Hvussu kanst tú eyðmerkja ein psykopatiskan leiðara?

Nakrir átrúnaðarligir leiðrar eru veruliga vandamiklir – so sum Jim Jones, sum hevði ábyrgdina av hópsjálvmorðunum, ið 909 fylgjarar gjørdu eftir boðum hansara í Jonestown, Guyana, 18. november 1978.

Leiðarar, sum hava lyndi til psykopati, elva til fanatismu og ekstremismu millum síni viðhaldsfólk. Psykopatisk atferð hjá leiðarum er eyðkend av, at viðkomandi brúkar kenslumanipulatión t.d. við  hóttanum, happing og at loypa ótta og ræðslu á fólk, men eisini við sjarmu og smikuri – alt samalt við endamálinum at vinna vald og tamarhald á øðrum. Hendan greinin viðger psykopati, upprunaliga millum átrúnaðarligar leiðarar, sum savna sær trúgv viðhaldsfólk í eini kult kring seg – onkuntíð við syndarligum úrsliti. Men grundreglurnar kunnu eisini brúkast av øðrum leiðarum við psykopatiskum eginleikum, so sum av politiskum leiðarum ella leiðarum av ymiskum øðrum rørslum.

Eftir Elina Brimheim Heinesen

(Hesa greinina skrivaði eg við støði í einum uppgávu, sum eg gjørdi í skúlanum fyri mongum árum síðani. Uppgávan viðgjørdi evnið: Psykopati millum leiðarar í átrúnaðarligum samkomum – hvussu ein kann kenna aftur eyðkennini hjá einum leiðara við psykopati, og hvussu ein kann sleppa undan at verða fangaður í teirra neti. Psykopati er eitt fyribrigdi, sum ger seg galdandi fyri ein prosentpart av øllum leiðarum, sama um vit tosa um átrúnaðarligar leiðarar, politiskar leiðarar ella leiðarar av ymiskum felagsskapum ella rørslum. Tað er umráðandi at eyðmerkja leiðarar við psykopati, tí summir teirra eru ógvuliga samvitskuleysir og kunnu lokka fólk á eina sera vandamikla sjálvskaðandi leið. Greinin viðger vandarnar við psykopati hjá átrúnaðarligum leiðarum, men sjálvandi eru hesir leiðarar samanberiligir við aðrar ikki-átrúnaðarligar leiðarar við somu psykiatrisku órógv.)

Leiðarar, ið líða av psykopati, eru eisini aloftast narcissistar, sum nýta ymiskar hættir at vinna sær tamarhald á øðrum í eini roynd at viga upp ímóti og fjala djúptliggjandi óvissu og ógvuliga lága sjálvsvirðing, sum teir ikki tora at viðganga fyri sær sjálvum, at teir líða av. Tí hava teir tørv á støðugt at styrkja sítt ego. Summir hava trongd at rósa sær sjálvum nógv og nýta stórar armsrørslur fyri at vekja ærufrykt. Aðrir vinna sítt vald á meira hárfínar og ómerkjandi mátar. Flestu teirra hava eina karismatiska persónsmensku við óvanliga góðum evnum at sannføra onnur, onkuntíð við sharmu og smikuri, onkuntíð við hóttanum – men altíð við djúpum kensluligum árini á onnur.

Men tú kanst kenna ein psykopatiskan leiðara aftur í og við, at hann ongantíð leggur dent á at fáa síni viðhaldsfólk til at gera góðar gerðir, sum til dømis at vísa øðrum kærleika, umsorgan og forstáilis. Nei, hann leggur dent á “fíggindar” og á tey “óndu”, sum hann sigur, at hann vil bjarga teimum undan. Og hann leggur dent á at fáa síni viðhaldsfólk til at “stríðast” á hansara síðu móti tí “ónda”. At stríðast móti fíggindum er eitt mál í sær sjálvum.

Sigur seg sjálvan vera loysnina

Vanligi mátin, ein psykopatiskur leiðari brúkar fyri at fáa viðhaldsfólk til at melda seg til sína kirkju ella átrúnaðarligu samkomu, er sostatt at tekna eina ógvuliga dapra mynd av tí ræðuliga óndskapi, sum hóttir hesa verð, og sum viðhaldsfólkini tí mugu stríðast ímóti. Nakað av hesum “óndskapi”, ið leiðarin heldur uppá finst, kann væl vera veruligur, tí nógv fólk stríðast jú við stórar avbjóðingar. Hetta ger tað lætt at sannføra fólk um, at alt tað ringa, sum ger lívið trupult fyri tey, hevur “fíggindin” ábyrgdina av.

Men stórur partur av hesum “óndskapi” er tó ikki veruligur, ikki so frætt sum realistiskur, men meira ella minni íspunnin av honum sjálvum fyri at fáa hóttanina til at virka størri, enn hon er, og soleiðis skaka fólk enn meira í teirra grundvølli. Tá fólk eru bangin, eru tey meira móttakilig fyri hansara ávirkan, tá ið hann tekur næsta stigið: nevniliga at geva fólki “loysnina” uppá trupulleikan.

Hann billar teimum inn, at hann hevur einasta lykilin til, at tey “kunnu verða frelst” frá øllum teirra trupulleikum og frá øllum tí ónda í hesum heimi, og at hann veit akkurát, hvussu ein skal stríðast ímóti óndskapinum, tí sjálvur Gud hevur sett hann til at átaka sær hesa uppgávu. Við at fáa fólk at trúgva, at hann – persónliga – umboðar Gud og ta einastu røttu trúnna, sum kann bjarga øllum, fær hann tey at síggja seg sum frelsaran og tann einasta sanna leiðaran.

At fáa tamarhald á øðrum

Tað, sum í veruleikanum fer fram, er, at hann bert brúkar átrúnaðin sum eitt amboð til sín egna fyrimun. Hansara sanna dagsskrá er at fáa viðhaldsfólk til góðvarin at fylgja sær persónliga í øllum. Átrúnaður er eitt effektivt amboð, sum hann kann brúka til at fremja hesa dagsskrá. Ein psykopatiskur leiðari hevur ikki sum endamál at frelsa nakran ella bjarga fólki frá nøkrum sum helst. Tað snýr seg einans um at fáa viðhaldsfólk, sum háttvirða hann sjálvan og sum hann kann hava tamarhald á. At vera valdsmikil er tað einasta, hann hevur áhuga í. Og tann mest effektivi mátin at fáa vald og tamarhald á fólki er við at manipulera tey og sannføra tey um, at tey eru offur fyri onkrum ræðuligum óndskapi, sum bert hann – við teirra hjálp – kann frelsa tey frá.

Tá ið hann sigur, at hann fegin vil stríðast ímóti tí ónda – ja, ofta reypar hann av, hvussu nógv betyr hann dugir tað enn øll onnur – er hetta bert ein máti at lokka fólk til at trúgva, at tey veruliga hava tørv á at stuðla endamáli hansara og skriva seg inn í hansara kirkju ella samkomu, sum í veruleikanum er ein ekstremistiskt kult undir hansara fullkomna eftirliti.

Leiðarar av slíkum ekstremistiskum kultum kunnu væl billa sær sjálvum inn, at teir veruliga stríðast fyri einum góðum endamáli, og at teir eru settir av Gudi til at gera hetta arbeiði, uttan nakrantíð at skilja, at teir í veruleikanum eru psykopatiskir megalomanar, stýrdir av eini ómettiligari trongd eftir at hava vald yvir øðrum og líka so stórum tørvi á, at onnur fjeppast í teimum.

Brúkar ótta

Men hvussu kann tað bera til, at viðhaldsfólkini ikki gjøgnumskoða tað? Jú, sum psykopatur er ein slíkur leiðari jú ein meistari í manipulatión. Hann vinnur sítt vald við altíð at raka fólk kensluliga, har tey eru mest sárbær. Verðin er onkuntíð eitt ógvuliga ræðandi stað at vera, og lívið kann vera rættiliga fløkt. Nógv fólk eru strongd og hava størri avbjóðingar í lívinum, enn tey kunnu bera. Tí eru nógv á markinum til reint vónloysi og vóna at verða bjargað úr teirra vónloysi og fáa víst ein veg frameftir.

Hetta er nakað, sum valdssjúkir psykopatar kunnu brúka til sín fyrimun. Tað er tí, at teimum dámar væl at venda sær til kensluliga sárbær, ørkymlað og ótrygg fólk, har av mong møguliga hava mist fótafesti og ofta hava ovurstóran tørv á at trúgva uppá nakað. Jú meira rótleys og vónleys tey kenna seg, jú sterkari er teirra ynski um at vera ein partur av onkrum “góðum” fyri at kenna seg betur til passar og kenna meira sjálvsvirði, men júst hetta ger tey til lættan fong hjá ekstremistiskum kultleiðarum.

Villeidd inn í eitt net av fyrigyklingum

Tann psykopatiski leiðarin bjóðar teimum eina einfalda heimsfatan, sum er løtt at handfara, har alt er býtt upp í svart og hvítt, gott og ónt, rætt og skeivt, “teimum” og “okkum”. Sum psykopatur er hann ofta sera væl orðaður og sannførandi í sínum máta at eggja nýggjum trúgvandi og sannføra tey um, at hann veruliga “veit” – við fullari vissu – hvat, ið er rætt, og hvat, ið er skeivt.

Síðani gevur hann teimum ørkymlaðu ein “møguleika” at velja “røttu síðuna” og bjóðar teimum at gerast ein partur av einari rørslu, har gularótin er, at tey fara at kenna seg vælkomin og meira nøgd í eina samkomu av líkasinnaðum. Hetta hevur eina sera tølandi ávirkan á summi fólk, sum ongantíð gerast greið yvir, hvussu tey verða lumpað inn í leiðarans net av gykli og hvørvisjónum. Tey síggja ikki, hvussu tey verða manipulerað við og narrað, tí leiðarin syrgir alla tíðina fyri at minna tey á alt tað ónda, sum tey eru noydd at stríðast ímóti, hjálpt av øllum hinum í samkomuni, sum taka undir við teimum, hvørja ferð tey gera okkurt til fyrimuns fyri rørsluna, og eggja teimum at mótseta sær øllum, sum dregur tey burtur frá rørsluni.

Venda vónsvikakensluni úteftir

Henda felags ryggklappanin, sum heldur fylginum saman, verður vanabindandi. Um onkur dittar sær at vísa tann minsta ivan, setur leiðarin tey beinanvegin upp á pláss við at spæla uppá teirra ringu samvitsku og heitir á tey um at velja at “gera tað rætta” og ikki fella í synd og freisting. Um tey velja “ta óndu síðuna”, lovar hann, at so er undirgangurin vísur.

Hendan royndin at býta fólk upp í “okkum” og “tykkum” er ein munadyggur framferðarháttur, sum leiðarin brúkar fyri at fáa síni viðhaldsfólk at frávarpa allar teirra vónsvikakenslur úteftir móti einum uttanífrá komandi fígginda. Viðhaldsfólkini gerast so hugbundin av sínum leiðara og at tí stríði, sum hann eggjar teimum til at luttaka í, at tey ikki eru tilvitað um, hvussu hann sjálvur altíð sleppur undan atfinningum, og hvussu hann leiðir atfinningarnar burtur frá sær sjálvum við at leypa á einhvønn mótstandara, ofta við øgiligari vreiði. Við altíð at vísa sjálvsálit og standa fast  í síni ‘trúgv’ uppá, at hann er leiðari fyri “tey góðu fólkini”, sum stríðast móti “teimum ondu fólkunum”, syrgir hann fyri, at alt, hann sigur og ger, tykist álítandi og trúverdugt í eygunum hjá viðhaldsfólkunum.

Bensín á óttan fyri fordøming og útihýsing

Ein og hvør, ið setir seg sjálvan í vegin fyri, og sum ikki aktar leiðaran, er sjálvsagt ein vandamikil hóttan móti valdi hansara . Um fólk seta seg ímóti og seta spurnartekin við sjónarmiðini hjá leiðaranum – ella tulka heimin á ein annan, øðrvísi hátt, verða tey beinanvegin roknað sum fíggindar, ið umboða “tað ónda”, og tískil mugu tey straks berjast niður við hørðum.

Ein og hvør, ið setur spurnartekin við trúnna og sannføringarnar hjá kultini, verður demoniseraður og vrakaður sum ein ráðaríkur “vantrúgvandi”, sum ikki megnar at síggja ljósið og verður dømdur til at verða útihýstur fyri alla tíð, umframt at viðkomandi kann vera vísur í at enda í helviti. Har er einki kompromis. Tú ert annaðhvørt inni ella úti. Tú ert annaðhvørt við í rørsluni ella ímóti rørsluni. Tú ert annaðhvørt góður ella óndur, annaðhvørt frelstur ella dømdur. Tað er eingin gyltur miðvegur. At hella bensin á óttan hjá fólki fyri fordøming og útihýsing frá felagsskapinum, er ein virkin máti at halda fylginum saman og upp á pláss og minka um talið av fólki, sum rýmir úr kultini.

Skapanin av einum íspunnum heimi

Hetta flytur eisini á sera munagóðan hátt uppmerksemið hjá viðhaldsfólkunum burtur frá allari freisting til at finna út av, hvat er satt og veruligt, og hvat ikki er. Hóast tað stendur viðhaldsfólkunum í boði at kunna seg um meira faktuell tíðindi og um onnur sjónarmið um heimin, so hava tey onga tráan eftir at lata eyguni upp fyri tí, tí tey eru so trúgv yvir fyri sínum leiðara, at tey lurta bara eftir honum og hava mistreysti til alt, sum stríðir móti hansara útgávu av “veruleikanum”.

Tað er sera umráðandi fyri ein psykopatiskan kultleiðara at tryggja, at hansara viðhaldsfólk ikki verða freistað til at kanna eftir, hvat er fakta, tí um viðhaldsfólkini veruliga gjørdu tað, høvdu tey kanska fatað, at teirra leiðari ongantíð ætlaði sær at siga sannleikan. Tvørturímóti! Fyrri at kunna vinna sær so nógv vald og ærufykt sum møguligt, fýrir ein slíkur leiðari ikki fyri at lúgva – lygnir, sum tæna hansara egnu dagskrá – púra samvitskuleyst og uttan fyrilit fyri øðrum.

Um onkur avdúkar hansara lygnir, so hvessir hann bara illsliga eftir teimum og ákærir tey fyri sjálvi at vera lygnarar, og at tey – sum “tey óndu fólkini” tey eru – bara hava áhuga í at “spilla ta góðu sakina”. Tískil verða tey roknað sum “fíggindar”. Hann veit, at einki kann gera fólk meira trúgv mótvegis hvørjum øðrum enn at hava ein felags fíggind. So tað er sera umráðandi fyri hann at tryggja, at kultin hevur fíggindar. Í veruleikanum býður hann fíggindum vælkomnum, tí teir hjálpa honum jú við at økja um viðhaldskaran.

Ein psykopatiskur kultleiðari er ein sannur serfrøðingur í at sannføra fólk um at trúgva á ein íspunnan heim, har alt antin er gott ella ónt, har hann og hansara viðhaldsfólk eru tær sonnu hetjurnar – sum stríðast ímóti og vinna á óndskapinum í hesum heimi. Leiðarin fyrigyklar viðhaldsfólkunum hesa hvørvisjón, at um allur heimurin bara fylgdi honum og hansara “røttu” reglum, hevði heimurin verið eitt satt utopia. Hann sannførir tey um, at “um øll vóru sum vit, hevði heimurin verið eitt nógv betri stað!”. Hvør sum helst, ið setir seg upp móti hesum, er ein forðing, ið tey rættvísu mugu berjast ímóti. Hetta er eitt fatan, ið tykist at hugtaka mong, tí tey so ómetaliga fegin vilja hava, at tað skal vera satt.

Alt fyri ærufryktina

Men gerðirnar hjá einum psykopatiskum kultleiðara avdúka ofta, at hann – eins og aðrir psykopatar – stórt sæð er líkasælur við onnur menniskju. Í veruleikanum virkar hann bert fyri sínum egna sjálvsøkna áhuga. Til dømis er tað eitt eyðkenni hjá psykopatiskum kultleiðarum, at teir ikki eru serliga áhugaðir í at bera seg at sum góðar fyrimyndir fyri onnur og loyva sær tí ofta at bróta júst tær reglurnar, teir sjálvir prædika, at onnur skulu fylgja. Um teir verða fangaðir í slíkum gerðum, hava teir altíð eina góða “umbering” og hevda eitt slag av “rætti” at gera, sum teir vilja, bara tí teir eru leiðarar. Hetta avdúkar, hvussu nógv teir halda seg vera betri enn onnur, og at teirra veruligu ætlanir eru sjálvsøknar.

Ein psykopatiskur kultleiðari sær tað ikki sum sína skyldu at vísa samkenslu, samábyrgd, empati ella kærleika til onnur. Nærverandi samvera við onnur hóvar honum lítið. Í veruleikanum halda slíkir leiðarar seg ofta aftur og taka seg fysiskt burtur frá sínum viðhaldsfólkum so nógv sum til ber fyri at liva í sínum egna heimi stóran part av tíðini – formliga fyri at meditera og arbeiða og hugsa um nýggjar ætlanir fyri, hvussu tað góða endamálið skal fremjast. Ein psykopatiskur kultleiðari vísir seg bert fyri sínum fylgjarum, tá hann sjálvur hevur tørv á at forkynna sítt evangelii og endurreisa teirra trúgv – við øðrum orðum: tá hann vil hava sína innspræning av annara hámeting av sær.

Endamál: Fullkomið vald á sinnunum

Ein psykopatiskur kultleiðari kann gott halda uppá, at hann  er ósjálvsøkin, og at hann ger tað, hann ger, fyri eina góða søk. Men at savna viðhaldsfólk um eina ávísa sannføring ella trúgv er ikki ein ósjálvsøkin gerð. Ósjálvsøknar gerðir snúgva seg ikki um at fáa sær viðhaldsfólk og fjepparar og bert góðtaka fólk, sum hava eina ávísa trúgv ella ein ávísan samleika, umframt bert bjóða hesum fólkunum við inn í ein serligan og  avmarkaðan bólk, meðan øll onnur uttanfyri bólkin verða mett sum ónd vantrúgv.

Ósjálvsøkni snýr seg um at vera eyðmjúkur, fevnandi og góður við øll – uttan at hótta nakran ella royna at tekkjast nøkrum. Tað snýr seg um at møta øðrum fólkum í eygnahædd, sum teir næstrar, tey eru, og elska tey treytaleyst, uttan mun til teirra sjónarmið. Tað snýr seg um at vera ein góð fyrimynd fyri onnur og samstundis at skilja og møta øðrum, uttan mun til ymiskleikar, í viðurkenningini av, at hvør einasti einstaklingur hevur sín egna veruleika og fatan av, hvat er rætt og skeivt, og rættin til sjálvur at gera av, hvussu ein skal bera seg at, og hvat ein skal trúgva uppá. Tað snýr seg um at líta á, at um ein gevur fólki ein kjans, er tað meira sannlíkt, at tey frameftir taka betri avgerðir til gagns fyri øll.

Ein psykopatiskur kultleiðari leggur vertin á tað. Hansara “kærleiki” og “viðurkenning” fevnir ikki um fólk, sum ikki fylgja hansara minstu innskotum. Tað er tað, ið avdúkar hann sum tann psykopatin, hann innast inni er, við bert einum sjálvsøknum endamáli: at villeiða og narra væl meint fólk til at hámeta hann so nógv, at tey síggja hann sum sína fullkomnu hetju og frelsara, ið tey fegin vilja fylgja í góðum og ringum, uttan minstu atfinning og uttan at seta spurnartekin við tað. Eins og aðrir psykopatar elskar hann at hava óavmarkað vald á viðhaldsfólkum og fjepparum,  og hann gevst ikki, fyrr enn hann hevur fingið fult tamarhald á sinnunum hjá sínum viðhaldsfólkum.

Vandin við at verða stýrdur av einum psykopati

Hetta slagi av leiðarum eru meistarar í manipulatión. Teir hava ofta serlig evni at fáa fullkomið tamarhald á sínum viðhaldsfólkum, har av nógv ongantíð varnast, hvussu nógv tey verða misbrúkt – ella hvussu nógv tey veruliga eru undir eftirliti. Tey eru ikki greið yvir, ella vilja ikki viðganga, at teirra leiðari hevur valdið at fáa tey at gera ting, sum stríða ímóti teirra upprunaliga góðhjartaðu og vælmeintu náttúru.

Tí er ein slíkur leiðari sera vandamikil, tí hann kann brúka sítt vald til dømis at fáa síni viðhaldsfólk til at hata ein og hvønn, ið “hóttir” rørsluna og hennara “góðu søk” við ógvusligari styrki. Um hann vil, kann hann fáa síni viðhaldsfólk til at berjast við lív og sál ímóti hesum “óndu” mótstøðufólkunum, eisini við harðskapi, ja enntá við drápum, við undanførsluni, at tey jú mugu gera tað fyri ta “góðu sakina”.

Og ikki minst kunnu hesir leiðarar enntá fáa síni viðhaldsfólk at gera skaða á seg sjálvi á ymsan hátt – ja enntá at fremja sjálvmorð! Hugsa bert um religiøsar ekstremistar, sum fremja sjálvmorðsatsóknir. Eitt annað væl kent, ræðuligt dømi um hetta er tað, sum hendi í 1978 í Jonestown, Guyana, har næstan 1.000 fólk í blindari trúgv framdu hópsjálvmorð saman eftir boðum frá teirra átrúnaðarliga leiðara, Jim Jones.

Viðhaldsfólk vilja ikki viðganga, at tey verða svikin

Hóast viðhaldsfólkini kanska fáa tað at vita mangan frá fólki uttanfyri rørsluna, at tey verða narrað av teirra leiðara, tykist tað einans at gera tey meira ill, og fær tey at verja leiðaran enn meira, umframt fær tey at avbyrgja seg og taka størri fr´ástøðu frá øllum, sum seta spurnartekin við leiðaran og trúgv teirra. Hetta er eisini kent sum Stockholm-syndromið, tá fólk blint verja onkran, sum í veruleikanum hevur tikið tey til gísla – líkamikið um talan er um sálarliga bundnar gíslar ella um fólk, sum veruliga verða hildin sum gíslar likamliga.

Viðhaldsfólkini eru framvegis ikki greið yvir, hvat veruliga fer fram, tí teirra kensluliga tilknýti til  leiðaran, til teirra trúgv og til rørsluna, tey eru partur av, er so stórt. Teirra tørvur á at trúgva uppá sakina er so nógv størri enn teirra evni til at hugsa sjálvi. Jú longri tey hava verið undir leiðarans rúnabindandi ávirkan, jú meiri missa tey hesi evnini. Sjálvræði, tign og tokki teirra til onnur verður spakuliga, men vissuliga rænt frá teimum, so tey enda við at bera seg meira og meira at sum menniskjalig tólmenni. Tá fólk missa teirra evni at hugsa sjálvi og bara fylgja flokkinum, tey eru partur av, hevur einki annað týdning fyri tey longur – tað einasta, sum framvegis vekir teirra ans, eru rúnabindnandi og hypnotisku boðini frá leiðara teirra. Tey tykjast ikki longur at kunna rúmast annað enn tað.

Hvussu kunnu hesi viðhaldsfólk viðganga fyri sær sjálvum, at tey eru so “tápulig”, at tey hava latið seg vera narrað í so stóran mun, og at tey alla tíðina hava fylgt eini vandamiklari leið? Sjálvsagt vilja tey gera alt fyri framvegis at halda eyguni afturlatin og halda fast um tann einfalda íspunna heimin, sum teirra “klóki leiðari” hevur málað fyri teimum og sannført tey um, er veruligur, tí tey trúgva jú veruliga uppá, at tað – at halda fast við teirra trúgv – er tann einasta mátin at yvirliva ella gera seg sjálvi uppiborin til at sleppa í himmalin, tá tey doyggja. Uttan hesa trúgv, halda tey at tey verða glatað og kolldømd sum menniskju. Tey billa sær inn, at gera tey ikki eftir boðum leiðarans, fara tey beint í helviti, tá tey doyggja. Hesir tankar eru so ræðandi, at tey vilja gera alt fyri at halda fast í trúnni.

Hetta er ein av mest týðandi pørtunum í svikabragdinum hjá psykopatiska kultleiðaranum, sum so væl hevur megnað at lokka viðhaldsfólkini inn í hesa víðgongdu og sjálvsskaðiligu sannføring,  ið hevur givið honum tað fullkomna valdið á teimum, uttan at hann nakrantíð veruliga hevur kært seg um nakað annað menniskja enn bara seg sjálvan.

Bókmentir:

Hassan, Steven (1988): Combatting Cult Mind Control.
Hare, R. D. (1991). The Hare Psychopathy Checklist—Revised.
Enroth, Ronald M.; Chrnalogar, Mary Alice (1992): Churches that abuse.
Tobias, Madeleine Landau; Lalich, Janja, Ph.D. and Langone, Michael (1994): Captive Hearts, Captive Minds: Freedom and Recovery from Cults and Other Abusive Relationships.
Langone, Michael (1995): Recovery from Cults.
Lalich, Janja; Singer, Margaret (1995): Cults in Our Midst.
Chrnalogar—, Mary Alice (2000): Twisted Scriptures: Breaking Free from Churches that Abuse.
Wohlforth, Tim; Dennis Tourish (2000): On the Edge: Political Cults Left and Right.
Jenkins, Philip (2000): Mystics and Messiahs: Cults and New Religions in American History.
Snow, Robert L. (2003): Deadly Cults: The Crimes of True Believers.
Ronson, Jon (2011): The Psychopath Test.

Heimasíður:

http://www.anandainfo.com/cult_leaders.html
https://www.psychologytoday.com/blog/spycatcher/201404/why-predators-are-attracted-careers-in-the-clergy

 

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2014/09/06/hvussu-kanst-tu-eydmerkja-ein-psykopatiskan-leidara/