Gevið fólki ordiliga løn – við pensjón og frítíðarpeningi – fyri at arbeiða heima og passa hús og heim og hava umsorgan fyri børnum og eldri foreldrum. So vilja nógv uttan iva fara heim at gera hetta týdningarmikla arbeiðið, sum jú er so ómetaliga virðismikið fyri samfelagið – ikki minst sambært teimum, ið fegin vilja hava “kvinnurnar aftur til grýturnar”.
Hví skulu fólk, sum kunnu brúka síni góðu evni til so nógv annað, gera hetta umráðandi arbeiðið í heiminum fyri einki og noyðast at liva uppá náði hjá partnaranum? Hvussu virðiligt er tað? Hvussu trygt er tað? Nei, um fólk veruliga meina, at arbeiðið, sum tey heimagangandi gera, er so nógv vert, sum tey siga, jamen, syrgið so bara fyri at geva teimum heimagangandi ordiliga lønarkompensatión! Kundi saktans verið, at onkur maður kundi hugsað sær at verið heimagangandi, um hann fekk ordiliga løn og ikki bleiv happaður fyri tað, ha?
Soleiðis skrivaði eg á facebook herfyri. Eitt av aftursvarunum ljóðaði soleiðis: “Fyri mær sær tað út til, at konan má tjena pengar tí maðurin ger tað. Tí má hon fáa løn fyri at verða heima, ella velja at ikki verða heima, fyri at fáa løn. Tað ljóðar til at koma niður til, at báðir partar skulu tjena pengar. Har hoppi eg eitt sindur av. Um man er eitt toymi, so er tað líkamikið hvør tjenar pengarnar, tí tað eru okkara pengar, og ikki mínir ella tínir.”
Hvat er “rætta” arbeiðsbýtið í einum parlag?
Tað ljóðar mikið gott í teoriini, at eitt par skal vera eitt “toymi”, sum deilist um uppgávurnar – og pengarnar. Tað haldi eg eisini, at eitt par ideelt skal vera/gera, men ikki uppá tann mátan, sum nógv (mest menn) opinberiliga síggja tað, har maðurin arbeiðir úti og tjenar pengarnar, meðan kvinnan arbeiðir heima. So deiliga væl fordellt, ha?
Men um tú ert ein av teimum, sum heldur, at hetta er “rætti” mátin… sært tú ikki vandan við, at annar parturin er bundin at inntøkuni hjá hinum? Sært tú ikki, hvussu órættvíst tað er yvirfyri tí partinum, sum má leggja alt sítt álit á, at tann, sum tjenar pengarnar, ikki brádliga rýmir út parlagnum?
Eg gangi út frá, at tú veist av, at tann, sum tjenar pengarnar, eisini hevur størst fyrimunir, tí viðkomandi jú er tann, sum hevur nógv mestu fíggjarligu trygdina av teimum báðum, ha? Viðkomandi hevur t.d. nógv betri møguleikar til at velja at fara úr parlagnum, um alt ikki er eftir vild, tí viðkomandi er fíggjarliga óbundin at hinum partinum.
Tað luksusið hevur tann parturin ikki, sum gav løn, pensjón og karrieru upp fyri at heilaga sær alla sína tíð til at taka sær av óløntum arbeiði í heiminum hjá teimum báðum. Velur breyðvinnarin at fara, kann hin sita so pen/ur eftir við lítlum og ongum.
Høvdu menn vilja verið fíggjarliga bundnir at konuni?
Jú, tey kunnu gamaní kanska deila ognirnar í helvt, men tann parturin, sum ikki hevur uppbygt sær líka nógvan ansiennitet og royndir á arbeiðsmarknaðinum, hevur ikki møguleika fyri at fara inn aftur á arbeiðsmarknaðin – aftaná kanska 10-15 ár heima uttan lønt arbeiði – at tjena líka nógv, og neyvan nóg mikið til at kunna varðveita livistandardin, hús o.a. og hevur heldur ikki tjent líka nógv upp til sína pensjón sum hin, og er tí oftast tann, sum má uppgeva nógv meir enn hin, um tey skiljast.
Í einum toymi eru partarnir solidariskir við hvønn annan í øllum lutum, men hvussu soldariskt er tað at vænta av bara øðrum partinum, at viðkomandi skal siga so gott sum alla sína fíggjarligu trygd frá sær – í øllum førum væl meira enn hin parturin skal?
Hvussu nógvir menn, heldur tú, høvdu frívilliga viljað sett seg sjálvar í eina so ótrygga støðu fíggjarliga? Lætt nokk at vænta tað av hinum partinum, tá ein sleppur undan at standa í tí støðuni sjálvur, og ikki væntar tað sama av sær sjálvum.
So mikið fyri pena tankan um at vera eitt “toymið”. Kanska var tankin ikki heilt so penur kortini…
Hvussu verða kvinnur og børn fíggjarliga tryggjað?
Eitt er kvinnan og maðurin sínamillum, at tey ikki syrgja nóg væl fyri kvinnuni í teimum innanhýsis avtalunum, tey gera sínamillum, sum tað so pent eitur. Annað er, at ein mamma í dag eisini má tryggja, at børnini hava eitt gott heim, um og tá foreldrini verða skild – sum nærum helvtin av pørunum blíva í dag, so hetta er tann reini veruleiki.
Ein mamma, sum ikki tryggjar seg sjálva, tryggjar heldur ikki børnini við hjúnarskilnaða. Og at satsa uppá, at maðurin letur alt frá sær fyri at børnini kunnu varðveita sítt heim saman við mammuni, riggar verri enn so hvørja ferð. So, hvussu tryggja vit kvinnurnar og børnini við henni? Tað er spurningurin. Tær undan okkum bóðu okkum syrgja fyri at vinna egnan pening, tí tær vildu børnunum tað besta.
Okkara ommur og møður lærdu tað upp á tann harða mátan, at hatta ikki var ein ynskilig støða fyri nakra kvinnu, serliga tá pensjónsaldurin nærkaðist. Tí eru vit nógvar í okkara ættarliði og eitt sindur yngri, sum eru uppfløskaðar við ávaringum um ikki at enda í somu støðu sum tær, men syrgja fyri at tjena okkara egnu pengar og vera fíggjarliga óbundnar.
Tilveran sum heimagangandi romantiserað
Men søgan verður tíverri ofta gloymd. Nú hava vit eitt nýtt ættarlið av ungum kvinnum, sum síggja striðið hjá teirra mammum og ommum við at fáa arbeiðslív og heimalív til at hanga saman, og tað hava tær ikki hug til at endurtaka. Tað er væl skilligt. Men er loysnin at gerast heimagangandi?
Í nógvum – kanska flestum? – førum er orsøkin til ringu støðuna hjá kvinnunum tann, at menninir ikki fylgdu við. Teir luttaka framvegis ikki nóg nógv í arbeiðnum heima fyri at lætta um byrðuna hjá útiarbeiðandi kvinnunum. Nógv størsta ábyrgdin fyri heimið og umsorganina av børnum og gomlum liggur enn á kvinnuni.
So nú eru ungar kvinnur farnar at halda, at tað nokk er best at vera heimagangandi, so ein fær tíð til at taka sær av øllum heima, ístaðin fyri at vænta av monnunum, at teir taka somu ábyrgd sum tær á heimafrontinum, um bæði eri úti og arbeiða fyri at tjena pengar.
Eg vóni ikki, at tær – eins og møður og ommur okkara – ein dag, tá parlagið kanska ikki heldur meir, og tær eru blivnar ov gamlar til at náa at spara nokk upp til pensjón, vakna við kaldan dreym. Eg vóni ikki fyri tær, at tann dagur kemur, at fátækdømi rakar tær, har tær fara at spyrja seg sjálvar: Hví søran setti eg meg sjálva í eina so sárbæra støðu? Hygg nú, hvat eg fekk afturfyri at ofra meg sjálva fyri mann, børn og hús…
Mangla solidaritet frá monnunum
Tykist, sum søgan gongur í ring, soleiðis at tær ungu aftur mugu læra tað uppá tann harða mátan – eins og ommur og langommur teirra máttu – áðrenn tær skilja, hvussu umráðandi tað er at tjena egnar pengar og vera fíggjarliga óbundin at manni sínum.
Í næstu ringrásini vóni eg, at menninir eru meira solidariskir við kvinnurnar, enn teir hava verið higartil, tí solidaritetur millum kynini er ein fortreyt fyri javnstøðu. Menninir sita í stóran mun við lyklinum til, at kvinnur veruliga kunnu gerast frígjørdar til at útliva sítt potentiali fult út, eins og teir sjálvir higartil hava havt framíhjárættin til at kunna, av tí at teir høvdu kvinnurnar til at taka sær av øllum heima, sum annars hevði komið í vegin fyri menning og útfoldilsi teirra.
Eg vænti ikki, tað verður lætt at fáa menninar við til at gera arbeiðið, nógvir av teimum halda er kvinnuarbeiði. Fyrr vilja nógvir menn – helst av stúran fyri at virka ómansligir – gera alt, teir kunnu, fyri at lata robottar yvirtaka alt tað neyðuga umsorganararbeiði í samfelagnum, heldur enn at luttaka í tí sjálvir. Kvinnurnar hava neyvan samvitsku til at yvirláta umsorganararbeiðið til robottar. So tær sleppa ikki rættiliga úr stað, og eru fangaðar í, at tær ofta eru noyddar at arbeiða úti, soleiðis sum samfelagið er skrúvað saman nú, samstundis sum tær taka sær av tí mesta av dagliga arbeiðnum í heiminum. Soleiðis sær støðan tíverri út í løtuni í øllum førum.