Author's posts
Oct 31 2013
Hvussu gera vit samfelagið liviligari fyri kvinnur og onnur fólk?
Hetta er ein roynd at koma við einum konstruktivum ískoyti til kjakið um fólkafráflyting og kvinnuundirskot í Føroyum. Hvussu kann gongdin vendast? Tað er púra greitt, hvør trupulleikin er: So leingi sum vit ikki hava fleiri møguleikar á útbúgvingarøkinum og ikki hava ein meira fjølbroyttan arbeiðsmarknað í Føroyum, kunnu vit ikki vænta annað enn, at …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/10/31/hvussu-gera-vit-samfelagid-liviligari-fyri-kvinnur-og-onnur-folk/
Aug 19 2013
Eitt dámligt og avbjóðandi brand
Elin Brimheim Heinesen ummælir her nýggja brandið av Føroyum sum ferðaland, sum Visit Faroe Islands júst hevur avdúkað: Fyri stuttum varð nýggja brandið fyri Føroyar sum ferðaland avdúkað í Norðurlandahúsinum. Hugskotini og tilfarið, sum Ferðaráðið og lýsingarfyritøkurnar Sansir og Liquidminds løgdu fram, sá sera flott, professionelt og lovandi út. Endiliga kunnu hugskot evnast til á …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/08/19/eitt-damligt-og-avbjodandi-brand/
May 06 2013
Vegurin, sannleikin og lívið
Bræv til dóttur mína um Gud eftir Elina Brimheim Heinesen Mín elskaða dóttir, Meg minnist, at tú einaferð spurdi meg: “Mamma? Ert tú trúgvandi?” Eg hugsaði um, hví tú mundi ivast í tí. Eg havi jú biðið faðirvár við tær gjøgnum allan tín barndóm. Eg havi sungið sálmar við tær. Vit hava ikki gingið nógv …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/05/06/vegurin-sannleikin-og-livid/
Apr 17 2013
Er mentan bara fjas?
Eftir Elina Brimheim Heinesen Ert tú ein av teimum, sum heldur, at mentan bara er nakað uppgjørt fjas, sum tey allarflestu gott kundu verið fyriuttan? Ert tú ein av teimum, sum spyr: “Hvat skulu vit brúka mentan til?” og svarar sjálvur í sama viðfangi: “Vit kunnu ikki liva av mentan!” Ert tú ein av teimum, …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/04/17/er-mentan-bara-fjas/
Feb 06 2013
Hvussu verður Havnin ein rættur BÝUR?
Havnin livir ikki upp til sín leiklut sum ein rættur høvuðsstaður. Ístaðin fyri at vera ein livandi býur við eini yðjandi kjarnu, kann hon best samanberast við eina deydliga sovibygd. Hvussu verður Havnin til ein veruligan orkumiðdepil, sum dregur ung og virkisfús fólk, ið skapa tað lívgevandi virksemið, vit sakna í dag? Her er eitt …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/02/06/hvussu-verdur-havnin-ein-raettur-byur/
Feb 01 2013
Eitt hjartasuff um Feysbukka-atferð
Tað tykist sum um ein óheppin tendensur er við at vinda uppá seg á Facebook, har fólk brúka miðilin til at skelda inn á hetta og hatta við sera negativum og ofta stak illa undirbygdum páhaldum. Streymurin av ónøgdum, østum ella illum viðmerkingum her á Facebook virkar møðandi. Hvat skal tað vera gott fyri? Er …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/02/01/eitt-hjartasuff-um-feysbukka-atferd/
Dec 04 2012
App’ropos Elin Brimheim Heinesen í Góðan Morgun Føroyar
App’ropos Elin Brimheim Heinesen, 4. dec. 2012: Rúni Jákupsson prátar við Elina Brimheim Heinesen, samskiftisráðgeva, sum greiðir frá sínum trimum yndisappum. Trýst HER fyri at lurta – ella tak niður HER. App’ropos var fastur týsdagstáttur í Góðan morgun Føroyar í 2012.
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/12/04/appropos-elin-brimheim-heinesen-i-godan-morgun-foroyar/
Nov 02 2012
Ferðaseðlaprísirnir mugu niður – NÚ!
Bíligari ferðaseðlar til og úr Føroyum er ein ósvitalig treyt fyri at fáa búskaparkurvurnar at venda rætta vegin og fyri at fáa fólkavøkstur í Føroyum aftur. Framtaksemið í landinum kódnar undir núverandi ótolandi umstøðum, sum meira ella minni avbyrgja føroyska fólkið frá umheiminum, bara tí politiska valdið heldur fast í at vilja geva nøkrum fáum …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/11/02/ferdasedlaprisirnir-mugu-nidur-nu/
Oct 22 2012
Jens Pauli Heinesen 80 ár
Hátíðarhald í Norðurlandahúsinum ísv. 80 ára føðingardag Jens Paula Heinesen’s verður mánadagin tann 12. november 2012 Rithøvundurin Jens Pauli Heinesen doyði 19. juli 2011. Í sambandi við, at hann hevði fylt 80 ár tann 12. november í ár, er ætlanin at heiðra høvundan og varpa ljós á skaldaverk hansara við einum hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum á …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/10/22/jens-pauli-heinesen-80-ar/
Sep 29 2012
30 tummilfingrareglur, sum tryggja, at tín verkætlan eydnast
Leiðsla er ein avbjóðandi uppgáva. Her eru nøkur góð ráð til tín, sum annaðhvørt hevur tikið ella fingið leiklutin sum leiðari fyri eina størri verkætlan, og sum kanska ongantíð rætiliga hevur roynt tað áður. Hvørjum skalt tú leggja upp fyri? © Elin Brimheim Heinesen, 2003 VERKÆTLANIN Skil, at tað krevur góða planlegging og góða fyriskipan …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/09/29/30-tummilfingrareglur-sum-tryggja-at-tin-verkaetlan-eydnast/
Sep 24 2012
Vart: Fløtan Fría – eitt friðskjól fyri djór og djóravinir
Har er eingin úrdráttur, tí hetta er ein vardur postur.
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/09/24/flotan-fria-eitt-fridskjol-fyri-djor-og-djoravinir/
Sep 01 2012
Alt livandi livir av øðrum livandi
Alt livandi hevur lívsmegi. Tað er tankavekjandi, hvussu óttin fyri deyðanum, fyri pínu og fyri at koma til skaða er felagsnevnari fyri øll menniskju og djór. Einki vil doyggja, um tað kann sleppa frá tí. Lívsmegi er drívmegin í øllum og gevur viljan til at liva. So løgið tað ljóðar, so er tað tann sama drívmegin, …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/09/01/alt-livandi-livir-av-odrum-livandi/
Aug 23 2012
Málsligt demokrati
Ofta verður sagt “Tvinnir eru kostirnir, og hvørgin er mjúkur”, tá ósemjur ráða og tað – at síggja til – bert eru tvey at velja ímillum. Men noyðist alt nú altíð at vera so knívskorið? Í bólkunum á Facebook, ið snúgva seg um føroyskt mál, fær ein onkuntíð varhugan av, tá sjógvarnir bróta, sum …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/08/23/malsligt-demokrati/
Aug 13 2012
Hvat stremba vit eftir?
Eitt samfelag, har alt verður roknað í pengum, og virði okkara sum menniskju bert verður mett í mun til, hvussu nógv vit megna at forvinna, leggur eitt øgiligt trýst á menniskju. Tá lívið hjá hvørjum einstøkum verður treytað av pengum fyrst og fremst, og pengar verða gjørdir til málið, vit øll skulu stremba eftir, so …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/08/13/hvat-stremba-vit-eftir/
Jun 29 2012
Hví fyllir Fámará málið so nógv í hugaheiminum hjá fólki?
Onkur hevur sagt, at tað er eitt sindur møðsamt ikki at kunna fara á Facebook í løtuni uttan at skula blíva teppibumbaður við greinum, viðmerkingum og áheitanum um eitt festi, sum fá ánaðu, hvar lá fyrr enn í vetur. Viðkomandi helt, at hatta er jú ikki meira enn eitt festi, sum so mong onnur í Føroyum. …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/06/29/hvi-fyllir-famara-malid-so-nogv-i-hugaheiminum-hja-folki/
Jun 12 2012
Elin og Kári í Tíðarinnar Bakspegili
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/06/12/elin-og-kari-i-tidarinnar-bakspegili/
Jun 05 2012
Hvussu fært tú viðhald fyri tí, tú brennir fyri?
Eg havi ráðgivið nógvum fólkum. Millum teirra havi eg upplivað nøkur, sum veruliga hava brent fyri einari søk, ja, kanska hava barst fyri sakini meginpartin av lívinum. Tað verið seg íverksetarar, uppfinnarar, aktivistar ella onnur, sum vilja bróta upp úr nýggjum. Onkusvegna tykist tað lættari hjá summum enn hjá øðrum at fáa ta undirtøku, teim nýtist, …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/06/05/hvussu-faert-tu-vidhald-fyri-ti-tu-brennir-fyri/
Jun 02 2012
Visiónir
Nógvar góðar visiónir seinastu dagarnar, men tíma tey visiónsleysu at lurta? Ella fara visiónirnar bara fram við borðinum aftur, sum vant?
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/06/02/visionir/
May 25 2012
Ber til at liva stórbýarlív í Føroyum?
Føroyskur samleiki í nýggjum tíðum – partur II: Føroyingar lata seg í stóran mun ávirka av alheimsgerðini og eru farnir at líkjast øllum øðrum vesturlendingum. Summi tykjast eisini hava skund við at taka frástøðu frá tí at vera føroyingur ella frá føroyskari siðvenju. Men hvussu áhugavert er tað, um allir føroyingar gerast meinlíkir øðrum í …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/05/25/ber-til-at-liva-the-american-dream-i-foroyum/
May 25 2012
Er grindadrápið vert at varðveita?
Føroyskur samleiki í nýggjum tíðum – partur I: Hvørjar orsøkir eru til at halda fast við at drepa grind? Kann hetta gerast á burðardyggan, skynsaman hátt, har djórini verða avlívað so humant sum gjørligt? Kann tað gerast við atliti at heilsuni hjá fólki? Kunnu vit etiskt standa inni fyri tí, vit gera? Skaðar henda siðvenja …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/05/25/er-grindadrapid-vert-at-vardveita/