Hvør eigur ogn Føroya fólks?

A school of Jack Mackerel (Trachurus declivis). Fairy Bower, Manly, NSWESSAY: Politiska viðgerðin av fiskivinnunýskipanini hevur sum kunnugt elvt til harðligt kjak um framtíðar umsitingina av náttúrutilfeinginum, av summum rópt “fólksins ogn”. Fólk eru sera ósamd um, hvat kann loysa seg best búskaparliga, og hvat ið er besta loysnin fyri føroyska fólkið. Men hvat býr undir ósemjunum? Ber yvirhøvur til at finna semju um, hvat fyri hugsjónarligt grundstøði fiskivinnunýskipanin skal byggja á? Hetta ger høvundurin av hesum essayi sær nakrar tankar um, sum føra hana víða um: Frá tankum um upploysn av vanligu politisku uppbýtingini í “høgra-vinstra” við samanberingum av siðbundnu kapitalismuni og kommunismuni, og til nøkur øðrvísi kollveltandi og visjoner hugskot, sum vinna alt meira frama kring heimin, um, hvussu vit í einum alt meira tøkniliga framkomnum framtíðarsamfelag kunnu umskipa búskapin og syrgja fyri, at allir borgarar fáa fyrimun av menningini á ein hátt, sum tryggjar borgarunum bæði persónligt frælsi og trygd.

Eftir Elina Brimheim Heinesen

Fiskivinnunýskipanin fær sjálvsagt stóran týdning fyri, hvussu føroyska samfelagið sum heild verður myndað í framtíðini. Men fólk hava grundarleggjandi ymiskar fatanir av, hvussu vit eiga at skipa býtið av teimum samfelagsvirðunum, ið koma burtur úr fiskatilfeinginum, so avbjóðingin er stór. Kjakið vekir náttúrliga nógvar kenslur. Ikki so løgið, tá sjálvt grundstøðið ella lívsgrundarlagið undir øllum samfelagnum verður umrøtt.

Onkur helt á Facebook, at alt hetta tosið um “fólksins ogn” bara hevur gruggað kjakið, og at tað fer fullkomiliga at taka alt grundarlagið undan fiskivinnuni, um hvør Hanus og Janus heldur seg hava rætt til at eiga lut í fólksins ogn. Til tað svaraði onkur annar: “Hví í allari víðu verð skuldi fiskurin IKKI verið ogn hjá øllum? Og hvørjum skuldi tað so verið ogn hjá, um ikki hjá øllum? Bara hjá teimum, sum eru reiðarar? Bara afturfyri, at teir eru reiðarar?” Hetta kanska tekur samanum, hvat ósemjan í grundini snýr seg um.

Um vit skulu gera okkum nakra vón um at náa nakra semju um eina fiskivinnunýskipan, har svar skal finnast uppá so nógvar og so umfatandi spurningar (sí faktaboks undir hesi greinini, hvørjar ítøkiligar spurningar talan kann vera um), er neyðugt at greina nærri júst, hvat skilir partarnar.

Eitt er at fáa praktiskar loysnir upp á pláss. Verri er at fáa politisku hugsjónirnar til at sampakka. Ósemjurnar um hugsjónarliga grundstøðið undir fiskivinnunýskipanini forða fyri møguleikanum at finna fram til tær praktisku loysnirnar. Latið okkum tí lyfta okkum langt upp um eina løtu og hyggja at øllum málinum í tyrluperspektivi.

Hvør umboðar fólkið best? Tað almenna ella vinnan?
Heldur enn at spyrja: Hvat fyri hugsjónarligt grundstøði skal fiskivinnunýskipanin byggja á? – og síðani fara til høgru og vinstru í hvør sína skotgrøv og brúka orkuna uppá at skjóta eftir hvørjum øðrum, áttu vit so ikki heldur at havt fokus á: Hvat kunnu partarnir semjast um?

Allir politikkarar siga seg t.d. umboða tað sama – nevniliga “fólkið”. Tað man vera fáur politikkari, sum sigur seg vera beinleiðis ímóti, at borgarar skulu vera “frælsir” – ella sigur seg vera ímóti at geva borgarunum í hvussu so er eitt minimum av heilsu- og sosialari trygd. Ósemjan er um, hvussu alt skal fíggjast. Hóast tað kann vera torført fyri onkran at síggja ein beinleiðis samanhang millum borgaranna frælsi og trygd og so fiskivinnunýskipanina, so hongur alt sjálvsagt saman, tí alt er jú ein spurningur um umbýti av samfelagsvirðum. Uttan hesi virði er als einki frælsi og als eingin trygd fyri nakran. Spurningurin er: Hvussu kann samfelagsbúskapurin – herundir okkara høvuðsvinna, fiskivinnan – best tryggja fólkinum sum heild bæði frælsi og trygd, og ikki bara teimum fáu?

Tá politikkarar skulu smíða eina fiskivinnunýskipan, eiga politikkarar – sum “umboð fyri fólkið” – so ikki fyrst og fremst at spyrja: Hvat er besta loysnin fyri fólkið? Men fyri at finna fram til bestu loysnina fyri “fólkið”, mugu vit vita, júst hvat tað er, vit meina við, tá vit siga “fólkið”. Og vit mugu eisini vita, hvat vit í veruleikanum meina við, tá vit siga, at borgarin skal vera “frælsur” og “tryggur”. Hvussu er – ella verður ein tað?

Bæði tey, ið hella til vinstru, og tey, ið hella til høgru, siga seg eisini vera fyri “fólkaræði” – tvs. at fólkið skal hava ræðið í samfelagnum. Men hvat merkir hetta í grundini, at “fólkið” skal hava “ræðið”? Og hvat merkir tað í mun til náttúruríkidømið og fiskatilfeingið – hvør skal ítøkiliga hava ræðið á tí? Er tað tað almenna ella vinnan, sum skal hava ræðið? Umboðar tað almenna “fólkið” best? Ella er tað vinnan, sum tænir fólkinum best? Hesir spurningar føra aftur víðari til spurningin: Hvussu nógv skal tað almenna stýra? Ella skal vinnan so vítt gjørligt hava rætt til frítt at ráða sær sjálvari, har tað almenna bara skal stuðla vinnuni við at geva henni so vítt rásarúm sum gjørligt?

Summi halda, at tað, sum er gott fyri vinnuna, eisini altíð er tað besta fyri fólkið. Tey meta, at tað er til vansa fyri fólkið, um landið hevur allan ræðisrættin á náttúrutilfeinginum og krevur gjøld frá vinnuni fyri brúk av hesum. Tey meta, at um tað almenna blandar seg soleiðis í marknaðin, so tarnar hetta vinnuni, sum ikki fær tað burturúr, hon hevur uppiborið – upphæddir, sum hon kann brúka til at útbyggja sítt virksemi enn meira og skapa enn fleiri arbeiðspláss. Tað er vinnan, sum ber restina av samfelagnum uppi, so tí meta tey, at tað, sum fólkið hevur mest brúk fyri, er, at vinnan er sterk. Í síðsta enda merkir almenna uppíblandingin bara, at fólkið missir frælsið til at virka frítt, meta tey. Tí skal ræðisrætturin á privatar hendur.

Onnur halda, at um tað privata fær púra frítt rásarúm, førir hetta í síðsta enda bara við sær, at tær fáu pengasterku fyritøkurnar, ið eru tær einastu, sum veruliga hava ráð at gagnnýta tilfeingið, seta seg á alt og stinga nógv tað mesta av vinninginum í egnan lumma. Tilfeingisvirðið kemur sostatt ikki fólkinum til góðar, men einans nøkrum fáum ríkmonnum – ja, møguliga endar alt bara á útlendskum hondum, og tað kemur so í øllum førum ikki føroyska fólkinum til gagns. Tey halda, at hetta gevur teim ríku størri frælsi enn vanliga borgaranum. Tískil skal landið hava ræðisrættin, tí landið – eftir teirra tykki – umboðar fólkið betri enn vinnan og kann fáa meira burtur úr fólksins ogn, so virðini kunnu koma fólkinum sum heild til góðar.

Men summi vísa á, at tað ger lítlan mun, hvørt tað er tað privata ella tað almenna, sum hevur ræðisrættin, tí vandin er altíð stórur fyri vina- og kenningapolitikki, har teir ráðandi politikkararnir geva (úrvaldum) fyritøkum ein órímiligan framíhjárætt fram um aðrar til at gagnnýta tilfeingið. Tey óttast fyri, at tað kortini endar við, at nakrar fáar fyritøkur seta seg á øll virðini, og kunnu selja burturav og ríka seg upp, meðan fólkið eru við sviðið soð.

Íbásseting ger semju ógjørliga
Tað skilst, at tað ikki er so einfalt at finna loysnir, sum ávísiligt gagna fólkinum sum heild best, og at her er talan um rættiliga grundarleggjandi hugsjónarligir munir ímillum, hvønn ein velur at hava mest álit á – tað privata ella tað almenna. Kjakið um umsitingina av náttúrutilfeinginum er so mikið grundarleggjandi og so mikið týdningarmikið, at eg havi hug til at kanna teir hugsjónarligu munirnar nærri fyri at vita, um teir á nakran hátt kunnu sameinast.

Í hesum sambandi vil eg fegin vísa á verkini hjá einum áhugaverdum amerikanskum politiskum heimsspekingi, Karl Widerquist, professara í politiskari heimsspeki á Georgetown University í USA. Serliga rit hansara við heitinum “Stóra pengaspælið”, sum Karl Widerquist almannakunngjørdi í apríl 2014, og sum undirritaða metir sum viðkomandi í hesum høpi. Eg havi týtt ritið úr enskum til føroyskt og kann avgjørt viðmæla at lesa tað HER.

Karl Widerquist útgreinar tær politisku hugsjónirnar, sum aloftast liggja aftanfyri mest vanligu sjónarmiðini í politiskum kjakum allastaðni kring heimin um samfelagsbúskap og býtið av samfelagsvirðunum – sjónarmið, sum eisini eru umboðað í okkara lokala kjaki um okkara náttúruvirði, fiskatilfeingið.

Hetta eru áskoðanir, sum vit siðbundið ofta bólka sum antin “vinstravendar” ella “høgravendar”. Fólk samkenna seg antin við vinstra- ella høgravendu síðuna og eru skjót at seta hvønnannan í bás – eisini seg sjálvi. Harfrá polariserar kjakið seg, og fólk síggja tey á hinum politiska veinginum sum sín mótpart. Harvið veksur ein gjógv millum partarnar. Skjótt flúgva ákærurnar um oyruni tvørtur um skotgrøvina um politiskan ørskap á hinari síðuni. Og sterkar kenslur koma uppí. Onkur rópar “kradding”. Onkur annar rópar “øvundsjúka” afturímóti. Fordómarnir um og beiskleikin mótvegis mótpartinum gruggar sinnini. Og kjakið fer alt fyri eitt í rasshaft. Tað kann tí tykjast at vera ógjørligt at náa semju.

Widerquist lyftir seg uppum allar hesar træturnar í politisku kjakunum. Hann tekur ikki støðu til, hvat er “rætt” ella “skeivt”. Hann greinar bara munirnar, men eisini líkskapin millum ymisku politisku sjónarhornini, fyri at finna út av, um tær samfelagsskipanir, sum ávikavist vinstra- og høgra-síðan siga seg taka undir við, veruliga kunnu rópa seg “fólkaræði” – skilt sum samfelagsskipanir, ið geva øllum borgarum líka góðar møguleikar fyri at skapa sær eina tilveru eftir egnum vali. Hetta ger hann á ein sera greiðan og hugvekjandi metaforiskan hátt, sum setir ávikavist ta kapitalistisku samfelagsskipanina og ta sosialistisku/kommunistisku samfelagsskipanina í eitt lættskiljandi perspektiv. Í greiðum myndamáli avdúkar Widerquist veikleikarnar í skipanunum, sum gera, at hvørgin skipanin kann veita trygd fyri, at hvør einasti einstaki borgari kann kalla seg frælsan, tíansheldur tryggan.

Ein triðja sameinandi loysn

Widerquist vísir í sínari framløgu á, at tað als ikki er so stórur munur á kapitalismu og sosialismu/kommunismu, sum flest fólk halda. Báðar síður siga seg taka undir við “fólkaræði” og “frælsi”, men hvørki kapitalisma ella sosialisma/kommunisma tryggjar borgarunum veruligt fólkaræði ella veruligt frælsi. Sum samfelagsskipanir eru tær í veruleikanum nær um líka frælsiskúgandi, metir Widerquist. Gjøgnum ymisk dømi vísir hann á, hví so er, og hví bæði kapitalistiskar og sosialistiskar/kommunistiskar samfelagsskipanir miseydnast sum fólkaræðisligar skipanir, m.a. tí tær ógjørligt kunnu tryggja hvørjum einstøkum borgara rættin til sjálvræði ella rættin til at sleppa undan tvingsli. Tí má ein triðja loysn til, heldur hann.

Fólk, sum hava ta fatan, at vit longu hava ein fólkaræðisliga skipan, har borgarin er frælsur, hava kanska ilt við at ímynda sær øðrvísi mátar at skipa fólkaræði, enn á tann hátt, vit kenna til higartil. Men spurningurin, ein má seta sær, er, um eitt fólkaræði veruliga kann rópast eitt “fólka-ræði”, um tað bara hevur fyrilit fyri meirilutanum, meðan minnilutar ikki verða tryggjaðir somu borgararættindi sum meirilutin. Summi eru opinberiliga frælsari enn onnur. Widerquist metir, at júst hesin mismunur ger seg galdandi bæði í kapitalistisku og sosialistisku/kommunistisku skipanini, og hann metir tí báðar skipaninar sum verandi meira ella minni ódemokratiskar – fyri ikki at siga diktatoriskar.

Widerquist kemur her við einari staðfesting, sum er rættiliga týdningarmikil fyri at kunna skilja hansara frælsishugtak, ið liggur til grund fyri alt hansara ástøði. Hann sigur, at tú einans kanst vera “fræls/ur” um tú hevur ræði á – ella vald til at avgera egna lagnu. Hvussu fært tú so hetta valdið? Pengar og ognir geva vald – við øðrum orðum: frælsi til sjálvræði. Eigur tú einki, hevur tú í veruleikanum ikki frælsi til sjálvræði, tí tú kanst rætt og slætt ikki liva uttan pengar.

Valdið, ávirkanin og aktivitetirnir eru har, sum samfelagsvirðini eru. Tey, sum eiga ella sita á samfelagsvirðunum, hava valdið í samfelagnum. Eigur tú einki, og skalt tú hava til lívsins uppihald og gera tær vón um at fáa onnur til at lata tær eitt sindur av teirra pengum, hevur tú stórt sæð einki annað val enn at undirgeva teg teimum valdandi – tvs. teimum, sum sita á samfelagsvirðunum og hava ræði á pengum. Kanska vilja tey geva tær arbeiði og gjalda tær løn afturfyri, men sannlíkt einans akkurát nóg mikið til at liva fyri og aloftast verri enn so nóg mikið til at spara upp av, soleiðis at tú enn verður hildin niðri í ognarloysi. Á pappírinum eigur tú kanska eini hús, men so leingi tú hevur skuld í húsinum, hevur bankin í veruleikanum ræðið á tí, tí bankin kann nær sum helst krevja húsið frá tær, um tú ikki svarar tínar skyldur.

Widerquist vísir á, at tað liggur ein stórur demokratiskur trupulleiki í ognarloysi. Uttan ogn hevur tú einki lívsgrundarlag og missir harvið ein stóran part av valdinum á tínum egna lívi – ja, tú missir í heila tikið tína ávirkan á so nógv annað eisini, tí tú hevur ikki møguleikan fyri at keypa teg til vald, tá tú ongar pengar hevur. Tú kanst seta tín kross fjórða hvørt ár, men tey, sum eiga/umsita pengarnar, eru tey, sum veruliga hava alt valdið í samfelagnum og møguleikan fyri at ávirka samfelagsgongdina. Øll onnur hava lítla ella onga ávirkan á samfelagsgongdina, annað enn krossin til valini, har tey flestu vallyftini kortini verða svikin. Tí kann ein bara staðfesta, at tær samfelagsskipanir, vit kenna til í dag, hvørki eru rættvísar ella veruliga fólkaræðisligar.

NoamChomsky_on_who_runs_the_show

Skulu vit gera okkum uppibornan til at liva?
Vit eru borgarar í einum samfelag merkt av hugburðinum, at rætturin til trygd, frælsi og eitt gott lív ikki er nakað, vit eru fødd við. Tað er nakað, vit skulu gera okkum uppiborin til. So sjálvandi skulu vit arbeiða fyri at fáa løn – hetta eitur á enskum “earn a living”, sum merkir: “gera seg uppibornan til at liva”. Vit hava opinberiliga ikki rætt til at liva, ja, ikki eingang rætt til at yvirliva, um vit ikki gera okkum uppiborin til tað við at arbeiða fyri løn.

Bæði kapitalistisku og sosialistisku/kommunistisku skipaninar byggja á grundhugsjónina, at fólk ikki kunnu fáa nakran part í samfelagsvirðunum (og harvið rættin at ráða sær sjálvum), uttan so at tey gera seg uppiborin til hetta frælsið. Frælsi er sostatt avgjørt ikki nøkur sjálvfylgja í teimum samfelagsskipanum, vit kenna til í dag. Meginparturin av borgarunum eru ikki føddir til eitt lív í frælsi. Vit hava bert “stigvíst” frælsi, kallar Widerquist tað, har flestu borgarar mugu arbeiða seg upp eftir einum stiga fyri at vinna sær alt meira frælsi til sjálvræði.

Øll skulu seta “tering eftir nering” verður sagt. Men veruleikin er, at hetta prinsippið als ikki ger seg galdandi – í hvørgum skipanum, tí tað eru verri enn so øll, sum verða tvingað til at liva undir hesum treytum. Øll eru ikki fødd við líka møguleikum – hvørki undir kapitalistisku skipanini ella undir sosialistisku/kommunistisku skipanini. Stórur munur verður gjørdur á fólki í báðum skipanum. Summi sleppa nógv lættari enn onnur og sleppa undan at arbeiða seg upp eftir stiganum. Tey, sum eru fødd inn í ríkar og/ella serliga priviligeraðar familjur, byrja longu høgt uppi á stiganum. Tey hava frá byrjan nógv fleiri fyrimunir og nógv meira frælsi, enn tey, sum eru fødd inn í minni vælhavandi ella fátækar familjur. Tey priviligeraðu hava sostatt fingið forrættindi, hóast tey ikki hava arbeitt fyri at gera seg uppibornan til tað. So reglan um “at seta tering eftir nering” er ikki eins galdandi fyri øll.

Restin av fólkinum – tey “undirpriviligeraðu” – mugu, frá tí tey eru nýføðingar, síggja fram til eitt lív, har hvør einstakur má innstilla seg uppá at arbeiða hart, væl og leingi fyri onkran annan fyri – kanska – at gera sær vón um at koma longur upp á stiganum og gera seg uppibornan til at kunna ráða sær sjálvum og sleppa at njóta fruktirnar av egnum arbeiði í fult mát.

Earn a living

Er tað frælsi at liva í skuldartrældómi?
Tey flestu eru noydd at arbeiða fyri onnur fyri at fáa løn at yvirliva fyri. Afturfyri lønina mugu tey so lata meginpartin av sínari tíð, førleikum og orku til onnur og ganga við til at vera so gott sum ómynduggjørd ta tíðina, arbeiðsgevarin ræður yvir. Vilt tú gerast óbundin, arbeiða fyri teg sjálvan og stovna egið virksemi mást tú sum ognarleys/ur læna teg til pengarnar í dýrum dómum, tí pengarnir skulu jú gjaldast aftur við renturs rentum. Hendan lánimøguleikan hevur tú tó bara, um útlánararnir meta teg egnaðan til at læna. Men tað ger teg kortini ikki heilt “frælsan”, tí so leingi, tú skyldar øðrum pengar, ert tú enn undir ræði hjá øðrum.

Tey flestu eru noydd at skuldarbinda seg bara fyri at fáa tak yvir høvdið. Meirilutin av borgarunum standa tí meira ella minni í skuld so ella so meginpartin av lívi teirra av hesi orsøk. Hetta gevur øðrum valdið til at seta teimum treytir, tey eru bundin til at lúka – og sum krevja teirra tíð og orku, sum fer frá tí tíðini og orkuni fólk annars kundu brúkt uppá seg sjálvi, síni børn og síni nærmastu – ella uppá okkurt annað, sum tey brenna fyri. Tey flestu fáa ongantíði høvi til at liva egnar lívsdreymar fult út, tí tey eru bundin av at arbeiða fyri onnur og/ella av skuld, tey mugu gjalda niður fyrst. Nógv mugu liva eitt langt lív, uttan nakrantíð at sleppa undan skuld, hóast tey hava arbeitt hart fyri tað og hava slitið seg upp, tí nógv tað mesta av fruktini av teirra arbeiði, eru onnur farin avstað við.

Onkur er heppin at fáa hampiliga løn. Ert tú so heppin, sleppur tú enntá at læna (meira) pengar at gjalda við fyri eitt betri tak yvir høvdið, fyri okkurt akfar at koyra í og kanska fyri eitt sindur av marglætisvørum aftrat. Men prísurin er enn, at tú mást lata tað mesta av tínari tíð til onnur – og harvið av tínum frælsi – afturfyri materiellu ágóðarnar. Tú ert stórt sæð ómynduggjørd/ur. Kjansurin er lítil fyri, at tú nakrantíð veruliga fært tíð til at njóta fulla ágóðan av egnum arbeiði uttan at verða bundin av at skula brúka mesta av tínari tíð til at arbeiða fyri onnur enn teg sjálva/n.

Vit liva í einum lutfalsliga ríkum samfelag, materielt sæð. So tað kann væl vera, at summi halda tað er fínt, sum tað er. Tað kann væl vera, at ein partur av fólkinum er heppin at fáa størv, sum teimum veruliga dámar, og tí ikki halda seg hava tann stóra trupulleikan. Og tað kann væl vera, at ein partur av fólkinum livir í glæstriborgum og tykjast rík – at síggja til. So tey halda seg kanska hava nóg nógv “frælsi”. Trupulleikin er bara tann, at nógvar av hesum glæstriborgum eru veðsettar upp til skorsteinin. Fólkini, sum búgva í teimum, hava sjáldan tíð til at vera heima hjá sínum børnum, tí tey mugu kanska hava fleiri størv fyri at hava ráð til at búgva har. Tað skerst ikki burtur, at líkamikið hvat tú gert, ert tú noydd/ur at tjena pengar so ella so. Pengar gerast ofta eitt mál í sær sjálvum, fram um tað at gera okkurt gott og gagnligt.

Nøkur fá duga at spekulera við pengum og kunnu vera heppin at fáa so mikið av vinningi burturúr, at tey skjótari kunnu rinda skuldina niður, men tey flestu vanligu fólkini duga ikki tað og eru meira ella minni tvingað til at vera lívlangir skuldartrælir hjá bankunum og tí noydd at finna seg í at brúka tað mesta av sínum lívi til at arbeiða – nógv av teimum ofta fyri órímiliga lága løn – ikki neyðturviliga tí tað er hetta, tey droyma mest um at gera, men fyri at kunna rinda hvørjum sítt. Verri enn so øll fáa nakrantíð høvi til at uppliva frælsið at brúka sína tíð fullkomiliga eftir egnum høvdi – uttan so tey kanska vinna í Lotto.

Tey arbeiðsleysu sleppa heldur ikki at arbeiða fyri seg sjálvi. Tey verða hildin føst í ongamannalandi, tí tey jú – smbrt. reglunum – mugu vera “tøk á arbeiðsmarknaðinum” fyri at kunna fáa rætt til arbeiðsloysisstuðul. Tey skulu heldur ganga fyri einki, enn at gera nakað fyri seg sjálvi, sjálvt um tað er ólønt, tí annars bróta tey jú reglurnar! So fyri ikki at doyggja í hungri, velja tey so heldur at undirkasta seg skipanina.

Eingin kann vera pengar fyriuttan. Men vilja fólk í veruleikaum lata pengar stýra lívinum og vera avgerandi fyri, hvat tey gera, um tey kundu sloppið undan tí? Hvat høvdu tey gjørt, um tey sluppu undan at hugsa um pengar?

2013-01-08-alanwattsDemokratiskur trupulleiki bæði í kapitalismu og sosialismu
Spurningurin er, um tú veruliga ert fræls/ur, tá tú mást liva av náðini og viljanum – antin hjá privata vinnulívinum/bankunum ella hjá tí almenna – til at geva tær part í teirra pengum, sum tey bara vilja lata tær part av, um tú lýkur nakrar treytir, sum tey seta – ofta rættiliga strangar treytir, jú lægri tú situr á stiganum. At vera ognarleysur og/ella skuldarbundin er at liva undir treytunum hjá øðrum. At liva undir treytunum hjá øðrum er ikki at vera veruliga frælsur, hóast tú fært meira ella minni løn afturfyri at lúka treytirnar.

Tá so nógvir borgarar í einum samfelag einki eiga og/ella eru niðurbundnir av skuld og tí í veruleikanum ikki kunnu ráða sær sjálvum fult og heilt meginpartin av tíðini – fyri ikki at siga alt lívið – liva hesi fólkini tá ikki meira ella minni í trældómi? Eisini hóast trælabandið er gjørt úr tí fínasta, dýrasta silki – og fangaklivin, tey sita í, úr tí skærasta gulli?

Hesi frælsisskerjandi vilkorini, sum halda so nógvum fólki føstum í eini bundnari støðu, gera seg líka nógv galdandi bæði í kapitalistisku og í sosialistisku/kommunistisku skipanini, sigur Widerquist. Spurningurin er, um ein samfelagsskipan, har hetta meira er reglan enn undantakið, tá í grundini kann sigast at vera veruliga fólkaræðislig. Tað metir Widerquist, at hvørki tann kapitalistiska ella tann sosialistiska er, tí í báðum førum mugu fólk undirgeva seg eina yvirvøld – tað verið seg arbeiðsgevarar, bankar, myndugleikar osfr.

Yvirvøld er yvirvøld, líkamikið um hon er almenn ella privat. Ein lítil munur er tó: Kapitalistiska skipanin gevur kanska fólki eitt vet størri kjans enn sosialistiska skipanin til at kunna arbeiða seg upp til ríkidømi, um ein dugir at snúgva sær í skipanini, og eydnan er við einum. Hóast sannlíkindini fyri at gerast ríkur eru evarska smá, so er hesin lítli kjansur kortini orsøkin til, at nógv fólk nógv heldur vilja hava eina kapitalistiska skipan enn eina kommunistiska t.d. Tey kunnu ikki ímynda sær nakað alternativ – og ein lítil kjansur er hóast alt betri enn eingin kjansur. Tað merkir tó ikki, at kapitalistiska skipanin er lýtaleys, tí tað er jú langt frá beint fyri fátækradømi og ognarloysi, har sum kapitalisman ræður. Tvørturímóti.

Tað er ein sannroynd, at líkamikið hvørja samfelagsskipan talan er um, so hevur fólkið ikki nógv at skula sagt, tí tey, sum hava valdið, verja mest síni egnu. Tey fáu máttmiklu, sum longu sita á valdinum, taka sjáldan nógv fyrilit fyri øðrum, men halda fast í tí, sum gevur teimum sjálvum flestu fyrimunirnar. Bæði kapitalistiska samfelagsskipanin og tann sosialistiska/kommunistiska skipanin hava tað til felags, at tær enda við at miðsavna alt valdið hjá nøkrum fáum, sum verja um sítt vald og halda restini skákmát. Valdshavararnir skerja borgararnar við t.d. ikki at tryggja allar borgarar móti ognarloysi, og ikki at tryggja øllum borgarum ein viðføddan líkarætt til sjálvræði. Báðar skipanir hava tí ein grundleggjandi demokratiskan trupulleika.

PopeFrancis_on_inequalities

Eigur eitt satt fólka-ræði at loyva slíkum ójavna, har so stórur mismunur verður gjørdur á fólki, og har summi hava nógv størri rættindi enn onnur? Um eitt sokallað “fólkaræði” veruliga kærir seg um, at “fólkið” skal hava “ræðið”, hví so ikki geva øllum sama møguleika til at kunna ráða sær sjálvum? Hví skulu bara tey, sum lúka ávísar treytir hjá teimum, sum hava valdið, kunna vinna sær rætt til sjálvræði? Og hví skulu summi liva undir nógv strangari treytum, meðan onnur sleppa nógv lættari? Hví skulu bara summi – og ikki øll – liva í frælsi frá tí tey eru fødd? Hví skulu rík børn hava meira rætt til eitt lív í frælsi enn fátøk børn? Átti ein veruliga fólka-ræðislig skipan ikki at tikið eins nógv fyrilit fyri øllum borgarum, og givið øllum borgarum somu rættindi og sama frælsi, líkamikið um tey eru rík ella fátøk ella um tey hoyra uppí meirilutan ella minnilutan?

Í einum sonnum fólkaræði hava øll sama rætt til frælsi
Grundsjónarmiðið hjá Widerquist er, at øll skulu ikki neyðturviliga vera líka, men øll hava sama rætt til at yvirliva, og ikki bara yvirliva, men rætt til at liva í frælsi. Øll eiga tí í minsta lagi at fáa somu grundleggjandi møguleikar í tilveruni, sum tey kunnu byggja sína tilveru á eftir egnum vali uttan at skula noyðast ella tvingast til at undirkasta seg onnur afturfyri, heldur Widerquist. Hareftir má tað vera upp til tann einstaka at gagnnýta sínar møguleikar best møguligt – t.d. ríka seg upp við egnari hjálp, um ein vil tað.

Tað víðkaða frælsið til sjálvræðið, sum summi hava, tí tey (meira ella minni tilvildarliga) eru partur av eini familju, sum eigur meira ogn – ella sum á annan hátt er meira priviligerað enn aðrar familjur – eigur ikki at vera ein framíhjárættur hjá nøkrum fáum, men ein rættur, sum øll áttu at havt. Um øll í samfelagnum veruliga skulu kunna ráða sær sjálvum og kalla seg fræls, so mugu øll hava somu grundleggjandi trygd fyri, at tey ikki verða noydd at undirkasta seg onnur fyri bara at sleppa at yvirliva.

Skal hetta lata seg gera, er brúk fyri eini heilt triðju loysn enn tí kapitalistisku ella tí sosialistisku/kommunistisku, tí hvørgin av hesum skipanum geva tí einstaka bæði trygd fyri at kunna liva OG frælsi til at gera, sum ein vil við sína tíð. Widerquist ber fram próvgrundir fyri, at ein triðja loysn er møgulig, har ein tekur tey frægastu idealini úr teim ymisku politisku grundsjónarmiðunum og sameinir tað, sum hugsjónarliga ósemjan í kjakum um eitt rættvíst býti av samfelagsvirðum ofta stendst av.

Loysnin er, sambært Widerquist, at raðfesta frælsi og sjálvræði hins einstaka nógv hægri enn í dag. Hetta merkir m.a., at ítøkilig trygd má vera fyri, at øll onkusvegna fáa so mikið stóran lut í samfelagsvirðunum – tvs. tey felags virði í náttúruni, sum eingin eigur og tí øll í prinsippinum eiga – at tað tryggjar teirra frælsi til at ráða sær sjálvum. Í okkara føri her í Føroyum – fyri líka at venda aftur til tað, sum hendan greinin byrjaði við – er hetta nakað, sum politikkararnir eiga at taka við, tá fiskivinnunýskipanin skal orðast, tí her hava vit ómetaliga stór virði í náttúruni, sum vit mugu vita, hvussu vit gagnnýta best til gagns fyri flest.

Nógv eru ósamd um, hvør skal hava ræðisrættin á okkara samfelagsvirðum – á tilfeinginum. Men heldur enn at fokusera á, hvat fólk eru ósamd um, áttu vit so, sum nevnt í byrjanini av hesi greinini, ikki heldur at hugt at, hvat til ber at semjast um? Hvat eru flest fólk um okkara leiðir, líkamikið hvønn politiskan lit tey annars hava, kortini samd um og kunnu taka undir við?

Eru flest fólk ikki samd um, at hvør einstakur borgari skal hava møguleika fyri á besta hátt at menna síni evni og førleikar, so ein og hvør kann klára seg sjálva/n sum best? Eru flest fólk ikki samd um, at tað er ein heilt grundarleggjandi demokratiskur mannarættur, at hvør einstakur borgari hevur mest møguligt frælsi til at kunna smíða sær sína egna lagnu? Tað er júst um hendan spurningin, flest fólk tí hava møguleikan fyri at møtast, líkamikið um tey eru høgra- ella vinstravend. Frælsi hins einstaka til sjálvræði spælir tí ein heilt avgerandi leiklut í uppskotinum um eina triðja loysn.

Widerquist setir spurningin: Er gjørligt at geva hvørjum einstøkum borgara mest møguligt frælsi til sjálvræði við at spjaða valdið í samfelagnum gjøgnum eitt javnari býti av samfelagsvirðunum, men UTTAN at hetta eyðrænir nakran og forðar fyri frælsinum/rættinum hjá nøkrum til at eiga tað, viðkomandi hevur arbeitt fyri við egnari hjálp – og UTTAN at hetta tvingar nakran til at skula ganga undir ávísar treytir móti sínum vilja?

Munurin á ognarum og ognarleysum
Widerquist metir, at hetta væl kann lata seg gera uttan beinleiðis at “stjala” nakað frá nøkrum fyri at geva øðrum tað, og soleiðis tvinga ein javna ígjøgnum uppá rokningina hjá øðrum. Men tað krevur eina tilvitan um, at atgongdin til eitt lívsgrundarlag, sum tryggjar fólki frælsi til sjálvræði, ikki eru sjálvsøgd rættindi hjá nøkrum fáum, men rættindi, sum ein og hvør borgari, smbrt. Widerquist, átti at verið borin til at hava í einum rættvísum samfelag, har øll í útgangsstøðinum skulu hava møguleikan fyri at ráða sær sjálvum og ikki noyðast at undirgeva seg onnur.

Widerquist tekur útgangsstøði í, at náttúrutilfeingið er felags lívsgrundarlagið hjá øllum borgarum í samfelagnum, líkamikið hvør eigur ella ikki eigur tilfeingið í løtuni. Tað má tað neyðturviliga vera, tí borgararnir hava ikki annað at byggja tilveruna á.

Upprunaliga átti eingin meira rætt til náttúrutilfeingið enn nakar annar. Tá eingin átti tað, merkti tað í roynd og veru, at øll áttu tað, og at øll tí kundu brúka frítt av tí. Men gjøgnum søguna er alt meira av náttúruni ognartikið. Ikki í øllum, men í mongum førum eru ognartøkan farin fram á ein meira ella minni órættvísan, óreiðiligan ella óheiðurligan hátt. Summi hava tískil fingið betri atgongd til at gagnnýta náttúrutilfeingið, meðan onnur eru útihýst frá hesi atgongd. Sum er, hava øll tí ikki eins atgongd til at gagnnýta náttúrutilfeingið og til gagnnyttuna, ið kemur burtur úr teim virðum, sum verða vunnin úr náttúrutilfeinginum. Tá summi ognartaka ella fáa ræðisrættin á tí, sum skal vera felags lívsgrundarlagið hjá øllum – jørðina, havið og tað, sum grør ella livir har – soleiðis at onnur ikki longur eiga part í hesum, so standa øll ikki longur líka í mun til møguleikar í lívinum.

Tey, sum fingu framíhjárættindini til tilfeingið av fyrstani tíð, hava fingið ein møguleika til at ríka seg upp, sum onnur ikki hava fingið. Tað hevur givið teimum ráð til at keypa sær enn meira ognir – harímillum framleiðslutól og arbeiðsmegi – so tey kundu vinna sær enn meira ríkidømi og vald, ið kann tryggja teirra familju í nógv ættarlið fram, tí ognirnar (og valdið) ganga í arv.

Arvtakarar teirra, sum eiga meira enn hini, eru tí føddir við einum framíhjárætti, sum onnur ikki hava, ið gevur teimum nógv betri byrjanarmøguleikar í lívinum enn onnur. Ikki tí arvtakararnir hava gjørt seg uppibornan til tað, tí tey vóru tey bestu, tey dugnaligastu, tey klókastu ella okkurt heilt fjórða, men bara tí tey vóru heppin at vera fødd inn í eina ríka familju og/ella kendu tey røttu fólkini. Hygg bara at kongsfamiljunum – bert sum eitt dømi. Hvussu hava júst teirra familjur uppiborið tann status tær hava í dag? Tað er ikki nøkur náttúrulóg aftanfyri tað, at øll ikki verða fødd líka. Tað hevur eina søguliga orsøk – ofta liggur ein lang søga av eyðræning, kúgan og harðræði aftanfyri.

Jú meira av náttúruni verður ognartikið av summum, jú minni er eftir til hini, og jú fleiri mugu neyðturviliga gerast ognarleys. Tað er ein sannroynd, at tey, sum onga ogn eiga, enda beinleiðis í armóð uttan so, at tey vilja finna seg í at liva av náðini hjá teimum, sum sita á ognarrættindum ella á ræðisrættinum yvir tilfeinginum. Men tað er ikki lætt hjá øllum – og heldur ikki altíð møguligt – at fáa nakað lønt arbeiði at liva av, als ikki í kreppu- og arbeiðsloysistíðum, tá tað sum kunnugt ikki er lønt arbeiði til allar hendur. Serliga nú, tá fullautomatisk tøkni er vorðin alt meira effektiv og nógv bíligari enn menniskjalig arbeiðsmegi, kann tað vera torført at finna sær eitt arbeiði, um ein t.d. onga útbúgving hevur.

Get a jobSummi enda neyðturviliga sum arbeiðsleys og mugu hava arbeiðsloysisstuðul. Tað kunnu vera mangar orsøkir til, at ein partur av fólkinum ikki hevur annað val enn at liva av náðini hjá tí almenna. Vit kunnu bara staðfesta, at tað verður altíð ein partur av fólkinum, sum ikki hevur møguleikan fyri at uppihalda sær sjálvum – nógv, tí tey eru ov sjúk, ov tarnað av breki, ov ung ella ov gomul til at arbeiða. Tí er neyðugt, at tað almenna traðkar til og letur teimum so mikið, at tey kunnu yvirliva, men ofta letur tað almenna teimum so mikið lítið, at tað neyvan er nóg mikið at yvirliva fyri.

Tey, sum eru vorðin arbeiðsleys, men kortini eru so mikið væl fyri, at tey fáa arbeitt, mugu ofta taka til takka við sera lágløntum størvum ella sera ótryggum, óstøðugum størvum-  ella um illa vil til, enda tey sum langtíðar arbeiðsleys. Fyri summi merkir hetta, at tey enda á beinleiðis vegnum til fátækradømi, mista tign, særdan stoltleika, tunglyndi og allar tær óhepnu avleiðingarnar, sum ofta fylgja við, og sum lætt gerast ein óndur snyril. Summi klára tað ikki og enda í misbrúki fyri at doyva seg og sleppa undan at síggja óeydnuna í eyguni. Vánaligu korini geva eitt nógv verri útgangsstøði enn onnur meira priviligerað hava. Tað kann vera torført at berja seg úr aftur fátækradømi, og til ber at staðfesta, at hesi korini ofta menna seg til ein óhepnan sosialan arv, sum ger seg galdandi fleiri ættarlið fram, og sum kann kosta øllum samfelagnum dýrt – dýrari, enn um meira varð gjørt fyri at lyfta fólk úr fátækradømi.

Sum er, verður heimurin í stóran mun býttur upp í vinnarar og taparar. Summi halda, at hetta er nakað, sum ikki slepst undan, tí soleiðis er menniskjansliga náttúran bara. At gera nakað við fátækradømi við at tryggja eitt javnari býti av samfelagsvirðunum, er tað sama sum at stjala frá teimum virðisskapandi og løna øðrum fyri einki at gera. Tað vil bara forða fyri búskaparvøkstri, halda tey.

Onnur eru ósamd. Hetta er ikki nøkur náttúrulóg, meina tey. Fólk hava sanniliga ikki altíð sjálvi skyldina í, at tey eru vorðin arbeiðsleys ella láglønt – og tí eisini ognarleys og ofta bundin at hjálp frá øðrum. Tað ber saktans til at minka um henda mismunin á fólki og gera fleiri til meira virðisskapandi borgarar, um øll fingu eitt betri útgangstøði, sum gevur øllum møguleikan fyri at menna sítt fulla potentiali. Tað eru tað verri enn so øll, sum fáa høvi til í dag. Tvørturímóti veksur ójavnin bara í heimunum við óhepnum avleiðingum fyri øll. Smbrt. eini nýggjari frágreiðing frá IMF kann tað í roynd og veru loysa seg nóg betur at lyfta fátøk úr fátækradømi, tí tað stimbrar beinleiðs búskaparvøksturin.

SenatorCarlLevin_on_inequality_as_threatValdið miðsavnast alt meira
Heimurin er materielt ríkari enn nakrantíð, men við tíðini eru ognarbýtið og valdsjavnin í heiminum vorðin alt meira misjavnur, soleiðis at í dag sita einans nøkur fá ríkmenni í veruleikanum á tí mesta av heimsins tilfeingi og harvið eisini á heimsvaldinum. 80 tey ríkastu fólkini í heiminum eiga meira enn tey 3,5 mia. fólkini av heimsins íbúgvum í fátækara endanum eiga. Í dag sigst, at einans 147 fyritøkur sita á mestsum øllum heimsmarknaðinum, har av tær flestu hava vaksið seg ovurstórar við at keypa upp kappingarneytarnar. Nógvar av hesum fyritøkum eru eisini tætt samanknýttar og stuðla hvørjum øðrum, tí tær handla vørur og vørukomponentar sínámillum. Sagt verður at heilt niður í fýra stórar fyritøkur stýra øllum hesum 147 fyritøkunum.

Einstakar av hesum 147 stórfyritøkum umseta fyri meira enn heilir samfelagsbúskapir í nøkrum av heimsins størstu og fólkaríkastu londum. Hesar fyritøkur eru so stórar og hava so nógv fólk í arbeiði, umframt so nógv avleitt virksemi, at fara tær á heysin, er vandi fyri, at heilir samfelagsbúskapir detta sundur. Stórfyritøkurnar gerast við øðrum orðum “too big to fail”. Heilar tjóðir liggja nærmast niðri í takksemisskuld til hesar fyritøkur, tí tær ‘skapa jú eina rúgvu av arbeiðsplássum og leggja stór virðir eftir seg í samfelagnum’ (sum um hetta als ikki hevði kunnað latið seg gjørt við øðrum uttan við stórfyritøkum).

Hetta ger hesar fyritøkur nærmast ónertiligar. Fá ella eingin torir at seta spurnartekin við ella bjóða hesum fyritøkum av, hóast nógv dømi eru um stórfyritøkur og bankar við sera ivasamari framferð. Tær gerast tí ómetaliga máttmiklar, og kunnu gera stórt sæð, sum tær vilja. Tey, sum eiga stórfyritøkurnar, hava so at siga heimsharradømi.

Fyritøkurnar eru so stórar og aloftast so rationelt og effektivt riknar, at tær umgangandi troka ein og hvønn kappingarneyta av marknaðinum, sum vágar sær at bjóða seg fram innan sama marknað. Tað kann snøgt sagt ikki loysa seg fyri tey allarflestu at taka dystin upp, tí tær stóru fyritøkurnar sita á so gott sum øllum marknaðinum, og tað er ógjørligt hjá teim smáu at kappast uppá prísin við tær størru, kapitalsterku fyritøkurnar. Vit hava tí tey seinastu 50 árini sæð eitt rák, sum hevur gjørt tað alt torførari at reka smávirksemi.

Lokal smáframleiðsla er undir harðari kapping frá stórfyritøkunum, m.a. tí stórfyritøkurnar hava tryggjað sær stórt sæð øll patent og rættindi til hvat sum helst, tær kunnu fáa rættindi til, og sláa hart niður á tey, sum ditta sær at bjóða stórfyritøkum av. Áður ýddi tað við smáum framleiðslufyritøkum, smáum handlum og verkstøðum o.ø. íverksetara- og kjallarafyritøkum. Í dag liva nógvar smáfyritøkur, sum royna seg, ofta eitt stutt og hart lív, áðrenn tær mugu lúta.

Á bygd er øgiliga lítið framleiðslu- og handilsvirksemi eftir. Í nógvum bygdum, sum fyrr ýddu av lívi, er steindeytt. Einastu fyritøkurnar, sum yvirliva, tykjast vera tær, sum eru hepnar at finna eina nisju, sum stórfyritøkurnar enn ikki hava sett seg á – ella tær fyritøkurnar, sum vilja leggja saman við øðrum og miðsavna sítt virksemið fyri at blíva nóg stórar og nóg kostnaðareffektivar og kapitalsterkar til at kunna knúsa kappingarneytarnar.

Hvussu stórt vald hava brúkararnir veruliga?
Menningin hevur bæði havt fyrimunir og vansar við sær. Hóast smávirksemi kanska hevur verri kor, og verri enn so øll fáa lut í materialla ríkidøminum, so meta nógv, at fyrimunirnir av hópframleiðslu kortini eru so stórir, at henda menningin hevur verið tað verd. Stór framstig eru gjørd, so sum at vørur eru vorðnar bíligari og lættari atkomuligar fyri fleiri. Uttan at undirmeta framstigini, so er kortini eisini týdningarmikið at varpa ljós á vansarnar av vaksandi ójavnanum, sum er ein avleiðing av núverandi búskaparskipan.

Tað er nevniliga ivasamt, um hópframleiðsla altíð er tað mest ynskiliga, og um verandi skipan altíð tekur bestu fyrilitini fyri brúkarunum, umhvørvinum o.ø. Eru vøruúrvalið í dag tað best møguliga, sunnasta og mest umhvørvisvinaliga? Tryggjar tað, sum lættast gevur framleiðarunum størsta vinningin her og nú, altíð bestu vørugóðskuna, ella er tað tað mest umhvørvisliga og heilsuliga fyrimunarliga – sæð frá einum heildarsjónarmiði?

Sagt verður, at brúkararnir hava stórt vald, tí teir kunnu jú velja, hvat teir vilja keypa, so tað er jú upp til brúkararnar sjálvar, hvørja vørugóðsku teir vilja hava. Vøruúrvalið at velja ímillum hjá brúkaranum kann eisini tykjast rættiliga stórt. Men um brúkararnir í veruleikanum bara fáa bjóðað eitt avmarkað úrval, tí stórfyritøkurnar stýra øllum úrvalinum, har vørudygdin er nøkurlunda tann sama á flestum vørum (kanska líka vánalig), hóast pakkingin sær ymisk út, so er spurningurin, hvussu stórt vald einstaki brúkarin í veruleikanum hevur.

T.d. er “planned obsolesence” (ætlað fyrning) eitt kent fyribrigdi, har fyritøkurnar við vilja gera vørur, sum bara halda í stutta tíð, og sum ikki kunnu gerast aftur, so brúkararnir noyðast at blaka tað gamla burtur og keypa nýtt. Hetta kann loysa seg hjá framleiðarunum, men ikki hjá brúkarunum og avgjørt ikki fyri heimsins umhvørvi. Men tá so gott sum allir framleiðarar gera tað sama, so hevur brúkarin ikki annað val.

Sterka altjóða rákið fram móti alt meira miðsavnan av vinnuni/kapitalinum, má neyðturviliga føra við sær, at á nógvum vøruøkjum fáa vit við tíðini stórt sæð monopolstøðu. Manglandi kapping kann meira enn so ganga út yvir vørudygdina.

Er trældómur ein gáva at vera takksamur fyri?
Sterka miðsavningin merkir eisini, at ein rættiliga stórur partur av heimsins íbúgvum arbeiða fyri nakrar fáar altjóða stórfyritøkur – antin beinleiðis ella óbeinleiðis. Til ber tí at siga, at flest fólk í heiminum í dag liva í grundini “uppá náði” hjá hesum lutvíst fáu stórfyritøkunum og/ella hjá tí almenna (sum so ella so er “í lummanum” hjá stórfyritøkunum eisini). Fólk kunnu kanska í ávísan mun velja, hvønn arbeiðsgevara, tey vilja arbeiða fyri – ja, tað eydnast, sum fyrr nevnt, kanska eisini hjá nøkrum fáum at finna onkra nisju, sum stórfyritøkurnar ikki hava sett seg á (enn) at byggja egið virksemi á, um tey “allernådigst” sleppa at lána pengar til tað.

Men hesir (avmarkaðu) valmøguleikar broyta ikki sannroyndina, at flest fólk eru undirgivin eina yvirvøld – antin almennari ella privatari – og mugu liva eftir treytum hjá øðrum í flestum av lívsins viðurskiftum. Tað er líka mikið, um tú als ikki finnur teg til rættis undir hesum treytum. Tú sleppur rætt og slætt ikki undan at liva eftir samfelagsins reglum, sum tey við peningi og valdi áseta. At melda seg út úr samfelagnum er ikki ein møguleiki. Tað er beinleiðis ólógligt og revsivert.

Ein av reglunum er, at tú skalt lata ein stóran part av virðinum av tí, tú skapar við tínum arbeiði, til ‘yvirvøldina’. Ógvuliga fá fólk í heiminum fáa fulla virðið útgoldið av tí, sum teirra arbeiði í veruleikanum er vert. Tey sleppa heldur ikki at eiga og brúka tað, sum tey fáa útgoldið, sum tey vilja. Mesta virðið, tey skapa við sínum arbeiði, fer til onnur – fyrst og fremst til arbeiðsgevaran og hansara virksemi, áðrenn tey fáa løn útgoldna. Meðan mesta av lønini, sum tey fáa útgoldið, fer til bankarnar (sum afturgjald av lánum við renturs rentum) og til landið í skatti og tolli, har av ein stórur partur av pengunum verður goldin sum lønir til tey, sum skulu hava kontroll á øllum hinum.

Orkan hjá teimum, sum skapa virði, fer sostatt í nógv minni mun til at betra um lívið hjá teimum sjálvum og í nógv størri mun til at ríka tey máttmiklu – arbeiðsgevaran, bankan og landið – upp, og til at hjálpa teimum at gerast enn valdmiklari. Arbeiðsgevararnir, bankarnir og landið “snulta” sostatt uppá tey, sum veruliga framleiða nakað. Tey ringastu at snulta eru tey, sum einki framleiða sjálvi, men spekulera í lánsbrøvum/derivatum og forvinna tíggju-, hundrað-, ja, ofta túsundfalt tað virðið, sum tey sjálvi “framleiða”.

Hetta staðfestir við sjeytummaseymi, at reglan um, at tað einans er við hørðum arbeiði, tú kanst gera teg uppibornan til at liva eitt lív í frælsi, als ikki er galdandi fyri øll. Einans tey, sum duga at snúgva sær, duga at benda reglurnar til egnan fyrimun og duga at “snýta” onnur fyri virði, kunnu kanska gera sær vón um at gerast ein av teimum máttmiklu. Men er tað júst slíkir eginleikar, sum eru teir mest fyrimunarligu og teir mest ynskiligu at framdyrka, tá fyrilit skal takast fyri heildini?

12006547_898266580227709_7586337176775110915_oFólk finna seg í tí og síggja ikki kúgan
Kortini eru mong so lítillátin at finna seg í hesum mátanum at skipa búskapin, tí tey duga ikki at ímynda sær nakað annað. Tey hava alt lívið fingið at vita, at verandi skipan tænir øllum best, og at tað neyvan hevði kunnað verið skipað øðrvísi. Tey hava fingið at vita, at tey skylda ikki annað enn eina hjartans tøkk til teir arbeiðsgevarar, sum eru so vinaligir at bjóða teimum at arbeiða fyri seg, líkamikið um lønin als ikki samsvarar við tey virði, tey sjálvi skapa.

Eisini tann fitti bankin, sum var so vinaligur at játta teimum lán, so tey kundu keypa sær eini hús, skylda tey eina tøkk. Hetta líkamikið um støðan í veruleikanum er, at tey eru bundin á hendur og føtur restina av sínum arbeiðslívi fyri at kunna gjalda lánið aftur til bankan við renturs rentum. Og ikki minst tað almenna, sum veitir teimum vegir og sjúkrahús og mangt annað – ja, tað kunnu tey ikki annað enn vera glað fyri, hóast tænastan mangan er sera vánalig.

Nógv fólk finna seg í støðuni, tí tey duga ikki at ímynda sær, hvat tey skuldu gjørt uttan sítt arbeiðspláss, sum veitir teimum lønina, tey skulu yvirliva við – og hvat tey skuldu gjørt uttan bankan, sum veitir teimum lánið, tey skuldu brúka til húsini – og hvat tey skuldu gjørt uttan tað almenna, sum tey halda, veitir teimum trygd á so mongum økjum. Ja, hvar hevði samfelagið verið uttan?

Fólk eru farin at halda hesi viðurskifti – millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, millum bankar og lánarar, millum skattamyndugleikar og skattaborgarar – vera náttúrugivin og óbroytilig, tí soleiðis hevur búskapurin verið skipaður so leingi, at fá duga at ímynda sær, at tað yvirhøvur ber til at reka samfeløg øðrvísi, ella at tað yvirhøvur ber til, at hvør einstakur fær nógv meira burtur úr egnari arbeiðsmegi. Tað kemur teimum ikki til hugs at seta spurnartekin við hesa skipan.

Orðingarnar “arbeiðsgevari” og “arbeiðstakari” eru í sjálvum sær ein ímynd uppá absurditetin í skipanini. Í veruleikanum eru orðingarnar púra misvísandi, tí tað er jú arbeiðs-“takarin”, sum “gevur” mest. Hetta sigur bara nakað um, hvussu mál okkara speglar og styrkir ráðandi hugburðin: at tað, at arbeiða undir øðrum, er ein “gáva”, sum vit bara skulu vera takksom fyri. Allur búskapurin er bygdur upp rundan um hesa idéina. Um fólk ikki trúgva uppá hesa idéina longur, so dettur búskapurin saman.

Ófrælsi ger fólk minni produktiv
Widerquist vísir á, at ein slík búskaparskipan í veruleikanum ikki er serliga skynsom – ikki fyri størra partin av borgarunum og heldur ikki fyri samfelagið sum heild. Kapitalistiska búskaparskipanin, vit liva undir í dag, hevur sínar fyrimunir og hevur óivað gjørt heimin materielt ríkari, men hon avmarkar enn frælsið til sjálvræðið hjá meginpartinum av samfelagsborgarunum, og hon ger mismun á fólki – tað er líkamikið, um tú býrt í einum sosialistiskum ella einum reint kapitalistiskum landi. Samlaða arbeiðsorkan fer ikki neyðturviliga til at gera tað, sum er mest gagnligt fyri tey flestu, men til tað, sum stuttskygt best kann loysa seg peningaliga fyri tey fáu. Hetta hongur ikki altíð saman við, hvat ið er best fyri øll, hóast onkur heldur uppá, at tað, sum er gott fyri tey ríku, er gott fyri øll. Tað søgdu Thatcher og Reagan t.d.

Men søgan hevur avdúkað ferð eftir ferð, at tá tey ríku fáa fleiri fyrimunir og betri sømdir enn onnur, so veksur ójavnin, kapitalurin miðsavnast alt meira, og gjógvin millum rík og fátæk gerst breiðari, umframt at og vandi er fyri afturvendandi ógvusligum búskaparkreppum, har mong detta niðurímillum. Ófriðurin í Bretlandi undir Thacher og nú, serliga í Suðurevropa, eru dømi um, hvat hendir, tá stórir partar av fólkinum kenna seg meira ella minni marginaliserað og afturúrsigld, meðan tey síggja ríkmennni liva eitt marglætislív uppá teirra rokning.

WilliamGibson_on_evenly_distributionÍ veruleikanum eru fólk væl minni produktiv og minni motiverað til at arbeiða, enn tey kundu havt verið, soleiðis sum vit hava skipað búskapin í heiminum í dag, meinar Widerquist. Widerquist vísir á, at tað í roynd og veru kann loysa seg nógv betri samfelagsliga og búskaparliga at lyfta tey fátæku úr fátækradømi og soleiðis lata fólk hava sjálvræði og frælsi til at gera, sum tey vilja, tí tá fólk sleppa at gera tað, tey brenna fyri, og kenna, at tey sjálvi fáa mesta ágóðan av síni egnu arbeiðsmegi, so trívast tey betri, eru glaðari, arbeiða meira og gera eitt betri arbeiði, tí tað er so ómetaliga nógv meira motiverandi.

Men tá tú tekur eini so grundarleggjandi mannarættindi sum frælsi til sjálvræði frá fólki og heldur teimum føstum í eini minni mentari støðu, har tey fyri at kunna yvirliva antin noyðast at gera eitt arbeiði, sum virkar meira ella minni meiningsleyst, og sum bara onnur ríka seg upp av – ella noyðast at vera óviljað arbeiðsleys, har tey mugu liva av náði hjá tí almenna, har tey oman í tað heila sjálvi fáa skyldina fyri at verða endað í hesi minni mentu støðu – so tekur tú tignina og ofta eisini meiningina við lívinum frá teimum. Hetta er helst orsøkin til nógva strongd og/ella tunglyndi, sum er ein av størstu heilsutrupulleikunum í heiminum í dag.

Inntøka ikki gjald fyri arbeiði, men fortreyt fyri arbeiði
Tað er lætt at siga, at man tekur undir við, at øll eiga rættin til frælsi. Tað munnu vera tey fægstu, sum vilja viðganga, at tey taka undir við ófrælsi og trældómi. Men spurningurin er, hvussu væl fólk tora at loyva øllum rættin til sama frælsi sum øll onnur.

Tú kanst bara menna teg frítt sum menniskja og ráða tær sjálvum/ari, um tú hevur eitt trygt lívsgrundarlag, vísir Widerquist samstundis á. Allir borgarar, líkamikið hvørja støðu fólk annars hava í samfelagnum – ung sum gomul, høg sum lág, frísk sum sjúk – mugu hava eitt trygt lívsgrundarlag fyri at kunna liva, ja, í heila tikið fyri at kunna arbeiða, gera gagn og skapa virði í samfelagnum, heldur Widerquist. Eru tey ikki tryggjað, líkamikið hvørja støðu, tey eru, ella kunnu koma í, eru tey í grundini ikki fræls menniskju.

Okkara vanahugsan er, sum fyrr nevnt, at tað at arbeiða er ein sjálvsøgd fortreyt fyri at kunna gera seg uppibornan til at fáa eina inntøku, men veruleikin er, at inntøka ikki er gjald fyri arbeiði, men ein fortreyt fyri arbeiði. Hetta sigur týski vinnulívsmaðurin, íverksetarin og fyrilestrahaldarin Dr. Götz Werner, sum stovnaði stóru týsku handilsketuna “Dm-Drogerie Markt”, sum hann leiddi í 35 ár.

“Vit mistaka okkum, tá vit halda tað vera umvent” sigur Dr. Werner. “Mistakið er, at vit halda, at inntøkan kemur, tí vit arbeiða. Sannleikin er, at tað er umvent: Vit kunnu arbeiða, tí vit fáa eina inntøku. Uttan inntøku hava vit ikki ráð til at arbeiða. Eftir at hava sannað hetta, broytti hetta fullkomiliga sjónarmið mítt um fyritøku mína: Eg sannaði, at tey, sum arbeiða í fyritøkuni, mugu hava eina inntøku fyri at hava ráð til at arbeiða hjá okkum.”

“Lat meg gera tað enn greiðari,” heldur Dr. Werner fram. “Um tú fert til handils og tekur eina tupu av tannkremi av handilshyllini og fert til kassan at rinda, so heldur tú uttan iva, at tú rindar fyri tannkremið. Men hetta er skeivt. Tí tannkremið, sum tú tókst av handilshyllini, er langt síðani goldið. Annars hevði tað ikki kunnað ligið har á hyllini. Tað, sum tú rindar fyri við kassan, er fyri møguleikan hjá øðrum at keypa fleiri tupur av tannkremi aftaná teg. Soleiðis átti tú at sæð hetta. Gjald er ongantíð vent aftureftir, men altíð vent frameftir. Gjald vigar ikki upp ímóti virðinum av tannkreminum á saldoini. Tað er tvørturímóti ein íløga í framtíðar tannkrem. Tvs. at tá tú rindar við kassan, so bíleggur tú í veruleikanum meira tannkrem, sum kemur øllum til gagns. Somuleiðis er, tá samfelagið rindar tær pening, so bíleggur samfelagið nakað frá tær – at tú vísir, hvat tú dugir til. Samfelagið ger eina íløgu í teg. Tað er upp til tín, hvussu tú umsitur íløguna og vísir títt gagn.”

Eitt trygt lívsgrundarlag ger fólk produktivari
Náttúrugivna tilfeingið – og evni okkara at gagnnýta tað – eru grundarlagið undir lívinum hjá øllum borgarum í samfelagnum. Skulu allir borgarar hava møguleikan fyri at vísa sítt virði, blóma sum menniskju og skapa sær eitt virðiligt og frælst lív uttan tvingsil – og soleiðis gerast optimalt virðisskapandi – so má hvør einstakur tí eisini hava eina trygd fyri einum lívsgrundarlag. At geva hvørjum einstakum borgara part í felags samfelagsvirðunum er tað, sum kann tryggja borgaranum besta grundstøðið at byggja sítt lív á við størst sannlíkindum fyri, at borgarin klárar seg sjálvan og veitir eitt størri íkast aftur til felagsskapin. Spurningurin er bara, HVUSSU borgarin ítøkiliga skal hava sín part av samfelagsvirðunum, og hvussu hann kann leggja sína virðisskapan til samlaðu virðisskapanina uttan at nakar kennir seg vera við sviðið soð. Tað koma vit nærri inn á.

Ynskir samfelagið at menna sjálvstøðugar, produktivar, motiveraðar og virknar borgarar, so má samfelagið virða frælsið til sjálvræði hjá borgaranum. Tvs. at eingin eigur at vera mannarættindini til eitt lívsgrundarlag fyriuttan, heldur Widerquist.

Um vit veruliga meina, at øll í útgangsstøðinum skulu hava somu møguleikar til at liva og virka sum fræls menniskju, so mugu vit eisini viðurkenna, at øll – bara við at vera fødd – hava uppiborið sín part av samfelagsins felags lívsgrundarlag – tvs. náttúruríkidøminum – nóg mikið til at veita trygd fyri lívsins uppihaldi hjá hvørjum einstøkum.  Sambært Widerquist hava øll – um tey veruliga skulu roknast sum fræls, óbundin menniskju – rættin til at fáa sín part útgoldnan beinleiðis í reiðum peningi uttan treytir, soleðis at tey kunnu arbeiða og brúka sína tíð, sum tey sjálvi ynskja, og brúka sín tillutaða part frítt, júst sum tey sjálvi vilja – uttan nakra uppíblanding frá nøkrum. Einans tá kunnu fólk roknast sum fræls, og einans tá kunnu tey vísa sítt fulla potentiali og gerast veruliga virðisskapandi.

Eingin hevur rætt til at taka henda viðfødda mannarættin frá nøkrum øðrum. Heldur ikki, um tey meta seg at hava søgulig “rættindi” til tess. Tey, sum hava fingið, arvað ella ognað sær framíhjárættindi til at ríka seg upp uppá tey náttúruvirði, sum upprunaliga vóru felags ogn, gera hetta í veruleikanum uppá rokningina hjá øðrum. Tey eiga tí at lata ávísa skaðabót afturfyri henda rætt, sum skal vera teimum at gagni, sum hava mist síni rættindi til onnur. Skaðabótin verður sostatt latin afturfyri tey rættindi, sum í veruleikanum er tikin frá einum stórum parti av fólkinum.

Skaðabótin eigur at vera útgoldin til tað almenna, sum smbrt. Widerquist eigur at rinda hana beinleiðis út aftur til hvønn einstakan borgara – rík sum fátæk – í reiðum peningi. Peningurin má ikki bara sankast saman fyri at liggja og savna dust í onkrum almennum grunni, ella verða brúktur til ivasamar almennar prestisjuverkætlanir hjá politikkarum, sum fólkið sum heild kanska als ikki tekur undir við – og allarminst verða brúktur til eitt bureaukratiskt statsapparat, hvørs fremsta endamál er at kontrollera og diktera borgarar og minka um frælsið hjá fólki fyri at tryggja valdshavarunum enn meira vald.

Eingin hevur náttúrugivnan rætt til at seta seg sjálvan hægri enn onnur og geva sær sjálvum meira frælsi og fleiri fyrimunir, enn tey vilja geva øðrum. Eingin hevur náttúrligan rætt til at seta øðrum treytir, ið tvinga onnur í eina ófrælsa støðu, har tey verða noydd at arbeiða meira fyri onnur enn fyri seg sjálvi – kanska óviljað og undir órímiligum treytum – bara fyri at sleppa at yvirliva.

Meira virðsskapan, tá fólk eru fræls
Í einum veruliga frælsum samfelag, sum fer við sínum borgarum sum vaksin menniskju, ið kunnu ráða sær sjálvum, eigur arbeiði ikki at verða tvingað, men sjálvboðið, heldur Widerquist. Samfelagið brýtur ikki saman fyri tað, um fólk ikki verða tvingað til at arbeiða. Fólk vilja fegin arbeiða og gera nakað til nyttu sjálvboðin – kanska við undantaki av nøkrum heilt fáum. Men hví skulu øll hini, sum eru virkisfús, viðfarast og metast eftir lægsta felagsnevnara? Og hví skulu ØLL partú tvingast út á arbeiðsmarknaðin at arbeiða fyri onnur, nú tá vit hava so framkomna tøkni, ið merkir, at bara nøkur fá kunnu framleiða ivaleysa nóg mikið til at breyðføða øll?

At fólk einans vilja arbeiða, um tey eru tvingað til tað og/ella tí tey mangla pengar, er ein avoldað fatan, sum hoyrir kenda skotska búskaparfrøðingininum Adam Smith og eini farnari tíð til. Seinni í tíðini er staðfest óteljandi ferðir, at Adam Smith hevði órætt í sínum páhaldi um, at menniskju einans arbeiða, tí tey eru noydd av umstøðunum til at tjena pengar fyri at kunna yvirliva. Veruleikin er, at tey flestu vilja gera gagn sjálvboðið og meta sítt virði og meiningina í lívinum eftir, hvussu nógva nyttu tey gera. Hava fólk arbeiði, har tey kenna, at tey gera gagn, síggja tey arbeiði sum løn í sær sjálvum.

Flest fólk arbeiða tí tvørturímóti meira, tá tey hava eitt trygt lívsgrundarlag, har tey sleppa at gera tað, sum tey vilja, enn tey vildu arbeitt, um tey ikki høvdu hesa trygd og vóru tvingað til at arbeiða. Tá tey hava hetta frælsið og eru óbundin av inntøkuni frá kanska órímilgum arbeiðsgevarum, velja tey kanska ikki at arbeiða við tí, sum ríkar arbeiðsgevaran enn meira upp, men heldur við tí, sum økir um lívsgóðskuna hjá teimum sjálvum og teirra nærmastu. Og hví skuldi tað verið nakar trupulleiki?

Vit mugu halda uppat við vanahugsanini, at arbeiði bara kann roknast sum “veruligt arbeiði” og bara er nakað vert, um onkur arbeiðsgevari fær peningaligan vinning burtur úr tí. Sjálvandi er tað eisini eitt virðiligt og samfelagsliga virðismikið arbeiði at passa síni børn og síni gomlu, dyrka grønmeti í sínum hava ella geva sítt ókeypis ískoyti til eina open source telduskipan, sum kanska kann koma øllum heiminum til gagns t.d., fyri tað um ein ikki beinleiðis fær løn fyri tað. Hetta er alt arbeiði, sum kanska ikki økir um materiella fobrúkið og pengarenslið, men kortini økir um lívsgóðskuna hjá fólki. Og hetta lívsgóðskumennandi arbeiðið er ofta tað arbeiði, fólk hava minst tíð til!

Grundinntøka fríar fólkið
Fremsta uppgávan hjá stýrinum í einum landi, sum virðir frælsi og sjálvræði borgarans, er IKKI sum nú: at taka ræði AV borgaranum og blanda seg í lívið hjá hvørjum einstøkum borgara, taka pengar frá borgaranum og taka avgerðir fyri borgaran, men heldur at tæna borgaranum t.d. við at stremba eftir at tryggja hvørjum einstøkum borgara eitt grundstøði, sum borgarin kann byggja eitt frælst lív á, har borgarin sleppur at ráða sær sjálvum uttan diktat og uppíblanding. Einasti mátin, sum landsins stýri kann veita borgarunum hesa trygd, er við at syrgja fyri, at allir borgarar so ella so fáa treytaleyst lut í samfelagsins felags lívsgrundarlagi – tvs. av virðinum av náttúrutilfeinginum, sum tey av røttum øll eiga rætt til at fáa sín part í.

Um nakar trýr, at hesir tankar bara er vinstravent javnaðar-ørvitistos, so mugu tey heldur trúgva umaftur. Hetta eru tankar, sum m.a. tveir høvuðsguru’ar hjá framstandandi fólkafloksfólkum, Nobelprísvinnandi búskaparfrøðingarnir Friedrich Hayek og Milton Friedman, hava ført fram.

MiltonFriedman1Higartil hevur øll fíggjarskipanin – íroknað bankakervið og tað almenna – verið bygd upp á ein hátt, har pengarnir hava likið meira upp eftir í skipanini enn hin vegin, har ein elita, sum í veruleikanum als ikki eru tey, sum ítøkiliga ella persónliga framleiða mestu samfelagsvirðini, skúma mesta róman. Um tað almenna veruliga skal eitast at umboða “fólkið” og tryggja fólkinum frælsi til sjálvræði, so eigur tað almenna at átaka sær leiklutin sum tann mótvektin, ið vendir spannini og fær pengarnar til eisini at leka hin vegin til teirra, sum gera veruligt samfelagsgagn og skapa virðir (ikki bara materiell virði), so javnvág kemur í, og øll fáa meira beinleiðis nyttu av pengunum. Tað almenna skal ikki – sum nú – bara drekka í seg sjálvt, seta seg á virðini og spæla enn ein valdsharri millum aðrar.

Tí eigur landsins stýri – vegna fólkið alt – at syrgja fyri, at virðini ikki miðsavna seg hjá nøkrum fáum – hvørki í landskassanum ella í nøkrum fáum privatum lummum – men at tey verða spjadd út í samfelagið, har tey skapa grundarlag fyri meira virksemi millum fólk og soleiðis koma til gagns fyri øll.

Widerquist førir fram próvgrundir fyri, at ein veitan av eini treytaleysari grundinntøkutrygd til allar borgarar í samfelagnum er frægasti hátturin at tryggja eina rættvisa og gagnliga spjaðing ella býti av virðum, sum gevur hvørjum einstøkum borgara mest møguligt frælsi til sjálvræði, tí grundinntøkutrygdin verjir allar borgarar móti fátækradømi, so eingin verður føddur sum trælur í skuld – tvs. ognarleysur, bundin at náði hjá øðrum og uttan annað val enn at gera seg sjálvan til amboð fyri onnur.

Tá allir borgarar fáa sín uppiborna lut av samfelagsins felags lívsgrundarlagi, fríar hetta hvønn einstakan borgara og gevur hvørjum einasta borgari eitt trygt grundstøði at standa á, sum borgarin kann brúka til at mynda sína egnu tilveru eftir egnum ynski, uttan at skula undirgeva seg nakran annan. Einstaki borgarin hevur so fría valið til t.d. at brúka sína orku til at lyfta seg upp harfrá við egnari megi – uttan uppíblanding og tvingsil.

Men tora vit at lata fólk hava hetta frælsi? Tora vit at lata fólk ráða sær sjálvum? Onkur spyr kanska: Noyðist tað ikki at vera so, at summi mugu verða tvingað til at taka sær av arbeiði, sum nógv tey flestu ikki tíma at taka sær av? Hvat um øll fáa frælsi til at velja “meiningsleys” og illa lønt arbeiði frá, hvør skal so taka sær av teim minni stuttligu arbeiðsuppgávunum? Onkur skal jú gera tær. Máar tað ikki støðið undan samfelagnum?

Men her mugu vit spyrja okkum sjálvi: Hava vit yvirhøvur rætt til at krevja nakað av øðrum, vit ikki kundu droymt um at kravt av okkum sjálvum? Hvat við at løna slík “meiningsleys” og keðilig arbeiði nógv betur, enn tey vera lønt í dag, um tey eru so alneyðug fyri samfelagið? So gerast tey kanska nóg attraktiv til, at fólk vilja taka sær av teimum. Og hin vegin: Hvør sigur, at tað, sum er meiningsleyst fyri teg, er meiningsleyst fyri øll onnur? Og hvør sigur, at tólmenni ikki kunnu taka sær av hesum uppgávum í einum so tøkniliga framkomnum samfelag sum okkara? Hetta er ikki neyðturviliga nakar stórur trupulleiki at loysa.

Tíverri er trúgvin sera sterk enn uppá, at um fólk bara fáa pengar útgoldnar uttan treytir, so høvdu fólk bara lagt seg at dovnast. Men nógvar og drúgvar kanningar og royndir vísa, at hetta er ikki rætt. Spyrt tú fólk, hvat tey halda HINI høvdu gjørt, um so var, at tey vóru tryggjað eina inntøku restina av lívinum, siga nógv, at øll hini sikkurt bara høvdu dovnað tíðina burtur – og harvið hevði samfelagsbúskapurin skjótt ligið í sorli. Men spyrt tú, hvat tey SJÁLVI høvdu gjørt, um tey restina av lívinum vóru tryggjað eina grundinntøku út yvir tað, sum tey longu tjena, sigur so gott sum eingin (tá tey hava hugsað seg um eina løtu), at tey bara høvdu ligið og dovnast restina av lívinum. Nei, tey fáa ljós í eyguni um allar møguleikarnar, tey so høvdu fingið fyri at arbeiða júst við tí, sum tey allarmest droyma um at arbeiða við – kanska endiliga fingið bygt sær sítt heilt egna virksemi upp.

Vit mugu ikki gloyma, at tað er íborið menniskjanum at finna meining í og hava sín samleika í tí, viðkomandi GER TIL NYTTU fyrst og fremst. Vit síggja t.d., at rík fólk ella lottovinnarar, sum ikki longur eru noydd at arbeiða, ikki kundu droymt um IKKI at arbeiða. Kanska halda tey frí bara eina stutta tíð, men ikki í longdini. Tvørturímóti kasta tey seg yvir okkurt arbeiði, sum tey elska at fáast við. (Sí t.d. eisini ymisk dømi í filmunum niðast á síðuni).

Ein treytaleys grundinntøka til øll er besta trygdin hjá samfelagnum fyri øktum virksemi og virðisskapan – og hjá borgaranum fyri at fáa eina frælsa og óhefta tilveru uttan tvingsil, tí hon tryggjar øllum líka rætt og møguleikar frá tí, tey eru fødd, til tey fara higani, uttan at forða nøkrum í at brúka sítt lív, sum hann ella hon vil, til at fáa sum mest burtur úr sínum viðføddu evnum og førleikum og til at arbeiða og skapa meirvirði burtur úr sínum tillutaða parti av samfelagstilfeinginum til sín egna fyrimun og t.d. velja at byggja upp egið virksemi at ríka seg upp við, um tað er tað, fólk ynskja.

Hava vit ráð til at veita øllum grundinntøkutrygd?
Eitt tað fyrsta, sum nógv hugsa, tá tey hoyra um grundinntøkutrygd, er, at tað má vera ónátúrliga dýrt! Hvussu í allari víðu verð skal tað kunna fíggjast. Hvussu fáa vit ráð til tað? Verður skattatrýstið ikki bara risastórt? Ja, at síggja til sær tað kostnaðarmikið út, men tað er als ikki ógjørligt at fremja. Vit eiga eisini at hugsa um, at tað, at tryggja allar borgarar móti fátækradømi við eini grundinntøkutrygd, er ein íløga, ið kemur – kanska fleirfaldað – aftur í øktum virksemi og virðisskapan í landinum og ikki minst í øktum trivnað.

Tað er ikki rætt, um onkur sigur, at ráðini ikki eru til at tryggja allar samfelagsborgarar móti fátækradømi. Tað er øvut – samfelagið hevur als ikki ráð til at loyva fátækradømi, tí tað lemur ein stóran part av borgarunum, og hetta hálar alt samfelagið niður. At tryggja øll móti fátækradømi er ein raðfesting, sum kann loysa seg at gera, men tað krevur grundleggjandi búskaparligar broytingar.

Galdandi búskaparskipan byggir á eitt prinsipp um lántøku og afturgjald av skuld við renturs rentum, sum – eins og vit áður hava staðfest – heldur nógvum fólkum niðri í skuldartrældómi. Trupulleikin er, at nógv av tí skuldini, fólk hava í dag, er “tilgjørd skuld” – skilt uppá tann mátan, at fólk ikki sjálvi hava skyldina í, at tey eru vorðin skuldarar, umframt at skuldin ofta endar við at verða fleirfaldað tey virði, sum lántakarin hevur lænt upprunaliga, tí lánini eru givin undir órímiligum treytum. Tað er henda búskaparskipanin, sum gjøgnum tíðina hevur loyvt teim pengasterku í stjórn, fíggjargeira og vinnu at gerast støðugt máttmiklari við, at vanlig ognarleys fólk verða tvingað til at gerast skuldarar fyri bara at kunna yvirliva. Soleiðis verða virði flutt uppeftir í skipanini frá teim fátækaru til tey fáu, máttmiklu, sum soleiðis ríka seg upp fyri rokningina hjá øðrum og varðveita og/ella økja alt meira um sítt vald.

Spurningurin er, um ein einans eigur at meta um ríkidømið í einum landið við útgangsstøði í gjaldførinum og hvussu skuldarbundið landið er. Tá ein harafturímóti hyggur at reella ríkidøminum – náttúruríkidøminum, materiella ríkidøminum, potentiella ríkidøminum í menniskaligu ressursunum og reellu virðisskapanini – tvs. ikki bara skapan av penga”virðum”, men skapan av virðum, sum gagna lívsgóðskuni hjá øllum – so sum umsorgan fyri hvørjum øðrum, sunnar matvørur og alt, sum skapar góða heilsu, gleði og íblástur, so kann myndin knappliga síggja heilt øðrvísi og betri út.

Um skuldin var úti av myndini, so var spurningurin heldur, hvussu alt hetta reella ríkidømið kann koma fleiri til gagns – har ein ansar eftir, at eitt javnari býti ikki skerjir frælsi og virkishuga hins einstaka, so sum vit hava sæð  henda í kommunistiskum londum, ið hava gjøgnumtvingað eina útjavning og tikið ognarrættin av. Tað endaði seinni bara við, at hesi lond upplivdu, at eitt kúgandi og frælsisskerjandi diktatur tók seg upp ístaðin fyri, sum var enn meira órættvíst enn skipanin frammanundan var. Tað er jú ikki har, vit skulu fara, fyri tað um vit vilja gera upp við órættvísið í núverandi búskaparskipan.

Sum búskaparfrøðingurin Charles Eisenstein orðar tað í eini grein í YES! magazine:

“Skattalógir, fíggjarlig deregulering og búskaparlig altjóðagerð hevur beint pengar yvir i hendurnar á stórfyritøkum og teim yvirríku, meðan øll onnur verða tvingað til at taka lán fyri bara at nøkta grundleggjandi tørvir. Kommunur og landastýri mugu nú taka lán fyri at kunna veita tær tænastur, sum áður vóru goldnar av skattainntøkum, áðrenn stórir partar av ídnaðinum fluttu til støð, har tað er minni stýring og lønirnar eru lægst í altjóða kapprenningini “móti botninum”. Lesandi mugu nú taka lán fyri at kunna lesa á hægri lærustovnum, har tey áður fingu stuðul til tess frá tí almenna.

Stígur er komin í lønarvøksturin, og hetta tvingar familjur til at taka lán fyri bara at liva. Hendan vaksandi flóðaldan av skuld er ikki úrslit av eini vaksandi flóðaldu av dovinskapi og ábyrgdarloysi. Skuldin er systemisk – tvs. hon hongur saman við galdandi búskaparskipan – og er ikki til at sleppa uttanum. Skipanin er ikki rættvís, og fólk vita væl av tí. Samstundis sum hugtakið um “tilgjørda skuld” breiðir seg, vil kenslan av at hava moralska skyldu til at gjalda skuldina aftur, minka og nýggir mátar at gera mótstøðu móti skuld taka seg upp. Ja, hetta hendir longu tey støðini, sum eru harðast rakt av búskaparkreppuni, so sum í Spania, har ein sterk mótstøðurørsla bjóðar veitarum av húsalánum av og setir spurnartekin við veðskuld, umframt at rørslan hevur fingið ein aktivist valdan sum borgarstjóra í Barcelona.

Men sum tær seinastu dramatisku hendingarnar í Grikkalandi hava víst, so kann avbyrgd mótstøða lætt knúsast sundur. Grikkaland stóð einsamalt yvirfyri valinum millum pest og kolera: antin at geva seg yvir til evropeisku stovnarnar og samtykkja herðingar og strangari revsingar enn tær, sum fólkið vísti frá sær á fólkaatkvøðuni – ella at lata allar sínar bankar knappliga fara á húsagang í senn. Av tí tað síðstnevnda hevði ført við sær eina humanitera vanlukku, valdi stjórnin í Syriza at geva seg undir yvirvøldina. Men sigast má, at Grikkaland hevur nú gjørt heimininum eina tænastu við, at landið hevur gjørt vart við trælkandi skuldarokið, umframt at Grikkaland hevur avdúkað valdið, sum ódemokratiskir stovnar, so sum Evropeiski Sentralbankin, hava til at stýra innanhýsis búskaparpolitikk.

Umframt ta beinleiðis mótstøðuna, eru fólk við at finna út av, hvussu tey kunnu liva uttanfyri tað siðbundnu búskaparskipanina og í hesi tilgongdini at rokna út, hvat hevði kunnað komið ístaðin fyri. Komplementert gjaldoyra, tíðarbankar, bóndagarðssamtøk, sum selja beinleiðis til brúkararnar, rættarhjálparsamtøk, gávubúskaparnetverk, amboðsbókasøvn, medisinsk samtøk, barnaansingarsamtøk og aðrir mátar at samstarva fyri at sleppa undan órættvísari skuld breiða seg í Grikkalandi og Spania, sum á so mangan hátt minnir um siðbundnar formar fyri “kommunalismu”, sum enn finst í londum (red.: sum okkara), ið ikki eru fult moderniserað.

Loysir seg væl, bæði menniskjansliga og fíggjarliga
Vit standa mitt í einum paradoksið. Lond skylda astronomiskar upphæddir, og eru tí undirløgd og trælkað av pengasterku útlánarunum í fíggjarheiminum, men veruleikin er, at materielt hevur heimurin aldrin verið ríkari. Tað er bara býtið, sum er ójavnt. Og verandi búskaparskipan tryggjar, at býtið gerst støðugt meira ójavnt. Men framleiðslan hevur ongantíð verið størri. Og ongantíð hava so fá framleitt so nógv. Tað er t.d. ovmikið av mati í heiminum til at breyðføða 12 mia. menniskju. Í dag verður millum 30-50 % av matinum blakað burtur – nógv av tí langt áðrenn maturin kemur á handilshillirnar! Einans umleið trý prosent av heimsins arbeiðsmegi arbeiða við at framleiða allan hendan matin, so hóast 80-90 % fólk ikki høvdu arbeitt, høvdu vit havt ovmikið av mati til øll, so ongum nýttist at svølta.

Í veruleikanum kunnu øll lættliga liva av tí framleiðslu, sum bara 10 % av okkum framleiða, siga búskaparfrøðingar. Í dag krevur t.d. framleiðslan av ull einans trý prosent av tí arbeiðsmegi, sum samsvarandi ullaframleiðsla kravdi fyri 100 árum síðani. Tað sama við fiskivinnuni, sum í 60’unum gav 6-7.000 føroyingum arbeiði, meðan talið av fólkum, sum arbeiða í fiskivinnuni í dag er bert ein tíggindapartur, hóast samlaða framleiðslan er størri.

"The Concept Of Work" by Herbert A. Applebaum

“The Concept Of Work” by Herbert A. Applebaum

Tað sama við fiskivinnuni, sum í 60′unum gav 6-7.000 føroyingum arbeiði, meðan talið av fólkum, sum arbeiða í fiskivinnuni í dag er bert ein tíggindapartur, hóast samlaða framleiðslan er størri.

Í dag hava tól og tólmenni yvirtikið tað mesta av tí einstáttaða, strævna og skitna arbeiði, sum menniskju fyrr máttu gera. Og tól yvirtaka og fara at yvirtaka alt fleiri arbeiðsuppgávur – so sum t.d. mest sum alt flutningsbandsarbeiði og at koyra veldig føraraleys lastvagnatok á motorvegum tvørtur um heimspartar, men eisini tá tað kemur til meira avanseraðar uppgávur, sum flest fólk í dag illa duga at ímynda sær, at tól kunnu gera – so sum t.d. skurðviðgerðir á sjúkrahúsum ella at skriva journalistiskar greinir. Alt ber til longu í dag.

Higartil hevur menningin klárað at skapa nýggj størv á arbeiðsmarknaðinum, sum so við og við hava avloyst tey mistu gomlu arbeiðsplássini. Men av tí at tøknin mennist eksponentielt, eru alt fleiri búskaparfrøðingar, m.a. Nobelprísvinnandi amerikanski búskaparfrøðingurin Joseph Stiglitz, sum ávara um, at arbeiðsmarknaðurin ikki klárar at fylgja við í longdini, og at útlit tí eru fyri, at menniskju verða alt meira til avlops, um ikki okkurt verður gjørt politiskt og búskaparliga fyri at tryggja øllum eina inntøku.

Tað er ein sterkur íbúgvandi tendensur í kapitalistisku skipanini til at maksimera inntøku og at minimera útreiðslur. Tól eru væl effektivari og bíligari í rakstri enn menniskju, og ein góður kapitalistur velur sjálvsagt altíð bíligastu, og mest vinningsgevandi loysnina. Hann vil sjálvandi heldur t.d. keypa eitt tól fyri 30.000 kr., sum kann framleiða 24 tímar um samdøgrið til ein viðlíkahaldsprís, sum er nógv minni enn tann árslønin – inkl. feriupengar o.a. – sum hann hevði verið noyddur at goldið til ein persón, sum skuldi gjørt sama arbeiði. Lønt arbeiði og trygg arbeiðsvilkor (í øllum førum soleiðis, sum vit fata arbeiði enn í dag) fer tí sannlíkt enn minni at vera til allar hendur í framtíðini.

Arbeiðsloysistølini kunnu fara nakað upp og niður við konjunkturinum, so rákið er ikki altíð líka týðiligt at síggja, men nógvar kanningar eru gjørdar, sum vísa, at yvir tíð gerst arbeiðsmarknaðurin sum heild alt meira óstøðugur, har tey størvini, sum eru, ofta bara er tíðaravmarkað. Til ber at staðfesta, at alt fleiri gerast eitt slag av “dagleiðarum” uttan veruliga inntøkutrygd, og uttan frynsagóðar sum frítíðarlønir og pensjónir.

Hin vegin kunnu vit eisini siga, at tøknin frígevur eina rúgvu av arbeiðsmegi, sum nú fær meira tíð til at taka sær av øllum møguligum øðrum uppgávum – so sum at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum og veita tænastur til hvønnannan av ymsum slag, men hetta hendir ikki av sær sjálvum – einans um tað onkusvegna “kann loysa seg” fyri tey, sum sita á valdinum. Soleiðis sum núverandi kapitalistiska búskaparskipan virkar, er tað ivasamt, um skipanin klárar ella vil umstilla seg til at veita øllum arbeiði og part í yvirskotinum av framleiðsluni, so fólk fáa betur ráð til at gjalda hvørjum øðrum fyri vørur og tænastur.

Í eini grein í The Economist stóð fylgjandi søga at lesa:

“Ein søga við ókendum uppruna verður ofta havd á lofti um Henry Ford II og Walter Reuther, leiðara gjøgnum mong ár av fakfelagnum United Automobile Workers. Henry vísti Walter runt á einium bilframleiðsluvirki, sum nýliga varð vorðið automatiserað, har tólmenni nú gjørdu bilarnar, heldur enn vanligir arbeiðarar.

“Walter, hvussu ætlar tú tær at fáa hesi tólmennini til at gjalda tíni fakfelagsgjøld?” spurdi stjórin á Ford Motor Company so andbráður.

Uttan at blunka svaraði Reuther, “Henry, hvussu ætlar tú tær at fáa tólmennini til at keypa tínar bilar?”

Um hetta orðaskiftið veruliga fór fram soleiðis ella ikki, er ikki viðkomandi. Poengið er, at einhvør øking í framleiðslu, krevur eisini eina øking av talinum av brúkarum, sum hava ráð at keypa vøruna. Henry Ford eldri, sum gekk høgt uppí at økja framleiðsluna og at seta prísirnar tilsvarandi niður, hevði djúpa virðing fyri hesum tankanum og helt fast við at rinda sínum arbeiðarum tvær ferðir so høga løn, sum arbeiðarar annars fingu, so teir kundu fáa ráð til at keypa hansara bilar.”

Fyrr ella seinni verður neyðugt at finna eina virðiliga loysn uppá, hvussu samfelagsvirðini skulu býtast, so til ber at breyðføða øll tey fólkini, sum rúm ikki er fyri longur á vanliga siðbundna, arbeiðsmarknaðinum, ella sum bara kunnu fáa parttíðararbeiði ella tíðaravmarkaðar uppgávur, og tí ikki hava veruliga inntøkutrygd. Verður eingin loysn funnin, sum kann tryggja eitt betri býtið av samfelagsvirðunum enn tað, vit hava í dag, kann ein stórur partur av fólkinum gerast meira ella minni marginaliseraður. Tað kann økja um vandan fyri vaksandi ónøgd og ófriði, sum kann fáa alt samfelagið til at ridla, eins og vit longu hava sæð henda ymsastaðni – serliga í Evropa seinastu árini t.d.

Tað ræður um at gera íløgur í og styrkja (“empower”) eisini vanliga “meiniga mannin”, so nógv fleiri fólk gerast aktivir styrkveitarar til búskapin, heldur at skumpa tey út í desperatión. Ein grundinntøkutrygd hevði loyst henda trupulleika. Í sjálvum sær ger hon ongan ríkan, men hon tryggjar øll móti fátækradømi og gevur øllum eitt tryggari grundstøði at standa á. Sum Dr. Götz Werner vísti á, loysir hetta seg væl, tí tað økir bara um produktivitetin, beint øvut av tí, mong trúgva, og tað hevði styrkt um stabilitetin í samfelagnum. Fólk kunnu so leggja inntøku aftrat, sum er møgulig hjá teimum at útvega sær við at arbeiða, uttan at skula óttast fyri at missa trygdina.

JosephStiglitz_on_lack_of_demandBreið semja um fyrimunirnar av grundinntøkutrygd
Um onkur sigur, at skulu vit hava grundinntøkutrygd, so merkir tað, at onkur skal eyðrænast fyri at gjalda øðrum fyri at dovnast, so sum summi bera ótta fyri – so passar hetta ikki. Tað loysir seg rætt og slætt betur fyri øll, at eingin er fátækur. Eingin fær gott av, at ein stórur partur av fólkinum livir í fátækradømi og ikki fær part í samfelagsins ríkidømi. Fátækradømi niðurbrýtur eitt samfelag innanífrá og er størsta orsøkin til kriminalitet, strongd og sjúku, sum er serstakliga kostnaðarmikið fyri samfelagið. Tað kann als ikki loysa seg ikki at gera nakað við fátækradømi.

Sjey Nobelheiðursløn-vinnandi búskaparfrøðingar hava allir tosað heitt fyri at fremja eitt ella annað slag av grundinntøkutrygd, nettupp fyri at tryggja støðufestið í samfelagnum og í búskapinum. Ein av mest virdu og árinamiklu búskaparfrøðingunum í søguni, Friederich Hayek, stuðlaði tí.

FriedrichHayekÍ 1962 bar búskaparfrøðingurin Milton Friedman próvgrundir fram fyri eini grundinntøkutrygd umvegis ein negativan inntøkuskatt. Í 1967 segði Martin Luther King Jr.: “Loysnin upp á fátækradømi er at beina fyri tí beinleiðis við einum tiltakið, sum nógv verður tosað um í løtuni: grundinntøkutrygd.” Richard Nixon gjørdi eina miseydnaða roynd at fremja eina útgávu av ætlanunum hjá Friedman nøkur ár seinni, og hansara demokratiski mótstøðumaður á forsetavalinum í 1972, George McGovern, skeyt eisini upp at veita eina árliga grundinntøku.

Í eini bók, sum kom út í 2006, kom tann konservativi intellektuelli, Charles Murray, við uppskotinum um at taka av allar almennar veitingar, so sum almannahjálp og heilsutrygging og ístaðin rinda 10.000 $ um árið til øll, sum eru 21 ár og eldri. The Alaska Permanent Fund, fíggjað við íløgum frá oljuinntøkunum hjá statinum, sendir vinningsbýti til allar borgarar í statinum. Í Schweiz verður fólkaatkvøða í 2016, har fólkið skal atkvøða, um landið skal seta eina skipan við grundinntøkutrygd á stovn. (Upprunahugsjónin um grundinntøkutrygd ber í sær eitt treytaleyst útgjald til allar borgarar, líkamikið ríkidømi ella aldur, meðan aðrar útgávur ikki vilja gjalda inntøkutrygdina til tey, sum gjalda toppskatt, ella sum longu fáa almannahjálp). Í Financial Times, hevur Martin Wolf víst á, hvussu ein grundinntøkutrygd eisini kann hjálpa samfelagnum at laga seg til eina nýggja tíð, har ófaklærd láglønarstørv hvørva í alt størri tali.

Umframt at lyfta milliónir av fólki út úr fátækradømi, kunnu ætlaninar um at seta eina grundinntøkutrygd í verk, minka nógv um og gera alla umsiting í samfelagnum lættari og smidligari. Til ber at taka av ein stóran part av teim útgjøldunum, sum tað almenna kortini rindar í dag – arbeiðsloysisstuðul, pensjónir, sjúkrapengar, ymiskar stuðulsskipanir til vinnuna o.m.a. – og seta grundinntøkutrygdina ístaðin. Fyri ikki at tala um allar teir pengarnar, ein kann spara, við at spara alt tað risastóra, eyðmýkjandi bureaukratiska apparatið burtur, sum í dag einans er til fyri at hava kontroll við, um fólk nú hava “uppiborið” sín arbeiðsloysisstuðul, pensjónir, sjúkrapengar o.a.

Grundinntøkutrygdin ger eisini lívið lætttari hjá nógvum, sum í dag kenna seg fangað í eini minni mentari støðu, sum tey ikki sleppa burturúr – antin tí tey eru arbeiðsleys ella tí tey hava størv við sera lítlari løn – og sum skerjir teirra frælsi til at gera tað, sum tey ynskja mest av øllum. Um tey vita, at tey hava nakað at detta afturá, standa tey sum ‘arbeiðstakarar’ sterkari í samráðingum um betri løn og arbeiðsvilkor, ella um tey ynskja at útbúgva seg meira, ella vilja siga eitt láglønarstarv upp fyri at taka sær av sínum børnum ella eldri fólkum í familjuni. Við ein grundinntøkutrygd, sum ØLL fáa, verður tað tignarligt og ikki eyðmýkjandi at velja at taka sær av slíkum umsorganaruppgávum, umframt at arbeiðstakarar noyðast ikki longur at óttast fyri, hvussu tað, at vinna sær nøkur eyka oyru, kann føra til, at tey missa lívsneyðug útgjøld. Nakað, sum nógv í dag fata sum eina beinleiðis revsing fyri at vísa áræði og framtaksemi.

Grundinntøkutrygd letur upp fyri ørgrynnu av møguleikum
Summi óttast fyri, at tað at geva øllum eina grundinntøkutrygd er so kostnaðarmikið, at tað hevði tikið grundarlagið undan vinnuni. Men nei, tvørturímóti. Ein slík skipan lyftir vinnuna, virkisfýsni og íverksetaravirksemi. Gloym ikki, sum eg longu havi nevnt, at vit øll kunnu liva av tí, sum 10 % av okkum framleiða. Hvat kunnu vit so ikki fyri tað, sum t.d. 50 % av okkum framleiða?

Royndir eru gjørdar ymsa staðni í heiminum við grundinntøkutrygd. Staðfest er, at ein grundinntøkutrygd til øll er sum ein beinleiðis íløga í fólkið, ið skapar grundarlag fyri meira íverksetan og “empowerment” (tvs. styrkjan) av hvørjum einstøkum borgara og har av fylgjandi meirvirksemi, ið skapar gagnvirði úti í samfelagnum – ikki minst úti á smáplássum, sum í dag bløða og eru um at doyggja út.

Spurningurin er ikki, um samfelagið hevur ráð til tað. Spurningurin er, um samfelagið hevur ráð til at lata ein stóran part av fólkinum lemjast av arbeiðsloysi og/ella av at liva á ella undir fátækramarkinum. Ístaðin fyri, at stórur partur av virðinum, sum øll eru við til at skapa, hópast upp sum meira ella minni passiv ogn og deyðvekt hjá nøkrum fáum, sum hava ivaleyst frammanundan og als ikki verða fátøk og lamd av at vera eitt sindur fyriuttan, kann grundinntøkutrygdin tryggja, at virðini verða breidd betur út í samfelagið, har tey gerast eitt aktiv, sum økir um keypikraftina, skapar møguleikar og fær virksemið í samfelagnum til at blóma. Hetta lyftir alt samfelagið upp – eisini tey ríku.

Royndirnar vísa, at grundinntøkutrygdin hjálpir nógvum virksemi í gongd og skapar munandi meirframleiðslu. Grundinntøkutrygdin kann blása lív aftur í nógv ymiskt arbeiði og handverk, sum – hóast tørvur er á tí – ikki loysir seg at fáast við, soleiðis sum búskapurin er skrúvaður saman í dag. Við grundinntøkutrygdini hava smáar fyritøkur t.d. betur ráð til at seta fleiri fólk í arbeiði, bæði tí fyritøkuleiðarin sjálvur fær grundinntøkutrygd aftrat sínari løn, og tí starvsfólkini fáa grundinntøkutrygd, og tí so at siga hava “ráð til” at arbeiða fyri fyritøkuna, har tey kunnu yvirliva, uttan at noyðast at krevja eina løn, sum arbeiðsgevarin ikki hevur ráð til at gjalda teimum. Grundinntøkutrygdin er sostatt ikki bara ein persónlig trygd, men eisini ein trygd hjá smávirksemi, sum fær nógv betri tjans til at klára seg, inntil virksemið kann bera seg í sær sjálvum.

Grundinntøkutrygdin gevur fólki tíð til at taka sær betri av hvørjum øðrum, so trýstið ikki verður so stórt á tað almenna, sum skal taka sær av øllum hesum í dag. Nógv arbeiðsmegi verður frígjørd, sum í dag t.d. verður brúkt til at hava óneyðugt eftirlit við hvørjum øðrum, ella til at pjøssa uppá strongd fólk, sum óneyðuga gerast sjúk, tí tey í longdini ikki orka mátan, samfelagið er innrættað í dag. Grundinntøkutrygdin skapar eisini nógvar arbeiðsmøguleikar og nýggj arbeiðspláss, tí hon ger nógv arbeiði, sum í dag hevur trong kor, nógv betri møguligt – t.d. eina rúgvu av tænastu-, heilsurøktar-, umsorganar-, ansingar-, fyribyrgingar-, trivnaðar- og mentanararbeiði og ikki minst innovativum, skapandi uppfinningararbeiði, vit øll hava meira tørv á, men sum ikki kann “loysa seg” eftir dagsins búskaparstandardum, ella sum ikki verður gjørt, tí fólk ikki tora at satsa uppá tað av ótta fyri at missa alt sítt lívsgrundarlag, um tað miseydnast.

Alt hetta, ið kann koma burtur úr grundinntøkutrygdini, skapar betri trivnað og er uttan iva nógv meira vert, enn nógv duga at ímynda sær. Virðið kann neyvan roknast bara í pengum.

Vrakið daddusamfelagið og tryggið øllum frælsi og hugin at arbeiða
Tíðin er komin til at seta eina nýggja samfelagsskipan á stovn, sum ikki stýrir uppifrá og niður, men har fólkið – tvs. hvør einasti borgari – hevur rætt til eitt grundstøði, sum tryggjar borgaranum ræðið á egnum lívi.

Hvat hevur hetta við fiskivinnunýskipanina at gera? Jú, hetta eigur fiskivinnunýskipanin eisini at leggja upp fyri, tí í Føroyum er tað fyrst og fremst ríkidømið í havinum kring okkum, ið leggur grundstøðið undir lívið hjá øllum borgarum í Føroyum. Tað er ikki líkamikið, hvussu hetta ríkidømið verður umsitið og býtt. Hvussu gagnnýta vit tað ómetaliga náttúruríkidømið í og kring Føroyar, sum jú er ogn okkara alra, har vit tryggja øllum part í tí vinningi, sum kemur burtur úr náttúruríkidøminum, sum øll í grundini eiga – bæði tey ognarleysu og tey, sum longu hava framíhjárættindi til gagnnýtslu av hesi fólksins ogn? Sjálvandi við fyriliti fyri, at ein umbýtingarskipan ikki setur fiskivinnuni so stórar forðingar í vegin, at tað beinleiðis køvir vinnuna.

Kann tað, sum fæst burtur úr tilfeinginum, ikki verða býtt út sum vinningsbýti beinleiðis til allar borgarar, so tað ikki fer einans til nakrar fáar borgarar, sum onga trygd veita fyri, at teir brúka vinningin til at gera íløgur í samfelagsgagnlig tiltøk? Hví gera typiska mismunin og rokna tað, sum fer til ognarleys sum bara “útreiðslur”, meðan tað, sum fer til tey, ið longu hava ovmikið frammanundan, verður roknað sum samfelagsgagnligar “íløgur”, tá royndir vísa ferð eftir ferð, at pengar veittir treytaleyst til ognarleys, eru ein betri samfelagsíløga?

Kundi ein hugsað sær, at gjørt var, eins og gjørt verður við oljuinntøkurnar í Alaska, har hvør einasti borgari fær sín part av vinningsbýtinum útgoldið sum ein mánaðarligan kjekk? Hetta kann ikki einsamalt fíggja eina grundinntøkutrygd, men verða allar stuðulsskipanir og kostnaðarmikla umsitingin av teimum spardar burtur samstundis og grundinntøka sett í staðin, so nærkast vit. Ein slík umbýtingarsskipan ger ongan fátækan, men alt samfelagið ríkari.

Men hetta krevur eina hugburðsbroyting, har meginparturin av fólkinum viðurkennir, at allir borgarar í útgangsstøðinum hava rætt til beinleiðis part hvør sær í samfelagsins lívsgrundarlag, umframt til at verða vird og viðfarin sum vaksin fólk, ið sjálvi kunnu umsita sínar pengar og eru væl før fyri sjálv at taka avgerðir fyri seg sjálvi. Ov nogv stýring omanífrá gevur baksláttur, tí fólk verða ómyndugggjørd, tá tú tekur sjálvræði frá teimum, og tað tekur motivatiónina og lívsviljan frá fólki. Vaksin fólk hava ikki brúk fyri at vera undir fyrisiting. Tey hava ikki brúk fyri tvingsli fyri at arbeiða og skapa virði. Tey hava brúk fyri trygd og frælsi til sjálvi at finna út av, hvat gevur mest meining fyri tey at arbeiða við.

Hava fólk trygd og frælsi, umframt rættin til at eiga mestu fruktina av teirra egna arbeiði sjálvi við minimalari uppíblanding frá tí almenna, so arbeiða tey við gleði sjálvboðið, gera sær betri ómak og framleiða meira. At tað uttan iva finnast nøkur heilt fá undantøk, sum ikki gera tað, má ikki liggja øllum hinum til last. Tí skal tað almenna í einum sonnum fólkaræði ikki spæla valdsharri, sum við tvingsli noyðir fólk at liva undir treytum, tey ikki sjálvi hava valt, men heldur taka leiklutin sum fólksins tænari nógv meira í álvara, m.a. við at tryggja hvørjum einstøkum hansara ella hennara rættvísa parti í samfelagsvirðunum og ansa eftir, at ójavnin ikki gerst alt ov ógvusligur í samfelagnum.

Hetta merkir ikki, at fólk knappliga fáa nógv meira ókeypis av nøkrum, sum tey ikki fingu ókeypis áðrenn. Sum ein annar fortalari fyri grundinntøku, belgiski heimsspekingurin og búskaparfrøðingurin, Philippe Van Parjis sigur:

“Tak nú t.d. mína løn – ella lønir, sum eru nógv hægri enn mín. Men hygg ikki bara at lønini – hygg eisini at dygdini í starvinum og at høga livistandardinum hjá mær. Um eg samanberi orkumongdina, sum eg brúki í mínum starvi, við alt stríðið og strevið hjá so mongum øðrum fólkum, so má eg ásanna, at tað, sum eg fái burturúr í mun til, hvat tey fáa, er ikki bara ein lítil ókeypis máltíð. Nei, eg fái eina risastóra og sera kostnaðarmikla veitslu, sum eg drekki í meg einsamallur umvegis mína løn.

Amerikanski nobelprísvinnarin, Herbert Simon, skrivaði, at skulu vit vera bjartskygd, so hava vit í veruleikanum ikki uppiborið meira enn 10% av okkara livistandardi. Restin er ein ókeypis gáva til okkara frá øðrum – nakað, sum vit sjálvi einki hava gjørt fyri at hava uppiborið.

So spurningurin er ikki, hví vit skulu geva øðrum eina ókeypis máltíð. Nei, hann er bara: hvussu skulu vit býta tilfeingið meira rættvíst millum okkara – í mun til tað, sum vit nú fáa afturfyri einki at hava gjørt?”

Samandráttur
Í dag er samfelagið so mikið ríkt, tøknin so mikið framkomin og yvirskotið av framleiðsluni so mikið stórt, at tað er ovmikið til at tryggja hvønn einasta borgara móti fátækradømi. Tað einasta, sum vantar í, er at tryggja eitt betri umbýti av hesum ríkidømi, men á ein hátt, sum tó ikki eyðrænir nakran og tarnar teirra framtakssemið. Ein stórur partur av teimum upphæddunum, sum tað almenna krevur inn í tilfeingisgjaldi, skatti o.ø., átti at verið útgoldin aftur beinanvegin sum beinleiðis íløgur í fólkið, ið sjálvt ger av, hvussu tey vilja brúka pengarnar, heldur enn at tað almenna brúkar so nógvar pengar uppá at spæla dadda fyri borgararnar og fortelja teimum, hvat er best.

Tíðin er komin til, at daddusamfelagið verður vrakað saman við mannminkandi og betrivitandi viðferðini av vaksnum borgarum, sum vit síggja framda bæði í kapitalistiskum og sosialistiskum skipanum. Tíbetur tykjast nógv í yngru ættarliðunum at síggja tað høpisleysa í avoldaða hugsunarháttinum, sum higartil hevur býtt verðina upp í antin “høgra” ella “vinstra”. Hetta gevur ikki longur meining.

Ístaðin síggja tey fyrimunin í at fría menniskjað frá fátækradømi, tvingsli og patronisering, og í at eingin longur skal verða noyddur móti sínum vilja – hvørki tvingað til at ganga i somu takt sum øll onnur, ella tvingað til at luttaka í profittjagstran, sum ikki kemur einum sjálvum til góðar. Eftir er bara, at meirilutin eisini sær fyrimunin í, at øll sjálvboðin lata sítt beinleiðis ískoyti til at tryggja hvørjum øðrum – og sær sjálvum – frælsið til at skapa sær sína egnu tilveru uppá egnar treytir. Við øðrum orðum: tryggja øllum grundinntøkutrygd. Allar royndir higartil vísa, at hetta kann loysa seg fyri samfelagið, og at fíggjarliga frælsið, sum grundinntøkan gevur fólkinum, útloysir ein øgiligan virkishug, umframt at fólk taka sær nógv betri av hvørjum øðrum.

Nógv bendir á, at alt fleiri staðni í heiminum verða grundinntøkuskipanir framtíðar loysnin, ið skal hjálpa til við at breyðføða mannaættina og bjarga heiminum undan at enda í ruðuleika, tá fólkið fer at ressast, tí tað ikki longur finnur seg í marginaliseringini og í ikki at fáa lut í samfelagsins ríkidømi, tá arbeiðsgevarar í alt størri mun velja tøkni fram um menniskjaliga arbeiðsmegi og ikki longur kunnu ella vilja bjóða lønt arbeiði til allar hendur. Brúk er tí fyri einum alternativi – tvs. einari skipan, sum tryggjar eitt rættvísari umbýti av samfelagsvirðunum, har øll sum minimum fáa eitt grundstøði at standa á – tvs. eina grundinntøkutrygd. Hetta má ein framtíðartryggjað fiskivinnunýskipan í Føroyum, sum skal vera til gagns fyri alt samfelagið, hava fyrilit fyri.

“Nothing is as powerful as an idea whose time has come”, segði Victor Hugo. Alt fleiri gerast samd um, at hugsjónin um grundinntøkutrygd er tann hugsjónin, sum tíðin endiliga er komin til nú.

Her fæst meira at vita um hugskotið um grundinntøkutrygd:

Les ritið hjá Karl Widerquist, sum nógv av hesi greinini byggir á, og sum undirritaða hevur týtt úr enskum til føroyskt, HER.

BasicIncome_CommonSense

BASIC INCOME IS NOT LEFT OR RIGHT. IT’S COMMON SENSE.

Sí her sending, sum PBS hevur gjørt um grundinntøkutrygd:



Sí her sera áhugaverda belgiska sjónvarpssending, sum fer í dýpdina í síni viðgerð av grundinntøkutrygd – m.a. við dømum um ítøkiligar royndir við grundinntøkutrygd ymsastaðni í heiminum:



FAKTABOKS:

Hvat snýr ósemjan um tilfeingið seg um?
Her er ein listi við nógvum ítøkiligum ivaspurningum, sum fólk hava ymiskar meiningar um, sum eg tó ikki fari at geva nakað ítøkiligt boð uppá. Hetta er bara fyri at vísa, hvussu umfatandi spurningarnir eru, sum mugu avgreiðast, tá ein fiskivinnunýskipan skal gerast:

Skal tað almenna eiga veiðuloyvini og selja áramálssettan brúksrætt til tey?
Hvussu trygg kann/skal vinnan vera við síni fingnu rættindi?
Um áramál skal setast á brúksrættin – hvussu nógv ár eru so hóskandi?
Ella skulu veiðuloyvini gerast permanent og privatiserast heilt?
Hvussu verður avgjørt, hvør fær fiskirættindi, um man ikki skal brúka ein marknað, og tað eru fleiri sum vilja hava somu fiskirættindi?
Skulu fiskiloyvi kunna keypast og seljast á marknaðinum?
Er ikki vandi fyri, at spekulatión kemur í?
Hvat hendir um nakrir fáir kapitalsterkir persónar keypa øll fiskiloyvini upp?
Hvussu kunnu fleiri – og minni – fyritøkur eisini sleppa framat?
Er ein uppboðssøla besta loysnin
Hvat hendir, um sølan er frí, og útlendingar keypa seg inn og keypa alt upp?
Skal tað vera eitt krav, at einans føroyingar skulu kunna keypa og selja fiskiloyvi?
Skal tað vera eitt krav, at fiskurin kemur upp á land í Føroyum, so vit varðveita arbeiðsplássini í fiskivinnuni á landi?
Skal tilfeingisgjald gjaldast av vinninginum av veiðuni?
Hvat skal støði takast í, tá gjaldið skal ásetast?
Hvussu verður tryggjað, at gjaldið ikki tekur virkishugin frá teim vinnurekandi?
Hvussu verður tryggjað, at tilfeingisgjaldið ikki minkar um kappingarførið hjá føroyskari fiskivinnu mótvegis útheiminum?
Hvussu verða fyrilit tikin fyri ymiskum fortreytum fyri ymiskar partar av vinnuni?
Hvussu verður tryggjað, at fiskastovnarnir verða røktaðir so væl, at teir ikki verða niðurfiskaðir?
Osfr. osfr.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/03/15/hvor-eigur-ogn-foroya-folks/