Elin Brimheim Heinesen

Author's posts

Samhaldfesti tryggjar vøkstur í ferðavinnu

Fjórða av fýra greinum um, hvussu tóm hotelkømur verða fylt, eftir Elina Brimheim Heinesen, fyrrverandi stjóra í SamViti: Ábyrgdin fyri at loysa trupulleikan við tómum hotelkømurum liggur ikki bara hjá tí almenna. Øll ferðavinnan – almenn og privat – má arbeiða saman í felag, um ferðavinnan skal taka dik á seg. Elin Brimheim Heinesen hugleiðir …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2009/09/23/samhaldfesti-tryggjar-vokstur-i-ferdavinnu/

Skal ferðafólkatalið økjast, má innsatsurin eisini økjast

Triðja av fýra greinum um, hvussu tóm hotelkømur verða fylt, eftir Elina Brimheim Heinesen, fyrrverandi stjóra í SamViti: Eins og fiskur ikki svimur upp á land av sær sjálvum, koma ferðafólk heldur ikki til Føroya av sær sjálvum. Onkur má út at gera nøkur hál á røttu miðunum. Tað krevur orku, sum ferðavinnan einsamøll ikki tykist …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2009/09/16/skal-ferdafolkatalid-okjast-ma-innsatsurin-eisini-okjast/

Meira jaligt hugflog í ferðavinnu

Onnur av fýra greinum um, hvussu tóm hotelkømur verða fylt, eftir Elina Brimheim Heinesen, fyrrverandi stjóra í SamViti: Skal gongd koma á ferðavinnu, má vinnan varpa ljós á potentialið í ferðavinnuni. Elin Brimheim Heinesen hugleiðir í hesi greinini um avbjóðingarnar hjá vinnuni, og heitir á ferðavinnuna um at vísa, at her liggur gull grivið, sum …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2009/09/09/meira-jaligt-hugflog-i-ferdavinnu/

Føroyar – eitt ævintýrligt goymistað

Fyrsta av fýra greinum um, hvussu tóm hotelkømur verða fylt, eftir Elina Brimheim Heinesen, fyrrverandi stjóra í SamViti: National Geographic Traveler skýrdi Føroyar at vera besta, mest óspilta oyggjalandið í heiminum. Tað er ikki uttan orsøk, at ein slík kanning er vorðin almannakunnngjørt júst hesi árini, og at eitt land sum Føroyar endar á ovastu rók. …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2009/09/02/eitt-aevintyrligt-goymistad/

Til nýggja býráðið: Havnin skal vera eitt bankandi hjarta

Góða Havnar Býráð, Nú tit eru í ferð við at skipa tykkum, kunnu vit, sum búgva í Havn, bara vóna, at hetta nýggja býráðið veruliga fer at gera ein jaligan mun fyri býin, so vit – millum mong onnur neyðug mál – fáa lív í henda býin aftur. Spurningurin er: Hvussu kunnu tit og vit …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2008/11/20/til-nyggja-byradid-havnin-skal-vera-eitt-bankandi-hjarta-2/

At vera sjónligur á internetinum – er tað gott ella ringt….?

Her eru svar uppá nakrar spurningar, Birgir Kruse setti mær ísv. research til eina grein, hann skuldi skriva um internetið, heimasíður og privatlív í apríl 2006. Hetta varð skrivað langt áðrenn Facebook var til… men tað vit tosa um, passar rættiliga væl til Facebook konseptið onkusvegna. Áhugavert at lesa nú nøkur ár seinni. 1. Hví fór …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2008/09/18/at-vera-sjonligur-a-internetinum-er-tad-gott-ella-ringt/

Koma ikki víðari við grenji

Frá veiðu- til vitanarsamfelag III: Høvuðsvinna okkara er í kreppu, og tosað verður tí um víðagitna triðja beinið, sum skal bjarga búskapinum. Men hvussu skapa vit betri fortreytir fyri menning av verandi vinnu og fyri ørðum lønandi vinnum? Tiltrúgvin til møguleikarnar tykist ikki stór. “Tað ber ikki til!” verður ofta tikið til. Men júst hesin …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2008/09/17/fra-veidusamfelag-til-vitanarsamfelag-iii/

Flyta drívmegi frá rávøru til handil og tænastu

Frá veiðu- til vitanarsamfelag II: Fyritreytirnar fyri at skapa kappingarføri snúgva seg í dag í høvuðsheitum um evnini hjá vinnulívinum til at skifta frá reinari rávøru- og ídnaðarframleiðslu sum fremstu búskaparligu drívmegi til meira fjølbroyttar og handilsligar tænastur – harímillum at draga skikkaða arbeiðsmegi til, sum hevur førleikar til at menna og marknaðarføra vørur.  Eftir …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2008/09/16/fra-veidusamfelag-til-vitanarsamfelag-ii/

Ein uppgerð millum gamalt og nýtt

Frá veiðu- til vitanarsamfelag I: Politiska kreppan, vit uppliva í løtuni, er eitt av eyðkennunum fyri búskaparrembingarnar og hugburðsbroytingarnar, sum føroyska samfelagið fer ígjøgnum í hesum tíðum. Umskifti henda altíð við gníggingum millum gamalt og nýtt. Vit eru mitt í einum ættarliðsskifti – og tað gongur ikki altíð fyri seg við mýkindum. Men uppgerðin er …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2008/09/15/fra-veidusamfelag-til-vitanarsamfelag-i/

Vakurleiki veruleikans

Tað er so einfalt. Tað tykist fyri mær, sum lív mítt hevur alt verið ein spakulig veking úr eini dreymaverð til veruleikan. Í nógv ár ímyndaði eg mær, at tað, sum var til í heilanum á mær, var sjálvur veruleikin. Tað var ikki neyðturviliga ósatt, sum eg hugsaði, men tað endurspeglaði ikki veruleikan, akkurát sum …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2007/12/09/vakurleiki-veruleikans/

Ber til at elska helst vátasta land í heiminum?

Røða hjá Elini Brimheim Heinensen, (tá nýsetta stjóranum á nýggja vinnuframastovninum SamViti) hildin á Vaglinum Á Grækarismessu sunnudagin 11. mars 2007, kl. 15.00: Góðu fundarfólk, góðu skótar, So hoyra vit aftur klippini frá tjøldrunum ljóma í haganum – hesin kærkomni boðberin, ið boðar frá vári og ljósari tíðum. Kanska eru ljósari tíðir fyri framman í …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2007/03/12/ber-til-at-elska-helst-vatasta-land-i-heiminum/

Upplivingarbúskapur í Norðurlandahúsinum

Hósdagin, 9. november 2006, verður áhugaverd ráðstevna í Norðurlandahúsinum við fyrilestrum frá kendum nøvnum, undirhaldi, filmi og pallborðsfundi. Ráðstevnan vendir sær til øll – bæði fólk innan vinnulív, handilslív, politiskt lív og mentanarlív, sum vilja vita meira um, hvussu vit í Føroyum kunnu gera okkum galdandi í alheimshøpi – bæði vinnuliga og mentanarliga. Millum fyrilestrarhaldararnar …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2006/10/31/upplivingarbuskapur-i-nordurlandahusinum/

Hvagar eru vit á veg í Føroyum?

Kronikkur eftir Elina Brimheim Heinesen, skrivaður í september 2006 Sjónarringurin má breiðkast, um Føroyar skulu klára seg á alheims marknaðinum í framtíðini. Visjón 2015 setti ferð á eitt alneyðugt kjak um, hvussu føroyingar skulu síggja seg sjálvar í einum størri perspektivi. Men enn halda nógv fast í avoldaðum ideologiskum ímyndum og brúka – av gomlum …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2006/09/19/hvagar-eru-vit-a-veg-i-foroyum/

Foreldur best fyri búskapin

Tinghellugreinin í Sosialinum 25.11.2005 Triðja og seinasta greinin av trimum um bleyt og hørð virði í føroyska miðlaheiminum Hugburður okkara gevur samvitskubit, strongd og ónøgd millum fólk. Hetta ávirkar í síðsta enda búskapin og ger okkum til eftirbátar. Men nógv kundi verið øðrvísi, um meira dentur varð lagdur á menniskjanslig virði í føroyskum fjølmiðlum. Tíðin …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2005/11/25/foreldur-best-fyri-buskapin/

Rættir menn tíma ikki konufólkafjas

Tinghellugreinin í Sosialinum 18.11.2005 Onnur grein av trimum um bleyt og hørð virði í føroyska miðlaheiminum Fjølmiðlarnir avspeglað ein ótíðarhóskandi hugburð, sum ger alt ov stóran mun á kynunum, og sum økir um fordómarnar ímillum kynini. Hetta hevur eitt sera óheppið árin á samfelagskjakið – og í síðsta enda á samfelagsbúskapin. Leivd frá farnari tíð Í …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2005/11/18/raettir-menn-tima-ikki-konufolkafjas/

Óttin fyri tí persónliga

Tinghellugreinin í Sosialinum 11.11.2005 Fyrsta greinin av trimum um bleyt og hørð virði í føroyska miðlaheiminum  Føroyskir fjølmiðlar eru merktir av eini einoygdari fatan av, hvat journalistikkur eigur at vera, sum ber við sær, at avgerandi partar av lívinum hjá føroyska fólkinum ikki verða viðgjørdir nóg seriøst í miðlunum. Hvat leggja føroyskir fjølmiðlar mestan dent …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2005/11/11/ottin-fyri-ti-personliga/