Samhaldfesti tryggjar vøkstur í ferðavinnu

Fjórða av fýra greinum um, hvussu tóm hotelkømur verða fylt, eftir Elina Brimheim Heinesen, fyrrverandi stjóra í SamViti:

Ábyrgdin fyri at loysa trupulleikan við tómum hotelkømurum liggur ikki bara hjá tí almenna. Øll ferðavinnan – almenn og privat – má arbeiða saman í felag, um ferðavinnan skal taka dik á seg. Elin Brimheim Heinesen hugleiðir um, hví ferðavinnan má standa samhaldfast saman – eisini um sín egna stovn – fyri at gera neyðugar miðvísar heildarætlanir og gagnýta givin høvi best.

Eg eri ikki ósamd við fólki í ferðavinnuni um, at ferðavinna er forsømd í Føroyum av tí almenna. Politikkarar i Føroyum hava ikki kent sína vitjanartíð og áttu at havt raðfest ferðavinnu hægri fyri langari tíð síðani. Tað merkir tó ikki, at tað almenna eigur alla ábyrgd fyri, at ferðavinna skal hepnast í Føroyum. Hepni byggir á ein felags innsats, har alt má spæla best møguligt saman.

Privata vinnan má sjálvandi vera fremsta drívmegin, men politiska skipanin má taka sín part við t.d. at syrgja fyri einum effektivum infrastrukti – serliga út í heim, gera lagaligar lógir og reglur, sum ikki virka forðandi fyri vinnuna, og t.d. stovna tjóðargarðar. Kommunurnar mugu veita best hugsandi praktisku umstøðurnar sum t.d. halda býir og bygdir reinar og vakrar, so tær eru verdar at vísa fram, reka kunningarstovur, veita atgongd til almenn toilett, etablera, reka og viðlíkahalda kampingpláss, seta skelti upp o.a. Meðan almenna ferðaráðið sum óheftur partur kann savna serfrøði, dagførda vitan og hagtøl, sum hent amboð fyri vinnuna, og hava leiklutin sum ráðgevi og samskipari av felags marknaðarførings- og ferðavinnumenningarátøkum – og í ávísum førum sum veitari av fíggjarligum stuðli til felags átøk – í øllum førum so leingi sum vinnan enn er so lutvíst avmarkað.

Heildarætlan alneyðug
At “selja” eitt land gerst ikki yvir nátt. Royndir aðrastaðni vísa greitt, at fyrireiking skal til, so alt sampakkar og spælir sum best saman. Semja má vera millum allar partar við áhuga í at menna ferðavinnu um at gera eina heildarætlan, sum stingur út í kortið, hvørji grundvilkor mugu fáast í rættlag, hvørjir marknaðir skulu troytast, og hvørji tilboð skulu mennast. Tilboð og pakkar mugu mennast, sum svara til og stuðla uppundir eina ávísa samanhangandi, dragandi ímynd av Føroyum – t.d. sum besta, mest óspilta oyggjaland í heiminum, tí tað er besta boðið uppá eitt ‘trekkplástur’ í løtuni. Nógvir útlendingar vænta hetta av Føroyum, nú National Geographic Traveler serfrøðingarnir hava lýst Føroyar so. Ein ætlan má eisini leggjast fyri, hvussu tann góða søgan skal spjaðast á røttu miðunum – ikki bara einaferð, men yvir longri tíð.

Føroyingar hava nógv góð tilboð at lokka við, men hava eisini størri avbjóðingar enn onnur. Serlig ferðamál sum Føroyar, ið liggja í lutvíst dýrara endanum við avbjóðandi veðri og lutvíst avmarkaðum, kanska óregluligum flutningi, eru ikki støð, tey flestu velja at ferðast til – í øllum førum ikki frá einum degi til tann næsta. Men tað merkir tó ikki, at vøran ikki er góð ella marknaðurin ikki er nóg stórur fyri Føroyar. Nógv onnur ferðatilboð eru bara nógv lættari atkomilig og bíligari fyri somu málbólkar, og føroyingar mugu tí kýta seg serliga nógv.

Tað er ikki minst týdningarmikið at vita, at eitt ávíst tol má til eisini, tí reaktiónstíðin hjá ferðafólki, sum møguliga hava áhuga í at ferðast til eitt ókent land sum Føroyar, kann vera fleiri ár. Tey, sum yvirhøvur vita, at Føroyar eru til, ímynda sær kanska bara at koma einaferð í lívinum til Føroya. Tey skulu veruliga vilja tað og brúka kanska ár uppá at fyrireika seg mentalt til at taka stigið til at fara eina slíka ferð. Ferðavinnan í Føroyum kann einans royna at gera tað lættari at taka stigið.

Onkur higanifrá má skumpa undir regluliga fyri at gera vart við og minna hesi fólkini á Føroyar – aftur og aftur – so tað blívur til meira enn bara við tankan. Um fólk skulu fáast at vitja fyrst einaferð – og so aftur og aftur – krevur tað, at upplivingin var so mikið góð, at tey fáa hug at endurtaka hana. Og tað krevur áhaldandi marknaðarføring av serligum skilvísum tilboðum, sum laga seg eftir hesum ávísu málbólkunum – og eftir tørvum, sum skifta við tíðini.

Leikluturin hjá almenna ferðaráðnum
Hetta er ikki nøkur løtt uppgáva – at fáa veruliga gongd á ferðavinnuna og at sannføra bæði almenning og politikkarar um, at hetta er ein vinna, sum er verd at byggja á, serliga nú tá vinnan tykist at vera í afturgongd. Skal vend koma í og uppgávan loysast nøktandi, má ikki steðgast í hálvum gekki. Øll mugu vera fyrireikað uppá at gera eitt langt seigt hál.

Ferðavinnan kann bert lata seg væl í til uppgávuna, um fólk áhaldandi ganga sama stev, og um nóg nógvar ressursur verða settar av til at gera hálini ár undan ári. Tað privata tykist ikki at hava orkuna at lyfta uppgávuna einsamalt. Mest upplagda niðurstøðan er, at skattakrónur mugu setast av til endamálið eisini. Tað er hóast alt ikki tað ringasta at brúka skattakrónur til, tí íløgan kann koma fleirfaldað aftur. Spurningurin er, hvønn leiklut tað almenna eigur at spæla, tá íløgurnar skulu brúkast.

Tað verður, sum er, væntað av tí almenna, at tað traðkar til, har vinnan ikki hevur orkuna at taka um endan. Eitt alment ferðaráð hevur sum óheftur partur kanska meira orku enn tað privata til at arbeiða langskygt, lyfta seg uppfrá og hyggja frameftir, um tað fær góðar umstøður at arbeiða í, tí sum er, hevur vinnan úr at gera bara við at fáa endarnar at røkka saman í tí dagliga – og tí ikki nógv yvirskot til at lyfta seg uppum tað dagliga.

Um almenna ferðaráðið fær hóskandi ressursur at arbeiða við, kann tað – eftir míni bestu sannføring – víðka nógv um inntøkumøguleikarnar hjá vinnuni t.d. við at samskipa marknaðarføringina hjá privatu veitarunum, menna amboð, veita hagtøl og vísa á nýggjar leiðir og potentiellar málbólkar – m.a. gjøgnum samstarv við ferðavinnufyriskiparar og almennar ferðavinnustovnar aðrastaðni. Roynt hevur verðið eftir førimuni við tøku ressursunum, men tað hevur higartil rokkið ov lítið, tí kappingarneytarnir uttanlands hava og brúka so nógvar ferðir meira.

Ferðaráðið lítla politiska undirtøku
SamVit – og undan tí Ferðaráðið – vísti aftur og aftur á, hvussu átrokandi tað er, at politikkarar raðfesta inntøkugevandi íløgur hægri – ikki minst í ferðavinnu – við t.d. at seta fleiri pengar av til marknaðarføring av Føroyum og til menning av ferðavinnuni. Hetta eru íløgur, sum eru átrokandi at gera meira enn nakrantíð júst í krepputíðum, men politiskur vilji var ikki tá til at játta størri upphæddir til sjálvan stovnin við ábyrgdini fyri menning av ferðavinnu.

Eg kann ikki svara uppá, hví stovnurin ongantíð fekk breiða undirtøku frá politiskari síðu, men eg veit, at onkur t.d. gav stovninum ábyrgdina ella ‘skyldina’ fyri, at ymisk ítøkilig viðurskifti ikki eru í lagi – t.d. at kamping- ella skeltisviðurskiftini í Føroyum eru ov vánalig, ella at ikki fleiri golfbanar eru í Føroyum, og at tað helst mundi vera tí, at ferðafólkatalið ikki er økt. Men hetta er at gera ov skjótar niðurstøður. Hesi fólkini munnu hava yvirmett valdið, eitt ferðaráð kann ella skal hava. Tey hava helst eisini misskilt leiklutin hjá almenna ferðaráðnum.

Sum landstovnur hevur ferðaráðið ikki nóg nógv starvsfólk til at kunna fara niður í allar smálutir og heldur ikki pengar at seta av til at útbyggja ítøkiligar lokalar ferðafólkatænastur so sum kampingpláss, golfbanar ella skelting. Hetta er ein praktisk uppgáva, sum ávikavist tað kommunala og tað privata hava ábyrgd fyri at taka sær av – í øllum førum alla aðrastaðni enn í Føroyum. Ferðaráðið kann bert leggja lag á við tilmælum og leiðreglum um, hvussu praktisku uppgávurnar loysast best og mest professionelt, og so dúva uppá, at onnur fylgja ráðunum í tilmælunum um at fáa ávís viðurskifti í lagi – eins og SamVit og undan tí Ferðaráð Føroya hava gjørt.

Endamálið við einum almennum ferðaráð má sjálvandi fyrst og fremst vera at brúka sína avmarkaðu orku og serfrøði uppá marknaðarføring av landinum sum heild t.d. við at samskifta við miðlar og ferðafyriskiparar kring heimin, at gera neyðugar ferðafólkakanningar og leggja langskygdar ætlanir fyri marknaðarføring og menning saman við vinnuni. Hetta er eitt neyðugt og virðismikið grundarleggjandi arbeiði, sum úrslit ikki síggjast av beinanvegin, men sum vísir sítt virði uppá longri sikt. Men tað hevði politiska skipanin, eftir øllum at døma, lítið tol at bíða eftir.

Summir politikkarar yvirmettu eftir øllum at døma skjótleikan, ein kann vænta sær av arbeiðnum í einum ferðaráð, og virdu serfrøðina og arbeiðið hjá stovninum SamViti lítið, hóast veruleikin er, at stovnurin longu hevði skapt nógv góð úrslit við m.a. at hava verið við til at geva Føroyum serstakliga nógva og góða umrøðu í heiminum – helst meira enn nakrantíð fyrr – umframt veitt Føroyum nógvar góðar ambassadørar. Eingin kennir langtíðarávirkanina av hesum enn.

Endin var undir øllum umstøðum, at politikkararnir stillisliga góðtóku, at stovnurin var niðurlagdur og starvsfólkini flutt inn í Uttanríkisráðið. Hetta varð gjørt við einans einari grundgeving: Fyri at spara pengar, varð sagt. Men stutt eftir hava politikkarar nú kortini avgjørt at gera størri íløgur í almenna marknaðarføring av Føroyum, ið tað nú bara er Uttanríkisráðið, sum skal gagnnýta.

Er politisk marknaðarføring skilabesta loysnin?
Arbeiðið, sum SamVit gjørdi, skal nú gerast í einum aðalráð. Spurningurin er: Er hetta skilabesta loysnin fyri ferðavinnuna? Er tað tann mest effektiva og støðufasta loysnin at flyta ressursurnar til marknaðarføring og menning av ferðavinnu inn í politisku skipanina, longur burtur frá vinnuni? Nú er tað jú meira ein politiskt valdur ráðharri, sum hevur evsta rætt at gera av, hvussu Føroyar skulu marknaðarførast við almennum pengum og ikki líka nógv vinnan ella serfrøðin innan økið, sum skulu avgera tað. Hetta kann ráðharrin so – um hann ynskir tað – gera eftir sínari sannføring eina tíð, til tann næsti ráðharrin kemur framat og ynskir at gera tað øðrvísi. Ein kann bert vóna, at politikkararnir lurta eftir serfrøðini, so onkur samanhangur verður, tí politikkarar verða skiftir út, sum politisku vindarnir blæsa – og harvið er vandi fyri, at marknaðarføringin av Føroyum verður, sum vindurin blæsur.

Men tað er ikki tað, henda greinin skal snúgva seg um. SamVit er kortini ikki til longur, so lat tað fara. Tað ræður nú um at at hugsa frameftir og geva ferðavinnuni eitt skump rætta vegin, líkamikið hvussu politisku karmarnir eru. Stovnar kunnu hvørva ella verða umskipaðir, men ferðavinnan hevur enn somu avbjóðingarnar. Tann veruleikin hvørvur ikki.

Ferðavinnan og tað almenna mugu standa saman
Skal ferðavinnan hepnast við at tryggja sær sjálvum betri kor, er tað sjálvandi ein grundarleggjandi fyritreyt, at vinnan og virkandi almenna ferðaráðið finna tað góða samstarvsstevið – líkamikið um tað eitur Ferðaráð Føroya, SamVit ella Visit Faroe Islands í Uttanríkisráðnum. Bert í felag kunnu partarnir tryggja, at tær fáu ressursurnar, sum eru tøkar, verða brúktar á besta og mest effektiva hátt og veruliga koma ferðavinnuni til góðar.

Eftir áheitan frá fólkunum í niðurlagda SamViti varð ein serdeild sett á stovn í Uttanríkisráðnum, sum skal taka sær av ferðavinnu burturav. Eg vil heita á ferðavinnuna um framyvir at standa saman um ferðavinnudeildina, og á ein skynsaman og konstruktivan hátt at royna at loysa trupulleikarnar saman við deildini. Tí um ferðavinnan bara sýnir ónøgd og ikki vísir forstáilsi fyri arbeiðsumstøðunum hjá sínum almenna sparringsparti, kann hon sjálv vera við til at undirgrava deildina, sum nú er virkandi ‘ferðaráð’. Politikkarar kunnu sannlíkt taka avleiðingina við at skerja ferðavinnudeildina (ella taka hana av, eins og gjørt var við SamVit) til stóran skaða fyri áhaldandi arbeiðið við menningini av ferðavinnu.

Arbeiðið hjá almenna ferðaráðnum fæst í øllum førum ikki at rigga, um tað verður avbrotið aðruhvørja løtu, alt eftir hvussu rumbluta politiska landslagið tilvildarliga sær út til einuhvørja tíð. Ferðavinnan fær einki burturúr at løga byrsuna og geva politikkarum ammunitión til at skjóta eftir ferðaráðnum, so teir fáa páskot til at niðurraðfesta ella avtaka tað. Ferðaráðið inniheldur hóast alt sera virðismikla serfrøði, royndir, vitan og ikki minst kontakt-netverk, sum vinnan kann njóta gott av, og um stovnurin ikki er til, missir ferðavinnan virðismiklar ressursur – bæði menniskjansligar og fíggjarligar ressursur. Tí eigur ferðavinnan, eftir míni meting – mest fyri sína egnu skyld – heldur at byggja verjugarð um sítt egna ráð og samstarva so tætt sum gjørligt við tað fyri at fáa sum best burturúr almennu pengunum.

Varandi virði taka tíð at byggja upp
Um arbeiðið við marknaðarføring og menning av ferðavinnu skal halda óavbrotið og ótarnað fram framyvir, má ferðavinnan í felag gerast samd um, um hon yvirhøvur vil hava eitt alment ferðaráð – á hvønn hátt og til hvat – og síðani adressera síni væl undirbygdu ynski til politikkararnar, tí tað eru teir, sum gera av, hvussu og í hvønn mun ferðavinna skal raðfestast, hvørjir karmarnir skulu vera, og hvørjar íløgur skulu gerast av fíggjarlógini.

Politikkarar mugu fyri sín part semjast um eina visjón – skal Føroyar útbyggjast sum ferðaland ella ikki – og so vísa í verki, at teir raðfesta hetta á fíggjarlógini, heldur enn at turka alla ábyrgd fyri eina haltandi ferðavinnu av á eitt ferðaráð, teir sjálvir frammanundan hava skorið inn á bein og gjørt tannleyst. At taka brádligar kollveltandi avgerðir í heilum t.d. um at avtaka ella heilt at umskipa stovnar, sum vara av ferðavinnuni, hjálpir í øllum førum ikki uppá støðuna, men bumbar í ringasta føri bara arbeiðið mong ár aftureftir.

Ferðavinnan, politikkarar og almenningurin mugu gera sær greitt, at sjálvandi krevur tað tíð og ressursur at byggja nakað nýtt upp, um varandi virði skulu skapast. Úrslitið av menningar- og marknaðarføringsinnsatsinum hjá einum almennum ferðaráð er langskygt og kann tí heldur ikki avlesast beinanvegin, og innsatsurin skal tí heldur ikki dømast beinanvegin, men hava tíð at prógva sítt virði.
Latið tí framyvir potentielt virðismiklar kreftir fáa tíð og fult høvi til at finna seg til rættis og prógva seg, tí tað hjálpir í øllum førum ongantíð at nullstilla tilgongdir annaðhvørt ár, so alt skal gerast av nýggjum hvørja ferð. Tað er harðliga brúk fyri kontinuiteti, um langskygda arbeiðið skal eydnast.

Eingin orsøk at fella í fátt
Eingin einstakur partur hevur alla ábyrgdina fyri støðuna hjá ferðavinnuni í Føroyum. Øll kunnu gera sína lítlu ávirkan, sum tilsamans skapar úrslitini – og tað gerst best í einum jaligum anda.
Góðu tit, sum arbeiða í ferðavinnu. Eg loyvi mær tí at enda hesa greinarøð við at koma við nøkrum ynskjum til tykkara. Ferðavinnan í Føroyum ger eitt megnar arbeiði, sum er. Eg veit, hvussu strævið tað kann vera við ofta ósmidligum lógum og reglugerðum og at fáa endarnar at røkka saman. Men fallið ikki í fátt fyri tað, um vinnan er sløk í løtuni. Eg vóni, at hvør einstakur ikki letur mistreysti og misálit fáa ræðið. Øll, sum eru bitin av at arbeiða í ferðavinnu, vita, hvussu nøktandi arbeiðið eisini kann vera, so eg vóni, at fólk heldur savna seg um víðarimenna tað jaliga og brúka allar tær jaligu afturmeldingarnar frá vitjandi, sum hóast alt koma allatíðina í einum jøvnum streymi. Vónandi verður lært av tí. Hyggja vit aftureftir, er nógv hent hóast alt, sjálvt um tað gongur seint.

Tá tað í løtum ikki gongur eftir vild, er lætt at fella fyri freistingini at brúka almenna ferðaráðið (og fyri so vítt eisini politisku skipanina) sum hentan prügelknabe. Ikki tí eingin kann havast at nøkrum, men at brúka alla orkuna uppá at plasera apur, loysir ikki trupulleikarnar – tvørturímóti. Tað fær í øllum førum ikki fleiri ressursur til høldar. Orkan er betur brúkt við at nýta hugflogið til at finna loysnir og gagnnýta júst tað, sum hvør dugir best, í góðum samstarvi við onnur.

Tað loysir seg at samstarva
Tað ideella er sjálvandi, at vinnan er so lítið bundin at almennari hjálp sum gjørligt, men so leingi sum tað almenna og tað privata arbeiða saman, vildi eg hildið tað verið fyrimunarligt fyri allar partar at arbeiða í einum viðurkennandi umhvørvi, har fólk vænta tað besta av hvørjum øðrum. Hetta skapar virðismiklar synergi-effektir og nógv betri og skjótari úrslit, umframt at fleiri menniskjansligar ressursur koma til sín rætt, so nytta fæst burtur úr teimum. Ferðavinnan – bæði í almennum og privatum høpi – hevur hóast alt eitt felags mál, sum best verður rokkið í einum jaligum samstarvsanda – nemliga at tað skal loysa seg at liva av ferðavinnu, og at ferðavinna skal vera til gagns fyri alt samfelagið.

Innanhýsis kapping skal til, men ikki stríð. Tað má vera ein sunn og uppbyggjandi kapping – ikki kapping, ið brýtur niður, so einki loysir seg hjá nøkrum. Kapping kann vera sunn – eins og tá fleiri skóhandlar eru samdir um at liggja saman í einari sølumiðstøð fyri tilsamans at hála fleiri kundar til allar handlarnar. Teir kunnu samstundis leggja seg eftir at føra hvør síni ymisku skómerki, soleiðis at kundin bara hevur eitt enn størri útboð at koma í sølumiðstøðina eftir. Júst sum hesir skóhandlar síggja ein fyrimun í at liggja saman og í at samstarva, vóni eg, at ferðavinnan ásannar, at allir partar i ferðavinnuni mugu leggja ætlanir í felag fyri at tryggja eitt so breitt fjølbroytni av tilboðum sum gjørligt – og fyri at øll í felag kunnu gera betri hál har úti í verðini framyvir.

Samstundis vóni eg, at vinnan viðurkennir fyrimunin í at menna eina so serføroyska ferðavinnu sum gjørligt. Ferðafólk koma til Føroya fyri at uppliva tað serstaka her – ikki fyri at enduruppliva tað, tey eins væl kunnu uppliva heima hjá sær sjálvum. Bert um føroyingar viðurkenna hetta, kunnu Føroyar veruliga liva upp til heiðurin at vera besta og mest upprunaliga, óspilta oyggjaland at ferðast til í heiminum.

Um greinarøðina “Hvussu verða tóm hotelkømur fylt”
Hetta er fjóðra og síðsta greinin av fýra hjá Elini Brimheim Heinesen um, hvussu støðan hjá ferðavinnu í Føroyum møguliga kann fáast at batna. Tríggjar greinir hava staðið í blaðnum áður.

  • Fyrsta greinin snúði seg um, hví altjóða rákið hóast alt er til gagns fyri Føroyar og um, hvat tað merkir fyri framtíðar ferðavinnumøguleikar í Føroyum.
  • Onnur greinin snúði seg um avbjóðingarnar hjá ferðavinnuni – um, hvat skal til fyri at møta hesum avbjóðingum best, og hvussu tað almenna kann hjálpa vinnuni.
  • Triðja greinin snúði seg um, hví fleiri – bæði almennar og privatar – íløgur mugu til fyri at seta gongd á ferðavinnuna, og hvussu nógv skal til.
  • Fjóðra og síðsta greinin snýr seg um, hví ferðavinnan má standa samhaldfast saman – eisini um sín egna stovn – fyri at gera neyðugar heildarætlanir og gagnnýta gylt høvi best.
Fá meira at vita:

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2009/09/23/samhaldfesti-tryggjar-vokstur-i-ferdavinnu/