Eitt dámligt og avbjóðandi brand

Unfiltered_VisitFaroeIslandsElin Brimheim Heinesen ummælir her nýggja brandið av Føroyum sum ferðaland, sum Visit Faroe Islands júst hevur avdúkað:

Fyri stuttum varð nýggja brandið fyri Føroyar sum ferðaland avdúkað í Norðurlandahúsinum. Hugskotini og tilfarið, sum Ferðaráðið og lýsingarfyritøkurnar Sansir og Liquidminds løgdu fram, sá sera flott, professionelt og lovandi út. Endiliga kunnu hugskot evnast til á sannførandi hátt og veruliga koma til sín rætt, tí nú eru umsíðir ressursur til at gjøgnumføra tey. Ein kann bert fegnast um, at nýggja Ferðaráðið hevur fingið betri umstøður at arbeiða undir og eina størri játtan at arbeiða við, soleiðis at tátturin um brandingina av Føroyum sum ferðaland langt um leingi kundi takast upp aftur.

Sera áhugavert er tað, at nýggja ætlanin bendir á eina leið, sum á mangan hátt líkist tí kósini, sum SamVit (fyrrverandi ferða- og útflutningsráðið, sum varð stovnað í 2007 og niðurlagt í 2009) gjørdi eina roynd at seta út í kortið fyri fimm árum síðani, tá National Geographic Traveler júst hevði kosið Føroyar sum mest autentiska og óspilta oyggjasamfelag í heiminum. Ein fyrimunarlig støða, Føroyar fingu forerandi uttanífrá, sum í sjálvum sær var ein fantastisk marknaðarføring av Føroyum, og sum Føroyar enn njóta gott av í dag. SamVit hevði bara ikki ta fíggjarligu orkuna til at seta størri tiltøk í verk ella ta politisku undirtøkuna, sum Ferðaráðið í dag tíbetur endiliga tykist hava fingið.

MARKNAÐARFØRING VIRKAR IKKI BEINANVEG
Hóast øgiligt politiskt rumbul hevur verið kring almennu umsitingina av ferðavinnuni og marknaðarføringini av Føroyum, umframt at ein heimsumfatandi kreppa hevur leikað hesi árini, so er føroyska ferðavinnan kortini ikki minkað í vavið. Heldur tvørturímóti. Ferðavinnan stendur í vøkstri, tó at vinnan og politiska skipanin kundi ynskt, at tað gekk skjótari.

Spurningurin er, um økta játtanin og nýggja ætlanin, sum nú er løgd fram, fer at geva skjótari úrslit, enn marknaðarføringin higartil hevur givið. Tey, ið hava fingist nógv við marknaðarføring, vita, at “inkubatiónstíðin” kann vera rættiliga long, serliga tá tað kemur til ferðavinnu – ikki minst tá vit tosa um eitt lutvíst fjart og dýrt ferðamál sum Føroyar. Frá tí, at fólk fáa hugskotið um at vitja eitt land sum Føroyar, til tey so veruliga taka stigið at fara, kann taka ár. Tí síggjast úrslitini av marknaðarføringsherferðum fyri ferðavinnumál kanska ikki altíð beinanvegin. Hetta má takast við í døminingi av marknaðarføringsarbeiðnum hjá nýggja Ferðaráðnum.

TÍÐIN IKKI BÚGVIN TIL BRANDIÐ FYRR ENN NÚ
Tað, at nýggja Ferðaráðið nú er komið til samanberiligar niðurstøður, sum SamVit kom til fyri fimm árum síðani, um, hvat man vera úrslitabesta marknaðarføringin av Føroyum – nú bert staðfest við umfatandi kanningum – er kanska ikki so løgið, tí sum nevnt var í framløguni í morgun, so eru tað tey somu lýsingarorðini, sum venda aftur og aftur, tá útlendingar royna at lýsa Føroyar sum ferðaland. Orðingar, sum eisini tá gingu aftur – t.d. í lýsingini hjá National Geographic Traveler av Føroyum í 2007.

Gamla Ferðaráðið og SamVit arbeiddu tí – eins og núverandi Ferðaráð – við ætlanum um í stóran mun at byggja marknaðarføringina á júst ímyndina hjá útlendingum av Føroyum. Ein heildarætlan bleiv tó ongantíð rættiliga sett í verk, tí SamVit hevði ikki undirtøkuna, hvørki í vinnuni ella politiskt, sum skuldi til fyri at taka neyðugu stigini til at gjøgnumføra eina líkinda yvirskipaða marknaðarføring.

Tíðin var ikki búgvin til tað, tí tá høvdu fólk í vinnuni sera ymiskar fatanir av, hvussu Føroyar skuldu marknaðarførast, og SamVit var í mongum førum rættiliga ósamt við vinnuna um, hvussu hetta kundi gerast best.

IKKI NÝTT, MEN KORTINI SPENNANDI
Men tíðin er kanska búgvin nú, tí nú tykist endiliga hol at vera komið á. Tað sæst, at økta játtanin hevur gjørt góðan mun, tí her er væl komið burturúr. Úrslitið tykist við fyrsta eygna bragd at vera sannførandi. Og tað tykist sum um, at vinnan og politiska skipanin hevur flutt seg, soleiðis at tey, sum fyrr mutaðu ímóti ella bara vóru líkaglað, eru nú meira jalig í mun til at samstarva, enn tey vóru tá. Hetta gevur eitt nógv betri útgangsstøði fyri at kunna grundfesta ætlanina.

Heildarinntrykkið av ætlanini er, at hóast her ikki er so øgiliga nógv nýtt undir sólini, so er yvirskipaða brandið, sum stendur ferðavinnuni í boði nú at brúka í marknaðarføringini av Føroyum framyvir, kortini sera spennandi. Ætlanin er meira umfatandi og meira gjøgnumførd enn nøkur ætlan, sum fyrr hevur verið, tí her er væl meira av peningi at arbeiða við. Ein kann bert vóna, at hendan marknaðarføringin tí eisini fer at roynast betri, enn marknaðarføringin hevur gjørt higartil.

BÚMERKIÐ LETUR UPP
Hvat ítøkiligt er so at siga um ymisku tættirnar í ætlanini? Jú, búmerkið er sera snøgt. Tað er formað sum ein spiralur, ið bæði kann minna um eitt veðrahøvd við hornum, um aldubrot og brim og um ein dansiring, men eisini um fraktalar. Spiralformurin gevur tankar um fraktalskar snúningar inn í ein óendaligan heim, har nýggjar detaljur og løg verða avdúkað allatíðina, jú longur inn, tú kemur. Soleiðis eru Føroyar á mangan hátt – sum ein heilt nýggjur heimur, ið letur seg meira og meira upp, jú longur tú fert inn í hann.

EITT LÍTIÐ ORÐ VIÐ STÓRUM ÁRINI
Eisini er hugskotið um at brúka “un-” sum gjøgnumgangandi forstavilsi í orðum, sum verða brúkt í marknaðarføringini eitt nokkso spennandi hugskot – kanska tí, at hetta “un-” skurrar eitt lítið sindur í fyrstu atløgu. Men hin vegin er tað júst av somu orsøk, at ein bítur serliga merki í tað.

Onkur kann helst lættliga finna neilig orð at seta aftanfyri forstavilsi “un-” og so gera gjøldur við tí. Sjálv haldi eg heldur ikki, at øll lýsingarorðini við “un-” frammanfyri, sum vórðu brúkt í framløguni at lýsa Føroyar við, svara heilt til veruleikan (tað vendi eg aftur til). Men hin vegin…. bert at brúka púra jalig fagnaðarorð í marknaðarføringini er heldur ikki sannførandi. Verður hetta hugskotið við “un-” brúkt á ein kreativan og beinraknan hátt í sambandi við myndir, sum stuðla væl undir meiningina, so kann henda marknaðarføringsfinkan helst vekja tann ans, sum ætlað.

VISUELLA BRANDIÐ SANSALIGT OG RØRANDI
Visuelli parturin av brandingini, sum teknar Føroysku náttúruna í eini eitt sindur øðrvísi útgávu enn vanligt er at síggja, er kanska tað besta av øllum. Myndin samsvarar væl við altjóða rákið, ið dyrkar tað ráa, óspilta, ótilvirkaða, sum eitt mótrák móti einum heimi, sum verður alt meira tilgjørdur ella kunstigur.

Her tykist føroyski hugburðurðin at hava flutt seg nógv seinastu árini, frá at ein bara vísti postkortkendar glansmyndir av Føroyum, til at vísa eina meira fjølbroytta og ærliga mynd av Føroyum, har tann sansaliga upplivingin av landinum er sett í miðdepilin. Hetta var júst nakað, sum SamVit metti vera týdningarmikið at fáa fram í marknaðarføringini – við góðari grund, tí vit hoyra tað jú aftur og aftur frá útlendingum, hvussu sansaligt, tey uppliva tað at vera í Føroyum. Hvussu livandi tey kenna seg her. Men undirtøka var ikki fyri tí tá.

Stemningsfilmurin, sum varð vístur til framløguna, og sum nú er farin í umferð á Facebook og aðrastaðni, er serstakliga sansaligur – og tað tyktist eisini sum, at hann veruliga rørdi áskoðarafjøldina í Norðurlandahúsinum heilt inn at hjartanum. Hetta er ein sera árinamikil filmur, har myndir, ljóð og tónleikur ganga upp í eina hægri eind, og sum eg ikki ivist í, fer at vera nógv sæddur og deildur á sosialum miðum og aðrastaðni.

NÁTTURAN STØRSTU ATDRÁTTARMEGINA
Sjálv meti eg hetta, at vit hava eina náttúru, sum í serstakliga stóran mun bjóðar øllum sansum av, at vera eina av teimum størstu styrkjunum vit hava at vísa á í Føroyum sum brand – kanska ikki so nógv fyri føroyingar sjálvar, ið ikki tykjast síggja skógina fyri berum trøum. Tá ein býr mitt í rokanum, gerst ein jú ofta blindur fyri tí, sum liggur beint fyri. Men tey, sum hava arbeitt við ferðavinnu, hava jú óteljandi ferðir hoyrt útlendingar hevja fram júst hetta sum nakað av tí mest hugtakandi við Føroyum, og sum ger føroysku náttúruna so sterka og minniliga í hugaheiminum hjá fólki.

Tað er júst í náttúru okkara, at eitt risa potentiali býr. Brandið hjá Visit Faroe Islands sær út til at taka nógv atlit at hesum. Úrslitini av kanningunum, ið eru gjørdar í sambandi við hesa verkætlan, vísa jú eisini, at náttúran er størsta atdráttarmegin, Føroyar hava – og at hon eisini er tað, sum fólk njóta mest, sum vitja her. So hetta má sjálvandi vera við sum ein stórur partur av visuella brandinum av Føroyum.

BRANDIÐ SKAPAR SERLIGAR AVBJÓÐINGAR
Men sjálvandi skal nýggja brandið standa sína roynd, áðrenn til ber at siga endaliga, um hetta er heilt rætta brandið í marknaðarføringini av Føroyum. Nógvar avbjóðingar liggja eisini í at velja júst hendan mátan at marknaðarføra Føroyar. Støða má takast til, hvussu ein ætlar sær at møta hesum avbjóðingum, sum SamVit eisini møtti í sínari tíð.

Her saknaði eg kanska, at tað í framløguni bleiv nevnt, hvørjar hesar avbjóðingar møguliga eru, og kanska nakrar tankar um, hvussu ein ætlar sær at møta avbjóðingunum. Men eg kann so nevna okkurt rættiliga týðandi dømi sjálv.

Eitt er, hvat útlendingar síggja – ella fegnir vilja síggja – Føroyar sum. Eitt annað er, hvat føroyingar sjálvir fata seg og sítt land sum. Eitt triðja er, hvat Føroyar kanska veruliga er. Hongur alt hetta saman?

ÚTLENDINGAR OG FØROYINGAR YMSA FATAN
Nógvir útlendingar tykjast hava brúk fyri dreyminum um tað óspilta landið, tey kunnu leita sær til – burtur frá heimsins ýðjandi larmi og dálkan. Á skræðuni eru Føroyar ein næstan sjálvsagdur kandidatur til at uppfylla júst hesa dreymamynd. Fjarskotið, loyndarfult og kanska eitt sindur tilafturskomið. Útlendingar leggja merki til nátturuna og tað autentiska, gamla, siðbundna, ið enn er til í ávísan mun her á kørgu klettunum. Hetta er so øðrvísi enn tað, tey kenna til. Men hvussu nógv samkenna føroyingar sjálvir seg við hesa ímyndina?

Vilja føroyingar ikki helst síggja seg sjálvar sum modernaðar alheimsborgarar? Hvussu hava føroyingar tað við at vera lýstir sum eitt slag av statistum í einum antropologiskum museum? Og hvussu kunnu tvær so ymiskar ímyndir fáast til at sampakka? Hetta verður ein noyddur onkusvegna at taka tilvitaða støðu til.

LIVA VIT UPP TIL BRANDIÐ?
Hvussu óspiltar eru Føroyar í veruleikanum? Føroyar tykjast vera reinar og óspiltar fyri mong, sum vitja her. Ella í øllum førum reinari og óspiltari enn so nógv onnur lond. Men tíverri er tað eisini ein sannroynd, at føroyingar eru tað mest dálkandi fólkið í heiminum, tá tað t.d. kemur til Co2 útlát pr. íbúgva. Kunnu vit veruliga liva upp til ímyndina um at vera so rein og so óspilt? Eru vit veruliga so ósek?

Vit taka tíverri ikki nógv atlit at okkara egnu náttúru, nógv av okkum. Ikki sær altíð líka vakurt út ymsastaðni í náttúru okkara, tí føroyingar eru nøkur svín at blaka alt møguligt burturkast frá sær alla staðni. Haraftrat er náttúran nógva staðni niðurpínd av ov nógvum áseyði.

Heitur matur, sum fæst til keyps kring landið, um nakar heitur matur fæst yvirhøvur, er mest grill matur. Langt er millum tær vistfrøðiligu vørurnar á handilshillunum – og tær, sum eru, eru haraftrat so dýrar, at tær næstan ikki eru keypandi.

Føroyingar eru í løtuni heldur ikki kendir úti í heimi, sum teir, ið fara best um náttúrutilfeingið – bæði tá hugsað verður um grind, makrel og sild (uttan annars at fara inn í, um hetta nú veruliga er rætt ella ikki. Her verður bert hugsað um, hvussu útlendingar síggja tað).

BRANDIÐ MÁ IKKI VERA EIN FØLSK ÍMYND
Hvat gera vit, tá fólk vísa á, at vit eru alt annað enn óspilt? Og tá vit møta atfinningum um, at vit ikki liva upp til ímyndina, vit ‘selja’ okkum uppá? Hvussu svarar okkara egna sjálvsmynd til veruleikan? Og hvussu fáa vit veruleikan til at svara til sjálvsmyndina? Hetta eru viðkomandi spurningar, ein er noyddur at seta sær.

Skal eitt brand veruliga virka og gera tilætlaða munin, so má tað grundfestast alla staðni í samfelagnum. Skal ímyndin – t.d. um einar óspiltar Føroyar – grundfestast, so er stóra avbjóðingin at fáa fólk sum heild at taka undir við hesi ímynd, so tey eisini kunnu miðla tað úteftir. Allir føroyingar eru so ella so ambassadørar fyri sítt egna land. Hvør einasti føroyingur má tí kunna samkenna seg við ímyndina fyri at kunna gerast talsfólk fyri hana.

Tí má brandið helst ikki vera ein følsk ímynd. Tað má vera ein ímynd, ið fólk kunnu liva eftir og vísa í verki. Annars kann brandingin ella marknaðarføringin av Føroyum sum hetta óspilta, reina landið, skjótt gerast innantóm – uttan veruligt innihald, og tað kann koma aftur í gráum kálvsskinni, um ímyndin ikki er sonn.

Spurningurin er her, um føroyingar ynskja at gera hesa ímynd sanna, so brandið samsvarar við veruleikan.

STUÐLAR VINNAN BRANDINUM?
Í fyrstu atløgu haldi eg tó, at tað er eydnast hjá Ferðaráðnum og samstarvspørtum tess, at leggja fram eitt rættiliga dámligt brand av Føroyum, sum nógv fólk beinanvegin gjørdust sera hugtikin av – har ímillum eisini undirritaða. Ímyndin av Føroyum, sum lýst varð, er ein ímynd, nógv uttan iva beinanvegin kunnu taka undir við, tí tað helst er soleiðis, rættiliga nógvir føroyingar kanska fegnir vilja vera.

Nú er so eftir veruliga at VERA tað, sum vit fegin vilja síggja út sum – og ikki bara lata sum um. Tað krevur nakað av okkum, sjálvandi. Tað krevur, at vit umhugsa, hvussu alt samfelagið kann koma til at stuðla uppundir hesa ímynd. Og at vit gera nakað við tað, sum IKKI stuðlar uppundir hesa ímynd.

Men vil politiska skipanin og vinnan veruliga vera við til at skapa hetta reina, óspilta, burðardygga samfelagið, sum brandið og marknaðarføringin leggur upp til, at Føroyar skal vera? Hvussu sampakkar hetta við veruleikan ella áhugan hjá fiski- og alivinnuni, hjá oljuvinnuni, bankavinnuni, handilsvinnuni og hjá øðrum vinnum? Gongur tað kanska ímóti ynskjunum hjá øllum teimum, sum vilja hava Føroyar at vera eitt moderna og nógv meira nútíðarligt samfelag?

Tað er stóri spurningurin. Tíðin má vísa, hvørja leið fólk velja at ganga – og hvussu valið hjá fólki fer at ávirka ferðavinnuna og marknaðarføringina av henni framyvir.

MUGU VÓNA AT FÁA VIÐVIND
Hetta er ikki nøkur løtt uppgáva, nýggja Ferðaráðið hevur. Ferðaráðið kann bert vóna, at vinnuliga og politiska landslagið spælir við – og at politiska skipanin gevur ráðnum arbeiðsfrið til at gjøgnumføra meira langsiktaðar ætlanir, umframt at politikkarar og vinnan hevur meira tol at bíða eftir úrslitunum, enn tey fyrr hava havt, so játtanin ikki knappliga minkar aftur niður í lítið og einki.

Eg fari at enda at ynskja øllum, sum hava verið við til at gera brandið og marknaðarføringsætlanina, hjartaliga til lukku og góða eydnu við íverksetanini.

Elin Brimheim Heinesen

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/08/19/eitt-damligt-og-avbjodandi-brand/