Category: Kyn & kynsspurningar

Hví vit hava stríð millum kynini

Í seinastuni tykjast tvídráttir millum kynini at vera herdir í stóran mun, serliga eftir at úrslitið av amerikanska valinum varð kunngjørt, sum útloysti eina flóðaldu av kvinnuhatskum retorikki á netinum. Valdsyvirtøkan hjá Trump og konservativa republikanska flokkinum í USA verður hildin at vera eitt stórt afturstig fyri javnstøðuna, so skelkurin er stórur eftir valið millum …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/11/08/hvi-vit-hava-strid-millum-kynini/

Vinir avgerandi fyri lívsgóðskuna

Stutt essay í Kvinnu 29. mai 2024 Eftir Elina Brimheim Heinesen Nú havi eg skjótt livað í 66 ár. Tá eg líti aftur eftir, kann eg staðfesta, at eg havi livað eitt sera litríkt lív. Upp á gott og ónt. Tá ein livir so mikið leingi, sleptst ikki undan at fáa nakrar frammaná á ferðini. …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/08/09/vinir-avgerandi-fyri-livsgodskuna/

Kvinnur í tónleiki

  Les alla framløguna (á enskum) – trýst á hetta leinkið: Framløga hildin á G! Festivalinum 2024: WOMEN IN MUSIC Kynsgjógvin í tónleikaídnaðinum – Hvørjar eru avbjóðingarnar, kvinnuligir tónleikarar møta? Framløgan er um: kvinnur í tónleiki kynsgjónna í tónleikaídnaðinum avbjóðingarnar hjá kvinnum í tónleikaídnaðinum hvat kann gerast við tað Hvat vísa kanningarnar? Fleiri kanningar hava …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/07/20/framloga-hildin-a-g-festivalinum-2024-women-in-music/

Eru kvinnur minni musikalskar enn menn?

Í framhaldi av kjakinum um manglandi kvinnuumboðan á festivalum í Føroyum og aðrastaðni eru nógvar røddir, sum spyrja, hví tað yvirhøvur skal vera nakar trupulleiki. Hví søran skal alt gerast til ein spurning um kyn? Er tað ikki bara góðan tónleik, tað skal snúgva seg um?  At síggja til fær ynskið um fleiri kvinnuligar tónleikarar …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/07/12/eru-kvinnur-minni-musikalskar-enn-menn/

Skulu kvinnur tvingast til at fara ígjøgnum óynsktan graviditet?

Eftir Elina Brimheim Heinesen Lat meg siga tað beinanvegin. Eg gangi inn fyri fríum vali – tvs. at kvinnur skulu sjálvar hava rætt til at gera av, um tær vilja fara ígjøgnum ein graviditet ella ikki. Tað merkir ikki, at eg haldi, at tað at fremja abort er gott – ella at abortur er nøkur …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/05/12/skulu-kvinnur-tvingast-at-fara-igjognum-oynsktan-graviditet/

Sikke noget pis

Hvat hevur ein ung føroysk tænastugenta upp á 17 ár í eini lítlari bygd í Føroyum í 1916 at gera við eina kollveltandi nýggja uppfinning av einum reinsiløgi til dieselmotorar, gjørdur úr landi? eftir Elina Brimheim Heinesen í Berlingske Tidende, 4. sektión, sunnudagur 16. desember 2001. 28. september 2001 komu tíðindini í einum av heimsins …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/04/17/sikke-noget-pis/

“Womansplaining” av sonevndu maskulinitetskreppuni ;-)

Eftir Elina Brimheim Heinesen Lisið upp í Sirkus ísv. Femifagnaðin 4. Mars 2024 Í okkara patriarkalska samfelag ráða enn aldargamlir normar fyri, hvussu menn og kvinnur skulu vera. Siðbundna kynsfatanin ávirkar okkum til at vænta av monnum, at teir skulu vera sterkir og stoiskir. Nógvir menn tora tí illa at tosa um sínar kenslur av …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/03/05/womansplaining-av-sonevndu-maskulinitetskreppuni/

Hvat er ein “rættur maður” í dag?

Trigger warning: Ert tú forvitin eftir at lesa um maskulinitet, sæð frá einum kvinnuligum  sjónarhorni, so er hetta nakað fyri teg. Men um tú hevur ilt við at tola, at ein kvinna dittar sær at hava eina meining um, hvat ein “rættur maður” er, so mæli eg til at leypa hesa greinina um. 😉 Eftir …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2023/03/12/hvat-er-ein-raettur-madur-i-dag/

Keep Sweet, Pray and Obey

Eftir Elina Brimheim Heinesen ÁVARING! Hetta er harður kostur! Vilt tú síggja ein óhugnaligan ræðufilm frá veruleikanum um, hvat fundamentalisma, blind trúgv og loyalitetur til menn, sum siga seg vera Harrans útvaldu sendiboð, kann gera av skaða? Vilt tú síggja, hvat hendir, tá ein skrupulleysur maður vinnur sær gudastatus og harvið vald á túsundavís av fólkum og …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2023/01/02/keep-sweet-pray-and-obey/

Er tað ov óítøkiligt at tosa um eina generella sexistiska mentan?

Eftir Elina Brimheim Heinesen Er neyðugt at peika á “syndarar”? Onkrum dámar illa, tá tosað verður um eina “generella sexistiska mentan”, tí tað er ov óítøkiligt, halda tey. Tey samanbera tað við, at um onkur t.d. verður bukaður í náttarlívinum, og veit hvør gjørdi tað, hvat nyttar tað so, um viðkomandi letur vera við at …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2022/03/30/er-tad-ov-oitokiligt-at-tosa-um-eina-generella-sexistiska-mentan/

Hanga vit enn fast í idealinum um fullkomnu húsmóðurina?

Eftir Elina Brimheim Heinesen Apropos kvinnudagin í gjár. Hvussu langt er vit komin við javnstøðuni, tá tað kemur til hugburð okkara? Hanga nógv ikki uppá nógvar mátar enn føst í hugburðinum um kynini, ið ráddi í 60’unum (sum ráðini til kvinnurnar tá illustrera á myndini)? Tað tykist í øllum førum meir enn so at vera …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2020/03/09/hanga-vit-enn-fast-i-idealinum-um-fullkomnu-husmodurina/

Verjið javnrættindi teirra samkyndu!

Eftir Elina Brimheim Heinesen Um okkum dámar tað ella ei, er samkyndleiki ein veruleiki, vit ikki kunnu lata eyguni aftur fyri, er til. Antin góðtaka vit henda veruleika, ella gera vit tað ikki. Men tað hjálpir lítið at stinga høvdið í sandin. Samkynd hava altíð verið til og fara ikki at hvørva, líkamikið hvat verður …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2019/09/05/verjid-javnraettindi-teirra-samkyndu/

Hví fara kvinnur aftur til menn, sum eru harðligir við tær?

Eftir Elina Brimheim Heinesen Síggi í Facebook-kjakum í løtuni, at fólk undrast á kvinnur, sum fara aftur til menn, sum hava verið harðligir við tær. Skilagóði sosialráðgevin og brævkassaredaktørurin Tine Bryld – eisini nevnd “Hele Danmarks mor” – segði einaferð um hetta í eini ungdómssending, sum æt P4 på P1 í Danmarks Radio, at hon …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2018/05/08/hvi-fara-kvinnur-aftur-til-menn-sum-eru-hardligir-vid-taer/

Føroyskar kvinnur tora ikki at trína fram

Eftir Mildrið Jacobsen; Sosialurin, 18. Januar 2018; Evni: #MeToo Føroyskar kvinnur aftra seg við at seta #MeToo frámerkið á sína vangamynd á sosialu miðlunum. Tað er ikki tí, at trupulleikin við kynsligum ágangi er minni í Føroyum enn aðrastaðni, men samfelagið er lítið, og kvinnurnar stúra fyri nærgangandi spurningum og gitingum, sum koma dátt við, …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2018/01/18/foroyskar-kvinnur-tora-ikki-at-trina-fram/

#MeToo og bakslátturin

Týring av svenska kronikkinum hjá Maria Sveland “#MeToo och bakslaget”: https://www.etc.se/kronika/metoo-och-bakslaget Um tað er nakað, feministar kunnu vera vísir í, so er tað, at allir teirra sigrar møta mótstøðu. Bakslátturin kann síggja ymiskur út og vera meira ella minni væleydnaður, men at royndin verður gjørd, er líka so sikkurt sum, at tann sonevndi “Kulturprofilurin” við …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2017/12/16/metoo-og-bakslatturin/

Er #metoo bara humbukk og tvætl?

Eftir Elina Brimheim Heinesen Eg veit ikki, hvat onnur halda, men sjálv fekk eg næstan morgundrekka í rangastrúpan, tá eg hoyrdi klummuna í útvarpinum í morgun. Klumman gjørdi nógv burtur úr at speireka og lítisgera #metoo rørsluna og láturliggjørdi tær kvinnur, sum hava sett hashtaggið #metoo á vangar sínar á sosialu miðlunum. Klummuskrivarin vildi vera við, at tær flestu …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2017/10/27/er-metoo-bara-humbukk-og-tvaetl/

Er kvinnurørslan fyri bakkasti?

Greinin stóð at lesa í blaðnum Kvinna í februar 2017 Eftir Elina Brimheim Heinesen Internetið hevur givið kvinnum í dag møguleika fyri at málbera seg uppá óteljandi nýggjar, individuellar mátar. Kvinnur samskifta í ein mun, sum aldrin sæð fyrr. Nýggi veruleikin hevur íbirt tað, vit rópa „fjórðu kvinnurørsluna“, og hevur á mangan hátt styrkt støðuna …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2017/03/08/er-kvinnurorslan-fyri-bakkasti/

Hava menn brúk fyri einum altjóða stríðsdegi fyri menn?

Eftir  Elina Brimheim Heinesen Í gjár, tann 19. november, var altjóða mannadagur – ein altjóða stríðsdagur fyri menn. Í tí sambandinum havi eg sæð fólk á Facebook kjakast um, um menn nú hava brúk fyri einum slíkum degi, tí menn “grenja” ikki sum kvinnur… Hmmm, tað veldst um, hvørjum sjónarhorni ein sær tað frá. Eg …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2016/11/20/hava-menn-bruk-fyri-einum-altjoda-stridsdegi-fyri-menn/

Jaliga støk

Pør – pør – pør! Keðiligt, at síggja tey alla staðni, tá ein er stakur, ha? Tá er skjótt at fara og droyma um at fáa sær sjeik/dámu sum skjótast. Um ikki annað kanst tú troysta teg við, at tíbetur verður tú ikki longur sædd/ur líka so nógv niður á sum stakur/støk, sum fyrr í …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/10/18/jaliga-stok/

Eingin tíð til børnini og tey ungu

Apropos klummuna hjá Rudi Helenu Heinesen, sum so dúgliga hevur verið kjakast um í miðlunum, um, hvør hevur høvuðsábyrgdina av børnum – skúlin ella foreldrini. Eg kom í tankar um hesa klummuna, eg skrivaði fyri 12 árum síðani í 2002, sum er ein annar vinkul á eitt sindur sama evni:   12. mars 2002: Eingin …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2014/03/14/eingin-tid-til-bornini-og-tey-ungu/