↑ Return to Kostnaðir

Print this Page

Heimasíðuframleiðsla & ritstjórn

Fyri heimasíðuframleiðslu og ritstjórn:

Verður avtalað, at heimasíðuframleiðsla og ritstjórn skal gerast uppá tímaløn, er byrjanarsamsýningin fylgjandi:

  • Fyrsta viðtala er ókeypis!
  • Um avtala verður gjørd, er kostnaðurin fyri fyrsta tíma: DKK 500 / € 67 / £ 53 / $ 82 uttan MVG
  • Fyri eftirfylgjandi tímar er grundarleggjandi tímasatsur galdandi, sum er: DKK 300 DKK / € 40 / 33 £ / 53 $ uttan MVG

Fyri framleiðslu av eini vanligari, einfaldari heimasíðu við upp til tíggju síðum, tó alt eftir hvussu nógv innihald er á heimasíðuni og / ella á hvørji einstakari síðu – er minstikostnaðurin í løtuni:

  • 5.000 kr. / 670 € / 550 £ / 880 $ uttan MVG

Fyri hvørja eyka síðu:

  • 500 kr. / 67 € / 55 £ / 88 $ uttan MVG

Henda tænasta fevnir einans um framleiðslu av eini standard heimasíðu – harímillum standard sniðgeving, heimasíðuinnihald og hjálp til innihaldsmenning – men IKKI tøkniliga uppseting av ambætara/vertsteldu, økisnavn og hald, serliga sniðgeving, serligar funksjónir og annað tílíkt. Vit hava tó góð sambond, vit kunnu visa til, sum kunnu bjóða hesar serligu tænastur.

Fyri heimasíður við serligum funksjónunum, sum krevja hjálp frá samstarvspørtum, er kostnaðurin hægri. Til ber at samráðast um kostnaðin, har atlit má takast at, hvussu víttfevnandi krøvini eru til tær serstøku funksjónirnar, sum verða kravdar.

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/introduction/foroyskt/prisir/website-production/