Lívið hevur lært meg…

Grein í Kvinnu í 2019 um Elina Brimheim Heinesen, og um hvat hon hevur lært av lívinum. Greinin í Kvinnu var nakað stytt, men her er greinin í fullari longd.

Fakta um Elina

Fødd: 25. juni 1958
Børn: Ein dóttir, Helena, fødd 1990
Hjúnabandsstøða: Støk

Um familju…

Familjan hevur ómetaliga nógv at siga fyri samleikan, tú fært. Eg eri uppvaksin í eini familju, sum var a-typisk uppá nógvar mátar. Bæði míni foreldur vóru mynsturbrótarar. Pápi var bóndasonur úr Sandavági, ið longu sum 14 ára gamal flutti til Havnar, har hann fór í skrivstovulæru. Seinni las hann til lærara niðri, men longu sum 12 ára gamal visti hann, at hann skuldi vera rithøvundur. Mamma var tikin til fosturs hjá eini ommusystir mínari, og er uppvaksin í Klaksvík í einum ógvuliga religiøsum heimi. Hon fór niður at lesa til korrespondent og arbeiddi úti alt sítt lív, sum ikki var so vanligt í hennara ættarliði. Bæði mamma og pápi vóru sera áhugað í list og mentan. Tey vóru við til at stovna Amnesty International Føroya Deild í 60’unum, sum tá skipaði fyri nógvum mentanarstevnum m.a. Heima hjá okkum var ofta fult av listafólki til veitslur og annað. So tað var eitt øðrvísi heim tá í tíðini. Harafturat vóru foreldur míni tey fyrstu at ættleiða eitt barn úr Korea. Tað eri eg ótrúliga glað fyri.

Sum barn var eg eisini við í øllum vási í bóndagarðinum hjá abba og ommu í Sandavági. Vit børn, systkinabørnini og eg, róku neyt og vóru við í flettingini og lærdu at gera føroyskan mat. Alt hetta setti seg fast í meg. Eg havi búð í Danmark í 25 ár, men tað hevur havt stóran týdning fyri meg at hava mína familjubakgrund við mær, hóast eg livdi eitt stórbýarlív har. Tað gjørdi meg eisini nógv øðrvísi enn teir danir, ið eg kom saman við.

Um foreldur…

Eg hevði ynskt, at eg kundi sagt mær sjálvari, tá eg var yngri, at tað nyttar onki at royna at broyta tíni foreldur. Pápi leið av nógvari pínu orsaka av fleiri diskusprolapsum og magasárum á rað, so tað er ongin loyna, at honum fór at dáma í so væl at hyggja djúpt í fløskuna. Mamma mín var keturoykjari. Hetta irriteraði meg, til eg varð rættiliga gomul. Til dømis tá tey komu at vitja okkum niðri, og mamma stóð í vindeyganum og roykti alla tíðina.

Tá mamma doyði sum bara 69 ára gomul av lungakrabba, gekk av skriðuni við pápa. Vit royndu alt fyri at fáa hann í viðgerð, men einki hjálpti. Eg var leingi ill við hann, tí eg saknaði tann góða pápan, sum eg hevði, tá eg var smágenta. Tað er hart at síggja eitt intelligent, hjartagott menniskja fána burtur.

At enda sá eg, at tað var spilt orka at vera ill. Tað var ikki, fyrr enn eg slepti ætlanini um at broyta foreldrini, at eg fekk eitt betri samband við tey. Onkuntíð ert tú noydd til at flóta við, tí um tú brúkar so nógva orku uppá at royna at broyta ein persón, sum ikki vil broytast, plágar tú lívið úr tær sjálvari. Tá eg endiliga var komin til sættis við tí, gjørdist alt meira avslappað okkara millum.

Um systkin…

Tá eg var 14 ára gomul, fekk eg eina systir. Tað hevði eg leingi ynskt mær. Tá eg var 10-11 ára gomul, búðu vit í Spania í eitt ár. Tá minnist eg, at mamma kom til mín at fortelja mær nakað, sum hon segði, at eg mátti halda loyniligt. Hon spurdi meg, um eg kundi hugsað mær eitt systkin – um eg hevði nakað ímóti tí. So í roynd og veru spurdu tey meg eftir fyrst. Svarið var sjálvandi eitt stórt ja. Men tað var ein long tilgongd. Tað vóru nógvar samrøður við ættleiðingarfelagið, og tey komu heim til okkara at kanna umstøðurnar. Vit máttu bíða í fýra ár, til Marianna endiliga kom.

Tað var so spennandi at fáa eina ættleidda systir. Eg skal tó viðganga, at eg onkuntíð var eitt sindur smáøvundsjúk, men eg visti, at eg var ov stór at hava tað so, so tað kundi eg ikki vísa. Eg var jú vorðin ein strævin tannáringur tá, so mamma ilskaðist lætt inn á meg. Hon var nógv minni strong við Mariannu, enn hon hevði verið við meg. Soleiðis man vera millum systkin flest, at tey yngru vera meira forkelað. Men eg var kortini ótrúliga góð við Marionnu og eri tað enn. Hon er ein fantastiska góð mamma og hevur heimsins fittastu børn.

Tá eg var mitt í 20’unum, fekk eg at vita um Janus, hálvbeiggja mín. Eg visti onki um hann áðrenn. Hann var tá um 10 ára aldur. Tað var fastir mín, sum fortaldi tað fyri mær. Hon syrgdi eisini fyri, at vit hittust. Beinanvegin eg sá hann, ivaðist eg ikki í, at hann var sonur pápa, tí líkleikin var so eyðsýndur. Eg skilti eisini, at pápi hevði goldið barnapengar til hann alla tíðina. Tá eg møtti Janusi, gjørdist eg góð við hann beinanvegin. Hann var ein so ómetaliga fittur smádrongur. Janus líkist enn nógv pápa nú sum vaksin maður – bæði í sinn og skinn.

Eg tordi ikki at tosa við mammu um tað, tí eg visti ikki, um hon visti av honum. Men eg fann útav seinni, at hon hevði vitað tað alla tíðina. Hon góðtók tað ikki – ikki fyrr enn nógv ár seinni, men fann seg í tí. Mamma krógvaði tað fyri okkum fyri at halda fast í ímyndini um kjarnufamiljuna, sum hon var uppdrigin til, at man skuldi halda fast í. Hjá mammu var tað soleiðis, at um tú vart gift, so vart tú gift fyri lívið. Tað var nú ikki soleiðis, at foreldur míni als ikki vóru góð við hvørt annað. Tað vóru tey á sín hátt hóast alt, so talan var ongantíð um at skiljast.

Seinni aftur – tá eg var fyrst í 40’unum, setti ein, sum eitur Beinta, seg í samband við okkum og segði seg vera hálvsystur Janus og meg. Hon hevði tá nýliga sjálv fingið at vita frá mammu síni, at pápi okkara eisini var pápi hennara. Tá vit fingu tað at vita, var hon einans um 20 ára gomul. Mamma bjóðaði eisini henni vælkomnari. Eg vildi fegin trúgva henni, men ivaðist tó eitt sindur í, um tað var heilt sikkurt, av tí at eg dugdi ikki at síggja, at hon líktist pápa ella nøkrum øðrum í familjuni. Pápi hevði heldur ikki goldið barnapengar til mammuna. Tá pápi doyði í 2011, bað skiftirætturin Beintu um prógv fyri familjuskapin, men prógvið kom ongantíð. Tí veit eg ikki fyri vist enn, um vit veruliga eru hálvsystrar ella ikki. Tað er keðiligt at ivast í slíkum. So eg vildi sera fegin havt gjørt eina íleguroynd fyri at fáa vissu, so tað kann staðfestast eina ferð með alla, um vit eru hálvsystrar ella ei.

Um mammulívið

Eg var 31 ára gomul, tá eg fekk Helenu. Hon var sanniliga eitt ynskibarn. Eg visti, at eg fegin vildi hava børn, og maðurin og eg høvdu roynt í eini 2-3 ár, áðrenn tað eydnaðist. Og so kom hetta undrið til verðina. Eg skilti ikki, hvussu eg kundi vera mamma at hesi fantastisku lítlu veruni. Hon er mítt størsta forelskilsi, sum rakti meg, sum fekk eg ein beint frammaná. So stóran kærleika havi eg ongantíð upplivað.

At gerast mamma er torførari, enn tú trýrt, men tað er alt vert! Tað gjørdist ikki lættari av, at Helena fekk sálarligar avbjóðingar. Fyri umleið 10 árum síðani endaði tað við, at hon varð akutt innløgd á Bispebjerg Hospital. Hon fekk eina álvarsliga diagnosu, og tað tók langa tíð hjá henni at koma fyri seg, men í dag hevur hon tað tíbetur gott og klárar seg ómetaliga væl.

Tað er hart at vera mamma at einum barni, sum stríðist. Eg havi havt nógva skuldarkenslu. Gaman í hava vit sum foreldur gjørt nógv rætt, men vit hava eisini gjørt nógv skeivt, og tú veitst ikki, um tað er tað, sum er orsøkin. Tá maðurin og eg fóru frá hvørjum øðrum, var alt eitt sindur turbulent í eina tíð. Tað merkti Helenu. Nógvar ymiskar umstøður høvdu við sær, at eg ikki kundi vera til staðar í tann mun, sum eg átti at verið tað fyri mítt tannáringabarn. Eg var flutt til Føroya at taka mær av pápa mínum, og arbeiddi her, tá tað hendi. Eg havi brigslað mær sjálvari fyri, at eg ikki varnaðist nóg tíðliga, at hon ikki hevði tað gott.

Eg eri so glað um, at tað gongur væl hjá henni í dag. Hon er tónleikari og listafólk, og hevur nógva viðgongd í løtuni á tí økinum. Hon er gift við eini kvinnu úr USA, sum hon í dag býr saman við í Svøríki. Tær eru so góðar, og fyri meg sum mammu er tað tryggjandi at vita, at Helena er í so góðum hondum.

Um menn…

Menn eru undurfagrir – og ræðandi viðhvørt. Eg eri hugtikin av, hvussu ómetaliga nógv sjálvsálit nógvir menn hava. Tað er uppá nógvar mátar fantastiskt, og í nógvum førum er tað eisini ómetaliga gott, tí tað ger, at teir tora at kasta seg út í nógv, har kvinnur ofta eru meira afturhaldandi. Men samstundis kunnu summir eisini vera irriterandi, tí tað er verri enn so ikki altíð, teir hava nakað at hava sjálvsálitið í.

Eg havi t.d. upplivað menn, sum halda seg vera Guds gáva til kvinnuna. Fyri teir er tað ein sjálvfylgja, at teir skulu hava uppmerksemi frá dámunum, hóast dámurnar týðiliga als ikki hava áhuga í teimum. Tá eg var yngri, var eg fleiri ferðir úti fyri, at menn eru farnir yvirum míni mørk, sum um teir høvdu “rætt” til tað. Tað var ein onnur tíð, har tað var hildið at vera meira “loyvt”, so tað kom meira enn so fyri, at tilvildarligir menn tóku í bróstini ella uppundir teg. Og um tú mótmælti, so flentu teir bara at tær. Havi tíverri ov ofta uppliva hesa vantandi virðingina, sum vóru kvinnur annanfloks borgarar og bara ting at brúka til at nøkta girnd við. Men tíbetur fækkast slíkir menn. Tað er batnað nógv í dag, haldi eg.

Um kærleika…

Kærleiki er grundarlagið undir øllum. Tað er meiningin við lívinum. Tað er tað, ið ger lívið vert at liva. Tá hugsi eg ikki bert um kærleika til tín maka, men um kærleika í heila tikið. Børn, familju, foreldur. Kærleikin til mannaættina. Kærleikin ger, at tú dugir at síggja útyvir teg sjálva og hava empati við øðrum.

Pápi dóttir mína er mítt lívs kærleki, tá tað kemur til makar. Men tíverri hóskaðu vit ikki so væl saman. Havi ikki følt líka stóran kærleika fyri nøkrum manni, hvørki áðrenn ella aftaná. Vit vóru saman í 12 ár, og eg var djúpt ólukkulig, tá eg føldi, at eg mátti fara frá honum. Men eg kendi meg noydda til tað, tí eg føldi, at eg fánaði meir og meir sum menniskja. Hann hevði t.d. ongan áhuga í at flyta til Føroya; heldur ikki bara í eina tíð. Eg kendi tað, sum eg einans livdi eftir hansara fortreytum, meðan hann ikki vildi nærkast mínum. Hóast eg var ólukkulig um tað, havi eg tó ikki angrað, at eg tók ta avgerðina.

Eg havi verið í tveimum parløgum síðani, sum heldur ikki hildu. Lívið hevur lært meg, at tú mást finna ein, sum tú ert sambærlig við, og sum vil tað sama sum tú. Annars gongur tað ikki. Nógvir menn eru deiligir, og eitt flirt er ikki av vegnum viðhvørt. Tað setir lív í hormonini aftur, sjálvt um tú ert vorðin so gomul sum eg. So eg eri ikki avvísandi yvirfyri einum manni í dag. Tað hevði verið deiligt at havt ein til dømis at gingið túrar saman við, farið í biograf ella at ferðast við. Men at skula flutt saman við einum manni nú? Eg havi funnið út av, at eg eri kanska eitt sindur ser. Eg eri nokkso introvert, trívist væl í egnum selskapi og má hava pláss at vera mín egin. Tað hevði ein maður verið noyddur at funnið seg í, um hann skal hava við meg at gera.

Um vinalag…

Næst eftir kærleika eru vinaløg tað týdningarmesta fyri at hava eitt gott lív. Eg kenni meg ótrúliga hepna at hava góðar vinir kring meg. Eg havi havt eina bestu vinkonu, Mariu, síðani eg var fimm ára gomul. Maria er eitt tað mest kærleiksfulla menniskja, eg kenni. Full av empati og menniskjansligari góðsku. Vit hava ongantíð skeldast, hóast vit eru øgiliga ymiskar. Kanska er tað tí, vit finna so væl út av tí. Vit hava ikki havt orsøk til at kappast um nakað. Hon var sera virkin eitt nú í amboðsfimleiki, meðan eg var meira ein bókormur. Men vit hava altíð góðtikið hvørja aðra fult út og hava altíð havt nøkur felags áhugamál, sum sameina okkum hóast alt, hóast vit eru ymiskar. Hon er mítt lívsvitni, og eg kenni hana næstan betri, enn eg kendi mín fyrrverandi mann og fyri tann saks skuld eisini míni foreldur. Tað er ikki ein og hvør, sum er so heppin at hava eina so góða vinkonu.

Um javnstøðu…

So leingi kynini hava so nógvar fordómar um hvørt annað, fáa vit ikki javnstøðu. Tað er munur á kvinnum og monnum, eingin ivi um tað. Men munurin er minni, enn vit halda. Vit eru ikki so ymisk. Har er stórt yvirlapp. Vit hugsavna okkum ov lítið um tað, sum vit hava til felags. Ístaðin seta vit hvørt annað í básar, nógv ikki passa í. Tá nógvir fordómar eru um hitt kynið, søkir tú títt egna kyn. Vandin er, at virðingin fyri hinum kyninum minkar. Tað er synd.

Eg havi gjørt ein bólk á Facebook, sum eitur “Kjak um kvinnur og menn og kynsspurningar”. Endamálið við bólkinum er at kunna kjakast erliga um, hvussu tað er at vera kvinna ella maður og royna at skapa forstáilsi sínámillum og byggja brúgv um gjónna millum kynini. Vit kvinnur eru sárbærar – í øllum førum fysiskt – og hava tørv á, at menn skilja okkum betri, eins og menn eisini hava tørv á, at vit skilja teir betri.

Um tónleik…

Fyri meg er tónleikur lekidómur. Terapi. Eg havi altíð verið umgird av tónleiki, og hann hevur givið mær ótrúliga stóra gleði. Mamma og mostrarnar hava altíð elskað at sungið, og mammubeiggi mín Svenn Brimheim var ein av kendastu gittaristunum í sínari tíð. Foreldrini lurtaðu nógv eftir klassiskum tónleiki og fólkatónleiki. Eg gekk til klaver, frá eg var seks ára gomul, og eg gjørdi mítt fyrsta lag tá. Eg fekk eina aha-uppliving, tá eg sá, tað bar til at gera harmoniir, og hevði eftir øllum at døma eitt nattúrligt talent fyri tí, tí eg havi gjørt løg síðani.

Fyrstu ferð, eg sang alment, var í barnaútvarpinum, tá eg var seks ára gomul. Sum 16 ára gomul fór eg at syngja í V4 sendingunum, sum var ein sera væl umtókt undirhaldssending tá í tíðini. Eg var við einar tveir-tríggjar vetrar, har vit ferðaðust runt í Føroyum um vikuskiftini og sendu beinleiðis úr ymiskum bygdum. Ein av orsøkunum til, at eg valdi at vera við í V4, var, at tá eg var 7 ára gomul gjørdi ein maður seg kynsliga inn á meg í viðarlundini í Havn. Eg føldi tað, sum var hendingin klistrað føst á mær. Tí vildi eg verða ‘kend’ fyri okkurt annað fyri at sleppa av við hetta merkið, sum annars hevði fylgt mær so leingi.

Eg skuldi syngja satiriskar vísur um politikkarar, sum vóru skrivaðar í seinastu løtu, so ofta hevði eg ikki sæð vísuna, áðrenn eg skuldi syngja hana beinleiðis í útvarpinum. Men eg var ung og bláoygd og helt, at alt bar til. Helst var tað ein orsøk til, at eg varð biðin. Nógv vaksin hava helst sagt nei. Tey høvdu ikki gingið við til tað. Tað eydnaðist heldur ikki altíð so væl, t.d. tá eg dugdi ikki at úttala onkur orð, sum vóru ókend fyri mær.

Í dag skilji eg ikki heilt, hvussu foreldur míni hava lovað mær við, tí har varð ofta drukkið nógv, og tað mugu tey hava vitað. Men tú ansaði ikki líka væl eftir børnum og ungum tá, sum tú gert í dag. Børn og ung høvdu á mangan hátt nógv størri frælsi tá.

Um at velja Føroyar…

Eg flutti til Føroya, tá mamma doyði, tí pápi hevði tað ikki so gott, aftaná mamma var farin. Ætlanin var at steðga í eini tvey ár.

Tá eg kom heim, uppdagaði eg, hvussu deiligt her er. Eg fann mín spontanitet aftur. Í Danmark er alt altíð so væl lagt til rættis langt fram í tíðina. Eg hevði púra gloymt, hvussu tað var bara at fara út og møta fólki, eg kendi, uttan av hava fyrireikað tað áðrenn. Eisini var deiligt at koma tætt at familju og gomlum vinum aftur. Áðrenn eg visti av, hevði eg verið her í sjey ár, og tá var tað dóttirin, ið bað meg siga íbúðina í Keypmannahavn frá mær, tí hon sá, at eg var nógv glaðari í Føroyum. So eg eri her enn.

Um arbeiði

Arbeiði fyllir nógv og er sera týdningarmikið fyri mín samleika. Eg kann ikki ímynda mær at gerast pensjónistur, hóast eg ikki rokni við, at eg fari at keða meg, tí eg finni altíð uppá okkurt at gera.

Tað, sum mítt arbeiðslív hevur lært meg, er, hvussu týdningarmikið tað er við góðari leiðslu. Alt ov fáir leiðarar eru greiðir yvir, hvussu nógva makt teir hava yvir trivnaðinum hjá starvsfólkunum. Hevur tú tað ikki gott til arbeiðis, hevur tú tað ikki gott í heila tikið. Eg havi havt nógv ymisk arbeiðspláss og leiðarastørv, og tað eg havi lært er, at fólk skulu viðfarast ymiskt – og ikki eins. Eitt arbeiðspláss kann ikki koyrast eftir einum og sama leisti. Tú mást hyggja eftir hvørjum einstøkum, og hvussu tú fært viðkomandi at arbeiða best. Har hevur álit nógv at siga. Tú mást vísa fólki álit. Eg eri heppin at hava ein góðan stjóra í dag, sum vísir mær stórt álit, og tað motiverar meg. Um ikki álit er á mær, missi eg pippið og arbeiðshugin.

Um at gera eitt hitt…

Tú kanst ikki gera eitt hitt við vilja. Tað er ógjørligt at rokna út áðrenn, hvat verður eitt hitt.

Nógv kenna meg fyri lagið ‘Á, tann deiliga Havn’ hjá Nalja, sum onkursvegna er vorðið tónleikaliga ímyndin av ólavsøkuni, men Kári eigur lagið. Fyrr kundi eg hitta børn á gøtuni, sum róptu: “Har gongur tann deiliga Havn”. Í eitt tíðarskeið vóru bæði Kári og eg eitt sindur troytt av lagnum, men nú er kenslan øðrvísi hjá okkum báðum. Í dag eru vit errin av at hava sett eitt tónleikaligt fingramerkið á ólavsøkuna.

Fólk halda eisini nógv av lagnum ‘Eitt dýpi av dýrari tíð’ hjá pápa og mær. Mær hevur altíð dámt so væl yrkingina hjá pápa, tí hon birtir vón. Tað at birta vón er nakað av tí mest meiningsfulla, tú kanst gera her í lívinum. Pápi mín skrivaði yrkingina sum 21 ára gamal, tá táverandi genta hansara gjørdi tað liðugt, fyri at ugga seg sjálvan og minna seg á, at hóast tú ert ólukkuligur, so er lívið vert at liva.

Eg gjørdi lagið til yrkingina í 1987. Tað kom beinanvegin uppá nakrar fáar minuttir. Tað er tað lagið, sum kom lættast til mín av øllum teimum løgum, eg havi gjørt. Helst hevur tað verið har onkustaðni allatíðina. Men at ‘Eitt dýpi av dýrari tíð’ fór at gerast ein klassikari, hevði eg ikki sæð fyri mær. Um stutta tíð kemur enn eitt lag út, sum eg havi gjørt til eina yrking hjá pápa, “Sóleyan”, innspælt við City of Prague Phiharmonics og Tórshavnar Manskóri. Spennandi, um tað verður eitt hitt ella ikki.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2019/10/22/livid-hevur-laert-meg/