Keep Sweet, Pray and Obey

Keep Sweet Pray and Obey trailerbilledeÁVARING! Hetta er harður kostur! Vilt tú síggja ein óhugnaligan ræðufilm frá veruleikanum um, hvat fundamentalisma, blind trúgv og loyalitetur til menn, sum siga seg vera Harrans útvaldu sendiboð, kann gera av skaða? Vilt tú síggja, hvat hendir, tá ein skrupulleysur maður vinnur sær gudastatus og harvið vald á túsundavís av fólkum og misbrúkar teirra blindu trúgv á Gud til at lata hann fremja tær mest ræðuligu gerðir móti øðrum menniskjum?

So far og hygg at hesi fantastisku mini dokumentar-røðini á Netflix: “Keep Sweet! Pray and Obey!”, sum er um patriarkalsku sektina The Fundamentalist’s Church of Jesus Christ of Latter-Day Saints og sjálvsútnevnda “profetin” Warren Jeffs, sum m.a. giftist við 78 kvinnum, har av 24 eru ómyndigar ungar gentur og fleiri aðrar eru einkjur eftir pápa hansara!

Warren Jeff skapar eitt yvirvakingarsamfelag fyri sína sekt, sum minnir mest um eitt fongsul, har fólk ikki eru loyvd at hava samband við umverðina, og har hann loyvir sær sjálvum og øðrum monnum í sektini at gera kvinnur til sínar trælir og brúka tær sum reinar føðimaskinur.

Oman á tað heila manipulerar, indoktrinerar og heilavaskar hann øll til at halda, hann hevur fullan rætt til at valdstaka smágentur heilt niður í 12 ár, meðan onnur hyggja at (!), sum um tað var ein “heilag” vígan av gentunum til Gud! Tað er ótrúligt, at eitt menniskja kann manipulera seg til so stórt vald yvir øðrum menniskjum.

Tað ræðuligasta er, at sjálvt eftir, at maðurin er avdúkaður – eisini fyri í loyndum at hava livað eitt ekstravagant dupultlív, har hann hevur notið allar verðsins syndafullu gleðir, sum hann hevur noktað øllum øðrum at njóta, og haraftrat er dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri valdstøku av smágentum, so billa nógv av hesum túsundavís av fylgjarunum sær enn inn, at hesin pedofili maður er Guds profetur, sum bara er gjørdur til martyr, og velja at vera verandi í hansara kult, tí tey eru so rædd fyri ikki at koma í himmalin, um tey ikki eru 100 prosent loyal yvirfyri honum. Sama manni, sum av fyrstani tíð billaði teimum inn, at tað var tað, sum fór at henda teimum, um tey sviku profetin.

“Handmaid’s Tale” er sanniliga ikki bara fiktión. Ótrúliga óhugnaligt at síggja, hvat trúgv, bólkatrýst og undirgevilsi kann gera við summi fólk, og hvussu nógvan kognitivan dissonans fólk kunnu rúma.

Her er trailarin til Netflix filmin:

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2023/01/02/keep-sweet-pray-and-obey/