Røða hildin á veðurlagsverkfallinum fríggjadagin 27. sep. 2019
Eftir Elina Brimheim Heinesen
Í løtuni verður dúgliga kjakast á sosialu miðlunum um, hvat eru mytur, og hvat eru fakta um veðurlagið. Ósemjurnar eru stórar, og tað merkist, at nógvar kenslur eru uppií. Hóast summi halda fast uppá, at tað, sum veðurlagsgranskarar siga, er tað reina ‘fupp’, so ber illa til at síggja burtur frá, at ongantíð hava so nógvir granskarar verið samdir um, at veðurlagsbroytingarnar eru menniskjaskaptar.
Mytur og fakta
Líkamikið hvør orsøkin er til alheims upphitingina, so vita vit, at veðurlagið broytist, og at menniskjaskapt dálking oyðir plantur og djór kring heimin við vaksandi ferð, bæði á sjógvi og landi, og kann potentielt taka lívsgrundarlagið undan okkum øllum. So hví ikki liva meira burðardygt og dálka minni? Er tað ikki skilagott? Átti tað ikki at verið ein sjálvfylgja, at øll tóku undir við tí?
Nei. tað er eingin sjálvfylgja. Tað vísir seg at vera ein øgilig mótstøða, ið tey, sum stúra fyri veðurlagsgongdini og dálkingini, ofta møta. Tey verða løgd undir at vera offur fyri psykotiskt massahysterí, at vera frelstir, ideologistýrdir Co2-fanatikarar, og at vera imbesilir býttlingar, sum líða av panikkangist, tí tey trúgva fantasifullum konspirerandi vinstrahallum, nazikommunistiskum dómadagsprofetium osfr. osfr.
Er Greta bara hysterisk?
Men tað er einki afturímóti øllum tí, sum svenska gentan, Greta Thunberg fær omanyvir seg av haturstalu í hesum døgum – serliga eftir at hon í S.T. háborgini í New York fyrr í vikuni so inniliga heitti á stjórnarleiðarar kring heimin um at taka veðurlagskreppuna í álvara.
Nógv tykjast at klára illa at rúma tað, sum Greta Thunberg sigur. Hon ræðir fólk við sínum sterku kenslum. Og vreiði hennara smakkar summum sera illa. Automatreaktiónin hjá nógvum er tí at kveistra burtur tað, Greta sigur sum “kensluporno” og “reint hysterí” og soleiðis sáa iva um trúvirði hennara. Tey vísa á unga aldur hennara, á diagnosur hennara og á ivasomu bakgrundina hjá familju hennara. Fólk siga seg taka synd í Gretu, og at hon hevur brúk fyri hjálp, tí hon verður bara “stýrd” og “(mis)brúkt” fyrilitarleyst av foreldrunum og øðrum kreftum við sterkum politiskum ella fíggjarligum áhugamálum. Sjálv noktar Greta blankt, at tað er so. Eingin stýrir ella tvingar hana til nakað sum helst, sigur hon.
Fólk kenna seg aftur í Gretu
Líkamikið hvat er rætt og ikki, er tað tankavekjandi, at fólk eru so upptikin av Gretu’sa persóni. Tað er, sum um tað er alt um at gera at tosa um alt annað enn boðskapin hjá henni. Sum um tað eingin grund er til at taka tann óttan í álvara, sum Greta følir og vísir – og sum so nógv onnur við henni eisini føla!
Tær næstan panisku royndirnar at máa støðið undan trúvirðinum hjá Gretu, eru kanska í grundini úttrykk fyri, hvussu ringt tað er at pilka við kollektivu fortreingingina. Greta Thunberg er jú talskvinna fyri ein boðskap, sum í sínum ýtarsta konsekvensi merkir, at vit øll skulu til at leggja lívið um onkursvegna. Tað virkar alt, alt ov óyvirkomiligt at skula kollvelta tilveruna, sum vit kenna hana í dag. Nei, tað er ikki lætt at bjóða sínari “mageligheit” av. So eg skilji mótreaktiónina.
Men vit kunnu fokusera alt vit vilja á Gretu’sa diagnosur og havast at foreldrum hennara fyri at vera vánalig foreldur og gera jánkasligar ella trøllsligar royndir at skapa illvilja og distraktión burtur frá tí ófrættakenda boðskapinum, sum Greta Thunberg er vorðin ein so kend talskvinna fyri. Eitt kunnu vit ikki taka frá henni: Líkamikið um hon hevur fingið stuðul til tað ella ikki, so hevur hon verið heilt ómetaliga røsk at skapa uppmerksemi kring sakina. So kunnu vit onnur siga, hvat vit vilja um orsøkina til, hví hon ger tað, ella ákæra hana so galið vit vilja fyri bara at vera eina marionettdukku, stýrda av øðrum. Sannleikin er, at óteljandi fólk kring heimin kenna seg aftur í tí, hon sigur. Tað er tí tað vekir so nógv afturljóð, og tað er tí hon fær so stóra undirtøku.
Ídnaðurin áhuga í at ivi verður sáddur
Og tað er eisini júst tí, at hon verður sædd sum ein fíggindi av valdsmiklum kreftum, sum vilja varðveita status quo. Hvør er tað, sum fær mest burturúr, at vit einki gera? Heimsins helst fíggjarsterkasti ídnaður – kolvetnisídnaðurin og lobbyistar hans, vilja fegin hava okkum at halda fram at brúka kolvetni og ynskja ikki at verða áløgd Co2 útlátsgjald. Tey eru væl stuðlað av øllum teimum, sum hava gjørt stórar íløgur í kolvetnisídnaðin og fáa risaavlop burturúr, umframt av teim stjórnarleiðarum og politikkarum, hvørs valkampanjur verða fíggjaðar av kolvetnisídnaðinum, og sum fáa búskaparligar fyrimunir av, at kolvetnisídnaðurin hevur virksemi í londum teirra.
Teimum dámar sjálvandi illa boðskapin hjá Gretu Thunberg. Sjálvandi klappa tey í hendurnar, tá ivi verður sáddur um veðurlagsgranskararnar – og Gretu Thunberg. Og tey, sum sáa iva, hava lætt spæl, tí sjálvandi eru tað nógv, sum ikki ynskja at trúgva, at lívsgrundarlag okkara alra er hótt. Tað ger jú alt so nógv lættari, um tað ikki er so. Men skulu vit tora kanska at risikera at lata kolvetnisídnaðin selja framtíðina hjá børnum okkara fyri løtuvinning?
Skulu vit halda fram at lata sum um eingin vandi finst?
Líkamikið hvør orsøkin til veðurlagsbroytingarnar er, so hevur Greta Thunberg undir øllum umstøðum uppiborið stóran heiður fyri at standa fremst í andglettinum og fáa allan heimin til at ressast og taka støðu til eitt sera álvarsligt mál, tí hvat er meira álvarsligt enn hópoyðingin av náttúruni, sum vit síggja, fer fram beint frammanfyri nøsini á okkum í løtuni? So ístaðin fyri at seta sjóneykuna á Gretu Thunberg persónliga, hví ikki lurta? Hon sigur jú í grundini bara, at vit skulu lurta eftir vísindini og taka tað í álvara, sum vísindin sigur.
Men av tí at hon m.a. hevur sagt: “I want you to panic” verður hon ákærd fyri bara at vilja skapa ótta. Men hví sigur hon so? Tað er ikki Greta, men vísindin, sum sigur, at tað er síðsta útkall, og at tað má handlast nú beinanvegin, sum um eldur er í húsinum, um ikki tað skal enda púra galið. Greta undirstrikar bara tað, vísindin hevur sagt leingi. Men tað er hon, sum verður ákærd fyri at loypa ótta á fólk og at vera orsøk til, at nógv ung fólk í dag verða rakt av tunglyndi. Men hvat skulu vit annars gera? Skulu vit blíva við at lúgva fyri okkum sjálvum og fortreingja, at nakar vandi finst?
Liva í kenslufornoktandi mentan
Greta er bangin, ja, og tað sigur hon hart vegna øll, sum hava tað sum hon. Men er tað ikki ein sunn reaktión? Eg veit ikki, hvørjum tað er mest synd í. Henni ella teimum, sum eru so skjót at seta spjaldrið “kensluporno” á sterka boðskapin hjá Gretu og avvísa hann sum irrationellan, tí tey ikki klára at rúma, at hetta unga menniskja kanska hevur rætt í tí, hon sigur og følir. Hvat nú um tey bangnastu og mest irrationellu í veruleikanum ikki eru Greta og hennara viðhaldsfólk? Hvat nú um tey bangnastu og mest irrationellu í veruleikanum eru tey, sum royna at fortreingja ræðandi veruleikan? Er tað ikki í veruleikanum mest synd í teimum?
Tann ógvisliga mótreaktiónin hjá summum sigur kanska nógv minni um Gretu, enn tað sigur um ta kenslufornoktandi mentanina, vit liva í í dag, har vit hava lyndi til at blíva øgiliga illa við av at síggja onkran vísa so sterkar og ektaðar kenslur, sum Greta gjørdi í S.T. bygninginum, og har kensluborin passión verður mistikin fyri “veikleika” og skýrd bara at vera “sinnissjúka” ella “religiøsur ørskapur”, hóast tað kanska er júst tað øvuta – nemliga eitt kolossalt dirvi til at tora at síggja veruleikan í eyguni, og konfrontera og vísa tann óttan, sum øgiliga nógv fólk hava av røttum fyri, at tað kanska er rætt, sum tey siga um veðurlagsbroytingarnar og vanlukkuligu støðuna, náttúran er í. Ein ótti, sum fá higartil hava torað at víst av ótta fyri at verða stemplað sum svøk. Júst sum Greta verður í løtuni.
Stýra við bindi fyri eyguni
Nei, Greta Thunberg er ikki orsøkin. Hon er eitt symptom. Tað er ikki hon, sum skapar óttan. Óttin lúrdi har frammanundan, tí vísindin hevur ávarað um hetta í 40 ár, so vit hava flestøll leingi vitað innast inni, at vit eru á vandaleið. Orsøkin til óttan eru fyrst og fremst tann vaksandi dálkingin og tær veðurlagsbroytingar, sum henda kring heimin, sum vit síggja, miðlarnir eru á tremur við hvønn dag og sum nógv uppliva á egnum kroppi í løtuni: ógvisligar ódnir, ekstremar hitabylgjur, turkur, skógareldar, ísbræðingar, vatnflóðir, hópoyðing av heilum plantu- og djórasløgum og flóttafólk, sum rýma undan veðurlagsvanlukkunum, umframt desperatiónin yvir øll hesi sokallaðu “rationellu vaksnu”, sum tykjast ignorera hetta og stýra heimin við bindi fyri eyguni. Tað er orsøkin til óttan. Tað vildi verið irrationelt als ikki at reagera, líkamikið hvør orsøkin er til vanlukkurnar.
Tey ungu eru sum kanariufuglurin í kolanáminum og hava leingi – langt áðrenn Greta Thunberg gjørdist eitt fyrbrigdi – verið serstakliga stúrin – av góðum grundum. Harragud, tað snýr seg jú ítøkiliga um teirra egna framtíðar vaksna lív. Ógvisliga veðurlagið seinastu árini hevur bara váttað fyri teimum, at tey høvdu orsøk til at stúra. So vit skulu ikki undirmeta tey ungu – sum um tey ikki duga hugsa sjálvi, fyri tað um tey eisini eru viðkvom kensluliga.
Veðurlagsrørslan skapar vón
Greta er bara ein katalysator fyri tað, sum so nógv hugsa og føla frammanundan. Hon setti bara hol á og sjónliggjørdi tað, sum so nógv kunnu samkenna seg við. Hvussu kundi hon annars fingið so stóra alheims undirtøku so skjótt? So stóra, at fólk um allan heim hesar dagarnar fara út á gøturnar fyri saman at gera tey ráðandi vart við, at nú má okkurt ítøkiligt gerast við støðuna. Er tað svakligt at vænta? Tað, sum Greta hevur givið okkum øðrum, er bara eitt høvi og eitt incitament til at gera vart við, at eisini vit eru stúrin fyri framtíðini, um einki munagott verður gjørt beinanvegin.
Nei, tað er ikki ótti, Greta skapar við at gera vart við eina støðu, sum beint nú tykist vónleys. Tað, sum Greta í veruleikanum skapar við tí risa ávirkan, hennara rødd hevur havt, er vón! Vón um, at eitt nýtt ættarlið veruliga er ført fyri lata eyguni upp, har sum vit onnur hava sovið í tímanum. Vón um, at tað fer at gera munin, sum skal til. Tann munin, sum eldru ættarliðini higartil ikki hava megnað at gera.
Takk fyri.