Elin Brimheim Heinesen er stovnari og eigari av HEINESEN.info
Tín samstarvsfelagi
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/
Tørvar tær hjálp?
Tørvar tær hjálp til betri samskifti? HEINESEN.info kann vera tín: teksthøvundur, handritahøvundur, journalistur, ritstjóri, týðari, rættlesari, samskiftisráðgevi, verkætlanarleiðsluráðgevi, vevstjóri, heimasíðuinnihaldsmennari, fyrireikari av spurnarkanningum o.ø., fyrilestra- og uppleggshaldari, skeiðs- og / ella ráðstevnufyriskipari, fyriskipari av mentanar- og tónleikatiltøkum, listafólkaumboð, fyriskipari, bíleggjari, ferðaleiðari, vegleiðari, íblásari, samrøðufelagi, ‘coach’ osfr. HEINESEN.info framleiðir eisini greinir og annað skrivað tilfar til dagbløð, tíðarrit, heimasíður, film, …
Samansvørjingarteoriir hjá QAnon slóða fyri harðræði
Trúgvin uppá samansvørjingar er í veruleikanum ein frávarpan av egnum ótta. Skjóti framvøksturin av samansvørjingarteorium seinastu tíðina avdúkar, hvussu óttafull og sinnisliga skamfílað nógv eru av støðuni í heiminum í dag, nú korona herjar. Máttloysið um ótryggleikan ger, at fólk kenna seg drigin at onkrum veruleikafjarum at balla seg inn í. Í fyrstu syftu følist …
Stríðið millum bygd og bý
Hvat fremur og hvat forðar mest fyri menning og trivnað í Føroyum? Dreymurin um modernaða, tøkniliga framkomna stórbýin – ella dreymurin um “at alt var betri í gomlum døgum”? Hava tey rætt, sum vilja gera Føroyar um til eitt hypermoderna, altjóðagjørt KT samfelag – ella hava tey rætt, sum vilja halda fast í gamla veiðusamfelagnum? …
Umsorgan hjálpti mær at yvirliva
Langlesnaðargrein í Dimmu Apríl 2019 Fortalt hevur: Elin Brimheim Heinesen Skrivað hevur: Hans Egholm Elin er í javnvág. Í lívinum er hon á einum rættiliga góðum stað í løtuni. Hon er nøgd við sítt starv, hevur eitt gott heim, eigur eina fitta tík, hevur deilig systkin við heimsins fittastu børnum, sum hon er ógvuliga góð …
Fyrsta tónleikaverkætlanin á hopfigging.fo rakk á mál eftir einans 6 døgum
Tíðindaskriv 7. mai 2010: Tað hevur gingist stak væl at fíggja fyrstu tónleikaverkætlanina á heimasíðuni http://hopfigging.fo, sum Íverksetarahúsið í Klaksvík rekur. Hópfíggingarverkætlanin hjá tónaskaldinum Elini Brimheim Heinesen fór av bakkastokki fríggjadagin 1. mai. Longu týskvøldið 6. mai vóru 105% av teim 60.000 kr., ið søkt var um, komin inn. Seint týskvøldið høvdu 131 fólk verið inni …

Frástøða fær okkum at virða nærveru
Kvinnurøddin – Grein í blaðnum Kvinnu um Korona-kreppuna: Frá sorgloysi til óttafulla stúran 3. februar í ár fleyg eg úr Føroyum fyri at halda langa vetrarferiu í Cuba saman við sjey vinkonum. Lítið vistu vit, at ein mánaða seinni fóru vit at koma heim aftur til ein veruleika, har alt var vent upp og niður. Vit sólaðu …
CoViD19-kreppan undirstrikar týdningin av fíggjartrygdarneti
Samfelagshjólini mugu snara. Um ikki, verður galin endi. Í krepputíðum sum hesari er tað, at landastýrini kring heimin skulu vísa sítt virði við at taka ábyrgd og traðka til við skipanum, sum tryggja, at alt ikki steðgar upp. Eingin eigur at verða sleptur uppá fjall, sum er púra ósekur í, hvussu støðan er. Men hvussu …
Hanga vit enn fast í idealinum um fullkomnu húsmóðurina?
Apropos kvinnudagin í gjár. Hvussu langt er vit komin við javnstøðuni, tá tað kemur til hugburð okkara? Hanga nógv ikki uppá nógvar mátar enn føst í hugburðinum um kynini, ið ráddi í 60’unum (sum ráðini til kvinnurnar tá illustrera á myndini)? Tað tykist í øllum førum meir enn so at vera hendan leiklutin, summir menn …
Mytur og fakta um veðurlagið
Røða hildin á veðurlagsverkfallinum fríggjadagin 27. sep. 2019 Góðu áhoyrarar, Mytur og fakta Í løtuni verður dúgliga kjakast á sosialu miðlunum um, hvat eru mytur, og hvat eru fakta um veðurlagið. Ósemjurnar eru stórar, og tað merkist, at nógvar kenslur eru uppií. Hóast summi halda fast uppá, at tað, sum veðurlagsgranskarar siga, er tað reina …
Verjið javnrættindi teirra samkyndu!
Um okkum dámar tað ella ei, er samkyndleiki ein veruleiki, vit ikki kunnu lata eyguni aftur fyri, er til. Antin góðtaka vit henda veruleika, ella gera vit tað ikki. Men tað hjálpir lítið at stinga høvdið í sandin. Samkynd hava altíð verið til og fara ikki at hvørva, líkamikið hvat verður gjørt fyri at forða …
Hví velur tú tann politikaran, tú velur?
Nú løgtingsval verður leygardagin, havi eg hug at seta nakrar spurningar til øll tey, ið ætla sær á val at gera sína demokratisku skyldu og seta sín kross. Um tú ikki heilt hevur tikið støðu enn til, hvønn tú skalt velja, kunnu spurningarnir kanska hjálpa tær at seta krossin á rætta stað. Og um tú …
Er gjald fyri ferðslu í náttúruni nú veruliga so býtt?
Øgilig øsing, sum er í løtuni um, at onkur bóndi ætlar sær at taka gjald fyri, at fólk ganga á hansara øki. Ja, eg kann saktans blíva nostalgisk eins og nógv onnur og halda, at tað er ein keðilig gongd, at nú kann mann ikki ganga nøkur ávís náttúruvøkur støð longur uttan at gjalda fyri …
Hví fara kvinnur aftur til menn, sum eru harðligir við tær?
Síggi í Facebook-kjakum í løtuni, at fólk undrast á kvinnur, sum fara aftur til menn, sum hava verið harðligir við tær. Skilagóði sosialráðgevin og brævkassaredaktørurin Tine Bryld – eisini nevnd “Hele Danmarks mor” – segði einaferð um hetta í eini útvarpssending, sum æt P4 på P1 í Danmarks Radio, at hon skilti so avbera væl, …
Føroyskar kvinnur tora ikki at trína fram
Eftir Mildrið Jacobsen; Sosialurin, 18. Januar 2018; Evni: #MeToo Føroyskar kvinnur aftra seg við at seta #MeToo frámerkið á sína vangamynd á sosialu miðlunum. Tað er ikki tí, at trupulleikin við kynsligum ágangi er minni í Føroyum enn aðrastaðni, men samfelagið er lítið, og kvinnurnar stúra fyri spurningum og gitingum, og vilja ikki vera sæddar sum …
Er #metoo bara humbukk og tvætl?
Eg veit ikki, hvat onnur halda, men sjálv fekk eg næstan morgundrekka í rangastrúpan, tá eg hoyrdi klummuna í útvarpinum í morgun. Klumman gjørdi nógv burtur úr at speireka og lítisgera #metoo rørsluna og láturliggjørdi tær kvinnur, sum hava sett hashtaggið #metoo á vangar sínar á sosialu miðlunum. Klummuskrivarin vildi vera við, at tær flestu av teimum – í …
Er kvinnurørslan fyri bakkasti?
Greinin stóð at lesa í blaðnum Kvinna í februar 2017: Internetið hevur givið kvinnum í dag møguleika fyri at málbera seg uppá óteljandi nýggjar, individuellar mátar. Kvinnur samskifta í ein mun, sum aldrin sæð fyrr. Nýggi veruleikin hevur íbirt tað, vit rópa „fjórðu kvinnurørsluna“, og hevur á mangan hátt styrkt støðuna hjá kvinnum. Men samstundis síggja vit …
Hví ein altjóða stríðsdag fyri menn?
Í gjár, tann 19. november, var altjóða mannadagur – ein altjóða stríðsdagur fyri menn. Í tí sambandinum havi eg sæð fólk á Facebook kjakast um, um menn nú hava brúk fyri einum slíkum degi, tí menn “grenja” ikki sum kvinnur… Hmmm, tað veldst um, hvørjum sjónarvinkli ein sær tað frá. Eg haldi, at líka so …

Hví velja vit aggressivar politikarar?
Í 1984 gav Jens Pauli Heinesen eina bók út, sum hann nevndi “Ískoyti til 1984”. Bókin var eitt savn av greinum um “Tann totalitera statin”. Árstalið sipaði til víðagitnu bókina hjá George Orwell “1984” frá 1949 um eina dystopiska framtíð, har “Big Brother Is Watching You” – ein bók, sum á mangan hátt spáar óhugnaliga …

Bíligari flogferðaseðlar nú!
So leingi, sum tað er so lutfalsliga dýrt at flyta fólk og farm millum Føroyar og umheimin, verður sera torført at fáa fleiri fólk til Føroya og harvið skapa nóg stórt grundarlag fyri øktum virksemi í landinum. Men økja vit um samferðsluna – t.d. við at bjóða bíligari flogferðaseðlar – setir bara hugflogið markið fyri …
Syndanna fyrigeving
Lang stuttsøga Í litríka rabarbukvarterinum í Havnini standa eini lítil gul hús av betongi við reyðum vindeygum og ljósagrønum blikktaki. Har búgva hjúnini Marin og Hans Petur Joensen saman við einasta vaksna soni teirra, Jógvani, og ommu hansara Jovinu. Jógvan er ein forkelaður og sjálvsøkin ótangi. Hóast hann er vorðin 38 ára gamal, býr hann …

Jaliga støk
Pør – pør – pør! Keðiligt, at síggja tey alla staðni, tá ein er stakur, ha? Tá er skjótt at fara og droyma um at fáa sær sjeik/dámu sum skjótast. Um ikki annað kanst tú troysta teg við, at tíbetur verður tú ikki longur sædd/ur líka so nógv niður á sum stakur/støk, sum fyrr í …
“Eg eri ósamdur í tí, tygum siga, men eg vil verja tygara rætt til at siga tað, um eg so skal lata lív fyri tað.”
Fólk hava spurt meg: “Hví hevur tú so nógv ímóti grindalógini? Er tað ikki týdningarmiklari at hava meira fyrilit fyri føroyingum sjálvum, heldur enn at hugsa so nógv um ferðafólk og útlendingar? Hevur tú nakað ímóti, at føroyingar drepa grind ella hvat?” Nei, eg havi einki ímóti grindalógini sum heild. Hetta snýr seg ikki um …
Flaggdagsrøða: Felagsskapur fortreyt fyri frælsi
Røðan hjá Elini Brimheim Heinesen hildin á Vaglinum í Havn flaggdagin 25. apríl 2015. Hendan útgávan er tann upprunaliga, sum er eitt lítið vet longri enn tann, hildin á Vaglinum, ið var stytt eitt sindur orsaka av nógva regninum. Góðu áhoyrarar, Tá íslendska Altingið helt 1.000 ára føðingardag á Tingvøllum í 1930, var føroyska flaggið …

Manglandi sømdir fyri nýhugsan fær fólk at rýma úr Føroyum
Um fólkatalið veruliga skal vaksa, og um føroyingar – serliga teir av kvennkyni – skulu støðast í Føroyum, má arbeiðs- og útbúgvingarmarknaðurin her á landi gerast nógv rúmligari. Vilja vit hava fleiri at venda aftur og geva færri orsøk til at fara, mugu vit hugsa nógv minni siðbundið. Kreativitetur manglar ikki millum føroyingar, men fær …

Hvør eigur ogn Føroya fólks?
ESSAY: Politiska viðgerðin av fiskivinnunýskipanini hevur sum kunnugt elvt til harðligt kjak um framtíðar umsitingina av náttúrutilfeinginum, av summum rópt “fólksins ogn”. Fólk eru sera ósamd um, hvat kann loysa seg best búskaparliga, og hvat ið er besta loysnin fyri føroyska fólkið. Men hvat býr undir ósemjunum? Ber yvirhøvur til at finna semju um, hvat …