Foreldur best fyri búskapin

Tinghellugreinin í Sosialinum 25.11.2005

Triðja og seinasta greinin av trimum um bleyt og hørð virði í føroyska miðlaheiminum

Hugburður okkara gevur samvitskubit, strongd og ónøgd millum fólk. Hetta ávirkar í síðsta enda búskapin og ger okkum til eftirbátar. Men nógv kundi verið øðrvísi, um meira dentur varð lagdur á menniskjanslig virði í føroyskum fjølmiðlum.

Tíðin komin at hugsa øðrvísi

Í grein seinasta vikuskifti vísti eg á, hvussu hugburðurin í miðlunum og í politiska lívi­num ger óneyðuga stóran mun á kvinnum og monnum. Í dag vil eg vísa á, hvussu hes­in hugburður er orsøk til samvitskubit, strongd og ónøgd millum fólk, sum í síðsta enda ávirkar búskapin og ger okkum til eftirbátar.

Latið okkum bara hyggja at nútímans lívinum nógvir før­oyingar liva í dag, sum ikki skilir seg nógv frá lívinum fólk í øllum vesturheiminum liva, har flestu familjur eru bundnar av at skula hava tvær inntøkur fyri at fáa alt at mala runt.

Hetta leggur eitt øgiligt trýst á familjulívið, sum skal leggja nógv fyri. Vit skulu renna skjótari og skjótari fyri at klára alt bæði til arbeiðis og heima. Úrslitið er, at nógv gerast overvað og ofta kenna, at einki hongur ordiliga saman. Hóast vit materielt sæð eiga meira enn nakrantíð, eru vit kortini strongd og ónøgd, tí vit hava ikki nóg mikið av tíð at njóta lívið og hvønnannan.

Skal nakar bati hómast, mugu vit hugsa øðrvísi, enn vit hava gjørt.

Work-Life balance

Kanningar í Danmark vísa, at fólk sjúkramelda seg meira og meira – bæði kvinnur og menn. Ikki tí tey eru meira sjúk enn fyrr, men bara fyri at geva sær sjálvum ein tiltrongdan steðg og eina- lógliga- orsøk til at vera heima og ansa sær sjálvum og familjuni eitt sindur meir. Men okkurt er spinnandi galið, tá fólk kenna seg noydd til at sjúkramelda seg og lúgva bara fyri at geva sær sjálvum rúm at taka sær av lívsneyðugum pørtum av lívinum.

Granskarar peika á, at upp ímóti 60 prosentum av tí strongd, fólk uppliva í dag, kemst av væntandi javnvág millum arbeiði og familjulív. Kvinnurnar hava smakkað fyrimunirnar av fíggjar­ligum frælsi og fáast ikki aftur til kjøtgrýturnar, so tíðin er komin til, at vit byrja at hugsa øðvísi, um vit skulu fáa javnvág aftur – at vit síggja tey menniskjansligu virðini, trivnað og nærumhvørvi, sum felags virði fyri bæði kynini og síggja tey í einum størri samfelagsligum høpi, tvs. at vit útgreina og skilja týdningin, hesi virði hava – ikki bara fyri tann einstaka, men eisini fyri samfelagsbúskapin sum heild.

Børn eru eingin forðing

Her hava fjølmiðlarnir ikki minst eina uppgávu: at vera við til at avdúka, hvussu alt hongur saman. Er tað t.d. ein veruleiki, at tað, at fáa børn, er ein forðing fyri arbeiðslívið? Er tað ikki heldur so, at fólk í veruleikanum gerast ein enn betri, sterkari, meira motiverað og meira ábyrgdarfull arbeiðskraft, tá tey fáa børn?

Sum foreldur fáa vit t.d. royndir í at vera eitt gott fyridømi. Tú fært royndir í samskifti og í at veruliggera virði (børn skilja ikki fín orð á einum pappíri), at motivera, at vegleiða og vísa óendaligt tolni, tá tú verður møtt/-ur av hørðum krøvum, sum kosta tær ampa, svøvnloysi osfr. Børn eru ein harður arbeiðsgevari!

Hetta eru serstakliga virðismiklir førleikar at menna, um tú skal hava við menniskju at gera. Fyri nútímans leiðarar eru foreldraroyndir helst til nógv meira nyttu í veru­leikanum, enn ein MBA-útbúgving (Master of Business Administration), tí tað, sum verður fyrisitið í vinnulívinum, eru sjálvandi ikki bara tøl og tól, men fyrst og fremst menniskju.

Í staðin eru vit tíverri blivin von við at fata børn sum eina forðing fyri arbeiðslív okkara, og tí dalar burðartalið í vesturheiminum – nógva staðni skelkandi nógv. Um vit byrja at hugsa øðrvísi, kann foreldraleikluturin í veru­leikanum vendast til at gerast tann allarbesti førleikin, vit hava!

Hetta uppliva t.d. serliga svenskar fyritøkur í løtuni, sum eru komnar til ta niðurstøðu, at tað at senda ein pápa í barns­burðarfarloyvi svarar til at geva honum eitt slag av eftirútbúgving í kensluligum intelligensi, sam­skifti og multi-tasking, sum ger hann til ein betri leiðara og toymis-meðarbeiðara. *)

Gamlir leiðsluhættir kvala virkisfýsni

Tíverri verður lívsins skúli, har tú fært mest vitan um tað menn­iskjansliga, ikki roknaður at vera førleikagevandi á nakran hátt av nógvum virkisleiðslum, sum í hugaheiminum enn liva í eini gamlari tíð, har privatlív og arbeiðslív púrt einki høvdu við hvørt annað at gera.

Men at døma eftir, hvussu nógv fólk í vesturheiminum eru strongd og ónøgd við tilveruna, virka teir gomlu leiðsluhættirnir í fyri­tøk­unum ikki ser­liga væl. Teir sýn­ast held­ur at kvala virkis­fýsnið hjá fólki -og tað sæst aftur í vána­ligu rokn­skap­un­um. Serliga í dag, har framburðurin hjá fyritøkum er so nær tengdur at evnunum hjá fyritøkunum til at samskifta og skapa virðilig arbeiðsvilkor fyri starvsfólkini.

Gomlu leiðsluhættirnir, sum ofta byggja á stranga stýring uppi frá og niður, geva okkum ikki atgongd til tann íblastur, skapanarhug og -evni, sum eru vorðin lívsneyðug í eini tíð, har vit skulu liva av nýhugsan og nýskapan – ikki minst í júst einum so lítlum sam­felag sum Føroyar.

Dupult so burðardyggar fyritøkur

Nýggir vindar eru farnir at blæsa aðrastaðni. Tom Peters, ein amerikanskur vinnu­lívs­guru, sigur: Hetta er eitt søgu­ligt tíðarskeið fyri kvinnur, har gomlu patriarkalsku struk­turarnir verða brotnir niður. Kvinnurnar kunnu sjálvar verða við til at byggja nýggjar upp, sum sampakka betur við raðfestingina hjá kvinnunum av familjulívinum. Í USA sæst longu, at fleiri og fleiri kvinnur fara úr arbeiðsmarknaðinum – ikki fyri at fara heim aft­ur til kjøt­grýturnar – men fyri at stovna egnar fyritøkur við nýggjum meira familjuvinarligum reglum.

Hesar fyritøkur vísa seg í miðal at vera dupult so burðardyggar (!) sum vanligar fyritøkur, har menn ráða! Amerikanska vinnulívið hevur sæð, at gongdin má vendast, og streymurin av (serliga kvinnuligari) arbeiðs­megi úr fyritøkunum má steðgast. Tí er vinnulívið nú farið at taka hetta til eftirtektar.

Vit vita, at kynsdiskriminatión er politiskt ókorrekt. Men nýggj granskingarúrslit úr USA vísa, at diskriminatiónin eisini er ring fyri úrtøkurnar í fyritøkunum. Tann siðvenja, sum førir til væntandi javnstøðu, vísir seg eisini at vera vánaligur forrætningssiður. Kvinnurnar hava varnast, at tær kunnu skapa burðardyggari fyritøkur við at tryggja meira javnstøðu, har pláss er fyri tí veruleika, at flest fólk hava eina familju, sum tey eisini eru noydd at hugsa um. *)

Hugurin drívur verkið

Vit koma frá eini mentan, sum hugsar í skyldum og at ‘yda’, áðrenn vit njóta. Vit skulu helst ikki gera nakað, tí vit hava hug til tað, men tí vit hava skyldu til tað. Tí vigar arbeiðið so nógv.

Nógvar siðbundnar fyritøkur lata sum um, at heimalívið ikki er til hjá starvsfólkunum. Hetta ber ofta í sær, at nógv raðfesta familjuna lægri, enn tey í roynd og veru hava hug til – fyri ikki at missa arbeiðið!

Men tað ber bara ikki til í longdini at kúga tann instinktiva tørvin, sum øll menniskju hava – at ansa eftir og verja sítt reiður. Henda tørv hava øll – kvinnur sum menn – allatíðina við sær, um tey eru til arbeiðis ella ikki, og um hann ikki verður nøktaður, elvir tað bara til økta strongd millum starvsfólkini við tí úrslitið, at tey í longdini kortini gerast ein óálítandi og vánalig arbeiðskraft.

Tað er eingin orsøk hjá nøkrum til at halda, tað ger okkum til eina vánaligari arbeiðskraft, at vit av og á verða noydd til at taka familju fram um arbeiði. Tað er nevniliga akkurát um­vent. Tað ger okk­um til eina betri arbeiðskraft!

Nógv í rákinum í tíðini bendir á, at tað einasta, sum hendir, tá fyritøkuleiðslurnar byrja at rokna við menniskjansligu virðunum og familjuni sum einum veruleika í lívinum hjá meðarbeiðarunum, er bara, at hetta førir til størri samanhang millum arbeiðs- og privatlív, betri trivnað – og betri úrtøkur hjá fyritøkuni í síðsta enda!

Tá leiðslurnar vísa starvsfólkunum álit við at geva teimum meira frælsi og lata tey arbeiða meira við atliti til egnan tørv eisini, so tey sleppa undan at snýta seg til at nøkta tørvin, verður tað fyrst og fremst hugurin, ið drívur verkið. Einki er so motiverandi sum tað. Úrslitið er, at produktiviteturin bara økist munandi hjá starvsfólkunum.

Ikki bara útlit, men eisini innlit

Um fyritøkur hin vegin halda fast í at lata eyguni aftur fyri hesum veruleika, kunnu tær einans vera vísar í, at framleiðslumegin minkar, og at ein øgiligur gjóstur verður í fyritøkuni, har fólk rýma og bresta hurðarnar aftur. Sera fá fólk (hetta er galdandi bæði fyri kvinnur og menn) orka í longdini at arbeiða eitt stað, har skipanin er óliðilig og einki atlit verður víst til privatlívið.

Hetta ber heldur ikki til meir, tá fleiri og fleiri aðrar fyritøkur fara at bjóða starvsfólkum sínum betri vilkor – og tað vísir seg at hava sera positiva ávirkan á teirra úrtøku. Rákið aðrastaðni í heiminum gongur henda vegin -tí tað ber ikki til annað – og fyrr ella seinni fara føroyingar helst eisini at sanna hetta. Men eingin orsøk er til at vera eftirbátur.

Her spæla fjølmiðlarnir ein týðandi leiklut. Tíverri ímynda føroysku fjølmiðlarnir í dag í alt ov stóran mun eina verð, sum ger okkum fremmand fyri okkara innaru verð og egnu nátturligu tørvum, og sum ikki viðurkennir virðið í okkara menniskjansligu, bleytuførleikum. Ikki fyrr enn fjølmiðlarnir byrja at avspegla veruleikan meira heilan, sum vit veruliga uppliva hann, kunnu vit gera okkum vón um at sleppa burturúr tí skizofreni, vit liva í í dag, har vit brúka alt ov nógva óneyðuga orku uppá at lata arbeiðslív og familjulív berjast móti hvørjum øðrum.

Lesararnir/lurtararnir/síggjararnir hava tørv á – fyri ikki at siga krav uppá, at fjølmiðlarnir taka tað í uppgávu at undirstrika, hvønn týdning eisini onnur virði, enn tey úteftirvendu matematisk-logisku hava. At fjølmiðlarnir geva pláss – ikki bara fyri útliti, men eisini fyri innliti. Hesin íblástur er alneyðugur, um vit skulu økja um almenna trivnaðin og bøta um sjálvsvirðingina hjá einum – alt ov samvitskubitnum og alt ov strongdum – sera stórum parti av fólkinum. Sum eg havi ávíst í hesi greinarøð, kann hetta initiativ bara hava eitt viðvirkandi positivt árin á búskap okkara.

*) Kelda: Kirsten Stendevad: Moderskab som karrierefordel


Fyrsta greinin í hesi røð kann lesast HER, og onnur greinin í røðini kann lesast HER.


FAKTA

Elin Brimheim Heinesen býr í Keyp­mannahavn, har hon er ábyrgdarhavandi blaðstjóri fyri blaðið KIWI magazine – eitt mánaðarblað við 430.000 lesarum iflg. Gallup/Dansk Oplagskontrol 1. og 2. kvartal 2005.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2005/11/25/foreldur-best-fyri-buskapin/