Góði Russel, Lat meg siga beinanvegin, at eg eri ikki ein teirra, sum ætli mær at klikkja niður á tín nýggja tokka. Kærleiki tín til kristindómin tykist at vera ektaður, og eg viðurkenni ynski títt um at gerast eitt betri menniskja. Tú tykist sannførdur um, at Bíblian hevur lykilin til tína umvending, og rætt er, …
Category: Sálarfrøði & Samleiki
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/09/24/opid-braev-til-ein-fyrrverandi-misnytara-sum-er-vordin-umvendur-kristin/
Aug 09 2024
Vinir avgerandi fyri lívsgóðskuna
Stutt essay í Kvinnu 29. mai 2024 Eftir Elina Brimheim Heinesen Nú havi eg skjótt livað í 66 ár. Tá eg líti aftur eftir, kann eg staðfesta, at eg havi livað eitt sera litríkt lív. Upp á gott og ónt. Tá ein livir so mikið leingi, sleptst ikki undan at fáa nakrar frammaná á ferðini. …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/08/09/vinir-avgerandi-fyri-livsgodskuna/
Jul 12 2024
Eru kvinnur minni musikalskar enn menn?
Í framhaldi av kjakinum um manglandi kvinnuumboðan á festivalum í Føroyum og aðrastaðni eru nógvar røddir, sum spyrja, hví tað yvirhøvur skal vera nakar trupulleiki. Hví søran skal alt gerast til ein spurning um kyn? Er tað ikki bara góðan tónleik, tað skal snúgva seg um? At síggja til fær ynskið um fleiri kvinnuligar tónleikarar …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/07/12/eru-kvinnur-minni-musikalskar-enn-menn/
May 12 2024
Skulu kvinnur tvingast til at fara ígjøgnum óynsktan graviditet?
Eftir Elina Brimheim Heinesen Lat meg siga tað beinanvegin. Eg gangi inn fyri fríum vali – tvs. at kvinnur skulu sjálvar hava rætt til at gera av, um tær vilja fara ígjøgnum ein graviditet ella ikki. Tað merkir ikki, at eg haldi, at tað at fremja abort er gott – ella at abortur er nøkur …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/05/12/skulu-kvinnur-tvingast-at-fara-igjognum-oynsktan-graviditet/
Mar 05 2024
“Womansplaining” av sonevndu maskulinitetskreppuni ;-)
Eftir Elina Brimheim Heinesen Lisið upp í Sirkus ísv. Femifagnaðin 4. Mars 2024 Í okkara patriarkalska samfelag ráða enn aldargamlir normar fyri, hvussu menn og kvinnur skulu vera. Siðbundna kynsfatanin ávirkar okkum til at vænta av monnum, at teir skulu vera sterkir og stoiskir. Nógvir menn tora tí illa at tosa um sínar kenslur av …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/03/05/womansplaining-av-sonevndu-maskulinitetskreppuni/
Mar 15 2023
Gentrifisering: Tá vælhavarar yvirtaka grannaløg
Eftir Elina Brimheim Heinesen Gentrificering er ein broytingartilgongd, sum fer fram í óteljandi býum kring um í heiminum, har gomul, ofta niðurslitin og forfallin grannaløg fáa ábøtur og verða endurnýggjað. Men er hendan menningin altíð góð? Tað er spurningurin, tí ofta førir gentrifiseringin til tvídráttir millum tey, sum hava búð í grannaløgunum í mong ár …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2023/03/15/gentrifisering-ta-vaelhavarar-yvirtaka-grannalog/
Mar 12 2023
Hvat er ein “rættur maður” í dag?
Trigger warning: Ert tú forvitin eftir at lesa um maskulinitet, sæð frá einum kvinnuligum sjónarhorni, so er hetta nakað fyri teg. Men um tú hevur ilt við at tola, at ein kvinna dittar sær at hava eina meining um, hvat ein “rættur maður” er, so mæli eg til at leypa hesa greinina um. 😉 Eftir …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2023/03/12/hvat-er-ein-raettur-madur-i-dag/
Jan 02 2023
Keep Sweet, Pray and Obey
Eftir Elina Brimheim Heinesen ÁVARING! Hetta er harður kostur! Vilt tú síggja ein óhugnaligan ræðufilm frá veruleikanum um, hvat fundamentalisma, blind trúgv og loyalitetur til menn, sum siga seg vera Harrans útvaldu sendiboð, kann gera av skaða? Vilt tú síggja, hvat hendir, tá ein skrupulleysur maður vinnur sær gudastatus og harvið vald á túsundavís av fólkum og …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2023/01/02/keep-sweet-pray-and-obey/
Mar 30 2022
Er tað ov óítøkiligt at tosa um eina generella sexistiska mentan?
Eftir Elina Brimheim Heinesen Er neyðugt at peika á “syndarar”? Onkrum dámar illa, tá tosað verður um eina “generella sexistiska mentan”, tí tað er ov óítøkiligt, halda tey. Tey samanbera tað við, at um onkur t.d. verður bukaður í náttarlívinum, og veit hvør gjørdi tað, hvat nyttar tað so, um viðkomandi letur vera við at …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2022/03/30/er-tad-ov-oitokiligt-at-tosa-um-eina-generella-sexistiska-mentan/
Feb 17 2021
Samansvørjingarteoriir hjá QAnon slóða fyri harðræði
Eftir Elina Brimheim Heinesen Trúgvin uppá samansvørjingar er í veruleikanum ein frávarpan av egnum ótta. Skjóti framvøksturin av samansvørjingarteorium seinastu tíðina avdúkar, hvussu óttafull og sinnisliga skamfílað nógv eru av støðuni í heiminum í dag, nú korona herjar. Máttloysið um ótryggleikan ger, at fólk kenna seg drigin at onkrum veruleikafjarum at balla seg inn í. …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2021/02/17/samansvorjingarteoriir-sloda-fyri-hardradi/
Dec 28 2020
Stríðið millum bygd og bý
Eftir Elina Brimheim Heinesen Hvat fremur og hvat forðar mest fyri menning og trivnað í Føroyum? Dreymurin um modernaða, tøkniliga framkomna stórbýin – ella dreymurin um “at alt var betri í gomlum døgum”? Hava tey rætt, sum vilja gera Føroyar um til eitt hypermoderna, altjóðagjørt KT samfelag – ella hava tey rætt, sum vilja halda …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2020/12/28/stridid-millum-bygd-og-by/
Jun 30 2020
Umsorgan hjálpti mær at yvirliva
Langlesnaðargrein í Dimmu Apríl 2019 Fortalt hevur: Elin Brimheim Heinesen Skrivað hevur: Hans Egholm Elin er í javnvág. Í lívinum er hon á einum rættiliga góðum stað í løtuni. Hon er nøgd við sítt starv, hevur eitt gott heim, eigur eina fitta tík, hevur deilig systkin við heimsins fittastu børnum, sum hon er ógvuliga góð …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2020/06/30/umsorgan-hjalpti-maer-at-yvirliva/
Apr 13 2020
Frástøða fær okkum at virða nærveru
Kvinnurøddin – Grein í blaðnum Kvinnu um Korona-kreppuna. Eftir Elina Brimheim Heinesen Frá sorgloysi til óttafulla stúran 3. februar í ár fleyg eg úr Føroyum fyri at halda langa vetrarferiu í Cuba saman við sjey vinkonum. Lítið vistu vit, at ein mánaða seinni fóru vit at koma heim aftur til ein veruleika, har alt var …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2020/04/13/frastoda-faer-okkum-at-virda-naerveru-2/
Mar 09 2020
Hanga vit enn fast í idealinum um fullkomnu húsmóðurina?
Eftir Elina Brimheim Heinesen Apropos kvinnudagin í gjár. Hvussu langt er vit komin við javnstøðuni, tá tað kemur til hugburð okkara? Hanga nógv ikki uppá nógvar mátar enn føst í hugburðinum um kynini, ið ráddi í 60’unum (sum ráðini til kvinnurnar tá illustrera á myndini)? Tað tykist í øllum førum meir enn so at vera …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2020/03/09/hanga-vit-enn-fast-i-idealinum-um-fullkomnu-husmodurina/
Oct 22 2019
Lívið hevur lært meg…
Grein í Kvinnu í 2019 um Elina Brimheim Heinesen, og um hvat hon hevur lært av lívinum. Greinin í Kvinnu var nakað stytt, men her er greinin í fullari longd. Fakta um Elina Fødd: 25. juni 1958 Børn: Ein dóttir, Helena, fødd 1990 Hjúnabandsstøða: Støk Um familju… Familjan hevur ómetaliga nógv at siga fyri samleikan, tú …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2019/10/22/livid-hevur-laert-meg/
Sep 05 2019
Verjið javnrættindi teirra samkyndu!
Eftir Elina Brimheim Heinesen Um okkum dámar tað ella ei, er samkyndleiki ein veruleiki, vit ikki kunnu lata eyguni aftur fyri, er til. Antin góðtaka vit henda veruleika, ella gera vit tað ikki. Men tað hjálpir lítið at stinga høvdið í sandin. Samkynd hava altíð verið til og fara ikki at hvørva, líkamikið hvat verður …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2019/09/05/verjid-javnraettindi-teirra-samkyndu/
May 08 2018
Hví fara kvinnur aftur til menn, sum eru harðligir við tær?
Eftir Elina Brimheim Heinesen Síggi í Facebook-kjakum í løtuni, at fólk undrast á kvinnur, sum fara aftur til menn, sum hava verið harðligir við tær. Skilagóði sosialráðgevin og brævkassaredaktørurin Tine Bryld – eisini nevnd “Hele Danmarks mor” – segði einaferð um hetta í eini ungdómssending, sum æt P4 på P1 í Danmarks Radio, at hon …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2018/05/08/hvi-fara-kvinnur-aftur-til-menn-sum-eru-hardligir-vid-taer/
Jan 18 2018
Føroyskar kvinnur tora ikki at trína fram
Eftir Mildrið Jacobsen; Sosialurin, 18. Januar 2018; Evni: #MeToo Føroyskar kvinnur aftra seg við at seta #MeToo frámerkið á sína vangamynd á sosialu miðlunum. Tað er ikki tí, at trupulleikin við kynsligum ágangi er minni í Føroyum enn aðrastaðni, men samfelagið er lítið, og kvinnurnar stúra fyri nærgangandi spurningum og gitingum, sum koma dátt við, …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2018/01/18/foroyskar-kvinnur-tora-ikki-at-trina-fram/
Dec 16 2017
#MeToo og bakslátturin
Týring av svenska kronikkinum hjá Maria Sveland “#MeToo och bakslaget”: https://www.etc.se/kronika/metoo-och-bakslaget Um tað er nakað, feministar kunnu vera vísir í, so er tað, at allir teirra sigrar møta mótstøðu. Bakslátturin kann síggja ymiskur út og vera meira ella minni væleydnaður, men at royndin verður gjørd, er líka so sikkurt sum, at tann sonevndi “Kulturprofilurin” við …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2017/12/16/metoo-og-bakslatturin/
Oct 27 2017
Er #metoo bara humbukk og tvætl?
Eftir Elina Brimheim Heinesen Eg veit ikki, hvat onnur halda, men sjálv fekk eg næstan morgundrekka í rangastrúpan, tá eg hoyrdi klummuna í útvarpinum í morgun. Klumman gjørdi nógv burtur úr at speireka og lítisgera #metoo rørsluna og láturliggjørdi tær kvinnur, sum hava sett hashtaggið #metoo á vangar sínar á sosialu miðlunum. Klummuskrivarin vildi vera við, at tær flestu …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2017/10/27/er-metoo-bara-humbukk-og-tvaetl/