Flestu av heimsins leiðarum, ráðandi serfrøðingum og miðlum eru ofta tætt knýttir at fíggjarvaldinum, sum í sær sjálvum hevur ført heimin út í fíggjarligt skrædl. Vandi er tí fyri, at myndin, almenningurin fær av heimsins støðu, ikki er heilt í samsvar við veruleikan. Hvat gera føroyskir miðlar fyri at avdúka sonnu myndina?
Eftir Elina Brimheim Heinesen, annar partur av greinarøðini “Varskó til politikkarar, miðlar og fíggjarvald 2/3”, 2011
Miðsavnan av valdinum
Vit síggja eitt alheims rák, har fíggjarliga valdið verður miðsavnað hjá færri og færri fólkum. Talan er neyvan um nakra tilvitaða samansvørjing, men tað er tankavekjandi, at nógvir leiðarar og serfrøðingar verða fíggjaðir ella á annan hátt beinleiðis ávirkaðir av júst teimum fólkum, sum sita á pengunum – teimum, sum hava valdið til at velja, hvønn, tey vilja lata fígging til, og hvørja gransking tey vilja fíggja – og sum tískil lætt kunnu stýra ráðandi serfrøðini tann vegin, ið hóskar teimum best. Samstundis er tað eisini tankavekjandi, at fleiri og fleiri miðlar úti í heimi verða lagdir saman í alt størri altjóða miðlafyritøkur, sum eisini eru tætt knýttar at fíggjarvaldinum – og at alheims dagsskráin í stóran mun verður løgd av júst hesum somu miðlum.
Fría pressan er undir stórum trýsti. Nakrir av heimsins stóru siðbundnu miðlum, sum vunnu sær støðu sum journalistiskt óheftir miðlar, tá teir lítla ella onga kapping høvdu, liva enn høgt uppá ta tign, hetta gav teimum, og seta kanska enn dagsskránna í miðlaheiminum í ein ávísan mun. Men fleiri av hesum miðlum mugu sanna, at tann óheftað støða, teir fyrr høvdu, verður útholað alt meira, nú fleiri og fleiri miðlar gerast ogn hjá valdmiklum miðlamagnatum, sum seta ófrávíkilig krøv um avlop. Miðlarnir mugu í dag laga seg nógv meira til harðar marknaðartreytir, har kappast verður undir heilt øðrum fortreytum enn áður, nú ein ørgrynna av reinum undirhaldsmiðlum eru komnir á marknaðin at kappast við.
Lítil munur á alment og privat fíggjaðum miðlum
Partaeigararnir, sum eiga part í miðlunum, streingja í sínum lagi á fyri at fáa avlop av sínum íløgum. Men heldur ikki almennir miðlar sleppa undan trýstinum. Eru miðlarnir almennir, kunnu politikkarar spenna ella loysa skrúvuna, alt eftir hvussu nøgdir ella misnøgdir, teir eru við miðilin. Eisini teir sokallaðu ‘óheftu’ miðlarnir kenna seg tí trýstar til at framleiða meira populistiskt tilfar, sum fellur ‘í smak’ hjá politikkarunum – og verða sostatt beinleiðis ella óbeinleiðis stýrdir av áhugamálunum hjá teimum, sum eiga ella á annan hátt fíggja miðlarnar.
Hesir miðlar eru tí – sum ein óbeinleiðis avleiðing – farnir at líkjast meira og meira miðlunum, ið teir kappast við, sum bert hava handilslig endamál. Ja, fólk eru enntá farin at halda, at tað als ikki er neyðugt við alment fíggjaðum miðlum longur, tí tey síggja ikki tann stóra munin millum handilsligar og alment fíggjaðar miðlar meir! Fría, óhefta pressan stendur sostatt í vanda, um fígging ikki longur fæst til hana.
Ávirkanin á føroyskar miðlar uttanífrá
Hóast altjóða miðlafyritøkur ikki eiga føroysku miðlarnar, so tykist tað tó greitt, at føroyskir miðlar eru ávirkaðir av – og ofta ‘mima’ – sama slag av tíðindaflutningi, sum gongur aftur í øðrum miðlum uttanfyri Føroyar. Miðlarnir í Føroyum endurtaka í stóran mun tað, sum verður varpað út í teim stóru miðlunum uttanfyri Føroyar um heimsstøðuna – serliga í teim gomlu, heiðurskrýndu miðlunum, sum byggja á aldargamla siðvenju, har journalistiskur integritetur higartil tykist hava verið settur í hásæti, og har tíðindaflutningurin tí mestsum av sær sjálvum verður roknaður fyri at hava stórt trúvirði.
Tað er eitt kent fyribrygdi í miðlaheiminum, at jú fleiri miðlar bera somu tíðindi – og jú størri miðlar, jú meira ‘sonn’ halda fólk tíðindini vera. Øll herma meira og minni eftir hvørjum øðrum – serliga teim stóru miðlunum, so teir seta í stóran mun dagsskránna fyri alheims tíðindaflutningin. Føroyskir miðlar so at siga ‘keypa’ hesar ‘viðtiknu sannleikar’ og bera teir víðari – uttan at seta stórvegis spurnartekin við teir. Okkara miðlar so at siga lena seg uppat trúvirðinum hjá teim tignarligu miðlunum úti í heimi. Teirra trupulleiki gerst tí eisini okkara.
Miðlarnir stýrdir av peningaáhugamálum
Men tennirnar eru í stóran mun trektar úr teim miðlunum, sum okkara miðlar ofta “herma eftir”. Tað ber í øllum førum til at staðfesta, at meginparturin av alheims miðlunum í longri tíð ikki tykjast at hava skilt álvaran í ráðandi heimskreppuni, tí teir megna ikki at fáa stórt meira burturúr heimskreppuni í sínum tíðindaflutningi, enn at spyrja teir somu politikkararnar og búskapar- ella samfelagsserfrøðingarnar, (ið sum sagt ofta sjálvir eru partur av somu skipan), um “vanligi borgarin kann vænta meira niðurgongd í búskapinum – ella um vit kunnu rokna við, at gongdin skjótt fer at venda aftur…”(!).
“Kritiska” viðgerðin í flestu av temum stóru miðlunum í heiminum stingur sjáldan djúpri enn, at tá tað longu ER gingið galið (so sum tá stórir bankar ella fyritøkur fara á heysin) so leypa miðlarnir á tey, sum sótu í ábyrgdarsessunum, og sum longu hava felt seg sjálvi, og kappast um at føra tey til skafottið til háð og spott og ávaring fyri almenningin. Men kanska fekst meira burtur úr at brúka orkuna til at finna fram til aftanfyriliggjandi strukturellu trupulleikarnar, sum loyvdu hesum fólkum at gera mistøk, og harvið fyribyrgja, at tað ikki hendir aftur. Men nei. Fólkini verða feld, men skipaninar yvirliva, so tá ein tíð er farin, enda vit aftur júst sama stað.
Dagligi miðlaveruleikin er, at vit sjáldan síggja miðlar gera annað enn at skava á yvirflatuni. Kanska tí annað ikki kann loysa seg? Miðlarnir kring allan heim eru fyltir av tómum undirhaldi og grunnskygdum miðlatilfari, sum rættiliga einvíst tykist dáma best at dyrka inneftirlítandi tilfar, sum hevur fokus á einstaklingin, á tað sjálvupptikna og á nærumhvørvið. Evni so sum sjálvsmenning, útsjónd, móti, spiritualitetur/ átrúnaður o.a.t. fáa lutvíst stórt pláss. Ikki tí at tað er nakað sum helst galið í hesum evnum í sær sjálvum, men tá tað verður gjørt so einvíst, so virkar tað avleiðandi og fær fólk at gloyma álvarsligar hóttanir uttanífrá, sum í veruleikanum eru nógv meira viðkomandi og nógv tað mest týdningarmikla at kunna og gera almenningin tilvitandi um.
Journalistar undir vaksandi trýsti
Verulekin er, at journalistiska dygdin og trúvirði er í størri vanda enn nakrantíð, tí vaksandi kappingin og krøvini á miðaløkinum úrslita í títtari og títtari skoðbráum og krøvum um størri og størri tíðindanøgd fyri minni og minni pening. Hetta er ein sjálvstyrkjandi tilgongd, sum streingir hart á journalistar í miðlum kring allan heim og hevur ført við sær, at ein serligur skjóttflótandi skriviborðs-miðlaveruleiki verður framdyrkaður, ið skoytar á tromini og ikki torir (ella ikki hevur tíð ella orku) at fara í dýpdina. Hesi vilkor trýsta sjálvt teir mest samvitskufullu journalistarnar til at leypa uppum, har garðurin er lægstur.
Fólk hava vant seg so mikið nógv við henda endaleysa streymin av skjótt søgdum tíðindum og grunnum tíðindastubbum í miðlunum, at fólk hava lyndi til at halda, at hetta er einasti mátin, miðlarnir kunnu endurspegla veruleikan – enntá journalistarnir sjálvir. Nógv okkara eru vorðin so von við henda mátan, at vit gloyma at seta spurnartekin við tað. Men eitt ella annað stað kennist tað helst innantómt fyri mong. Tað mesta fer bara framvið uttan at vit gáa stórvegis um tað.
Undirhaldsvirðið framum sannleiksvirðið
Nú tá miðlarnir sjálvir hava tynt sogið so nógv, mugu teir í hørðu kappingini um miðlabrúkararnar í stóran mun síla teirra egnu endurspeglan av veruleikanum eftir einum leisti, har tað, sum er mest sensasjonelt, verður raðfest hægst. Tað ræður í nógvum miðlum ikki longur líka nógv um at avdúka sannleikar, sum tað ræður um at framleiða “góðar søgur”, sum selja – tvs. søgur, sum fólk tíma at lesa, síggja ella hoyra. Samstundis fær alt tað, sum IKKI kemur fram í miðlunum, tí tað ikki eru nóg góðar ella áhugaverdar søgur, minni relevans, tí vit fáa jú einki at vita um tað.
Journalistar/ritsjórar tosa um at raðfesta “ta góðu søguna”. Men hvat er “ein góð søga”? Er tað tann søgan, sum lýsir sannleikan neyvast? Ella er tað søgan, sum øsir kenslurnar mest? Forteljitekniskt tykjast journalistiskar søgur serliga í sensasjónsmiðlum alt meira bygdar upp og frambornar eftir einum leisti, sum í veruleikanum hoyrir heima í fiktiónini – men sum journalistar í hesum miðlum er farnir at brúka í sínum søgum, tí hesin leisturin er effektivur, tá tað ræður um at vekja ans.
“Vesentligheitskriteriið” í hesum miðlum tykist mest verða stýrt av, hvat ið hevur mest forargingar- og/ella undirhaldsvirði. Vinklar verða spentir á tamb fyri at kroysta tær mest sensasjonellu yvirskriftirnar úr søgunum, so tær gerast meira ‘spennandi’ og betur fanga eygað. Forteljiteknikkur og figurar frá fiktiónini – antagonisturin / protagonisturin (bakbeistið / hetjan) – eru fluttir inn í journalistikkin. Heldur enn at leita eftir sannleikanum, tykjast journalistarnir at leita meira eftir hetjum og bakbeistum – allarhelst bakbeistum – at manna sínar søgur við. Teir fara tí eftir manninum, heldur enn eftir bóltinum.
Kritiskur journalistikkur bert eitt eiti
Hetta líður avdúkandi journalistikkurin undir. Kritiskur journalistikkur er í mongum miðlum kring heimin eftirhondini bara eitt eiti av sær sjálvum. Gamaní, ein rúgva av atfinningarsomum spurningum verða settir intervjúofrunum, so tað sær út sum “kritiskur journalistikkur”, men ofta tykjast journalistarnir lítið áhugaðir í at lurta eftir svarunum. Hvat nú um tey, sum eru útvald til at spæla “bakbeistið” í søguni, vísa seg at at vera heilt vanlig fólk – og als ikki so beistaktig? So fer luftin jú úr “góðu søguni”! So tað ræður um ikki at geva “ofrunum” ov nógva talutíð – ella at benda tað, tey siga, so tað hóskar til fyritreytirnar í søguni – har ein so altíð kann umbera seg við, at ein rættur journalistur ikki má vera “mikrofonhaldari”. Eg havi hoyrt, at hetta er ein vanlig viðmerking á donskum redaksjónum í skemti at siga: “Grav nu ikke for dybt, så du dræber historien!”
Nógvir journalistar vilja halda uppá, at teir eru høgt hevjaðir upp um at dyrka slík undirhaldsprinsipp í teirra journalistikki – og tað er eisini møguligt, at nógvir teirra eru tað, ella at hetta ikki er eitt tilvitað endamál í øllum førum. Men til ber at staðfesta, at tað gerst alt vanligari, at intervjú eisini í meira seriøsum miðlum – ístaðin fyri at halda fokus á at avdúka okkurt, sum kann brúkast til nakað – líkjast undirhaldandi kappingum um, hvør er besti retorikarin, hvør dugir best at seta hvønn uppá pláss – ella hvør kann útstilla hvønn persón mest sum syndabukk, vit onnur kunnu forargast um.
Tað er møguligt, at hetta ikki er tilvitað, men nógvir av heimsins miðlum tykist at avmarka seg alt meira til at tekkjast lægsta felagsnevnara, har tað ræður um at finna “offur”, sum miðlakvørnin kann mala til fars og spýta út aftur sum grunt undirhald ella øsing fyri fjøldina, heldur enn at tæna nøkrum góðum endamáli. Tað kann onkuntíð fatast sum, at jú meira dám av einum Jerry Springer-líkum “freak show”, ein sending/grein hevur, jú meira innari svínahundurin verður kitlaður, jú betri.
Kitla innara svínahundin
Fyri summi kann tað persónliga gerast ein vanlukka at verða mald í miðlakvørnini. Fyri onnur er tað vorðið gerandiskostur og bara ein partur av arbeiðsvilkorunum – kanska serliga fyri tey veruligu bakbeistini. Um so er, at miðlarnir endiliga finna eitt satt bakbeist at koyra í kvørnina, fær tað so nakrar avleiðingar fyri viðkomandi at vera avdúkaður? Nei, sjáldan, tí í morgin hava miðlarnir kastað seg yvir eina nýggja sensasjón, eitt nýtt offur, ein nýggjan syndabukk, eitt nýtt “freak show”, sum upptekur sinnini, so fólk sleppa at smáøsa seg og at nøkta grenji-genið.
Í dagsins skjóttflótandi miðlaveruleika gerast dagsins tíðindi skjótari og skjótari “óaktuell” og verða løgd til viks og gloymd, so okkurt nýggjari kann sleppa framat. Nógv fólk – politikkarar o.o., sum javnliga eru undir ágangi frá miðlunum – hava helst ofta upplivað, at tey bara skuldu vápna seg við tolni og “ríða stormin av”, so kundu tey halda fram, sum um einki var hent. Men hvørja nyttu gera miðlarnir tá?
Spæl fyri gallarínum varðveitir valdið
Kunnu vit av røttum kalla slíkt “avdúkandi journalistikk”? Er hetta fingrapeikaríið og dagsins øsi-fix ikki meira at samanbera við eitt spæl fyri gallarínum, sum miðlar og makthavarar spæla við hvønnannan fyri at halda hvørjum øðrum uppá pláss, har tey sita – nemliga við valdinum? Hesi liva jú í sera stóran mun av hvørjum øðrum. Miðlarnir spæla við fyri at hava okkurt at eksponera og gera søgur um – og fyri at tryggja sær sína fígging ikki minst, meðan makthavararnir spæla við mest fyri at fáa eksponeringina – næstan sektin á á hvønn hátt, bara tey eru sjónlig. Eru miðlarnir ov grovir, fellir sympatiurin ofta til “ofrið”, so tað man ikki vera so hættisligt at stilla upp í miðlunum kortini.
Men fáa tey, sum lurta, hyggja ella lesa, veruliga nakað burtur úr hesum almenna sýnisglugga fyri politikkaranna og miðlanna glæntrileik? Fáa tey nakað viðkomandi at vita, sum fer afturum spælið, lærir tey nakað nýtt og førir tey víðari fram móti skilabetri loysnum á samfelagsins trupulleikar…?
Stuttskygd áhugamál stýra
Sannleikin er helst tíanverri, at her eru kreftir uppá spæl, sum ikki tæna nøkrum góðum altruistiskum endamáli, men heldur stuttskygdum egináhugamálum á báðum síðum – bæði hjá miðlunum sjálvum og hjá teimum, sum brúka miðlarnar.
Fyri nógvar miðlabrúkarar ræður tað um at hava okkurt til at avleiða seg sjálvan við – okkurt, sum kann doyva ella fáa ein at gloyma eins egna keðiliga veruleika – antin við at droyma seg burtur til okkurt betri – ella við at lesa, hoyra ella síggja okkurt forargiligt ella syrgiligt, sum kann fáa ein til at hugsa: So ringt er tað hóast alt ikki statt hjá mær – ella: Tað er í øllum førum ikki mín skyld, men hansara/hennara skyld, dett bakbeist! Í báðum førum snýr tað seg um avleiðing.
Fyri miðlarnar ræður tað um at fáa kontanta avrokning, so ráðini verða til at framleiða tað næsta, tað næsta og tað næsta tilfarið aftur. Miðlarnir verða tí alla tíðina freistaðir til at geva fólkinum tað, fólkið tykist at eftirspyrja: antin doyvandi sovimedisin ella syndabukkar, tey kunnu avleiða sínar frustratiónir á.
Miðlar ala skúlagarðsmentalitet
Men hesin sera stutt- og grunnskygdi miðlaveruleiki elur fram og stuðlar undir ein primitivan mentalitet í samfelagnum, sum mest líkist mentalitetinum í einum skúlagarði, har øll royna at verja seg sjálvi við at vekja minst møguligan ans og peika á onnur, so tey sjálvi sleppa undan happingini. Við hesum survival-of-the-fittest frumskógarmentaliteti, venjast fólk til at hugsa sjálvsøkið og einans um dagin í dag og ikki um dagin í morgin. Av ótta fyri at koma í skotmála tora øgiliga fá at átaka sær veruliga ábyrgd – allarminst fyri teimum avleiðingum hetta ábyrgdarloysi hevur fyri okkum øll og fyri framtíð okkara. Tað bítir seg sjálvt í halan og gerst bara verri.
Hetta er so ókonstruktivt og so niðurbrótandi, at tað er beinleiðis lívshættisligt, tí tað gruggar veruleikan, ger okkum blind fyri orsøkunum til ta serstakliga vandamiklu gongd, sum í løtuni førir samfeløg kring allan heim – har í millum okkara – út í óføri og forðar fyri kjaki um veruligar loysnir og fyri tí felags altruistiska andanum, sum er fyritreytin fyri, at skilagóð fólk sleppa framat og størri neyðug átøk kunnu verða viðtikin og framd, sum kundu tryggja lívsgrundarlag okkara framyvir og bjargað heiminum undan oyðileggilsi.
Mín næsta grein er ein roynd at varpa ljós á hættisligu hvørvisjónina, okkara samfelagsskipan byggir á, og – sum alt bendir á – ber í sær vandan fyri beinleiðis týning av mannaættini.
Íblástur:
Frágreiðingar
- http://vmr.fo/Files/Filer/VMR/Fragreidingar/Burdardygg_menning.pdf
- http://hawaii.gov/dbedt/ert/symposium/bartlett/bartlett1.html
- http://hawaii.gov/dbedt/ert/symposium/zagar/zagar.html
- http://www.peakoilassociates.com/PeakOilAnalysisOctober6-2007.pdf
- http://www.greenpeace.org/usa/Global/usa/report/2010/3/executive-summary-koch-indus.pdf
- http://en.wikipedia.org/wiki/Exponential_growth
- http://en.wikipedia.org/wiki/Ecocide
Blaðgreinir
- http://www.spiegel.de/international/germany/0,1518,715138,00.html
- http://www.guardian.co.uk/business/2010/aug/22/peak-oil-department-energy-climate-change
- http://www.guardian.co.uk/business/2010/jul/11/peak-oil-energy-disruption
- http://www.guardian.co.uk/business/2010/aug/22/bhp-billiton-potash-corp-global-crisis
- http://www.guardian.co.uk/sustainable-business/davos-ecology-crisis-unsustainability-threatens-business?INTCMP=SRCH
- http://politiken.dk/debat/kroniker/ECE689934/trussel-mod-kritisk-journalistik/
- http://www.businessweek.com/magazine/content/10_23/b4181086607101.htm
- http://www.thenation.com/video/157441/peak-oil-and-changing-climate
Bøkur
- Richard Heinberg: The Party’s Over: Oil, War and the Fate of Industrial Societies
- Richard Heinberg: Peak Everything: Waking Up to the Century of Declines
- Stephen Leeb, Glen Strathy: The Coming Economic Collapse: How You Can Thrive When Oil Costs $200 a Barrel
- Jeff Rubin: Why Your World Is About to Get a Whole Lot Smaller: Oil and the End of Globalization
- Stephen Leeb: Game Over: How You Can Prosper in a Shattered Economy
- John Michael Greer: The Long Descent: A User’s Guide to the End of the Industrial Age
- Jared Diamond: Collapse: How Societies Choose to Fail or Succeed
- David Strahan: The Last Oil Shock
Heimasíður
- http://www.postpeakliving.com/preparing-post-peak-life#
- http://carolynbaker.net/
- http://permatopia.com/
- http://www.180grader.dk/Politik/200-maend-styrer-danmark
- http://www.theoildrum.com/node/5497
- http://www.peak-oil-news.info/
- http://peakoil.blogspot.com/
- http://earlywarn.blogspot.com/
- http://www.3k88.com/
- http://www.organicconsumers.org/articles/article_6193.cfm
- http://www.lifeaftertheoilcrash.net/BreakingNews.html
- http://howtosavetheworld.ca/
- http://www.dark-mountain.net/about-2/the-manifesto/6/
- http://www.greenpeace.org/usa/campaigns/global-warming-and-energy/polluterwatch/koch-industries/
- http://www.neweconomyworkinggroup.org/blog/missing-vision
Sjónbond og filmar
- http://www.thenation.com/video/157441/peak-oil-and-changing-climate
- http://www.collapsemovie.com/
- http://www.youtube.com/watch?v=Pin8fbdGV9Y&feature=mfu_in_order&list=UL
- http://www.oilcrashmovie.com/
- http://www.thecorporation.com/
Bíblian
http://www.biblian.fo/
Gamla Testamentið: Fyrra Sámuelsbók 2:7 – Job 31:24-25, 28 – Sálmarnir 49:16-20 – Orðtøkini 11:4 – Orðtøkini 11:28 – Orðtøkini 23:5-6 – Orðtøkini 28:20 – Orðtøkini 30:8-9 – Prædikarin 5:10 – Jeremias 5:27-31 – Jeremias 9:23-24 – Ezekiel 28:2-10
Nýggja testamentið: Matteus 6:19-21 – Matteus 6:24 – Markus 4:18-19 – Markus 10:21-27 – Lukas 3:11 – Lukas 6:30 – Lukas 8:14 – Lukas 9:25 – Lukas 12:15-21 – Lukas 12:22-32 – Lukas 12:29-34 – Lukas 12:47-48 – Lukas 14:12-14 – Lukas 14:33 – Lukas 16:9-12 – Lukas 16:13 – Lukas 16:19-31 – Ápostlasøgan 2:44-45 – Ápostlasøgan 4:32 – Ápostlasøgan 4:34-35 – Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint 4:8-21 – Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint 2:17 – Bræv Paulusar til samkomuna í Filippi 4:11-12 – Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Tessalonika 2:5 – Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:6-11 – Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:8-11 – Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:17-19 – Brævið til Hebrearar 13:5 – Bræv Jákups 1:9-11 – Bræv Jákups 5:1-6 – Fyrsta bræv Jóhannesar 3:16-18 – Opinbering Jóhannesar 3:17-19