Elin Brimheim Heinesen

Author's posts

Føroyar í framtíðini – eftir loysingina

Føroyingar hava eina sera sterka kenslu av at hava sín egna, serskilta tjóðskaparliga samleika. Ein kensla, sum bert er vorðin sterkari við árunum, samstundis sum Føroyar við heimastýrinum eru vorðnar alsamt meira sjálvbjargnar og minni bundnar at ríkisveitingini. Eingin føroyingur ivast í tí, at hann ella hon er ikki „dani“, men fyrst og fremst „føroyingur“. …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2026/07/31/foroyar-i-framtidini-eftir-loysingina/

Sosial stýring í smáum samfeløgum

Í smáum samfeløgum – so sum í smáum bygdum og býum, í tætt knýttum mentanarligum umhvørvum, í familjufyritøkum, í vinnuligum fyritøkum – er sosial stýring mest óformell. Umdømi, slatur, góðkenning og útihýsing hava størri týdning enn lógarásetingar og formella rættarskipanin. Hetta ávirkar bæði fólk og vinnulív á serligar hættir. Eftir Elina Brimheim Heinesen Hvussu sosial …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2026/07/24/sosial-styring-i-smaum-samfelogum/

Hvussu patriarkatið formar okkum øll

Hendan greinin roynir at svara hesum spurningum: Hvat merkir tað fyri eitt samfelag, at tað er patriarkalskt? Hvussu ávirkar patriarkalski hugburðurin okkara kynsleiklutir frá barnsbeini? Hvussu kemur hesin hugburður til sjóndar í nærsambondum? Hví verður hildið so fast í ‘performativaum maskuliniteti’, hóast hetta skaðar bæði menn og kvinnur? Haraftrat koma nakrar hugleiðingar um, hvussu summi …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2025/10/04/hvussu-patriarkatid-formar-okkum-oll/

Skal lógin loyva fríum aborti ella bara loyva undantaksførum?

12 vikur gamalt fostur vigar 30 gr og er um 5 cm langt.

Tey flestu (í Føroyum) eru samd um, at tað finnast serligar truplar umstøður, har undantøk kunnu gerast, og har loyvi eigur at vera givið til abort. Tí verður spurt: Hví so ikki gera eina lóg sum loyvir abort orsaka av teimum truplu umstøðunum? Hví ikki gera eina lóg um undantaksførini, heldur enn at gera eina …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2025/10/02/skal-login-loyva-frium-aborti-ella-bara-loyva-undantaksforum/

Drypp-búskapur riggar ikki

Fimmti ár við Reaganomics – laissez-faire róvdjórakapitalismu og neoliberalismu – hava ført til risastóru gjónna millum rík og fátæk, sum vit síggja í USA og aðrastaðni í dag. Milliardir av skattainntøkum eru mistar vegna avtøku av reglum, ið hava tikið neyðuga eftirlitið við valdsjavnvágini burtur úr skipanini. Hesar politisku broytingarnar hava givið ómetaligt vald og …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2025/03/29/drypp-buskapur-riggar-ikki/

Kynsmunirnir í tónleikaídnaðinum

FYRILESTUR UM KVINNUR Í TÓNLEIKI hildin á G! Festivalinum 2024 í Gøtu, Føroyum, av Elin Brimheim Heinesen – ein veteranur á føroyska tónleikapallinum, fødd í 1958 og byrjaði at framføra tónleik alment í 1974, tá ið hon var 16 ára gomul: HVØRJAR ERU AVBJÓÐINGARNAR HJÁ KVINNULIGUM TÓNLISTAFÓLKI? Eg fari at tosa við tykkum í dag: …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2025/03/28/kynsmunirnir-i-tonleikaidnadinum/

Orsøkin til, at feminisma ræðir menn

Nú tá anti-feministiskur hugburður aftur eru vorðin meira vanligur, er tað avgerandi at skilja ta sálarligu orsøkina aftanfyri hendan hugburðin. Ofta stavar hetta ikki frá veruligum kvinnuhatri, men heldur frá hóttanum móti samleikanum hjá fólki og stúran í sambandi við, at samfelagsligir normar eru í broyting. Bara við at viðurkenna hetta kunnu vit broyta hugburðin …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2025/03/12/orsokin-til-at-feminisma-raedir-menn/

Løn fyri at ganga heima?

Gevið fólki ordiliga løn – við pensjón og frítíðarpeningi – fyri at arbeiða heima og passa hús og heim og hava umsorgan fyri børnum og eldri foreldrum. So vilja nógv uttan iva fara heim at gera hetta týdningarmikla arbeiðið, sum jú er so ómetaliga virðismikið fyri samfelagið – ikki minst sambært teimum, ið fegin vilja …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2025/02/05/lon-fyri-at-ganga-heima/

Hví vit hava stríð millum kynini

Í seinastuni tykjast tvídráttir millum kynini at vera herdir í stóran mun, serliga eftir at úrslitið av amerikanska valinum varð kunngjørt, sum útloysti eina flóðaldu av kvinnuhatskum retorikki á netinum. Valdsyvirtøkan hjá Trump og konservativa republikanska flokkinum í USA verður hildin at vera eitt stórt afturstig fyri javnstøðuna, so skelkurin er stórur eftir valið millum …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/11/08/hvi-vit-hava-strid-millum-kynini/

Ber tað til at taka synd í palestinum uttan at vera jødahatari?

Stríðið millum Ísrael og Hamas vekir nógvar kenslur í fólki og hevur á mangan hátt loypt split millum føroyingar, sum hava ymiskar meiningar um tað, sum hendir niðri í Gaza-geiranum í løtuni. Í kjakunum á netinum tykjast fólk at vilja grava seg niður í skotgravir og at skjóta kompromisleyst eftir hvørjum øðrum. Ósemjan er sum …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/10/30/ber-tad-til-at-taka-synd-i-palestinum-uttan-at-vera-jodahatari/

Opið bræv til ein fyrrverandi misnýtara, sum er vorðin umvendur kristin

Góði Russel, Lat meg siga beinanvegin, at eg eri ikki ein teirra, sum ætli mær at gera gjøldur við tínum nýggja tokka. Um so er, at kærleiki tín til kristindómin er ektaður, og  tú veruliga hevur ynski um at gerast eitt betri menniskja, so er hetta kanska rætti vegurin at ganga hjá tær. Tú tykist …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/09/24/opid-braev-til-ein-fyrrverandi-misnytara-sum-er-vordin-umvendur-kristin/

Hvussu pengar verða skaptir gjøgnum almennar útreiðslur, og hvørva gjøgnum skatting

Um tað er nakað, sum flest fólk ikki tykjast at skilja um pengar, og sum veruliga kundi hjálpt stjórnum í 21. øld at stýrt londum betri, so er tað tað, at pengarenslið ikki rennur tann vegin, sum vit halda tað ger. Tað er ein illusjón. Tað, sum í roynd og veru hendir við pengum, er, …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/08/13/hvussu-pengar-verda-skaptir-gjognum-almennar-utreidslur-og-hvoerva-gjoegnum-skatting/

Vinir avgerandi fyri lívsgóðskuna

Nú havi eg skjótt livað í 66 ár. Tá eg líti aftur eftir, kann eg staðfesta, at eg havi livað eitt sera litríkt lív. Upp á gott og ónt. Tá ein livir so mikið leingi, sleptst ikki undan at fáa nakrar frammaná á ferðini. Um eg tá ikki hevði havt vinir, sum hjálptu mær á …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/08/09/vinir-avgerandi-fyri-livsgodskuna/

Kvinnur í tónleiki

  Les alla framløguna (á enskum) – trýst á hetta leinkið: Framløga hildin á G! Festivalinum 2024: WOMEN IN MUSIC Kynsgjógvin í tónleikaídnaðinum – Hvørjar eru avbjóðingarnar, kvinnuligir tónleikarar møta? Framløgan er um: kvinnur í tónleiki kynsgjónna í tónleikaídnaðinum avbjóðingarnar hjá kvinnum í tónleikaídnaðinum hvat kann gerast við tað Hvat vísa kanningarnar? Fleiri kanningar hava …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/07/20/framloga-hildin-a-g-festivalinum-2024-women-in-music/

Eru kvinnur minni musikalskar enn menn?

Í framhaldi av kjakinum um manglandi kvinnuumboðan á festivalum í Føroyum og aðrastaðni eru nógvar røddir, sum spyrja, hví tað yvirhøvur skal vera nakar trupulleiki. Hví søran skal alt gerast til ein spurning um kyn? Er tað ikki bara góðan tónleik, tað skal snúgva seg um?  At síggja til fær ynskið um fleiri kvinnuligar tónleikarar …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/07/12/eru-kvinnur-minni-musikalskar-enn-menn/

Kann hægri skattur tryggja fleiri og bíligari bústaðir?

Latið okkum tosa um eitt evni, ið nógv træta ofta stendst av á politiska vígvøllinum, nevniliga: skatting. Serliga tá tosað verður um ognarskatt og at áleggja teim vælhavandi í samfelagnum meira skatt. Er tað til fyrimuns ella til vansa fyri samfelagið? Í hesi greinini fari eg at verja sjónarmiðið, at verður meira skattur kravdur inn …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/06/27/kann-haegri-skattur-tryggja-fleiri-og-biligari-bustadir/

Minningarorð um elskaða farbróður mín, Sandavágsmannin og bóndan Jóannes Heinesen

Jóannes Heinesen – eisini róptur Jóannes á Lofti ella bara Beiggi – var føddur 7. apríl 1930 og andaðist á Sýnini í Miðvági sunnudagin 21. apríl 2024 – júst tvær vikur eftir, at familjan fagnaði honum á 93 ára føðingardegnum. Jóannes arvaði kongsfestið eftir abba, Petur Heinesen á Lofti, og mesta av lívinum røkti hann …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/05/16/minningarord-um-sandavagsmannin-og-bondan-joannes-heinesen/

Skulu kvinnur tvingast til at fara ígjøgnum óynsktan graviditet?

Lat meg siga tað beinanvegin. Eg gangi inn fyri fríum vali – tvs. at kvinnur skulu sjálvar hava rætt til at gera av, um tær vilja fara ígjøgnum ein graviditet ella ikki. Tað merkir ikki, at eg haldi, at tað at fremja abort er gott – ella at abortur er nøkur ideel loysn, tí sjálvsagt …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/05/12/skulu-kvinnur-tvingast-at-fara-igjognum-oynsktan-graviditet/

Sikke noget pis

Hvat hevur ein ung føroysk tænastugenta upp á 17 ár í eini lítlari bygd í Føroyum í 1916 at gera við eina kollveltandi nýggja uppfinning av einum reinsiløgi til dieselmotorar, gjørdur úr landi? eftir Elina Brimheim Heinesen í Berlingske Tidende, 4. sektión, sunnudagur 16. desember 2001. 28. september 2001 komu tíðindini í einum av heimsins …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/04/17/sikke-noget-pis/

“Womansplaining” av sonevndu maskulinitetskreppuni ;-)

Í okkara patriarkalska samfelag ráða enn aldargamlir normar fyri, hvussu menn og kvinnur skulu vera. Siðbundna kynsfatanin ávirkar okkum til at vænta av monnum, at teir skulu vera sterkir og stoiskir. Dreingir fáa at vita gjøgnum allan uppvøksturin, at “rættir menn gráta ikki!” og verða happaðir, um teir vísa veikleika. Tað ringasta, ein drongur kann …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/03/05/womansplaining-av-sonevndu-maskulinitetskreppuni/