Triðja av fýra greinum um, hvussu tóm hotelkømur verða fylt, eftir Elina Brimheim Heinesen, fyrrverandi stjóra í SamViti:
Eins og fiskur ikki svimur upp á land av sær sjálvum, koma ferðafólk heldur ikki til Føroya av sær sjálvum. Onkur má út at gera nøkur hál á røttu miðunum. Tað krevur orku, sum ferðavinnan einsamøll ikki tykist at hava í løtuni. Elin Brimheim Heinesen hugleiðir í hesi greinini um, hví fleiri – bæði almennar og privatar – íløgur mugu til, og hvussu nógv.
Ferðavinnan kann sjálvandi royna at fáa Føroyum so nógva ‘ókeypis’ umrøðu sum gjørligt (hóast einki er heilt ókeypis) tí, sum tey flestu vita, kosta lýsingar og lýsingarherferðir astronomiskar upphæddir úti í stóru verð. Men sjálvt um Føroyar hava fingið so nógva umrøðu seinastu árini sum ongantíð fyrr, m.a. tí nógvir marknaðarføringspengar eru brúktir uppá at fáa journalistar og ferðafyriskiparar til Føroya – so munar eisini tað ov lítið. Tað skal meira til. Og tíanverri tykist ferðavinnan at vera ov lítil í Føroyum, sum er, til at kunna lyfta uppgávuna einsamøll.
Undirritaða – og nógv onnur við mær, serliga útlendingar – eru sannførd um, at her liggur gull og flýtur. Tað ræður bara um at brúka orku uppá at finna røttu miðini og fara út og gera hálini. Men føroyingar tykjast at mangla orkuna – umframt trúnna og viljan – til at gera íløgurnar í at fara út og fiska gullið upp. Tað er nóg mikið til av fiski, men “tað nyttar ikki at fiska uttan línu”, sum Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum, tók til herfyri. Seyðurin er har, men “onkur má fara út og reka seyðin í rættina”, sum Uffe Bærentsen, fyrrverandi stjóri á Hotel Føroyum, eisini hevur gjørt vart við.
Gyltasta høvi í langa tíð at selja Føroyar
Føroyingar hava fingið eitt ómetaliga gylt høvi, sum gleppur teimum av hondum, um høvið ikki verður gagnnýtt til fulnar nú. Fólk tykjast ikki at hava gjørt sær heilt greitt enn, hvussu nógv verd tann appelsinin er, sum føroyingar fingu blakað í turbanina fyri ikki so langari tíð síðani. Men henda appelsinin er bara nakað verd, um føroyingar duga at gagnnýta hana. Nemliga tann støða, Føroyar fingu frá National Geographic Traveler sum besta og mest óspilta oyggjaland í verðini. Hetta letur ein veldugan – og í løtuni vaksandi – marknað upp fyri føroyingar, nemliga tað skjótt vaksandi talið av náttúru- og mentanaráhugaðum ferðafólkum í heiminum, har ein boðskapur um tað besta, mest upprunaliga og óspilta oyggjasamfelagið fellir eitt turt stað.
Áðrenn Føroyar fingu hetta virðismikla spjaldrið á seg, hevur eingin – heldur ikki í vinnuni – enn megnað at finna júst tað sokallaða “Unique Selling Point”, sum sigur spaðar tvey. Nú hevur føroysk ferðavinna verið so heppin at fáa sítt Unique Selling Point forerandi! So tað ræður um at gera nakað munagott burturúr at brúka tað. Hetta er sterkasta søluargumentið, føroyingar hava havt nakrantíð, tí tað er eitt spjaldur, sum heimsins fremstu og mest virdu ferðaserfrøðingar hava sett á Føroyar – og ikki bara nakað føroyingar sjálvir halda uppá. Og tað hóskar sum fótur í hosu til alheimsrákið beint nú. Tað gevur veldugar møguleikar.
Men tað krevur, at ferðavinnan livir upp til ímyndina og syrgir fyri, at boðskapurin verður spjaddur kring heimin – ikki bara einaferð, men aftur og aftur – annars dettur gylta høvið niðurfyri. Tað kostar. Tað er rætt. Men tað loysir seg at blaka pengar eftir tí, tí møguleiki er fyri at fáa pengarnar fleirfaldaðar aftur, verður tað gjørt rætt. Tað er henda boðskapin, ferðavinnan má gera greiðan fyri almenninginum.
Fjarskotnari lond hepnast, so Føroyar kunnu eisini
Men enn tykist at vera ein útbreiddur ótti fyri, at tað ikki loysir seg fyri føroyska samfelagið at gera størri (almennar) íløgur í ferðavinnu. Helst hevur eingin enn megnað at sannført fólk um, at tað lønar seg. Tá fólk hava fatan av, at tað gongur aftur eftir hæli, og sjálvt ferðavinnufólk tykjast at ivast í, um Føroyar hava nóg stóra atdráttarmegi, hvør torir so at gera íløgur í ferðavinnu? Um ferðavinnan sjálv ikki tykist sannførd um virði av Føroyum sum ferðaland, hvussu kann hon so sannføra Føroya fólk um, at tað kann loysa seg at blaka pengar eftir ferðavinnu? Og hvussu kunnu føroyingar sannføra onnur úti í heimi um at keypa eina ferð til Føroya, tá tey sjálvi ivast í, um ein slík ferð er tað verd?
Føroyingar tosa t.d. ofta um, at hetta veðrið er einki at bjóða ferðafólki, men eg eri persónliga sannførd um, at tað hvørki er veðrinum ella landinum, tað er galið við. Tað hava National Geographic Traveler kanningin og óteljandi jaligar ferðafrásagnir frá útlendingum sannført meg um. Ferðafólk eru tvørturímóti ofta jaliga bilsin um, at veðrið er betri og náttúran meira stórsligin, enn tey høvdu væntað. Tað eru eisini fleiri dømi um, at lond hava hepnast við ferðavinnu, sum liggja longur burtur av leið enn Føroyar, við kanska færri attraktiónum, enn Føroyar hava – eisini lond við kanska líka so ella meira avbjóðandi veðurlag. Tað ræður ‘bara’ um at skapa hóskandi karmar um upplivingarnar og gera tær lættari tilgeingiligar.
Tær undranarverdu og heilt serstøku náttúruupplivingar, Føroyar kunnu bjóða, bera langt, men jaliga upplivingin hjá ferðafólkunum er eisini í stóran mun tengd at, hvørjum karmum upplivingarnar upplivast í – tvs. bæði hvussu góðar tænasturnar eru, og hvussu væl ferðaupplivingin sum heild hongur saman frá byrjan til enda.
Ikki tilvildarligt, hvar fólk ferðast
Royndir aðrastaðni vísa, at rættiliga góð úrslit kunnu náast, um tað almenna og tað privata ganga saman um at finna eitt hóskandi fokus fyri menningina av ferðavinnu – tvs. gera neyðugar kanningar av marknaðinum og út frá teimum gera heildarætlanir fyri menning og marknaðarføring av ferðavinnutilboðum, har alt hongur logistiskt saman. Tað ræður fyrst og fremst um, at fáa logistikkin til at virka betri – tvs. at gera tað lættari fyri kundarnar allan vegin, frá tí at kundin sær vøruútboðið, ger av at keypa eina ferð og til hann/hon er á staðnum og upplivir landið.
Tað er ein sannroynd, at talið av ferðafólkum veksur vanliga proportionalt við innsatsinum – tvs. alt eftir hvussu nógv tilboð og tænastur eru í útboði, og hvussu væl tey verða marknaðarførd. Tað snýr seg um at duga at fanga eitt rák og gagnnýta tað – tvs. heilt einfalt at hava eina hóskandi mongd av ítøkiligum tilboðum, sum møta eftirspurninginum, at bjóða út til hóskandi málbólkar á hóskandi miðum. Føroyingar fara heldur ikki sjálvir út at ferðast uppá má og fá til tilvildarlig lond. Fólk fáa hugskotið onkustaðni frá, og leita eftir ítøkiligum tilboðum at keypa, sum hóska til teirra persónliga tørv, tá tey fara aðrastaðni. Tað skal fella teimum lætt. Annars tíma fólk ikki.
Føroyar frammanfyri nógv onnur lond
Ferðavinnan í Føroyum ynskir sær sjálvandi støðugan vøkstur og óttast í løtuni fyri sínum livibreyði, tí hon hevur upplivað eina minni afturgongd. Hesin ótti skal sjálvandi takast í álvara, og okkurt má gerast her og nú fyri at venda gongdini. Men samstundis er neyðugt ikki at fella í fátt, at peika eftir syndabukkum ella gera panikkloysnir. Politikkarar hava higartil havt lyndi til at kvetta á stokkinum, um alt ikki gongur eftir vild, men tað er eingin loysn. Alt arbeiðið, sum hevur verið gjørt higartil í ferðavinnuni, hevur hóast alt ikki verið av leið, og tað, ið hevur verið gjørt væl, hevur uppiborið at vera viðurkent og má ikki blakast burtur. Tað má bera til at byggja víðari á tær góðu royndirnar.
Fyrst og fremst er neyðugt at fáa grundarleggjandi fakta uppá pláss fyri at kunna gera røttu metingarnar. Er ferðafólkatalið í Føroyum t.d. lítið ella stórt í mun til aðrastaðni? Hvat kunnu føroyingar realistiskt vænta sær við teimum tøku ressursunum?
Vanligar atfinningar
Tað er í hesum sambandi vert at minnast til, at samlaða íløgan, sum higartil er gjørd í ferðavinnu, sambært kvalifiseraðum metingum, hóast alt hevur megnað at hála um 40-50.000 útlendsk ferðafólk til landið um árið (og um 80-90.000, tá um 30-40.000 cruisepassagerar eru uppíroknaðir!) tey nógvu seinastu árini.
Í mun til stóru grannalondini liggja Føroyar sostatt í roynd og veru frammanfyri, tá ein hugsar prosentvísa talið av ferðafólkum í mun til fólkatalið. Tað eru fá lond í verðini, sum kunnu reypa sær av at hava eitt árligt ferðafólkatal, sum er hægri enn talið av íbúgvum í landinum, hóast einstøk landaøki kunnu vísa á lutvíst óvanliga nógv ferðafólk í mun til fólkatalið í økinum – t.d. Bornholm í Danmark, ella Mallorca í Spania. At koma hartil er tó ikki hent eftir einum degi, men er úrslit av einum miðvísum, professionellum marknaðarførings- og menningararbeiði, sum er farið fram í nógv ár.
Ofta verður t.d. tosað um, at tað er ov galið, at føroyingar ikki megna at fáa fleiri ferðafólk til landið uttanfyri hásesongina, men til tess er at siga, at hagtølini í øðrum samanberiligum londum vísa akkurát tað sama har – har er lítil munur. Lutvísa prosenttalið av ferðafólkum býtist yvir árið júst sum í Føroyum við hægstu kurvunum í juni-juli-august. Tað er jú í summartíðarskeiðnum, at flest fólk ferðast. Men sjálvandi ber til at royna í størri mun at fáa handilsferðandi og ráðstevnugestir til Føroya, sum oftast ferðast vetrarhálvárið.
Eisini havast fólk at, hví so nógv eldri fólk ferðast til Føroya. Hví koma ikki fleiri yngri, verður spurt. Til tess er at siga, at her fylgja Føroyar eisini sama mynstri sum í flest øðrum londum. Í altjóða høpi eru tað heilt einfalt tey, sum eru yvir 45, sum ferðast nógv mest, tí tey hava flest pengar og eru minst bundin. So har eru Føroyar eisini lítið øðrvísi enn flest onnur lond. Tað er ein fyrimunur at fáa júst hesi fólkini á vitjan, tí tey fara væl um og leggja lutvíst væl fleiri pengar eftir seg, enn yngri málbólkar.
Og hvat fæst so burturúr? spyrja fólk. Tað er torført at siga neyvt, men hvørt ferðafólkið – tvs. vanligt ferðafólk, sum gistir millum tveir dagar og nakrar vikur – leggur i meðal um 8-10.000 kr. eftir seg (cruisepassagerar tó væl minni – kanska um 1.000 kr. hvør.) Hetta eru mett meðaltøl, grundað á altjóða kanningar. Sum er, leggja tey umleið 40-50.000 ferðafólk, sum ferðast í Føroyum, sostatt sannlíkt á leið 400 mió. kr. eftir seg um árið. Hetta merkir, at gjørdu íløgurnar koma fleirfaldað aftur til samfelagið. Tað er hóast alt ikki heilt einki, hóast ferðavinnan kundi ynskt sær at fáa meira burturúr hvørjum ferðafólki ella fleiri ferðafólk, tí Føroyar hava kapasitet til fleiri.
Hvussu nógv skal til?
Eg eri vís í, at ferðavinnan megnar at fáa væl meira burturúr, um tað verður gjørt eitt meira samskipað og miðvíst arbeiði – bæði í mun til marknaðarføringina, og í mun til útboðið av tilboðum og møguleikum at ferðast til landið. Men eisini fyri at fáa dagatalið og forbrúkið hjá hvørjum einstøkum ferðafólki, sum kemur til landið, upp. Tilboð og tænastur kosta sjálvandi, men krevja fyrst og fremst gott hugflog, vilja og eitt sindur lagaligari fortreytir fyri at mennast, men tað slepst ikki undan, at serliga marknaðarføring og kanningar, sum skulu vísa úrslit, kosta – meiri enn tær upphæddir fyrrverandi SamVit, Atlantic Airways, Smyril Line og onnur áður hava havt at brúka av higartil.
Almenna ferðaráðið, sum marknaðarførir Føroyar og ger neyðugar ferðafólkakanningar, hevur áhaldandi víst á, at fleiri ressursur mugu til fyri at fáa meira gongd á ferðavinnuna. Summi hava fatað hetta sum kravmikið, men í mun til hvat skal tað metast? Vert er at minnast til, at tað ikki bara er ferðavinna, men eisini allar aðrar vinnur í Føroyum, ið fáa gagn av, at Føroyar gerast sjónligari. Møguleikin at fáa íløguna fleirfaldaða aftur, er eisini ógvuliga sannlíkur.
Tey seinastu árini hevur SamVit fingið um 14-15 mió. kr. av fíggjarlógini um árið – í ár fekk SamVit tó bert 13 mió. (áðrenn stovnurin varð lagdur saman við Uttanríkisráðnum). Av teim 13-15 mió. kr. kundu kanska bara ein triðingur brúkast beinleiðis til marknaðarføring av Føroyum uttanlands, tí SamVit hevði sum kunnugt eisini nógvar aðrar skyldur at røkja. SamVit hevði sostatt minni upphæddir til at ‘selja’ eitt heilt land fyri í øllum heiminum, enn ein minni fyritøka t.d. í donskum høpi, hevur til at selja sínar vørur í Danmark.
Bara sum eitt dømi kann nevnast, at ein einstøk heilsíðulýsing í einum vanligum donskum vikublað kostar 40-50.000 kr., so tað kann skjótt roknast út, at tað vóru ikki ráð til at gera lýsingarherferðir í nógvum londum kring heimin við teimum upphæddum, SamVit hevði at ráða yvir.
Skal ítøkiliga avlopið prógvast?
Skal munagóður vøkstur væntast, mugu munabetri íløgur gerast í at gera Føroyar sjónligari. Tað verið seg privatar og almennar íløgur – alt ger mun. Tað er einfalt: Fyri at fáa dupult so nógv burturúr, má strangt tikið roknast við, at dupult so stórar íløgur mugu gerast.
Men skal tað almenna fíggja marknaðarføring fyri vinnuna? spyr onkur helst. Eigur vinnan ikki at klára tað sjálv? Tað kann onkur uttan iva meina av røttum, men sum er, tykist vinnan ikki at hava fíggjarliga orku til at venda skeivu gongdini. Stórir vinnumøguleikar verða forspiltir, um ikki meira fígging fæst til vega til marknaðarføringsátøk, skjótt. Tí er tað gleðiligt, at landsstýrið nú hevur avgjørt at gera eyka íløgur í marknaðarføring av Føroyum sum ferðaland.
Politikkarar hava annars verið sera afturhaldandi og vilja altíð vita, akkurát hvat fæst burtur úr t.d. at játta pengar til ferðaráðið, sum stendur fyri marknaðarføringini… helst neyvt í krónum og oyrum. Men hetta ber ikki til at svara so neyvt, m.a. tí nóg stórar upphæddir hava ikki verið játtaðar til at fáa neyðug hagtøl inn, sum kundu víst úrslitini. Ein kann undrast, hví politikkarar ikki tykjast at krevja tað sama í sama mun, tá avgerðir verða tiknar um at gera stórar íløgur í at bora ávísar tunnlar, uttan at tað við vissu kann prógvast, at tað gevur nakað ítøkiligt avlop í bræði – enn minni útgreinað í krónum og oyrum.
Fólk vita, at ein vælvirkandi fiskivinna krevur íløgur. Tað kostar nógv at fiska, hagreiða og selja fisk – at keypa fiskiskip, virki, amboð og at menna sølulið. Hóast eingin trygd er fyri, at vinnan gevur avlop tey fyrstu mongu árini, so gera fólk íløgurnar kortini. Tað snýr seg jú m.a. eisini um arbeiðspláss. Mær er sagt, at tey seinastu 10 árini eru íløgur gjørdar uppá heilar 2 mia. kr. í ein fiskiflota, sum tíanverri hevur ilt við at gjalda rentur og avdrøg av síni egnu skuld. Tað er kanska ikki so løgið, tá ein hevur í huga, at fiskiflotin arbeiðir undir sera truplum umstøðum við ofta lágum og skiftandi fiskaprísum, har fiskiskipini eru noydd at fiska av sera óstøðugum og ofta niðurfiskaðum stovnum, sum eru avmarkaðir við kvotum ella fiskidøgum.
Harumframt er tað truplari enn fyrr at fáa tey ungu til at fara til skips ella til at arbeiða fisk í landi. Men kortini tykist tað ikki at vera tann stóri trupulleikin at fáa fígging til at gera íløgur í fiskiskip, sum kosta upp til trýsiffraðar upphæddir.
Ongar avmarkandi kvotur í ferðavinnu
Sjálvandi mugu føroyingar gagnnýta alt tað tøka tilfeingið – eisini fiskin. Heimsins besti fiskur svimur kring oyggjarnar, føroyingar eru bestu serfrøðingar innan økið, og fiskivinnan er partur av føroysku fólkasálini – so sjálvandi skulu føroyingar javnt og samt gera íløgur í fiskivinnu. Eg havi stóra virðing fyri teimum fólkum, sum hava áræði at gera hesar íløgur, og fegnist um, at virkisfýsin fólk búgva í hesum landi, sum hava trúnna og vilja leggja so nógv fyri.
Men tað kundi verið ynskiligt, at fleiri privatir íløgarar i Føroyum vildu lagt líka so nógv fyri, eisini tá tað snýr seg um t.d. at byggja ferðavinnu upp. Fiskivinnan hevur helst nátt einum lofti fyri burðardygd, tí hvussu nógv fiskiskip klárar fiskatilfeingið at bera? Men ferðafólk eru eitt so gott sum óavmarkað tilfeingið, har ongar kvotur eru ásettar (enn), umframt at enn er langt til loftið fyri burðardygd, so her liggja nógvir óbrúktir vinnumøguleikar. Tað hevði skjótt kunnað gjørt stóran mun, um tað var sama forstáilsi í almenninginum fyri, at tað krevur eisini íløgur at fiska ferðafólk. Onkur má gera íløgur í at finna røttu miðini og gera hálini. Føroyingar missa stórar inntøkumøguleikar við ikki at gera tað.
Blaka pengar burtur við ikki at gera íløgur
Tað snýr seg kortini ikki um serliga stórar íløgur í mun til, hvat fæst afturfyri. Ein dupult so stór íløga enn tann, ið verður gjørd árliga í løtuni, svarar hóast alt bara til ein lítlan brøkpart av kostnaðinum av einum meðal trolara, tá ein hugsar um, at íløgan sannlíkt kann úrslita í dupult so nógvum ferðafólkum, verður hon brúkt skilagott. Dupult so nógv ferðafólk kundu lagt upp ímóti eina knappa mia. kr. eftir seg um árið – meira enn ein Sandoyartunnil kostar! Um almennar íløgur skulu gerast í inntøkuskapandi virksemi, man júst ferðavinna vera tað skilabesta at gera almennar íløgur í. Eg veit satt at siga ikki, hvat tað er, føroyingar hava bíðað eftir, tí nógvir pengar verða burturblakaðir við ikki at gera íløgurnar.
Tað stutta av tí langa er: Tað skulu pengar til at tjena pengar. Størri upphæddir mugu inn í renslið fyri at fáa gongd á ferðavinnu, so hon kann geva eitt størri íkast til samfelagsbúskapin. Men tað skal eisini trúgv, samstarvsvilji, tíð og fyrireiking til. Er vinnan nóg jalig, treisk og áhaldin – og fær hon neyðugu undirtøkuna, fer arbeiðið uttan iva at loysa seg væl í síðsta enda.
Um greinarøðina “Hvussu verða tóm hotelkømur fylt”
Hetta er triðja greinin av fýra hjá Elini Brimheim Heinesen um, hvussu støðan hjá ferðavinnu í Føroyum møguliga kann fáast at batna. Tvær greinir hava staðið í blaðnum áður. Tann síðsta greinin kemur í blaðið í næstum.
- Fyrsta greinin snúði seg um, hví altjóða rákið hóast alt er til gagns fyri Føroyar og um, hvat tað merkir fyri framtíðar ferðavinnumøguleikar í Føroyum.
- Onnur greinin snúði seg um avbjóðingarnar hjá ferðavinnuni – um, hvat skal til fyri at møta hesum avbjóðingum best, og hvussu tað almenna kann hjálpa vinnuni.
- Triðja greinin snýr seg um, hví fleiri – bæði almennar og privatar – íløgur mugu til fyri at seta gongd á ferðavinnuna, og hvussu nógv skal til.
- Fjóðra og síðsta greinin snýr seg um, hví ferðavinnan má standa samhaldfast saman – eisini um sín egna stovn – fyri at gera neyðugar heildarætlanir og gagnnýta gylt høvi best.
- National Geographic Traveler kanningin, sum hevur Føroyar sum nummar eitt: http://www.nationalgeographic.com/traveler/features/islandsrated0711/islands.html
- Sjónbandið: “Where Nature Rules”, sum fekk triðju virðisløn í altjóða films kappingini “Golden City Gate” á ITB ferðasølustevnuni í Berlin 12 Mars 2009: http://www.samvit.fo/media/Where_Nature_Rules_The_Faroe_Islands.wmv
- Áhugaverd australsk sending “Foreign Correspondent” um Føroyar: http://www.abc.net.au/foreign/content/2007/faroe_islands_200k.asx . Les um sendingina her: http://www.abc.net.au/foreign/content/2007/s2050734.htm
- Ein sera væl skrivað grein um Føroyar í New York Times: http://travel.nytimes.com/2007/03/25/travel/tmagazine/03well.faroes.t.html
- Ein ensk podcast-sending um Føroyar, útvarpað hvørja viku á internetinum: http://faroepodcast.blogspot.com/