Í seinastuni tykjast tvídráttir millum kynini at vera herdir í stóran mun, serliga eftir at úrslitið av amerikanska valinum varð kunngjørt, sum útloysti eina flóðaldu av kvinnuhatskum retorikki á netinum. Valdsyvirtøkan hjá Trump og konservativa republikanska flokkinum í USA verður hildin at vera eitt stórt afturstig fyri javnstøðuna, so skelkurin er stórur eftir valið millum nógvar kvinnur og ymiskir minnilutabólkar, meðan skaðafrøin er stór millum høgraekstremistarnar, sum ynda herrópið: “Tín kroppur, mítt val!”
Støðan í USA hevur ávirkan á allan heimin. Tí er tað eisini viðkomandi fyri okkum, hvat hendir hinumegin havið. Spurningurin er, hví kynsstríðið er hert so nógv, og hvat kann gerast, fyri at vinna á sundurlyndinum, so kynini kunnu liva saman í meira samljóði og við meira virðing fyri hvørjum øðrum í framtíðini.
Seinastu tíðina hevur metstórur vøkstur verið í víðgongdum kvinnuhatskum tilfari á sosialum miðlum og aðrastaðni á netinum. Ivasamir tilfarsframleiðarar, so sum Andrew Tate og aðrir av sama slag, senda ein áhaldandi floym av tilfari út á netið, har teir reypa og gabba um skjótar pengar, dýrar bilar, bólgnandi vøddar og eitt stórt “forbrúk” av “bitches” (teirra orð fyri ‘kvinnur’). Hesir sonevndu “influencers”, sum í fullum álvara halda, at konufólk eru “ogn” hjá monnum og bara skulu vera monnum til vildar, hava eftir ongari tíð fingið milliónir av fylgjarum – serliga ungar dreingir og menn.
Uttan at seta spurnartekin svølgja ungu menninir tilfarið rátt, at síggja til uttan at vita, at fylgja teir ráðunum frá hesum monnum, er hetta ein púra vatntættur máti at oyðileggja síni viðurskifti við kvennkynið og minka um møguleikarnar fyri at gerast partur av veruliga kærleiksfullum og gevandi parløgum við kvinnum. Ístaðin fær tað bara ungu menninar til at renna eftir leysum sambondum, tómum undirhaldi og andleysari dagdvølju, sum í síðsta enda einans ger teir enn meira avbyrgdar, tunglyntar og einsamallar, enn teir vóru frammanundan, sum í øllum førum ikki fær talið av sjálvmorðum millum menn til at minka.
Eftir amerikanska valið fyri stuttum, ið nógv hava sæð sum eina fólkaatkvøðu um rættin hjá kvinnum til at ráða yvir egnum kroppi og egnari nøring, fóru tíðindi at ganga um, at kynsligur ágangur er í ógvisligum vøkstri, og ábendingar eru um, at víðgongdir høgrasinnaðir “trolls” a netinum sum eitt úrsliti av valinum kenna seg eggjaðar og heimilaðar til at fremja ágang móti kvinnum. Serfrøðingar stúra fyri, at ágangurin á kvinnur kann breiða seg. Miðlar boða frá, at ungar gentur og foreldur deila nógv dømi á sosialum miðlum um ágang, har slagorðini “tín kroppur, mítt val” verða brúkt móti gentum í skúlum ella verða rópt av ungum dreingjum í skúlaflokkum. [1]
Algoritmurnar á sosialum miðlum styrkja skaðiliga retorikkin
Tað er ein skjalprógvað sannroynd, at algoritmunurnar á sosialu miðlunum fáa kvinnuhatska retorikkin á netinum at vaksa, og gera hann enn verri. Gransking á UCL og á University of Kent hevur til dømis víst, hvussu væl umtóktir miðlapallar í stóran mun ávirka, hvussu nógv sjónligari kvinnuhatskt innihald verður gjøgnum tey viðmæli, algoritmurnar gera. Í eini roynd undir umsjón gjørdust granskararnir varugir við, at tað kvinnuhatska innihaldið, sum algoritmurnar viðmældu, eftir bert fimm døgum vaks úr 13 % til 56 % av teimum videobrotunum, algoritmurnar viðmældu til ávísar miðlabrúkarar [2].
Tíverri tykist kvinnuhatska myndamálið at gerast alt meira normaliserað í ungdómsmentanini, tí tær skaðiligu hugmyndirnar, tey ungu síggja orðaðar á netinum, leka yvir í veruliga heimin og ávirka retorikkin har eisini. Orðingar sum “far aftur í køkin” og “tín kroppur, mítt val” vitna um, at sjálvsálitið er vaksið hjá teimum bólkunum, sum nú kenna seg hava heimild til opið at bjóða rættindunum hjá kvinnum av. Eitt annað, sum er enn meira ræðandi, er eggjanin til harðskap móti kvinnum.
Serfrøðingar heita tí á sosialar miðlafyritøkur um at vísa størri ábyrgd og fáa meira tamarhald á og minka um hetta rákið, tí tað hevur so djúpt árin á sálarligu heilsuna og á sosialu atferðina hjá ungum [3]. Men tað er í síðsta enda eisini upp til okkum, samfelagsborgarar, at stríðast ímóti hesum retorikki og forða honum í at fáa fastatøkur.
Kvinnur troyttar av óempatiskum monnum
Kvinnuhatska rákið hevur m.a. ført við sær, at nógvar kvinnur tíverri ikki kenna seg serliga tryggar við menn. Sambært hagtølum tykjast tær hava góðar orsøkir til tess, tí 99 prosent av øllum neyðtøkum verða framdar av monnum, og millum triðja og fjórða hvør kvinna upplivir kynsligan ágang ella harðskap frá monnum [4]. Hetta er heilt í samsvari við seinasta virala fyribrigdið, har kvinnur blivu spurdar, hvørjum tær heldur vildu møta í einum myrkum skógi: einum manni ella einari bjørn, har tær flestu svaraðu: eini bjørn! [5]
Nógvir menn skiltu ikki svarið og vildu ikki vita av tí. Ístaðin fyri at seta seg inn í og royna at skilja, hví kvinnur ræðast menn so illa, østu nógvir menn seg og tóku hetta sum eitt álop á teir persónliga, tí í teirra hugaheimi kundu teir ikki droymt um at leggjast á nakra kvinnu. Teir stemplaðu kvinnurnar sum hysteriskar og ákærdu tær fyri at “hata menn” og bara at vilja “spæla offur”.
Men júst hendan heldur kaldliga og líkasæla reaktiónin váttar bara kvinnurnar í teirra ótta, tí hon vísir greitt, hvussu lítið nógvir menn kenna til, hvussu tað er at vera kvinna í eini mannfólkaverð, hvussu teir síggja mestsum alt bara út frá egnum sjónarhorni, og hvussu kvinnur ikki kunnu vænta av flestum monnum, at teir eru í parti við teimum. Sjálvandi luttaka allir menn ikki í kvinnuhatska rákinum, men alt ov nógvir velja at vera tigandi áskoðarar, sum antin lata eyguni aftur, ella bara hyggja at ágangi móti kvinnum uttan at gera nakað sum helst fyri at steðga áganginum. Harvið góðtaka teir í roynd og veru tað, sum fer fram. [6]
Kvinnur eru troyttar av monnum, sum lítlan ella ongan samhuga vísa við teimum og kveistra burtur ella vísa frá sær verulig prógv um, at kvinnur eru fyri ágangi, mismuni ella kúgan. Tær eru troyttar av monnum, sum beinanvegin fara í verjustøðu og hava lyndi til at halda, at alt snýr seg bara um eina kapping, har tað ræður um at vinna á kvinnum, sjálvt tá tað kemur til, hvør man vera størsta “offurið” fyri hinum kyninum – menn ella kvinnur.
Kvinnur tíma ikki at luttaka í slíkari kapping. Tær vilja bara fegnar, at menn skilja teirra støðu og hava samhuga við teimum. Men tað tykist at vera sera torført at fáa hendan samhugan, serliga tá mótparturin kennir seg hóttan upp á sítt kyn av kærum frá kvinnum um menn. Teir flestu halda jú ikki, at teir persónliga gera nakran mismun, og kenna seg tí órættvíst ákærdar, hóast kærurnar ikki snúgva seg um teir persónliga. Tað er strævið, tá menn síggja viðurskifti teirra við kvinnur á henda hátt, har teir fara í verjustøðu heldur enn at vera opnir fyri at tosa um tað, tí ein slík reaktión fær fólk til at lata seg aftur heldur enn at samskifta og royna at skilja hvønn annan. Tað setur seg sum ein kíla millum kynini.
Ógvisligt kvinnuhatur fær kvinnur til at steingja menn úti
Nógv verður tosað í miðlunum um, at alt fleiri kvinnur velja parlagið frá og vilja heldur vera stakar. Nýliga er áhugin fyri tí, sum suðurkoreanska 4B-rørslan ger, nógv øktur. 4B er ein stytting fyri tey fýra koreansku orðini ‘bihon’, ‘bichulsan’, ‘biyeonae’ og ‘bisekseu’, sum merkja ‘einki hjúnalag’, ‘eingin barnsburður’, ‘eingi stevnumøti’ og ‘eingin samlega við menn’. Ashli Pollard, ein 36 ára gomul kvinna úr St. Louis, segði soleiðis við CNN: “Vit hava tillagað okkum og biddað um tryggleika frá monnum og gjørt alt tað, vit eru bidnar um at gera, og kortini hata teir okkum enn”. Tessvegna hava hon og aðrar kvinnur gjørt av at taka frástøðu frá monnum, til menn hava broytt sína atferð. Um hendan rørslan fær breiða undirtøku, er enn óvist.[7]
Tað er tó ein sannroynd, at fleiri og fleiri fólk búgva einsamøll. Harumframt fáa færri og færri fólk børn. Hagtølini staðfesta hetta [8], og politikarar eru stúrnir fyri samfelagsgongdini, um ov fá børn verða fødd, og ov nógv húski bara hava eitt fólk. Hesi viðurskifti tykjast at ávirka menn meira, sum at síggja til hava verri við at klára lívið sum stakir enn kvinnur. Talið av sjálvmorðum millum menn er munandi størri enn millum kvinnur, og tað gevur orsøk til stúran, at talið er vaksandi.
Hetta reisir spurningin, um verandi støða hevur okkurt at gera við, hvussu kynsleiklutirnir spakuliga hava broytt seg seinastu hundrað árini. Ja, tað hevur heilt vist nakað við tað at gera, men ikki heilt sum vit kanska ímynda okkum. Nógv skjóta skyldina fyri trupulleikarnar á framvøksturin av feminismuni og halda, at tað eru feministarnir, sum hava elvt til sundurlyndið millum kynini. Feministar møta rúkandi mótstøðu og uppliva í løtuni óvanliga ógvisligt kvinnuhatur, rættað beinleiðis móti teimum. Men tað er at venda skjútsinum skeivan veg.
Kvinnukúgan fyrr og nú
Trupulleikin er ikki stríðið hjá feministunum fyri javnrættindum. Trupulleikin hevur altíð verið og er enn patriarkatið, sum ikki bara kúgar kvinnur, men eisini menn, og sum ger gjónna millum kvinnur og menn størri til skaða fyri bæði kyn. Eingin fer væl av at annar fer illa. Kortini eru sterkar kreftir eru enn upp á spæl, sum vilja taka rættindi aftur frá kvinnum, sum feministar tey seinastu góðu hundrað árini hava stríðst so hart fyri at útvega kvinnum. Tað eru enntá summi, sum halda, at kvinnur eiga at missa atkvøðurætt sín til demokratiskt val, sum ikki hjálpir upp á longu spentu støðuna millum kynini. Kvinnuhatur er uppi í tíðini og er eyðsýnt.
Í søguligari tíð hava menn fyrst og fremst havt samfelagsliga, politiska og fíggjarliga valdið um nærum allan heim. Tá kvinnurnar fóru at krevja størri avgerðarrætt og meira javnstøðu, bjóðaðu tær soleiðis søguligu valdsviðurskiftunum av, har menn í øldir høvdu havt nógv størri vald enn kvinnur. Ynskið um broytingar elvir ofta til mótstøðu og ósemjur millum tey, ið eru fyri og tey, sum eru ímóti broytingunum, og hetta hevur skapt nógvar spenningar millum kynini, eisini millum kvinnur sjálvar.
Mentanarligar siðvenjur og eintáttaðar kynsfyrimyndir stýra í stóran mun, hvussu hildið verður, at kynini “eiga at” bera seg at, og hvussu kynini hvør sær samskifta. Uppalingin av børnum og ungum ávirkar sjónarmið teirra um kynsleiklutir, meðan miðlarnir ofta styrkja eintáttaðu kynsfyrimyndirnar og tvídráttirnir millum kynini. Ikki minst spæla onnur viðurskifti ein leiklut, t.d. ójavni á arbeiðsmarkanaðinum. Ymisku uppgávurnar og støðurnar hjá monnum og kvinnum í samfelagnum viðvirka eisini til, at kvinnur og menn samskifta á ymiskan hátt, sum aftur førir misskiljingar við sær millum kynini. Manglandi innliving og forstáilsi millum kynini skapar split, eins og kærur um søguligt órættvísi fær viðvarandi spenningarnar millum kynini at halda á. Samstundis spæla viðurskifti inn, sum hava við húðalit og kynsliga sannføring at gera – sonevndur “intersektionalitetur” – og tað ger støðuna enn meira fløkta.
Tað er sum um, at allar hesar ósemjur og allir hesir spenningar millum kynini eru komnir til eitt hæddarpunkt nú, har alt er við at koppa – antin ein veg, sum førir til enn meira sundurlyndi ella ein annan veg, sum førir til, at fólk leita eftir friði og samljóði, tí tey eru móð av at stríðast móti hvørjum øðrum. Um kynini skulu vinna á sínum ósemjum, mugu tey í øllum førum venja seg við at hava meira opið samskifti, lurta eftir hvørjum øðrum og liva seg meira inn í vandamálini hjá hvørjum øðrum, heldur enn at stríðast móti hvørjum øðrum. Menn áttu í roynd og veru at verið takksamir fyri, at kvinnur bara vilja hava javnstøðu og ikki hevnd fyri aldargomlu kúganina, tær hava liðið undir so leingi!
At fara aftur til avoldaðir kynsleiklutir er eingin loysn
Loysnin er avgjørt ikki at fara aftur til eina tíð, har menn livdu góða lívið upp á rokningina hjá kvinnunum, sum máttu ofra sítt frælsi, so menninir kundu fylgja sínum dreymum. Tað hevði so heilt vist ikki fingið kvinnur til at kenna seg tryggari við menn. Nú hava kvinnur í nógvum londum endiliga fingið rættindi, tær ikki høvdu fyrr – so sum valrættt, rætt til at eiga ognir, rætt til at stovna egnar bankakontur, rætt til útbúgving, rætt til at stilla upp til val og røkja politisk embæti og onnur leiðarastørv, rætt til hjúnaskilnað uttan skuld, rætt til abort, rætt til líka løn, osfr. Kvinnur vilja ikki venda aftur til eina tíð, har tær næstan einki vald ella næstan ongan sjálvsavgerðarrætt høvdu, men vóru noyddar at liva einans upp á náði hjá monnunum.
Fyri at tryggja at kvinnur kunnu kenna seg tryggari við menn, má loysnin vera, at vit broyta okkara sjónarhorn enn meira enn higartil, har vit veruliga læra okkum at síggja og virða øll menniskju sum javnlík – og ikki einans sum amboð, ið bara eru til fyri at nøkta okkara egna tørv – og at vit tryggja, at øll fáa ein rímiligan kjans, umframt stuðul til at fylgja sínum dreymum uttan at skula ofra seg sjálvi fullkomiliga fyri onnur, fyri at onnur skulu eydnast. At fáa børn krevur offur, ja, men tað eigur at bera til at býta ábyrgdina fyri trivnaðin hjá børnunum ímillum sín, so hon ikki næstan bara hvílur á øðrum partinum.
Hvat annað er neyðugt fyri at fremja meira javnstøðu og fyri at økja um álitið millum menn og kvinnur? Tað er t.d. ikki gagnligt fyri nakran at vera afturlatin og avvísandi. Øll hava gagn av tí, tá fólk eru opin, duga væl at orða seg um sínar kenslur og hava vilja til at læra. Øll hava brúk fyri, at onnur lurta væl eftir teimum, og at fáa kenslur sínar viðurkendar av øðrum, heldur enn at fólk beinanvegin koma við loysnum. Øll hava tørv á at verða stuðlað og skilt, serliga í truplum tíðum. Hetta eru grundtreytir, sum kunnu bjarga nógvum parløgum, men tað má ganga báðar vegir fyri at virka, og ikki bara ein veg. Eitthvørt parlag hevur eisini gagn av einum meira rættvísum býti av húsligum arbeiði – og at enda, men ikki minst: Eingin hevur brúk fyri, at onnur eru sexistisk! Tey, sum enn ikki hava lært hendan týdningarmikla lívslærdóm, áttu at verið sett aftur á skúlabeinkin fyri at læra seg hesi tingini. Annars standa vit bara í stað og koma ikki víðari.
Hava menn uppiborið fleiri fyrimunir enn kvinnur?
Summir menn, ið hava fingið eina siðbundna uppaling, halda, at av tí at teir arbeiða úti, veita hægstu inntøkuna til húsarhaldið og forsyrgja familjuni, so eiga teir at hava serlig rættindi, so sum at sleppa undan flestum húsligum skyldum. Hesa ábyrgd, halda teir, kvinnurnar mugu taka sær av, eisini hóast flestar kvinnur í dag eisini arbeiða og forvinna pengar til húsarhaldið. Kortini halda hesir menn seg onkursvegna at vera hevjaðir yvir hetta og vænta enn av kvinnunum, at tær taka sær av tí mesta heima – av umsorgan fyri børnunum, av gomlum foreldrum, ja, enntá av trivnaðinum hjá monnunum sjálvum. Teir bera seg at, sum um teir hava uppiborið fleiri fyrimunir enn kvinnurnar. Teir vilja ikki viðurkenna, at tað ikki longur er nóg mikið bara at arbeiða og tjena pengar, í øllum førum ikki sæð frá kvinnunar sjónarhorni. Tað er tí kanska ikki løgið, hví so nógvar kvinnur í dag illa orka at vera saman við monnum.
Menninir undrast: Hava teir kanska ikki gjørt sín part? Hvussu kunnu kvinnur loyva sær tann frekleika at vísa Guds gávu til kvinnuna frá sær? Menn kunnu fáa stikni til – ella enntá hata – kvinnur, tá tær vísa seg ikki at vilja elska teir treytaleyst. At har fylgja krøv við. At tær hava tørv á, at menninir gera meira fyri, at tær kunna kenna seg elskaðar og kenna seg tryggari. Í eygunum á siðbundnu monnunum er hetta óhoyrt. Tað tykist meiningsleyst og rætt og slætt bara sum ‘manglandi virðing’ at biðja um slíkt – og hevndin fyri hesa ‘synd’ kann vera hørð. Men í veruleikanum eru tað menninir sjálvir, sum mangla virðing fyri kvinnum við ikki at viðurkenna tær sum javnsett, sjálvstøðug menniskju við egnari tráan og egnum málum, og við ikki at síggja, virða ella afturløna tað nógva ólønta arbeiðið kvinnur gera í heiminum til teirra felags besta, og ikki at stuðla tær og vísa vilja til at býta uppgávurnar meira javnt og rættvíst millum sín.
Í eygunum á hesum monnunum áttu kvinnur at verið nøgdar við bara at vera góðar húsmøður, sum taka sær væl av heiminum og børnunum. Tær skulu helst bara vera heima og ikki fara út at stuttleika sær, so eingin vandi er fyri, at tær finna út av, at grasið kanska er grønari aðrastaðni. Meðan summar kvinnur kanska halda, at tankin um eina tilveru sum heimagangandi húsmóður virkar lokkandi, er hetta er ikki ein lívsstílur flestar kvinnur stremba eftir at hava í dag, ikki so frætt sum parttíð. Tað er ein veruleiki, summir menn tykjast at hava ilt við at góðtaka.
Nógvir menn frávarpa sína sjálvsvanvirðing og niðurbundnu vreiði á kvinnur
Í staðin fyri at viðurkenna hetta og laga seg eftir tí, gerast hesir menn ofta vreiðir inn á kvinnur, teir ikki kunnu stýra, og halda, at loysnin er bakka aftureftir og at taka enn meira ræði á kvinnum. Tað er, sum um teir síggja kvinnur sum børn, ið bara skulu uppalast og setast upp á pláss – sum um teir halda, at við at tvinga kvinnur til undirbrotligheit, kunnu teir onkursvegna fáa kvinnurnar til geva teimum tað, teir vilja hava. Onkur maður kann á henda hátt kanska fáa onkra kvinnu til at geva sær okkurt, ið líkist kærleika og umsorgan, ja, sjálvt sex, men hvussu ektaður er hesin “kærleiki” í veruleikanum, um hann bara er rótfestur í ótta, og kvinnan kanska kennir, at hon einki annað val hevur?
Menn, sum royna at taka ræðið á kvinnum á henda hátt, eru ofta menn, sum innast inni kenna seg nógv meira undirlegnar, enn teir nakrantíð tora at viðganga, ikki so frætt sum fyri sær sjálvum, og sum tí – fyri at viga upp í móti manglandi sjálvsvirðingini – hava eina risa trongd til at spæla leiklutin sum “sterki, ráðaríki, mansligi maðurin”, sum øll eiga at hávirða og tæna, so hann kann kenna seg týdningarmiklan.
Í veruleikanum hava slíkir menn ofta lítið sjálvsvirði og eru sannlíkt fyltir av sjálvshatrið, sum teir frávarpa yvir á kvinnur. Tað er rættiliga ræðandi at síggja, hvussu djúpt summir menn í roynd og veru hata kvinnur, sum ikki kunnu ella ikki vilja vera stuðulshjól fyri maskulinitetin hjá teimum og ikki vilja spæla leiklutin sum tænandi hjálparfólk teirra, og hvussu langt hesir menn vilja fara fyri at fáa kvinnur til at akta og spæla hendan leiklut, uttan at hava nakra ætlan um nakrantíð at afturløna tænastuna. Heldur hin vegin royna teir alt fyri at gera lív hennara meira tvørligt – t.d. gjøgnum manipulering, skamman og tað, sum verri er, hóttanir og kropsliga revsing.
Ungar kvinnur við lágari sjálvsvirðing eru rætta málið fyri kvinnuhatskar menn
Slíkir menn leita sær ofta til undirbrotligar, ósjálvstøðugar kvinnur, sum trúgva monnunum, tá teir siga, at tær einki eru verdar uttan teir – tvs. kvinnur, sum lætt gerast ræddar og skjótt missa sjálvsálitið. Hesar kvinnur líða eisini undir at hava lágt sjálvsvirði og internalisera soleiðis hatið hjá hesum monnum, har tær gera tað, ið tykist at vera tað lættasta í støðuni, nevniliga at tillaga seg til mansins tørv av ótta fyri avleiðingunum, um tær ikki gera tað [9]. Tær óttast kanska fyri hansara vreiði, ella kanska at vera sviknar, ikki at megna at klára seg sjálvar og harvið enda við at vera púra einsamallar.
Tvørt at siga verða nakrar av teimum so manipuleraðar og heilavaskaðar, at tær enda við at spæla við uppá kvinnuhatrið hjá monnunum, har tær siga seg elska, at maðurin stýrir, og standa fast uppá, at tær ikki orka fyri sínum meðsystrum, ið nokta at spæla sama kynsleiklut sum tær. Sannlíkt óvitandi um, at orsøkin til, at tær hava tað so, er, tí mótviljin hjá øðrum kvinnum móti at gera tað, tær sjálvar gera, bara avdúkar, hvussu ósjálvstøðugar, tær sjálvar eru, og ta álvarsligu trælakendu støðuna, tær í roynd og veru eru í, har tær finna seg í mansins fullkomna yvirvaldi – eitt slav av Stockholm-syndromi – ið ikki er nøkur vøkur sjón, tær tora at konfrontera seg sjálvar við.
Mong dømi eru um ungar gentur, sum tíverri enda í ósunnum parløgum við sera ráðaríkum partnarum og enda við at vera púrasta niðurundirkomnar av áralangum nyttuleysum royndum at toknast einum partnara, sum sannlíkt ongantíð gerst nøgdur, tí ein persónur, sum ikki elskar seg sjálvan, er ikki førur fyri at elska nakran annan, og fer altíð at vera ónøgdur. Nústani tá geva nógvar upp og leita sær úr parlagnum, tá tær finna út av, at tær hava spilt nógv ár upp á at gjalda ein sera høgan prís fyri einki.
Hví so nógvar kvinnur vilja skiljast
Veruligur kærleiki brýtur ikki fólk niður, men byggir tey upp. Kærleiki kann ikki tvingast fram við at noyða fólk við valdi, eftirliti, hóttanum ella bundinskapi. Kærleiki kann bara yvirliva, um kærleikin gongur báðar vegir og setir báðar partar fríar til at vera autentiskir, uttan at nakar av teimum noyðist at broyta seg grundleggjandi bara fyri at tekkjast hinum. Eina tíð kunnu summir menn helst billa summum kvinnum inn, at tær eru undirlegnar og ræða tær til at halda, at tær ikki kunnu liva uttan menn. Men um ein maður ikki lønar trúfestið aftur, sum hann fær frá eini kvinnu, við at vísa henni virðing og vilja til eisini at nøkta tørv hennara, elvir hetta í longdini til illvilja hjá kvinnuni – eitt agg, sum bara veksur eksponentielt yvir tíð.
Alt fleiri kvinnur finna seg ikki longur í slíkari viðferð. Ikki í longdini, og nógvar heldur ikki í stytri tíð. Tí síggja vit, at tað eru kvinnur, sum taka stig til flestu hjúnarskilnaðir[10], uttan iva tí tær gerast bara alt meira forsyndaðar inn á menn, sum ikki virða tær og ikki fara við teimum sum javnlíkar. Um menninir ikki geva tørvunum og rímiligu krøvunum hjá kvinnunum ans um javna ábyrgd í parlagnum, rýma tær fyrr ella seinni frá hesum monnum, har nógvir sita eftir ofta uttan at ána, hvat rakti teir – og hví – tí teir hava jú bara verið soleiðis, sum teir eru uppdrignir til at vera sum menn, og sum samfelagið hevur sagt teimum, at menn skulu vera.
Kvinnur í dag hava skilt, hvussu lítið nógvar av teimum fáa afturfyri at ofra seg fyri at nøkta tørvin hjá monnum. Tær eru deyðatroyttar av tí. Tí fara tær frá teimum monnum, sum ikki virða tær og ikki virðismeta tað, tær hava ofrað. Tær rýma, um tær hava møguleikan fyri tí. Og um tær ikki hava møguleikan fyri at rýma orsaka av fíggjarligum, samfelagsligum og/ella mentanarligum forðingum, fara tær í øllum førum sinnisliga ella andaliga frá monnunum. Tær kølna. Ístaðin leita kvinnurnar eftir veruligum kærleika og virðing aðrastaðni, har tær kunnu finna hetta. Finna tær ikki ein mann, sum elskar og virðir tær sum javnlíkar, vilja tær heldur búgva einsamallar og finna kærleikan, virðingina og forstáilsi teimum tørvar – og hava uppiborið – millum vinir, serliga aðrar kvinnur.
Hungurin eftir valdi ger, at menn missa ómetaliga nógv
Samanhald millum kvinnur er ein sera sterk megi, sum hóttir yvirmaktina hjá monnunum við, at kvinnur rætt og slætt kunnu nokta at fylgja reglunum í patriarkalska spælinum. Tað tykjast menn at óttast so nógv fyri, at teir vilja fara rættiliga langt fyri at seta kvinnurnar upp á pláss. Hetta er orsøkin til, at teir ráðaleysu afghansku menninir nú royna at nokta afghanskum kvinnum sjálvt rættin til at tosa við hvørja aðra, so menninir í grundini kunnu halda kvinnurnar sum trælir teirra. Hetta er eisini orsøkin til, at kvinnur í nógvum londum verða noktaðar vald á egnum kroppi, har patriarkalskar skipanir gera, hvat tær kunnu fyri at avbyrgja kvinnur og gera tær meira bundnar at monnum.
Við ikki at viðurkenna alt tað lønta og ólønta arbeiðið, sum í høvuðsheitum verður gjørt av kvinnum, sum virðismikið arbeiði, ið hevur uppiborið meira fíggjarligt endurgjald, gera patriarkalsku skipanirnar tað møguligt hjá monnum at varðveita og styrkja sítt ræðið yvir kvinnum. Tað er undranarvert, hvussu langt menn vilja fara fyri at varðveita sítt vald og yvirræði, ofta uttan at vera greiðir yvir allar teir møguleikar og alt tað ríkidømi av royndum teir missa í hesi tilgongd.
Halda menn veruliga, at kvinnur fara at elska og hava meira umsorgan fyri teimum, um teir stýra kvinnum meira og ræna nógv av tí frælsi frá teimum, sum teir sjálvir njóta? Sjálvandi gera tær ikki tað. Tað er sera umráðandi, at menn skilja, at kvinnur veruliga ynskja at elska menn, men ikki fyri einhvønn prís – als ikki við fullkomiliga at ofra seg sjálvar. Kvinnur ynskja eisini at vera elskaðar aftur av monnunum. Hetta inniber sjálvsagt, at menn síggja og viðurkenna tær sum heil menniskju við rætti til at menna seg og sínar eginleikar og evni á jøvnum føti við menn, og ikki bara sum tænarar teirra.
Javnstøðustríðið varar so leingi sum tørvur er á tí
Um eitt haldgott grundarlag skal byggjast fyri, at samanhald og ektaður kærleiki kann blóma millum mann og kvinnu, sum heldur kanska alt lívið, so kann hetta ikki røkkast við tvingsli, eftirliti, yvirræði, hóttanum ella ‘gaslighting’. Veruligur kærleiki er einans møguligur, tá fólk veruliga virða hvørt annað sum javnlíkir partar og ikki síggja seg sjálvi sum hvørki yvirlegin ella undirlegin í mun til hin partin, men har bæði taka ábyrgd fyri og veita líka stórt íkast til parlagið, so sum at luttaka í felags skyldum í heiminum og gera mentala arbeiðið, sum er neyðugt fyri at varðveita javnstøðuna og virðingina fyri hvørjum øðrum í parlagnum.
Fyri nógvar menn er tað opinberiliga sera umráðandi at virka so “mansligir” sum gjørligt, sum fyri nógvar er tað sama sum at vera “ráðaríkur” – tvs. trýsta sín vilja ígjøgnum uttan fyrilit fyri, hvat onnur vilja. Nógvir menn halda, at tað er einasti mátin, teir kunnu vinna annara virðing. Men tað er ein misskiljing. Tað ber væl til at vera mansligur og samstundis lurta eftir og vísa virðing fyri kvinnum sum javnsett mennisku, sum eisini hava okkurt at siga.
Ístaðin fyri at vera “ráðaríkur” kanst tú t.d. lurta eftir, hvat kvinnan, tú ert saman við, vil hava, fyri at finna gylta millumvegin og síðani vera “stigtakari”, og á tann hátt tykjast “mansligur”. Um tú varnast, at tit vilja hava heilt ymisk ting, og at tit rætt og slætt ikki hóska saman, so royn ikki at broyta hana við manipulatión og ‘gaslighting’ fyri at fáa bara títt ígjøgnum. Vís henni ístaðin virðing við at vita, um tú kanst linka tíni krøv og gera eina semju, sum báðir partar kunnu liva við. Ella lat hana vera og far og finn tær onkra aðra, sum tú hóskar betri saman við.
Latið okkum staðfesta eina ferð með alla: Maskulinitetur snýr seg ikki um at vera kvinnum yvirlegin, og feminintetur snýr seg ikki um at vera monnum undirlegin. Tað snýr seg rætt og slætt um, at fólk av báðum kynum tora at kennast við seg sjálvi, sum tey nú einaferð eru sum einstaklingar, og at tey fara virðiliga við hvørjum øðrum líkamikið, hvat kynið er. Hetta setir IKKI tín maskulinitet ella femininitet í vága ella minkar um hann á nakran hátt.
So leingi sum nógv fólk ikki vita um ella ikki hava skilt hesi tingini, fara vit at halda fram við at vera vitni til stríð millum kynini, har kvinnur stremba eftir at vera viðurkendar og stríðast fyri teirra rætti til at blíva sæddar og viðfarnar sum javnlíkar við menn, meðan menn royna at taka ræði og seta seg ímóti, at kvinnur taka seg fram og fáa meira avgerðarrætt, í tí trúgv at í samspælinum millum kvinnur og menn kann tað bara vera ein vinnari: menn! Men júst í tí liggur allur trupulleikin. Talan er IKKI um eitt spæl við bara einum vinnara. Allar sannroyndir vísa, at javnstøða millum kynini er til fyrimuns fyri bæði kyn og tí ein win-win støða, vit øll eiga at stremba eftir at røkka.
Lukkutíð finnast nógv góð fyridømi har úti um, at menniskju av báðum kynum saktans kunnu finna javnvágina og liva saman í kærleika, friði og samljóði við djúpari virðing fyri hvørjum øðrum sum heil menniskju. So latið okkum frá nú av vinaliga bara virða hvørt annað sum javnlíkar, takk. Nústani verður friður.
[1] Kelda: https://www.theguardian.com/commentisfree/2024/nov/09/trump-your-body-my-choice
[2] Kelda: https://www.ucl.ac.uk/news/2024/feb/social-media-algorithms-amplify-misogynistic-content-teens
[3] Kelda: https://www.hhs.gov/sites/default/files/sg-youth-mental-health-social-media-advisory.pdf
[4[ Kelda: https://www.humboldt.edu/supporting-survivors/educational-resources/statistics
[5] Kelda: https://en.wikipedia.org/wiki/Man_or_bear
[6] Kelda: https://www.abc.net.au/news/2019-08-02/why-men-struggle-to-link-behaviour-to-gender-equality/11314468
[7] Kelda: https://edition.cnn.com/2024/11/09/us/4b-movement-trump-south-korea-wellness-cec/index.html
[8] Kelda: https://nyheder.tv2.dk/samfund/2020-07-20-nyt-studie-flere-vil-gaa-gennem-livet-uden-at-faa-boern
[9] Kelda: https://digitalcommons.nl.edu/cgi/viewcontent.cgi?article=1485&context=diss
[10] Kelda: https://videnskab.dk/kultur-samfund/hvem-tager-egentlig-initiativet-til-at-afslutte-et-forhold-og-hvorfor/