Category: Føroyskt

Keep Sweet, Pray and Obey

Eftir Elina Brimheim Heinesen ÁVARING! Hetta er harður kostur! Vilt tú síggja ein óhugnaligan ræðufilm frá veruleikanum um, hvat fundamentalisma, blind trúgv og loyalitetur til menn, sum siga seg vera Harrans útvaldu sendiboð, kann gera av skaða? Vilt tú síggja, hvat hendir, tá ein skrupulleysur maður vinnur sær gudastatus og harvið vald á túsundavís av fólkum og …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2023/01/02/keep-sweet-pray-and-obey/

Er tað ov óítøkiligt at tosa um eina generella sexistiska mentan?

Eftir Elina Brimheim Heinesen Er neyðugt at peika á “syndarar”? Onkrum dámar illa, tá tosað verður um eina “generella sexistiska mentan”, tí tað er ov óítøkiligt, halda tey. Tey samanbera tað við, at um onkur t.d. verður bukaður í náttarlívinum, og veit hvør gjørdi tað, hvat nyttar tað so, um viðkomandi letur vera við at …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2022/03/30/er-tad-ov-oitokiligt-at-tosa-um-eina-generella-sexistiska-mentan/

Grundgeving fyri fremjan av treytaleysari grundinntøkutrygd

Eftir Elina Brimheim Heinesen Í fyrndini, tá eingin hevði ognarrætt til náttúrutilfeingið fram um nakran annan, áttu allar livandi verur alt í felag – djór og menniskju. Eingin forðaði nøkrum menniskja í at fáa sær burtur av tí, sum náttúran gav, eins og eingin forðar fuglunum í at liva av tí, teir finna sær í náttúruni. Fólk …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2022/03/20/grundgeving-fyri-fremjan-av-treytaleysari-grundinntoekutrygd/

Eigur hevdað hásinni at loyva lógarbroti?

Eftir Elina Brimheim Heinesen Apropos dómin yvir Inger Støjberg, fyrrverandi útlendinga og integratiónsministari í Danmark, í dag. Hví vilja so nógv gera hetta málið til, at antin er man fyri ella ímóti barnabrúðrum? Einki normalt menniskja gongur inn fyri barnabrúðrum og pedofili – sjálvandi ikki, men tað er heldur ikki tað, dómurin snýr seg um, …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2021/12/14/eigur-hevdad-hasinni-at-loyva-logarbroti/

Samansvørjingarteoriir hjá QAnon slóða fyri harðræði

Eftir Elina Brimheim Heinesen Trúgvin uppá samansvørjingar er í veruleikanum ein frávarpan av egnum ótta. Skjóti framvøksturin av samansvørjingarteorium seinastu tíðina avdúkar, hvussu óttafull og sinnisliga skamfílað nógv eru av støðuni í heiminum í dag, nú korona herjar. Máttloysið um ótryggleikan ger, at fólk kenna seg drigin at onkrum veruleikafjarum at balla seg inn í. …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2021/02/17/samansvorjingarteoriir-sloda-fyri-hardradi/

Stríðið millum bygd og bý

Eftir Elina Brimheim Heinesen Hvat fremur og hvat forðar mest fyri menning og trivnað í Føroyum? Dreymurin um modernaða, tøkniliga framkomna stórbýin – ella dreymurin um “at alt var betri í gomlum døgum”? Hava tey rætt, sum vilja gera Føroyar um til eitt hypermoderna, altjóðagjørt KT samfelag – ella hava tey rætt, sum vilja halda …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2020/12/28/stridid-millum-bygd-og-by/

Umsorgan hjálpti mær at yvirliva

Langlesnaðargrein í Dimmu Apríl 2019 Fortalt hevur: Elin Brimheim Heinesen Skrivað hevur: Hans Egholm Elin er í javnvág. Í lívinum er hon á einum rættiliga góðum stað í løtuni. Hon er nøgd við sítt starv, hevur eitt gott heim, eigur eina fitta tík, hevur deilig systkin við heimsins fittastu børnum, sum hon er ógvuliga góð …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2020/06/30/umsorgan-hjalpti-maer-at-yvirliva/

Fyrsta tónleikaverkætlanin á hopfigging.fo rakk á mál eftir einans 6 døgum

Tíðindaskriv 7. mai 2020: Tað hevur gingist stak væl at fíggja fyrstu tónleikaverkætlanina á heimasíðuni http://hopfigging.fo, sum Íverksetarahúsið í Klaksvík rekur. Hópfíggingarverkætlanin hjá tónaskaldinum Elini Brimheim Heinesen fór av bakkastokki fríggjadagin 1. mai. Longu týskvøldið 6. mai vóru 105% av teim 60.000 kr., ið søkt var um, komin inn. Seint týskvøldið høvdu 131 fólk verið …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2020/05/07/fyrsta-tonleikaverkaetlanin-a-hopfigging-fo-rakk-a-mal-eftir-einans-6-dogum/

Frástøða fær okkum at virða nærveru

Kvinnurøddin – Grein í blaðnum Kvinnu um Korona-kreppuna. Eftir Elina Brimheim Heinesen Frá sorgloysi til óttafulla stúran 3. februar í ár fleyg eg úr Føroyum fyri at halda langa vetrarferiu í Cuba saman við sjey vinkonum. Lítið vistu vit, at ein mánaða seinni fóru vit at koma heim aftur til ein veruleika, har alt var …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2020/04/13/frastoda-faer-okkum-at-virda-naerveru-2/

CoViD19-kreppan undirstrikar týdningin av fíggjartrygdarneti

Eftir Elina Brimheim Heinesen Samfelagshjólini mugu snara. Um ikki, verður galin endi. Í krepputíðum sum hesari er tað, at landastýrini kring heimin skulu vísa sítt virði við at taka ábyrgd og traðka til við skipanum, sum tryggja, at alt ikki steðgar upp. Eingin eigur at verða sleptur uppá fjall, sum er púra ósekur í, hvussu …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2020/03/16/covid19-kreppan-undirstrikar-tydningin-av-figgjartrygdarneti/

Hanga vit enn fast í idealinum um fullkomnu húsmóðurina?

Eftir Elina Brimheim Heinesen Apropos kvinnudagin í gjár. Hvussu langt er vit komin við javnstøðuni, tá tað kemur til hugburð okkara? Hanga nógv ikki uppá nógvar mátar enn føst í hugburðinum um kynini, ið ráddi í 60’unum (sum ráðini til kvinnurnar tá illustrera á myndini)? Tað tykist í øllum førum meir enn so at vera …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2020/03/09/hanga-vit-enn-fast-i-idealinum-um-fullkomnu-husmodurina/

Lívið hevur lært meg…

Grein í Kvinnu í 2019 um Elina Brimheim Heinesen, og um hvat hon hevur lært av lívinum. Greinin í Kvinnu var nakað stytt, men her er greinin í fullari longd. Fakta um Elina Fødd: 25. juni 1958 Børn: Ein dóttir, Helena, fødd 1990 Hjúnabandsstøða: Støk Um familju… Familjan hevur ómetaliga nógv at siga fyri samleikan, tú …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2019/10/22/livid-hevur-laert-meg/

Skapa veðurlagsaktivistar sum Greta Thunberg ótta ella vón?

Røða hildin á veðurlagsverkfallinum fríggjadagin 27. sep. 2019 Eftir Elina Brimheim Heinesen Í løtuni verður dúgliga kjakast á sosialu miðlunum um, hvat eru mytur, og hvat eru fakta um veðurlagið. Ósemjurnar eru stórar, og tað merkist, at nógvar kenslur eru uppií. Hóast summi halda fast uppá, at tað, sum veðurlagsgranskarar siga, er tað reina ‘fupp’, …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2019/10/08/skapa-vedurlagsaktivistar-sum-greta-thuberg-otta-ella-von/

Verjið javnrættindi teirra samkyndu!

Eftir Elina Brimheim Heinesen Um okkum dámar tað ella ei, er samkyndleiki ein veruleiki, vit ikki kunnu lata eyguni aftur fyri, er til. Antin góðtaka vit henda veruleika, ella gera vit tað ikki. Men tað hjálpir lítið at stinga høvdið í sandin. Samkynd hava altíð verið til og fara ikki at hvørva, líkamikið hvat verður …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2019/09/05/verjid-javnraettindi-teirra-samkyndu/

Hvussu tú veitst, at politikaran, tú velur, er tann rætti at velja fyri teg

Eftir Elina Brimheim Heinesen Nú val stendur fyri framman, havi eg hug at seta nakrar spurningar til øll tey, ið ætla sær á val at gera sína demokratisku skyldu og seta sín kross. Um tú ikki heilt hevur tikið støðu enn til, hvønn tú skalt velja, kunnu spurningarnir kanska hjálpa tær at seta krossin á …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2019/08/29/hvusuu-tu-veits-at-politikaran-tu-velur-er-tann-raetti-at-velja-fyri-teg/

Er gjald fyri ferðslu í náttúruni nú veruliga so býtt?

Eftir Elina Brimheim Heinesen Øgilig øsing, sum er í løtuni um, at onkur bóndi ætlar sær at taka gjald fyri, at fólk ganga á hansara øki. Ja, eg kann saktans blíva nostalgisk eins og nógv onnur og halda, at tað er ein keðilig gongd, at nú kann mann ikki ganga nøkur ávís náttúruvøkur støð longur …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2019/03/15/er-gjald-fyri-ferdslu-i-natturuni-nu-veruliga-so-bytt/

Hví fara kvinnur aftur til menn, sum eru harðligir við tær?

Eftir Elina Brimheim Heinesen Síggi í Facebook-kjakum í løtuni, at fólk undrast á kvinnur, sum fara aftur til menn, sum hava verið harðligir við tær. Skilagóði sosialráðgevin og brævkassaredaktørurin Tine Bryld – eisini nevnd “Hele Danmarks mor” – segði einaferð um hetta í eini ungdómssending, sum æt P4 på P1 í Danmarks Radio, at hon …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2018/05/08/hvi-fara-kvinnur-aftur-til-menn-sum-eru-hardligir-vid-taer/

Føroyskar kvinnur tora ikki at trína fram

Eftir Mildrið Jacobsen; Sosialurin, 18. Januar 2018; Evni: #MeToo Føroyskar kvinnur aftra seg við at seta #MeToo frámerkið á sína vangamynd á sosialu miðlunum. Tað er ikki tí, at trupulleikin við kynsligum ágangi er minni í Føroyum enn aðrastaðni, men samfelagið er lítið, og kvinnurnar stúra fyri nærgangandi spurningum og gitingum, sum koma dátt við, …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2018/01/18/foroyskar-kvinnur-tora-ikki-at-trina-fram/

#MeToo og bakslátturin

Týring av svenska kronikkinum hjá Maria Sveland “#MeToo och bakslaget”: https://www.etc.se/kronika/metoo-och-bakslaget Um tað er nakað, feministar kunnu vera vísir í, so er tað, at allir teirra sigrar møta mótstøðu. Bakslátturin kann síggja ymiskur út og vera meira ella minni væleydnaður, men at royndin verður gjørd, er líka so sikkurt sum, at tann sonevndi “Kulturprofilurin” við …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2017/12/16/metoo-og-bakslatturin/

Er #metoo bara humbukk og tvætl?

Eftir Elina Brimheim Heinesen Eg veit ikki, hvat onnur halda, men sjálv fekk eg næstan morgundrekka í rangastrúpan, tá eg hoyrdi klummuna í útvarpinum í morgun. Klumman gjørdi nógv burtur úr at speireka og lítisgera #metoo rørsluna og láturliggjørdi tær kvinnur, sum hava sett hashtaggið #metoo á vangar sínar á sosialu miðlunum. Klummuskrivarin vildi vera við, at tær flestu …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2017/10/27/er-metoo-bara-humbukk-og-tvaetl/