Category: Føroyar

Sleppið lívshættisligu hvørvisjónini

Í okkara lítlu verð her í Norðuratlantshavi kenna vit okkum ofta fjart frá heiminum kring okkum, men kreppan, vit uppliva í løtuni, er partur av eini heimskreppu, elvd av eini í botn og grund órealistiskari og óskynsamari fíggjarskipan. Vit verða noydd til at síggja hetta klárt, um vit vilja fyribyrgja eini enn størri og álvarsligari …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2011/03/04/varsko-til-politikkarar-midlar-og-figgjarvald-33/

Miðlar grugga ofta meir enn avdúka

Flestu av heimsins leiðarum, ráðandi serfrøðingum og miðlum eru ofta tætt knýttir at fíggjarvaldinum, sum í sær sjálvum hevur ført heimin út í fíggjarligt skrædl. Vandi er tí fyri, at myndin, almenningurin fær av heimsins støðu, ikki er heilt í samsvar við veruleikan. Hvat gera føroyskir miðlar fyri at avdúka sonnu myndina? Eftir Elina Brimheim …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2011/03/04/varsko-til-politikkarar-midlar-og-figgjarvald-23/

Dómadagsprofeti ella realisma?

Eyðsýndu trupulleikarnir, vit uppliva í Føroyum í løtuni, tykjast ongan enda at taka. Tíð er at taka seg um reiggj, men politiska leiðslan tykist als ikki viðurkenna, at Føroyar eru í djúpari kreppu, sum kann gerast nógv verri, um einki verður gjørt fyri at fyribyrgja tí. Men hvat gera politikkararnir við tað? Eftir Elina Heinesen, …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2011/03/04/varsko-til-politikkarar-midlar-og-figgjarvald-13/

Stovnið eftirskúla í Føroyum fyri føroysk børn, sum búgva uttanlands!

Nú er so nógv tos um, hvussu vit skulu fáa fleiri føroyingar at flyta aftur til Føroya. Eg haldi, at vit skulu stovna ein eftirskúla í Føroyum fyri børn hjá føroyskum foreldrum, sum búgva uttanlands. Eg kenni nógvar føroyingar uttanlands, sum eru foreldur at børnum, sum ikki duga at lesa og skriva føroyskt, hóast bæði …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2011/01/17/stovnid-eftirskula-i-foroyum-fyri-foroysk-born-sum-bugva-uttanlands/

PISA: Føroysk børn og ung mangla føroyskt miðlatilfar!

Vantandi førleikarnir, sum PISA-kanningin vísti, er – eisini – úrslit av vantandi miðlatilfari til børn og ung á føroyskum! Tað undrar meg, at øll bara tosa um vánaliga undirvísing í skúlanum, tí tað er ikki bara í skúlanum, børn og ung læra… Hví tosa so fá í hesum høpi um ta massivu ávirkan, sum nýggja miðlabrúkið …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2010/12/13/vantandi-forleikarnir-sum-pisa-kanningin-visti-er-eisini-urslit-av-vantandi-midlatilfari-til-born-og-ung-a-foroyskum/

Samhaldfesti tryggjar vøkstur í ferðavinnu

Fjórða av fýra greinum um, hvussu tóm hotelkømur verða fylt, eftir Elina Brimheim Heinesen, fyrrverandi stjóra í SamViti: Ábyrgdin fyri at loysa trupulleikan við tómum hotelkømurum liggur ikki bara hjá tí almenna. Øll ferðavinnan – almenn og privat – má arbeiða saman í felag, um ferðavinnan skal taka dik á seg. Elin Brimheim Heinesen hugleiðir …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2009/09/23/samhaldfesti-tryggjar-vokstur-i-ferdavinnu/

Skal ferðafólkatalið økjast, má innsatsurin eisini økjast

Triðja av fýra greinum um, hvussu tóm hotelkømur verða fylt, eftir Elina Brimheim Heinesen, fyrrverandi stjóra í SamViti: Eins og fiskur ikki svimur upp á land av sær sjálvum, koma ferðafólk heldur ikki til Føroya av sær sjálvum. Onkur má út at gera nøkur hál á røttu miðunum. Tað krevur orku, sum ferðavinnan einsamøll ikki tykist …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2009/09/16/skal-ferdafolkatalid-okjast-ma-innsatsurin-eisini-okjast/

Meira jaligt hugflog í ferðavinnu

Onnur av fýra greinum um, hvussu tóm hotelkømur verða fylt, eftir Elina Brimheim Heinesen, fyrrverandi stjóra í SamViti: Skal gongd koma á ferðavinnu, má vinnan varpa ljós á potentialið í ferðavinnuni. Elin Brimheim Heinesen hugleiðir í hesi greinini um avbjóðingarnar hjá vinnuni, og heitir á ferðavinnuna um at vísa, at her liggur gull grivið, sum …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2009/09/09/meira-jaligt-hugflog-i-ferdavinnu/

Føroyar – eitt ævintýrligt goymistað

Fyrsta av fýra greinum um, hvussu tóm hotelkømur verða fylt, eftir Elina Brimheim Heinesen, fyrrverandi stjóra í SamViti: National Geographic Traveler skýrdi Føroyar at vera besta, mest óspilta oyggjalandið í heiminum. Tað er ikki uttan orsøk, at ein slík kanning er vorðin almannakunnngjørt júst hesi árini, og at eitt land sum Føroyar endar á ovastu rók. …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2009/09/02/eitt-aevintyrligt-goymistad/

Til nýggja býráðið: Havnin skal vera eitt bankandi hjarta

Góða Havnar Býráð, Nú tit eru í ferð við at skipa tykkum, kunnu vit, sum búgva í Havn, bara vóna, at hetta nýggja býráðið veruliga fer at gera ein jaligan mun fyri býin, so vit – millum mong onnur neyðug mál – fáa lív í henda býin aftur. Spurningurin er: Hvussu kunnu tit og vit …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2008/11/20/til-nyggja-byradid-havnin-skal-vera-eitt-bankandi-hjarta-2/

Koma ikki víðari við grenji

Frá veiðu- til vitanarsamfelag III: Høvuðsvinna okkara er í kreppu, og tosað verður tí um víðagitna triðja beinið, sum skal bjarga búskapinum. Men hvussu skapa vit betri fortreytir fyri menning av verandi vinnu og fyri ørðum lønandi vinnum? Tiltrúgvin til møguleikarnar tykist ikki stór. “Tað ber ikki til!” verður ofta tikið til. Men júst hesin …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2008/09/17/fra-veidusamfelag-til-vitanarsamfelag-iii/

Flyta drívmegi frá rávøru til handil og tænastu

Frá veiðu- til vitanarsamfelag II: Fyritreytirnar fyri at skapa kappingarføri snúgva seg í dag í høvuðsheitum um evnini hjá vinnulívinum til at skifta frá reinari rávøru- og ídnaðarframleiðslu sum fremstu búskaparligu drívmegi til meira fjølbroyttar og handilsligar tænastur – harímillum at draga skikkaða arbeiðsmegi til, sum hevur førleikar til at menna og marknaðarføra vørur.  Eftir …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2008/09/16/fra-veidusamfelag-til-vitanarsamfelag-ii/

Ein uppgerð millum gamalt og nýtt

Frá veiðu- til vitanarsamfelag I: Politiska kreppan, vit uppliva í løtuni, er eitt av eyðkennunum fyri búskaparrembingarnar og hugburðsbroytingarnar, sum føroyska samfelagið fer ígjøgnum í hesum tíðum. Umskifti henda altíð við gníggingum millum gamalt og nýtt. Vit eru mitt í einum ættarliðsskifti – og tað gongur ikki altíð fyri seg við mýkindum. Men uppgerðin er …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2008/09/15/fra-veidusamfelag-til-vitanarsamfelag-i/

Ber til at elska helst vátasta land í heiminum?

Røða hjá Elini Brimheim Heinensen, (tá nýsetta stjóranum á nýggja vinnuframastovninum SamViti) hildin á Vaglinum Á Grækarismessu sunnudagin 11. mars 2007, kl. 15.00: Góðu fundarfólk, góðu skótar, So hoyra vit aftur klippini frá tjøldrunum ljóma í haganum – hesin kærkomni boðberin, ið boðar frá vári og ljósari tíðum. Kanska eru ljósari tíðir fyri framman í …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2007/03/12/ber-til-at-elska-helst-vatasta-land-i-heiminum/

Hvagar eru vit á veg í Føroyum?

Kronikkur eftir Elina Brimheim Heinesen, skrivaður í september 2006 Sjónarringurin má breiðkast, um Føroyar skulu klára seg á alheims marknaðinum í framtíðini. Visjón 2015 setti ferð á eitt alneyðugt kjak um, hvussu føroyingar skulu síggja seg sjálvar í einum størri perspektivi. Men enn halda nógv fast í avoldaðum ideologiskum ímyndum og brúka – av gomlum …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2006/09/19/hvagar-eru-vit-a-veg-i-foroyum/