Syndanna fyrigeving

Hús í HavnPinkuskaldsøga eftir Elina Brimheim Heinesen

Innihald

Kapittul 1 – Jógvan og familja hansara

Kapittul 2 – Jógvan og kenningar hansara

Kapittul 3 – Jógvan verður forelskaður

Kapittul 4 – Jógvan keypir ein kjóla

Kapittul 5 – Jógvan drekkur Katju fulla

Kapittul 6 – Jógvan snýtir mammu sína

Kapittul 7 – Jógvan hittir Hjalmar

Kapittul 8 – Jógvan fær ein skelk

Kapittul 9 – Jógvan hittir Katju aftur

Kapittul 10 – Jógvan finnur frið

Eftirspæl

Viðmerking høvundins / Forfatterens kommentar


Kapittul 1 – Jógvan og familja hansara

Í einum litríkum grannalag í gomlu Havnini standa eini lítil gul hús av betongi við reyðum vindeygum og ljósagrønum blikktaki. Har búgva hjúnini Marin og Hans Petur Joensen saman við einasta vaksna soni teirra, Jógvani, og ommu hansara Jovinu.

Jógvan er ein forkelaður og sjálvsøkin ótangi. Hóast hann er vorðin 38 ára gamal, býr hann heima enn. Hann tímir rætt og slætt ov illa at klára seg sjálvan. Hann hevur sína lítlu íbúð í kjallaranum hjá foreldrunum, har hann býr ókeypis.

Jógvan etur í køkinum uppiá hjá mammu síni hvønn dag. Hvønn morgun, áðrenn Jógvan fer til arbeiðis, fær hann morgunmat frá mamm-uni. Jógvan fer eisini heim á døgurða at fáa sær at eta, eins og flest Havnarfólk gjørdu fyrr í tíðini. Heima hjá teimum hevur tíðin næstan staðið í stað, so heiti maturin stendur klárur til hansara á borðinum akkurát kl. 12.20, tá útvarpstíðindini byrja.

Mamma Jógvan, Marin, er 65 ára gomul. Hon er ein prátingarsom, elskulig og móðurlig lítil kona, sum heldur, at sonur hennara er tað besta, sum er hent her í verðini. Øll tíðin hjá Marini fer við at taka sær av Jógvani og skirvisliga manni sínum, Hans Peturi, umframt av gomlu vermammuni, Jovinu.

Pápin Hans Petur er 68 ára gamal og hypokondari. Hann er ikki minni elskuligur, men sigur ikki so nógv annað enn, at hann hevur tað ikki so gott. Hann orkar ikki nógv annað enn bara at sita frammanfyri sjónvarpinum og lesa vikubløð og annað tílíkt.

Omman Jovina er ein heldur serlynt dama, sum fyllir nógv í rúminum, har hon er. Hon er 94 ára gomul og púrasta klár í høvdinum.  Beinini eru tó nakað vánalig, so hon situr í kamarinum hjá sær við síðuna av køkinum mestu tíðina, har hon nýtir at roykja cigar og leggja kabalur umaftur og umaftur. Tá hon ikki ger tað, blandar hon undarlig urtakrem ella lesur í einari gamlari læknabók frá fyrru helvt av 20. øld.

Jovina hevur svørt og skyggjandi eygu, við myrkabrúnum rondum rundan um eyguni. Hárið er langt og flættað í eina langa, tunna flættu, sum er vundin um høvdið, hildin uppá pláss við einum hárneti. Jovina fær verdóttrina Marina til at lita sær hárið svart einaferð um mánaðin. Hon líkist einum sigoynara av tí sama.

Sagt verður um hana, at hon dugir meira enn at mæta sær. Hon fær ofta vitjan av eldri konum. Tær teska spakuliga saman aftanfyri afturlatnu dyrnar inn í kamarið. Marini dámar einki hetta loynivirksemið og heldur, tað er eitt sindur óhugnaligt. Tær eldru konurnar halda, at Jovina onkursvegna hevur gagnliga ávirkan á heilsustøðuna og vælveruna hjá teimum og fara so væl nøgdar út aftur.

Jógvan arbeiðir sum sveisari á Skipasmiðjuni. Hann heldur sjálvur, at hann er skaptur til okkurt størri enn at vera sveisari og hevur lyndi til at blása seg upp. Starvsfelagar hansara, sum ikki lata seg lumpa av hansara kávalótum, arga hann.

– Nú? Klókasti maður á vertshúsinum, siga teir við hann.

Jógvan argast av teimum, men roynir ikki at latast um vón. Men tá hann kemur heim, fáa foreldrini av at vita. Hann er ongantíð komin ordiliga burtur úr uppreistraraldrinum.

Men við ommu sína er Jógvan altíð blíður. Hann er góður við hana, hóast hann óttast hana eitt sindur. Omman heldur eyga við øllum, sum fer fram í køkinum úr seingini hjá sær, haðani hon hevur gott útsýni gjøgnum hurðina.

Onkuntíð, tá Jógvan er óargiligur við foreldrini og fer um mark, harkar omman og hyggur hvassliga at honum úr kamarinum. Tá skundar hann sær at gevast.

Jógvan er eisini góður við svørtu kettuna Bellu, hóast Bella til tíðir hevur tað við at fýsa eftir honum og klóra hann, tá hann kínir henni ov nógv.

Mamman vaskar øll klæðini hjá Jógvani og ruddar og vaskar í hansara altíð óruddiligu íbúð. Jógvan ansar ikki hennara stríð og virðismetir tað heldur ikki. Hann er vanur við at vera forkelaður, blakar klæðini og skógvarnar, har tað passar honum og roykir Cecil og stroyur øskuna allastaðni. Fimm minuttir eftir, at mamman hevur verið og ruddað og vaskað upp og niður, er alt næstan líka óruddiligt og skitið aftur.

Hin vegin, so gongur Jógvan sera høgt uppí sjálvur at síggja so reinur og nossligur út sum gjørligt. Hann verður firtin inn á mammu sína, um hon ikki hevur vaskað og strokið ta røttu skjúrtuna, hann nú ætlaði sær at fara í.

Jógvan gongur høgt uppí sína útsjónd. Tað er bara, tá hann er til arbeiðis, at tað ikki rættiliga ber til hjá honum at vera so reinur og nossligur – ella tá hann er í garasjuni og arbeiðir uppá sín elskaða bil, ið hann pussar og fer við, sum var bilurin eitt lítið pinkubarn. Men tá hann ikki smáputlar við bilin, stendur hann frammanfyri speglinum so ofta, hann kann, og smáputlar við seg sjálvan. Hann lyftir vektir og hevur keypt sær útgerð at trena við heima.

Klædnastílurin hjá honum svarar bara ikki heilt til tað, sum er uppi í tíðini. Jógvan klæðir seg heldur gamalsligt. Hann gongur í klæðum, sum vóru tíðarhóskandi, tá hann sjálvur var tannáringur, men hann veit ikki av tí sjálvur. Hann heldur seg rigga stak væl.

Jógvan hevur onga fasta unnustu. Ikki tí hann ikki kann skora damur. Hann sær ikki ringast út, og hann er t.d. rættiliga hárfagur. Hárið er myrkt, tjúkt og sunt, og hann hevur næstan eingi grá hár. Og so er hann heldur ikki feitur, sum so mangir menn í hansara aldri eru vorðnir. So heilt óeiggiligur er hann ikki.

Mamman hevur altíð onkra umbering fyri Jógvan, tá fólk spyrja, hví hann ikki hevur funnið sær eina unnustu enn.

– Jógvan vil ikki gifta seg, tí hann hevur ongan hug at binda seg, sigur mamma hansara.

– Hann vil hava sítt frælsi. Ung nú á døgum… sigur hon og smílist so fitt, at fólk hava ikki hjarta til at fara longur inn í evnið.

Men veruliga orsøkin man heldur vera tann, at hann er alt ov óbúgvin til at fara inn í eitt parlag við teimum skyldum, ið fylgja við tí. Jógvan ropar og prumpar hart og heldur tað verða megakul. Í heila tikið er hann rættiliga barnsligur.


Kapittul 2 – Jógvan og kenningar hansara

Tá Jógvan fer í býin, er hann í góðum lag, og prátar við fólk alla tíðina – bæði fólk, hann kennir, og fólk, hann ikki kennir. Oftast lýgur hann. Mest um síni egnu roysnisverk, tá hann fiskaði rækjur við einum stórum trolara bæði í Grønlandi og í New Foundlandi og tjenti nógvar pengar. Í veruleikanum var talan um nakrar fáar túrar við einum lítlum línubáti, sum fiskaði norðanfyri Føroyar – als ikki nakað at gerast ríkur av.

Jógvan er í heila tikið sera upptikin av dreyminum um nógvar pengar. Men hann dugir ikki at spara pengar upp. Hann blakar pengar burtur til høgru og vinstru beinanvegin, hann fær hendur á teimum. Hann letur sum um, at hann eigur eina rúgvu av pengum og roynir altíð at keypa sær vinir. Hann erpar sær við sínum stóra potensforleingjara av einum amerikanarabili og gólar og skrøggar, har hann kann. Men tað kann hann bara, tí hann býr heima hjá foreldrunum, sum gjalda mestsum allar rokningar fyri hann.

Hin vegin er altíð lív og rok, har sum Jógvan er, tá hann fer í býin. Jógvan elskar at fara í býin í vikuskiftunum og at dansa til tónleik, sum helst skal vera frá 60’unum. Og hann elskar at spæla kontritónleik á sínum risastóra stereoanleggi í bilinum.

Í vikuskiftinum gongur hann á Essabar, har bygdafólk ofta savnast, og so keypir hann øl til eitt harkalið av dreingjum, nógv yngri enn hann, og bjóðar teimum at koyra biltúr við sær kring um býin í hansara stóra amerikanarabili, hóast tað langt síðani er farið av móta at koyra biltúr. Men bygdadreingjunum dámar væl.

18 ára gamli grannadrongurin, Ragnar, er fastur privatsjafførur hjá Jógvani. Hann hevur nýliga fingið koyrikort og vil heldur koyra bil, enn at drekka seg fullan saman við hinum. Jógvan hevur ilt við at lata Ragnari billykilin til sín elskaða bil, men hugurin at ballast vinnur á stúranini um bilin. Tað er eisini nokkso praktiskt, at Rani býr beint við síðuna av Jógvani, og altíð er klárur at vera privatsjaffør.

Dreingirnir hanga út gjøgnum bilvindeyguni, meðan kontritónleikurin dundrar úr yvirvaksnu hátalarunum í bilinum, og teir flenna og geyla eftir teim “gudiligu”, sum teir siga, ið halda útimøti fyri at frelsa glataðar sálir eins og tær hjá teimum.

Onkuntíð vilja ungu dreingirnir heldur hoyra tungmálm enn kontri. Teir fáa náðiligast loyvi til tað av og á, men bara um teir sjálvir hava fløgu við, tí Jógvan hevur einki stikk til geymar í bilinum, sum aðrir bilar nú á døgum hava. Og dreingirnir sleppa heldur ikki at spæla sínar fløgur uttan eitt heitt kjak við Jógvan um tónleikasmakk fyrst. Jógvan kann vera treiskur, sera treiskur – serliga tá tað kemur til tónleik, og tað hendir meira enn so, at heitu kjakini enda við, at teir næstan fara upp at sláast.

Jógvan spælir klókur fyri unga harkaliðnum. Honum dámar væl at vera tann elsti, sum kann reypa sær av væl fleiri lívsroyndum, enn teir hava. Dreingjunum dáma væl Jógvan – ikki tí hann oysir av sínum lívsroyndum, men tí hann eigur tann serstaka vælpussaða amerikanarabilin – og tí teir fáa ókeypis øl frá honum, sjálvandi. Jógvan skorar sær nøkur bílig poeng á tann hátt.

Men so er hann eisini noyddur at vísa, at hann er við uppá tað ringasta. Teir ungu bjóða honum t.d. hash, og Jógvan heldur tað bara vera spennandi. Teir parkera bilin við Boðanes og ganga oman til grýtuta økið út móti sjónum at seta seg, har eingin sær. Har roykja teir sær eina chillum. Jógvan roykir við, og teir standa har og glana út á sjógv í einum tjúkkum roykskýggi og fáa gríniflipp. Serliga Jógvan.

Jógvan skorar damur, sum sagt, men oftast bara gentur, sum lættast lata seg lumpa av hansara skrøggi, og sum tráa eftir mannligari viðurkenning meira enn aðrar gentur, ið ikki hava so nógvan tørv á, at menn vátta virði teirra. Tað hendir í øllum førum nokkso ofta, at hann fær onkra dámu heim við sær.

Jógvani dámar best at leggja tær niður í bilinum úti í garasjuni, tá Ragnar hevur koyrt tey heim, hevur sett bilin og er farin heim til sín.

Jógvani dámar eisini best, at tað hendir, meðan “I Can’t Stay Mad At You” – eitt kontrilag við Skeeter Davis – spælir í anlegginum. Stoytirnir ganga í takt við tónleikin, samstundis sum hann fær sær ein slurk av reinum vodka av og á.

Oftast nær hann ikki heilt at fullføra eina samlegu, áðrenn hann hoknar saman omaná gentunum og sovnar. Summar gentur eru fittar at royna at vekja hann og hjálpa tí hálvgun avdotna Jógvani inn í song. Færri eru nóg treiskar til at vera verandi hjá honum alla náttina.

Oftast er tað tann runda Dora við bleiktum hári, sum heldur ógvusligu snorkanina og rama sprittuta kropssluktin hjá Jógvani út heilt til tann ljósa morgun. Dora tilbiður Jógvan, men Jógvan leggur einki í hana. Hon er ein sjálvfylgja fyri hann, eins og so mangt annað.

Mamman gevur sínum hundasjúka soni morgunmat á seingina sunnudag, tá hon kemur heim úr kirkju. Tá er Dora farin avstað aftur.

– Tú skuldi vitað, hvussu góð gudstænastan var í dag, Jógvan! sussar mamman.

– Ja, sikkurt, sigur Jógvan líkaglaður.

– Og har vóru so nógv fólk… Veitst, hvør var har…? Hann sjálvur vinmaðurin hjá tær, Sofu…

– Nei, og eg vil heldur ikki vita tað! avbrýtur Jógvan hana hvassliga.

– Ojøsus, jaja, Jógvan. Men hevði tú vitað, hvussu áhugaverd prædikan var. Eg haldi, at prestur er so klókur… og so fittur eisini og….

– Mammaaaaa! Halt nú kjaft eina løtu! Eg tími ikki at hoyra uppá teg. Far av fananum til úr mínum kamari! ýlir Jógvan.

– Ojé, ojé… tú ert ikki í góðum lag í dag, sigur mamman og bakkar so eyðmjúk út gjøgnum hurðina.

– Nei! sigur Jógvan firtin og sendir eyguni eftir mammuni, sum letur hurðina spakuliga aftur.

Jógvan hevur ongar veruligar vinir. Hann er í grundini rættiliga einsamallur, hóast hann altíð er saman við nógvum fólki. Einaferð í sínum heilt ungu døgum, hevði hann ein vin, sum æt Sofus Petersen. Tað var hann, mamman sá í kirkjuni.

Sofus fekk góða útbúgving sum løgfrøðingur og er vorðin ein fínur maður. Hann verður ofta intervjúaður í miðlunum. Foreldrini hjá Jógvani hámeta Sofus. Og mamma Jógvan droymir:

– Jógvan góði, hví bjóðar tú ikki gamla vini tínum, Sofus, heim til okkara at eta døgurða. Tit vóru SO væl… sigur hon, tá Jógvan kemur upp í køkin.

– Halt nú munn, tín tápuliga gamla kelling… tú veitst ikki ein lort um nakað sum helst! fýsir Jógvan eftir henni.

Av og á koyrir Jógvan einsamallur seint um kvøldið framvið húsini, har sum barndómsvinurin býr. So steðgar hann á eitt bil og situr úti í myrkrinum og starir øvundsjúkur inn gjøgnum tey stóru, ljósu vindeyguni og eygleiðir barndómsvinin liva tað góða lívið saman við konu síni og børnunum. Jógvan torir ongantíð at fara inn og koyrir so nakkalangur avstað aftur – sníkir seg burtur, sum tjóvur á nátt.


Kapittul 3 – Jógvan verður forelskaður

Ein dagin, tá Jógvan er á veg aftur til arbeiðis aftan á døgurða, hittir hann Ragnar uttanfyri fínu kaféina Paname á Vaglinum. Meðan teir práta hyggur Jógvan inn gjøgnum vindeygað á kaféini og fær eyga á eina ljóshærda, sólbrenda gentu. Hon sær heilt øðrvísi út, enn tær genturnar, sum Jógvan plagar at skora. Meðan Jógvan tosar við Ragnar, eygleiðir hann ta sera prátingarsomu gentuna, sum situr saman við eini aðrari gentu, ið ikki tykist at klíva í tvey.

Jógvan gerst forvitin og sigur við Ragnar:

– Skulu vit ikki fara inn her?

Ragnar hyggur undrandi at Jógvani.

– Á Paname? Tað er ikki eitt stað, tú plagar at vitja… Skalt tú ikki til arbeiðis?

– Jú, men vit kunnu gott náa ein kaffimunn, sigur Jógvan, og Ragnar fylgir trúliga Jógvani inn á kaféina.

Teir keypa sær hvør sín kaffikopp og seta seg við borðið yvir av borðinum við vindeygað, har tann ljóshærda og hin tigandi gentan sita, soleiðis at teir síggja í vangarnar á teimum. Jógvan hoyrir, at tann ljóshærda tosar danskt, og at hon kallar hina gentuna sína “grankusine”.

Jú meira hann hyggur at donsku gentuni, jú býttari gerst hann av henni. Hann tosar við Ragnar og reypar eitt sindur harðari enn vanligt í vónini um, at hon skal leggja merki til hansara.

– Ragnar, veitst tú hvussu nógv kilo eg lyfti í dag? Ja, altso, bænkpress.

– Nei? sigur Ragnar.

– 100  kilo. Akkurát sum einki.

Ragnar nikkar viðurkennandi, men tað eydnast ikki at vekja ans hjá gentunum yvirav.

Eftir eina løtu reisist tann danska og fer avstað og letur sína “grankusine” sita eftir. Men áðrenn hon fer út sigur hon:

– Okay, så ses vi bare her i morgen. Samme tid, ik?

Teir báðir, Jógvan og Ragnar, fara eisini. Jógvan má skunda sær til arbeiðis fyri ikki at vera ov seinur.

Dagin eftir fer Jógvan aftur á kaféina Paname um somu tíð, hesaferð einsamallur, og píkasjey, tá er hon aftur har saman við “grankusinuni”. Hesaferð setir hann seg, so hon sær beint á hann, men hon sær hann kortini ikki. Eina lítla løtu seinni er hon og “grankusinan” farnar. Og Jógvan skundar sær nakkalangur aftur til arbeiðis.

Triðja dagin fer Jógvan aftur á kafé. Nú hevur hann góða tíð, tí hann hevur tikið sær nakrar avspákingartímar. Skuldi hann verið so heppin, at hon kemur aftur á kaféina? Hann er vónbrotin, tá hann sær, at hon ikki situr við vindeygað, har hon sat hinar dagarnar. Hann steðgar á, áðrenn hann fer inn og biðjur eina lítla bøn innantanna um, at gentan kemur aftur í dag. Og so setur hann seg at bíða.

Ein tími gongur. Tveir tímar ganga. Servitrisan aftanfyri diskin byrjar at undra seg, tí Jógvan keypir ein kaffikopp fyri og annan eftir. Hann situr og ristir ótolin við knøunum og ilskast eitt sindur, tá onnur seta seg við “hennara borð”, men tað lætnar fyri honum, tá tey fara avstað aftur, tí hann heldur, at hon líkasum eigur hatta borðið.

Tá knappir tríggir tímar eru farnir, og hann er líka við at geva upp og fara avstað, kemur Katja mín sann! Nú er hon einsamøll og hevur fleiri innkeypsposar við. Hon hevur verið og keypt bæði frá Sirri,  Öström og Guðrun & Guðrun.

Katja setir seg við sama borð sum hinar dagarnar, sum lukkutíð er tøkt. Hesaferð møtast eyguni hjá henni og Jógvani stutt, og hon smílist til hansara. Tað gevur honum dirvi. Hann mannar seg upp,  fer yvir til borðið hjá henni, júst tá hon er í ferð við at reisa seg upp – helst fyri at keypa sær okkurt. Men hon steðgar á, tá Jógvan vendir sær til hennara.

– Kan jeg byde på en øl eller en kaffemund eller noget andet? sigur Jógvan á ljómandi gøtudonskum. Hann smílist um alt fimmoyrað.

Hon heldur tað ivaleyst vera hugnaligt og forvitnisligt at tosa við ein ektaðan lokalan føroying við so sjarmerandi og forkunnugum málburði.

– Jamen, jeg siger da ikke nej tak til en kop café latte, sigur hon og setir seg niðuraftur. – Jeg er megatræt efter at have vandret fra den ene forretning til den anden hele dagen. Så tusind tak. Jeg trænger virkelig til det.

Jógvan fer beint yvir til diskin at bíleggja. Hann keypir eisini sær sjálvum ein café latte, hóast hann aldrin hevur droymt um at smakka tað áður. Tað tekur eitt langt og eitt breitt, áðrenn krússini eru klár, so Jógvan stendur og tritlar á beinunum og skeitir yvir at Katju allatíðina. Hann vinkar av og á til hennara, stúrin um, at hon kanska fer at reisa seg upp og fara, áðrenn hann nær at koma við krússunum. Men nei. Hon verður sitandi, líka til hann kemur yvir aftur.

– Gør så vel, sigur Jógvan.

– Jamen dog! Tusind tak skal du have, sigur hon.

– Det er ikke noget at takke for, heldur Jógvan fyri.

– Jo, det er det da! Jeg må hellere præsentere mig. Jeg hedder Katja, og hvad hedder du så?

– Jeg hedder… bare Jógvan Joensen.

– Bare?

Katja flennur.

– Erik? Van Joensen?

– Nej! Jógvan…!

– Jegvan?

– Ja, J-Ó-G-V-A-N – det udtales bare Jegvan.

– Det er vist et meget færøsk navn, er det ikke?

– Jo, det tror jeg nok, sigur Jógvan ivandi.

– Hvad laver du så, Jegvan.

– Nej, ikke noget…?

– Ikke noget? Er du arbejdsløs?

– Nej, nej, nej… jeg arbejder på skibesmedjen…

– Hvaffornoget…?

– Her ovre, hvor vi laver skibe…

– Nååå, skibsværftet!

– Ja, jeg er formand der. Ellers er jeg lige kommet i land, ved du… jeg har sejlet som skipper på en rejetrawler. Oppe i Grønland…. Gode penge, det kan jeg sige dig!

– Nåh… En rigtig færøsk sømand, forstår jeg, sigur Katja og leggur høvdið á skrá.

– Ja, det kan man vist godt sige, sigur Jógvan og fattar sær á.

– Hvorfor er du så her på Færøerne, når du kan tjene gode penge i Grønland, spyr Katja forvitin. Jógvani dámar illa spurningin og smekkar bara til.

– Nej, nu ville jeg bare hjem. Jeg har tjent nok penge… for en tid. Men hvad laver du? spyr hann fyri at avleiða.

– Jeg arbejder på et reklamebureau í København som AD’er.

Tað ljóðar sera fínt i oyrunum á Jógvani, sum ikki ánar, hvat ein AD’ari er, so hann skundar sær at tosa um okkurt annað.

– Å…ja… okay? Hvad laver du så på Færøerne?

– Det er ikke nogen rejse i forbindelse med arbejde eller noget. Jeg har faktisk færøske aner, og så så jeg en artikel i Politiken om Færøerne og fik bare så meget lyst til at tage afsted for at besøge mine forfædres land. Ja, tænkte bare at give mig selv en fødselsdaggave og rejse væk her og nu. Væk fra larmen og bilosen i København.

– Fødseldag? spyr Jógvan forvitin.

– Ja, jeg blev 29 i sidste uge. At tænke sig… 29, du! Huhh… Næsten oppe at kysse de 30… Er det noget at fejre, hva?

– Ja, hvorfor ikke… du ser jo meget yngre ud.

– Åh, det er sødt sagt. Tak. Sandheden er, at jeg trængte bare til et pusterum fra arbejdet, sigur hon og suffar. – Jeg har altid hørt så meget om disse mærkelige, stormomsuste øer i Nordatlanten, hvor min abbi voksede op. Men jeg har aldrig været her før.

– Bor du hos din abbi?

– Nej, han er død forlængst. Men hans yngre søster lever, så jeg bor hos hende – her i Tórshavn, altså på Argir. Nu har jeg været her en uge, og jeg skal hjem på søndag.

– Søndag? sigur Jógvan og ljóðar vónbrotin.

– Ja, og du kan tro, jeg har nydt det. Jeg er så overrasket over folks åbenhed og den gæstfrihed, jeg har mødt på Færøerne – for ikke at tale om jeres megaflotte natur! Ej, altså!

Jógvan lurtar eftir orðafloyminum hjá Katju og heldur hana vera heldur løgna, men hann er kortini púra burtur í serliga vakurleika hennara, og í, at hon er so øðrvísi. Hon hevur eitt undarligt árin á hann, tí hatta við tí vanliga reypinum riggar ikki ordiliga við henni. Hon er alt ov fín til slíkt. Haraftrat er hann heldur ikki so øgiliga stívur í donskum. Men Jógvan kennir ikki so nógvar aðrar mátar at gera seg upp fyri konufólki, so hann roynir at reypa tað, hann kann.

Nú gongur tann runda avbleikta Dora uttanfyri. Hon er saman við eini klænari vinkonu við longum myrkum hári og einum stórum múlatrútnum munni mitt í einum sera hvít-um andliti. Dora hyggur inn gjøgnum stóru vindeyguni í kaféini og sær Jógvan sita saman við Katju. Hon kvøkkur við. Hon sær beinanvegin, at Jógvan er burtur í donsku gentuni. Dora og klæni fylgisneyti hennara koma beint inn í kaféina, og Dora gongur so sjónskt og avgjørd framvið tey bæði og heilsar uppá Jógvan, sum nóg illa varnast hana.

Dora og vinkonan seta seg niður eitt stað, har sum Dora tryggjar sær, at Jógvan sær hana. Og so roynir hon á ymsan hátt at fáa hann at varnast hana, uttan at øll onnur varnast hana eisini. Hon blunkar til hansara og hálar kjólan eitt sindur longur upp, so lørini síggjast betur. Katja situr við rygginum til Doru og sær einki. Men Jógvan sær bara Katju. Til sína sorg, sær Dora, hvussu Jógvan bráðnar alt meira í Katjusa nærveru.

Tá Katja og Jógvan hava drukkið upp, spyr Jógvan:

– Må jeg byde på en kop mere?

– Nej, tak, Jegvan, det er meget sødt af dig, men nu skal jeg altså gå, sigur hon og ressast. Jógvan verður fjálturstungin. Hann er ikki klárur at siga farvæl longu.

– Jeg kan godt køre dig, hvorhen du vil, skundar hann sær at siga. – Jeg har en lækker bil.

– Nej, min ven, det behøver du ikke. Jeg klarer mig fint.

– Men det vil jeg gerne. Du siger bare til, hvor du vil hen.

– Hmmm… Er du sikker?

– Ja, helt hundrede procent.

– Jamen, så okay da. Jeg skal bare hjem. Ud til Argir – eller hvordan man nu udtaler det, fnisar Katja.

So reisast tey, og Jógvan fer út saman við Katju. Dora sendir síni vátu, ásttiknu eygu eftir rygginum á Jógvani. Og vinkonan uggar ta sorgarbundnu Doru.

– Er det virkelig din bil, sigur Katja, tá hon sær amerikanaramonstrið hjá Jógvani á Skálatrøð og flennur hjartaliga. Jógvan er eitt sindur óvissur, um hann skal vera stoyttur ella taka tað sum eitt komplimang.

– Sådan en har jeg aldrig nogensinde kørt med.

Tá Jógvan og Katja sita í bilinum, spyr hann hana.

– Jamen, hvis du ikke skal noget andet, så kan jeg godt køre dig bare en lille omvej op på Hammeren på Argir, så du kan nyde turen og se lidt af Tórshavn.

– Hammeren?

– Ja, det er lige op over Argir – du ved, længere oppe på bjerget. Der er en god udsigt der.

Jógvan sendir henni sítt allarfittasta smíl. Katja er heldur ivasom eitt lítið bil, men sigur so:

– Okay, jeg er frisk.

Hon heldur tað vera eitt sindur stuttligt at verða kurtiserað av einum – fyri henni – heldur frumkendum, bygdasligum føroyingi. Jógvan livnar eitt sindur upp og setur eina romantiska kontriplátu í anleggið.

– Nej, hvor cool, sigur hon. – Rigtigt amerikansk!

Tey koyra gjøgnum Vesturbýin og niðan fram við býlinginum Undir Kongavarða og til parkeringsplássið uttanfyri dagstovnin á Hamarinum. Har fara tey úr bilinum fyri at hyggja at sólini seta handan fjøllini í útnyrðingi vestan.

– Hvor er der bare flot! Wow…

Katja er full í lovorðum um Føroyar. Jógvan kveitir í loyndum at henni alla tíðina, men Katja leggur ikki rættiliga merki til tað. Hon er burtur í útsýninum og náttúruni kring tey. Hvørja ferð Jógvan roynir at nærkast henni, prátar og sussar hon so nógv, at hann má geva upp.

– Nogen burde virkelig bruge det her sted som en flot location til en eller anden film! Det er bare VILDT fedt! Ej, altså, Torshavn er bare sådan en sød lille mini-by, og naturen omkring er bare så barsk og rå i forhold til i Danmark….! sigur hon á rótkeypmannahavnskum.

Jógvan koyrir hana at enda heim. Tá bilurin steðgar uttanfyri portrið, har sum Katja gistir, lenar hon seg yvir móti Jógvani, klemmar hann og mussar hann á kjálkan.

– Ej, Jegvan altså. Tuuuusind, tusind takk for din fantastiske venlighed.

Jógvan rodnar, smæðin av hesum óvæntaða og knappliga klemmi. Tað kennist løgið hjá honum, tí hann er vanur við, at tað er hann, ið stýrir, tá talan er um kropsligan nærleika. Hann veit ikki, at tað er vanligt fyri keypmannahavnarar at klemmast og mussa á kjálkar, uttan at nakað meira liggur í tí. Hetta er ikki nakað Jógvan er vanur við, so hann leggur nakað heilt annað í tað, og hugsar, at hon man vera nakað áhugað í sær.

Katja loypur skjótt úr bilinum og fer inn til sín sjálvs, áðrenn Jógvan nær at gera ella siga nakað. Beint áðrenn hon letur hurðina aftur, snarar hon sær eitt sindur á, sendir honum eitt smíl og eitt lítið vink. Hjartað í Jógvani loypur eitt slag um.


Kapittul 4 – Jógvan keypir ein kjóla

Jógvan koyrir heim. Hann blakar seg niður á beinkin við spísiborðið í køkinum. Hann er glaður, tá mamman setur drekkamunn og vaflur á borðið til hansara.

– Túsund takk, mamma. Fitt av tær at geva mær drekka.

Mamman hyggur ovfarin at honum. Hann hyggur fyrst so vinaligur at mammu síni, og so hyggur hann droymandi út í luftina.

– Mammusa vaflur eru tær bestu! sigur hann burturblíður.

Mamman undrast stórliga á hansara óvæntaða mildleika. Men so nikkar hon fyri seg sjálva og fer smágnisandi inn til pápan í stovuni og sigur við spakuligari rødd, so Jógvan ikki skal hoyra tað i køkinum.

– Nú rokni eg við, at tað má vera hent, Hans Petur. Jógvan man hava funnið sær eina fitta gentu. Kanska fer neyðardýrið hjá okkum endiliga at fella til ró.

Hans Petur nikkar, smílist og ætlar at reisa seg upp, men so sessast hann aftur og suffar.

–  Oy, ryggurin, ryggurin, eymkar hann seg.

– Sit nú bara í frið, góði. Ikki overvað teg. Tú veitst, hvussu tað er…. sigur Marin og fer eisini inn til ommuna at siga henni frá tíðindunum. Omman hyggur heldur tortrúgvin uppá hana.

– Man tað fara at vera, høh, sigur omman turrisliga.

Jógvan vil fegin seta seg í samband við Katju aftur. Hann finnur telefonnummarið til tey, sum búgva í húsinum, har hann setti hana av, og roynir at ringja til nummarið. Hann tryggjar sær, at hann ringir við loyniligum nummari. Men tá onkur tekur telefonina í hinum endanum, torir hann ikki at siga nakað og leggur rørið spakuliga á aftur.

Hann koyrir framvið húsinum, har Katja gistir, í vónini um at fáa eyga á hana. Men hann sær onga Katju.

Fríggjakvøld fer hann í býin sum vanligt. Stórt vónbrot. Eingin Katja. Hann drekkur seg etandi fullan og er saman við Doru. Dora er so findarglað, men Jógvan blakar hana út, tá hann hevur verið í song við henni – í bilinum, sum vanligt.

Tá Jógvan skal lata seg í buksurnar aftur, sær hann, at gamla buksureimin er kvett av um tvøran av sliti.

– Fuck! sigur hann.

Dagin eftir – leygardag seinnapart – er Jógvan í SMS fyri at keypa sær eina nýggja buksureim. Í klædnahandlinum rennir hann næstan beint á Katju, sum er á veg út úr einum royndarrúmi í einum vøkrum kjóla. Hon sær fyrst eitt sindur ørkymlað út, tá hon sær hann, men kemur so opinberiliga í tankar um, hvør hann er.

– Hej med dig. Øhh… hvad var det nu, du…

– Jógvan, sigur Jógvan.

– Nå, ja, det var det…. er du her? Jeg skulle bare prøve en kjole, og se, hvordan jeg så ud i spejlet derovre.

– Jeg synes, du ser rigtig flot ud, sigur Jógvan á sínum rama gøtudanska.

Katja hvørvur inn í royndarrúmið aftur fyri at fara úr kjólanum og lata seg í aftur. Jógvan bíðar uttanfyri og ímyndar sær, hvussu hon sær út har aftanfyri forheingið. Hon kemur út aftur við kjólanum hangandi um armin og gerst eitt sindur kløkk av, at Jógvan stendur har enn yviri við kassan. Jógvan hálar straks mappuna fram fyri at gera seg upp.

– Eg vil gjarna betala fyri reimina og fyri kjólan hjá hasi damuni har yviri.

Tá Katja kemur fram at kassanum og vil gjalda, hyggur gentan við kassan ørkymlað at henni.

– Men han har betalt, sigur hon og peikar á Jógvan.

– Nej, det sku’ du da ikke! sigur Katja.

– Jo, nu er det gjort. Så der er ikke noget at gøre.

– Jamen altså, det kan jeg jo ikke tage imod… du må give kjolen til en anden, sigur hon og roynir at geva honum kjólan. Men hann vil ikki taka ímóti.

– Katja, jeg har masser af penge, ved du jo, så det betyder ingenting. Det gør ingen forskel for mig. Så tag den nu bare, reypar Jógvan.

– Ihh, altså… du er en værre én. Okay, Jegvan, så siger vi det. Men så skylder jeg dig jo penge eller noget…

– Nej, nej, nej, nej, nej… dét gør du ikke. Jeg vil gerne give dig kjolen i fødselsdagsgave, Du sagde, at du lige havde haft fødselsdag!

– Hmmm…. ja, det har jeg jo. Men så må jeg jo bare sige tusind tak.

Jógvan hyggur grundandi at henni og spyr:

– Nå, hva’ så? Hvad skal du lave i aften – det er jo lørdag… så går alle færinger i byen…

– Jeg har en aftale, skundar hon sær at siga.

– Okay?

– Ja, jeg skal i biografen med min grankusine. Og jeg skal faktisk skynde mig, så du må hygge dig… og tusind tak ska’ du ha’ – endnu en gang, ik?

Jógvan er so fjálturstungin, at tað kemur honum ikki til hugs at spyrja: Og hvat so aftaná? Hon er longu farin og smílist fitt langt har yviri til hansara og vinkar. Jógvan er forsyndaður inn á seg sjálvan, at hann blívur so fjáltraður av henni, men nú veit hann í øllum førum, hvar tað ber til at finna hana um kvøldið.


Kapittul 5 – Jógvan drekkur Katju fulla

Um kvøldið er Jógvan saman við nøkrum bygdadreingjum frá harkaliðnum, 22 ára gamla Ívar, og 23 ára gamla Andrias – og so tí unga Ragnari, sum koyrir amerikanarabilin. Teir drekka. Jógvan drekkur sær dirvi til. Í kvøld má og skal tað vera. Katja fer jú avstað í morgin.

Teir bíða í bilinum uttanfyri biografin. Katja og “grankusinan” koma út úr biografinum og ganga eftir gongubreytini. Jógvan sær til sína frøi, at Katja er farin í kjólan, sum hann gav henni um dagin. Bilurin hjá Jógvani koyrir fram til teirra og fylgir teimum spakuliga. Jógvan rullar rútin niður:

– Nå, flot kjole, du har på, Katja…

– Ja, synes du ikke, svarar Katja.

– Hvad siger damerne til en lille biltur? roynir Jógvan seg.

Tær flenna bara.

– Hvat sigur sjafførurin um tað? sigur Lydia. Tað er hon, sum Katja rópar “grankusinan”.

– Eg eigi bilin, so eg bestemmi, svarar Jógvan. Tað skilir Katja.

– Nå ja, det er jo din megaflotte bil, Jegvan, sigur Katja.

– Ja, nemlig! Men hvad siger du så? spyr Jógvan braneggjaður.

– Hmmm…  jeg har ikke tænkt mig at være med til så meget i aften. Jeg skal være frisk til i morgen, for jeg skal jo flyve til København.

Men Jógvan hevur kenning og vil ikki lata seg kýsa. Hann er errin av bilinum og eggjaður av, at Katja rósar bilinum.

– Jamen, netop derfor… Du kan ikke bare tage hjem nu. Du må udnytte tiden, du har tilbage på Færøerne… det er ikke hver dag, man kan køre i sådan en bil… og så her i Tórshavn….

Hann leggur høvdið á skrá og hyggur við biðandi hundaeygum at henni, so hon má flenna.

– Okay… jeg skylder dig også lidt… venlighed for den kjole…

Teir hyggja allir biðjandi uppá hana í bilinum. Katja himlar við eygunum og ristir við høvdinum.

– Men ikke ret længe, sigur Katja og setur seg inn í bilin á baksetrið saman við Jógvani. “Grankusinan”, sum eitur Lydia, fer og setur seg á baksetrið hinumeðin frá.

Jógvan bjóðar teimum snaps. Katja eygleiðir, hvussu snapsurin gongur runt og flennir, tá hon fær bjóðað snapsaglasið:

– Mener du det…. Skal jeg virkelig….?

– Ja, selvfølgelig. Det er lørdag aften, sigur Jógvan bragdligur.

– Okayyy… Ja, når man er blandt indfødte, så må man skik følge eller land fly. Er det ikke sådan, man siger? sigur Katja og tømir glasið í botn. Roðin breiðir seg um andlitið á henni.

Ragnar situr saman við Andriasi framman. Hini fýra sita aftan. Ívar fer beint í holt við at amast uppií Lydiu, “grankusinuni”. Tað sær út til at eydnast hjá honum. Skjótt sita tey og mussast.

Katja prátar so nógv, at tað gongur ikki líka væl hjá Jógvani. Hann bjóðar henni meira snaps, og hon drekkur eins og hini fyri at vera við, meðan hon pjátrar.

Tá tey hava koyrt eitt sindur aftur fram, bjóðar Andrias, sum er sera fullur, teimum heim í sína íbúð, og tey koyra heim til hansara. Katja er, beint ímóti síni ætlan, við at fáa góða kenning, og er nú eitt sindur lættari at fáast við. Tey spæla harðan tónleik. Katja gerst alt kátari, og kenningin er vorðin í so góð. Hon tosar allatíðina:

– Åh, nej, det er forfærdeligt, at jeg er blevet så fuld. Jeg skal rejse i morgen, for fanden, sigur Katja fleiri ferðir og flennir, tá tey fara stumblandi inn í kjallaraíbúðina hjá Andriasi.

Hon hevur tað ov stuttligt til at vilja fara. Andrias biðjur hana um ein dans, og tey bæði fara upp at dansa. Eingin leggur merki til, at Lydia og Ívar eru farin beint inn í eitt kamar.

Katja dansar og smýkir sær sum ein ketta, og Jógvan er heilt burtur í henni. Hann verður sjalu inn á Andrias, so hann reisir seg upp og fer inn í millum teirra og yvirtekur dansin. Skjótt dansa tey tætt saman, og Katja fnisar og gnisar. Andrias blakar seg í ein stól og er skjótt sovnaður.

Knappliga sigur Katja, at hon orkar ikki meira.

– Jeg er helt rundt på gulvet. Jeg er nødt til at lægge mig ned, ellers bliver jeg dårlig, sigur hon og leggur seg á sofuna at blunda.

Nú eru tað bara Jógvan og Ragnar eftir í stovuni, sum eru vaknir. Ragnar fer á vesið. Jógvan hyggur at Katju. Nærkast henni og mussar hana blídliga á pannuna. Eggjaður av, at hon onga mótstøðu ger, mussar hann hana á nøsina og so á munnin. Knappliga letur Katja eyguni upp og hyggur beint uppá hann, tortrúgvin. Jógvan hevur seg afturá sum ein flongdur hundur.

Eina løtu er støðan pínlig. Men so kemur Ragnar innaftur. Katja letur sum einki. Men týðiligt er, at nú er hon meira ansin. Jógvan roynir aftur við sínum klombrutu royndum at dára hana, men Katja er óstøðug og hál sum ein állur.

– Nej, ved du hvad. Nu er jeg altså NØDT til at gå. Kan jeg blive kørt hjem, eller skal jeg ringe efter en taxa?

Ragnar, sum er edrúur sigur:

– Jeg har ikke drukket, så jeg kan sagtens køre.

Eingin hugsingur er um at biðja Lydiu, grankusinuna, koma við, tí tað hoyrist á øllum brøgdum, hvat hon og Ívar eru í holtur við inni á kamarinum. So tey trý fara út til amerikanarabilin uttan Lydiu, og Katja setur seg avgjørd á setrið framman við síðuna av Ragnari, sjafførinum. Jógvan má seta seg einsamallan aftanfyri.

Tá tey steðga á Argjum uttanfyri hjá Katju, roynir Jógvan at gera eina síðstu vónleysu roynd at vinna hennara tokka.

– Skal jeg køre dig på flogvadlen i morgen tidlig?

– Undskyld, hvad…?

– Jeg mener, til Vágar, hvor flypladsen er.

– Nåh… Vagar! sigur hon og úttalar tað, sum flestir danir gera.

– Nej, tak, jeg har bestilt en taxa…. så det skal du ikke, nej.

– Ved du hvad, Katja? Ved du, at jeg tager til Bahamas på ferie her i vinter, roynir Jógvan seg.

– Jamen, det var da godt for dig, Jegvan…

– Kunne du ikke godt tænke dig at komme med? Altså, jeg betaler…. Penge har jeg nok af, ved du. Det kunne fandeme være hyggeligt, du… Tænk dig, Bahamas…! Hva? Os to?

Hon ristir við høvdinum og brýtur hann av.

– Nej tak, Jegvan. Du har gjort min sidste aften på Færøerne til en uforglemmelig aften. Det har været kongefedt! Men der bliver nok ikke noget Bahamas til mig, Jegvan.

Hon vil bara sleppa avstað og leitar í taskuni hjá sær og gevur honum sítt visitkort.

– Hvis du kommer til København en dag, hva’? Så ved du, hvor du kan finde mig, ik’?

Jógvan er glaður. Hann tekur innbjóðingina bókstaviliga og fatar ikki, at hon bara vil sleppa sær av við hann á lættasta hátt. Hon fer úr bilinum, og hann eygleiðir hennara eiggiliga kropp, har hon fer gangandi í kjólanum, hann keypti henni, og hvørvur inn í húsini hjá abbasystrini. Ragnar floytar, og Jógvan vendir sær á og hyggur misnøgdur at honum.

– Koyr nú bara heim, okay….


Kapittul 6 – Jógvan snýtir mammu sína

Dagin eftir stendur Jógvan og hyggur so hugtungur upp í luftina, tá hann hoyrir flogfarið flúgva avstað við Katju við kós móti Danmark. Frá tí løtu er alt galið í Føroyum. Jógvan tímir einki meira. Alt er keðiligt og nakað lort. Tá hann ikki er til arbeiðis, situr hann bara inni í sínari lítlu íbúð og kínir kettuni Bellu, so leingi hon tímir og ikki klórar, og spælir tær mest syrgiligu kontripláturnar, hann eigur.

Ein fríggjadag fyrrapart stutt eftir fer mamma Jógvan, Marin, inn í SMS. Hon fer í Miklagarð at keypa soninum nakrar pakkar av Cecil og ommuni cigarir. Tá hon skal gjalda, liggja nakrir skava&vinn-seðlar har. Hon hyggur grundandi at teimum. Ungi maðurin við kassan leggur merki til tað og spyr, hví hon ikki bara keypir sær ein. Hon skilir ikki rættiliga, hvat skava&vinn-seðlar ganga út uppá, men hon er fólkalig og av kurteisi keypur hon ein seðil í tí trúgv, at tað er ein vanligur lutaseðil, og at hon nú hevur gjørt eina góða gerð og hevur stuðlað onkrum lokalum ítróttarfelag ella skótarørslu. Tá hon kemur heim, leggur hon tann óskravaða skava&vinn-seðilin á spísiborðið í køkinum og fer í holtur við at gera døgurða.

Jógvan kemur sum vant heim at eta døgurða í døgðurðatímanum. Hann líkist einum toruskýggi. Hann sær seðilin liggja á borðinum og spyr mammu sína:

– Hví hundan keypir tú sovorðið forbannað tvætl. Tað plagar tú ikki. Harraguð, spill av pengum, sigur hann og vendir tað hvíta út av eygunum.

– Jamen, góði. Eg vil gjarna stuðla einum góðum endamáli. Og ungi maðurin í kioskini var so fittur, at eg keypti tað bara, sigur mamman.

– Idiot…, fýsir Jógvan og ristir við høvdinum.

Tá tey hava etið, og Jógvan situr og drekkur kaffi, fer hann so burturhugaður undir at skava skava&vinn-seðilin, meðan mamman vaskar upp. Fyrst sær hann talið 500.000 kr., so sær hann talið 500.000 kr. aftur. Nú vaknar hann eitt sindur við. Pápin, sum situr og lesur eitt vikublað ansar ongum. Tá Jógvan fer undir at skava tað síðsta burtur, sær hann fyrst ett fimmtal og so tvey nullir, eitt punktum og… hann skavar skjótt allan tegin og vil ikki trúgva sínum egnu eygum, tá trý nullir aftrat koma undan. Hann blundar og hyggur einaferð aftrat. Jú, mín sann, har stendur 500.000 kr. fyri triðju ferð! Ein hálv millión!!!

Hann rættir seðilin yvir móti mammuni, sum stendur við rygginum móti honum.

– M-m-m-men mamma, tú hevur jú vu….

So brýtur hann seg sjálvan av. Steðgar í rørsluni og hugsar seg um.

– Hvat sigur tú, góði? spyr mamman.

– Nei, einki, sigur Jógvan skjótt og skundar sær at stinga skava&vinn-seðilin í lumman. Hann rennir oman í sína íbúð og setir seg at gløða at seðlinum. Mamman fer neyvan at sakna seðilin, tí hon veit helst ikki ein gang av, at seðilin er til at skava á. Og um hon so hevði skavað hann, hevði hon uttan iva ikki skilt, at hon hevði vunnið nakað, roynir Jógvan at sannføra seg sjálvan um. Og hvat skal hon eisini brúka pengarnar til? Hann hevur nógv meira brúk fyri teimum sjálvur – og fyri tann saks skuld hevði hann kortini arvað teir, tí mamman hevði heilt sikkurt bara sett pengarnar inn og einki brúkt av teimum.

– Nei , teir fella eitt nógv turrari stað her í mínum lummum. Og ikki minst kunnu pengarnir geva mær frælsi! Frælsi til at ferðast, hvar eg vil. So sum til dømis til Danmarkar til Katju, hugsar Jógvan, meðan smílið breiðir seg alt meira um andlitið. Knappliga loypur hann úr stólinum og rópar:

– Yessss!

Hann setur eina gamla singleplátu á við Chubby Checker “Let’s twist again”, skrúvar for frá og dansar sum svakur runt í lítlu stovuni.

Enn er eitt sindur eftir av døgurðatímanum. Jógvan tekur eina skjáttu við sær og fer beint í kioskina í SMS at fáa eitt prógv fyri vinningin, ringir til Dansk Tipstjeneste, upplýsir kontunummarið og verður vístur til sín banka. Hann fer beint í bankan, vísir teimum prógvið og tekur allar pengarnar út – 500 túsundkrónuseðlar – sum hann koyrir í skjáttuna. Bankadaman við diskin undrast og spyr, um hann er vísur í, at hann skal hava so nógv út í kontantum. Jú, Jógvan er púra vísur.

– Tað eru mínir pengar, sigur hann uppátikið smáfirtin.

Jógvan er ov seinur til arbeiðis. Tað er hann annars ongantíð, so starvsfelagarnir hyggja undrandi at honum, tá hann avgjørdur fer skundandi beint upp til skrivstovuna hjá stjóranum við einum stórum smíli. Jógvan, sum annars er sera undirbrotligur fyri stjóranum, er knappliga so braneggjaður, at stjórin er heilt paff av honum.

– Eg eigi feriu til góðar, og eg vil fegin taka feriuna nú.

– Nú? Beint nú, sigur stjórin ikki lítið ovfarin.

– Ja, eg eri noyddur at fáa frí beinanveig, tí eg skal til Dan-markar longu í morgin fríggjadag í sera týdningarmiklum privatum ørindum.

– Men hvat skalt tú?

– Nei, tað kann eg ikki upplýsa um, sigur Jógvan avgjørdur. Stjórin er tikin á bóli og gevur honum sítt samtykki, mest tí hann veit ikki, hvat annað hann skal siga.

– Jamen, Jógvan, so siga vit tað.

Jógvan rennir oman trappurnar, út og burtur frá skipasmiðjuni. Stjórin eygleiðir hann frá vindeyganum. Hann klórar sær í nakkanum og ivast í, um hann leyp framav og var ov eftirgivin.

Jógvan skundar sær beint til fyrstu ferðastovuna at keypa sær ein flogferðaseðil og fer so heim at pakka sær eina tasku og kuffert. Hann syngur og dansar alla tíðina. Mamman spyr so stúrin, um hann veruliga hevur ráð til at fara og ferðast. Hann rópar eftir henni.

– Blanda teg uttanum, mamma! Eg eri ein vaksin maður. Eg geri sjálvur av, hvar og nær eg fari at ferðast. Tað rakar ikki teg!

Jógvan fer tíðliga upp morgunin eftir, so hann hevur tíð at snolla seg ordiliga – væl meira enn hann hevur gjørt leingi, og fer upp í køkin, har mamman  hevur borðreitt við morgunmati. Men Jógvan hevur ongan hug at eta. Hann er alt ov spentur. Nú floytar shuttletaxabilurin uttanfyri, sum Jógvan hevur bílagt.

– Men góði, skalt tú ikki hava eitt oyra frá mammu, nú tú skalt niður? roynir hon.

– Mamma, for fanin! Hvat roknar tú meg fyri? Heldur tú ikki, eg kann klára meg sjálvan, ha?

Marin tegir og letur hann fara. Hon hyggur stúrin aftaná honum, tá hann fer inn í taxabilin. Omman Jovina hyggur eisini úr sínum kamari, ristir við høvdinum og blæsir ringar av cigarroyki út gjøgnum opna vindeygað hjá sær.


Kapittul 7 – Jógvan hittir Hjalmar

Jógvan hevur bara einaferð fyrr verið uttanlands – tvs. í Danmark – men bara við Norrønu. Hann hevur ongantíð flogið fyrr, so hann er fullur í nervum á veg umborð í flogfarið. Hann blundar allatíðina, tá flogfarið fer á flog.

Jógvan keypir sær ov mikið av spruttið og drekkur uppá tóman maga, so tað gongur rættiliga skjótt, at hann gerst kátur og fjákutur. Hann klappar eini ungari flogternu á afturpartin og ger sær fyri skommum. Hon hyggur ilskliga at honum, men letst annars sum einki.

Men restina av túrinum hyggja allar flogternurnar varnar at honum, skuldi hann farið meir út um mark. Tá Jógvan skal gjalda fyri drekkivørur og fer niður í taskuna hjá sær eftir reiðum peningi, leggur flogternan merki til, at taskan er á tremur við pengum. Hon gløðir við og fer fram til eina aðra flogternu og teskar okkurt til hana.

Jógvan fer í part við síðumannin, ein fullur føroyingur í sterkum brillur – tann lítli bleiki Hjalmar úr Klaksvík, sum er 23 ára gamal. Jógvan spyr, hvar hann fer.

– Eg fari til Danmarkar – at lesa til verkfrøðing, sigur Hjalmar.

– Okay… ja, og eg fari til Danmarkar at vitja donsku damuna hjá mær, Katju. Hon er Ædéari. Tað er sovorðið fínt nakað við reklamu og sórnum.

Víð stórum orðum greiðir hann Hjalmari frá tí lekru Katju, hvussu gott hon sær út, og hvat hann hevur hugsað sær at gjørt við hana, tá hann fer at møta henni. Jógvan vísir Hjalmari hennara smarta visittkort. Tann ungi Hjalmar hyggur hugtikin at Jógvani. Jógvan sigur:

– Eg kundi hugsað mær at gjørt damuna ordiliga bilsna og bjóða henni á fínt hotell í morgin. Hvat sigur tú til at búgva á fínum hotellið í nátt? Tú ert vælkomin! Eg betali!

– Meinar tú tað, sigur Hjalmar. – Ætlanin hjá mær var at flúgva víðari til Århus, men eg havi møguleikan fyri at útseta mína innanríkis flogferð upp til 24 tímar… soeh… jú, tað kunnu vit gott siga.

Hjalmar velur at fylgja Jógvani fyri at vita, hvat hendir. Hann er næstan líka so óvitandi sum Jógvan um alt í Danmark, so tað er gott at hava ein fylgisneyta.

Eftir at teir eina góða løtu hava roynt at finna runt í floghavnini, finna kuffertini og finna eitt stað at herberga kuffertunum hjá Hjalmari til í morgin, koma Jógvan og hansara nývunnið lagsbróður endiliga út úr floghavnini. Teir síggja út, sum teir eru dotnir av mánanum. Ein taxabilur koyrir yvir og steðgar frammanfyri teimum, og sjafførurin báknar til teirra um at koma inn í bilin.

– Kan du køre til det flotteste hotel i hele København? sigur Jógvan á ordiliga gøtudonskum og setur seg inn í bilin, framman.

– Men først skal vi lige forbi en fin forretning med dametøj. Det fineste i København, leggur Jógvan aftrat og veittrar við einum bunti av túsundkrónuseðlum frammanfyri nøsini á sjafførinum.

Taxasjafførurin, sum beinavegin skilir, at teir báðir føroyingarnir ikki eru staðkendir, koyrir ein langan umveg. Jógvan staðfestir bara:

– Ja, København er en meget stor by, hva? Det er sgu flot, at du kan finde rundt i sådan en stor by, chaffør.

Teir steðga við handilin hjá Madam Dunk beint við Strøgið. Jógvan keypir tveir av teimum dýrastu kjólunum í handlinum, sum kosta eina fimmsiffraða upphædd hvør. Hareftir koyrir taxabilurin teir til Hotel d’Angleterre á Kongens Nytorv. Jógvan rindar taxabilin við gleði, og leggur eina rúgvu av drykkjupengum aftrat.

Tá taxasjafførurin hevur latið hurðarnar upp fyri Jógvani og Hjalmari, og teir eru á veg inn á hotellið, fer hann beint yvir til ein annan taxabil, sum stendur beint frammanfyri, fyri at tosa við hin sjafførin, ein starvsfelaga, sum hann kennir. Hann flennir at teimum báðum føroyingunum og sigur:

– Hvis du er ude efter  kunder, som er nemme at narre, så check de to ud dér, du. Hold kæft, nogle idioter. Men gavmilde var de!

Og so vísir hann starvsfelaganum teir nógvu pengarnar, hann júst hevur fingið. Eyguni á hinum gerast stór.

Tann uniformklæddi durðavørðurin er líka við at burturvísa teir báðar fullu føroyingarnar og biðja teir stillisliga um at fara avstað, men tá hann sær stóra pengabuntið í hondini á Jógvani, hjálpir hann teimum skjótt við at bera kuffertini inn í forhøllna við einum professionellum, heldur stívum smíli. Jógvan presenterar seg sjálvan og lagsbróður sín við diskin – uttan at tað eydnast honum at vera álvarsligur.

– Ja, vi er forretningfolk, som er kommet til Danmark for at samrådes.

Hjalmar gnisar sum ein skúlagenta, meðan Jógvan bíleggur eina suitu.

Teir koma upp til suituna, og so skjótt sum piccoloin hevur fingið ríkiligt av drykkjupengum og hevur latið hurðina aftur eftir seg, fara teir báðir at flenna púra ótálmað, sum kenna teir ikki afturhald, leypa upp í væl fjarandi sengurnar og hoppa og skroppa sum svakir. Teir hava tað avbera stuttligt eina løtu.

So hoppar Jógvan brádliga niður og ringir til móttøkuna við telefonini við síðuna av seingini:

– Jeg vil gerne bestille fire flasker champagne – den fineste, som hotellet har… Og…. så skal vi også have rejecocktalis… og en masse mad, bare et eller andet mad.

Onkur spyr okkurt í hinum endanum av telefonrørinum.

– Kokken kan bare selv finde på, sigur Jógvan, leggur rørið á og flennur hjartaliga.

Sjampanjan og tann serstakliga vakurt og væl borðreiddi maturin verður borin upp til teirra í suituni. Teir eta grammliga og spræna sjampanju á hvønnannan. Jógvan sigur alla tíðina:

– Er tað ikki deiligt í Danmark! Í Danmark hava tey stíl! Tað er nakað heilt annað enn lorta Føroyar!

Jógvan og Hjalmar semjast um, at hotellið er ikki nakað verandi stað, tí teir vilja í býin at ballast og síggja konufólk.

– Eg havi hoyrt um ein náttklubba í Kjøbinhavn, sum eitur Waterloo, har konufólk strippa, sigur Hjalmar, og Jógvan er ikki seinur at svara.

– Har fara vit!

Teir fara oman í forhøllina og út á gøtuna, har taxabilarnir standa í rað og bíða, og taka so tann fremsta fyri at koyra til náttklubban Waterloo. Taxasjafførurin letur bilhurðina upp fyri teimum, og áðrenn hann sjálvur setur seg inn í bilin, blinkstrar hann til hinar taxasjafførarnar og vendir tummilfingurin uppeftir.

Teir føra seg seg rættiliga fram í taxabilinum og í náttklubbanum. Jógvan gevur Hjalmari eitt stórt pengabunti, og teir nærmast kappast um, hvør kann stinga flest pengaseðlar í trussurnar hjá stripparunum. Genturnar flokkast sjálvandi um teir, og teir kenna seg báðir sum rættiligir verðinsmenn.

Teir fáa gott eyga á tvær ansaliga vakrar gentur, Lailu og Lulu, sum bjóða seg til. Jógvan bjóðar fleiri umgangir av dýrum blandaðum drekkivørum. Hann reypar:

– Ja, vi to… vi bor på det fine hotel d’Angleterre.

Tá genturnar skjóta upp, um tey ikki skulu fara heim til teirra, eru teir ikki seinir at játta. Hjalmar spyr tó varliga Jógvan:

– Jamen, hvat við henni sjálvari…. dámuni hjá tær?

Jógvan svarar so nonsjalantur og braneggjaður:

– Tað, sum Katja ikki sær, fær Katja ikki ilt av.

Teir taka ein taxabil heim aftur til hotellið. Durðavørðurin sær ikki blíður út, tá hann sær teir báðar fullu føroyingarnar koma malandi har við tveimum hálvnaknum og eggjandi ílætnum, væl smurdum dámum. Tað er ikki ilt at gita, hvat tær báðar takast við. Men so skjótt, Jógvan stingur nakrar pengaseðlar í hondina á durðavørðinum, velur hann ikki at látast um vón.

Tey bæði pørini taka liftuna upp til suituna og lata seg úr yvirklæðunum, tá tey koma inn í suituna. Genturnar og Hjalmar seta seg so beint niður á stóru sofuna. Men áðrenn Jógvan setur seg saman við hinum, bíleggur hann aftur meira sjampanju og onkran leskiligan náttarbita, sum tey gramm blaka í seg, so skjótt tænarin kemur við tí.

Tá tey hava etið, vilja menninir fegnir klemma dámurnar, men tann eina gentan, sum eitur Lulu, lyftir hondina, steðgar teimum og sigur, at hon eigur okkurt gott í taskuni til teirra.

– Hvad er det? spyr Jógvan forvitin.

– Det får du at se… Gode sager, sigur hon við einum loyndarfullum smíli. Hin gentan, Laila, flennur at teimum báðum monnunum, sum eru við at doyggja av forvitni.

Lulu fiskar ein pinkalítlan gjøgnumsiktigan plastposa upp úr taskuni við hvítum pulvuri í. Hon tømir eitt sindur av pulvurinum niður á eitt borð og tekur ein rakiknív úr taskuni, loysir rakiblaðið úr rakiknívinum og savnar pulvurið á borðinum til eina strípu við rakiblaðnum. So tekur hon eitt sindur av pulvurinum upp við longu neglini á lítlafingri og stingur neglina upp í nøsina og snýsur harðliga inn.

– Ahhhh, sigur hon og blundar.

Jógvan og Hjalmar fylgja við hvørjari rørslu við stórum eygum. Laila ger tað sama sum Lulu, tekur eitt sindur av pulvuri upp við reyðmálaðu neglini hjá sær og snýsir tað inn í nasaglugggan.

– Nå, skal I ikke også prøve?

Hjalmar torir ikki.

– Nei, tú fyrst, sigur hann við Jógvan.

Jógvan er beinanvegin við uppá tað. Hann spyr ikki ein gang eftir, hvat tað er fyri eitt pulvur.

– Jo, det vil jeg gerne.

Lulu samlar aftur eina strípu við rakiblaðnum.

– Værsågod, sigur hon lokkandi.

Jógvan roynir at taka eitt sindur upp við neglini á sínum lítlafingri, men neglin er alt ov stutt, so tað gongur ikki.

– Kom, lad mig hjælpe dig, sigur Lulu og tekur pulvurið upp við síni lítlafingurnegl og stingur neglina upp í nasagluggan hjá Jógvani.

– Kom så, Jegvan! Snus nu til! Kom så!

Jógvan snýsur inn alt tað hann kann, men fær so eitt satt njósiherðini, so alt pulvurið á borðinum verður blást í allar ættir.

– Ups! Undskyld.

– Det’ okay. Jeg har mere, hvor det kommer fra.

– Hvad er det for noget? spyr Hjalmar.

– Det er coke, sigur Lulu. – Skal du ikke have noget?

– Nej, jeg springer over, sigur Hjalmar.

Jógvan følir seg nú so lættan í høvdinum og kátan, men hann kennir seg eisini heitan og vil helst lata seg úr øllum klæðunum.

– Skal vi ikke gå i bad. Der er et stort gosbad i veset, sigur hann.

– Han mener, der er et stort boblebad i badeværelset, rættar Hjalmar.

– Wow, ja! Det vil jeg gerne, sigur Laila beinanvegin og Lulu nikkar ágrýtin við.

Genturnar lata seg beinanvegin úr og leypa út í baðiverilsi at fylla stóra gosbaðið upp. Menninir gera seg eisini klárar. Hjalmar er tó eitt sindur smæðin um at vera nakin saman við hinum, men Jógvan er rúsaður av kokaini og leggur einki petti í tað. Hann er fullur í sjálvsáliti og veit, at hann sær ikki ringast út, hóast búkurin ikki er heilt so flatur, sum hann einaferð var.

So fara tey í gosbað, øll fýra, har tey stuttleika sær við at skrubba hvørjum øðrum.

Genturnar hjúkla um mennirnar og eggja teimum til við teirra væl formaðu, vátu og glansandi kroppum. Og teir njóta sjónina í stórum.

Tá tey eru komin úr baðnum bjóða genturnar teimum hvør sín umgang av vøddamýking á hvør sínari song. Men áðrenn blandar Laila teimum drinks. Eingin leggur merki til, at hon knúsar nakrar tablettir niður í gløsini hjá monnunum.

Teir fáa hvør sítt glas, og drekka grammliga ta litríku vætuna, áðrenn teir leggja seg væl til rættis á hvør sína breiðu song. Og so fara tær báðar, Lulu og Laila, annars at geva monnunum ryggmassasju. Køna handaviðgerðin kenst so óendaliga væl og maklig, og teir eru so líðandi vorðnir so rúsaðir, mettir, móðir og linir, at teir sovna so søtan, áðrenn teir nakrantíð eru komnir so langt sum til at fara í song við gentunum, sum ætlanin var, og hugurin annars var til.


Kapittul 8 – Jógvan fær ein skelk

Morgunin eftir vaknar Jógvan fyrst, tungur í høvdinum, og sær beinanvegin, at genturnar eru horvnar. Jógvan hevur ringar timburmenn og fer beint í køliskápið, men tað er tómt. Har er einki drekkandi annað enn vatn úr krananum í baðirúminum. Jógvan vil hava ein javnara og ringir til resepsjónina og bíleggur fýra øl.

Ein tænari kemur við ølunum og bíðar eftir drykkjupengum. Jógvan stingur hondina niður í taskuna við síðuna av seingini og fær ein skelk, tá hann varnast, at taskan er tóm.  Hann loypur úr seingini, letur taskuna ordiliga upp og sær, at pengarnir eru burtur.  Hann leitar ørkymlaður runt í suituni, men til fánýtis. Innast inni veit hann væl av, at alt er stolið, men vónar, at Hjalmar kanska hevur spælt honum eitt puss. Hann ristir í Hjalmar og teskar:

– Hjalmar, hvar hevur tú goymt pengarnar….?

Tænarin gerst alt meira ótolin. Hjalmar raknar við og rættir seg eftir jakkanum hjá sær. Hann leitar í jakkanum, og bjargar spentu støðuni, tá hann finnur pengar í einum loyniligum innara lumma í jakkanum hjá sær, sum gleðisgenturnar ikki hava funnið. Hann gevur tænaranum ein hálvtrýsskrónuseðil. Tænarin nikkar við einum stívum smíli, tí hann hevði væntað sær meira, og bakkar út gjøgnum hurðina.

– For heitasta hulasta h…. sigur Jógvan, tá tænarin er farin. – Tær eru stungnar av við øllum… ØLLUM hjá mær!

Hjalmar er ovfarin. Luftin er fullkomiliga farin úr Jógvani. Hann er sum sløktur.

– Nú kann eg ikki gjalda fyri hotellið, sigur hann stillisliga.

– Vit mugu melda tað til politiið! Beinanvegin! Kanska teir kunnu náa at skaffa tær pengarnar aftur, áðrenn hasa dámurnar hava brúkt teir allar, sigur Hjalmar og roynir at ugga Jógvan og eggja honum til. Men Jógvan bara ristir við høvdinum.

– Hví ikki? spyr Hjalmar undrandi.

– For helviti, Hjalmar. Hygg at borðinum! Alt tað bera coke pulvur… ella hvat tær kallaðu tað. Og hvussu skulu vit prógva, at tær hava stolið pengarnar?

Jógvan er stúrin, at hann bara sjálvur verður revsaður. Hvat nú um løgreglan ákærir hann fyri at hava havt stoffir í varðveitslu? Og hvussu skal hann greiða frá, at hann hevði so nógvar pengar í taskuni hjá sær? Hvat nú um løgreglan heldur, at hann hevur stolið teir onkustaðni? Og um so er, at hann kann prógvað, at teir eru útgoldnir úr bankanum í Føroyum, so heldur hann seg eisini hava hoyrt okkurt graml um, at tað er bannað at ferðast við so nógvum pengum. Og so stúrir hann eisini fyri, at tað kanska kemur fram fyri ein dag, at hann í roynd og veru hevur stolið pengarnar frá mammu síni.

Teir sita eina løtu og glana, men so sigur Hjalmar:

– Vit mugu rýma…  skjótast gjørligt!

– Men vit kunnu ikki ganga gjøgnum forhøllina við stórum kuffertum… uttan at betala! sigur Jógvan og sær bara enn meira uppgevandi út.

– Nei, men tað er kanska ein baktrappa.

Teir fara fyrst út á gongina at hyggja, um tað finst ein annar vegur út enn við lyftuni. Jú, har er ein neyðútgongd, har einar baktrappur eru.

– Hjalmar, kanst tú fara at vita, hvagar trappurnar føra? Eg kann standa her uppi í gongini og halda vakt.

Hjalmar fer oman gjøgnum trappurnar, meðan Jógvan bíðar. Eina løtu aftaná kemur Hjalmar upp aftur.

– Trappurnar føra út í ein bakgarð. Men skulu vit út úr garðinum, mugu vit gjøgnum eitt portur, har ein vakt stendur. Men har er eitt hegn inn til ein annan bakgarð, sum hoyrir til eitt annað hús – og har er eitt annað portur út á gøtuna longri burtur. Hegnið er bara nakað høgt… eg veit ikki, um vit sleppa upp um….

Teir hugsa seg um eina løtu.

– Eg havi eitt hugskot, sigur Hjalmar. – Vit kunnu gott blaka kuffertini upp um hegnið, og so fara eftir teimum seinni hinumegin frá. Og so sjálvir fara út gjøgnum høvuðsdyrnar… sum um vit bara skulu eini lítil ørindi….

– Okay, so gera vit tað – so fara vit tann vegin.

Teir fara niður gjøgnum baktrappurnar, baksast øgiligt við kuffertunum og posunum hjá Jógvani allan vegin niður og út í bakgarðin, har teir við mikið stríð akkurát fáa blakað kuffertini og posarnar upp um hegnið til garðin við síðuna av, alla tíðina ræðsluslignir fyri at vera uppdagaðir.

So fara teir upp aftur til hæddina, har sum suita teirra er, taka lyftuna niður, og ganga spakuliga gjøgnum forhøllina. Teir royna at lata sum luft, men tað gongur ikki heilt væl. Duravørðurin fylgir teimum við eygunum at vita, um tað er okkurt, hann kann trýsta teir eftir meira pengum fyri. Ræðsluslignir um, at onkur av starvsfólkunum skal venda sær til teirra, ganga teir so hoknir framyvir sum tveir skeldaðir hundar.

Men starvsfólkini hava úr at gera og hava ongan illgruna til nakað. Lætnaðir um hjarta skunda teir sær um hornið og finna portrið inn til garðin, har sum kuffertini liggja. Tíbetur er portrið opið, so teir sleppa inn í garðin. Teir finna kuffertini og posarnar, og ganga so yvir til Gothersgade við teimum, har teir seta seg inn á kaféina Café au Lait.

Jógvan er sera fámæltur. Hann situr bara og starir fram fyri seg. Hjalmar roynir at ugga hann.

– Tú finnur uppá okkurt. Hvat við hasari Katju hjá tær? Kanst tú ikki bara fara heim til hana?

Jógvan ristir við høvdinum, og Hjalmar reisir seg upp.

– Eg má heldur fara… eg skal jú náa flogfarið til Århus.

– Ja, okay…

– Eg havi enn eitt sindur eftir av pengunum, eg fekk frá tær, sum hasar gleðisgenturnar ikki fóru avstað við. Tú kanst fáa teir, so tú ikki hevur heilt einki…

Hann leggur eitt sindur á borðið til Jógvan.

Tá Hjalmar er farin, situr Jógvan eftir og sær út sum heimsins einsamallasta menniskja við høvdinum langt niðri millum akslarnar og við kuffertinum hjá sær og posunum við teimum báðum kjólunum, sum hann keypti dagin fyri.

Hann stingur hondina niður í lumman og fiskar lítla smarta visittkortið hjá Katju upp úr lummanum. Spælir eitt sindur við tað og granskar tað gjølliga. Rosenborggade stendur á. Hann spyr ein tænara, sum turkar borð.

– Dueh… hvor er Rosenborggade?

– Rosenborggade? Ja, det er jo lige her oppe… du går bare lige frem op ad Gothersgade hele vejen forbi Kongens Have op mod Nørreport, så er det sidste gade til venstre før Nørreport.

Jógvan reisir seg knappliga so avgjørdur upp, fer út og gongur so heim til Katju við kufferti og kjólaposum.


Kapittul 9 – Jógvan hittir Katju aftur

Jógvan finnur Rosenborggade og uppgongdina. Hurðin stendur víðopin, so hann fer inn í uppgongdina og gongur ómetaliga spakuliga upp gjøgnum trappurnar. Hann stendur leingi uttanfyri hurðina hjá Katju, tekur seg saman og setir fingurin á duraklokkuna. Hann hoyrir, at tað verður spældur technotónleikur inni í íbúðini, og at onkur kemur fyri at lata hurðina upp.

Andlitið á Jógvani lýsir upp við einum stórum smíli, tá hann sær Katju standa har í eini kongabláari kinesiskari silkikápu. Endiliga skal hann vera saman við síni elskaðu Katju aftur! Sum hon sær gott út, hugsar hann.

Katja harafturímóti spílar eyguni upp og hyggur vantrúgvin at Jógvani.

– Dig! sigur hon og ljóðar als ikki glað. – Guuud, hvad var det nu du hed, det har jeg glemt!

Ein djúp mannfólkarødd rópar onkustaðni inni í íbúðini.

– Hvem er det?

Katja rópar aftur:

– Det er ikke nogen, vi kender.

Við Jógvan sigur hon næstan teskandi.

– Du æh, hvad det nu er du hedder, du må altså meget undskylde, men det er altså ikke så godt lige nu, vel? Du må hellere gå, ikke? Jeg er virkelig ked af det, men du kan godt se…, ikke?

Og so letur hon hurðina aftur beint fyri nøsini á Jógvani.

Jógvan skilir ikki, hvat hendir. Heldur eina løtu, at hon fer at koma aftur. Tá ein løta er farin, ringir hann aftur á hurðina. Ein løta aftrat gongur, og so verður hurðin latin upp. Katja stingur nøsina út. Hann smílist illa heitin til hennara, men áðrenn hann fær latið munnin upp, brýtur hon hann av.

– For helvede, kan du ikke få det ind i dit tykke hoved, at jeg er ikke interesseret i at…

Hon steðgar á, tá Jógvan rættir posarnar fram ímóti henni. Hon lyftir hondina, sum fyri at verja seg, so posarnir detta niður á gáttina. Tann eini kjólin glíður úr posanum og út á gólvið. Katja sær, hvussu fínur kjólin er. Eitt lítið bil steðgar hon á, tekur kjólan upp og strýkur tí mjúka floyalinum, men so hálsar hon um líka so brádliga og blakar kjólan frá sær niður aftur á gólvið.

– Nej, du kan ikke købe mig en gang til, altså! Hvad fanden regner du mig for! Hold dog op, rópar hon, fer inn og ripar hurðina aftur.

Jógvan ringir aftur á ringiklokkuna at siga umskylda. Men hesa ferð er tað tann næstan tveir metrar høgi og sera vøddamikli Per, sum letur hurðina upp. Per stígur út gjøgnum hurðina út í uppgongdina, og stillar seg sera tætt upp at Jógvani, sum má boyggja nakkan langt afturav fyri at kunna hyggja inn í eyguni á Peri.

– Sig mig, er du snotdum? Forstår du ikke dansk, din færker?!!! sigur Per hóttandi. – Hørte du ikke, hvad damen sagde?

Jógvan stendur bara púra stívur.

– Eller skal jeg hjælpe dig med at forstå det? Hva’?!! Kan du så skrubbe af hjem til dine klamme Fæ-øer igen, din kraftidiot! rópar Per beint inn í høvdið á Jógvani og tekur í herðatoppin á honum. Jógvani er sum lamdur og letur seg bara sleipa oman gjøgnum trappurnar. Hálvan vegin niðri í trappuni blakar Per Jógvan sum ein eplasekk tað síðsta petti. Aftaná koma kjólarnir.

– Nasser! hoyrir Jógvan Per fýsa, beint áðrenn hann fer inn aftur í íbúðina við føstum fetum og ripar hurðina aftur.

Jógvan hevur verið fyri einum av sínum lívs ósigrum. Hann vil bara sleppa heim. Tíbetur hevur hann sín opna flogferðaseðil. Hann tekur kjólarnar undir armin og leigar sær ein bil út í Kastrup Lufthavn fyri sínar allarsíðstu pengar. Hann nær út har akkurát, áðrenn síðsta flogfarið skal fara til Føroya og er heppin, at har eru tøk setur umborð.


Kapittul 10 – Jógvan finnur frið

Heima í Føroyum verður Jógvan handtikin, so skjótt hann er lendur. Mamman er um at svíma av kvøkkinum um, at sonurin verður settur í varðhald, ákærdur fyri at vera rýmdur frá einari rokning uppá meira enn 28.000 kr, sum jú er tað sama sum stuldur. Hann fær harumframt eina bót uppá somu upphædd omaná. Harafturat hevur flogfelagið gjørt løgregluna vart við, at hann hevði óvanliga nógvan reiðan pening við til Danmarkar í taskuni, sum hann er undir illgruna fyri at hava stolið.

Jógvan verður varðhaldsfongslaður í Mjørkadali, meðan kanningarnar fara fram. Hann fær eisini at vita, at av tí at hann ikki hevur pengarnar, má hann í rættin at fáa dóm. Tað kann enda við fongsulsrevsing. Hann ringir til mammuna og kærir sína neyð, men foreldrini hava ikki so nógvar pengar og fáa ikki hjálpt.

– Jógvan, góði. Eg veit kanska onkran, sum kann hjálpa, sigur mamman.

Mamman kemur niðan í Mjørkadal við gamla vininum hjá Jógvani – hann sjálvur Sofus Petersen, sum er advokatur. Sofus lovar at verja Jógvan. Hann skal gera tað ókeypis, sigur hann. Jógvan er serstakliga foyur og fær seg næstan ikki til at hyggja at Sofusi, enn minni til at tosa við sín gamla vin.

Í rættinum fær Jógvan valið at gjalda pengarnar ella fara inn at sita. Hann velur – eftir ráðunum frá Sofusi og við sera ringum tannabiti at seta sín elskaða amerikanarabil til sølu, umframt teir fínu, dýru kjólarnar frá Madam Dunk. Tað skal ganga skjótt, um hann skal náa gjaldsfreistina.

Ragnar, sum leingi hevur ligið uppá lúr at fáa fatur á bilinum hjá Jógvani, keypir glaður bilin við hjálp frá pápa sínum, sum er skipari og tjenar nógvar pengar.

Jógvan rindar tað, sum hann skyldar Hotel D’Angleterre, umframt bótina og sleppur sostatt undan at skula inn at sita.

Bankin kann vátta, at hann hevði tikið 500.000 kr., sum hann hevði vunnið á einum skava&vinn seðili, so helst vóru tað hesir pengarnir flogternan hevði sæð. Men Jógvan nevnir ikki eitt orð um, at hann snýtti mammuna fyri tær 500.000 kr. Eingin veit av, at seðilin var hennara, so tað dylir hann sum mansmorð. Spurdur um, hvar allir pengarnir eru farnir, sigur hann, sum er, at teir blivu stolnir á hotellinum. Hann hevur ikki eitt einasta oyra eftir.

Tá Jógvan kemur heim úr varðhaldinum, kemur Dora at vitja hann um kvøldið. Jógvan hevur fyrst hug beinanvegin at biðja hana fara, men so merkir hann eina sterka trongd – at hann í roynd og veru hevur brúk fyri at vera troystaður og kíndur av onkrum. Hann er leiddur og keddur av øllum, og Dora er jú altíð so fitt við hann, so hann bjóðar henni inn.

Dora fortelur honum glað, at hon er vorðin umvend.

– Eg havi sæð ljósið, Jógvan, sigur hon. Eg havi lagt lív mítt í Harrans hendur.

Jógvan hyggur bara dølskur at henni. Tað er, sum um einki rættiliga rínir við. Dora uggar tann sera hugtunga Jógvan og sigur honum, hvussu høgt hon elskar hann, og hvussu høgt Jesus elskar hann.

– Jesus doyði á krossinum fyri teg, sigur Dora. – Tú kanst eisini blíva frelstur, góði. Kom við mær á møti. Tú angrar tað ikki. Eg lovi tað. Tú kanst bera vitnisburð og fáa syndanna fyrigeving. Veitst tú ikki av, at Jesus tók tínar syndir á seg og reinsaði teg við sínum blóði, tá hann doyði á krossinum, Jógvan? Jesus hevur givið tær møguleikan fyri frelsu, veist tú av tí? Tað einasta tú skalt gera, er at lata hjarta upp fyri honum og bekenna tínar syndir. Gev Jesusi títt hjarta, góði. So verður tú frelstur frá øllum illum.

Jógvan hyggur at Doru. Tað er, sum um hann raknar spakuliga við og sær hana fyri fyrstu ferð. Rukkurnar hvørva í pannuni. Og hann fær eitt friðsælt yvirbrá í andlitið. Ein vón tendrast í eygum hansara.

Nakrar vikur ganga. Tað er útimøti í miðbýnum í Havn. Tað er dýrdarveður, men tað regnar. Regndroparnir detta lodrætt niður. Undir einum regnskjóli standa foreldrini hjá Jógvani arm í arm og lurta, meðan tey hyggja at teimum syngjandi luttakarunum á møtinum.

Dora stendur har og syngur, og Jógvan stendur við hennara lið og murrar við. Tey standa saman hond í hond og hyggja so eym og alskin at hvørjum ørðum. Jógvan sendir foreldrunum eitt vinsælt eygnakast. Foreldrini nikka so eydnusom afturímóti.

Knappliga kemur ein stórur amerikanarabilur framvið við eini rúgvu av ungum hangandi út gjøgnum vindeyguni. Tað er gamli bilurin hjá Jógvani. Ragnar situr í leðurjakka og sloktum hárið við rattið og líkist eini mini-útgávu av Jógvani. Harði tónleikurin streymar úr stereoanlegginum í bilinum.

Tey ungu í bilinum rópa og geyla eftir teimum, sum eru á møti – nakrir smáir bólkar av fólki, sum tyrpast saman her og har, meðan tey skultra seg í regninum við sínum regnskjólum. Bilurin koyrir beint í ein stóran hyl, so móruvatn spruttar á fleiri av møtiluttakarunum. Men eingin letst um vón.

Jógvan smílist so mildur og umberandi at teimum og traðkar fram ímóti mikrofonini.

– Einaferð var eg júst sum tey. Tey ungu, sum koyra her framvið okkum og spotta og háða okkum. Eina ferð var sinnið mítt fult av myrkri…

Jógvan heldur eina inniliga brandrøðu, har hann við eldhuga greiðir frá øllum sínum ræðuligu syndum. Hann reksar tær upp eina fyri eina, har hann ger sær ómak við at lýsa allar teir ónærisligu smálutirnar, sum Jesus hevur frelst hann frá.

Jógvan veksur líkasum í vavi, fyri hvørja ferð fólkini ógvast við og hyggja at honum við stórum eygum, tá hann málar sínar fúlu gerðir so livandi fyri teimum, at tey síggja alt fyri sær. Og tey nikka í andakt og siga amen og halleluja, tá hann fortelur, hvussu Jesus hevur bjargað honum frá øllum hesum ónærisligheitunum og ræðuliga ólevnað.

Jógvan hevur funnið ta fullkomnu áhoyrarafjøldina her á møtinum við Gamla Bókhandli. Hann kennir seg ongantíð so heima sum beint her og nú, fremst frammanfyri mikrofonina á Vaglinum við Doru við sína lið og við foreldrunum og tí lítlu mannamúgvuni frammanfyri seg, sum øll hyggja so hávirðandi og smílandi at hesum burturvilsta soninum, sum nú er komin heim.

Heima í lítla gula húsinum av betongi við reyðum vindeygum og ljósagrønum blikktaki skamt harfrá situr sigoynaraomman Jovina við svørtu Bellu liggjandi á akslunum og hyggur út gjøgnum opna kamarsvindeygað hjá sær og roykir cigar. Hon hoyrir gjellini frá hátalarunum á møtinum á Vaglinum, sum runga gjøgnum hálvan miðbýin. Jovina blæsir roykin út gjøgnum opna vindeygað og situr og ristir forhánisliga við høvdinum.

– Frelstur… hahhh! My ass….! mølmar hon fyri seg sjálva og letur vindeygað aftur.

Tað heldur uppat at regna, og náttarlyktirnar skyggja í gøtunum, sum skína sum gull har í heimsins nalva, ið liggur sum ein lítil himmalska ljósur blettur mitt í stóra myrka Atlantshavinum – í tryggari fjarstøðu langt burturi frá tí órøkkandi Katju og tí ónda, hástóra Peri.


EFTIRSPÆL

Nakrar mánaðar seinni gerst Jógvan sera bilsin, tá hann knappliga fær boð frá bankanum um, at 291.375 kr. eru settar inn á kontuna hjá honum. Tá hann fer at kanna málið nærri, fær hann at vita, at avsendarin er danska løgreglan.

Lítla løtu seinni sama dag ringir føroyska løgreglan til hansara. Jógvan fær nú frágreiðingina um, hvat er hent:

Tá løgreglan hoyrdi søguna hjá Jógvani um stuldurin av tí knøppu hálvu milliónini á Hotel D’Angleterre, setti ein føroyskur løgreglumaður seg í samband við donsku løgregluna í Keypmannahavn og bað tey kanna, um nakað var í hesum málinum.

Jú, so píkasjey. Danska løgreglan hevði forhoyrt seg hjá starvsfólkum á hotellinum og í strippklubbanum og fann skjótt fram til tær báðar stripparnar, sum høvdu “rullað” Jógvan fyri tær knøppu 500.000 kr.

Tað vísti seg, at genturnar búðu saman í eini íbúð í Nordvest-kvarterinum í Keypmannahavn. Eigarin av stripp-klubbanum gav løgregluni bústaðin. Tá løgreglumenninir møtti upp í íbúðini, fangaðu teir genturnar upp á feskan gerning, tí í íbúðini vóru ein riðil av sera rúsaðum fólkum, sum flýggjaðu í allar ættir, tá tey sóu løgreglumenninar.

Teir gjørdu av á staðnum at fara inn í íbúðina og gera húsarannsókn, har teir funnu eina størri mongd av bæði kokaini, heroini o.ø. rúsevnum, sum genturnar eftir øllum at døma høvdu ætlað sær at selja víðari.

Tá løgreglumenninir løgdu trýst á tær um at avdúka, hvagani tær høvdu pengarnar og rúsevnini og hóttu tær við, at tær fóru at fáa langar fongsulsrevsingar, um tær ikki søgdu sannleikan, valdu tær at leggja kortini á borðið og váttaðu seg sekar í stuldrinum í vónini um at fáa mildari dóm. Eingin teirra hevði verið revsað fyri nakað fyrr.

Tíverri høvdu genturnar longu brúkt umleið 200.000 kr. av tí hálvu milliónini til at keypa rúsevni fyri, sum løgreglan legði hald á. Men knappar 300.000 kr. vóru so eftir enn. Og hesa upphæddina fekk Jógvan tí flutta inn á kontuna hjá sær.

Jógvan kennir seg kortini ikki rættiliga glaðan, men heldur illa við. Nú hann er vorðin frelstur, er hann sannførdur um, at Gud man hava ein fingur við í spælinum. Ringa samvitskan gnagar. Hann hevur ikki samvitsku til at dylja sannleikan longur, krýpur til krossin og fer til mammuna at siga frá, at hann hevur stolið pengarnar frá henni. Tað lættir fyri hjartanum, at sannleikin endiliga kemur fram.

Men mamman ristir bara á høvdinum og sigur:

– Jógvan góði, hasar pengarnar havi eg ongantíð átt. Tú skalt sleppa at eiga hasar pengarnar fyri mær. Tað er tær væl unt. Tú kanst t.d. brúka teir til útgjald til eina íbúð til tín og Doru. Hvat sigur tú til tað, ha? Var tað ikki eitt gott hugskot?

– Sleppa vit so endiliga av við beistið? letur í  Jovinu, ommuni, úr kamarinum við síðuna av køkinum. Jovina skal eitast fyri ikki at hoyra so væl longur, men hevur kortini oyruni við alla staðni.

Jógvan letst ikki at hoyra viðmerkingina hjá ommuni. Hann hugsar seg um eina løtu, og sigur so:

– Túsund takk, góða mamma. Tú ert verðins fittasta mamma!

Og so gevur hann mammu síni eitt ordans klemm.

Júst tá kemur pápin haltandi úr stovuni og gerst sera bilsin av at síggja tey bæði hálsfevnast, Jógvan og mammuna. Mamman smílist um alt fimmoyrað til pápan, um at bresta av eydnu av at hoyra sonin siga nakað so fitt um seg.

– Nú er Jógvan endiliga vorðin vaksin, hugsar hon við sær sjálvari.

ENDI


Viðmerking høvundans / Forfatterens kommentar

(Dansk længere nede)

FO:
Hetta er upprunaliga eitt filmshandrit, men her umskrivað til eina pinku-skaldsøgu, har eg – umframt at lýsa ítøkiligar pallmyndir við samrøðum – havi valt at leggja stóran dent á at lýsa persónligu eginleikarnar og motivatiónirnar hjá persónunum, nú tann visuelli parturin og spælið hjá sjónleikarunum jú vanta í í tekstforminum. Tí kemur hesin støðulýsandi parturin at fylla lutfalsliga nógv – sjálvsagt meira enn hann hevði gjørt í einum lidnum filmshandriti.

Ætlanin við hesi søguni er, at hóast søgan en ein satirisk søga um Jógvan, sum fyri ikki at taka ov rívan til er nakað av einum óbúnum “man-child”, yvirforkelaður av foreldrum sínum – serliga av mammuni – so skal søgan fyrst og fremst vera ein kærleiksfull og hugtakandi lýsing av einum serligum umhvørvi og av teimum menniskjum, sum manna tað – við serligum denti á lívið hjá høvuðspersóninum. (Hugsa eitt sindur ‘Life is sweet’ og eitt sindur ‘Trainspotting’ og eitt sindur ‘Gummo’ og eitt sindur Nicholas Cage í ‘Wild at heart’.)

Søgan byrjar við eini rúgvu av smáum brotkendum lýsingum av gerandisligum løtum, sum mynda lívið og eginleikarnar hjá persónunum. Samstundis verður ein spenningur bygdur upp kring høvuðspersónin Jógvan, sum opinberiliga livir eitt ikki serliga haldbært lív, sum neyðturviliga má føra til eitt ella annað samanbrot. Lýsingin av karakterunum og teirra umhvørvið er tað mest týðandi her.

Men tað snýr seg eisini um eina meta-søgu um stórar mentanarmunir millum danir og føroyingar, ið føra til misskiljingar millum partarnar. Og tað snýr seg eisini óbeinleiðis um tey ambivalentu hatur/kærleiks-viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, sum onkuntíð læsa partarnar fast í meira ella minni karikeraðar stereotýpur – her lýst eitt sindur yvirdrivið sum ein ímynd av einum góðtrúnum og bygdasligum føroyingi, ið hittir ein stórbýardana, sum hann gerst hugtikin av, bæði tí hann er ørkymlaður av, at danin er so ‘øðrvísi’ og sær samstundis nógv upp til viðkomandi, sum hann á onkran hátt fatar sum bjargingina frá hansara óáhugaverda, keðiliga og bygdasliga lívi.

Men har danin hin vegin, eitt sindur hástórur, einans sær føroyingin sum ein eksotiskan kuriositet, sum er stuttligur at uppliva, men annars fatar sum heldur lítisverdan og ikki serliga áhugaverdan, sæð í stóra samanhanginum.

Tá misskiljingin og uppgerðin millum partarnar er eyðsæð, er úrslitið, at báðir partar bara halda enn fastari í teirra upprunaliga samleika – uttan at menna nakað veruligt forstáilsi fyri hvørjum øðrum og uttan at læra nakað av hvørjum øðrum, ikki annað enn at tað bara fær tey til at leita enn meira aftur til “same old” – tað, tey kenna seg trygg í.

Føroyingurin velur at venda heiminum ryggin, geva seg undir verandi umstøðurnar og lata dreymin um eitt breiðari útsýni fara, har hann so heldur roynir at finna seg til rættis í sínum egna lítla heimi, har hann lættari kann spæla kongur í dunnuhylinum.

Og danin livir sítt lív víðari, óávirkað/ur av hendingunum, sum í hansara / hennara heimi, einans vóru nakrar margháttligar summarferiuupplivingar, ið hóast alt vóru eitt sindur sjáldsamar, men sum hann / hon avgjørt ikki kundi hugsað sær at tikið við inn í sítt gerandislív á nakran hátt. Hartil viga upplivingarnar ov lítið. So heimsfatanin hjá dananum er framhaldandi óbroytt.

Satiriska og yvirdrivna lýsingin av teim karikeraðu persónunum, av frástøðuni og av samskiftinum teirra millum er ein roynd at lýsa valdsviðurskiftini millum føroyingar og danir, har uppgerðir millum partarnar einans halda teimum føstum í gomlum mynstrum og staðfesta leiklutirnar hjá teimum, soleiðis sum teir altíð hava verið – og har eingin av pørtunum brúkar høvi til eitt sindur av sjálvsrefleksión og grundan um egnan leiklut.

DK:
Dette er oprindeligt et filmmanuskript, men her skrevet om til en lille mini-roman, hvor jeg – udover at beskrive de konkrete scener med dialog – har valgt at lægge stor vægt på at beskrive personernes karaktertræk og motivationer, da den visuelle del og skuespillet jo mangler i tekst-formen. Derfor kommer den beskrivende del til at fylde forholdsvis meget – naturligvis mere end det vil gøre i et færdigt filmmanuskript.

Intentionen med denne historie er, at selv om historien er en satirisk historie om Jógvan, der mildt sagt er noget af et umodent “man-child”, overbeskyttet af sine forældre – især af moderen – så skal historien først og fremmest være et kærligt og medrivende portræt af et særligt miljø og de mennesker, der bor i det – med hovedvægt på hovedpersonens liv naturligvis. (Tænk lidt ‘Life is sweet’ og lidt ‘Trainspotting’ og lidt ‘Gummo’ og lidt Nicholas Cage i ‘Wild at heart’.)  

Historien starter med en masse små, lidt fragmentariske scener med hverdagssituationer, der beskriver personernes liv og karaktertræk. Samtidig bygges der en spænding op omkring Jógvan, hovedpersonen, som tydeligvis lever et umuligt liv, der nødvendigvis må føre til et eller andet sammenbrud. Beskrivelsen af karaktererne og deres omgivelser er det væsentligste her.

Men det handler også om en meta-historie om store kulturforskelle mellem danskere og færinger, der fører til misforståelser mellem parterne. Og det handler også indirekte om det ambivalente had/kærligheds-forhold mellem Færøerne og Danmark, der nogle gange fastlåser parterne i mere eller mindre karikerede stereotyper – her belyst noget overdrevent som et portræt af en naiv og provinsiel færing, der møder en storby-dansker, som han er fascineret af, både fordi han er mystificeret af danskerens ‘anderledeshed’ og samtidig ser meget op til vedkommende, som han et eller andet sted måske opfatter som sin redning fra hans uinteressante kedelige provinsielle liv.

Men hvor danskeren til gengæld lidt arrogant kun ser færingen som en eksotisk kuriositet, der er skæg at opleve, men finder ham ellers temmelig ubetydelig og ikke særlig interessant i den store sammenhæng.

Når misforståelsen og konfrontationen mellem parterne bliver åbenbar, er resultatet, at begge parter bare holder mere fast i deres oprindelige identitet – uden at udvikle egentlig forståelse for hinanden og uden at lære noget af hinanden, ikke andet end at det bare får dem til at søge endnu mere tilbage til ”same old” – det, de føler sig trygge i.

Færingen vælger at vende verden ryggen, falde tilbage til patten og skippe drømmen om et liv med et bredere udsyn, og prøver så at finde sig til rette i sin egen lille verden, hvor han nemmere kan spille konge i andedammen.

Og danskeren lever sit liv videre, upåvirket af begivenhederne, der i hans/hendes verden kun var en spøjs ferieoplevelse, som godt nok var lidt kuriøs, men som han/hun absolut ikke har tænkt sig at tage med i sit dagligliv på nogen måde. Dertil vejer oplevelsen for lidt. Så verdensopfattelsen er intakt.

Den satiriske og overdrevne karakteristik af de karikerede personer, af afstanden mellem dem og af udvekslingen mellem dem, er et forsøg på at repræsentere magtforholdet blandt færinger og danskere, hvor konfrontationer kun fastholder og cementerer parterne i de samme gamle mønstre og roller, sådan som de altid har været – og hvor ingen af parterne benytter lejligheden til en smule selvreflektion og til at gøre sig tanker om egen rolle.

© Elin Brimheim Heinesen

 

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/10/22/syndanna-fyrigeving/