Um fólkatalið veruliga skal vaksa, og um føroyingar – serliga teir av kvennkyni – skulu støðast í Føroyum, má arbeiðs- og útbúgvingarmarknaðurin her á landi gerast nógv rúmligari. Vilja vit hava fleiri at venda aftur og geva færri orsøk til at fara, mugu vit hugsa nógv minni siðbundið. Kreativitetur manglar ikki millum føroyingar, men fær nýhugsan nóg góðar sømdir í Føroyum?
Eftir Elina Brimheim Heinesen
Størsta orsøkin til, at fólk flyta úr Føroyum, er, at tey fara uttanlands í útbúgvingarørindum. Nógv av hesum fólkunum venja seg við lívið uttanlands, møta kanska sínum maka har og vera tí hangandi og koma ikki aftur. Útboðið á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum hevur eisini stóran týdning fyri, um fólk vilja ella kunnu venda aftur. Hetta vísti Exit Føroyar kanningin m.a.
Útboðið ov lítið og einstáttað
Hagtøl vísa, at kvinnur flest velja at útbúgva seg og arbeiða innan vinnur, har tað snýr seg um at skapa og at samskifta við ella vera um onnur menniskju so ella so – t.d. í kreativari vinnu, í mentanar-, vitanar- og samskiftisvinnu, í handils- og tænastuvinnu, og ikki minst innan undirvísing og umsorgan. Men í Føroyum mangla hægri útbúgvingarmøguleikar júst á teim økjum, ið kvinnur verða drignar at. Tí eru tað serliga ungar kvinnur, sum rýma.
Vit hava lærara- og pedagogskúla og sjúkrarøktarfrøðisskúla, men annars eru so gott sum ongar hægri útbúgvingar innan – í tilvildarligari raðfylgju – samskifti, mentan og mentanarmiðlan, sniðgeving av ymsum slag, myndlist, grafiskt arbeiði, tónleik, sjónleik, film, matmentan og matgerð, byggilist, event management (tiltaksfyriskipan), ferðavinnu, vælverutænastur, sálarfrøði o.o. persónlig menning, ítrótt, og mangt annað, sum nógv – serliga kvinnur – eru áhugað í at lesa og tí mugu fara uttanlands at lesa.
Onkur heldur kanska: “Jamen, hava vit brúk fyri hasum (“fjasinum”) í Føroyum? Hví kunnu fólk ikki bara útbúgva seg til okkurt, sum brúk er fyri her? Um einki arbeiði er til fólk við slíkum útbúgvingum, hví skulu dýrar útbúgvingar setast á stovn í Føroyum, ið kanska bara útbúgva fólk til arbeiðsloysi? Flyta fólk so ikki kortini av landinum, tá tey eru liðug við útbúgvingina? Kann tað yvirhøvur loysa seg at brúka pengar uppá fleiri skúlar, sum útbúgva fólk til sovorðið, ið ikki kann brúkast til nakað (“ordiligt”)?”
Óbrúkiligir føroyingar?
Hin vegin kann ein eisini spyrja: Ber betur til at laga menniskjuni til samfelagið – fram um at laga samfelagið til menniskjuni? Hvør av hesum báðum møguleikum kann meira sannlíkt tálma fráflytingini? Fólk gera, sum tey hava hug til. Hvussu tvingar tú fólk til at laga seg eftir samfelagnum, tá tey hava møguleikan at velja tað frá við at flyta? Sjálvandi flyta tey. Hví so tvíhalda um bara at miða ímóti tí siðbundna, sum ein stórur partur av fólkinum ikki hóskar inn í, tí tey vilja okkurt annað? Hava vit í longdini ráð til at missa øll hesi fólkini?
Um vit ikki seta okkum fyri at útbyggja samfelagið við at menna annað enn tað siðbundna, noyðast nógv at velja føroyska samfelagið frá. Tey søkja sær heldur arbeiði – ella stovna egnar fyritøkur uttanlands, har tað tykist lættari at fáa nakað burturúr. Mong av teimum klára seg avbera væl og vera tí verandi har og leggja virðir eftir seg, heldur enn í Føroyum.
Grundleggjandi viðurskifti broytast
Men tá onnur lond kunnu brúka hesi fólkini, hví kunnu Føroyar ikki rúma teimum? Jú, uttan iva kunnu Føroyar tað, men grundleggjandi fyritreytirnar fyri, at íverksetan á hesum økjum skal kunna løna seg í Føroyum, mugu fyrst vera í lagi. T.d. mugu nógv fleiri fólk mentalt flyta seg frá at hugsa um Føroyar sum bara eitt veiðu- og ídnaðarsamfelag, har vit næstan bara kunnu liva av rávøru- og framleiðsluídnað, til eisini at hugsa um Føroyar sum eitt vitanar- og tænastusamfelag. Nógv fleiri føroyingar eru noyddir at viðurkenna virðini – eisini vinnuligu virðini – í t.d. gransking, nýskapan og innovasjón, kreativari vørumenning, “storytelling”, mat- og mentanarupplivingum, og tænastum av alskyns slag, umframt síggja allan heimin sum sín marknað.
T.d. eru nógv størv í ferða-, upplivingar- og tænastuvinnum, ið nógv av teimum, sum í løtuni “leka” úr Føroyum, kundu verið drigin at – serliga kvinnur. Her er vert at nevna, at í Íslandi er ferðavinnan farin at geva meira pengar av sær enn íslendska fiskivinnan. Tað ber til hjá teimum, so sjálvandi ber tað eisini til her. Men hvat forðar?
Hvat kunnu politikkarar og íleggjarar gera?
Bankar og íleggjarar hava stóra ávirkan á, hvat fyri virksemi fær sømdir í Føroyum, og hvussu arbeiðsmarknaðurin tí kemur at síggja út, men teir tora illa at gera neyðugu íløgurnar í at útbyggja ferða-, upplivingar- og tænastuvinnuna, sum er. Tað er sera torført at fáa íløgur og lán t.d. til ferðavinnuverkætlanir. Íleggjarar og íleggjaragrunnar tykjast at hava høvd og hjarta fult av fiski, har løtuvinningarnir eru størri, so lítið annað virksemi enn bara tað, sum hevur við fisk og aling at gera, fær undirtøku. Tí hevur íverksetan á øðrum økjum sera trong kor.
Men tað ber til aðrastaðni at fáa slíkt virksemi at bera seg í útjaðarasamfeløgum, sum hava á leið somu avbjóðingar sum okkara. Hví tora bankar og íleggjarar í Føroyum so ikki at trúgva uppá tað? Eru karmarnir fyri slíkum virksemi ikki nóg góðir? Her kundu politikkarar gjørt nógv meira fyri at latið fleiri vinnuligar dyr upp. Politikkarar hava nógva ávirkan á, um tað kann loysa seg at seta fyritøkur á stovn í Føroyum – t.d. við at regulera skattir og MVG og taka forðandi lógir og reglugerðir av, og við at syrgja fyri, at tað almenna brúkar føroyskar veitarar, umframt gjøgnum játtanir til menning og útbúgvingar osfr. Teir kundu stimbrað íverksetan meira innan øðrvísi vinnur, sum hava annað enn bara ítøkiligar fiskavørur sum vørur, við at gera karmarnar fyri hesar vinnur betri.
Tíverri tykist politiski viljin og visjónirnar at tróta. Sera spell, at fleiri ikki síggja allar teir møguleikar og allar tær dugnaligu kreftirnar, føroyska samfelagið missir á henda hátt.