Tinghellugreinin í Sosialinum 11.11.2005
Fyrsta greinin av trimum um bleyt og hørð virði í føroyska miðlaheiminum
Føroyskir fjølmiðlar eru merktir av eini einoygdari fatan av, hvat journalistikkur eigur at vera, sum ber við sær, at avgerandi partar av lívinum hjá føroyska fólkinum ikki verða viðgjørdir nóg seriøst í miðlunum.
Hvat leggja føroyskir fjølmiðlar mestan dent á?
Fert tú at útgreina evnisvalið í føroyskum fjølmiðlum, sæst skjótt, at tað snýr seg mest um fíggjarlig/búskaparlig viðurskifti í samfelagnum, politikk (lands- og bygdapolitikk), vinnulív (serliga fiskivinnu), ítrótt og í ávísan mun mentan, so leingi tað hevur við tøl, hagtøl og nøvn at gera. Við øðrum orðum alt tað matematiskt-logiska. Hesi evni metast at hava størsta samfelagsliga týdningin, og eru tí eisini tað, journalistarnir halda seg eiga at leggja doyin á.
Alt, sum hevur við tað persónliga, við trivnað, upplivingar og at sansa at gera – gerandisliga lívið, lívið millum fólk á arbeiðsplássunum, virkis- og arbeiðsmentan, menniskjansligu sosialu aspektini í leiðslu og organisatión, men eisini forbrúkaratilfarið og húsarhaldið heima, parlagið, familjulívið, børnini, heilsumál, umsorgan og kenslulív – ja, hetta sæst ikki nógv til í føroysku fjølmiðlunum.
Verður tað tikið uppá tungu, verður tað ofta ikki roknað sum “ordiligur” ella seriøsur journalistikkur – mest sum dagdvølja, sum hoyrir heima í vikuskiftisundirhaldi ella í dámubløðum (og hvør tekur tey í álvara?).
Viðkomandi journalistikkur
Miðlafólk áttu at sett sær spurningin oftari, um matematiskt-logiski mátin at viðgera samfelagslig evni uppá, altíð er rætti mátin. Tað nyttar lítið bara at reksa tøl og fakta upp. Tað er ein sannroynd, at oftast fara slíkir upplýsingar bara inn gjøgnum eitt oyra og út aftur gjøgnum hitt hjá teim flestu.
Um tølini og faktaupplýsingarnar skulu geva nakra meining og gerast viðkomandi fyri tann einstaka, má tað gerandisliga, sum vit øll kenna aftur – tann persónliga søgan – við eisini. Um ikki tað persónliga dømi aftanfyri tølini verður lýst – umframt tølini og faktaupplýsingarnar – hava lesararnir/lurtararnir/síggjararnir ilt við at síggja stóra samanhangin og enn minni, at seta tað í samband við nakað, sum hevur við tey sjálvi at gera.
Men tíverri er tað ofta júst her, miðlarnir steðga upp og ikki fara víðari. Og tað er spell, tí væntandi viðgerðin av rættiliga avgerandi síðum av lívinum hjá fólki flest ger tíanverri, at føroyingar gerast eftirbátar á nógvum økjum. Tá viljin til at seta sjóneykuna á slík evni er so lítil, gerst tilvitanin um samanhangin millum tað persónliga og samfelagslívið sum heild eisini avmarkað.
Ein privat sak?
Takið nú bara eitt evni sum royking. Føroyingar roykja illa – nógv meira einn fólk gera í grannalondum okkara. Øll hava helst hoyrt um og vita væl av, at hetta hevur eitt sera negativt árin á fólkaheilsuna, men kortini síggja flest fólk royking sum eina persónliga sak, sum eingin eigur at blanda seg uppí: Fólk mugu væl sjálvi um tey roykja ella ikki! sigst. Men er hetta nú so einfalt? Eiga fjølmiðlar ikki at blanda seg í sovorðið?
Latið okkum taka tølini og faktaupplýsingarnar fyrst: Tey fægstu vita kanska av, at í Danmark t.d. doyggja um 14.000 fólk (!) av royking um árið. (Hetta eru dokumenterað deyðsfall beinleiðis av roykiávum. Talið kann væl vera hægri!) *) Hetta svarar til, at umleið 140 fólk doyggja í Føroyum um árið av royking (helst er talið hægri her, tí vit roykja meira enn danir!). Fyri ikki at tala um tær longu sjúkralegurnar, áðrenn fólk doyggja – omaní læðkaðan lívskvalitet í stórum parti av lívinum, tí – hóast undantøk – eru roykjarar statistiskt í meðal nógv sjúkari og verri fyri enn ikki-roykjarar ígjøgnum lívið og hava ein livialdur, sum í meðal er 11-12 ár stytri enn hjá ikki-roykjarum. Helvtin av roykjarunum, sum enda við at doyggja av tí, missa upp til 22 ár av lívinum!
Vit kunnu royna at lúgva fyri okkum sjálvum við at siga: Jamen, eg kenni ein, sum livdi til hann var 97, og hann roykti sum ein trolari alt sítt lív!, tí sjálvandi finnast undantøk, men hvør sigur, at júst tú verður so heppin?
Hagtølini lúgva ikki. Hugsa um, hvussu nógv royking kostar – ikki bara teim roykjandi sjálvum, men eisini samfelagnum í sjúkradøgum og sjúkraviðgerð – og ikki minst hvussu nógv tað kostar øllum teimum avvarandi hjá teimum roykjandi, sum kanska bæði risikera at missa síni kæru langt áðrenn tíðina, umframt sjálvi at gerast sjúk av passivari royking. *)
Tá ein veit hetta, kann ein so longur bara síggja royking sum eina persónliga søk, sum eingin eigur at blanda seg uppí? Til samanlíkningar doyggja -bara – umleið 400 til 500 fólk í ferðsluni um árið í Danmark, sum svarar til 4-5 fólk um árið í Føroyum (her liggur rætta talið eisini hægri í Føroyum).
Høvd og hjarta mugu fylgjast
Hugsa sær til, um nú 14.000 fólk doyðu í Danmark (ella 140 fólk í Føroyum) í ferðsluni um árið?! Var tað so ikki nakað, sum vit høvdu kent, rakti okkum øll? Hevði tað so ikki verið hildið at verið ein sjálvfylgja, at samfelagið – politikkararnir og fjølmiðlarnir – áttu at blandað seg uppí hetta?
Veruleikin er tíverri, at fjølmiðlarnir ofta renna undan síni samfelagsligu ábyrgd í slíkum førum. Hóast hesi hættisligu tøl, kemur hetta ikki nóg væl fram í ljósmála, soleiðis at boðskapurin kemur ígjøgnum. Ein orsøk til hetta er uttan iva mátin, boðskapurin verður borin fram.
Her er ikki nóg mikið at reksa tøl og fakta upp, tí eitt er at skilja tøl og fakta við høvdinum – eitt annað er at skilja tað við hjartanum. Neyðugt er at grava heilt inn til kjarnuna, um tøl og fakta skulu gerast viðkomandi hjá flest møguligum. At veruliggera: Hvussu kennist tað at gerast sjúkur og at skula doyggja av royking? Hvussu kennist tað at missa mannin, konuna, mammuna, pápan, systkin ella onnur, orsaka av royking?
Kunnu vit veruliga skilja hetta, um ikki vit hoyra tær persónligu søgurnar? Og kunnu vit hin vegin seta tær persónligu søgurnar inn í ein viðkomandi samfelagsligan samanhang, um ikki tær verða undirbygdar av tølum og fakta? Báðar síðurnar eru líka neyðugar at fáa við.
Tað persónliga rakar okkum øll
Royking er bert eitt dømi um eitt eymt evni, sum ov lætt verður farið um, tí tað verður roknað sum “privat”. Vit kunnu eisini t.d. taka barnauppaling. Hevur tað ikki samfelagsligan týdning, hvussu vit uppala børn okkara? Ella t.d. matvanar. Hevur tað ikki týdning fyri almennu heilsuna, hvørjar matvanar vit hava? Ella t.d. happing á arbeiðsplássunum og stjórar, sum oyðileggja gerandisdagin hjá arbeiðsfólkunum. Hvussu nógv hevur tað ikki at týða fyri trivnaðin í samfelagnum, at vit hava tað gott á arbeiðsplássunum? Hetta eru dømi um lívsvilkor, sum hava nakað at siga fyri okkum øll á ein ella annan hátt.
Tí er tað so stórt spell, at tílík lívsvilkor, sum eru ein so stórur partur av gerandisliga lívinum hjá okkum øllum, ikki síggjast ordiliga aftur í føroysku fjølmiðlunum – bara tí tey av ábyrgdarfólkinum verða roknað sum ov privat – og tí ikki nóg “viðkomandi” at viðgera – ella tí tey ikki tora at nerta við tað av ótta fyri at koma fólki ov nær, sum hava rættiliga fýrkantaðar ímyndir av, hvat er normalt og hvat ikki – og hvat ein eigur at siga hart og hvat ikki.
Tað er sum um, tað higartil hevur verið ein óskrivað regla, at persónlig evni “eiga”vit ikki at kjakast um alment í Føroyum.
Á rætta veg
Onkustaðni er onkur glotti, har vit nærkast. Hugsa bert um, hví sendingar sum t.d. Tilvera í útvarpinum, har tosað verður við fólk um lívsins trupulleikar, eru so væl umtóktar. Hetta eru viðkomandi, læruríkar sendingar, tí tá trupulleikar, sum øll kunnu koma í, verða lýstir frá einum persónligum sjónarhorni av teimum, sum sjálvi hava upplivað teir, kunnu lurtararnir liva seg inn í tað, og fáa harvið eitt størri innlit í, hvat vit menniskju hava til felags, og helst eins nógva (um ikki meira) vitan um menniskjansliga psykologi, sum við at lesa tjúkkar teoretiskar bøkur um sama evni.
Hetta eru upplýsandi sendingar, men ofta væntar tó tað síðsta, sum kundi lyft journalistikkin upp um tað miðalgóða – at seta persónligu søgurnar inn í ein størri samfelagsligan samanhang. Blaðið Kvinna hevur roynt tað við hampiliga góðum úrsliti.
Greinir og sendingar, sum hava viðgjørt persónligar søgur t.d. hjá brekaðum og minni mentum ella hjá familjum raktum av sjálvmorði, rúsdrekkamisnútslu, vanlukku, tunglyndi og øðrum serliga óhepnum umstøðum, hava eisini verið at sæð í fleiri miðlum. Hetta eru tó nokkso serstøk, men avgjørt viðkomandi evni.
Men journalistikkur, sum fer inn í gerandisligu problematikkirnar í tí heilt vanliga lívinum hjá heilt vanligum menniskjum – problematikkir ein og hvør kann fyrihalda seg til – er ikki tað, vit síggja mest til. Um vit vilja lesa um slíkt, mugu vit keypa útlendsk bløð. Men hvussu nógv kunnu vit sum føroyingar í roynd og veru liva okkum inn í tað, vit lesa á øðrum málum?
Her hava føroysku fjølmiðlarnir forsømt sína uppgávu og hava sum heild nógv at læra enn.
*) Kelda: Kræftens Bekæmpelse.
Næsta greinin er um, hvussu journalistiski hugsunarhátturin hongur saman við einum ótíðarhóskandi hugburði, sum er merktur av kynsligu uppbýtingini, sum var í samfelagnum, tá menn arbeiddu úti og kvinnur vóru heima við hús hjá børnunum. Les víðari HER.
FAKTA
Elin Brimheim Heinesen býr í Keypmannahavn, har hon er ábyrgdarhavandi blaðstjóri fyri blaðið KIWI magazine – eitt mánaðarblað við 430.000 lesarum sbrt. Gallup/Dansk Oplagskontrol 1. og 2. kvartal 2005.