Category: Samfelag & Politikkur

Føroyar í framtíðini – eftir loysingina

Føroyingar hava eina sera sterka kenslu av at hava sín egna, serskilta tjóðskaparliga samleika. Ein kensla, sum bert er vorðin sterkari við árunum, samstundis sum Føroyar við heimastýrinum eru vorðnar alsamt meira sjálvbjargnar og minni bundnar at ríkisveitingini. Eingin føroyingur ivast í tí, at hann ella hon er ikki „dani“, men fyrst og fremst „føroyingur“. …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2026/07/31/foroyar-i-framtidini-eftir-loysingina/

Sosial stýring í smáum samfeløgum

Í smáum samfeløgum – so sum í smáum bygdum og býum, í tætt knýttum mentanarligum umhvørvum, í familjufyritøkum, í vinnuligum fyritøkum – er sosial stýring mest óformell. Umdømi, slatur, góðkenning og útihýsing hava størri týdning enn lógarásetingar og formella rættarskipanin. Hetta ávirkar bæði fólk og vinnulív á serligar hættir. Eftir Elina Brimheim Heinesen Hvussu sosial …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2026/07/24/sosial-styring-i-smaum-samfelogum/

Skal lógin loyva fríum aborti ella bara loyva undantaksførum?

12 vikur gamalt fostur vigar 30 gr og er um 5 cm langt.

Tey flestu (í Føroyum) eru samd um, at tað finnast serligar truplar umstøður, har undantøk kunnu gerast, og har loyvi eigur at vera givið til abort. Tí verður spurt: Hví so ikki gera eina lóg sum loyvir abort orsaka av teimum truplu umstøðunum? Hví ikki gera eina lóg um undantaksførini, heldur enn at gera eina …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2025/10/02/skal-login-loyva-frium-aborti-ella-bara-loyva-undantaksforum/

Drypp-búskapur riggar ikki

Fimmti ár við Reaganomics – laissez-faire róvdjórakapitalismu og neoliberalismu – hava ført til risastóru gjónna millum rík og fátæk, sum vit síggja í USA og aðrastaðni í dag. Milliardir av skattainntøkum eru mistar vegna avtøku av reglum, ið hava tikið neyðuga eftirlitið við valdsjavnvágini burtur úr skipanini. Hesar politisku broytingarnar hava givið ómetaligt vald og …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2025/03/29/drypp-buskapur-riggar-ikki/

Ber tað til at taka synd í palestinum uttan at vera jødahatari?

Stríðið millum Ísrael og Hamas vekir nógvar kenslur í fólki og hevur á mangan hátt loypt split millum føroyingar, sum hava ymiskar meiningar um tað, sum hendir niðri í Gaza-geiranum í løtuni. Í kjakunum á netinum tykjast fólk at vilja grava seg niður í skotgravir og at skjóta kompromisleyst eftir hvørjum øðrum. Ósemjan er sum …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/10/30/ber-tad-til-at-taka-synd-i-palestinum-uttan-at-vera-jodahatari/

Hvussu pengar verða skaptir gjøgnum almennar útreiðslur, og hvørva gjøgnum skatting

Um tað er nakað, sum flest fólk ikki tykjast at skilja um pengar, og sum veruliga kundi hjálpt stjórnum í 21. øld at stýrt londum betri, so er tað tað, at pengarenslið ikki rennur tann vegin, sum vit halda tað ger. Tað er ein illusjón. Tað, sum í roynd og veru hendir við pengum, er, …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/08/13/hvussu-pengar-verda-skaptir-gjognum-almennar-utreidslur-og-hvoerva-gjoegnum-skatting/

Kann hægri skattur tryggja fleiri og bíligari bústaðir?

Latið okkum tosa um eitt evni, ið nógv træta ofta stendst av á politiska vígvøllinum, nevniliga: skatting. Serliga tá tosað verður um ognarskatt og at áleggja teim vælhavandi í samfelagnum meira skatt. Er tað til fyrimuns ella til vansa fyri samfelagið? Í hesi greinini fari eg at verja sjónarmiðið, at verður meira skattur kravdur inn …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/06/27/kann-haegri-skattur-tryggja-fleiri-og-biligari-bustadir/

“Womansplaining” av sonevndu maskulinitetskreppuni ;-)

Í okkara patriarkalska samfelag ráða enn aldargamlir normar fyri, hvussu menn og kvinnur skulu vera. Siðbundna kynsfatanin ávirkar okkum til at vænta av monnum, at teir skulu vera sterkir og stoiskir. Dreingir fáa at vita gjøgnum allan uppvøksturin, at “rættir menn gráta ikki!” og verða happaðir, um teir vísa veikleika. Tað ringasta, ein drongur kann …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/03/05/womansplaining-av-sonevndu-maskulinitetskreppuni/

Gentrifisering: Tá vælhavarar yvirtaka grannaløg

Gentrificering er ein broytingartilgongd, sum fer fram í óteljandi býum kring um í heiminum, har gomul, ofta niðurslitin og forfallin grannaløg fáa ábøtur og verða endurnýggjað. Men er hendan menningin altíð góð? Tað er spurningurin, tí ofta fara bústaðarprísirnir nógv upp og nógvar av bústaðareindunum verða keyptar av vælhavarum sum íløguobjekt, sum førir til tvídráttir …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2023/03/15/gentrifisering-ta-vaelhavarar-yvirtaka-grannalog/

Er tað bara fiski- og alivinnan, sum heldur Føroyum uppi?

Av tí at umleið 93% av føroyska útflutninginum eru fiskavørur (2021), hava nógv fólk fingið ta fatan, at tað er fiski- og alivinnan fyrst og fremst, sum næstan einsamøll heldur landinum uppi og eigur lívið í okkum øllum. Men er hetta rætt? Henda fatan er eisini orsøkin til, at summi halda, at hesar vinnur hava …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2023/03/13/er-tad-bara-fiski-og-alivinnan-sum-heldur-foroyum-uppi/

Grundgeving fyri fremjan av treytaleysari grundinntøkutrygd

Í fyrndini, tá eingin hevði ognarrætt til náttúrutilfeingið fram um nakran annan, áttu allar livandi verur alt í felag – djór og menniskju. Eingin forðaði nøkrum menniskja í at fáa sær burtur av tí, sum náttúran gav, eins og eingin forðar fuglunum í at liva av tí, teir finna sær í náttúruni. Fólk livdu av tí, sum …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2022/03/20/grundgeving-fyri-fremjan-av-treytaleysari-grundinntoekutrygd/

Eigur hevdað hásinni at loyva lógarbroti?

Apropos dómin yvir Inger Støjberg, fyrrverandi útlendinga og integratiónsministari í Danmark, í dag. Hví vilja so nógv gera hetta málið til, at antin er man fyri ella ímóti barnabrúðrum? Einki normalt menniskja gongur inn fyri barnabrúðrum og pedofili – sjálvandi ikki, men tað er heldur ikki tað, dómurin snýr seg um, hóast Inger Støjberg roynir …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2021/12/14/eigur-hevdad-hasinni-at-loyva-logarbroti/

Stríðið millum bygd og bý

Hvat fremur og hvat forðar mest fyri menning og trivnað í Føroyum? Dreymurin um modernaða, tøkniliga framkomna stórbýin – ella dreymurin um “at alt var betri í gomlum døgum”? Hava tey rætt, sum vilja gera Føroyar um til eitt hypermoderna, altjóðagjørt KT samfelag – ella hava tey rætt, sum vilja halda fast í gamla veiðusamfelagnum? …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2020/12/28/stridid-millum-bygd-og-by/

Frástøða fær okkum at virða nærveru

Kvinnurøddin – Grein í blaðnum Kvinnu um Korona-kreppuna. Eftir Elina Brimheim Heinesen Frá sorgloysi til óttafulla stúran 3. februar í ár fleyg eg úr Føroyum fyri at halda langa vetrarferiu í Cuba saman við sjey vinkonum. Lítið vistu vit, at ein mánaða seinni fóru vit at koma heim aftur til ein veruleika, har alt var …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2020/04/13/frastoda-faer-okkum-at-virda-naerveru-2/

CoViD19-kreppan undirstrikar týdningin av fíggjartrygdarneti

Samfelagshjólini mugu snara. Um ikki, verður galin endi. Í krepputíðum sum hesari er tað, at landastýrini kring heimin skulu vísa sítt virði við at taka ábyrgd og traðka til við skipanum, sum tryggja, at alt ikki steðgar upp. Eingin eigur at verða sleptur uppá fjall, sum er púra ósekur í, hvussu støðan er. Men hvussu …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2020/03/16/covid19-kreppan-undirstrikar-tydningin-av-figgjartrygdarneti/

Hanga vit enn fast í idealinum um fullkomnu húsmóðurina?

Apropos kvinnudagin í gjár. Hvussu langt er vit komin við javnstøðuni, tá tað kemur til hugburð okkara? Hanga nógv ikki uppá nógvar mátar enn føst í hugburðinum um kynini, ið ráddi í 60’unum (sum ráðini til kvinnurnar tá illustrera á myndini)? Eftir Elina Brimheim Heinesen Tað tykist í øllum førum meir enn so at vera …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2020/03/09/hanga-vit-enn-fast-i-idealinum-um-fullkomnu-husmodurina/

Skapa veðurlagsaktivistar sum Greta Thunberg ótta ella vón?

Í løtuni verður dúgliga kjakast á sosialu miðlunum um, hvat eru mytur, og hvat eru fakta um veðurlagið. Ósemjurnar eru stórar, og tað merkist, at nógvar kenslur eru uppií. Hóast summi halda fast uppá, at tað, sum veðurlagsgranskarar siga, er tað reina ‘fupp’, so ber illa til at síggja burtur frá, at ongantíð hava so …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2019/10/08/skapa-vedurlagsaktivistar-sum-greta-thuberg-otta-ella-von/

Verjið javnrættindi teirra samkyndu!

Um okkum dámar tað ella ei, er samkyndleiki ein veruleiki, vit ikki kunnu lata eyguni aftur fyri, er til. Antin góðtaka vit henda veruleika, ella gera vit tað ikki. Men tað hjálpir lítið at stinga høvdið í sandin. Samkynd hava altíð verið til og fara ikki at hvørva, líkamikið hvat verður gjørt fyri at forða …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2019/09/05/verjid-javnraettindi-teirra-samkyndu/

Hvussu tú veitst, at politikarin, tú velur, er tann rætti at velja fyri teg

Nú val stendur fyri framman, havi eg hug at seta nakrar spurningar til øll tey, ið ætla sær á val at gera sína demokratisku skyldu og seta sín kross. Um tú ikki heilt hevur tikið støðu enn til, hvønn tú skalt velja, kunnu spurningarnir kanska hjálpa tær at seta krossin á rætta stað. Og um …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2019/08/29/hvusuu-tu-veits-at-politikarin-tu-velur-er-tann-raetti-at-velja-fyri-teg/

Hví velja vit aggressivar politikarar?

Í 1984 gav Jens Pauli Heinesen eina bók út, sum hann nevndi “Ískoyti til 1984”. Bókin var eitt savn av greinum um “Tann totalitera statin”. Árstalið sipaði til víðagitnu bókina hjá George Orwell “1984” frá 1949 um eina dystopiska framtíð, har “Big Brother Is Watching You” – ein bók, sum á mangan hátt spáar óhugnaliga …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2016/06/10/hvi-velja-vit-aggressivar-politikarar/