Elin Brimheim Heinesen

Author's posts

Hví fara kvinnur aftur til menn, sum eru harðligir við tær?

Síggi í Facebook-kjakum í løtuni, at fólk undrast á kvinnur, sum fara aftur til menn, sum hava verið harðligir við tær. Skilagóði sosialráðgevin og brævkassaredaktørurin Tine Bryld – eisini nevnd “Hele Danmarks mor” – segði einaferð um hetta í eini ungdómssending, sum æt P4 på P1 í Danmarks Radio, at hon skilti so avbera væl, …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2018/05/08/hvi-fara-kvinnur-aftur-til-menn-sum-eru-hardligir-vid-taer/

Føroyskar kvinnur tora ikki at trína fram

Eftir Mildrið Jacobsen; Sosialurin, 18. Januar 2018; Evni: #MeToo Føroyskar kvinnur aftra seg við at seta #MeToo frámerkið á sína vangamynd á sosialu miðlunum. Tað er ikki tí, at trupulleikin við kynsligum ágangi er minni í Føroyum enn aðrastaðni, men samfelagið er lítið, og kvinnurnar stúra fyri spurningum og gitingum, og vilja ikki vera sæddar sum …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2018/01/18/foroyskar-kvinnur-tora-ikki-at-trina-fram/

Er #metoo bara humbukk og tvætl?

Eg veit ikki, hvat onnur halda, men sjálv fekk eg næstan morgundrekka í rangastrúpan, tá eg hoyrdi klummuna í útvarpinum í morgun. Klumman gjørdi nógv burtur úr at speireka og lítisgera #metoo rørsluna og láturliggjørdi tær kvinnur, sum hava sett hashtaggið #metoo á vangar sínar á sosialu miðlunum. Klummuskrivarin vildi vera við, at tær flestu av teimum – í …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2017/10/27/er-metoo-bara-humbukk-og-tvaetl/

Er kvinnurørslan fyri bakkasti?

Greinin stóð at lesa í blaðnum Kvinna í februar 2017: Internetið hevur givið kvinnum í dag møguleika fyri at málbera seg uppá óteljandi nýggjar, individuellar mátar. Kvinnur samskifta í ein mun, sum aldrin sæð fyrr. Nýggi veruleikin hevur íbirt tað, vit rópa „fjórðu kvinnurørsluna“, og hevur á mangan hátt styrkt støðuna hjá kvinnum. Men samstundis síggja vit …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2017/03/08/er-kvinnurorslan-fyri-bakkasti/

Hví ein altjóða stríðsdag fyri menn?

Í gjár, tann 19. november, var altjóða mannadagur – ein altjóða stríðsdagur fyri menn. Í tí sambandinum havi eg sæð fólk á Facebook kjakast um, um menn nú hava brúk fyri einum slíkum degi, tí menn “grenja” ikki sum kvinnur… Hmmm, tað veldst um, hvørjum sjónarvinkli ein sær tað frá. Eg haldi, at líka so …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2016/11/20/hvi-ein-altjoda-stridsdag-fyri-menn/

Hví velja vit aggressivar politikarar?

Í 1984 gav Jens Pauli Heinesen eina bók út, sum hann nevndi “Ískoyti til 1984”. Bókin var eitt savn av greinum um “Tann totalitera statin”. Árstalið sipaði til víðagitnu bókina hjá George Orwell “1984” frá 1949 um eina dystopiska framtíð, har “Big Brother Is Watching You” – ein bók, sum á mangan hátt spáar óhugnaliga …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2016/06/10/hvi-velja-vit-aggressivar-politikarar/

Bíligari flogferðaseðlar nú!

So leingi, sum tað er so lutfalsliga dýrt at flyta fólk og farm millum Føroyar og umheimin, verður sera torført at fáa fleiri fólk til Føroya og harvið skapa nóg stórt grundarlag fyri øktum virksemi í landinum. Men økja vit um samferðsluna – t.d. við at bjóða bíligari flogferðaseðlar – setir bara hugflogið markið fyri …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/10/29/biligari-flogferdasedlar-nu/

Syndanna fyrigeving

Pinkuskaldsøga eftir Elina Brimheim Heinesen Innihald Kapittul 1 – Jógvan og familja hansara Kapittul 2 – Jógvan og kenningar hansara Kapittul 3 – Jógvan verður forelskaður Kapittul 4 – Jógvan keypir ein kjóla Kapittul 5 – Jógvan drekkur Katju fulla Kapittul 6 – Jógvan snýtir mammu sína Kapittul 7 – Jógvan hittir Hjalmar Kapittul 8 …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/10/22/syndanna-fyrigeving/

Jaliga støk

Pør – pør – pør! Keðiligt, at síggja tey alla staðni, tá ein er stakur, ha? Tá er skjótt at fara og droyma um at fáa sær sjeik/dámu sum skjótast. Um ikki annað kanst tú troysta teg við, at tíbetur verður tú ikki longur sædd/ur líka so nógv niður á sum stakur/støk, sum fyrr í …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/10/18/jaliga-stok/

“Eg eri ósamdur í tí, tygum siga, men eg vil verja tygara rætt til at siga tað, um eg so skal lata lív fyri tað.”

Fólk hava spurt meg: “Hví hevur tú so nógv ímóti grindalógini? Er tað ikki týdningarmiklari at hava meira fyrilit fyri føroyingum sjálvum, heldur enn at hugsa so nógv um ferðafólk og útlendingar? Hevur tú nakað ímóti, at føroyingar drepa grind ella hvat?” Nei, eg havi einki ímóti grindalógini sum heild. Hetta snýr seg ikki um …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/08/14/eg-eri-osamdur-i-ti-tygum-siga-men-eg-vil-verja-tygara-raett-til-at-siga-tad-um-eg-so-skal-lata-liv-fyri-tad/

Flaggdagsrøða: Felagsskapur fortreyt fyri frælsi og vælferð

Røðan hjá Elini Brimheim Heinesen hildin á Vaglinum í Havn flaggdagin 25. apríl 2015. Hendan útgávan er tann upprunaliga, sum er eitt lítið vet longri enn tann, hildin á Vaglinum, ið var stytt eitt sindur orsaka av nógva regninum. Góðu áhoyrarar, Tá íslendska Altingið helt 1.000 ára føðingardag á Tingvøllum í 1930, var føroyska flaggið …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/04/25/flaggdagsroda-felagsskapur-fortreyt-fyri-fraelsi/

Manglandi sømdir fyri nýhugsan fær fólk at rýma úr Føroyum

Um fólkatalið veruliga skal vaksa, og um føroyingar – serliga teir av kvennkyni – skulu støðast í Føroyum, má arbeiðs- og útbúgvingarmarknaðurin her á landi gerast nógv rúmligari. Vilja vit hava fleiri at venda aftur og geva færri orsøk til at fara, mugu vit hugsa nógv minni siðbundið. Kreativitetur manglar ikki millum føroyingar, men fær …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/04/04/manglandi-somdir-fyri-nyhugsan-faer-folk-at-ryma-ur-foroyum/

Hvør eigur ogn Føroya fólks?

ESSAY: Politiska viðgerðin av fiskivinnunýskipanini hevur sum kunnugt elvt til harðligt kjak um framtíðar umsitingina av náttúrutilfeinginum, av summum rópt “fólksins ogn”. Fólk eru sera ósamd um, hvat kann loysa seg best búskaparliga, og hvat ið er besta loysnin fyri føroyska fólkið. Men hvat býr undir ósemjunum? Ber yvirhøvur til at finna semju um, hvat …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/03/15/hvor-eigur-ogn-foroya-folks/

Stóra pengaspælið

Ein innleiðandi frásøgn um sjálvræði, ognarloysi og grundinntøkutrygd: Eitt ástøði um frælsi sum “heimildin til at nokta’. Eftir Karl Widerquist Stuttur samandráttur Í hesum riti verður ein samanbering gjørd, sum ímyndar ávikavist: (1) at búskapurin er og fer altíð at vera eitt stórt pengaspæl – ein “kasinobúskapur”, og (2) at í verandi samfelagsskipan og í …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/03/04/stora-pengaspaelid/

Sea Shepherd lógin skapar ein fólkaræðisligan og praktiskan trupulleika

Løgtingið vil nú fremja eina lóg, sum skal eitast fyri at gera tað lættari at útihýsa felagsskapum sum Sea Shepherd. Men vit koma ikki av við trupulleikan við at samtykkja eina slíka lóg. Aktivistarnir broyta bara taktikk. Og vit føroyingar fáa bara ein annan álvarsaman trupulleika – ein fólkaræðisligan trupulleika, umframt ein praktiskan, løgfrøðisligan trupulleika. …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2014/12/04/5419/

Maðurin í oyðimørkini

Lat meg siga søguna um mannin í oyðimørkini. Hetta er ein sonn søga. Nei, tvætl, kanska ikki heilt, men kortini. Hetta er ein søga, sum eg fann uppá fyri mongum árum síðani, íblást av einum dreymi, sum eg hevði, har eg ætlaði at gera eina skemtisøgu burturúr, tí tað var ein stuttligur dreymur. Eitt sindur …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2014/06/18/madurin-i-oydimorkini/

Avlurtingarpakkin stig móti avtøku av fólkaræði

Evropeiski dómstólurin ógildaði í gjár ES direktivið um avlurting av ES-borgarum, tí staðfest varð, at direktivið gongur móti grundleggjandi mannarættindum um frið einstaklingsins. Men verandi samgonga í Føroyum letur seg ikki vika av hesi niðurstøðu hjá evropeiska dómstólinum. Nei, samgongupolikkarar halda enn, at tað er alt í fínasta lagi, at myndugleikarnir í Føroyum fáa rætt …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2014/04/09/avlurtingarpakkin-stig-moti-avtoku-av-folkaraedi/

Vit laga okkum til stuttskygni

Eg havi týtt eina grein eftir Lars Pehrson, forstjóra í Merkur Andelskasse, sum stóð at lesa í Information tann 8. juli 2012. Greinin er ongantíð so aktuell sum júst nú. Nokkso tankavekjandi, at sjálvt framstandandi fólk, ið arbeiða innan fíggjargeiran, síggja, hvussu núverandi búskaparskipan førir samfelagið út í óføri, og at tað tí er alneyðugt at hugsa nýtt. …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2014/03/29/vit-laga-okkum-til-stuttskygni/

Eingin tíð til børnini og tey ungu

Apropos klummuna hjá Rudi Helenu Heinesen, sum so dúgliga hevur verið kjakast um í miðlunum, um, hvør hevur høvuðsábyrgdina av børnum – skúlin ella foreldrini. Eg kom í tankar um hesa klummuna, eg skrivaði fyri 12 árum síðani í 2002, sum er ein annar vinkul á eitt sindur sama evni:   12. mars 2002: Eingin …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2014/03/14/eingin-tid-til-bornini-og-tey-ungu/

Nýggjárslyfti: Halda 10 reglur fyri gott samskifti

Eitt gott nýggárslyfti er at lova sær sjálvum at gera sítt besta fyri at vera í betri samljóði við síni nærmastu og sínar kringumstøður í nýggja árinum. Men fyri at kunna vera tað, er neyðugt fyrst at vita, hvat gott samskifti við onnur í grundini er, og so læra seg nakrar grundleggjandi reglur fyri góðum …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/12/31/nyggjarslyfti-halda-10-reglur-fyri-gott-samskifti/