Orsøkin til, at feminisma ræðir menn

Eftir Lisa Barchetti, 4. oktober 2024 (Les ensku útgávuna her.)
Elin Brimheim Heinesen týddi til føroyskt og danskt 12. mars 2025

Javnstøða millum kynini er ein grundleggjandi mannarættur, sum gagnar samfelagnum sum heild.Heimild: Twitter/Emily L. Hauser | Øll rættindi tilskilað.

Javnstøða millum kynini er ein grundleggjandi mannarættur, sum gagnar samfelagnum sum heild. Heimild: Twitter/Emily L. Hauser | Øll rættindi tilskilað.

Nú tá anti-feministiskur hugburður aftur eru vorðin meira vanligur, er tað avgerandi at skilja ta sálarligu orsøkina aftanfyri hendan hugburðin. Ofta stavar hetta ikki frá veruligum kvinnuhatri, men heldur frá hóttanum móti samleikanum hjá fólki og stúran í sambandi við, at samfelagsligir normar eru í broyting. Bara við at viðurkenna hetta kunnu vit broyta hugburðin og vísa, at feminisma í veruleikanum bara er ein máti at fremja trivnað og javnstøðu fyri øll.

Síðani juli 2024 hevur sjálvútnevndi “alpha-maðurin” Andrew Tate – “toxic masculinity kongurin yvir teim øllum”, sum hann sjálvur málber seg – bíðað eftir eini rættargongd, har hann er ákærdur fyri “sex trafficking”, skipaðan kriminalitet og valdstøku. Hann er bannaður á Facebook, Instagram, YouTube og TikTok fyri brot á teirra reglur um “haturstalu”, hevur alment tosað um at sláa og kvala kvinnur, og hevur sagt, at hann er “ein fullkomin kvinnuhatari”.

Kortini er Tate vorðin ein fyrimynd fyri milliónir av monnum, serliga ungum dreingjum. Hann er andlitið hjá sonevndu “manosferuni” – ein rørsla á netinum, ið er uppstaðin sum mótstøða móti feminismu, og sum er ímóti styrkjan av kvinnum (women empowerment), og sum stuðlar kvinnuhatri og tí, sum ofta verður rópt “toxic masculinity”. Hendan rørslan av monnum við serstakliga óhugnaligum hugsanum um kvinnur breiðir út anti-feministiskan hugburð, sum hevur vunnið alsamt størri undirtøku seinastu árini, sambært Survey Center on American Life.

Ein kanning hjá HOPE not hate Charitable Trust vísir, at 50 prosent av ungum bretskum monnum halda, at feminisma “er farin ov langt og ger tað torførari hjá monnum at hepnast.” Hetta kennist sum eitt slag í andlitið, tá ið ein av trimum kvinnum kring heimin framvegis upplivir likamligan og kynsligan harðskap, og kvinnur í ES í miðal vinna 13 prosent minni um tíman enn menn.

Kortini haldi eg ikki, at teir flestu menninir, ið deila somu kenslur sum tær, menn á uttasta, mest víðgongda veinginum av manosferuni hava, veruliga eru kvinnuhatarar ella trúgva upp á mannliga yvirvøld. Heldur brúka teir hendan hugburðin sum eina sálarliga verjumekanismu fyri at verja seg sjálvar móti kensluni av at vera hóttir av alsamt sterkari og meira sjálvstøðugum og sjálvráðandi kvinnum. Áskoðanarmyndarar ella “influensarar” sum Andrew Tate gagnnýta hendan óttan og ótryggleikan, og fáa ágóða av hesum, meðan teir samstundis elva til meira hatur og sundurlyndi.

Sálarfrøðin aftanfyri: hóttan móti samleika og reaktiónsmyndan

Feminisma arbeiðir fyri javnstøðu millum kynini og bjóðar siðbundnum maskuliniteti av, ið kann føra til eina kenslu av, at støðið verður máað undan siðbundnum kynsleiklutum og sosialum statusi hjá monnum. Hetta verður nevnt “identity threat” – hóttan móti samleika – eitt sálarligt fyribrigdi, har fólk uppliva, at ein partur av teirra egna samleika, sum tey eru trygg við, er í váða, sum førir við sær strongd og sjálvverjandi atburð. Menn, sum kenna seg hóttar í teirra sosiala samleika, kunnu reagera við at dyrka hyper-maskulinan atburð, har teir sýna fram ágangandi og kappingarhugaðar eginleikar – í roynd og veru júst tann atburðin, sum manosferan fagnar – fyri at endurvinna vald og fjala ótryggleika.

Sálarfrøðingar kalla hesa verjumekanismu “reaction formation” – reaktiónsmyndan – har einstaklingar svara hóttanum móti samleika teirra við at taka til sín ein yvirdrivnan ella uppgjørdan hugburð og atburð, sum gongur beint ímóti teirra veruligu kenslum. Ein maður, sum verjir sína sjálvsfatan á henda hátt, kann vera sera skarpur í sínum útsøgnum fyri at verja sítt ego móti hugsanum ella kenslum, ið hann ikki kann góðtaka, tí hann av persónligum, familjultengdum, samfelagsligum ella mentanarligum ávum metir hesar at vera óhóskandi fyri hann sum mann.


“Javnstøða millum kynini er ikki bert eitt mál fyri kvinnur. Tá ið kvinnur hava somu rættindi sum menn, gerast samfeløgini sunnari, ríkari og betri útbúgvin.”– Lisa Barchetti


Fastlæstir samfelagsligir og mentanarligir strukturar hjálpa ikki

Patriarkalskir normar hava leingi sett menn í ráðandi leiklutin í samfelagnum og kvinnur í undirskipaðar leiklutir – eitt status quo, sum feminisman brýtur við. Hetta brotið fær nøkur, bæði menn og kvinnur, at kenna tað sum um, at teirra siðbundnu fyrimunir ella virðir gleppa teimum av hondum. Nógvar kvinnur hyggja eisini at feminismu við atfinnandi eygum – ofta vegna teirra sosialisering í patriarkalska samfelagsstrukturinum – tí tær stúra fyri, at feminisman bjóðar kynsleiklutum ella virðum av, sum tær sjálvar hava valt at liva eftir. Rørslur sum “tradwives” vísa, hvussu nakrar kvinnur átaka sær siðbundnar kynsleiklutir. Hesar síggja feminismu sum eina hóttan.

Hin vegin kunnu menn á sínari síðu vraka feministisk prinsipp og átaka sær ein ráðaríkan kvinnuniðrandi atburð fyri at liva upp til samfelagsliga idealið um maskulinitet. Serliga í tíðarskeiðum við búskaparligum, politiskum og sosialum ótryggleika halda summi fólk eyka fast í gomlum hugburði. Í slíkum umstøðum verða siðbundnir kynsleiklutir hevjaðir fram sum ein kelda til støðufesti og forútsigiligheit.

Gransking vísir, at ungir menn, sum síggja viðurskiftini millum menn og kvinnur sum eina kapping um samfelagstilfeingið, mest sannlíkt fáa lyndi til sexistiskan hugburð. Hetta sjónarmiðið fær vind í seglini, tá samfelagsbúskapurin er ótryggur, tá ið arbeiðsloysið hækkar, og tá álitið á almennar stovnar minkar, av tí at hesir stovnar verða mettir sum órættvísir. Menn síggja framstig í kvinnurættindum sum eina hóttan móti teirra møguleikum og hava tí lyndi til at taka nútímans sexismu og kvinnuniðrandi atburð til sín sum verjumekanismu.

Hetta elvir til – og verður elvt av – “anti-gender” rørslum, sum hava vunnið undirtøku í Evropa seinastu árini. Hesar rørslur mótmæla tí, sum tær kalla “gender ideology” – kynsideologi, eitt hugtak, sum fevnir ikki bara um javnstøðu millum kynini, men eisini um LGBTQIA+ rættindi, og sum avvísir siðbundnu fatanina um “gender binaries” – at tað finnast einans tvey kyn. “Gender ideology” verður lýst sum ein ytri hóttan, sum feministar og LGBTQIA+ aktivistar tvinga niður yvir onnur fyri at destabilisera siðbundin virðir og familjur og avnokta “natúrligar munir millum menn og kvinnur”.

Slík narrativ skapa eina moralska panikkenslu, sum vil halda uppá, at rørslur fyri javnstøðu millum kynini føra til samfelagsligan undirgang. Hesin ótti er grundaður á trúnna um, at kvinnur og gentur eru minni verdar enn menn og dreingir, og at sjálvræði hjá kvinnum og javnstøða hevði ført til samfelagsins undirgang. Hóast hesin óttin langt frá er rímiligur, førir hann til sexismu, kvinnuniðrandi atburð og kynsligan harðskap.

Feminisma ella mannahatur?

Anti-feministisku narrativini í manosferuni geva ungum monnum eina vaksandi fatan av, at samfelagið er vorðið fíggindaligt mótvegis teimum. At síggja feminismu sum skaðiliga fyri menn og at óttast fyri at missa samfelagsligar fyrimunir ella at verða diskrimineraðir, elvir til gremjan og kvinnuniðrandi atburð sum ein máta at standa ímóti hesum broytingum.

Tað er ein vanlig misskiljing, at feminisma roynir at geva kvinnum valdið yvir monnum og at venda valdinum við til kvinnunar fyrimun, heldur enn at skapa javnstøðu millum kynini.

Sjálv havi eg ofta upplivað, at feministiska rørslan verður órættvíst ákærd fyri mannahatur. Hetta skapar eina misskilta stereotypu av feministum sum mannahatarar. Men øvugt av tí, sum nógv halda, er tað í roynd og veru feministar, ið vísa minni fíggindaskap móti monnum enn tey, ið ikki eru feministar, sambært Kristin Anderson, Melinda Kanner og Nisreen Elsayeg. Kortini verður hugtakið “feminisma” ofta misfatað sum nakað, ið útilokar menn, og hetta elvir til mótstøðu frá teimum, ið síggja feminismu sum eina hóttan móti maskuliniteti – nevniliga frá monnum í manosferuni.

Tað, sum hesar rørslur ikki vilja tosa um, er, hvussu siðbundnu idealini um maskulinitet, ofta nevnd hegemoniskur maskulinitetur, eisini skaðar menn, av tí at tað í veruleikanum bara er møguligt hjá nøkrum fáum at røkka hegemonisku idealunum, og tí hetta avmarkar møguleikarnar hjá flestum øðrum monnum. Hetta førir til vánaliga sálarheilsu og høg sjálvmorðstøl hjá monnum. Í staðin setur manosferan teir menn upp á ein pidestal, ið síggja út sum um, at teir liva upp til hesi idealini – so sum Andrew Tate (ið lýsir seg sjálvan sum væleydnaðan, ríkan og sterkan) – og gera hann til eina fyrimynd.


“Besti hátturin at røkka monnum, sum ikki stuðla javnstøðu millum kynini og eru ímóti feminismu, er gjøgnum aðrar menn.” – Lisa Barchetti


Menn áttu at verið feministar

Nógvir menn kenna seg útihýstar frá feministiska samfelagskjakinum, tí teir síggja hetta kjakið sum nakað, ið fyrst og fremst gagnar kvinnum og ikki tekur trupulleikar hjá monnum við. At trúgva, at feminisma bert er fyri kvinnur, og at síggja feministar sum negativar stereotypur, fremur fremmandagerð av monnum, sum fær teir til heldur at leita sær til anti-feministiskar felagsskapir – sonevndu manosferuna – har kvinnuniðrandi sjónarmið verða grundfest og styrkt.

Men javnstøða millum kynini er ikki bara eitt mál, ið einans er viðkomandi fyri kvinnur. Tá ið kvinnur hava somu rættindi sum menn, gerast samfeløgini sunnari, ríkari og betri útbúgvin. Hetta fremur betri atgongd til heilsuviðgerð, sum leiðir til longri lívsævi og betri sálarliga heilsu. Búskaparliga eru samfeløgini eisini sterkari. Gransking vísir, at framhaldandi batar í javnstøðuni millum kynini í ES hevði innan 2050 ført til ein vøkstur í BTÚ pr. íbúgva við 6,1 prosent til 9,6 prosentum.

Kvinnuniðran skaðar ikki bara kvinnur, men eisini menn, við at fremja óskynsamar stereotypur og skaðiligan atburð. Feminisma varpar ljós á og bjóðar hesum normum av, sum aftur hjálpir monnum at sleppa undan trýstinum at skula liva upp til tey stívu maskulinitetsidealini, sum manosferan dyrkar.

Við "Race 4 Women" skipaði Sebastian Vettel fyri einum karting-tiltaki bert fyri kvinnur í Saudiarabia, við tí endamáli at eggja fleiri kvinnum at luttaka. Heimild: Sebastian Vettel | Øll rættindi tilskilað.

Við “Race 4 Women” skipaði Sebastian Vettel fyri einum karting-tiltaki bert fyri kvinnur í Saudiarabia, við tí endamáli at eggja fleiri kvinnum at luttaka. Heimild: Sebastian Vettel | Øll rættindi tilskilað.

Menn áttu at verið feministar, um ikki annað, so fyri teirra egnu skuld. Hóast tað kann vera spell at noyðast at viðurkenna (í øllum førum er tað so fyri meg), so er besti hátturin at røkka monnum, ið ikki stuðla javnstøðu millum kynini og eru móti feminismu, gjøgnum aðrar menn.

Gransking vísir, at positivar lýsingar av feministiskum monnum kunnu økja um kensluna av solidariteti við feministar og gjøgnum hetta fremja hugin hjá fleiri at taka lut í felags stuðulsátøkum kvinnum til frama. Hetta er orsøkin til, at átøk sum HeForShe hjá Sameindum Tjóðum eru so týdningarmikil.

Tá ið menn í siðbundnum mannligum yrkjum, sum t.d. Formula 1-koyrarin Sebastian Vettel, arbeiða fyri styrkjan av kvinnum (women empowerment), sendir hetta ein boðskap um, at tað at vera ein “rættur” maður ikki stríðir ímóti tí at vera feministur, og hetta mótprógvar tankagongdini hjá monnunum í manosferuni.

Í sálarfrøði verður hetta rópt “cognitive reframing” – kognitiv endurmyndan – gjøgnum positivar fyrimyndir, ið snýr seg um at broyta mátan, ein upplivir ella hugsar um eina støðu, eina roynd ella eina kenslu. Endamálið er at flyta seg frá einum negativum ella hóttandi sjónarhorni til eitt meira positivt og uppbyggiligt sjónarhorn.

Í staðin fyri at síggja feminismu sum eina hóttan móti siðbundnum maskuliniteti, eggjar kognitiv endurmyndan til at síggja feminismu sum ein møguleika fyri persónligari menning og samfelagsligari framgongd. Feminisma stríðist fyri øll og letur ongan eftir. Tað snýr seg ikki um at koppa vágskálina fyri at skapa eitt kvinnuveldi, men um at javna leikvøllin fyri øll, so øll hava somu fortreytir.



Lisa Barchetti lesur BSc í Sálarfrøði og Atburðarvísindum á London School of Economics and Political Science (LSE). Hon ætlar sær at gerast kliniskur sálarfrøðingur og er serliga áhugað í, hvussu okkara umhvørvi formar atburð okkara. Hennara fokus liggur á at skilja, hví fólk bera seg at, sum tey gera, tí hon heldur, at hetta er fyrsta stigið til at fremja jaligar broytingar.


Upprunaheimild: https://www.eurac.edu/en/blogs/imagining-futures/why-feminism-scares-men-lisa-barchetti

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2025/03/12/orsokin-til-at-feminisma-raedir-menn/