Innilig áheitan til kristin í Føroyum:
Ofta verður sagt, at samfelag okkara byggir á kristnu grundvirðini. Men er hetta nú veruliga so? Vit síggja t.d. at ongantíð á ævisøguni hava menniskju lovprísað pengar og alt, sum pengar kunnu keypa, so nógv sum nú. Og ongantíð hava menniskju tránýtt, dálkað og oytt náttúruna so nógv sum nú. Hetta stendur í beinleiðis andsøgn við kristin virði smbrt. Bíbliuni.
Umsita ikki skaparverkið eftir forskriftunum
Í dag verða peningur og materialisma av mongum virðismett hægri enn nakað annað. Mammon er “Guð” meira enn nakrantíð áður. Peningur verður hildin at kunna loysa allar persónligar og samfelagsligar trupulleikar. Fólk eru tí altrá eftir at ogna sær meira og meira pengar og fæ og tryggja sær ávøkstur av fænum. So gott sum alt – ikki minst náttúran – verður virðismett í mun til, hvussu nógvan pening, tað kann umsetast til.
Náttúran tykist ikki longur at verða mett at hava so nógv virði í sær sjálvari. Tað vigar tyngri, um hon kann gagnnýtast sum tilfeingi. Bara tað, sum gevur pengar av sær, verður roknað at hava “nyttuvirði”. Samstundis eiga færri og færri størri og størri part av náttúruni, sum upprunaliga var okkara alra. Náttúran svíður sum frá líður so mikið fyri ognartøkuna og peningagirndina, at sannlíkur vandi er fyri eini alheimsfevnandi umhvørvisvanlukku.
Hvat man Bíblian siga um hetta? Við eitt sindur av granskan, gerst púra greitt, at sokallað kristin samfeløg í heiminum í dag als ikki fremja tað í verki, sum Bíblian áleggur menniskjum. Smbrt. 1. Mósebók 8 kap. og 9. er tað ikki Guðs ætlan at týna jørðina – tað kann bert menniskjan gera, sum hevur fingið litið umsjónina av jørðini í hendi, smbrt. 1. Mósebók 1. kap.
Bibliunnar orð ofta misskilt
Helst hevur einki brot í Bibliunni verið so misskilt ella mistulkað sum júst hesi orð í 1. kapitli í 1. Mósebók (1:26): “Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: “Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!”. Hetta hevur verið tulkað av mongum sum, at Guð hevur givið menniskjum ognarrætt til náttúruna og djórini, umframt rættin til at fara við náttúruni og djórunum, sum tað passar okkum.
Men Bíblian ger púra greitt fleiri aðra staðni, at “jørðin og alt, henni er á” eru Guðs ogn (5. Mósebók 10:14, Sálm. 24:1) Tvs. at jørðin er ikki okkara. Vit hava í veruleikanum bert fingið hana til láns, og har fylgir ein ábyrgd við. Bíblian hevur t.d. nógvar ítøkiligar ávísingar um, hvussu jørðinskal røkjast burðardygt. Tað snýr seg v.ø.o. um at Guð hevur givið menniskjum umsjón og eftirlit við “jørðini og øllum tí, henni er á”.
Henda umsjón, sum Guð letur menniskjanum í hendi, inniber skylduna til at brúka jørðina, men eisini verja jørðina móti ovurnýtslu, so sum 1. Mósebók ger tað greitt í 1:28, har Guð gevur menniskjum boð um at “fylla” jørðina. Júst henda umsetingin er umstrýdd. Upprunaliga hebreiska orðið “male” ella “mala” hevur fleiri týdningar, nevniliga: “at verja”, “at endurfylla” og “at nøkta”.
Mest vanliga enska umsetingin er: “replenish” – tvs. “at endurfylla”. Í føroysku týðingini er tað vorðið til “at fylla”. Men í dag meta mong, at rætta tulkingin av hesum boðum, er, at Guð ynskir av menniskjum, at tey nettupp ikki tøma jørðina, men brúka hana til fulnar – ikki við at týna hana, so hon missur sítt fruktbari, men við at halda hana við líka, so hon kann “endurfyllast”.
Við øðrum orðum: Guð býður menniskjum at umsita náttúruna burðardygt. Men tað er synd at siga, at menniskjan ger eftir hesum boðum. Menniskjan hevur tvørturímóti misskilt sína uppgávu og heldur, at hon hevur fingið jørðina til at troyta púra fyrilitarleyst og til at hóreiggja sær á, sum hon vil, uttan virðing fyri Guðs skaparverki. Sjálvsøkna og stuttskygda peningagirndin – Mammon-dyrkanin – vigar nógv tyngri, enn atlitið at jørðini vigar.
Menniskjan brúkar fyrst og fremst jørðina til at sanka sær verðsligt ríkidømi á púrasta fyrilitarleysan hátt. Samstundis verjir menniskjan sína ómettiligu havisjúku við øllum møguligum vánaligum umberingum – enntá við at vísa til heilaga orðið – meðan hon forsømir sína veruligu uppgávu: at vera nattúrunar eftirlits- og umsjónarfólk fyri Guði – og at syrgja fyri at verja náttúruna, so hon kann endurfyllast og breyðføða ættarlið eftir ættarlið.
Menniskjan misrøktar sína ansingaruppgávu
Hyggja vit t.d. at alheims landbúnað í dag, so síggja vit, hvussu tann grammi og pengasvangi hugburðurin hevur viðvirkað til, at landbúnaðurin hevur ment seg til ein risaídnað, sum fyrst og fremst er til fyri at tjena pengar – so nógvar sum yvirhøvur gjørligt uppá so stutta tíð sum gjørligt fyri ein hvønn prís, uttan fyrilit og virðing fyri náttúruni og kríatúrunum.
Fyri at geva alsamt meira rúm fyri landbúnaðarjørð, har einans fá plantusløg verða dyrkað, so sum korn og mais, verður skógvøkstur høgdur niður við vaksandi ferð. Regnskógir og onnur risastór øki, sum áður hýstu alskyns plantum og djórum, hvørva og harvið eisini lívfrøðiliga margfeldi í teimum, sum møguliga inniheldur enn ikki avdúkaðar, virðismiklar loysnir uppá medisinska viðgerð av sjúkum, sum í løtuni eru ólekiligar.
Djór í milliardatali stúgvað saman í risagørðum, har tey stórt sæð bara fáa korn og mais at eta. Ómetaligar nøgdir av einstáttaðum fóðri, virðismiklum knøppum feskvatni og orku verða brúktar – og stórt sæð spiltar – til at ala ovurstórar mongdir av neytum, svínum, høsnarungum og øðrum djórum, sum verða fylt við skaðiligum medisini og vakstrarhormonum. Hetta virksemið pínir djórini og ger stóran skaða á umhvørvið.
Kunsttøð og evnafrøðilig skaðakyktaeitur dálka áir og vøtn, grundvatn og aðrar drekkivatnskeldur, drepa fisk og annað djóralív, og elva til syndarligar trupulleikar við heilsuni hjá menniskjum, so sum krabbamein, manglandi fruktbari, fosturlát og fosturskaðar. Djórini sjálvi “leka” eisini ómetaliga mongdir av gassi út í lofthavið.
Øll hesi djór – og vørurnar framleiddar av teimum, umframt aðrar landbúnaðarvørur sum korn, mais og onnur plantuføði verða flutt yvir stórar fjarstøður til lond kring allan heim í sera dálkandi flutningsførum. Dálkingin eitrar umhvørvið og økir um vandan fyri alheimsupphiting og skaða á ozonlagið, sum verjir og ger lívið á jørðini gjørligt.
Hetta skaðiliga virksemið oyðileggur jørðina skjótari, enn jørðin nær at umvæla seg sjálva á markinum til, at jørðin ikki megnar at breyðføða og halda lívinum uppi longur. Oyðingin av Guðs skaparverki, okkara náttúrliga umhvørvi, er vorðin ein av heimsins allarstørstu trupulleikum í dag. Umhvørviskreppan í heiminum er ikki bara eitt politiskt mál, men so sanniliga eisini eitt moralskt og andaligt mál.
Hvør størri synd kann vera enn at oyðileggja møguleikan hjá framtíðar ættarliðum at yvirliva á jørðini? Vilt tú gera teg samseka/n í at gera slíkt altoyðandi herverk móti Guðs skaparverki? Hugsar tú um, at hvørja ferð, tú keypir eina vøru framleidda av hesum ídnaði, so ert tú samsek/ur, tí tú gert tað møguligt hjá hesum skaðiliga virksemi at halda fram við sínari oyðing av náttúruni, sum í síðsta enda strangt tikið er tað sama sum at stuðla mansmorði.
Men hvussu kunnu fólk við góðari samvitsku lata hetta bara henda? Orsøkin er helst í høvuðrsheitum tann, at menniskju fyri langari tíð síðan av praktiskum uppfunnu eina skipan at innrætta seg eftir – nevniliga peningaskipanina, sum meira ella minni hevur disponerað tey til at framdyrka eina óhepna atferð fyri sjálvi at yvirliva í hesi skipan. Hendan skipanin virkaði kanska væl í fyrstani, men í hesum tøkniliga framkomnu tíðum gerst hon fleirfaldað óheppin og skaðilig.
Peningaskipanin sædd sum náttúrulóg
Pengar eru altavgerandi í dag. Eigur ella tjenar tú lítið og einki, so ert tú einki verdur í hesum samfelagnum. Peningur gevur vald. Meira peningur gevur meira vald. Tann, ið ikki megnar at forvinna sær pening og/ella fáa peningin at bera ávøkstur, verður útihýstur og sleppur ikki uppí part millum tey, sum leiða og fordeila samfelagsvirðini.
Peningaskipan okkara er myndað og stýrd av handils- og fíggjarvaldinum – tvs. av peningastovnum, av keypsskálum, av almenna skattavaldinum og av stórfyritøkum, sum ráða á marknaðinum. Hesar peningaháborgir eru í dag vorðnar “heilagar kirkjur”, sum dyrka og verja peningaskipanina og vakstrarideologiina. Stútt og troyttarleyst arbeiða tær fyri at rótfesta skipanina og tryggja hennara støðuga vøkstur, sum var hon altavgerandi lívsgrundarlag okkara alra – og ikki náttúrutilfeingið ella tað, sum vit skapa við okkara hondum og heila.
Hetta hevur eydnast so væl, at fólk eru farin at halda peningaskipanina vera heilt grundarleggjandi fyri samfelagið, meðan vakstrarideologiin verður nærmast fatað sum ein náttúrulóg. Hetta merkir, at tey fægstu yvirhøvur seta spurnartekin við hana.
Peningaskipanin er menniskjafíggindalig
Strembanin eftir ríkidømi – og harvið rættinum til at vera vird og hava ávirkan í samfelagnum – gerst ein grundarleggjandi drívmegi, sum á mangan hátt drívur samfelagshjólini. Hon gøðir alt meira peningagirnd og vinningsbrell. Ofta gerst ynski um at forvinna pengar so sterkt, at framferðin verður púra fyrilitarleys – í summum førum kriminell og enntá sjálvsoyðandi.
Peningagindin verður í stóran mun tilstuðlað av valdsmikla handils- og peningavaldinum, sum jú fær fyrimunin av tí. Girndin er vorðin so vanlig í samfelag okkara, at fólk meta slíka atferð sum heilt normala, eisini hóast tey sjálvi eru offur fyri annara pengagirnd. Tey, sum ríka seg upp verða av mongum hildin at vera virðingarverdar hetjur – av summum roknað sum reinir gudar. Men megnar tú ikki at ríka teg upp, so er tað bara tí, at tú ert ein bløka! Hvør skal siga, at soleiðis er tað bara, so viðurkenn tað!
Men veruleikin er, at tað er einki náttúrligt í peningaskipanini. Hon er í grundini bara ein tilgjørdur siðbundin, søguligur máti menniskju hava uppfunnið fyri at skipa og umbýta virðir. Summi duga at brúka skipanina meira (samvitskuleyst) enn onnur. Í botn og grund er skipanin menniskjafíggindalig, tí hon er stýrd av peningavaldinum, sum setur atlit at vøkstri, maksimering og akkumullering av peningavirðum hægri enn atlit at menniskjum og náttúruni. Júst tí náttúru, sum veruliga er lívsgrundarlag okkara, og sum Gud sbrt. Bíbliuni setti menniskjuni til at ansa eftir við skili av somu grund.
Peningaskipanin elvir til ovurnýtslu
Í navni Mammons – vinningsins og vakstrarinnar – hevur handils- og peningavaldið vaksið seg ovurstórt og valdmikið. Náttúrutilfeingið verður tránýtt fyri at skapa stuttskygdan vinning – ofta við altoyðandi avleiðingum fyri náttúruna. Menniskju eru í hesi skipan skerd til at vera amboð millum onnur amboð, brúkt til at viðlíkahalda og vaksa enn meira um peningavaldið.
Hetta óstýriliga vakstrarágrýtni hevur viðført, at summar fyritøkur hava skavað so nóg inn undir seg og eru við tíðini vorðnar so risastórar, at umsetningur teirra er størri enn tann hjá sjálvt teim størstu londunum í heiminum. Tær hava tí størri vald enn stjórnirnar í hesum londum. Stórfyritøkur hava í dag eitt ómetaliga stórt vald til at ávirka lívið hjá milliardum av menniskjum kring allan heim. Hugsa bert um Microsoft, Apple, Amazon, Coca Cola, MacDonalds, Disney osfr.
Tá stórfyritøkurnar ikki kunnu vaksa meira við bara at nøkta ein náttúrligan tørv hjá brúkarunum, mugu tær økja um nýtsluna við at skapa ein tilgjørdan tørv. Gjøgnum massiva, sera virkna og allastaðni hjástadda marknaðarføring pota tær ynski niður í fólk um, at tey bara mugu hava-hava-hava meira-meira-meira fyri at gerast eydnusom. Frá teirra sjónarhornið hava menniskju bara virði sum forbrúkarar.
Hóast mong menniskju í okkara parti av heiminum ikki liva beinleiðis í troti materielt, so liva nógv fólk í meira ella minni troti kensluliga. Tey kenna seg snýtt onkusvegna. Ójavnað býtið í samfelagnum, og strævna lívið hjá mongum, tí verðin er innrættað, sum hon er, gevur gróðrarbotn fyri sterkum ynskjum um bata. Nógv eru kanska vaksin upp við foreldrum, sum stríddust so nógv fyri at svara hvørjum sítt, at tey ikki høvdu nóg góða tíð til síni børn. Nógv fólk hava tí ónøktaðan kensluligan tørv við í viðførinum frá barndóminum, sum stórfyritøkurnar kunnu gagnnýta til egnan fyrimun.
Við prangandi lýsingum og stórfingnum, glæsiligum marknaðarføringsherferðum, sum tala til henda ónøktaða tørv, billa stórfyritøkurnar fólki inn, at tey kunnu keypa sær til eydnuna. Um bara tey keypa ávísar vørur, ja, so verður lív teirra eydnusamt og fullkomið. Sjálvandi ynskja nógv fólk sær eitt betri lív, og í vónini um, at hetta er mátin at fáa tørvin nøktaðan, lata ómetaliga nógv fólk seg lokka til at keypa meira, enn tey í verulekanum hava ráð til. Men hvat gera tey so, um tey ikki hava pengarnar?
Soleiðis trælkar peningavaldið teg
Ráð eru fyri tí. Tí har standa peningastovnarnir so “hent” til reiðar til at “hjálpa” fólki. Soleiðis virka peningastovnarnir fyri at stuðla sama endamáli sum stórfyritøkurnar við at geva (ovur)nýtsluni gróðrarbotn. Hetta gera peningastovnarnir við at útveita fólki lán, so tey fáa pengar at keypa fyri.
Men prísurin er høgur og gleðin stokkut, tí tað, sum veruliga hendir er, at við at lána pengar fyri ofta dýrar rentur, hevur tú bundið teg sjálvan á hendur og føtur. Eigur tú einki frammanundan, og ert noydd/ur at taka kanska størri lán fyri at nøkta sjálvt tínar grundarleggjandi tørvir – einans við trygd í tíni framtíðar arbeiðsmegi, mást tú kanska brúka eitt heilt lív við strevi, stríði og strongd at gjalda lán aftur við renturs rentum. Harvið hevur tú í roynd og veru latið lív títt í hendurnar á peningavaldinum.
Júst sum tíni foreldur, verður tú fangaður í somu traðkimyllu, har tú mást arbeiða so nógv fyri at fáa alt at hanga saman, at heldur ikki tú fært nóg góða tíð til tíni børn, sum so heldur ikki fáa sín tørv fyri foreldraumsorgan nøktaðan – og sum so eisini kunnu lata seg ávirka til at keypa meira, enn tey hava ráð til. Soleiðis er ringrásin fullkomin og einki hevur broytt seg í veruleikanum, annað enn at handils- og peningavaldið hevur grundfest vald sítt enn meira.
Mong fáa ongantíð rættiliga tíð, høvi ella ráð til at njóta ágóðan av egnum arbeiði, tí tey mugu stríðast og strevast alt lívið. Í triðja heiminum er tað heldur reglan enn undantakið, at fólk verða hildin í undirskotið, meðan peningavaldið skúmar yvirskotið av teirra stríði. Men eisini her hjá okkum líða fólk undir skipanini, uttan at tað kvøttir úr teimum, tí vit trúgva, at soleiðis er tað bara. Tú hevur jú sjálv/ur samtykt í at taka lánið, so tað mást tú bøta fyri.
Honum, ið hevur, skal verða givið…
Tekur tú t.d. eitt 20 ára byggilán við eini rentu uppá 7.5 %, so skalt tú gjalda bankanum umleið tað dupulta aftur – og fyri at kunna gjalda tað dupulta aftur, mást tú sjálv/ur tjena tað dupulta av tí dupulta, áðrenn skatt. Men hvørji virði hevur bankin í roynd og veru skapt her? Annað enn at útveita tær nakrar pengar, sum líka so skjótt tú brúkar teir, verða settir inn aftur í bankan – bara á kontu hjá onkrum øðrum, umframt at bankin fær avdráttin og tær dýru renturnar, sum tú rindar bankanum. Hvat hevur bankin í veruleikanum ofrað fyri teg, síðani at hann so sjálvsagt og ‘náttúrliga’ kann krevja so nógv aftur av tær?
Fyri bara at fáa sínar grundarleggjandi tørvir nøktaðar t.d. fyri bústað – og kanska fyri amboðum at vinna sær føðina við – arbeiðir meginparturin av heimsins fólki í veruleikanum sum trælir fyri peningavaldið, bundið á hendur og føtur av skuld. Milliardir av fólki mugu brúka sína virðismiklu, stuttu tíð her á fold uppá møðsamt, streingjandi, útmergjandi og skitið arbeiði fyri at kunna gjalda skuldina fleirfaldað aftur til bankaspekulantar, sum longu hava ovmikið frammanundan.
Tey, sum hava gjørt sær dælt av hesi skipan og hava sankað sær ríkidømi, kunnu so dansa sín gullkálvadans og dusa sær í marglæti, meðan tey uttan at lyfta hond frá síðu fáa støðugt fleiri møguleikar fyri at ogna sær enn meira av heimsins tilfeingi at selja burturav ella leiga tað smábýtt út aftur til tey trælkaðu í dýrum dómum, soleiðis at tey aftur mugu lána fleiri pengar frá teimum ríku fyri at kunna keypa ella leiga, so tey ríku kunnu gerast enn meira rík… osfr. osfr. Gongdin virkar sum ein sjálvstyrkjandi ringrás, har tey ríkastu altíð eru vinnararnir.
Eingin einstaklingur hevur fyri so vítt skyldina av hesum, tí vit eru øll undirløgd hesa somu peningaskipan – og summi duga, sum sagt, bara betur at gagnnýta peningaskipanina enn onnur. Men fyri tey allarflestu merkir skipanin, at tey mugu liva meira ella minni sum trælir hjá øðrum.
Munurin á ríkum og fátøkum gerst bara alt størri. Ein milliard menniskju liva í djúpasta fátækradømi. Meðan tey priviligeraðu í sokallaða kristna heiminum dusa sær í einari ovurnýtsluveitslu, ið er í ferð við at føra allan heimin beint í undirgang, liva ein milliard menniskju í djúpasta fátækradømi við lítlum og ongum veruligum møguleika fyri at fáa ávirkan á heimsins gongd. Og flest okkara lata hetta henda óátalað, ja, vit stuðla og fagna tí. Er hetta virðing fyri Guðs skaparverki?
Gullkálvadansurin týnir heimin
Hvussu samsvarar henda skipanin, vit innrætta lív okkara eftir, við tað, sum vit siga, vit byggja okkara virði á? Jesus staðfestir í Matteus 13:12: “Tí honum, ið hevur, skal verða givið, so hann skal hava yvirflóð; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur”. Men skal hetta skiljast, sum at Jesus tekur undir við hesum? Nei, hetta er bert ein staðfesting. Lesur ein víðari í Bibliuni, so gerst púra greitt, at gullkálvadansurin stendur tvørturímóti í fullkomiligari andsøgn til kristnu grundvirðini. Bíblian tosar jú aftur og aftur um týdningin av rættvísi og av at vísa mátahald, eyðmýgd, nøgdsemi og gávumildi.
Men hetta er ikki tað, sum eyðkennir samfeløg okkara í dag. Beint tvørturímóti. Tí hvat ger sokallaði kristni vesturheimurin? Hann letur seg stýra av handils- og peningavaldinum, sum skammleyst lovprísar Mammon og ertar til at dyrka deyðssyndirnar: sjálvsøkna havisjúku, óhógv, marglæti, oyðsl, ov-át, kraddan, hugmóð og fáfongd – og til at keypa okkum um koll, sum um vit hava ráð til tað, hóast vit vita, at 4.000 fólk, harav 700 børn, doyggja í hungri í heiminum hvønn einasta tíma! Og hóast vit vita, at jørðin og alt livandi á henni er við at týnast orsaka av ovurnýtsluni, sum serliga júst tey londini, ið kalla seg kristin, gera seg sek í.
Fylgja blint hópinum, ið tilbiður Mammon
Sum seyður í rætt lata fólk seg reka av handils- og peningavaldinum við hjálp av miðlunum og marknaðarføring, og lurta við opnum munni og polúppum tá tey rópa: “Keyp, keyp, keyp – meira, meira, meira – so verður tú eydnusamur/som!”. Sum svøvngangarar lata vit okkum lokka inn í handilsmiðstøðirnar at gera júst tað: keypa meira, meðan vit skuldarbinda okkum alt meira.
Hóast flest fólk innast inni væl vita av, at forfeingiligheit og forgongilig ting ikki kunnu keypa teimum eydnuna, so brúka tey kortini burturav tí sindrinum, tey hava – ella mugu lána – uppá at keypa alskyns innantómt stásiligt fæ, sum í veruleikanum einki veruligt virði hevur. Fólk halda uttan iva, at tey forkela seg sjálvi, men í veruleikanum arma tey seg sjálvi og heimin – fíggjarliga, andaliga og á annan hátt – mest fyri at tey ríku kunnu ríka seg enn meira upp við pengum, sum kundu verið brúktir til at metta teir svangu munnarnar hjá øllum teim mongu hungursraktu børnunum í triðja heiminum – ella kanska enntá í okkara egna landi!
Hvussu kunnu fólk í eini kristnari tjóð góðtaka slíkan ójavna? Nógv sissa ringu samvitskuna við at lata ein 100 krónuseðil her og ein annan har til okkurt vælgerandi endamál, men tað broytir einki. Eitt er, at neyðugt er við arbeiðsplássum, men er tað týdningarmiklari at tryggja arbeiðspláss enn at tryggja lívsgrundarlagið hjá okkum øllum – náttúruna? Ein verulig kristin tjóð mátti heilt einfalt ikki komið sær at stuðla ábyrgdar- og fyrilitarleysum Mammon-dyrkarum við ótálmaðum vinningsbrelli í at trælka og útpína heimsins fólk, og sum í sama viðfáningi ótarnað ræna og oyðileggja Guds skaparverk, náttúruna, sum er veruliga lívsgrundarlag okkara.
Ístaðin fyri blint at fylgja hópinum, sum tilbiður Mammon, har øll hvør í sinum lag royna at koma sær uppí vitleysa dansin runt um gullkálvin, áttu fólk í kristnum tjóðum so ikki heldur at gingið ímóti hesum ráki? Áttu tey ikki meira at strembt eftir at liva upp til Bíbliunnar orð um at vera rættvís, virðismeta tey veruligu andaligu virðini og heimsins náttúruríkidømi, og roynt at fordeit ríkidømið rættvíst, so tey fátæku ikki svølta? “Tí hvat batar tað menniskjanum, um tað hevur vunnið allan heimin, men mist seg sjálvt ella latið seg sjálvt afturfyri!” (Lukas 9:25).
Eingin náttúrulóg loyvir ognartøku
Men er nóg mikið til øll, nú heimsins fólk eru blivin so fjølment? Tað kann ein sjálvandi ivast í. Hvussu kunnu vit geva burtur av okkara avmarkaða tilfeingi, tá vit ikki kenna okkum at hava nóg mikið sjálvi frammanundan? spyrja summi kanska. Men hvat er at hava nóg mikið? Um vit ikki settu so høg krøv til materielt ríkidømi, og peningavaldið ikki hevði ognartikið mestsum alt heimsins tilfeingið fyri at umseta tað til peningalig virði, sum peningaskipanin síðan umfordeilir mest til gagns fyri tey fáu, so var helst ovmikið til.
Tað finst hvørki nøkur náttúrulóg ella nøkur Bíbilsk lóg, sum sigur, at bert nøkur fá hava rætt til at eiga alt tilfeingið í náttúruni, meðan øll onnur skulu ganga ognarleys og trælkast fyri hini fyri náðiligast at sleppa at lána sín pinkalítla part av tilfeinginum – bara fyri so dánt at yvirliva.
Um tilfeingið varð umsitið betri og meira burðardygt og býtt meira javnt (eins og føroyingar í øldir hava gjørt, tá tað kemur til býtið av grindapørtum t.d.), so var hesin trupulleiki ikki til, tí sum tað stendur í Bíbliuni: “Stúrið ikki fyri lívinum, hvat tit skulu eta, ei heldur fyri likaminum, hvat tit skulu fara í! Lívið er meir enn maturin, og likamið er meir enn klæðini. Aktið eftir ravnunum! Teir hvørki sáa ella heysta, teir hava ongan hjall og onga løðu, og Gud føðir teir; hvussu mangan meiri eru ikki tit verdir enn fuglarnir!” (Lukas 12:22-24).
Hetta ber jú til hjá ravnunum, tí eingin ravnur eigur meira rætt til tað, hann finnur sær at eta í náttúri enn nakar annar ravnur. Soleiðis er ikki við menniskjum, sum kradda til sín av náttúruríkidøminum, ákalla sær rættin til at rópa tað sína “ogn”, sum eingin annar enn tey sjálvi hava rætt til at brúka: Hareftir prísseta tey tað ognartikna og gera tað til eina vøru, sum kann keypast og seljast. Men var tað veruliga soleiðis, Guð ætlaði, at menniskju skuldu umsita náttúruna, tá hann gav teimum ræðisrættin yvir henni?
Høvdu menniskju havt meira virðing fyri Guds skaparverki, náttúruni, og minni virðing fyri Mammon, so var ivaleyst ovmikið náttúruríkidømi til fyri øll at liva eitt gott lív. Er tiðin ikki langt síðani komin til, at øll, sum rópa seg kristin, taka seg um reiggj at venda gongdini. Tað merkir at gera upp við Mammon og dyrka tey sonnu virðini, sum ikki oyileggja tað, sum Guð hevur skapt, tí tey, sum ikki aktivt eru við til at venda gongdini, gera seg samsek í passivt at vera við til at týna mannaættina.
Børn doyggja í hungri fyri okkara skuld
Vit føroyingar skulu eitast fyri at liva í eini kristnari tjóð, har mong játta sína Gudstrúgv. Men hvussu mong ganga í roynd og veru fram sum fyridømi fyri onnur og sýna sína trúgv í verki við samvitskufullum og ósjálvsøknum gerðum, sum greitt og týðiligt vísa, at tey veruliga útinna tey kristnu virðini heilt ítøkiliga? Gamaní, at mong alment játta seg kristin og dyrka sína trúgv saman við samsintum við bøn og vitnisburðum fyri hvørjum øðrum í samkomum og aðrastaðni, men hvussu trúgvir eru kristnir føroyingar veruliga móti teimum virðum, Bíblian lærir um?
Rætt skal vera rætt – tey eru nøkur, sum gera tað, Guð havið tøkk og lov fyri tað, tí annars var illa statt í hesum landi og mismunurin nógv størri, enn hann er. Men verri enn so øll tey, sum siga seg vera trúgvandi og Gudsóttandi, gera tað, sum Jesus prædikaði, at vit áttu at gera.
Bíblian sigur greitt og týðiliga: “Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.” (Matteus 6:24) Men mong dømi eru um, hvussu sokallað kristin sanka sær verðsligt ríkidømi og virða Mammon hægri enn at gera tað, sum Jesus greidliga væntaði sær av teimum, sum vildu fylgja honum og hansara fyridømi: “Vilt tú vera fullkomin, so far og sel tað, ið tú eigur, og gev fátækum tað! Tá skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!” (Matteus 19:21) segði Jesus, men hvussu nógv kristin gera tað?
Hvør er umberingin fyri at síggja burtur frá at fremja tað í verki, sum Bíblian ber so týðiligan og greiðan boðskap um? Tað er ógvuliga lætt sloppið at sleppa sær undan við at siga, at vit jú eru syndarar, men at Jesus fyrigevur okkum, um vit bara tilbiða hann – og so bara lata standa til. Einans at hálova Guði í bøn, í einingi ella í samkomum, og keypa sær pláss í himli á henda hátt, er als ikki nóg mikið. Tí so leingi, vit passivt góðtaka tað, sum hendir í heiminum, so eru vit beinleiðis viðvirkandi til at oyðileggja lívsgrundarlagið á jørðini og lata fátøk børn doyggja i hungri fyri okkara skuld!
Bíblian hálovar náttúruni
Bíblian er full av lovprísan fyri tí, sum Guð hevur skapt, jørðini og skapningum hennara. Øll sonn kristin, sum granska Bíbliunnar orð, eiga at vita, at Guð ynskir, at menniskjan virðir jørðina og skapningar henna, og at menniskjan eigur at vísa tað í verki. Hildu fleiri seg meira til Bibliunnar lærdóm, kundu vit fyribyrgt mongum hóttanum móti lívfrøðiligu skipanunum, sum eru fortreyt fyri lívið. Og vit kundu tryggjað eina tryggari framtíð fyri børn okkara og mannaættina sum heild á hesi klótu. So hetta skal vera ein áheitan til øll, sum ynskja at byggja tilveruna á kristin grundvirði, um at gera júst hetta, og harvið vera við til at bjarga heiminum undan oyðilegging.
……………….
Her eru ein rúgva av dømum um, hvat Bíblian sigur um virðing fyri Guðs skaparverki, sum er latið okkum í hendur at ansa eftir – og um, hvussu strembanin eftir verðsligum ríkidømi stendur í andsøgn við Gudsótta:
Gamla Testamentið
Fyrsta Mósebók 1:20-31
20. So segði Gud: “Vatnið skal verða fult av livandi skapningum, og fuglar skulu flúgva yvir jørðini, undir himmalhvølvinum.” Og so varð;
21. Gud skapti tey stóru sjódýrini og alla ta nøgd av livandi skapningum, sum sjógvurin er fullur av, hvørt eftir tess slagi, eisini allar fuglar við veingjum, hvønn eftir hansara slagi. Og Gud sá, at tað var gott.
22. Gud signaði tey og segði: “Nørist og vaksið í tali, fyllið vatnið í sjónum, og fuglurin nørist á jørðini!”
23. Og kvøld varð, og morgun varð, fimta dag.
24. So segði Gud: “Jørðin skal lata koma fram livandi skapningar, hvønn eftir hansara slagi, fæ, skriðdýr og vill dýr – hvørt eftir tess slagi.” Og so varð;
25. Gud gjørdi tey villu dýrini, hvørt eftir tess slagi, fæið eftir tess slagi, og øll skriðdýrini á jørðini, hvørt eftir tess slagi. Og Gud sá, at tað var gott.
26. So segði Gud: “Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.”
27. So skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.
28. Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: “Nørist, vaksið í tali, fyllið (á enskum replenish=endurfyllið*) jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!”
29. Framvegis segði Gud: “Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.
30. Og øllum dýrunum á jørðini, øllum fuglunum undir himli og øllum, ið á jørðini skríður, øllum tí, ið hevur livandi sál í sær – teimum gevi Eg allar grønar urtir til føði.” Og so varð.
31. Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt – og tað var sera gott. Og kvøld varð, og morgun varð, sætta dag.
Fyrsta Mósebók 8:21-22
21. Táið HARRIN kendi tann góða angan, segði Hann í hjarta Sínum: “Eg skal aldri aftur banna jørðini fyri menniskjans skuld, tí menniskjahjartans tankar eru óndir líka frá ungdóminum. Eg skal aldri aftur forkoma øllum livandi, soleiðis sum Eg havi gjørt nú.
22. Hereftir skal, so leingi sum jørðin stendur, vár og heyst, kuldi og hiti, summar og vetur, dagur og nátt, aldri halda uppat.”
Fyrsta Mósebók 9:1-3
21. Gud signaði nú Nóa og synir hansara og segði við teir: “Nørist, vaksið í tali, og fyllið (red. á enskum replenish=endurfylli) jørðina!
22. Ótti fyri tykkum og ræðsla fyri tykkum skal vera á øllum dýrum á jørðini, á øllum fuglum undir himli, á øllum, ið á jørðini rørist, og á øllum fiskunum í sjónum – í hond tykkara er tað givið.
23. Alt tað, ið rørist og livir, skal vera tykkum til føði; sum Eg gav tykkum tær grønu urtirnar, so gevi Eg tykkum tað alt.
Fyrsta Mósebók 10:7-16
7. Síðani segði Gud við Nóa og synir hansara:
8. “Nú geri Eg sáttmála Mín við tykkum og við eftirkomarar tykkara
9. og við hvønn livandi skapning, ið hjá tykkum er, fuglarnar, fæið og øll tey villu dýrini, ið hjá tykkum eru, alt tað, ið fór út úr ørkini, øll dýr á jørðini.
10. Eg geri sáttmála Mín við tykkum og lovi, at aldri aftur skal alt hold verða týnt við vatnflóð; aldri aftur skal ein vatnflóð koma, sum forkemur jørðini.”
11. Framvegis segði Gud: “Hetta er tekinið uppá sáttmálan, ið Eg til ævigar tíðir geri millum Meg og tykkum og hvønn livandi skapning, ið hjá tykkum er:
12. Boga Mín seti Eg í skýggið, og hann skal vera tekin uppá sáttmálan millum Meg og jørðina.
13. Tá ið Eg dragi skýggj yvir jørðina, og bogin so sæst í skýggjunum,
14. tá skal Eg minnast sáttmálan, ið er millum Meg og tykkum og hvønn livandi skapning av øllum holdi, og vatnið skal aldri aftur verða ein vatnflóð, sum oyðir alt hold.
15. Táið tá bogin stendur í skýggjunum, skal Eg hyggja á hann og minnast hin æviga sáttmála, ið er millum Gud og hvønn livandi skapning av øllum holdi á jørðini.”
16. So segði nú Gud við Nóa: “Hetta er sáttartekinið, ið Eg havi gjørt millum Meg og alt hold á jørðini.”
Onnur Mósebók 23:1-12
1. Tú mást ikki bera út lygitíðindi. Tann, ið órætt hevur, skalt tú ikki styðja við at stíga fram sum lygivitni.
2. Tú mást ikki fylgja fjøldini í tí, sum ónt er, og ikki í nakrari søk vitna so, at tú gevur eftir fyri fjøldini og vendir rættinum við;
3. um tað so er ein fátækur maður, skalt tú ikki pynta um søk hansara!
4. Finnur tú burturvilst neyt ella esil, sum fíggindi tín eigur, skalt tú fáa honum kríatúrið heimaftur.
5. Sært tú esil fígginda tíns liggja undir byrðini, mást tú ikki bjóða til at lata mannin óhjálpnan; nei, tú skalt hjálpa honum at loysa byrðina av.
6. Tú mást í ongari søk venda rættinum við hjá hinum fátæka, ið hjá tær býr.
7. Tú skalt halda teg langt burtur frá órættvísari søk og ikki veita hjálp til at fáa lívið av hinum sakleysa og rættvísa; tí tann, ið sekur er, hann dømi Eg ikki sakleysan!
8. Tak ikki við mutri! Tí mutur ger hin síggjandi blindan og vendir við søk teirra, ið rætt hava.
9. Kúga ikki hin fremmanda! Tit vita, hvussu tað er at kenna seg fremmandan; tit hava sjálv verið fremmand í Egyptalandi!
10. Seks ár skalt tú sáa jørð tína og heysta grøði hennara;
11. men sjeynda árið skalt tú lata hana hvíla og liggja órørda, so hini fátæku av fólki tínum kunnu finna okkurt at liva av; og tað, ið tey lata verða eftir, kunnu hini villu dýrini á markini eta. Á sama hátt skalt tú gera við víngarð tín og oljutrø tíni.
12. Seks dagar skalt tú gera arbeiði títt; men sjeynda dagin skalt tú hvíla, so oksi tín og esil títt kunnu hava frið, og sonur trælkvinnu tína og hin fremmandi fáa hvíld.
Triðja Mósebók 19:9-10
9. Táið tit heysta grøðina í landi tykkara, mást tú ikki skera akur tín heilt út á bakkarnar, ei heldur mást tú henta elmuna.
10. Tú mást ikki henta berini, ið eftir sita á trøunum, táið tú hevur heystað av víngarði tínum, ella henta upp tey, ið niður eru dottin; tey skalt tú lata verða eftir til hin fátæka og hin fremmanda. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Triðja Mósebók 19:23-25
23. Táið tit koma inn í landið og planta alskyns frukttrø, so skulu tit rokna hin fyrsta ávøkst teirra at vera yvirhúð teirra; í trý ár skulu tit rokna tey sum óumskorin og ikki eta av teimum.
24. Fjórða árið skal allur ávøkstur teirra við gleðihátíð vígast HARRANUM.
25. Ikki fyrrenn fimta árið skulu tit eta ávøkst teirra; so skulu tey bera tykkum so mikið meiri eftirsíðani. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Triðja Mósebók 25:2-7
2. “Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: “Táið tit koma inn í landið, ið Eg gevi tykkum, skal landið halda sabbatshvílu fyri HARRANUM.
3. Seks ár skalt tú sáa mark tína, og seks ár skalt tú røkja víngarð tín og heysta grøðina av landinum.
4. Men sjeynda árið skal vera landinum háheilagur sabbatur – sabbatur fyri HARRANUM; tá mást tú ikki sáa mark tína og ikki røkja víngarð tín.
5. Tað, ið veksur upp av sær sjálvum, eftir at tú hevur heystað, mást tú ikki skera, og vínberini á órøkta víntræi tínum mást tú ikki henta; tað skal vera landinum sabbatsár.
6. Tað, ið grør av sær sjálvum, meðan landið heldur sabbat, skal vera tykkum til føði – tær sjálvum, tænara tínum, arbeiðskonu tíni, hinum daglønta arbeiðsmanni tínum og teimum fremmandu, ið halda til hjá tær;
7. og fæ títt og tey villu dýrini í landi tínum skulu eisini eta av allari grøðini, ið har veksur.
Triðja Mósebók 25:23
23. Jørðina í landinum mugu tit ikki selja við alla; tí landið er Mítt, tit eru bert fremmandir og gestir hjá Mær.
Triðja Mósebók 26:3-6
3. Akta tit nú lógir Mínar og halda boð Míni og gera eftir teimum,
4. so skal Eg senda tykkum regnið í rættari tíð, so at jørðin gevur grøði sína, og trøini á markini bera ávøkst sín.
5. Treskitíðin skal vara hjá tykkum, líka til vínheystið byrjar, og vínheystið skal vara, til kornið verður sáað. Tit skulu eta tykkum mett av breyði tykkara og búgva trygg í landi tykkara.
6. Eg skal geva frið í landinum, so tit kunnu leggjast til hvíldar, uttan at nakar ræðir tykkum upp; Eg skal avoyða tey villu dýrini í landinum, og einki svørð skal gera ófrið í landi tykkara.
Fimta Mósebók 8:7-20
7. Táið nú HARRIN Gud tín leiðir teg inn í gott land, land við løkjum, keldum og djúpum vøtnum, sum springa upp í dølunum og á fjøllunum,
8. land við hveiti og byggi, við víntrøum, fikutrøum og granateplatrøum, land við oljutrøum og hunangi,
9. land, har tú ikki í armóð skalt eta breyð títt, har tær einki skal fattast, land, har steinarnir eru jarn, og har tú kanst høgga kopar úr fjøllunum,
10. og tú so etur teg mettan og lovar HARRANUM Gudi tínum fyri hitt góða land, ið Hann hevur givið tær –
11. varða teg tá, at tú gloymir ikki HARRAN Gud tín, so tú aktar ikki eftir boðum, fyriskipanum og lógum Hansara, sum eg í dag áleggi tær!
12. Ja, varða teg, at tú ikki, táið tú etur teg mettan og byggir tær góð hús og býrt í teimum,
13. táið neyt tíni og smáfæ títt nørast, silvur og gull títt verður meiri og meiri, og øll ogn tín veksur
14. at hjarta títt tá ikki verður hugmóðigt, so tú gloymir HARRAN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum,
15. Hann, sum leiddi teg í hini stóru, ræðuligu oyðimørk, millum eiturormar og skorpiónir og á vatnleysum turrlendi, Hann, sum læt vatn renna til tín út úr hinum harða kletti,
16. Hann, sum í oyðimørkini gav tær manna at eta, føði, sum fedrar tínir kendu ikki – fyri at eyðmýkja teg og royna teg – og so til endan gera væl við teg!
17. Sig tá ikki í hjartanum: “Tað er máttur mín og sterka hond mín, ið hevur vunnið mær alt hetta ríkidømi!”
18. Nei, minst HARRAN Gud tín! Tað er Hann, ið gevur tær mátt at vinna tær ríkidømi, tí Hann vil halda sáttmála Sín, ið Hann svór fedrum tínum – sum Hann higartil hevur gjørt.
19. Men gloymir tú HARRAN Gud tín og heldur teg til aðrar gudar og dýrkar og tilbiður teir – so vitni eg í dag fyri tykkum, at tit skulu vissuliga ganga til grundar.
20. Eins og heidningarnir, ið HARRIN letur ganga til grundar fyri tykkum, so skulu eisini tit ganga til grundar, aftur fyri at tit hoyrdu ikki rødd HARRANS Guds tykkara!”
Fimta Mósebók 10:14
19. Tú veitst, at HARRIN Gud tín eigur himmalin og Himlar Himlanna, jørðina og alt tað, ið henni er á.
Fimta Mósebók 11:11-12
11. Nei, landið, ið tit fara yvir í og skulu taka í ogn, er land við fjøllum og dølum; tað drekkur vatn, táið regnið fellur av himli
12. – land, ið HARRIN Gud tín hevur umsorgan fyri; altíð hvíla eygu HARRANS Guds tíns á tí, frá tí árið byrjar, og inntil tað endar.
Fimta Mósebók 20:19
19. Táið tú í langa tíð mást halda ein bý kringsettan til at vinna á honum og taka hann, mást tú ikki forkoma trøunum har rundanum við at høgga í tey við øks; tú kanst eta av teimum, men tú mást ikki høgga tey niður – trøini á markini eru tá ikki menniskju, so tú skuldi barst við tey eisini!
Fimta Mósebók 22:6-7
6. Táið tú á leið tíni kemur fram á fuglareiður í træi ella á jørðini við ungum ella eggum í, og mamman liggur á ungunum ella eggunum, mást tú ikki taka bæði mammuna og ungarnar;
7. mammuni skalt tú sleppa, men ungarnar kanst tú taka; tá skal gangast tær væl, og tú skalt liva leingi.
Fyrra Sámuelsbók 2:7
7. HARRIN er tann, ið ger fátækan og ger ríkan; Hann eyðmýkir, men Hann lyftir eisini upp.
Seinna Kongabók 2:19-22
19. Menninir í býnum søgdu nú við Elisa: “Býurin liggur væl fyri, sum harri mín sær; men vatnið er ringt, og tað voldir, at konurnar hitta reis.”
20. Tá segði hann: “Fáið mær nýggja skál, og latið salt í hana!” Teir so gjørdu.
21. So fór hann út, hagar sum vatnið sprakk upp, kastaði salt niðurí har og segði: “So sigur HARRIN: Eg havi gjørt hetta vatn gott; av tí skal ikki hereftir koma deyði ella føðing fyri tíðina.”
22. Vatnið varð nú gott, og tað hevur tað verið til henda dag – eftir orðinum, ið Elisa hevði talað.
Job 12:7-11
7. Men spyr tú dýrini – tey skulu læra teg – og fuglar himmalsins – teir skulu siga tær tað –
8. ella hygg at jørðini – hon skal læra teg – lat fiskar havsins siga tær tað!
9. Hvør dugir ikki at síggja av øllum hesum, at hond HARRANS hevur skapt tað,
10. Hann, sum hevur hvørja livandi sál í hondini og anda hvørs menniskjalikams!
11. Roynir oyrað ikki orð, eins og gómarnir smakka matin!
Job 31:24-25, 28
24. Havi eg sett lít mína til gullið og sagt við hitt reina gull: “Tú ert álit mítt”!
25. Var tað gleði mín, at ríkidømi mítt øktist, og at hond mín fekk sankað so nógv!
28. Nei, eisini tað hevði verið misgerð, ið kom undir dóm; tí tá hevði eg avnoktað Gud á hæddini!
Sálmarnir 24:1-6
1. Eftir Dávid. Sálmur. HARRANUM hoyrir jørðin til, og alt tað, ið henni er á, jarðarríki og tey, ið har búgva.
2. Tí Hann hevur grundað hana á høvini og grundfest hana á streymandi vatn.
3. Hvør skal fara niðan á fjall HARRANS, hvør skal standa á heilaga staði Hansara?
4. Tann, ið hevur ódálkaðar hendur og reint hjarta, sum ikki vendir sál síni til lygn og ikki ger falskan eið.
5. Hann skal njóta signing frá HARRANUM og rættvísi frá Gudi frelsu sínar.
6. Hetta er ætt teirra, sum spyrja eftir Honum, tey, ið søkja ásjón Tína, Gud Jákups! – Sela.
Sálmarnir 36:6-7
6. HARRI, náði Tín røkkur til himmals, trúfesti Tín til skýggini;
7. rættferð Tín er sum fjøll Guds, dómar Tínir eru sum hitt stóra djúp, menniskju og dýr frelsir Tú, HARRI!
Sálmarnir 49:16-20
16. Men sál mína skal Gud loysa av hond deyðaríkisins, tí Hann skal taka meg til Sín! – Sela.
17. Óttast ikki, táið maður verður ríkur, táið hús hansara kemur til mikla dýrd!
18. Tí einki hevur hann við sær, táið hann doyr, dýrd hansara fer ikki niður aftan á honum.
19. Um hann so signar sál sína, meðan hann livir, og tey prísa tær, tí tú gert tær til góða,
20. so skalt tú tó fara til ætt fedra tína, tey, sum í allar ævir ikki fáa ljósið at síggja.
Sálmarnir 50:9-12
9. Eg taki ikki tarvar úr húsi tínum ella bukkar úr byrgjum tínum;
10. tí Mær hoyra øll dýr í skóginum til, dýrini á hinum túsund fjøllum;
11. Eg kenni allar fuglar á fjøllunum, veit skil á øllum tí, sum á markini rørist.
12. Um Eg hungraði, segði Eg ikki tær tað; tí Mær hoyrir jarðarríki til, og alt, ið tað fyllir.
Sálmarnir 104
1. Lova HARRANUM, sál mín! HARRI Gud mín, Tú ert sára stórur! Í stórleika og dýrd ert Tú klæddur;
2. Tú sveipar Teg í ljós sum kappa; himmalin spennir Tú út sum tjald;
3. Tú smíðar í vøtnunum hásal Tín, gert skýggini til vagn Tín, fert fram á veingjum vindsins;
4. vindarnar gert Tú til sendiboð Tíni, logandi eld til tænarar Tínar;
5. Tú festi jørðina á grundvøllir hennara, hon vikast ikki í allar ævir.
6. Við djúpum vøtnum hevði Tú fjalt hana sum við klædningi, vøtnini stóðu yvir fjøllini.
7. Fyri hóttan Tíni flýddu tey, stygdust burtur av torurødd Tíni;
8. tey løgdu upp eftir fjøllunum og runnu oman í dalarnar til staðið, ið Tú hevði ætlað teimum;
9. Tú setti mark, sum tey ikki skulu fara um, tey skulu ikki uppaftur leggja yvir jørðina.
10. Keldur letur Tú springa upp í dølunum, millum fjøllini renna tær;
11. tær geva øllum dýrunum á markini at drekka, villeslini sløkkja tosta sín;
12. yvir teimum búgva fuglar himmalsins, millum greinarnar hoyrast teir láta.
13. Úr hásali Tínum vatnar Tú fjøllini; jørðin verður mettað av ávøkstinum, ið Tú skapir.
14. Gras letur Tú grógva til fæið og urtir menniskjunum til gagns; soleiðis leiðir Tú fram breyð av jørðini
15. og vín, sum gleðir hjarta menniskjans og fær andlit tess at skína meir enn olju, og breyð, sum styrkir hjarta menniskjans.
16. Trø HARRANS verða mett, sedristrøini á Libanon, tey, ið Hann hevur plantað,
17. har sum fuglarnir byggja sær reiður, storkurin, sum hevur bústað sín í sypristrøunum.
18. Hini høgu fjøll eru til steingeitirnar; klettarnir eru fjallagrevlingunum skjól.
19. Mánan gjørdi Tú at kanna tíðirnar eftir; sólin veit, nær hon skal fara niður.
20. Tú sendir myrkur, og nátt verður; tá rørast øll dýr í skóginum;
21. hinar ungu leyvur brøla eftir ráni, tær krevja føði sína frá Gudi.
22. Sólin kemur undan; tá sníkja tær seg burtur og leggjast í bøli síni;
23. tá fer menniskjað út til dagsverk sítt, til arbeiði sítt inntil kvøldið.
24. – Hvussu mong eru ikki verk Tíni, HARRI! – Tú gjørdi tey øll við vísdómi; jørðin er full av tí, ið Tú hevur skapt.
25. Har er nú havið, stórt og vítt; tað er fult av óteljandi nøgd av dýrum, bæði smáum og stórum;
26. har fara skipini, Livjatan, sum Tú skapti at spæla har.
27. Øll bíða tey eftir Tær, at Tú skalt geva teimum føðina, táið tíð er.
28. Tú gevur teimum, og tey sanka; Tú letur upp hondina, og tey verða mettað við góðum.
29. Tú fjalir andlitið; tá fellur ræðsla á tey; Tú tekur anda teirra; tá doyggja tey og fara aftur í dustið;
30. Tú sendir Anda Tín út, og tey verða skapt; ásjón jarðarinnar endurnýggjar Tú.
31. Heiður HARRANS skal vara til ævigar tíðir! HARRIN skal gleða Seg í verkum Sínum!
32. Eygnakast frá Honum – og jørðin nøtrar! Stoytur frá Honum – og fjøllini rúka!
33. Eg skal syngja fyri HARRANUM, so leingi sum eg livi; eg skal syngja Gudi mínum lov, so leingi sum eg eri til.
34. Hevði songur mín líkað Honum! – Eg havi gleði mína í HARRANUM.
35. Høvdu syndarar horvið av jørðini, og gudleys ikki verið til longur! – Lova HARRANUM, sál mín! Halleluja!
Sálmarnir 145
1. Lovsongur. Eftir Dávid. Eg skal seta Teg høgt, Gud mín, kongur mín! Í allar ævir og altíð lovi eg navni Tínum.
2. Dag eftir dag lovi eg Tær; í allar ævir og altíð prísi eg navni Tínum.
3. Stórur og hálovaður er HARRIN, stórleiki Hansara er órannsakandi.
4. Eitt ættarliðið fyri og annað eftir lovprísar verkum Tínum, kunnger veldigu verk Tíni.
5. Dýrd og heiður hátignar Tínar og undurverk Tíni grundi eg á.
6. Um sterku og øgiligu verk Tíni skulu tey tala, og um stórverk Tíni skal eg vitna;
7. tey minna um ríku miskunn Tína og syngja av gleði um rættvísi Tína.
8. Náðigur og miskunnsamur er HARRIN, langmóðigur og ríkur í miskunn.
9. HARRIN er øllum góður og ger miskunn móti øllum, ið Hann hevur skapt.
10. Øll verk Tíni takka Tær, HARRI, og hini heiløgu Tíni lova Tær.
11. Tey bera boð um heiður ríkis Tíns og tala um veldi Títt,
12. fyri at kunngera menniskjabørnunum veldigu verk Tíni og dýrd og heiður ríkis Tíns.
13. Ríki Títt stendur í allar ævir, og harradømi Títt varir mann eftir mann.
14. HARRIN styðjar øll tey, ið falla, Hann reisir upp øll niðurboygd.
15. Øll venda bíðandi eygunum móti Tær, Tú gevur teimum føðina í rættari tíð;
16. Tú letur upp hond Tína og mettar alt livandi við tí, sum tað ynskir sær.
17. Rættvísur er HARRIN á øllum leiðum Sínum, náðigur í øllum verkum Sínum.
18. Nær er HARRIN øllum, ið á Hann kalla, øllum, ið kalla á Hann av sonnum.
19. Hann ger teimum eftir ynski, sum óttast Hann, Hann hoyrir róp teirra og frelsir tey.
20. HARRIN varðar øll tey, sum elska Hann, men øllum gudleysum forkemur Hann.
21. Muður mín skal bera fram prís HARRANS, og alt hold skal lova heilaga navni Hansara í allar ævir og altíð.
Orðtøkini 11:4
4. Góðs hjálpir einki vreiðidagin, men rættvísi frelsir frá deyðanum.
Orðtøkini 11:28
28. Tann, ið lítur á ríkidømi sítt, fellur, men hini rættvísu grønkast sum leyvið.
Orðtøkini 12:10-11
10. Hin rættvísi hevur umsorgan fyri fæi sínum, men hjarta hins gudleysa er hart.
11. Tann, ið dýrkar jørð sína, verður mettaður av breyði, men tann, sum rennur eftir tí, ið tómt er, honum fattast vit.
Orðtøkini 23:5-6
5. Pøs teg ikki við at vinna tær ríkidømi – lat slíkan klókskap fara!
6. – Lat ikki eyguni flúgva til tað, sum hvørvur! Tí tað ger sær veingir, tað er vist; sum ørn flýgur tað móti himli.
Orðtøkini 28:20
20. Trúfastur maður verður ríkliga signaður, men tann, ið vil skunda sær at verða ríkur, verður ikki óstraffaður.
Orðtøkini 30:8-9
8. Lat svik og lygiorð vera langt frá mær! Gev mær hvørki armóð ella ríkdóm – lat meg eta tilmálda breyð mítt!
9. – so eg ikki, táið eg verði mettur, avnokti Teg og sigi: “Hvør er HARRIN!” og ikki, táið eg verði fátækur, stjali og voldi navni Guds míns mein!
Prædikarin 3:10-22
10. Eg sá strevið, ið Gud hevur givið menniskjabørnunum at pøsa seg við.
11. Alt hevur Hann gjørt vakurt á tíð síni, ja, ævina hevur Hann lagt í hjarta teirra, tó so, at menniskjað fatar hvørki hitt fyrsta ella hitt síðsta av tí, ið Gud hevur virkað.
12. Eg dugdi at síggja, at einki er teimum betri enn at gleða seg og hava tað gott, so leingi sum tey liva.
13. Tó, eisini tað at eta og drekka og njóta hitt góða mitt í øllum strevinum – eisini tað er hvørjum menniskja gáva frá Gudi.
14. Eg dugdi at síggja, at alt, ið Gud ger, verður í allar ævir; einki kann leggjast aftrat tí, og einki kann takast burtur av tí; og so hevur Gud gjørt tað, fyri at vit skulu óttast Hann.
15. Tað, ið er, var longu fyrr, og tað, ið verður, hevur eisini verið fyrr; Gud leitar upp tað, ið farið er.
16. Framvegis sá eg undir sólini, at á dómstólinum, har sat gudloysið, og har sum rættvísi skuldi rátt, har ráddi gudloysi.
17. Tá segði eg í hjarta mínum: “Bæði hin rættvísa og hin gudleysa skal Gud døma; tí hjá Honum er hvørji fyritøku og øllum, sum gjørt verður, ásett tíð.”
18. Eg segði í hjarta mínum: “Tað er fyri menniskjanna skuld, fyri at Gud kann royna tey, og fyri at tey kunnu síggja, at í sær sjálvum eru tey einki annað enn dýr;
19. tí menniskjabørnunum gongst, sum dýrunum gongst, ja, teimum gongst líka; sum dýrini doyggja, so doyggja tey, og ein og sama anda hava tey øll; menniskjað hevur einki fram um dýrini, tí alt er fáfongd.
20. Øll fara tey á sama stað; øll vórðu tey til av mold, og øll fara tey aftur í moldina.
21. Hvør veit, um andi menniskjans stígur uppeftir, og um andi dýranna fer niður undir jørðina!”
22. Eg dugdi tá at síggja, at einki er menniskjanum betri enn at gleðast í arbeiði sínum; tí tað er luturin, ið hann fær; tí hvør letur hann fáa at síggja tað, ið koma skal eftir hann!
Prædikarin 5:10-16
10. Tann, ið elskar pening, verður ikki mettur av peningi, og tann, ið elskar ríkdóm, fær aldri nóg mikið; eisini hetta er tómt.
11. Tess meiri góðs, tess fleiri at gera enda á tí! Og hvat gagn hevur tá ánarin av tí annað enn tað, at hann sleppur at síggja tað!
12. Søtur er svøvnur arbeiðsmansins, um hann nú etur lítið ella nógv; men yvirflóð hins ríka ger, at hann fær ikki sovið.
13. Syndarligan stand havi eg sæð undir sólini: Ríkdóm, ið ánarin hevur spart saman, sær sjálvum til vanlukku!
14. Missir hann so av óhappi henda ríkdóm, fær sonur hansara – um hann eigur ein – einki av honum.
15. Sum hann kom úr móðurlívi, so skal hann fara burtur aftur, líka nakin sum hann kom, og fyri strev sítt fær hann einki, sum hann kann hava við sær.
16. Eisini hetta er syndarligur standur: Júst so sum hann kom, fer hann burtur aftur; hvønn vinning hevur hann nú av, at hann pøsir seg so – fyri vind!
Jeremias 5:27-31
27. Sum búr er fult av fuglum, eru hús teirra full av sviki – tí eru tey vorðin stór og rík!
28. Tey eru vorðin feit, tey glinsa; tey eru so full av illum, at útav rennur. Teir døma í ongari søk – ikki í søk hins faðirleysa, so teir fremja hana; og hinum fátæku hjálpa teir ikki at fáa rætt.
29. Skuldi Eg ikki straffað slíkt! – sigur HARRIN – skuldi sál Mín ikki hevnt seg á tjóð sum hesa!
30. Ræðuligt og øgiligt er tað, sum í landinum verður gjørt:
31. Profetarnir profetera lygn, og prestarnir stýra eftir ráðum teirra – og fólk Mítt vil hava tað so! Men hvat ætla tit at gera, táið endin á hesum kemur?
Jeremias 9:10-15
10. Um fjøllini skal eg gráta og syngja sorgarsong og vena meg um haglendið í oyðimørkini; tí tað er svidnað, so eingin gongur har, og har hoyrist einki til nakað fæ; bæði fuglar himmalsins og dýr markarinnar eru rýmd og farin burtur.
11. Eg skal gera Jerúsalem til grótrúgvur, til sjakalabústað; og býir Juda skal Eg gera til oyðimørk, sum eingin býr í.
12. Hvør er so vísur, at hann skilir hetta, og hvønn hevur muður HARRANS talað við, so hann dugir at greiða frá tí: Hví er landið gingið til grundar? Hví er tað svidnað sum oyðimørk, so eingin kemur hagar?
13. Og HARRIN segði: Tí tey vendu sær frá lóg Míni, sum Eg legði fyri tey, lurtaðu ikki eftir Mær og gjørdu ikki eftir henni,
14. men gjørdu eftir sínum egna harða hjarta og fylgdu eftir Ba’alunum – soleiðis sum fedrar teirra høvdu lært tey.
15. Tí sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, so: Eg gevi hesum fólki malurt at eta og beiskt vatn at drekka;
Jeremias 9:23-24
23. So sigur HARRIN: Hin vísi rósi sær ikki av vísdómi sínum, hin sterki ikki av styrki síni, hin ríki ikki av ríkidømi sínum!
24. Nei, tann, ið vil rósa sær, hann rósi sær av, at hann er vitigur og kennir Meg, at Eg eri HARRIN, sum ger náði, rætt og rættvísi á jørðini! Tí tað toknast Mær – sigur HARRIN.
Ezekiel 28:2-10
2. Menniskjasonur! Sig við furstan í Týrus: So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri
3. at hjarta títt hugmóðar sær, og tú sigur: “Eg eri Gud; eg siti á gudasæti mitt úti í havinum!” – tú, sum tó ert
4. menniskja og eingin Gud, hvussu mikið tú so í hjartanum heldur teg vera Gudjú, tú ert vísari enn Dániel, eingin loyndardómur er tær duldur;
5. við vísdómi og viti tínum hevur tú vunnið tær ríkidømi og savnað gull og silvur í skattkømur tíni;
við mikla dugnaskapi tínum í handli hevur tú økt um ríkidømi títt, og hjarta títt hevur hugmóðað sær av ríkidømi tínum!
6. tí sigur Harrin HARRIN so: Aftur fyri at tú í hjartanum heldur teg vera Gud,
7. ja, so lati Eg fremmandar koma yvir teg, hinar grummastu millum tjóðirnar, og tær skulu draga svørðini móti fagra vísdómi tínum og vanhalga prýði títt.
8. Í grøvina skulu teir stoyta tær niður, og tú skalt doyggja, sum tann, ið dripin verður, mitt úti í havinum.
9. Manst tú tá fara at siga við banamann tín: “Eg eri Gud!” – tú, sum tó ert menniskja og eingin Gud í hondum hansara, sum drepur teg!
10. Sum óumskornir doyggja, skalt tú doyggja fyri hond útlendinga – tí Eg havi talað, sigur Harrin HARRIN.
Habakkuk 2:17
17. Tí yvir teg skal koma heimsøking sum hon, ið kom yvir Libanon, og oyðing sum hon, ið styggir burt dýrini har – aftur fyri blóðskyld tína móti menniskjum og yvirgangsverk tíni móti jørðini, móti býnum og øllum, sum í honum búgva.
Nýggja testamentið
Matteus 6:19-21
19. Savnið tykkum ikki skattir á jørðini, har mølur og rustur eta, og tjóvar bróta inn og stjala!
20. Nei; savnið tykkum skattir í Himli, har hvørki mølur ella rustur etur, og tjóvar ikki bróta inn og stjala!
21. Tí har sum skattur tín er, verður hjarta títt við.
Matteus 6:24
24. Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.
Matteus 10:29
29. Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein smápening! Og hvørgin teirra fellur til jarðar, uttan Faðir tykkara vil.
Matteus 19:16-23
16. Tá kom ein til Hansara og segði: “Meistari! Hvat gott skal eg gera fyri at fáa ævigt lív?”
17. Hann segði við hann: “Hví spyrt tú Meg um hitt góða? Bert ein er, sum er góður. Men vilt tú ganga inn til lívið, so halt boðini!”
18. Hann spurdi: “Hvørji?” Jesus svaraði: “”Tú mást ikki drepa; tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki stjala; tú mást ikki bera rangan vitnisburð”;
19. “ær faðir tín og móður tína!” og: “Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.””
20. Hin ungi maðurin segði við Hann: “Alt hetta havi eg hildið; hvat fattast mær enn?”
21. Jesus svaraði honum: “Vilt tú vera fullkomin, so far og sel tað, ið tú eigur, og gev fátækum tað! Tá skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!”
22. Men táið hin ungi maðurin hoyrdi hetta, fór hann tungur avstað; tí hann var ógvuliga ríkur.
23. Tá segði Jesus við lærisveinar Sínar: “Sanniliga, sigi Eg tykkum: Torført er ríkum at koma inn í ríki Himmiríkis.
24. Ja, Eg sigi tykkum: Lættari er kameli at fara gjøgnum nálareyga, enn ríkum at fara inn í ríki Guds!”
Markus 4:18-19
18. Uppaftur onnur eru tey, sum sáað verða millum tornir; tað eru tey, sum hava hoyrt orðið
19. og tímilig stúran, svikaliga lokkan ríkdómsins og tráan eftir øðrum kemur inn og køvir orðið, so tað verður ávakstarleyst.
Markus 10:21-27
21. Tá hugdi Jesus uppá hann, fekk kærleika til hansara og segði við hann: “Eitt fattast tær: Far avstað, sel alt, ið tú eigur, og gev hinum fátæku tað! So skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!
22. Men hann varð illa við av hesi talu og fór sorgarfullur burtur; tí hann var ógvuliga ríkur.
23. Tá hugdi Jesus rundan um Seg og segði við lærisveinar Sínar: “Hvussu torført er ikki teimum, ið hava ríkdóm, at koma inn í ríki Guds!”
24. Ræðsla kom á lærisveinarnar av orðum Hansara. Tá tók Jesus aftur til orða og segði við teir: “Børn! Hvussu torført er ikki teimum, ið seta álit sítt á ríkdóm, at koma inn í ríki Guds!
25. Lættari er kameli at fara gjøgnum nálareyga, enn ríkum at fara inn í ríki Guds.”
26. Tá kom ovurhonds ræðsla á teir, og teir søgdu hvør við annan: “Hvør kann tá verða frelstur!”
27. Jesus hugdi uppá teir og segði: “Menniskjum er tað ómøguligt, men ikki Gudi; tí alt er Gudi møguligt.
Lukas 3:11
11. Hann svaraði teimum: “Tann, ið hevur tveir kyrtlar, skal geva honum, ið ongan hevur, annan, og tann, ið hevur mat, skal gera á sama hátt.”
Lukas 6:30
30. Gev einum og hvørjum, sum biður teg, og um ein tekur tað, ið títt er, so krev tað ikki aftur!
Lukas 8:14
14. Tað, sum fall millum tornir, eru tey, ið hava hoyrt og so fara avstað og verða køvd av stúran og ríkidømi og lystum lívsins og bera ikki búnan ávøkst.
Lukas 9:25
25. Tí hvat batar tað menniskjanum, um tað hevur vunnið allan heimin, men mist seg sjálvt ella latið seg sjálvt afturfyri!
Lukas 12:6
6. Verða ikki fimm spurvar seldir fyri tveir smápeningar! Og ikki ein teirra er gloymdur hjá Gudi.
Lukas 12:15-21
15. So segði Hann við tey: “Síggið til og varðið tykkum fyri allari havisjúku! Tí lívið hjá ongum stendur í tí, sum hann eigur, um hann so hevur almikið góðs.”
16. Og Hann setti teimum fram líknilsi: “Ríkur maður var, sum hevði fingið nógva grøði av jørð síni.
17. Hann hugsaði nú við sær sjálvum og segði: “Hvat skal eg gera? Eg havi jú ikki rúm at goyma grøði mína í.”
18. So segði hann: “Hetta skal eg gera: Eg skal ríva niður løður mínar og byggja tær størri, og so skal eg savna alla grøði mína og alt góðs mítt inn í tær.
19. Tá skal eg siga við sál mína: Sál! Tú hevur nógv gott liggjandi niður fyri til mong ár; unn tær nú frið, et, drekk og ver glað!”
20. Men Gud segði við hann: “Dári tín! Hesa nátt verður tú kravdur eftir sál tíni; hvør skal tá eiga tað, ið tú hevur savnað!”
21. Soleiðis gongst honum, ið savnar sær skattir og er ikki ríkur í Gudi.”
Lukas 12:22-34
22. Og Hann segði við lærisveinar Sínar: “Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívinum, hvat tit skulu eta, ei heldur fyri likaminum, hvat tit skulu fara í!
23. Lívið er meir enn maturin, og likamið er meir enn klæðini.
24. Aktið eftir ravnunum! Teir hvørki sáa ella heysta, teir hava ongan hjall og onga løðu, og Gud føðir teir; hvussu mangan meiri eru ikki tit verdir enn fuglarnir!
25. Og hvør tykkara kann við at stúra leggja alin aftrat aldri sínum!
26. Eru tit nú ikki førir fyri at gera so frægt sum hitt minsta, hví stúra tit tá fyri hinum!
27. Aktið eftir liljunum, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki, og Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra.
28. Klæðir Gud nú so grasið á markini, sum stendur í dag og í morgin verður kastað í ovnin, hvussu mikið meiri tá ikki tykkum, tit trúarveiku!
29. Spyrjið tí ikki um, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, og latið ikki huga tykkara reika higar og hagar!
30. Øllum slíkum søkja jú heidningarnir í heiminum eftir; men Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar hetta.
31. Nei, søkið ríki Hansara! So skal hetta verða givið tykkum umframt!
32. Óttast ikki, lítla fylgi! Tí Faðir tykkara líkaði at geva tykkum ríkið.
33. Seljið tað, sum tit eiga, og gevið olmussu! Gerið tykkum pungar, ið ikki slítast, skatt í Himli, sum ikki verður uppi, har eingin tjóvur sleppur at, og eingin mølur etur!
34. Tí har sum skattur tykkara er, verður hjarta tykkara við
Lukas 12:47-48
47. Men tann tænari, ið hevur vitað vilja Harra síns, og hevur ikki gjørt í stand ella sett í verk tað, sum Hann vildi, hann skal fáa nógv sløg.
48. Men tann, ið ikki hevur vitað hann, og hevur gjørt tað, ið er sløg vert, skal fáa færri. Hvør tann, ið nógv er givið, av honum skal nógv verða kravt, og tann, sum nógv er litið upp í hendur, verður kravdur eftir tess meiri.
Lukas 14:12-14
12. Hann segði eisini við tann, ið hevði boðið Honum inn: “Táið tú gert døgurða- ella nátturðaveitslu, bjóða tá ikki vinum tínum ella brøðrum tínum, ei heldur skyldmonnum tínum ella ríkum grannum! Tí teir bjóða tær aftur, so at tú fært viðurlag.
13. Nei, táið tú gert veitslu, bjóða tá fátækum, kryplum, lamnum og blindum!
14. Tá ert tú sælur; tí tey hava einki at løna tær aftur við, men tað skal verða tær afturlønt, táið hini rættvísu rísa upp.”
Lukas 14:33
33. Soleiðis kann eingin av tykkum, sum ikki sigur frá sær alt, ið hann eigur, vera lærisveinur Mín
Lukas 16:9-12
9. Og Eg sigi tykkum: Gerið tykkum vinir við hinum órættvísa mammon, so
teir, táið liðugt er við honum, kunnu taka móti tykkum í hinum ævigu bústøðum!
10. Tann, sum er trúgvur í hinum minsta, er eisini trúgvur í nógvum, og tann, sum er órættvísur í hinum minsta, er eisini órættvísur í nógvum.
11. Hava tit nú ikki verið trúgvir í hinum órættvísa mammon, hvør fer tá at líta tykkum hin sanna upp í hendur!
12. Og hava tit ikki verið trúgvir í tí, sum onnur eiga, hvør fer tá at geva tykkum sjálvum nakað at eiga!
Lukas 16:13
13. Eingin tænari kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.”
Lukas 16:19-31
19. Ríkur maður var, sum klæddi seg í purpur og dýrt lín og livdi hvønn dag í gleði og góðgæti.
20. Men fátækur maður, ið æt Lazarus, var lagdur fyri portur hansara, fullur í sárum.
21. Hann tráaði eftir at mettast av tí, sum fall av borði hins ríka; men eisini komu hundarnir og sleiktu sár hansara.
22. Nú doyði hin fátæki; og hann varð av einglum borin í fang Ábrahams. Eisini hin ríki doyði og varð jarðaður.
23. Táið hann læt upp eyguni í deyðaríkinum – har hann var í pínu – sá hann Ábraham langt burtur og Lazarus í fangi hansara.
24. Tá rópti hann: “Ábraham faðir! Miskunna mær og send Lazarus, so hann kann drepa hitt ytsta av fingri sínum í vatn og leska tungu mína! Tí eg pínist svárliga í hesum loga.”
25. Men Ábraham svaraði: “Sonur, minst, at tú fekst góða títt, meðan tú livdi, og Lazarus á sama hátt hitt ringa! Men nú verður hann uggaður her, og tú pínist.
26. Og umframt alt hetta er millum okkum og tykkum stórt djúp fest, so tey, sum vilja fara hiðani yvir til tykkara, skulu ikki kunna, og ei heldur nakar haðani skal kunna koma yvir til okkara.”
27. Tá segði hann: “So biði eg teg, faðir, at tú sendir hann í hús faðirs;
28. tí eg havi fimm brøður – fyri at hann kann vitna fyri teimum, so ikki teir við skulu koma í hetta pínustað.”
29. Men Ábraham segði við hann: “Teir hava Móses og profetarnar – lurti teir eftir teimum!”
30. Hann svaraði: “Nei, Ábraham faðir! Men hevði onkur frá hinum deyðu komið til teirra, so høvdu teir vent við!”
31. Men hann segði við hann: “Hoyra teir ikki Móses og profetarnar, lata teir seg heldur ikki yvirtala, um onkur rísur upp frá hinum deyðu.””
Ápostlasøgan 2:44-45
44. Øll hini trúgvandi hildu seg saman og høvdu alt í felagi;
45. ognir sínar og góðs sítt seldu tey og býttu tað millum øll, eftir sum hvør trongdi.
Ápostlasøgan 4:32
32. Allur flokkur teirra, ið komin vóru til trúgv, hevði eitt hjarta og eina sál; ikki ein segði um nakað av tí, sum hann átti, at tað var hansara egna; nei, tey høvdu alt í felagsskapi.
Ápostlasøgan 4:34-35
34. Tí ikki var eitt teirra, sum leið neyð; øll, ið áttu jørð og hús, seldu tað og komu við virði tess, sum tey høvdu selt,
35. og løgdu tað fyri føtur ápostlanna. Tað varð so býtt út til ein og hvønn, eftir sum honum tørvaði.
Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint 4:8-21
8. Tit eru longu vorðnir mettir, tit eru longu vorðnir ríkir, tit eru vorðnir kongar uttan okkum! Ja, høvdu tit verið vorðnir kongar! So kundu eisini vit verðið kongar saman við tykkum.
9. Tí mær tykir, at Gud hevur sett okkum ápostlarnar fram sum teir, ið minst hava at týða, sum deyðadømdar; sjónleikur eru vit vorðnir heiminum, bæði einglum og menniskjum.
10. vit eru dárar fyri Kristusar skuld, men tit eru klókir í Kristusi; vit eru veikir, men tit sterkir; tit eru heiðraðir, men vit vanærdir.
11. Líka til hesa stund líða vit bæði hungur og tosta, eru naknir og fáa nevasløg og hava einki verðandi stað;
12. vit strevast og arbeiða við okkara egnu hondum. Vit verða skeldaðir út – og vit signa; vit verða atsøktir – og vit tola tað;
13. vit verða spottaðir – og vit tala góð orð; sum gólvsóp eru vit vorðnir heiminum – øllum eitt útskot líka til nú.
14. Eg skrivi ikki hetta fyri at gera tykkum til skammar; nei, eg áminni tykkum sum elskaðu børn míni.
15. Tí um tit so hava tíggju túsund lærimeistarar í Kristusi, so hava tit tó ikki nógvar fedrar; tí í Kristi Jesusi eru tit við evangeliinum børn míni.
16. Eg áminni tykkum tí: Verið eftirfylgjarar mínir!
17. Tí havi eg sent Timoteus til tykkara, hann, ið er elskaða og trúfasta barn mítt í Harranum; hann skal minna tykkum um vegir mínar í Kristusi, soleiðis sum eg læri allastaðni, í hvørji samkomu.
18. Nú eru nakrir vorðnir uppblástir – í teirri hugsan, at eg man ikki fara at koma til tykkara.
19. Men eg komi skjótt til tykkara – um Harrin vil – og tá skal eg fáa at kenna, ikki orð, men kraft teirra, sum uppblástir eru.
20. Ríki Guds er jú ikki orð, men kraft.
21. Hvat vilja tit? Skal eg koma til tykkara við koyrli ella í kærleika og við spakførisanda?
Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint 2:17
17. Tí vit eru ikki slíkir – sum so mangir – at vit rangsnúgva orð Guds til egnan vinning; nei, sum av reinleika, ja, sum av Gudi, tala vit fyri ásjón Guds í Kristusi.
Bræv Paulusar til samkomuna í Filippi 4:11-12
11. – Hetta sigi eg ikki av trongd; tí eg havi lært at lata vera mær nóg mikið – tað, sum eg havi.
12. Eg dugi at vera í smáum korum, og eg dugi eisini at hava yvirflóð; við hvønn stand og øll viðurskifti eri eg kunnigur, bæði at vera mettur og at vera svangur, bæði at hava yvirflóð og at líða trongd.
13. Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Tessalonika 2:5
5. Tí aldri nakrantíð komu vit við smikrandi orðum – sum tit vita – ei heldur við skálkaskjóli fyri havisjúku – Gud er vitni!
Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:6-11
6. Ja, saman við nøgdsemi er gudsóttin stórur vinningur!
7. Vit hava jú einki havt við okkum inn í heimin; tað er opinbert, at vit heldur einki kunnu hava við okkum út haðani.
8. Nei, táið vit hava føði og klæði, skulu vit halda vera nóg mikið.
9. Tey, sum rík vilja verða, falla í freisting og snerru og mangar tápuligar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjuni niður í oyðing og undirgang.
10. Tí peningakærleiki er rót til alt ilt; av hesi girnd eru nøkur vilst frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálv við mongum kvølum.
11. Men tú, maður Guds, flýggja frá hesum! Stevn eftir rættvísi, gudsótta, trúgv, kærleika, toli, spakføri!
Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:17-19
17. Teimum, sum rík eru í tíðini, sum nú er, skalt tú áleggja, at tey mugu ikki vera hugmóðig, ei heldur seta vón sína á hitt ótrygga ríkidømi, men á Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta.
18. Álegg teimum at gera gott, vera rík í góðum verkum, gávumild, góðgerin,
19. og soleiðis savna sær niðurfyri góðan grundvøll fyri tíðina, ið kemur, so tey kunnu grípa hitt sanna lív!
Brævið til Hebrearar 13:5
5. Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: “Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær”
Bræv Jákups 1:9-11
9. Bróðirin, ið lítið hevur at týða, rósi sær av, hvussu høgur hann er,
10. og hin ríki av, hvussu lítið hann hevur at týða! Tí hann skal verða til einkis sum blóma á grasi.
11. Sólin kemur upp við hita sínum og svíður grasið av, og blóma tess fellur av, og fagurleiki útsjóndar hennara verður til einkis. – Soleiðis skal eisini hin ríki følna á leiðum sínum.
Bræv Jákups 5:1-6
1. Nú, tit ríku! Grátið og gremjið tykkum um vanlukkurnar, ið yvir tykkum koma!
2. Ríkdómur tykkara er rotnaður, og klæði tykkara eru møletin;
3. gull og silvur tykkara rustar burtur, og rustur teirra skal vera til vitnisburð móti tykkum og eta hold tykkara sum eldur – tit hava savnað skattir á síðstu døgum!
4. Løn arbeiðsmannanna, ið hava skorið akrar tykkara, hon, ið tit eru lagstir á – hon rópar, og róp skurðarmannanna eru komin inn fyri oyru Harrans Zebaots.
5. Tit hava livað í sællívi á jørðini og eftir lystum tykkara; tit hava unt hjarta tykkara góðgæti eins og sláturdag.
6. Tit hava dómfelt og dripið hin rættvísa; hann stendur tykkum ikki ímóti.
Fyrsta bræv Jóhannesar 3:16-18
16. Av tí kenna vit kærleikan, at Hann gav lív Sítt fyri okkum; eisini vit skylda at lata lívið fyri brøðurnar.
17. Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!
18. Børn míni! Latið okkum ikki elska við orði ella við tungu, men í verki og sannleika!
Opinbering Jóhannesar 3:17-19
17. Tú sigur jú: “Eg eri rík og havi yvirflóð, mær fattast einki!” – og veitst ikki, at tú ert hin arma, ússaliga, fátæka, blinda og nakna!
18. Eg ráði tær tí, at tú frá Mær keypir gull, gløtt í eldi, so tú kanst verða rík, og hvít klæði, so tú kanst lata teg í tey, og skomm nakinleika tíns skal ikki verða opinber, og eygnasalvu at salva eygu tíni við, so tú kanst síggja.
19. Øll, ið Eg elski, revsi og tykti Eg; tak tí álvara í teg og vend við
…………………………………