Vinir avgerandi fyri lívsgóðskuna

Stutt essay í Kvinnu 29. mai 2024
Eftir Elina Brimheim Heinesen

Nú havi eg skjótt livað í 66 ár. Tá eg líti aftur eftir, kann eg staðfesta, at eg havi livað eitt sera litríkt lív. Upp á gott og ónt. Tá ein livir so mikið leingi, sleptst ikki undan at fáa nakrar frammaná á ferðini. Um eg tá ikki hevði havt vinir, sum hjálptu mær á føtur aftur, ja, so veit eg ikki, hvat hevði verið av mær.

Tíbetur havi eg verið heppin at havt góðar vinir, eg kundi heita á í neyðini. Eg hevði neyvan yvirlivað uttan – ikki uttan at fáa álvarslig arr á sál og sinn. So eg eri sera takksom fyri mínar vinir og fyri alt, sum mær er unt at uppliva – bæði av ringum og góðum. “Sorrig og glæde, de vandre til hobe…”, sum Kingo yrkti á sinni. Men lívsins hæddarpunkt og lívsins aldudalar hava lært meg so ómetaliga nógv og gjørt meg til eitt betri, meira heilt menniskja. Og so eri eg heppin at vera á lívi enn. Tað er verri enn so øllum unt at liva so leingi. So har er ov mikið at vera takksom fyri.

Virðið av vinum vísir seg í lívskreppum

Tað man neyvan vera nakar um mín aldur, ið hevur livað eitt púrasta sorgleyst lív. Flest fólk uppliva løtur, har tey kenna seg fullkomiliga eydnusom, og aðrar løtur, har tey kenna seg sum óeydnusamastu menniskju í verðini. Eingin sleppur undan avbjóðingum. Tað er ein partur av tí at vera menniskja. Eingin er fullkomin heldur. Tú snávar onkuntíð og gert mistøk, sum tú vildi ynskt, tú ikki hevði gjørt. Tað slepst heldur ikki undan, at onkur svíkir teg. Ella at tú missur fólk, sum tú ert góð/ur við.

Tá lívsins kreppur raka, er tað ómetaliga ringt at vera púra einsamøll/-mallur. Tað er júst tá, at virðið av at hava vinir veruliga vísir seg. Serliga tá ein eldist og/ella livir sum støk/stakur. Tað er tá, at ein má viðurkenna, hvussu ómetaliga umráðandi fyri lívsgóðskuna vinir eru, sum kunnu stuðla tær og hála teg upp aftur úr myrkrinum.

Kenni nógv, men havi bert fáar vinir

Sjálv kann eg ikki reypa mær av at hava nógvar vinir. Ein orsøk er, at eg kann vera nokkso innisæl – í øllum førum í gerandisdegnum, har mær dámar væl friðin og at hava umstøður til at savna meg um míni áhugamál, so sum at spæla og gera tónleik, skriva og gera annað skapandi arbeiði. Tó ikki soleiðis at skilja, at eg vil vera heilt avbyrgd. Eg elski eisini at fáa gestir og at vera gestablíð, og mær dámar serstakliga væl hugnaliga samveru við onnur.

Eg havi altíð verið eitt framtakssamt menniskja og havi røkt størv, sum hava kravt, at eg var frammi í almennum høpi. Eg havi eisini, síðani eg var heilt ung, sungið, spælt og givið tónleik út og spælt nógvar konsertir, sum alt samalt hevur viðvirkað til, at eg havi livað eitt lutfalsliga útvent lív. Tað merkir m.a., at eg kenni ómetaliga nógv fólk – og ikki minst, at nógv kenna meg. Men tað merkir ikki neyðturviliga, at eg havi fingið nógv fleiri vinir av tí.

Rættir vinir koma ikki av sær sjálvum. Tað tekur tíð at læra fólk at kenna so mikið væl, at til ber at kalla seg veruligar vinir, og tað krevur ómak frá báðum síðum at røkta og varðveita vinalagið.

Avbjóðing at flyta millum lond

Tað hevur helst ikki gjørt tað lættari at fáa og halda samband við vinir, at eg búði niðri í heili 25 ár, áðrenn eg stakk í sekkin og flutti heim aftur í 2007. Tá ein hevur verið burtur so leingi, er tað ikki sum at siga tað at fóta sær aftur. Samfelagið er fullkomiliga broytt. Øll, sum tú kendi einaferð, eru farin hvønn sín veg og hava funnið aðrar vinir, sum tey eru grógvin saman við ta tíðina, tú vart burtur. Skal tað eydnast tær at skapa eitt netverk av vinum aftur, er neyðugt, at tú tekur stig sjálv/ur til at møta fólki – t.d. bjóðar fólki heim til tín – og veruliga ert uppsøkjandi, hóast tú kanska kennir teg sum óbodnan gest. Tú kanst bara vóna, at fólk geva tær ein kjans. Um ikki, gerst ikki við. Men gev ikki upp.

Tíbetur eydnaðist mær at finna fólk, sum tóku ímóti mær við opnum ørmum. Nú havi eg ein avmarkaðan vinaskara, sum eg havi notið mangar góðar, høgt skattaðar løtur saman við. Onkran í skaranum kendi eg, áðrenn eg flutti niður, men flestu av teimum havi eg lært at kenna niðri og eftir at eg flutti heim. Eg havi tó bert einstakar vinir, eg føli, eg kann rópa mínar heilt tøttu hjartavinir. Tað eru tey, eg havi kent longst. Nýggjari kennskapir kunnu tó kanska blíva hjartavinir við tíðini, um viljin er til staðar frá báðum síðum. Hvør veit?

Lívsvitni og hjartavinir

Tað løgna er, at tað menniskjað, sum eg síggi sum mína allarbestu vinkonu, er ikki tað menniskja, eg eri mest saman við, hóast vit báðar búgva í Havn. Vit hava eitt sterkt vinaband, ið hevur djúpar røtur í barndóminum. Vit vuksu upp í sama grannalag og vóru saman nær um dagliga í okkara barn- og ungdómi. Vit hava verið lívsvitni hjá hvørjum øðrum á fyrstu parkett gjøgnum næstan alt lívið, og hava altíð kunnað tosað saman í trúnaði og stuðlað hvørji aðrari í øllum lívsins viðurskiftum, tá á hevur leikað, heilt fram til dagin í dag.
Tað skapar eitt sterkt og óslítandi band millum okkara, hóast vit ikki síggjast so ofta. Okkara vinalag broytist ikki, tí vit kennast so mikið væl, at tað ger ongan mun, líkamikið hvussu stór fjarstøðan er. Um vit ikki sóust í fleiri ár og so brádliga vóru saman aftur, so hevði tað kenst, sum var tað í gjár, vit sóust seinast. Øll okkara felags minni – ikki minst gjøgnum búningartíðina á ungum árum – hava knýtt okkum saman. Og tað eru virðir, hvørgin av okkum vil missa.

Hvussu knýtir og varðveitir tú vinabond?

Tá eg var biðin um at skriva hugleiðingar fyri Kvinnu um mínar royndir við vinaløgum, hugsaði eg beinanvegin: Eru mínar upplivingar viðkomandi fyri onnur eisini? Tí fór eg – sum tann gamli journalisturin, eg eri – beinanvegin at leita á netinum at vita, hvørjar royndir onnur hava gjørt sær. Tað var skjótt, eg kundi staðfesta, at mínar upplivingar ikki eru eindømi, og ikki minst, hvussu týðandi vinaløg eru fyri lívsgóðskuna hjá fólki.

Vinir eru ein av lívsins størstu gávum. Tí er umráðandi at knýta og hjúkla um vinabond, serliga tá tú gerst eldri, tí tey ríka lívið á óteljandi mátar – veita tær kensluligan stuðul, felagsskap, stimbran fyri heilan, fyrimunir fyri likamligu heilsuna, hjálp og umsorgan o.m.a. Við at knýta vinabond kanst tú bøta nógv um tína sinnisligu og kropsligu vælveru og kenslu av trygd. Samvera við vinir skapar eina kenslu av at hava eitt endamál við lívinum og er við til at tryggja nøgdsemi við lívið seinastu gyltu árini. Kennir tú teg einsamalla/n, kanst tú taka smá fet fram móti at vera meira sosial/ur og opin, og so líðandi byrja at føla teg minni einsamalla/n. Neyðugt er ikki minst at vera tolin og taka sær tíð til at venja seg við og føla seg væl í nýggjum sosialum samanhangum.


Faktaboks:

Her eru nøkur hugskot eg fann á netinum, sum eg samkenni meg við og kann vátta kunnu brúkast, tá ein vil sleppa sær burtur úr einsemi, knýta nýggj vinabond og styrkja tey verandi:

  • Ver virkin í tínum nærumhvørvi:
    Far upp í sjálvboðið arbeiði, sum kann vera ein framúrskarandi máti at møta nýggjum fólki og gevur eina kenslu av at hoyra til. Bókasøvn, felagshús/bygdahús og lokalir góðgerðarstovnar eru góð støð at byrja.
  • Endurnýggja gomul vinaløg:
    Set teg í samband við gamlar vinir. Sosialir miðlar kunnu vera eitt gott amboð til at endurknýta sambond við fólk úr tíni fortíð. Eitt einfalt “Hey, hvussu hevur tú tað?” kann lata dyr upp, sum hava verið afturlatnar í mong ár.
  • Luttak í bólkum við felags áhugamálum:
    Melda teg inn í áhugafeløg ella bólkar, sum deila tíni áhugamál ella ítriv. T.d. bókaklubbar, gongubólkar, kór ella skeið í ymsum ítrivum ella luttak t.d. í nevndararbeiði. At deila felags áhugamál við onnur kann føra til meiningsfull sambond.
  • Fá tær eitt kelidjór:
    Kelidjór kunnu bjóða felagsskap og óavmarkaðan kærleika, sum kann vera sera uggandi, tá tú følir teg einsamalla/n. Harumframt kann eitt virkið lív, so sum at ganga túrar við einum hundi, eisini økja um tínar møguleikar fyri at samskifta meira við onnur.
  • Fá tær fakliga hjálp:
    Um einsemi plágar teg, kann tað vera eitt gott hugskot at tosa við ein sálarfrøðing ella ein psykoterapeut, sum kann stuðla tær í at handfara einsemi og hjálpa tær við at byggja upp tínar sosialu førleikar.
  • Lær at vera einsamøll / -mallur:
    Tað er munur á at vera einsamallur og at føla seg einsamallan. At finna gleði í bara at vera saman við sær sjálvum kann vera ein styrki. Royn t.d. at dyrka nýggj áhugamál ella tak uppaftur gomul ítriv, sum tú kanst njóta at fáast við einsamøll / -mallur.
  • Brúka tøkni til at knýta sambond:
    Hví ikki brúka framkomnu tøknina til tín fyrimun? At seta teg í samband við familju og vinir á netinum kann hjálpa við at minka um kensluna av einsemi. Appir og online pallar finnast, sniðgivnir til fólk, sum vilja møta nýggjum fólkum, ella sum vilja læra seg nýggjar førleikar saman við øðrum.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/08/09/vinir-avgerandi-fyri-livsgodskuna/