Tey flestu (í Føroyum) eru samd um, at tað finnast serligar truplar umstøður, har undantøk kunnu gerast, og har loyvi eigur at vera givið til abort. Tí verður spurt: Hví so ikki gera eina lóg sum loyvir abort orsaka av teimum truplu umstøðunum? Hví ikki gera eina lóg um undantaksførini, heldur enn at gera eina lóg um frían abort?
Fyri at svara hesum spurningum, mugu vit hyggja at, hvat “fríur abortur” merkir í veruleikanum. Fríur abortur snýr seg rætt og slætt um, at tað er kvinnan, sum frítt kann velja, um hon skal hava abort í eini truplari støðu, heldur enn at læknin og/ella myndugleikarnir skulu avgera fyri hana, hvat ein “trupul støða” er. Tað veit kvinnan best sjálv. Hartil skal sigast, at eingin kvinna “velur” abort bara til stuttleikar!
Hvat er ein “trupul støða”? Fyri so vítt er tað líkamikið, hvat onnur halda um, júst hvat ein “trupul støða” hjá eini kvinnu er, tí hvør kann betur skilmarka tað, enn kvinnan sjálv? Kunnu onnur betur meta um, hvat ein trupul støða er fyri hana? Og hvussu trupul, støðan hjá henni er? Kunnu (mannligir) politikarar, sum sita á tingi, betur meta um tað, enn kvinnan sjálv? Nei, tað kunnu teir líka so lítið sum læknarnir kunnu, so hví skulu onnur eiga avgerðina fyri kvinnuna heldur enn kvinnan sjálv? Er tað tí, einki álit er á kvinnum?
Hvat er eitt “undantaksføri”?
Tey flestu eru fyri, at abortur kann fremjast í undantaksførum, men so er spurningurin hvørji hesi undantaksføri skulu vera – og nær tey kunnu loyva aborti.
Hvat um ein kvinna verður skannað í tjúgundu viku, og finnur út av, at tað barnið, sum hon gleddi seg so nógv til at seta í verðina, ikki hevur ment lívsneyðug gøgn?
Hvat um ein kvinna verður valdstikin á veg heim frá arbeiði, og sum ein mánaða seinni skelkað má staðfesta, at álopsmaðurin hevur plantað sítt fræ í hana, nú hon sær, at úrslitið á gitnaðartestini vísir ‘positivt’?
Hvat um ein kvinna fer at bløða, tí hol kemur á móðurkøkuna, ið noyðir foreldur hennara, mannin og børnini til at taka ta ógjørligu støðuna, um lívið hjá henni ella hjá hennara ófødda barnið skal bjargast?
Hvat um ein smágenta fær sítt sakloysi skrætt burtur av einum, sum hon átti at kunnað litið á, og hvørs 11 ára ungi kroppur ikki er nóg búgvin til at bera avleiðingarnar av hesi svikagerð?
Hvat um maður eina kvinnu valdi at rýma frá henni, so hon má røkja tvey størv fyri bara at fáa endarnar at røkka saman, og sum nú má velja ímillum at seta enn eitt barn aftrat í verðina til fátækradømi og svongd, ella at hava nóg mikið av mati at bjóða børnunum, sum hon longu hevur?
Hvat um ein kvinna má viðurkenna, at hon á ongan hátt – hvørki fíggjarliga, kensluliga ella fysiskt – er før fyri at uppala eitt barn?
Hvat um so er, at ein gitnaðarviðgerð hjá eini kvinnu endar við, at seks egg eru gitin, og kvinnan ikki kann velja at minka um talið av gitnum eggum fyri at tryggja sum best, at hon sjálv og eftirverandi fostrini kunnu koma frá tí við lívinum?
Hvat við henni, sum endiliga hevur fingið styrkina at rýma frá sínum fysiskt og psykiskt harðliga manni, einans fyri at finna út av, at hon ber fostrið hjá beistinum undir belti?
Hvat við henni, sum eftir at hava roynt at blíva uppá vegin í áravís, fer til kanningar, einans fyri at fáa staðfest, at einki ljóð er at hoyra, har sum hjartasløg áttu at verið?
Hvat við henni, ið gongur í miðnámsskúla, og sum missur moydómin, men har hol kemur á hítina, og sum nú má velja ímillum, um hon skal vera ung tannáringa-mamma ella bara vera tannáringur?
Hvat við kvinnuni, sum júst nú hevur funnið út av, at hon er í trettandu viku, men at eggið ongantíð er komið úr egggørnunum, so hon má velja ímillum abort ella vera í vanda fyri at doyggja av innari bløðingum?
Hvar skal markið setast?
Um tú heldur, at okkurt av omanfyrinevndu dømum átti at loyvt aborti, og samstundis heldur, at talan er um “børn” í móðurlívi áðrenn 12. viku, so gongur tú jú sjálv/ur í summum førum inn fyri “barnadrápi”, sum tú kanska vildi kallað tað.
Hin vegin – um tú ikki gongur inn fyri nøkrum undantøkum, so gongur tú jú inn fyri, at tað er vert risikoina, at kvinnur doyggja – essentielt gongur tú jú so í grundini óbeinleiðis inn fyri “kvinnudrápi”.
Hvar setur tú so markið fyri, nær abort skal loyvast? Og hví heldur tú, at tú ert betur før/ur fyri at meta um tað, heldur enn kvinnan sjálv? Er tað tí, tú ikki hevur álit á kvinnunnar dømikraft? Tað er jú hon, sum má liva við avleiðingunum. Ikki tú. Og tú hevur ikki ánilsi av, hvørjar orsøkir kvinnur hava til at velja abort.
Summi siga, at fríur abortur snýr seg bara um, at tað skal bera til at velja abort uttan aðra orsøk enn, at ein vil ikki hava hatta barnið. Tey somu halda ofta, at tað finnast kvinnur, ið bara brúka abort sum fyribyrging. Eitt slíkt sjónarmið er grundarleyst og einki annað enn ein grov misálitisváttan á kvinnur.
At fáa framt ein abort er ein sera óbehagilig og møguliga vandamikil viðgerð, sum eingin normal kvinna hevði funnnið upp á at valt sum fyribyrging. Um nøkur kvinna veruliga skuldi verið, ið vísti slíkt ábyrgdarloysi—sum eg stórliga ivist í—hevði hon kortini á ongan hátt verið egnað til at sett eitt barn í verðina og til at gerast mamma kortini. Nei, tað er als eingin ivi um, at eingin kvinna velur abort bara til stuttleikar. At halda uppá nakað annað er djúpt niðursetandi og ærumeiðandi fyri kvennkynið sum heild.
Tey, sum eru ímóti fríum aborti siga, at hvør einstakur kann ikki sleppa at velja, nær ein noktar øðrum atgongd til lívið. Tað mugu vera greiðar reglur á økinum. Har er eingin ivi um, at allarmest greiða reglan er, at tað er kvinnan, sum má taka avgerðina, um hon er før fyri at fáa eitt barn ella ikki.
Tað er í fínasta lagi at áseta eina greiða reglu, so sum ein tíðarkarm upp á t.d. 12 vikur, har aborturin kann fara fram. Men at taka avgerðina frá kvinnuni og fara og áseta allar møguligar meir ella minni ivasamar reglur fyri, júst hvat kann legitimera ein abort innan hetta tíðarskeiðið ella ikki – er í fyrsta lagi næstan ógjørligt at gera týðiligt og greitt, tí umstøðurnar kunnu vera so ómetaliga ymiskar. Og í øðrum lagi verður tað í øllum førum ein grov skerjan av rættinum hjá einstaku kvinnuni til at ráða yvir sínum egna kroppi.
Heimildin verður tikin frá henni og verður ístaðin yvirlatin til myndugleikapersónar, sum noyðast at taka avgerðina fyri hana, og sum als ikki hava sama innlit í støðuna hjá kvinnuni, sum hon sjálv hevur. At yvirláta ábyrgdina til onnur, sum á ongan hátt vita betur enn kvinnan, hvat er best í hennara støðu, og lata tey taka avgerðina, um loyvi skal gevast til abort ella ikki, er ein nógv meira gruggut og ógreið regla, tí har eru so nógv ymisk atlit at taka, sum kanska rigga á pappírinum, men sum fólk í praksis kunnu hava sera ymiskar meiningar um, og tí kunnu taka alt ov ójavnar avgerðir um.
Hetta er ikki minst ein øgilig eyðmýkjan av kvinnuni, at hon soleiðis noyðist at finna seg í at vera vigað í allar endar og kantar av fólkum, hon kanska als ikki kennir, og má dúva upp á náðina hjá teimum.
Skal fostrið, so eingi rættindi hava?
Soleiðis spyrja tey, sum eru ímóti fríum aborti. Men hvat meina tey við “rættindi”? Skal eitt fostur í móðurlívi hava somu rættindi frá gitnaðinum, sum børn, ið eru fødd, hava? Skulu tey t.d. hava eitt p-tal frá gitnað so? Skulu pápar so t.d. gjalda barnapengar frá gitnað?
Helst hugsa tey um rættin hjá fostrinum at liva. Eitt argument er, at um abortur ikki verður framdur, so verður eitt barn kanska føtt nakrar mánaðir seinni, men tað gevur ikki rættiliga meining at tosa um nakran “rætt at liva” í hesum føri, tí so er jú talan um “dráp” ella “morð” at forða einum og hvørjum fostri í at mennast til eitt barn. Meina fólk so, at ein og hvør kvinna, sum t.d. brúkar spiral, er ein mordari? Sjálvandi er hon ikki tað, m.a. tí talan er jú um eitt embryo, ikki eitt “barn” enn – og tað kann tí heldur ikki hava tey somu rættindi, sum eitt barn hevur.
Tey sum halda, at abort snýr seg um at “taka lívið frá einum menniskja”, siga kortini, at tað eru støður har t.d. lívið hjá mammuni og kanska eisini barninum stendur uppá spæl, har undantak má gerast. Men akkurát hvar tað markið liggur, tykjast tey ikki før fyri at siga. Men hetta hevur sjálvsagt stóran týdning – serliga at okkara fólkavaldu taka greiða støðu í hesum máli, tí um fríur abortur IKKI skal loyvast, er tað sjálvsagt sera týdningarmikið at vita, hvat okkara politikarar halda um, í hvørjum ítøkiligum førum abortur so kann loyvast.
Hvat við “rættinum at liva” hjá fostrum í teimum undantaksførunum, sum fólk annars ganga inn fyri legitimera ein abort? Skulu fólk vera konsekvent, so mugu tey væl meina, at eingi undantøk skulu vera, ella hvat? Og um so er, at tey halda, eingi undantøk skulu vera, eru tey so villig til, at lív skulu ofrast hjá kvinnum fyri at eitt fostur skal liva so leingi sum møguligt í móðurlívi? Eisini sjálvt um tað er til vanda fyri mammuna, og fostrið doyr kortini, um kvinnan doyr? Og um tey ikki meina tað, kunnu tey so ikki vera greið um, hvat fyri undantaksføri, tey halda, áttu at loyvt aborti? Tí bara at tosa generelt, gruggar kjakið. Latið okkum vera konkret.
Her hugsi eg serliga um okkara kæru tinglimir, sum umboða fólkið. Sum borgarar og veljarar hava vit rætt til at krevja av okkara løgtingslimum, at teir eru greiðir um, hvat tað neyvt er, teir halda um hetta. Tað er ikki nóg mikið bara at siga, at ein er “ímóti abort”. Hetta er eitt nógv meira fløkt mál enn sum so – eins og dømini ovast í postinum vísa. Vit vilja fegin vita, hvussu tinglimirnir hugsa tær, hvussu mál sum hesi t.d. skulu loysast politiskt, um ikki abortur skal vera fríur.
Men tað kunnu lóggevarar okkara eyðsýniliga ikki svara uppá, tí tað er tað heldur eingin annar, ið er før/ur fyri siga við vissu – heldur ikki læknarnir – í øllum førum ikki betri enn kvinnan sjálv. Altso, at meta um neyvt, hvar markið skal ganga. Tí er tað skilabest, at kvinnan tekur avgerðina sjálv. Ikki tí kvinnan sjálv altíð veit betur enn læknin, um hennara lív ella lívið hjá barninum er í vanda, men hon má sjálvsagt í øllum førum kunna taka avgerð í samráð við læknan og hava síðsta orðið at siga, hvat hon vil, tá læknin hevur kunnað hana um heilsustøðuna hjá henni og fostrinum.
Er eitt fostur “eitt barn”?
Eg skilji, at tey, sum eru ímóti aborti, síggja eitt fostur í móðurlívi sum eitt “barn” heilt frá gitna. Men eitt fostur, sum ikki kann yvirliva uttanfyri lívmóðurina, kann ikki kallast eitt barn enn. Er tað hin vegin so mikið ment, at tað kann yvirliva uttanfyri móðurlív, so kann tað rópast eitt “barn” og hevur tá eisini rætt til, at tað verður gjørt alt fyri, at tað kann yvirliva.
Inntil tá kann “rætturin til lívið” hjá fostrinum ikki viga tyngri enn rætturin hjá kvinnuni til sítt egna lív – tvs. til at ráða yvir egnum kroppi. Ein kvinna má kunna nokta fyri at skula ígjøgnum ein óynsktan graviditet, sum ikki er heilt vandaleysur og potentielt kann seta hennara egna lív í vanda. Akkurát upp á sama máta, sum ein og hvør hevur rætt til at nokta fyri at verða tvingaður til at geva eitt av sínum nýrum til onkran, sum hevur brúk fyri nýranum fyri at yvirliva. Teirra rættur til at liva vigar ikki tyngri enn tín rætttur til at ráða yvir tínum egna kroppi, íroknað tíni nýru.
Tá er enntá talan um vaksin, tilvitandi fólk, sum vita, hvat tey missa, um tey missa lívið. Eitt fostur er ikki tilvitað um seg sjálvt enn, og veit tí heldur ikki, hvat tað missir. So tað er eitt sindur meiningsleyst at tosa um, at eitt ótilvitandi fostur, sum ikki kann yvirliva uttanfyri móðurlív, skal hava rætt til lívið, meira enn hvat ein kvinna skal hava rætt til at ráða yvir egnum kroppi.
Tað gevur tó meining at áseta eitt tíðarmark fyri, nær abortur kann fremjast, tí at fostrið mennist jú meira og meira til eitt barn. Men eitt fostur er ikki eitt barn (enn), og kann tí ikki hava sama “rætt til lív”, sum eitt barn, ið er komið livandi til verðina – í øllum førum ikki tær fyrstu 12 vikurnar, har tað kortini ikki kann liva uttanfyri móðurlív. Og ikki um rætturin skal vigast upp móti rættinum hjá kvinnuni at ráða yvir egnum kroppi. Nakað annað ger seg galdandi, tá fostrið er so ment, at tað kann yvirliva. Tá er tað eitt barn við rættinum, sum eitthvørt barn skal hava.
Um vit IKKI skulu hava frían avbort, har kvinnan fær heimild til at ráða yvir sínum kroppi (somu heimild, sum maðurin hevur yvir sínum kroppi, tí eingin kann lógliga tvinga hann til, at hansara kroppur / gøgn skulu brúkast til nakað, hann ikki sjálvur hevur givið samtykki til) hvør skal so taka støðu til dømis í teimum førunum, sum eg nevndi omanfyri? Skulu hesar kvinnur tvingast til at gjøgnumføra ein graviditet, sum tær á ongan hátt ynskja – ella kanska enntá ikki kunnu gjøgnumføra? Hvør skal taka avgerðina fyri tær? Og hví skal tann parturin hava meira autoritet yvir teirra kroppi, enn tær sjálvar hava?
Fostrið er ikki eitt gøgn, nei, men tað er lívmóðurin hin vegin! Og kvinnan eigur at hava rættin til at kunna ráða yvir og hava síðsta orðið at siga, hvat lívmóður hennara skal brúkast til – ella ikki brúkast til. Sæð frá tí vinklinum eru dømini, eg nevndi, avgjørt viðkomandi og kunnu brúkast sum argument fyri fríum aborti.
Nær er eitt fostur “eitt barn”?
Munurin millum sjónarmiðini hjá teimum, sum ávikavist eru fyri ella ímóti aborti, er, at tey, sum eru fyri, seta ikki – á sama hátt, sum tey, ið eru ímóti aborti gera – líkheitstekin millum eitt fullment, tilvitandi menniskja og so eitt ófullborið, ótilvitandi fostur áðrenn 12. viku. Hóast tað potentielt kann mennast til eitt barn, so ER tað ikki tað enn. Og kann aldrin vera tilvitandi um, hvat tað hevur “mist”.
Tí er fríur abortur ikki etiskt forkastiligur. Og tí er tað í lagi, at ein kvinna hevur rættin til at avbróta sín graviditet áðrenn 12. viku, um so er hon metir, at tað er tað skilabesta at gera í hennara støðu – bæði fyri hennara egnu skyld, tí hon ikki orkar at fara ígjøgnum ein strævnan, kanska lívshættisligan graviditet og at skula seta eitt barn í verðina, sum hon veit, hon ikki megnar at taka ábyrgd av – og helst eisini fyri fostrið, sum sleppur undan at skula verða føtt inn í eitt heim ella inn í eina støðu, sum kvinnan við vissu veit, als ikki er hóskandi ella á nakran hátt gott fyri barnið at føðast inn í.
Tey, sum eru ímóti fríum aborti, siga, at teir halda, at eitt barn í móðurlívi hevur “rætt til lívið”. Ja, eg haldi eisini, at eitt barn (tvs. eitt, sum er sett í verðina) hevur rætt til lívið – og ikki bara rætt til lívið, men eisini rætt til eitt virðiligt lív. Eg vildi í roynd og veru ynskt, at fólk, sum vilja verja fostur, vóru líka so ágrýtin at verja børn, sum eru komin til verðina. Men tað tykist ofta, sum um tey ikki ganga líka so høgt upp í tað. Nógv tykjast bara at yppa øksl ella fullkomiliga ignorera tað, tá man tosar rættin hjá børnum, sum eru fødd – t.d. um rættin hjá teim neyðars svøltandi børnunum í Gaza til eitt virðiligt lív – bara fyri at nevna eitt dømi um hyklaríið hjá nógvum, sum siga seg vilja verja fostur, men ikki verja børn, sum eru komin til verðina, við sama ágrýtni.
Hvat við at verja rættin hjá tí menniskjanum, sum í hesum samanhanginum faktiskt er eitt fult ment, tilvitandi menniskja – nevniliga kvinnan. Hví skal hon ongan rætt hava til eitt virðiligt lív og at ráða yvir sínum lívi og kroppi? Hví skal hon hava nógv minni rætt, enn fólk vilja geva ti ófullborna, ótilvitaða fostrinum? Skal hon bara frátakast øll rættindi yvir sínum egna kroppi og bara síggjast sum eitt annað klekingartól, tí hon er blivin upp á vegin? Hon er sjálv eitt heilt menniskja við egnum lívi og dreymum – og ikki bara ein føðimaskina. Hví skal hon knappliga einki hava at siga um, hvat hennara kroppur skal brúkast til?
Vilja vit veruliga venda aftur til tær ræðuligu tíðirnar, har alt ov nógvar kvinnur antin doyðu ella fingu lívsvarandi mein av at noyðast at fara til kvaksalvarar fyri at fáa abort? Sjálv kenni eg persónliga til fleiri dømi um júst tað, og hvørjar oyðileggjandi avleiðingar tað hevði.
At seta bann fyri abortum, forðar ikki fyri abortum. Tað forðar einans fyri tryggum abortum.
