Author's posts
Apr 09 2014
Avlurtingarpakkin stig móti avtøku av fólkaræði
Evropeiski dómstólurin ógildaði í gjár ES direktivið um avlurting av ES-borgarum, tí staðfest varð, at direktivið gongur móti grundleggjandi mannarættindum um frið einstaklingsins. Men verandi samgonga í Føroyum letur seg ikki vika av hesi niðurstøðu hjá evropeiska dómstólinum. Nei, samgongupolikkarar halda enn, at tað er alt í fínasta lagi, at myndugleikarnir í Føroyum fáa rætt …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2014/04/09/avlurtingarpakkin-stig-moti-avtoku-av-folkaraedi/
Mar 29 2014
Vit laga okkum til stuttskygni
Eg havi týtt hendan kronikkin eftir Lars Pehrson, forstjóra í Merkur Andelskasse, til føroyskt og enskt. Greinin kann lesast á donskum her og í Informatión her. Kronikkurin stóð at lesa í Information tann 8. juli 2012 og er ongantíð so aktuellur sum júst nú. Nokkso tankavekjandi, at sjálvt framstandandi fólk, ið arbeiða innan fíggjargeiran, síggja, hvussu núverandi …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2014/03/29/vit-laga-okkum-til-stuttskygni/
Mar 14 2014
Eingin tíð til børnini og tey ungu
Apropos klummuna hjá Rudi Helenu Heinesen, sum so dúgliga hevur verið kjakast um í miðlunum, um, hvør hevur høvuðsábyrgdina av børnum – skúlin ella foreldrini. Eg kom í tankar um hesa klummuna, eg skrivaði fyri 12 árum síðani í 2002, sum er ein annar vinkul á eitt sindur sama evni: 12. mars 2002: Eingin …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2014/03/14/eingin-tid-til-bornini-og-tey-ungu/
Dec 31 2013
Nýggjárslyfti: Halda 10 reglur fyri gott samskifti
Eitt gott nýggárslyfti er at lova sær sjálvum at gera sítt besta fyri at vera í betri samljóði við síni nærmastu og sínar kringumstøður í nýggja árinum. Men fyri at kunna vera tað, er neyðugt fyrst at vita, hvat gott samskifti við onnur í grundini er, og so læra seg nakrar grundleggjandi reglur fyri góðum …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/12/31/nyggjarslyfti-halda-10-reglur-fyri-gott-samskifti/
Dec 05 2013
Skerjir trúarfrælsið at hevja trúgv til lóg
Nú løgtingið skal taka støðu til uppskot um at broyta hjúnabandslógina, so hon framyvir loyvir samkyndum at ganga saman í borgarligt hjúnaband, eru fólk enn einaferð á gosi – eins og hvørja ferð, tá royndir verða gjørdar at víðka um borgarligu rættindini hjá samkyndum. Men hvat er tað rætta hjá løgtinginum at taka atlit at …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/12/05/skerjir-truarfraelsid-at-hevja-trugv-til-log/
Nov 27 2013
Skifta føroyingar ikki kós, gevist eg at verja grindadráp
Hetta er eitt lesarabræv, sum var almannakunngjørt á Portal.fo 25. nov. 2013: Undirritaða man helst vera ein av teimum, sum hevur brúkt einamest tíð og orku uppá at verja føroyska siðin at drepa grind mótvegis álopum frá umheiminum – bæði við at skriva greinir, bloggur og við at kjakast á altjóða netmiðlum um evnið á …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/11/27/skifta-foroyingar-ikki-kos-gevist-eg-at-verja-grindadrap/
Oct 31 2013
Hvussu gera vit samfelagið liviligari fyri kvinnur og onnur fólk?
Hetta er ein roynd at koma við einum konstruktivum ískoyti til kjakið um fólkafráflyting og kvinnuundirskot í Føroyum. Hvussu kann gongdin vendast? Tað er púra greitt, hvør trupulleikin er: So leingi sum vit ikki hava fleiri møguleikar á útbúgvingarøkinum og ikki hava ein meira fjølbroyttan arbeiðsmarknað í Føroyum, kunnu vit ikki vænta annað enn, at …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/10/31/hvussu-gera-vit-samfelagid-liviligari-fyri-kvinnur-og-onnur-folk/
Aug 19 2013
Eitt dámligt og avbjóðandi brand
Elin Brimheim Heinesen ummælir her nýggja brandið av Føroyum sum ferðaland, sum Visit Faroe Islands júst hevur avdúkað: Fyri stuttum varð nýggja brandið fyri Føroyar sum ferðaland avdúkað í Norðurlandahúsinum. Hugskotini og tilfarið, sum Ferðaráðið og lýsingarfyritøkurnar Sansir og Liquidminds løgdu fram, sá sera flott, professionelt og lovandi út. Endiliga kunnu hugskot evnast til á …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/08/19/eitt-damligt-og-avbjodandi-brand/
May 06 2013
Vegurin, sannleikin og lívið
Bræv til dóttur mína um Gud eftir Elina Brimheim Heinesen Mín elskaða dóttir, Meg minnist, at tú einaferð spurdi meg: “Mamma? Ert tú trúgvandi?” Eg hugsaði um, hví tú mundi ivast í tí. Eg havi jú biðið faðirvár við tær gjøgnum allan tín barndóm. Eg havi sungið sálmar við tær. Vit hava ikki gingið nógv …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/05/06/vegurin-sannleikin-og-livid/
Apr 17 2013
Er mentan bara fjas?
Eftir Elina Brimheim Heinesen Ert tú ein av teimum, sum heldur, at mentan bara er nakað uppgjørt fjas, sum tey allarflestu gott kundu verið fyriuttan? Ert tú ein av teimum, sum spyr: “Hvat skulu vit brúka mentan til?” og svarar sjálvur í sama viðfangi: “Vit kunnu ikki liva av mentan!” Ert tú ein av teimum, …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/04/17/er-mentan-bara-fjas/
Feb 06 2013
Hvussu verður Havnin ein rættur BÝUR?
Havnin livir ikki upp til sín leiklut sum ein rættur høvuðsstaður. Ístaðin fyri at vera ein livandi býur við eini yðjandi kjarnu, kann hon best samanberast við eina deydliga sovibygd. Hvussu verður Havnin til ein veruligan orkumiðdepil, sum dregur ung og virkisfús fólk, ið skapa tað lívgevandi virksemið, vit sakna í dag? Her er eitt …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/02/06/hvussu-verdur-havnin-ein-raettur-byur/
Feb 01 2013
Eitt hjartasuff um Feysbukka-atferð
Tað tykist sum um ein óheppin tendensur er við at vinda uppá seg á Facebook, har fólk brúka miðilin til at skelda inn á hetta og hatta við sera negativum og ofta stak illa undirbygdum páhaldum. Streymurin av ónøgdum, østum ella illum viðmerkingum her á Facebook virkar møðandi. Hvat skal tað vera gott fyri? Er …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/02/01/eitt-hjartasuff-um-feysbukka-atferd/
Dec 04 2012
App’ropos Elin Brimheim Heinesen í Góðan Morgun Føroyar
App’ropos Elin Brimheim Heinesen, 4. dec. 2012: Rúni Jákupsson prátar við Elina Brimheim Heinesen, samskiftisráðgeva, sum greiðir frá sínum trimum yndisappum. Trýst HER fyri at lurta – ella tak niður HER. App’ropos var fastur týsdagstáttur í Góðan morgun Føroyar í 2012.
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/12/04/appropos-elin-brimheim-heinesen-i-godan-morgun-foroyar/
Nov 02 2012
Ferðaseðlaprísirnir mugu niður – NÚ!
Bíligari ferðaseðlar til og úr Føroyum er ein ósvitalig treyt fyri at fáa búskaparkurvurnar at venda rætta vegin og fyri at fáa fólkavøkstur í Føroyum aftur. Framtaksemið í landinum kódnar undir núverandi ótolandi umstøðum, sum meira ella minni avbyrgja føroyska fólkið frá umheiminum, bara tí politiska valdið heldur fast í at vilja geva nøkrum fáum …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/11/02/ferdasedlaprisirnir-mugu-nidur-nu/
Oct 22 2012
Jens Pauli Heinesen 80 ár
Hátíðarhald í Norðurlandahúsinum ísv. 80 ára føðingardag Jens Paula Heinesen’s verður mánadagin tann 12. november 2012 Rithøvundurin Jens Pauli Heinesen doyði 19. juli 2011. Í sambandi við, at hann hevði fylt 80 ár tann 12. november í ár, er ætlanin at heiðra høvundan og varpa ljós á skaldaverk hansara við einum hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum á …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/10/22/jens-pauli-heinesen-80-ar/
Sep 29 2012
30 tummilfingrareglur, sum tryggja, at tín verkætlan eydnast
Leiðsla er ein avbjóðandi uppgáva. Her eru nøkur góð ráð til tín, sum annaðhvørt hevur tikið ella fingið leiklutin sum leiðari fyri eina størri verkætlan, og sum kanska ongantíð rætiliga hevur roynt tað áður. Hvørjum skalt tú leggja upp fyri? © Elin Brimheim Heinesen, 2003 VERKÆTLANIN Skil, at tað krevur góða planlegging og góða fyriskipan …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/09/29/30-tummilfingrareglur-sum-tryggja-at-tin-verkaetlan-eydnast/
Sep 24 2012
Vart: Fløtan Fría – eitt friðskjól fyri djór og djóravinir
Har er eingin úrdráttur, tí hetta er ein vardur postur.
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/09/24/flotan-fria-eitt-fridskjol-fyri-djor-og-djoravinir/
Sep 01 2012
Alt livandi livir av øðrum livandi
Alt livandi hevur lívsmegi. Tað er tankavekjandi, hvussu óttin fyri deyðanum, fyri pínu og fyri at koma til skaða er felagsnevnari fyri øll menniskju og djór. Einki vil doyggja, um tað kann sleppa frá tí. Lívsmegi er drívmegin í øllum og gevur viljan til at liva. So løgið tað ljóðar, so er tað tann sama drívmegin, …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/09/01/alt-livandi-livir-av-odrum-livandi/
Aug 23 2012
Málsligt demokrati
Ofta verður sagt “Tvinnir eru kostirnir, og hvørgin er mjúkur”, tá ósemjur ráða og tað – at síggja til – bert eru tvey at velja ímillum. Men noyðist alt nú altíð at vera so knívskorið? Í bólkunum á Facebook, ið snúgva seg um føroyskt mál, fær ein onkuntíð varhugan av, tá sjógvarnir bróta, sum …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/08/23/malsligt-demokrati/
Aug 13 2012
Hvat stremba vit eftir?
Eitt samfelag, har alt verður roknað í pengum, og virði okkara sum menniskju bert verður mett í mun til, hvussu nógv vit megna at forvinna, leggur eitt øgiligt trýst á menniskju. Tá lívið hjá hvørjum einstøkum verður treytað av pengum fyrst og fremst, og pengar verða gjørdir til málið, vit øll skulu stremba eftir, so …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/08/13/hvat-stremba-vit-eftir/






