Hvussu ber tað til, at summi lond (ella býir) klára seg betri enn onnur, hóast atkomiliga ítøkiliga tilfeingið kann vera væl meira avmarkað, enn tað er í fátækari londum? Hvussu ber tað til, at summi duga betri at fáa meira burturúr minni? Hesum spurningi hevur amerikanski búskaparfrøðingurin Richard Florida roynt at svara. Eftir Elina Heinesen. Greinin …
Category: Vinna & Búskapur
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/04/23/skapanarevni-storan-tydning-fyri-buskapin/
Sep 25 2011
Grindadráp verða kanska neyðug aftur
Seinna greinin av tveimum, um hvussu alheims skuldarkreppan rakar føroyingar: Búskaparfrøðingar og aðrir serfrøðingar meta, at alheims búskaparkreppan er ein sjálvsøgd og varandi avleiðing av tí sannroynd, at olja ikki longur finst í so “óendaligum”, lætt atkomuligum mongdum, sum áður. Í fyrsta umfari førir hetta ósvitaliga til nógv hækkandi oljuprísir, umframt at nógv lond ikki …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2011/09/25/nyggjur-veruleiki-ger-kanska-grindadrap-neydug-aftur/
Sep 25 2011
Fyrireiking til fíggjarligt skrædl
Alheims búskaparkreppan er nú so mikið álvarslig, at alt fleiri búskaparfrøðingar meta, at um fleiri av heimsins fremstu londum ikki fáa tamarhald á sínari skuld, máast grundarlagið so mikið undan alheims peningakervinum, at øll skipanin er í vanda fyri at rapla – kanska innan stutta tíð. Hendir hetta, verður alheims samfelagið, sum vit kenna tað …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2011/09/25/fyrireiking-til-alheims-figgjarligt-skraedl/
Mar 04 2011
Sleppið lívshættisligu hvørvisjónini
Í okkara lítlu verð her í Norðuratlantshavi kenna vit okkum ofta fjart frá heiminum kring okkum, men kreppan, vit uppliva í løtuni, er partur av eini heimskreppu, elvd av eini í botn og grund órealistiskari og óskynsamari fíggjarskipan. Vit verða noydd til at síggja hetta klárt, um vit vilja fyribyrgja eini enn størri og álvarsligari …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2011/03/04/varsko-til-politikkarar-midlar-og-figgjarvald-33/
Mar 04 2011
Miðlar grugga ofta meir enn avdúka
Flestu av heimsins leiðarum, ráðandi serfrøðingum og miðlum eru ofta tætt knýttir at fíggjarvaldinum, sum í sær sjálvum hevur ført heimin út í fíggjarligt skrædl. Vandi er tí fyri, at myndin, almenningurin fær av heimsins støðu, ikki er heilt í samsvar við veruleikan. Hvat gera føroyskir miðlar fyri at avdúka sonnu myndina? Eftir Elina Brimheim …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2011/03/04/varsko-til-politikkarar-midlar-og-figgjarvald-23/
Mar 04 2011
Dómadagsprofeti ella realisma?
Eyðsýndu trupulleikarnir, vit uppliva í Føroyum í løtuni, tykjast ongan enda at taka. Tíð er at taka seg um reiggj, men politiska leiðslan tykist als ikki viðurkenna, at Føroyar eru í djúpari kreppu, sum kann gerast nógv verri, um einki verður gjørt fyri at fyribyrgja tí. Men hvat gera politikkararnir við tað? Eftir Elina Heinesen, …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2011/03/04/varsko-til-politikkarar-midlar-og-figgjarvald-13/
Mar 03 2011
“Kristin” lond ágrýtnast at dyrka Mammon
Innilig áheitan til kristin í Føroyum: Ofta verður sagt, at samfelag okkara byggir á kristnu grundvirðini. Men er hetta nú veruliga so? Vit síggja t.d. at ongantíð á ævisøguni hava menniskju lovprísað pengar og alt, sum pengar kunnu keypa, so nógv sum nú. Og ongantíð hava menniskju tránýtt, dálkað og oytt náttúruna so nógv sum …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2011/03/03/kristin-lond-agrytnast-at-dyrka-mammon/
Sep 23 2009
Samhaldfesti tryggjar vøkstur í ferðavinnu
Fjórða av fýra greinum um, hvussu tóm hotelkømur verða fylt, eftir Elina Brimheim Heinesen, fyrrverandi stjóra í SamViti: Ábyrgdin fyri at loysa trupulleikan við tómum hotelkømurum liggur ikki bara hjá tí almenna. Øll ferðavinnan – almenn og privat – má arbeiða saman í felag, um ferðavinnan skal taka dik á seg. Elin Brimheim Heinesen hugleiðir …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2009/09/23/samhaldfesti-tryggjar-vokstur-i-ferdavinnu/
Sep 16 2009
Skal ferðafólkatalið økjast, má innsatsurin eisini økjast
Triðja av fýra greinum um, hvussu tóm hotelkømur verða fylt, eftir Elina Brimheim Heinesen, fyrrverandi stjóra í SamViti: Eins og fiskur ikki svimur upp á land av sær sjálvum, koma ferðafólk heldur ikki til Føroya av sær sjálvum. Onkur má út at gera nøkur hál á røttu miðunum. Tað krevur orku, sum ferðavinnan einsamøll ikki tykist …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2009/09/16/skal-ferdafolkatalid-okjast-ma-innsatsurin-eisini-okjast/
Sep 09 2009
Meira jaligt hugflog í ferðavinnu
Onnur av fýra greinum um, hvussu tóm hotelkømur verða fylt, eftir Elina Brimheim Heinesen, fyrrverandi stjóra í SamViti: Skal gongd koma á ferðavinnu, má vinnan varpa ljós á potentialið í ferðavinnuni. Elin Brimheim Heinesen hugleiðir í hesi greinini um avbjóðingarnar hjá vinnuni, og heitir á ferðavinnuna um at vísa, at her liggur gull grivið, sum …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2009/09/09/meira-jaligt-hugflog-i-ferdavinnu/
Nov 20 2008
Til nýggja býráðið: Havnin skal vera eitt bankandi hjarta
Góða Havnar Býráð, Nú tit eru í ferð við at skipa tykkum, kunnu vit, sum búgva í Havn, bara vóna, at hetta nýggja býráðið veruliga fer at gera ein jaligan mun fyri býin, so vit – millum mong onnur neyðug mál – fáa lív í henda býin aftur. Spurningurin er: Hvussu kunnu tit og vit …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2008/11/20/til-nyggja-byradid-havnin-skal-vera-eitt-bankandi-hjarta-2/
Sep 17 2008
Koma ikki víðari við grenji
Frá veiðu- til vitanarsamfelag III: Høvuðsvinna okkara er í kreppu, og tosað verður tí um víðagitna triðja beinið, sum skal bjarga búskapinum. Men hvussu skapa vit betri fortreytir fyri menning av verandi vinnu og fyri ørðum lønandi vinnum? Tiltrúgvin til møguleikarnar tykist ikki stór. “Tað ber ikki til!” verður ofta tikið til. Men júst hesin …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2008/09/17/fra-veidusamfelag-til-vitanarsamfelag-iii/
Sep 16 2008
Flyta drívmegi frá rávøru til handil og tænastu
Frá veiðu- til vitanarsamfelag II: Fyritreytirnar fyri at skapa kappingarføri snúgva seg í dag í høvuðsheitum um evnini hjá vinnulívinum til at skifta frá reinari rávøru- og ídnaðarframleiðslu sum fremstu búskaparligu drívmegi til meira fjølbroyttar og handilsligar tænastur – harímillum at draga skikkaða arbeiðsmegi til, sum hevur førleikar til at menna og marknaðarføra vørur. Eftir …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2008/09/16/fra-veidusamfelag-til-vitanarsamfelag-ii/
Sep 15 2008
Ein uppgerð millum gamalt og nýtt
Frá veiðu- til vitanarsamfelag I: Politiska kreppan, vit uppliva í løtuni, er eitt av eyðkennunum fyri búskaparrembingarnar og hugburðsbroytingarnar, sum føroyska samfelagið fer ígjøgnum í hesum tíðum. Umskifti henda altíð við gníggingum millum gamalt og nýtt. Vit eru mitt í einum ættarliðsskifti – og tað gongur ikki altíð fyri seg við mýkindum. Men uppgerðin er …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2008/09/15/fra-veidusamfelag-til-vitanarsamfelag-i/
Mar 12 2007
Ber til at elska helst vátasta land í heiminum?
Røða hjá Elini Brimheim Heinensen, (tá nýsetta stjóranum á nýggja vinnuframastovninum SamViti) hildin á Vaglinum Á Grækarismessu sunnudagin 11. mars 2007, kl. 15.00: Góðu fundarfólk, góðu skótar, So hoyra vit aftur klippini frá tjøldrunum ljóma í haganum – hesin kærkomni boðberin, ið boðar frá vári og ljósari tíðum. Kanska eru ljósari tíðir fyri framman í …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2007/03/12/ber-til-at-elska-helst-vatasta-land-i-heiminum/
- 1
- 2