«

»

Mar 04 2015

Print this Post

Stóra pengaspælið

texas_holdem_poker_564201_oEin innleiðandi frásøgn um sjálvræði, ognarloysi og grundinntøkutrygd: Eitt ástøði um frælsi sum ‘myndugleikin til at nokta’.

Eftir Karl Widerquist

Stuttur samandráttur
Í hesum riti verður ein samanbering gjørd, sum ímyndar ávikavist:

(1) at búskapurin er og fer altíð at vera eitt stórt pengaspæl – ein “kasinobúskapur”, og

(2) at í verandi samfelagsskipan og í flestu politisku – tvs. liberalum, sosialistiskum og liberterum hugsjónum um samfelagið – noyðast øll at luttaka í kasinobúskapinum undir tvingsli. Ritið ber fram próvgrundir fyri, at rættvísi krevur, at ein og hvør einstaklingur má fríast frá tvingsli til at luttaka í einum slíkum búskapi, og vísir á, hvussu fólk kunnu gerast fræls frá hesi tvingaðu skyldu til luttøku, við eini grundinntøkutrygd.

Ímynda tær, at tú koyrir eftir einum oydnum veg gjøgnum turra háslættan har eystanfyri í Oregon á veg heim til føðibygd tína, Winnemucca í Nevada, nú tú júst ert vorðin liðugur við fyrsta árs útbúgving tína í politiskari heimsspeki, sum tú lesur á lærda háskúlanum í Norðara Bretska Kolumbia. Tú droymir um tíðina eftir loknan lestur, tá tú hevur ognað tær eitt sindur av jørð tætt við heimbý tín, har tú fert at hava seyð gangandi, eta lambskjøt og skriva vísindaritgerðir, sum helst eingin nakrantíð fer at lesa.

Beint á markinum til statin Nevada, sært tú eitt vegaskelti við vegin, har tað stendur: “Vælkomin til Lítla Kasino”. Húsið, har til ber at spæla pengaspøl, stendur har einsamalt mitt í einum annars púra fólkatómum landslag. Meðan tú vart burtur, er pengaspæl vorðið loyvt í heimstaði tínum, og onkur hevur bygt eitt lítið kasino her, hagar pengaspælarar koma fjølmentir koyrandi úr fólkaríkari miðdeplunum kring bygdina, so sum úr býnum Bend í Oregon og úr býnum Walla Walla í Washington fyri at spæla. Tú steðgar á og fert inn at fáa tær eitt ókeypis rækjubland at eta, meðan tú eygleiðir fólkini, sum spæla pengaspøl.

Næstan allar grundreglur fyri rættvísum býtishandli millum menniskju, sum tú lærdi um í lesnaði tínum, verða brotnar her í Lítla Kasino, undantikið at øll fólkini sjálvi valdu at koma higar. Við hvørt einasta spæliborð eru møguleikarnir lagdir soleiðis til rættis, at Húsið altíð fær fyrimun. Spølini eggja ikki til – og løna heldur ikki – ídni, effektiviteti, hørðum arbeiði, førleikum, dugnaskapi ella tørvi. Summi spøl løna slíkar ynskiligar eginleikar hjá spælarunum í ávísan mun, men í øllum spølunum er tað í stóran mun hepni, sum er avgerandi fyri endaúrslitið, og spølini løna haraftrat ódámligum eginleikum hjá spælarunum. Við hvørt einasta spæliborð er tað í meðal altíð Húsið, sum vinnur.

Hóast ein kann siga, at fólk jú velja at vera her sjálvboðin, so ber ikki til at siga, at øll hava sama møguleika fyri at eydnast, tí beiski sannleikin er, at stórur ójavni er innbygdur í skipanina. Pengaspælarar, sum koma úr meira fyrimunarligum korum, roynast oftast betur enn onnur, og eru lummarnir nóg djúpir, so eru fyrimunirnir so at siga óendaligir. Fólk, sum eru verri fyri, hava ikki møguleika fyri at spæla á ein hátt, sum tekur fyrilit fyri teirra meira óhepnu støðu. Hetta eru trupulleikar, sum Húsið onga ábyrgd hevur ella tekur av. Húsið skapti jú ikki karmarnar ella treytirnar. Tað gav bara fólki ein eyka møguleika. Hóast tað í veruleikanum ofta ger óhepnu støðuna hjá fólki verri, so velja fólk kortini sjálvi at koma her at spæla í Húsinum, har tey kundu havt valt at verið verandi heima.

Tú møtir einum pokerspælara, sum ikki tykist at kenna til at hava samhuga við øðrum. Hann sigur soleiðis við teg: “Eg spæli ónt. Eg spæli fyri at vinna. Eg havi ikki boygt armin afturum á nøkrum fyri at noyða tey at koma higar. Spælið er ikki altíð rættvíst, nei, og eg brúki sjálvsagt ein og hvønn fyrimun, sum eg kann, fyri at koma mær fram. Tað einasta, sum er rættvíst her, er, at øll vóru greið yvir spælireglurnar, áðrenn tey valdu at spæla við. Um tey ikki ynskja at spæla uppá okkara máta, so kunnu tey bara lata vera við at seta føturnar inn í Lítla Kasino, og fara aðrastaðni. Tað er einki annað enn eitt veldugt landslag kring húsið her, har fólk kunnu fara og vera, sum tey vilja.”

Hóast tú kanska kanst ímynda tær ymsar orsøkir til at broyta karmarnar og treytirnar í Lítla Kasino, so kanst tú ikki koma í tankar um nakra rímiliga grund til at noyða fólk sum hendan pokerspælaran til at steðga við at gera, sum honum lystir. Onkusvegna ert tú sannførdur um, at her eru eingir ludomanar – øll eru skilagóð, væl kunnað vaksin fólk, sum sjálvi valdu at koma higar at gera tað, tey gera, væl vitandi um váðan og ójavnan. Tey høvdu frælsi til at halda seg burtur, men tey valdu at koma her í Lítla Kasino.

Tú gert teg lidnan við at eta rækjublandið og fert út aftur, uttan at hava luttikið í nøkrum pengaspæli – og hevur sostatt etið fyri einki ímóti vanligum reglum fyri sínamillum gagn. Eins og ein og hvør annar, sum ikki brýggjar seg um Lítla Kasino, hevur tú frælsi til ikki at vilja vita av slíkum.

Hvørt ár, tá tú heldur frí frá lesnaðinum og kemur heim at vitja, sært tú, at Lítla Kasino hevur vaksið seg størri. Alt meira tilfeingi og alt meira jørð í Nevada er nú yvirtikin og brúkt til endamál, sum tú als einki ynskir at hava við at gera.

Tjúgu ár seinni, eftir at tú hevur lokið prógv í politiskari heimsspeki og hevur fingið tær nakrar royndir úti í verðini, vendir tú nøsini heim aftur til Winnemucca. Tá tú nært fram til markið til statin Nevada, koyrir tú inn undir ein boga, sum spennir tvørtur um vegin, har eitt skelti hongur á við orðunum: “Vælkomin til Stóra Kasino”. Allastaðni á motorvegnum og á heyggjunum í allar ættir, so langt sum eyga røkkur, standa skelti av sama slag. Frá einum enda til annan í statinum Nevada er tað nú Stóra Kasino, sum eigur alt. Tú kanst ongastaðni fara at leggja teg at sova ella fáa tær at eta, uttan við loyvi frá Stóra Kasino.

Tú mistók teg um lógina um rættin at ogna sær jørð í USA – ta sonevndu “Homestead Act” lógina. Tú átti at vitað, at lógin var tikin av langt síðani – langt áðrenn tú vart føddur. Langt áðrenn tú komst til mans, var øll jørð og alt tilfeingi í stati tínum tilognað onkrum øðrum. Tú kanst ikki longur loyva tær at fáa tær burtur av náttúrutilfeinginum og brúka tað til egið endamál. Um tú vilt hava burtur av tilfeinginum, so mást tú keypa tað frá onkrum øðrum, sum eigur tað. Tað vil siga frá einum av teim mongu smáu húsunum, sum tilsamans eru Stóra Kasino.

Stóra Kasino hevur einki ímóti at selja, so tú kanst ognað tær ein part av ognini, sum tú nú einaferð hevur hug til at keypa. Alt, sum tú skalt gera afturfyri, er at arbeiða fyri Stóra Kasino. Um tú veitir nakrar tænastur til ognaran afturfyri, so kanst tú gera tað til hansara áhuga at sleppa sær av við nakað av sínari ogn til tín, sum tú síðani kanst brúka, sum tú vilt. Sambært galdandi lóg og rætti, so er hetta nú einasti loyvdi mátin at yvirliva í statinum: at tæna Húsinum.

So tú fert inn í eitt av teimum mongu smáu húsunum, sum tilsamans eru Stóra Kasino og spyrt, um tú kanst fáa arbeiði har. Tey siga: “Um tú vilt arbeiða her, so skalt tú spæla kortspælið bakkarat við hinar umsøkjararnar, og harvið hjálpa okkum at gera av, um vit skulu seta teg í starv og á hvørjum stigi. Eftir tað skalt tú spæla poker við hini starvsfólkini at vita, hvussu skjótt tú kanst flytast upp í hægri størv.” Eitt annað Lítið Kasino biður teg um at royna teg við terningaspæli, við blackjack hasardspæli, ella við spæliautomatum. Líkamikið hvat tú tekst við, so er pengaspæl uppi í øllum, sum tú fært boðið.

Í ávísan mun samsýnir Stóra Kasino tær fyri tað, sum tú hevur uppiborið, tvs. fyri tínar førleikar og evni, og fyri hart arbeiði, ídni og dugnaskap á ein hátt, sum svarar til gagnliga avriksverkið, sum tú gert. Men hin vegin, so kann tað eisini løna tær í ein mun, sum als ikki svarar til, hvussu effektivt tú arbeiðir, men einans tí tú luttekur í pengaspølum, sum kunnu geva ein hægri status í samfelagnum – um tú ert heppin.

Tey, sum eru ringast fyri í samfelagnum, fáa einans løn, um tey eru før fyri at tæna Húsinum so ella so. Stóra Kasino skapar órættvísi og ójavna, t.d. er váðin sera ójavnt býttur. Sum altíð, so er váðin minstur hjá sjálvum Húsinum. Og tú sært, at tey, sum vórðu fødd verri fyri, halda áfram at vera verri fyri alt lívið, ofta samstundis sum tey alt teirra arbeiðslív verða sett til keðiligt og illa lønt arbeiði við lítlari ella ongari tign. Um somu tíð verða onnur fólk fødd við framíhjárættindum, tí tey eru fødd inn í ein bólk av familjum, sum eiga Húsið.

Tað veldst alt um eina blanding av hepni og viðkomandi evnum (so sum tínir førleikar at útinna títt starv) ella knapt so viðkomandi evnum (so sum tíni evni at spæla tey pengaspøl, sum hava við status í samfelagnum at gera), um tú fært nakran tjans at vinna tær ríkidømi, so tú kanst náa sjálvræði ein dag; ella um tú, sum so mong onnur, helst ongantíð fært nakran tjans at vinna tær ríkidømi, hóast tú alt títt lív roynir at stremba eftir hesum uttan nakrantíð at náa fram til at kunna ráða tær sjálvum. Um so er, at tú eydnast, so hevur tú eydnast í Stóra Kasino. Tú ert vorðin ein av partaeigarunum í Stóra Kasino. Tú ert vorðin partur av Húsinum.

Men latið okkum nú siga, at tú als ikki hevur hug til at spæla við í hesum pengaspæli. Tú fert til eigaran av Lítla Kasino at kæra teg um, at tú ynskir ikki at luttaka í pengaspælinum ella at tæna hansara áhugamálum. Hann svarar tær: “Eg noyði teg ikki at vera her. Um tú ikki tímir at spæla, so kanst tú bara fara onkra aðrastaðni. Eg skapti ikki hesar karmarnar ella treytirnar. Eg gav tær bara ein møguleika, sum ikki fanst áðrenn.” Eigararnir av hvørjum einasta Lítla Kasino siga tað sama – allir nokta seg at hava ábyrgd fyri heildina, tí teir hava bara ábyrgd fyri sín lítla part, og teir fóru bara undir pengaspæl, eftir at spælireglurnar vóru ásettar. Ikki ein einasti eigari av nøkrum Lítla Kasino tekur á seg ábyrgd fyri yvirræðið hjá Stóra Kasino. Men har er eingin óheft jørð eftir í statinum at fara til, sum Stóra Kasino ikki eigir. Líkamikið hvar tú fert, so ert tú enn inni í Stóra Kasino. Tú kanst sleppa tær undan einstøkum pengaspælihúsum, men tú kanst ikki sleppa undan øllum; tú sleppur ikki undan Stóra Kasino sum heild.

Tú roynir síðani at fara til høvuðssskrivstovuna hjá Stóra Kasino Felagsskapinum, men høvuðsskrivstovan tekur onga ábyrgd fyri tann mátan, sum einstøku eigararnir av Lítla Kasino spælihúsum bera seg at. Stóra Kasino er einans ein leysliga samansettur felagsskapur av Lítla Kasino eigarum. Felagsskapurin ásetir bara reglur fyri ognarskap og býtishandil, og letur tey, sum eiga ogn, gera við ognina, sum tey vilja: “Reglurnar hjá Stóra Kasino eru til fyrimuns fyri øll. Nógvar vørur og tænastur verða framleiddar í hesi skipan, sum annars ikki høvdu verið framleiddar. Nógvir møguleikar verða skaptir, sum annars ikki høvdu verið til,” siga tey.

Tú sært, at Stóra Kasino í ávísan mun er til fyrimuns fyri teg eisini, men tú veist eisini, at Stóra Kasino leggur byrðar á teg og minkar um títt frælsi í aðrar mátar. Tú valdi ikki sjálvur at verða álagdur byrðar fyri at fáa fyrimunir afturfyri. Tann býtishandilin var trýstur niður yvir teg. Við at krevja av tær, at tú skalt lata tína arbeiðsmegi afturfyri at fáa atgongd til náttúrutilfeingið, tekur hvør einasti eigari av Lítla Kasino æruna av teimum fyrimunum, sum Stóra Kasino veitir, men eingin tekur ábyrgdina fyri byrðarnar og ófrælsið, sum Stóra Kasino skapti sum heild.

Tað arbeiðið, sum er tókt, er nøkurlunda fjølbroytt, og har er ávísur møguleiki fyri at velja ímillum arbeiðsgevarar eisini, men sama ger, hvørjum arbeiðsgevara tú arbeiðir fyri, so arbeiðir tú í Stóra Kasino, og tú tænir endamálinum hjá Húsinum undir teim treytum, sum Húsið setur. Tú ert ikki noyddur til at arbeiða beinleiðis fyri Stóra Kasino. Tú kanst velja at arbeiða fyri aðrar spælarar, men sjálv leitanin eftir slíkum arbeiði er sum eitt pengaspæl í sær sjálvum, og møguleikin hjá øðrum spælarunum fyri at samsýna tær í mun til tað, tú hevur uppiborið, valdast, hvussu væl spælarin sjálvur hevur eydnast í Stóra Kasino. Tvey fólk, sum hava valt ikki at tæna Stóra Kasino, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, hava onga ogn, sum gevur teimum ráð til at løna hvørjum øðrum.

Tú kanst einans fáa møguleika til sjálvræði við at ganga undir treytirnar hjá Stóra Kasino. Inntil tá eigir Stóra Kasino teg. Tørvurin á tí tilfeingi, sum tú mást hava atgongd til fyri at kunna yvirliva, noyðir teg at góðtaka tað arbeiðið, sum tú kanst fáa frá Stóra Kasino, og noyðir teg at tæna tess endamáli fyri ta lønina og undir teim treytum, sum Stóra Kasino setir.

Formliga gera lógirnar í stati tínum teg til ein frælsan persón, men yvirvøldin hjá ognarrættindahavarunum, hvørs áhugamál staturin verjir, tvingar teg til at tæna minst einum limi í bólkinum av ognarum. Um tú vilt tað ella ikki, seta lógirnar teg í ein óviljaðan tænaraleiklut, sum um tað er heilt náttúrligt at vera føddur sum skuldari – sum um skuldin til Stóra Kasino er íborin.

Hóast tú kanst skúgva hvønn einstakan part til viks í sjálvum sær, so kanst tú ikki skumpa heildina frá tær. Tú ert ikki bundin at einum og hvørjum harra, men tú er væl og virðiliga noyddur til at vera tænari. Eingin annar hevði sum so tikið skaða av, um tú valdi at svølta á gøtuni. Men tú velur sjálvsagt ikki at svølta; tú gevur ognarunum tína arbeiðsmegi líka so sikkurt og vist, sum um tú stóð í skuld til teirra. Frælsið til at tæna ella doyggja, er av sama slag, sum tað frælsið harramenn og trælir teirra uppliva. Tú hevur ein fyrimun, sum hesir trælir ikki hava: tú kanst velja tín harra, men tú ert føddur til at skula tæna minst einum av hesum harrum – tvs. einum Lítla Kasino.

At hava eitt val ímillum harrar er ikki frælsi. Tú hevur ongantíð samtykt lógirnar ella umstøðurnar, sum skaptu verandi støðuna. Tú hevur heldur ikki loyvi til at nokta at spæla leiklutin, sum tú fært tillutað. Tú skapti ikki leiklutin, og tú hevur ikki valið at kunna sleppa undan honum. Tú ert ikki frælsur. Stóra Kasino hvørki byggir á ella verjir títt frælsi.

So hendir tað einaferð, at ein bólkur av hugsjónarligum politikkarum/lóggevarum fremja eina fólkaræðisliga kollvelting uttan harðskap. Stóra Kasino verður yvirtikið og bygt upp aftur sum Stóra Samvinnufelagið, har øll samstarva um endamál, sum fólkaræðið hevur valt at samstarva um. Ætlanin er at byggja eitt fólkaræðisligt Stórt Samvinnufelag, sum býtir framleiddar vørur út á rættvísan hátt í mun til, hvat tey, sum kollveltu gomlu skipanina, sjálvi halda er eitt etiskt sunt ástøði fyri sosialt rættvísi. Talan kann vera um at áseta javna inntøku, fremja eitt rættvísisprinsipp í mun til atgongd til møguleikar, útjavna vælferðina, tilluta vald til tey, sum hava gjørt seg verd til tað, og mong onnur tiltøk.

Tíverri finna hugsjónarligu lóggevararnir út av, at pengaspæl gjøgnumsúrgar allan búskapin, sum hann er. Tað, at royna at burturbeina spæliborðini, er rætt og slætt ov kostnaðarmikið. Hóast tað veruliga ger gagn í ávisan mun at burturbeina summar av kasinoliðunum í búskapinum, so er tað ein sannroynd, at um ov nógvir av kasinoliðunum verða burturbeindir, so minkar tað antin um førleikarnar hjá búskapinum at skapa meirvirði (soleiðis at virksemi kann umskapast til vælferð), ella minkar tað um frælsið hjá fólki (við at minka um valið av málum fyri framman og av atkomuligum møguleikum hjá einstaklingum at gera, sum tey ynskja fyri at røkka hesum málum). Teir finna eisini út av, at eingin búskaparskipan finst, sum fullkomiliga burturbeinir kasinoliðin.

Sjálvt ein skipan, sum heldur eina stranga javnrættindastevnu, har ein og hvør ger sama arbeiði fyri somu løn, ber í sær ávíst brá av hepni. Dámar tær ásetta arbeiðið fyri ásettu samsýningina, er tú hepnari enn tann, sum ikki dámar hetta arbeiðið fyri hesa samsýning. Tað ber rætt og slætt ikki til at røkka hugsjóninini um líkarætt fyri øll fullkomiliga. Neyðugt er at gera neyðsemjur. Stóra Samvinnufelagið bannar nógvum av tí, sum fólk tókust við í Stóra Kasino, og hetta harmar tey, sum trivust væl við tí, alt meðan tey, sum vóru áløgd stórar byrðar í gomlu Stóra Kasino skipanini, frøast um nýggju skipanina. Men sama ger, hvat verður gjørt, so er Stóra Samvinnufelagið enn partvíst eitt Stórt Kasino.

Hugsjónarligu lóggevararnir skulu ikki einans taka avgerðir um, hvørji mál teir skulu røkka; teir mugu eisini taka avgerðir um, hvørjar partar av kasino-skipanini teir mugu gera neyðsemjur um fyri at kunna røkka sínum hugsjónum um rættvísi. Í ein ávísan mun, so lønar Stóra Samvinnufelagið enn hepni og óynsktar eginleikar, og leggur enn spælikortini til rættis soleiðis, at Húsið fær størstu fyrimunirnar.

Undir øllum umstøðum taka fólkaræðisliga valdu hugsjónarligu lóggevararnir avgerð um, at Stóra Kasino er nóg gott og nóg rættvíst fyri øll, sum vilja leggja seg undir skuldbinding fyri ikki at svølta. Eingin borgari fær atgongd til tilfeingi, sum teimum tørvar til lívsins uppihald, uttan so – og inntil – tey arbeiða fyri Stóra Samvinnufelagið. Alt eftir, hvørjar reglur eru galdandi, og hepni títt, hevur tú kanska møguleika fyri at vinna tær sjálvræði eftir mong ár. Ella strevið eftir hesum kann møguliga vara alt lívið.

Tíverri er tað soleiðis vorðið, at tú ert ein av teimum, sum als ikki hóskar inn í hesa skipan – tú ert eitt serdømi. Latið okkum siga, at Stóra Samvinnufelagið er meritokratiskt (tvs. tað tillutar vald til teirra, sum gera seg uppibornan til tað), meðan tú tekur undir við javnrættindum. Ella kanska vendir tað umvent. Undir øllum umstøðum dámar tær ikki arbeiðið, treytirnar, lønina, tína støðu á stiganum, ella tað, sum trot er á í skipanini. Um tað ikki ber tær til at fáa betri sømdir, vilt tú helst bara fáa frið. Tú fert til kærunevndina hjá Stóra Samvinnufelagnum at handa teimum eina kæru, men frammanfyri tær í bíðirøðini stendur eitt av teimum fólkunum, sum vóru ringast fyri undir Stóra Kasino harðræðinum.

Kærunevndin sigur við persónin, sum var ringast fyri: “Til lukku! Tú verður ikki longur eyðrændur! Tú hevði allan rætt til at nokta at luttaka í eyðrænandi pengaspælinum í Stóra Kasino. Men nýggja betraða Stóra Samvinnufelagið er rímiliga rættvíst og býtir út fruktir sínar við teg. Øll størv í Stóra Samvinnufelagnum eru gagnlig størv. Tínar orsøkir til at nokta at arbeiða eru allar burturbeindar.”

Persónurin, sum var ringast fyri, svarar: “Kanska eiga tit ikki at siga mær, nær eg ikki longur eri eyðrændur. Eg kann siga tykkum tað. Tit kunnu vísa á størvini, og eg kann siga tykkum, nær tey eru nóg góð.”

Kærunevndin, sum verjir áhugamálini hjá Stóra Samvinnufelagnum, svarar: “Vit hava ongan áhuga í tínari persónligu meining um, hvat er rætt ella skeivt. Vit hava bara áhuga í, hvat grundleggjandi rættvísi er fyri øll. Vit hava tikið avgerðir um partleysar hugsjónarligar meginreglur fyri sosialt rættvísi, sum eru góðkendar av fólkaræðisligu tilgongdini. Vit hava ímyndað okkum, hvat títt sjónarmið er, og vit hava givið tínari støðu hægstu raðfesting, tá vit orðaðu hugsjónarligu stevnuskránna, sum Stóra Samvinnufelagið grundar seg á. Vit hava skapt eina langa røð av sera góðum starvsmøguleikum til tín at velja ímillum. Tí skalt tú velja eitt av hesum størvum.”

“Men um tit taka so nógv undir við mær, hví vilja tit so tvinga meg til at arbeiða fyri tykkum í eins stóran mun sum bølmennini í Stóra Kasino gjørdu tað? Um tit veruliga ynskja at hjálpa mær, hví lata tit so ikki meg um at gera av, hvat er gott fyri meg?”

“Samfelagið er bygt á sínámillum skyldur. Nú, tá eyðræningin av tær er burturbeind, so hevur tú eina skyldu til at afturløna øðrum. Vit virða tínar truplu umstøður, men um tú ikki vilt luttaka, so má tað verða tí, at tú bara ert dovin.”

Nú tú sært, hvussu tað gekst hjá bróðuri tínum, sum var ringast fyri, so gevur tú skarvin yvir. Tú sært, at eins og Stóra Kasino, so tvingar Stóra Samvinnufelagið teg ikki beinleiðis til at tæna. Um tú ikki vilt tæna, so letur Stóra Samvinnufelagið teg vera í frið, men blandar seg onkusvegna í lív títt kortini við at gera tað ógjørligt hjá tær at útvega tær sjálvum mat og innivist. Um tú ynskir, at harrarnir í Stóra Samvinnufelagnum skulu geva tær frið og atgongd til ivaleyst av tilfeingi til at byggja tær eitt sámuligt lív fyri teg sjálvan og rúm fyri at streva eftir tínum egnu málum,so ert tú noyddur til at liva upp til teirra fatan av tínum skyldum til at tæna teirra endamálum fyrst og fremst.

Tú hevur ongan møguleika fyri at sleppa tær undan Stóra Samvinnufelagnum, líka so lítið sum tú hevði møguleikan fyri at sleppa tær undan Stóra Kasino. Tú ert ikki frælsur. Tú hevur ikki frælsi til at stremba eftir tínum egnu málum, fyrr enn tú hevur gjørt tað til áhugan hjá Stóra Samvinnufelagnum at veita tær so mikið av sínari ogn til at kunna tryggja tær títt sjálvræði. Lógirnar siga, at tú ert ein frælsur persónur, men ognarrætturin og sosialu skyldurnar, sum staturin áleggur tær, og sum staturin verjir, tvingar teg til at tæna minst einum av limunum í bólkinum av ognarum. Eins og áður seta lógirnar teg í ein óviljaðan tænaraleiklut, um tú vilt tað ella ikki.

Hugsjónarligu lóggevararnir umboða meirilutan og fremja tað, sum teir halda, eru rættvísar meginreglur, men teir eru ikki tú, og tú ert enn bundin at tí, einans teir kunnu geva tær. Tú hvørki góðtók teirra avgerðir, sum skaptu hesar umstøður, eiheldur hevur tú loyvi til at nokta at spæla leiklutin, sum verður tillutaður tær í støðuni. Tú ert enn ófrælsur. Tín støða byggir ikki á frælsi og verjir heldur ikki títt frælsi.

Kollveltingin megnaði ikki at gera teg frælsan, tí hon megnaði ikki at gera nakað við grundleggjandi orsøkirnar til ófrælsið í Stóra Kasino – ognarloysið. Tá onkur eigir tilfeingið í samfelagnum – tvs. tá tilfeingið antin er privat ella almenn ogn, so hava einstaklingar uttan ogn skyldu til at arbeiða fyri minst ein lim í bólkinum av teimum, sum eiga ella hava tamarhald á ognunum, áðrenn tey kunnu droyma um at fáa eina tilveru, har tey hava nóg mikið til bara at yvirliva, og enn minni bara at fáa eitt sámuligt lív. Sama ger, um hesin bólkur er ein bólkur av kapitalistum ella ein fólkaræðisligur meiriluti, so eiga tey teg. So leingi sum tað finnast fólk, sum ikki hava atgongd til nóg mikið tilfeingi, sum kann tryggja teimum tilveruna og sjálvræði teirra, fara tað altíð at vera fólk, sum eru ófræls.

Hvat slag av kollvelting hevði so gjørt teg frælsan?

Latið okkum nú siga, at tú og eg gerast partur av einari samgongu, sum hevur fólkaræðisligan meiriluta, og sum harvið fær vald og tamarhaldið á Stóra Kasino. Vit ynskja at gera fólkini, sum búgva í samfelagnum, fræls á ein hátt, sum gevur meining fyri øll í mest møguligan mun. Vit mugu royna at sleppa undan at kroysta nakað niður yvir høvdið á nøkrum móti teirra vilja. So vit mugu loyva øllum, sum búgva í Stóra Kasino, at luttaka á jøvnum føti í avgerðargongdini, sum stýrir Stóra Kasino.

Men vit hava onga vón um, at vit kunnu fáa semju millum øll – ella við øðrum orðum: vit kunnu ikki vænta góðkenning frá øllum íbúgvunum í samfelagnum av øllum tiknum avgerðum. Avgerðir, sum ein partur av samfelagnum tekur undir við, hava lyndi til at elva til, at ein annar partur sigur seg vera ósamdan. Tí eru vit noydd til at finna ein máta, sum onkusvegna tryggjar, at størst møguligi meirlutin kann góðkenna tiknu avgerðirnar, samstundis sum at tey, sum eru ringast fyri, ella tey, sum ikki taka undir við avgerðunum, kortini fáa best møguligar sømdir.

Vit mugu gera Stóra Kasino meira sum Lítla Kasino. Vit mugu loyva fólki í størst møguligan mun at sleppa undan Stóra Kasino, um tey ikki ynskja at luttaka í stóra pengaspælinum. Sama ger, hvussu vit annars føra fram próvgrundir fyri, hvussu gott Stóra Kasino er fyri øll, so mugu vit gera okkum greitt, at vit eru einans ein samgonga av meirilutanum. Veittar tænastur til Stóra Kasino eru vissuliga einans tænastur veittar antin til samgonguna, sum hevur ræðið á Stóra Kasino, ella til teir einstaklingarnar, sum eiga part í Stóra Kasino.

Vit mugu ikki tvinga fólk til at tæna okkum, sum ikki sjálvi eru fús til tess. Tað er tó ikki møguligt hjá okkum at loyva einstaklingum heilt at skúgva reglurnar til viks, sum eru ásettar fyri at verja onnur, og sum fáa Stóra Kasino til at vera virkisført, men vit kunnu viga upp móti vansunum hjá einstaklingum við at endurgjalda teimum fyri tað, sum vit áleggja teimum, og vit kunnu loyva teimum at nokta at veita aktiva tænastu til Stóra Kasino.

Vit hava alt tilfeingið og alt tað, sum verður lagt úr hondum í Stóra Kasino, og sum skapar grundarlag fyri, at tað ber til at løna teimum, sum sjálvboðin luttaka. So leingi sum frælsi, ið gevur meining, er nakað, sum vit raðfesta, so eru hetta einastu amboðini, vit hava at taka í nýtslu. Tað vil siga, at vit noyðast at viðurkenna og virða sjálvræðið hjá hvørjum einstøkum menniskja, og royna at skapa eitt samfelag, sum byggir á sjálvbodna luttøku frá einstaklingum, sum sjálvi velja at vera við.

Vit bjóða einum og hvørjum at veita sítt íkast sjálvboðið og at njóta fyrimunirnar av síni luttøku, men vit endurgjalda teimum einstaklingunum fyri tær byrðar, sum vit áleggja teimum, áðrenn vit biðja tey um at tæna okkum, og tað minsta vit kunnu lata einum og hvørjum einstaklingi – eisini hóast hann ikki er førur fyri ella ikki ynskir at luttaka av øðrum ávum – má vera nóg mikið til at ganga grundleggjandi tørvunum hjá viðkomandi á møti.

Tann fólkaræðisliga samgongan, sum ásetir reglur á henda hátt, sigur við tey, sum eru ringast fyri, og við tey, sum av øðrum ávum halda seg ikki hóska inn: “Okkara skipan, sum eggjar til sosialan samstarvsvilja, er so rættvís og sínamillum gagnlig, sum vit á nakran hátt kunnu ímynda okkum at gera hana, men tað er upp til tín at gera av, um hon er nóg rættvís ella nóg fyrimunarlig fyri teg – so mikið, at tú kennir, at skipanin hevur uppiborið, at tú tekur lut í henni.”

1. Spurningurin
Lýsingin av búskapinum í frásøguni omanfyri kemur fyri ein part frá einum dømi, sum Milton Friedman bar fram í sínari tíð. Í døminum, sum hann nevndi “eitt kvøld við bakkarat”, lýsti hann sítt sjónarmið um, at hóast kapitalistiski búskapurin inniheldur órættvísi og førir til ójavna, so ber kortini til at rættvísgera búskapin, av tí tí at nógvir av hesum mununum eru ein avleiðing av frælsinum, sum fólk hava til at velja – og fólk eiga at hava frælsið til at velja, hvat tey ynskja at gera. (Sí notu 1)

Eg brúki frásøguna um Stóra Kasino til at vísa á, at frælsi til at velja ger tað møguligt at rættvísgera ein stóran part av órættvísinum og ójavnanum, sum er, men eisini til at lýsa, hvussu búskapurin í dag (bæði í verki og í hugsjónunum hjá mongum ástøðingum, sum hava ymiskan politiskan lit) ikki megnar at geva fólki nóg stórt frælsi, sum kann rættvísgerast í mun til valmøguleikar, javna, rættvísi ella annað.

Allir búskapir (sum menniskju duga at skapa) innihalda tað, sum vit kunnu kalla eitt kasino-lið: ein og hvør búskaparskipan ber altíð og áhaldandi brá av órættvísi, innbygt í skipanini, so sum nepotismu, fyrilitarleyst hepni, óviðkomandi krøv til óynsktar eginleikar, og upphópaðar kjansir til fyrimuns fyri tey, sum arva ella eru borin til fyrimunirnar.

Henda greinin tekur samanum og ger eina meting av hesum trupulleika og teimum loysnum, sum mælt verður til í seinastu bók míni: “Sjálvræði, ognarloysi og grundinntøkutrygd: Eitt ástøði um frælsi sum ‘myndugleikin til at nokta’.” (Sí notu 2)

Loysnin kann sigast einfalt. Um tú ikki megnar at gera spælið rættvíst, so kanst tú ikki noyða fólk til at spæla. Ástøðiliga er hetta ein einføld og sera rímilig staðfesting. Eg biði bara lesaran um at hava hetta sjónarmiðið í tonkunum, tá vit hyggja at øllum teim reglum, sum samfelagið áleggur fólki, sum einki eiga. Rættarskipanin áleggur fólki nakrar reglur um ognarskap, sum loyvir einstaklingum og stovnum at blanda seg uppí, um ognarloysingar av egnum eintingum gera nýtslu av náttúrutilfeingi. Aftur fyri so noyða hesar reglur effektivt ognarloysingarnar at luttaka í eini búskaparskipan við skipaðum órættvísi, um tey vilja tað ella ikki.

At minka um órættvísi í skipanini er ikki tað, sum eg havi mestan áhuga í at viðgera her, fyri ein part tí at vit heilt einfalt ikki hava nóg nógvan kunnleika ella nóg nógva moralska vissu fyri, hvussu beinast kann fyri órættvísi. Uttan so at ein og hvør brúkar sínar pengar (ella skiftir um sínar ognir og egnu arbeiðsmegi) heilt neyvt í mun til eina algilda meginreglu um rættvísi, og uttan so at øll menniskju eru kunnað um og hava akkurát somu vitan um hetta, soleiðis at tey kunnu taka avgerðir, sum samsvara við hesa rættvísismeginregluna, so fer kasino-liðurin altíð at vera verandi partur av skipanini.

Betri reglur kunnu helst minka um tann partin av búskapinum, sum er heldur kasino-kendur, men tað er sera lítil vón um, at samfelagið heilt kann burturbeina kasino-liðin á ein hátt, so øll gerast nøgd við úrslitið. Búskapurin er ikki rættvísur, og hvørki tú ella eg vita, hvussu vit skulu gera hann rættvísan.

Hetta er tó eingin orsøk til at vera órættvísur; vit mugu royna at gera búskapin so rættvísan, sum vit kunnu. Men okkara ómegd og væntandi evni til at vera rættvís er júst ein orsøk til at vísa stórsinni í mun til tey, sum finnast at ella mótmæla tí skipan, vit hava skapt. Um vit tvinga nakran til at taka lut, so tvinga vit tey inn í eina órættvísa skipan.

Hugsjónarligir politikkarar við hugsjónum um javnrættindi hava brúkt sera nógva orku uppá ta stak torføru uppgávuna at hugsa seg fram til, hvørjar skipanir og hvørjar meginreglur eiga at galda í einum rættvísum búskapi uttan kasino-liðin. Forsprákarar fyri ognarrættindum hava svarað aftur við at spyrja: “Hvat er galið við sjálvbodnum býtishandli av vørum og tænastum millum fræls menniskju? Um vaksin fólk við sínámillum samtykki ynskja at spæla eitt spæl, sum ber í sær ein kasino-lið, so tarnar tað teirra frælsi, um vit forða teimum í at spæla.” (Sí notu 3)

Forsprákararnir fyri ognarrættindum hava eina dámliga hugsjón um, at frælsi er: ikki at vera lagdur undir tvingsil. Men tann útgávan av kapitalismuni, sum teir taka undir við, stuðlar ikki uppundir hesa hugsjón. Kapitalisma – bæði í verki og í hugsjónarligum útgávum hjá mongum ástøðingum – er í veruleikanum ikki ein skipan, sum stuðlar ótvingaðan, sjálvbodnan býtishandil millum fræls menniskju, hóast forsprákarar fyri kapitalismuni brúka júst “frælsi” til at rættvísgera kapitalistisku skipanina. Men hetta kann ikki rættvísgera eina politiska skipan, sum gevur einum parti av borgarunum í samfelagnum fult tamarhald á náttúrutilfeinginum, uttan samtykki ella skaðabøtur til teirra, sum verða noktað atgongd til tilfeingið.

Kjarnan í hesi frásøguni er ikki at koma við próvførslu um, at Stóra Kasino er eitt kasino, men at Stóra Kasino er stórt – ov stórt til at skúgva til viks – og at støddin av tí hóttir frælsi upp á tveir mátar. Hvørki ognarrættindaskipanin í kapitalismuni, vælferðarkapitalisman ellla sosialisman byggja á ella verja frælsi.

Ein skipan, sum tvingar fólk í eina støðu, har tey mugu tæna samfelagsbólkinum, sum eigur ella hevur tamarhald á tilfeinginum í samfelagnum, bara fyri at fáa sín grundleggjandi tørv fyri at yvirliva nøktaðan, verjir ikki frælsi. Ein slík skipan byggir ikki á frælsi, tí tær skyldurnar, sum hava mest tap við sær fyri einstaklingin (so sum stovnar, ið staðfesta, at onnur enn tú hava ræði á allari planetini) verða kroystar niður yvir fólk, sum ikki sjálvboðin hava góðkent at taka á seg hesar skyldur.

Tey, sum royna at skapa eina aðra skipan við javnrættindum, men sum varðveitir tvingaða luttøku, hava misskilt trupulleikan við búskapinum í dag. Til ber ikki at beina fyri kasino-liðinum í búskapinum, men til ber at sleppa undan at noyða fólk til at luttaka í einum búskapi, sum er ein kasino-búskapur, ella sum hevur aðrar vansar við sær fyri tey, og sum tey hava allar rímiligar orsøkir til at taka frástøðu frá.

2. Loysnin, sum mælt verður til
Skal tað orðast so einfalt sum gjørligt, so snýr loysnin seg um at gera Stóra Kasino meira sum Lítla Kasino. Fyri at fara meira niður í smálutir, so mæli eg til tríggjar skyldur:

1. Vit hava skyldu til ikki at vera til hindurs fyri hvørjum øðrum. (Sí notu 4) Vit mugu royna ikki at noyða onnur til at spæla okkara spæl. Um vit melda út og staðfesta, at alt tilfeingið í samfelagnum er ogn hjá einum bólki av eigarum – ella hjá einum yvirskipaðum felagsskapi, so hava vit svikið okkara skyldu til ikki at vera til hindurs fyri onnur.

2. Um samfelagsskipan okkara er ov torgreidd ella hevur eina stødd, sum ger tað ógjørligt hjá einum og hvørjum ikki at vera til hindurs fyri onnur, mugu vit søkja semju við tey, sum eru ávirkað av tí, sum vit gera. Tað vil siga, at vit mugu tryggja okkum sínámillum samtykki, ístaðin fyri bara at ímynda okkum eina undirskilta, hugsaða semju.

3. Um vit ikki kunnu fáa semju millum øll, hava vit skyldu til at fáa semju við ein so stóran meiriluta sum gjørligt, og hartil mugu vit minka mest møguligt um vansarnar fyri tey, sum ikki eru samd við hini.

Í bók mínari verður eitt ástøði um rættvísi granskað – hetta er tó ein rættiliga fyribils granskan – umframt at eitt samsvarandi ástøði um frælsi verður granskað meira niður í smálutir. Eg havi givið ástøðinum sum heild heitið “justice as the pursuit of accord” (JPA) – tvs. “rættvísi sum stremban eftir sínamillum samtykki”, tí ástøðið hvílir á trúnna uppá, at menniskju hava eina skyldu til at stremba eftir semju í eini verð, har fullkomin semja vanliga er óuppnáilig. Semja spælir ein avgerandi leiklut í hesum ástøði, bæði í samspæli millum einstaklingar og í skapanini av einum grundleggjandi samfelagsbygnað.

Men ástøðið letur ikki sum um, at semja er rokkin, har sum hon ikki er tað (eins og ymisk ástøði, sum byggja á sáttmálar, gera) og setur heldur ikki partískar treytir, áðrenn semjur verða gjørdar (eins og ognarrættindagrundað ástøði gera).

Ástøðið byggir á, at tað nærmasta, sum samfelagið kann koma fremjan av rættvísi fyri øll, er at stremba eftir, at talið av einstaklingum, sum semja kann fáast millum, er so stórt sum gjørligt, og at minka so nógv sum gjørligt um neiliga árinið á tey, sum merkja vansarnar av hesum ella sum av øðrum ávum er ímóti sosialu semjunum, hini hava gjørt. Henda skylda rættvísger, at tann ella tey, sum onkusvegna eiga ella hava tamarhald á samfelagsins tilfeingi, hava eina stóra ábyrgd fyri treytaleyst at veita teimum ognarleysu og teimum, sum annars eru ringast fyri, part í samfelagsvirðunum.

Lýsingin av ástøðinum í bókini miðsavnar seg um tað, sum er viðkomandi fyri frælsi, og bíðar við at viðgera aðrar tættir til seinni verk.

Skyldan til ikki at vera til hindurs fyri onnur mótsvarar eina neiliga fatan av frælsi. Fólk hava møguliga eisini eina skyldu til at hjálpa hvørjum øðrum, men í hesum ástøði brúki eg ikki hetta sum eina rættvísgerð av mínum próvførslum fyri einari umskipan av samfelagstilfeinginum. Hetta ger, at tað er trupult at bera fram próvgrundir fyri útgangsstøðið fyri ástøðið, tí eg grundgevi fyri einari umskipan, uttan at halda uppá, at tað finst ein skylda til at hjálpa øðrum, og eg grundgevi fyri einari treytaleysari umskipan uttan at nokta fyri, at tað finst ein skylda til at hjálpa.

Ein av fylgjunum av ikki at vera til hindurs fyri onnur og minka mest møguligt um neiliga árinið á onnur, er, at virðingin fyri frælsinum hjá hvørjum øðrum økist munandi. Júst hetta er bæði tann týdningarmesta og heilt avgerandi avleiðingin.

Við fyrst at lýsa kendu hugmyndina um ikki-frælsi sum tað: ikki at blanda seg í viðurskiftini hjá øðrum, byggir bókin eitt ástøði upp um tey týdningarmestu frælsini, sum vit ikki eiga at órógva. Eg kalli ástøðið, sum eyðmerkir týdningarmestu frælsini, eitt “ástøði um støðufast frælsi: royndin at eyðmerka munin millum ein frælsan persón og ein ófrælsan persón.”

Bókin mælir til eitt ástøði um støðufast frælsi, har persónligt sjálvræði, saman við vælkendum borgara- og politiskum rættindum er ein fortreyt. Eg kalli hetta serstaka ástøðið um støðufast frælsi: frælsi sum “Effective Control Self-Ownership” (stytt til ECSO frælsi), tvs. effektivt tamarhald á sjálvsognarskapi. Hetta ber í sær veruliga at hava myndugleikan til at kunna góðtaka ella nokta at luttaka í aktivum samstarvi við onnur sínámillum samtykkjandi fólk – stutt sagt – frælsi sum ‘myndugleikin til at nokta’.

Um tú vilt vísa øðrum virðing, mást tú royna ikki at noyða tey til at gera nakað fyri teg, og heldur ikki beinleiðis ella óbeinleiðis noyða tey inn í eina støðu, har onnur kunnu noyða tey at gera okkurt fyri tey. Henda avleiðingin er tað, sum upptekur meg mest í ástøðinum, lýst í hesi bókini.

Sjálvræði merkir ikki, at fólk velja at liva heilt óbundin at øðrum; tað merkir, at einans um fólk sjálvboðin hava valt tað, luttaka tey aktivt í verkætlanum saman við øðrum. Um allir einstaklingar velja at luttaka, tá tey hava frælsi til at gera nakað annað, so ráða øll sær sjálvum, men eingin livir óbundin at øðrum.

Mest vanliga ákæran frá teimum, sum taka undir við sjálvræði, móti nógvum av rættvísisástøðinum (harímillum í liberalum, javnrættindagrundaðum, vælferðargrundaðum, sáttmálagrundaðum ella ognarrættindagrundaðum ástøði) er, at hesi ástøði í stóran mun eggja til ein búskap, har luttøka er eitt krav, og har ein bólkur eigur ella hevur alt tamarhald á náttúrutilfeinginum, sum aftur førir eina støðu við sær, har ognarloysi verður skapt.

Í eini verð, har ein ávísur bólkur eigur ella hevur alt tamarhald á lívsneyðuga tilfeinginum, hava tey ognarleysu einki annað val enn at tæna hvørjum tað nú er, sum ræður yvir tilfeinginum. Men ein slík samfelagsstøða kann einans varðveitast, um loyvt er at blanda seg uppí lívið hjá øðrum, tvinga onnur til at gera, sum ein vil, og forða teimum ognarleysu í at gera tað, sum tey annars kundu havt gjørt. Soleiðis gerast tey ognarleysu ófræls í tí mest neiliga týdninginun.

Hendan bókin ber fram próvgrundir fyri einum øðrum búskapi, sum byggir á sjálvbodna luttøku, har sum ein og hvør einstaklingur hevur møguleika fyri at velja aktiva luttøku til og frá. Virðing fyri sjálvræði krevur, at vit ikki noyða einstaklingar inn í eina støðu, har vit nokta teimum atgongd til lívsneyðugt tilfeingi, og har tey ongan møguleika hava fyri at nokta at luttaka.

Próvgrundir fyri frælsinum frá ognarloysi er høvuðsinnihaldið í hesi bókini. Ognarloysi er ein áhaldandi eginleiki, flestu búskapir í heiminum í dag hava.

Nógv ognarleys handla við onnur uttan at eiga nakað sjálvi. Inntil tey – ella ikki fyrr enn tey frammanundan hava tænt onkrum, sum hevur ognarræði – fáa tey sjálvi loyvi at brúka egna arbeiðsmegi til at nøkta egnan tørv. Ognarloysi forðar einstaklingum í at brúka av jarðarinnar nátturutilfeingi til at nøkta egnan tørv. Hetta noyðir fólk at góðtaka ymiskar mátar at tæna øðrum, sum tey annars ikki høvdu funnið seg í. Summatíðir noyðir tað fólk inn í eina støðu, har tey ikki bara eru tvingað at veita øðrum tænastur, men eisini mugu góðtaka fátækradømi samstundis.

Í einum handabragdi kalli eg hugsjónina, sum byggir á JPA (justice as the pursuit of accord) – tvs. rættvísi sum stremban eftir sínámillum samtykki – fyri “independentarianisma” (hugsjón, sum byggir á sjálvræðisástøði), tí persónligt sjálvræði spælir ein so týdningarmiklan leiklut í ástøðinum.

Independentarianisma er í ávísan mun skyld bæði við vinstra-libertarianismu, amerikanska republikanismu/liberalismu, umframt sosialismu (ella hugsjónir um javnrættindi). Munurin liggur í, í hvussu stóran mun ástøðið virðir persónligt sjálvræði, og hvussu nógvan dent ástøðið leggur á, hvussu frátøka av ognum hóttir frælsi.

Varðveitsla ella verja av sjálvræði beinir ikki fyri kasino-liðinum í búskapar- og politisku skipanini. Tað ger einans luttøkuna hjá einstaklinginum sjálvbodna – soleiðis at Stóra Kasino verður sum Lítla Kasino. Samspæl millum einstaklingar verður eggjað av frælsi, tí einstaklingar hava effektivan myndugleika ella heimild til at velja, um tey ynskja at luttaka aktivt í verkætlanum saman við øðrum.

Ástøðið ber við sær, at tað størsta (og týdningarmesta) frælsið, har øll eru fræls á jøvnum føti við onnur, krevur eitt ognarrættindastýri við meira avmarkaðum ognarrættindum enn í siðbundna anglo-amerikanska forstáilsinum av fullum ognarrættindum hjá einstaklinginum, og tað inniheldur eina øðrvísi rættvísgerð av rættinum til privata ogn enn ta, sum vanliga verður førd fram.

Álagdur skattur (so sum ognar- ella jarðarskattur) ella tilfeingisgjald, sum verður brúkt til at veita skaðabót til tey ognarleysu, er ikki tað sama sum “uppíblanding” í ognar-”rættindi”, men er partur av keypsprísinum fyri ognirnar/tilfeingið.

Rætturin til at leggja hald á náttúrutilfeingi (og alt vit annars gera burtur úr tilfeinginum) kann einans rættvísgerast við at lata eitt gjald afturfyri, sum verður býtt út millum tey, sum ikki hava somu atgongd til náttúrutilfeingið, og harvið geva teimum skaðabót ella endurgjald fyri at blanda seg í teirra rætt til at brúka av sama náttúrutilfeingi.

Henda skaðabót má verða nóg stór til at varðveita støðuna hjá hvørjum einstøkum sum frælsir persónar og gera tað til áhugan hjá einum og hvørjum einstaklingi, sum annars hevði verið ognarleysur, at stuðla ávísa umskipan – at fólk lata partar av síni ogn til fyrimuns fyri øll.

Ein slíkur politikkur minkar um ófrælsið hjá teimum ognarleysu og beinir burtur trupulleikarnar hjá fólki, hvørs sjálvræði er hótt av fíggjarligum missi ella frátøku, uttan tó at blanda seg uppí hjá teimum, sum fegin vilja eiga lutvíst nógva ogn. Tað er ikki meira uppíblanding enn tað, sum ein seljari blandar seg uppí hjá einum keypara, tá hann krevur gjald frá honum fyri tað selda.

Fyri at verja sjálvræðið á tann hátt, sum eg havi lýst omanfyri, má ein og hvør umskipan verða treytaleys. Hóast beinleiðis atgongd til ráa náttúrtilfeingið ella givnir fyrimunir virka væl í summum førum, so ber bókin fram próvgrundir fyri, at tann skilabesta strategiin til at umskipa og fíggjarliga at verja ECSO frælsið í einum ídnaðarbúskapi er grundinntøkutrygd (BIG – Basic Income Guarantee), ein treytaleys inntøkutrygd, sum landsins stjórn syrgir fyri verður rindað til ein og hvønn borgara í samfelagnum.

Upphæddin má vera nóg stór, so hon kann nøkta teir grundarleggjandi tørvirnar hjá hvørjum einstøkum borgara. Inntøkan er “treytaleys” á tann hátt, at hon ikki er avmarkað av, at eitt krav verður lagt aftrat um, at einstaklingurin skal veita (ella vísa vilja til at veita) eitt og hvørt slag av arbeiði ella tænastu afturfyri inntøkuna. Inntøkan er “reglulig” á tann hátt, at hon verður útgoldin dagliga, vikuliga, mánaðarliga ella nóg ofta til at tryggja støðufestið hjá tí einstaka borgaranum. Tað er skrivað ómetaliga nógv um grundinntøkutrygd, og tí eigur tað ikki at vera neyðugt at greina tað út í æsir her, hvussu grundinntøkutrygd roynist í verki. 5 ECSO frælsispróvgrundin í hesi bókini viðmælir eina grundinntøku, sum ikki er minni enn tað, sum er nóg mikið til at nøkta grundlleggjandi tørvin hjá hvørjum einstøkum borgara.

Lat meg taka meira ítøkiliga samanum. ‘Independentarianisma’ er heitið, sum eg gevi ástøðinum um rættvísi sum stremban eftir sínamillum samtykki (JPA). Triggjar grundreglur gera seg galdandi í hesi hugsan um rættvísi:

1. Fyrsta skyldan hjá fólki er ikki at vera til hindurs fyri hvørjum øðrum. Henda skylda ber í sær virðing fyri tørvinum hjá øðrum fyri grundleggjandi vælferð og fyri teirra líkarætti til tey týdningarmestu frælsini – til eina støðu sum fræls menniskju. Við øðrum orðum: teirra rætt til ‘støðufast frælsi’.

2. Tá tað ikki er gjørligt ikki at vera til hindurs fyri onnur, er tað skyldan hjá fólki at royna at fáa sínámillum samtykki – tvs. at fáa eina semju í lag, har partarnir bókstaviliga góðkenna tey ofrini, partarnir mugu gera fyri hvønnannan.

3. Um tað ikki er gjørligt at fáa semju í lag – og tað vanliga ikki ber til – er tað skyldan hjá fólki at fáa breiðast møguligu semjuna og at syrgja fyri, at tey, sum ikki samtykkja, merkja minst møguligar vansar av hesum. Skyldan at minka mest møguligt um neiliga árinið á tey, sum ikki samtykkja, men standa fast uppá sína serstøðu, krevur sterk fólkaræðislig borgararættindi, og – í flestum førum – veitan av eini treytaleysari grundinntøkutrygd, sum er nóg nógv til at kunna tryggja grundleggjandi vælferðina hjá hvørjum einstøkum borgara.

3. Samandráttur av bókini
At enda í hesi greinini er ein stuttur samandráttur av hvørjum parti sær í bókini, har roynt verður at lýsa, á hvønn hátt bókin ber fram uppskot um, verjir og granskar avleðingarnar av ástøðinum um ECSO frælsi.

  1. Fyrsti partur lýsir í høvuðsheitum, hvat bókin snýr seg um.
  2. Annar partur greiðir frá, hvat ECSO frælsi er í mun til væl kenda hugtakið um sjálvsognarrætt og vísir, at ECSO frælsi er eitt sjálvstøðugt hugtak, sum kann standa einsamalt. ECSO frælsi er, sum sjálvsognarrættur, meira víðfevnt á nøkrum økjum og minni víðfevnt á øðrum økjum.Í øðrum parti verður lýst, hvussu ECSO frælsi kann skiljast sum eitt ástøði um støðufast frælsi. Her verða próvgrundir lýstar fyri tørvinum á einum ástøði um støðufast frælsi (tvs. frælsi, sum er á sama stigi fyri øll, líkamikið, hvørja støðu ein hevur í samfelagnum) sett upp móti lutfalsligum frælsi (tvs. frælsi í stigum, har størri frælsi einans kann náast við at klintra upp eftir samfelagsstiganum). Hetta er eitt ástøði um, hvat tað merkir at vera ein frælsur persónur samanborið við, hvat tað merkir at gera ein persón meira ella minni frælsan.Ein kjarnuspurningur, sum er ein serliga týdningarmikil partur av ECSO frælsinum, er denturin, sum verður lagdur á rættin hjá tí einstaka til at hava eitt munandi sjálvræði, sum gevur tí einstaka tamarhald á, hvørjum samspæli tann einstaki vil luttaka í.Ein kann blanda seg uppí møguleikan, onnur hava fyri at nokta – bæði beinleiðis (við at tvinga fólk til at gera okkurt fyri onkran annan) og óbeinleiðis (við at leggja uppí og órógva eina og hvørja roynd, fólk gera, fyri at framleiða ella gagnnýta tað, sum tey hava tørv á fyri at kunna liva eitt virðiligt lív, líka til tey gera okkurt fyri onkran).ECSO frælsi krevur “persónligt sjálvræði” ella ein “møguleika fyri einari útgongd” – tvs. treytaleysa atgongd til so mikið av tilfeingi, at tað tryggjar fólki ræðið og rættin til at nokta at vera tvingað til at skula tæna øðrum.
  3. Í triðja parti verður umrøtt, hvat býr undir fatanini av støðuføstum frælsi sum ECSO frælsi ella sjálvræði. Her verða mál lýst, so sum fremmandagerðin av støðuføstum frælsi, og hvussu torgreidd hugtøk sum frælsi og ófrælsi eru. Og her verður grundað, hví sjálvræði krevur treytaleysa atgongd til tilfeingi, sum er nóg mikið til at kunna nøkta lægsta mark fyri menniskjansligum tørvi.Parturin granskar fleiri ástøði um menniskjansligan tørv fyri at kunna áseta, hvat lægsta markið er, og ber fram próvgrundir fyri, at skilabesti hátturin at tryggja hesa atgongd í einum nútíðar ídnaðarsamfelagsbúskapi er gjøgnum eina treytalysa grundinntøkutrygd (BIG – Basic Income Guarante).Fjórði, fimti og sætti partur føra fram próvgrundir fyri týdninginum av at virða og verja sjálvræði.
  4. Fjórði partur setir upp karmarnar fyri spurningin um frælsi sum heild. Tvær sera ymiskar síður av sjálvræði eru týdningarmiklar: Frælsið frá frátøku ella troti – tvs. at sleppa undan, at lívsgrundarlagið verður tikið frá einum – og frælsið frá at verða tvingað/ur til at tæna øðrum – ofta undir hóttanini, at “gert tú ikki hetta, so taka vit lívsgrundarlagið undan tær”.Próvgrundin byggir á, at tvingað frátøka ella trot merkir eitt munandi tap av frælsi fyri tann einstaka – bæði í sær sjálvum, og tí at hetta kann viðføra tvingaða tænastu ella tvingaða luttøku í verkætlanum hjá øðrum.Tvær støður, sum eyðsýniliga ganga ímóti hvørji aðrari, eru: Trúgvin uppá eina sosiala skyldu til at arbeiða – og trúgvin uppá, at privatur ognarrætur til náttúrutilfeingi má verða varðveittur, hóast hetta merkir, at ein bólkur av fólki verður tvingaður til at arbeiða fyri ein annan bólk av fólki.Parturin viðger tríggjar etiskar myndlar fyri samspæli millum fólk (handil, reint sjálvboðið arbeiði og sínámillum skyldur), alt samalt hóskandi í ymiskum førum. Parturin viðger eisini tríggjar mátar at fáa fólk í samspæl við onnur (handil, reint sjálvboðið arbeiði og valdsnýtsla/tvingsil).Próvgrundirnar fyri sjálvræði, sum verða bornar fram í seinni pørtum, innihalda grundgevingar fyri, at handil og sjálvboðið arbeiði eru í flestum førum etiskt mest hóskandi, og at handil og sjálvboðið arbeiði aloftast standa omanfyri og eru ein nógv frægari loysn enn valdsnýtsla/tvingsil, eisini tá sínámillum skyldur eru moralskt mest hóskandi.
  5. Í fimta parti eru fleiri etiskar próvgrundir fyri, at hóast øll rættindi ikki kunnu tryggjast í senn í eini samfelagsskipan, er frægasta loysnin tó altíð at virða persónligt sjálvræði. Grundir verða givnar fyri, at persónligt samtykki frá einstaka borgaranum er ein grundleggjandi treyt fyri rættvísi í flestum sosialum og búskaparligum samspølum; at tá ræður um búskaparligt samspæl, eru handil og sjálvboðið arbeiði mest hóskandi í flestum førum; og at virðing fyri persónligum integriteti hevur við sær virðing fyri rættinum hjá tí einstaka til at gera av, nær ella um viðkomandi vil luttaka í verkætlanum saman við øðrum ella ikki.Parturin ber fram undir, at nógv ymiskt kann vera í eini og hvørjari samfelags- og búskaparskipan, sum kann geva einstøkum borgarum orsøk til ikki at vilja luttaka. Oftast er ikki gjørligt at náa fulla semju millum øll í samfelagnum, heldur ikki viðvíkjandi tí heilt grundleggjandi støðinum undir samfelagnum. Samfelagsskipanir geva altíð summum fleiri fyrimunir enn onnur, og hetta vil neyðturviliga vekja ónøgdsemi og atfinningar frá øðrum.Síðani verður ført fram, at ein týðandi rættvísgering av eini og hvørjari búskaparskipan eigur at vera, at fólk bókstaviliga hava frítt val til at luttaka. Talan kann einans vera um frítt val, tá tað er ein realistiskur møguleiki fyri ikki at luttaka fyri tey, sum ikki taka undir við mátanum, samfelagið er skipað.
  6. Sætti partur lýsir, hvussu týdningarmikið tað er – eisini í øðrum lagi og óbeinleiðis – at virða sjálvræði. Parturin vísir á, at sjálvræði er avgerandi fyri verjuna av einstaklingum, sum eru í veikari støðu enn onnur, tá hesi skulu verjast móti fátækradømi og eyðræning í ymiskum sambondum – bæði á marknaðinum og í øðrum ikki-handilsligum samspæli. Úrskurðurin er, at hóast vit síggja heilt burtur frá møguleikanum fyri, at semjur, sum partar gera sínamillum, beinleiðis kunnu forða fyri sosialum rættvísi, so er eint treyt um, at einhvør skal geva sítt persónliga samtykki í einum og hvørjum samspæli, eitt serstakliga máttmikið amboð til at tryggja, at málini, mannagongdirnar og treytirnar fyri samstarvi eru góðar, rættar, rættvísar og ópartískar – tvs. ikki bara til fyrimuns fyri ráðandi meirilutan (ella einhvønn annan máttmiklan bólk).
  7. Í sjeynda parti verður lýst, hvussu óbeinleiðis tvingsilsarbeiði er vorðið góðkent í ymsum politiskum hugsjónum gjøgnum søguna. Síðani verður ástøðið um ECSO frælsi viðgjørt í mun til fleiri framstandandi ástøði um frælsi. Verja av sjálvræði gongur ikki neyðturviliga ímóti verjuni av flestum fatanum av frælsi, viðgjørdar her, sum í flestum førum byggja á ástøði um lutfalsligt frælsi, heldur enn støðufast frælsi. Her verður ført fram, at ymisku ástøðini um frælsi høvdu staðið sterkari, um virðingin av sjálvræði var partur av teimum. Einhvør ognarrættindaskipan kann ikki vera í samsvari við veruligt frælsi, um hon raðfestir ognarrættin hjá nøkrum persónum til náttúrutilfeingi hægri enn rættin hjá øðrum persónum til at velja – ella nokta fyri – at luttaka í samspæli ella samstarvi við onnur. Í partinum verða viðurskiftini millum “independentarianismu” og “sufficientarianismu” (hugsjónin um, at øll hava rætt til eitt ávíst lágmark, nóg mikið at nøkta grundarleggjandi tørvir við), vinstra-libertarianismu og veruliga libertarianismu.Independentarianisman hevur nøkurlunda somu áskoðan um ognarrætt til náttúrutilfeingi sum vinstralibertarianisman og veruliga libertarianisman, men hon sambindir týdningin av ognarrætindum við tann týdningin, sum sufficientarisman leggur í eitt lágmark fyri tørvsnøktan. Hetta verður síðani sett í samband við eitt ástøði um støðufast frælsi. Denturin, sum lagdur verður á støðufast frælsi gevur independentarianismuni eitt sjónarhorn, sum er munandi øðrvísi enn tað hjá vinstralibertarianismuni ella veruligu libertarianismuni. At javna út marknaðarvirðið av tilfeinginum, soleiðis sum flestir vinstralibertarianarar skjóta upp, er ikki nóg mikið, um hetta ikki samstundis tryggjar tí einstaka rættin til at siga nei.
  8. Áttandi partur granskar independentaristisku frælsisáskoðanina sæð í mun til liberala og javnaðarhugsjónarliga ástøðið um rættvísi, har ført verður fram, at ástøði, sum ikki virða sjálvræðið hjá teim fátæku, meta í veruleikanum ikki fólk javnt ella seta tey á sama støði. Her verða próvgrundirnar hjá John Rawls (í “A Theory of Justice” – eitt ástøði um rættvísi) granskaðar, sum kunnu verða brúktar bæði fyri og ímóti, at ein skylda kann áleggjast borgaranum at geva sítt ískoyti til almannagagnið, umframt at fleiri ymiskar grundir verða givnar bæði í fyrimyndarligum og ikki-fyrimyndarligum ástøði fyri at stuðla rættin at nokta hjá teimum, sum hava fægst fyrimunir – og eisini rættin hjá einum og hvørjum øðrum til at nokta.
  9. Í nígginda parti verður spurningurin um skyldur viðgjørdur. Her verður roknað við, at tað finnast ávísar støður, har einstaklingar hava eina skyldu, sum kann áleggjast teimum um at geva sítt ískoyti til felags gagn, og hvør vítt ein slík skylda er ein avmarking av próvgrundunum annars í hesi bókini. Spurningurin verður borin fram settur upp ímóti fatanum um sínámillumgagn av grundinntøkutrygd og atfinningunum av grundinntøkutrygd sum eyðræning. Her verður ásannað at slíkar skyldur møguliga finnast, men at hetta ikki kann brúkast, soleiðis sum tey, ið eru ímóti grundinntøkutrygd, vilja brúka tað: sum rættvísgering av lívlongu skylduni til at luttaka á arbeiðsmarknaðinum.Gjøgnum eina røð av dømum, verður víst á, at tað ikki er gjørligt fyri eitt samfelag at rættvísgera eina so umfatandi skyldu, sum varar so leingi. Niðurstøðan í nígginda parti er, at skyldan kann í besta føri einans rættvísgera eina avmarkaða almenna tænastu, sum leggur eins tungar byrður á allar luttakarar, men ikki eina skyldu til at fólk ofra alt lívið til eina búskaparskipan, sum lønar fólki so ójavnt.
  10. Tíggindi partur tekur samanum og ger niðurstøðuna í bókini, har virðingin fyri sjálvræði verður sædd sum partur av tí heilt grundarleggjandi virðingini, sum menniskjanslig tign krevur. Uttan hesa virðing, virða “javnaðarhugsjónir” ikki veruliga “javnað”, og uttan hesa virðing virða “liberalar” hugsjónir ikki veruliga “frælsi”.

________________________

1) Milton Friedman and Rose Friedman, Free to Choose: A Personal Statement (New York: Harcourt Brace Jovanovich, 1980), pp. 137-139. Hann førir eisini fram, at royndir at basa ójavnað á marknaðinum minkar um motivatiónina hjá fólki til at framleiða virði, sum eru øllum til gagns. Eg komi ikki inn á hetta evni her, av tí at eg rokni við, at øll eru samd í hesum kjaki um týdningin av motivatión.

2) {Widerquist, 2013 #895}

3) Robert Nozick, Anarchy, State, and Utopia (New York: Basic Books, 1974)., p. 163. Hóast Nozick setir spurningin í einum dømi, har eitt rættvíst býti finst, brúkar hann tað sum part av prógrundini fyri kapitalismu við sterkum ognarrættindum.

4) Tá eg brúki orðingina “vit”, hugsi eg um teg og meg, høvundan og lesaran: tveir borgarar, sum kjakast um, hvørjar reglur, vit halda, vit áttu at livað undir.

5) Anthony Atkinson, Public Economics in Action: The Basic Income/Flat Tax Proposal (Oxford: Clarendon Press, 1995); John Cunliffe, Guido Erreygers, and Walter Van Trier, “Basic Income: Pedigree and Problems,” in Real Libertarianism Assessed, ed. Andrew Reeve and Andrew Williams (New York: Palgrave MacMillan, 2003); Irwin Garfinkel, Chien-Chung Huang, and W. Naidich, “The Effects of a Basic Income Guarantee on Poverty and Income Distribution,” in Redesigning Distribution: Basic Income and Stakeholder Grants as Cornerstones of a More Egalitarian Capitalism, ed. Bruce Ackerman, Anne Alstott, and Philippe Van Parijs (New York: Verso, 2005); Michael A. Lewis and Karl Widerquist, “An Efficiency Argument for the Basic Income Guarantee,” International Journal of Environment, Workplace and Employment 2, no. 1 (2006); Guy Standing, Beyond the New Paternalism: Basic security as a right (New York: Verso, 2002); J. Elster, “Comment on Van der Veen and Van Parijs,” Theory and Society 15, no. 5 (1986); Philippe Van Parijs, Arguing for Basic Income: Ethical Foundations for a Radical Reform (New York: Verso, 1992); Philippe Van Parijs, Real Freedom for All: What (If Anything) Can Justify Capitalism? (Oxford: Oxford University Press, 1995); Philippe Van Parijs, What’s Wrong With a Free Lunch? (Boston: Beacon Press, 2001); Philippe Van Parijs, Basic Income: A Simple and Powerful Idea for the 21st Century (Madison, WI2002); Karl Widerquist, S. Pressman, and Michael A. Lewis, The Ethics and Economics of the Basic Income Guarantee (Aldershot, United Kingdom: Ashgate, 2005).; Allan Sheahen, Basic Income Guarantee: Your Right to Economic Security (New York: Palgrave Macmillan, 2012).

Frá úrvaldum verkum eftir Karl Widerquist, Apríl 2014, sum eru at finna her:
http://works.bepress.com/widerquist/35

Les viðmerkingar hjá Elini Brimheim Heinesen til ritið – og eina víðariføring av tonkunum, sum eru lagdir fram í ritinum, her: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2015/03/15/hvor-eigur-ogn-foroya-folks/

Comments

comments

Powered by Facebook Comments

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2015/03/04/stora-pengaspaelid/