Author's posts
Jun 29 2012
Hví fyllir Fámará málið so nógv í hugaheiminum hjá fólki?
Onkur hevur sagt, at tað er eitt sindur møðsamt ikki at kunna fara á Facebook í løtuni uttan at skula blíva teppibumbaður við greinum, viðmerkingum og áheitanum um eitt festi, sum fá ánaðu, hvar lá fyrr enn í vetur. Viðkomandi helt, at hatta er jú ikki meira enn eitt festi, sum so mong onnur í Føroyum. …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/06/29/hvi-fyllir-famara-malid-so-nogv-i-hugaheiminum-hja-folki/
Jun 12 2012
Elin og Kári í Tíðarinnar Bakspegili
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/06/12/elin-og-kari-i-tidarinnar-bakspegili/
Jun 05 2012
Hvussu fært tú viðhald fyri tí, tú brennir fyri?
Eg havi ráðgivið nógvum fólkum. Millum teirra havi eg upplivað nøkur, sum veruliga hava brent fyri einari søk, ja, kanska hava barst fyri sakini meginpartin av lívinum. Tað verið seg íverksetarar, uppfinnarar, aktivistar ella onnur, sum vilja bróta upp úr nýggjum. Onkusvegna tykist tað lættari hjá summum enn hjá øðrum at fáa ta undirtøku, teim nýtist, …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/06/05/hvussu-faert-tu-vidhald-fyri-ti-tu-brennir-fyri/
Jun 02 2012
Visiónir
Nógvar góðar visiónir seinastu dagarnar, men tíma tey visiónsleysu at lurta? Ella fara visiónirnar bara fram við borðinum aftur, sum vant?
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/06/02/visionir/
May 25 2012
Ber til at liva stórbýarlív í Føroyum?
Føroyskur samleiki í nýggjum tíðum – partur II: Føroyingar lata seg í stóran mun ávirka av alheimsgerðini og eru farnir at líkjast øllum øðrum vesturlendingum. Summi tykjast eisini hava skund við at taka frástøðu frá tí at vera føroyingur ella frá føroyskari siðvenju. Men hvussu áhugavert er tað, um allir føroyingar gerast meinlíkir øðrum í …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/05/25/ber-til-at-liva-the-american-dream-i-foroyum/
May 25 2012
Er grindadrápið vert at varðveita?
Føroyskur samleiki í nýggjum tíðum – partur I: Hvørjar orsøkir eru til at halda fast við at drepa grind? Kann hetta gerast á burðardyggan, skynsaman hátt, har djórini verða avlívað so humant sum gjørligt? Kann tað gerast við atliti at heilsuni hjá fólki? Kunnu vit etiskt standa inni fyri tí, vit gera? Skaðar henda siðvenja …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/05/25/er-grindadrapid-vert-at-vardveita/
May 19 2012
Kringvarpsvísa
“Kringvarpsvisa” – sangur: Elin Brimheim Heinesen. Orð: Steintór Rasmussen. Keyboard: Finnur Hansen. Guitar: Leivur Thomsen. Bass: Jón Svein Heinesen. Kór: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen, Leivur Thomsen og Jón Svein Heinesen. Lurta við at trýsta á leinki her.
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/05/19/what-does-it-look-like/
Apr 26 2012
At gera dokumentar
Um tú ætlar tær undir at gera ein dokumentarfilm, er sera týdningarmikið, at tú kennir nakrar grundleggjandi fortreytir fyri dokumentarfilmsframleiðslu. Hesar grundreglur hava alt at siga, um tú ætlar at fáa ein góðan dokumentarfilm burturúr. Eftir Elina Brimheim Heinesen, útbúgvin filmshandritshøvundur Ofta billa fólk sær inn, at tað ikki er neyðugt at fyrireika seg so …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/04/26/at-gera-dokumentar/
Apr 24 2012
Búskaparkreppan er ein ovurvakstrarkreppa
Fyri 50 árum síðani ávaraði Leopold Kohr um, at risa alheims skipanin fór at vaksa, til hon smokkaði saman undir síni egnu tyngd. Vit áttu at havt lurtað. eftir Paul Kingsnorth, grein almannakunngjørd í The Guardian tann 26. sept. 2011. Umsett hevur Elin B. Heinesen At uppliva eitt skrædl er løgið. Tað mest løgna er, at …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/04/24/1056/
Apr 24 2012
Steðga knarrinum á arbeiðsplássinum
Hví gremja vit okkum? Hvat fáa vit burtur úr tí? At gremja seg er sum at eta eina alt ov stóra rómakaku – fyrst er smakkurin søtur, men fáar minuttir seinni kennir tú teg illa fyri og angrar, at tú átst kakuna. Kunnu gomul mynstur broytast og nýggj mynstur setast ístaðin? Eftir Elina Brimheim Heinesen, …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/04/24/stedga-knarrinum-a-arbeidsplassinum/
Apr 23 2012
Upplivingarbúskapur millum trot og yvirflóð
Vit liva í einum politiskt stýrdum búskapi, sum fullkomiliga hevur vent alt á høvdið. Vit bera okkum at, sum um náttúran er ein ótømandi kelda, og halda tí, at vit kunnu byggja búskap okkara á eina skipan, sum tekur útgangsstøði í, at óendaligur vøkstur er møguligur. Men veruleikin er, at ítøkiliga tilfeingið er avmarkað. Tískil …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/04/23/upplivingarbuskapur-sum-brugv-imillum-trot-og-yvirflod/
Apr 23 2012
Hvussu kann tað almenna hjálpa filmsvinnuni?
Skulu Føroyar hava eina filmsvinnu? Eru Føroyar ikki ov lítlar til at hava eina filmsvinnu? Hetta vóru viðkomandi spurningar bert fyri fáum árum síðani, men vilkorini fyri filmsvinnu eru so nógv broytt í dag, at sannlíkindi fyri, at tað kann loysa seg at gera íløgur í eina føroyska filmsvinnu, eru nógv størri nú enn bert …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/04/23/hvussu-kann-tad-almenna-verda-vid-til-at-faa-eina-filmsvinnu-i-gongd/
Apr 23 2012
Ert tú drivin av hugskygni ella sjálvsøkni?
Hvussu kennir tú munin ímillum hugskygni og sjálvsøkni í tær? Hvørjari rødd eigur tú at lurta eftir? Skrivað hevur Steve Pavlina. Elin Heinesen umsetti til føroyskt, 9. februar 2009. Í fyrstani er tað vanliga ein krevjandi avbjóðing at kenna mun á, hvat hugskygni (intuitión) sigur, og hvat sjálvsøkni (egoisma) sigur, tú skalt gera. Tað krevur …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/04/23/ert-tu-drivin-av-hugskygni-ella-sjalvsokni/
Apr 23 2012
Skapanarevni stóran týdning fyri búskapin
Hvussu ber tað til, at summi lond (ella býir) klára seg betri enn onnur, hóast atkomiliga ítøkiliga tilfeingið kann vera væl meira avmarkað, enn tað er í fátækari londum? Hvussu ber tað til, at summi duga betri at fáa meira burturúr minni? Hesum spurningi hevur amerikanski búskaparfrøðingurin Richard Florida roynt at svara. Eftir Elina Heinesen. Greinin …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/04/23/skapanarevni-storan-tydning-fyri-buskapin/
Apr 22 2012
Hvat skulu vit við Kringvarpinum?
Kringvarp Føroya er í kreppu. Framtíðar tilveran hjá einasta public service miðlinum í Føroyum er sera óviss. Størri broytingar eru í væntu. Men áðrenn alt Kringvarp Føroya verður koppað á høvdið, má støða takast til, hvønn leiklut Kringvarpið skal spæla framyvir. Hvat tilfar má Kringvarpið raðfesta fyrst og fremst? Skal Kringvarpið býtast sundur aftur í …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/04/22/hvat-skulu-vit-vid-kringvarpinum/
Mar 15 2012
European Podcast of the Year!
Faroe Islands Podcast er vorðin útnevndur sum “European Podcast of the Year” í non-profit kategoriini í European Podcast Awards. Podcasturin var eisini útnevndur at vera besti non-profit podcastur í Danmark (orsaka av ymiskum reglum í sambandi við dømingina, varð Danmark roknað sum upprunalandið hjá podcastinum… lang søga). Meira enn 2.000 podcastar luttóku, so toymið kennir …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/03/15/european-podcast-of-the-year/
Sep 25 2011
Grindadráp verða kanska neyðug aftur
Seinna greinin av tveimum, um hvussu alheims skuldarkreppan rakar føroyingar: Búskaparfrøðingar og aðrir serfrøðingar meta, at alheims búskaparkreppan er ein sjálvsøgd og varandi avleiðing av tí sannroynd, at olja ikki longur finst í so “óendaligum”, lætt atkomuligum mongdum, sum áður. Í fyrsta umfari førir hetta ósvitaliga til nógv hækkandi oljuprísir, umframt at nógv lond ikki …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2011/09/25/nyggjur-veruleiki-ger-kanska-grindadrap-neydug-aftur/
Sep 25 2011
Fyrireiking til fíggjarligt skrædl
Alheims búskaparkreppan er nú so mikið álvarslig, at alt fleiri búskaparfrøðingar meta, at um fleiri av heimsins fremstu londum ikki fáa tamarhald á sínari skuld, máast grundarlagið so mikið undan alheims peningakervinum, at øll skipanin er í vanda fyri at rapla – kanska innan stutta tíð. Hendir hetta, verður alheims samfelagið, sum vit kenna tað …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2011/09/25/fyrireiking-til-alheims-figgjarligt-skraedl/
Aug 03 2011
Er føroyskt mál knortlut?
Skal málið gerast so einfalt sum gjørligt? Eg hoyri hetta so ofta sagt – og brúkt sum próvgrund fyri, at málið skal gerast einfaldari – at málið er jú “bara eitt amboð”, sum øll skulu kunna brúka. Jú, men… ER málið nú “bara eitt amboð”? Tað tykist mær at vera ein heldur fátæksligur máti at lýsa týdningin …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2011/08/03/er-foroyskt-mal-knortlut/
Mar 28 2011
Hvar eru vit á veg í Føroyum?
Eg fekk hug at endurgeva hesa grein, sum eg skrivaði í 2006, nú samgongan hongur í einum tunnum tráð og tað – møguliga – skjótt stundar móti vali aftur. Nú skulu vit aftur vera vitni til ein bardaga um sessir, har realpolitikkurin verður burturgoymdur, meðan politikkarar brúka meira orku uppá at skilja seg frá hinum …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2011/03/28/hvar-eru-vit-a-veg-i-foroyum/


