv av hesum krøvunum, tí tað er ein treyt fyri at kunna útflyta til ES-lond, og royna sostatt í verki, hvussu trupult tað kann vera.

Gjaldoyra

Tá talan er um gjaldoyra og peningapolitikk, hevði ES-limaskapur helst ført við sær, at Føroyar við tíðini komu undir politiskt og búskaparligt trýst um at gevast við føroysku krónuni, sum í dag er bundin at donsku krónunim og at taka evruna í nýtslu – hóast Danmark ikki er millum londini, ið hava tikið evruna til sín. Soleiðis høvdu Føroyar latið stýringina av peningapolitikkinum til Evropeiska Miðbankan. Eg ivist í, um føroyska fólkið hevði viljað góðtikið tað.

EFTA/EBS

Ein EFTA/EBS-skipan kundi verið ein millumvegur fyri Føroyar og hevði givið betri atgongd til evropeiska marknaðin og tættari samstarv, uttan at Føroyar noyðast at lata frá sær sjálvræðið í sama mun yvir fiskivinnu, handilspolitikki, gjaldoyra og politiskum avgerðum, sum fullur ES-limaskapur hevði kravt.

MEN tað hevði ikki tikið burtur bundinskapin av reglum, ið koma uttanífrá, ella av samráðingum. Størsta avbjóðingin hevði verið at tryggja støðuga og gagnliga atgongd til ES-marknaðin fyri føroyskar fiskavørur,  samstundis sum Føroyar varðveita ræðið á fiskileiðum og kvotum sínum.

Norðurlandaráðið

Vóru Føroyar ein statur, hevði landið kunna fingið fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Hetta hevði givið Føroyum javnbjóðis umboðan og eina beinleiðis rødd í norðurlendskum politiskum samstarvi, í staðin fyri at taka lut gjøgnum Danmark. Tað hevði styrkt føroysku ávirkanina á politikkin á økjum sum fiskivinnu, veðurlag, Arktis, mentan, útbúgving, heilsu, arbeiðsmarknað og talgildari menning.

Tað kundi eisini styrkt altjóða viðurkenningina av Føroyum sum eitt serstakt land og givið Føroyum ein sterkari pall til samstarv við hini norðurlondini, serliga um mál, sum smá norðuratlantisk samfeløg hava í felag. Føroyskt mál og føroysk mentan kundu fingið ein meiri sjónligan leiklut í formliga norðurlendska samstarvinum, meðan føroyskir borgarar kundu fingið gagn av tættari samstørvum um útbúgving, arbeiði, fakligar góðkenningar og sosial rættindi kring Norðurlond.

Ólíkt ES-limaskapi hevði full luttøka í Norðurlandaráðnum ikki kravt, at Føroyar lótu frá sær stóran politiskan sjálvræðisrætt, tí ráðið fyrst og fremst arbeiðir gjøgnum samskifti, tilmæli og sjálvboðið samstarv heldur enn gjøgnum bindandi fleirtjóða lógir.

Kongsdømið

Tá talan er um samband Føroya við danska kongsdømið, eri eg rættiliga vís í, at bæði Føroyar og Grønland fegin vilja halda fram sum partur av kongsdøminum. Víst eru ikki allir føroyingar samdir í hesum, men danska kongshúsið er yvirhøvur væl umtókt í báðum londunum. Um ein skipan, ið líkist henni, sum Kanada og Avstralia hava í Commonwealth, kundi verða fyriskipað, haldi eg, at føroyingar høvdu tikið væl ímóti henni, eisini eftir loysingina frá Danmark. Persónliga síggi eg ongan serligan fyrimun við tí, men eg havi heldur onga sterka meining um málið. Tað eigur at vera upp til føroyska fólkið at avgera.

Niðurstøða

Sterki føroyski tjóðskaparligi samleikin og vaksandi sjálvbjargni benda á, at ynskið um fult sjálvræði helst fer at vaksa við tíðini. Loysing nýtist ikki at merkja avbyrging frá ella brot við Danmark; tvørturímóti kundi loysingin givið Føroyum møguleika fyri sjálvt at velja síni altjóða samstørv og at umboða egin áhugamál. Samstundis krevur fult sjálvræði realistiskar loysnir á spurningar um búskap, verju, ríkisborgararætt, heilsuverk, útbúgving og handil.

ES-limaskapur kundi givið atgongd til stóra evropeiska marknaðin, stuðulsskipanir og ávirkan, men hann kann eisini avmarkað tað sjálvræðið, sum loysingin júst skuldi tryggja – serliga á fiskivinnuøkinum. Føroyar eiga tí at umhugsa neyvt, hvussu politiskt frælsi kann sameinast við tøtt altjóða samstørv. Í síðsta enda eigur avgerðin at verða tikin av føroyska fólkinum sjálvum, við støði í tí, sum best verjir samleika, búskap og langtíðar áhugamál Føroya.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2026/07/31/foroyar-i-framtidini-eftir-loysingina/