Loyvir hevdað hásinni lógarbrot?

2022699F-FBED-41B5-8EE9-FCA7277A0B3A_4_5005_cApropos dómin yvir Inger Støjberg í dag. Hví vilja so nógv gera hetta málið til, at antin er man fyri ella ímóti barnabrúðrum? Einki normalt menniskja gongur inn fyri barnabrúðrum og pedofili – sjálvandi ikki, men tað er heldur ikki tað, dómurin snýr seg um, hóast Inger Støjberg roynir at fáa tað til at snúgva seg um tað, helst tí hon veit, at hon kann skaffa sær nógv viðhaldsfólk á tí kontuni.

Men dómurin snýr seg heilt einfalt um, at Inger Støjberg ikki hevur viðgjørt mál fyri seg, sum fyrisitingarlógin krevur, men hevur givið instruksir um at skera øll mál yvir ein kamb. Tað gongur beinleiðis móti lógini, hevur rætturin staðfest. Tað er tað, sum hon er dømd fyri.

So kann man altíð tosa um, um dómurin var ov harður ella ei. Men tað er ein onnur diskussión. Tað, sum ikki kann diskuterast, er, at hon hevur brotið lógina.

Hóast eg prinsipielt eri samd í, at tað hoyrir ongastaðni heima við barnabrúðrum, skal ein ministari so ikki halda lógina kortini sum øll onnur? Serliga sum ministari? Tað hevði borið til hjá henni at funnið ein lógligan máta at verja barnabrúðrar. Er tað í ordan hjá einum ministara at bróta lógina, tá hon hevur aðrar (lógligar) møguleikar at gera tað sama? Ella er tað bara heilt í ordan, at ein ministari ikki virðir landsins lógir? Hvat hava vit annars eitt rættarsamfelag til?

Merkiligt, at fólk tykjast so líkaglað við tann vinkulin. Og hetta skal IKKI tulkast sum, at eg skal verja teir vaksnu menn, sum gifta seg við børnum! Men eg eri sannførd um, at Inger Støjberg kundi valt at loyst tann trupulleikan á annan – lógligan – hátt. Tað gjørdi hon ikki, og nú brúkar hon kenslumanipulatión til at káva út yvir, at hon legði líka í lógina, við at gera hetta til ein spurning um at vera fyri ella ímóti barnabrúðrum.

Tíverri eru nógv á sosialu miðlunum, sum keypa argumentið hjá henni og vilja gera hetta kjakið til tað, sum Inger Støjberg leggur tað út fyri at vera. Summi vilja – ella duga bara at síggja svart-hvítt og síggja ikki allar millumrokningarnar, og tað kemur væl við hjá einari sum Inger Støjberg. Og soleiðis verður alt gruggað til, fólk deila seg upp og ákærurnar flúgva runt luftini. “Divide and conquer”-prinsippið virkar væl.

Sjálv eri eg ákærd fyri at vilja verja pedofilar, bara tí eg haldi, at Inger Støjberg átti at vart barnabrúðrarnar á lógligan hátt. Langt úti, at man skal leggjast undir slíkt, bara tí man gongur inn fyri rættarsamfelagnum. Tað ber altso væl til at vera ímóti lógarbrotum – serliga hjá einum ministara, og samstundis vera ímóti teimum, sum gifta seg við smágentum.

Eg heiti bara á fólk um at hugsa um, um man veruliga kann verja lógarbrot, bara tí man tekur undir við motivatíónini, sum Inger Støjberg sigur seg at hava. Er tað nóg gott argument?

So má tað væl eisini vera galdandi fyri øll onnur, sum bróta lógina við einum hásintum endamáli. T.d. meina nógv, at tað eisini var ólógligt, tá Mette Frederiksen syrgdi fyri, at allir minkar í Danmark blivu dripnir. Tað bleiv gjørt við einum hásintum endamáli. Var tað so eisini í lagi? Skulu vit ikki lata rættin døma um tað?

Ber tað til at síggja millum fingrarnar við lógarbroti í summum førum og ikki øðrum? Ber til at halda, at tey, sum man er í parti við, gott kunnu bróta lógina, meðan tey, sum man er ósamdur við, skulu revsast (hart), um tey fremja lógarbrot? Eru vit ikki øll líka fyri lógini?

Nei, eg spyrji bara. Ber tað til at reka eitt rættarsamfelag á henda hátt? Eg haldi ikki. Vil man stríðast ímóti ella fyri onkrum, má tað vera við lógligum midlum.

Tað var bara tað, sum eg vildi gera vart við.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2021/12/14/loyvir-hevdad-hasinni-logarbrot/