Bíligari flogferðaseðlar nú!

AtlanticAirwaysAirbusEftir Elina Brimheim Heinesen

So leingi, sum tað er so lutfalsliga dýrt at flyta fólk og farm millum Føroyar og umheimin, verður sera torført at fáa fleiri fólk til Føroya og harvið skapa nóg stórt grundarlag fyri øktum virksemi í landinum. Men økja vit um samferðsluna – t.d. við at bjóða bíligari flogferðaseðlar – setir bara hugflogið markið fyri møguleikunum at menna samfelagið til nýggjar tíðir og økja livimøguleikarnar her.

Kostnaðarmikli flutningurin er kappingaravlagandi fyri føroyskt vinnulív. Tað er ikki nóg gott, at bíligir ferðaseðlar einans kunnu fáast við at bíleggja teir fleiri mánaðar áðrenn ferðina. Vinnulívið – og mong onnur – hava brúk fyri bíligum ferðaseðlum, sum verða keyptir við stuttum skotbrá.

Kappingarneytar inni á evropeiska meginlandinum sleppa nógv bíligari – bæði tá tey skulu flyta sínar vørur ella sjálvi skulu ferðast kring um í heiminum á handilsferðum, umframt at tað er nógv bíligari hjá kundunum at ferðast til teirra – eisini hóast tey skulu ferðast yvir størri fjarstøður – enn tað t.d. er hjá kundum at ferðast til Føroya. Føroyingar verða frávaldir sum “business partners” av júst somu ávum. Og hetta leggur uttan iva trýst á kostnaðarstøðið sum heild.

Sum er, tora bankar og íleggjarar illa at gera íløgur í virksemi innan t.d. ferða-, upplivingar- og tænastuvinnu, tí tey vita, at so leingi tað er lutfalsliga nógv dýrari at ferðast til og úr Føroyum, enn aðrastaðni, so halda nógv potentiel ferðafólk og handilssambond seg burtur og fara heldur til kappingarneytarnar, har tað er bíligari at brúka sínar pengar.

Dýrur flutningur skapar sotatt eina risa forðing fyri nógvum vinnuligum virksemi, sum kundi trivist her á klettunum, um umstøðurnar vóru øðrvísi.

Nógvar familjur eru eisini spjaddar í ymiskum londum, og hava stóran tørv á at hitta hvønn annan oftari. Ikki minst tá tey knappliga noyðast at fara til jarðarferðir t.d. Men tað er ikki hugsingur um við tí ferðaseðlakostnað, sum er. Hetta er sera óheppið, tá alt fleiri ynskja at ferðast meira, og alt fleiri eisini ynskja at arbeiða ella samstarva tvørtur um landamørk. Fáa tey ikki nógv betri møguleika til tess, eru hesi fólkini noydd at rýma til onnur lond, har tað ber betur til.

Føroyar mugu latast upp

Kostnaðarmikli flutningurin girðir í veruleikanum landið inni og avbyrgir fólkið. Kenslan av, at vit eru meira avbyrgd enn onnur í londunum kring okkum, sum vit samanbera okkum við, úrslitar í, at nógvir føroyingar fáa tað, sum danir rópa “ø-kuller”. Tá samfelagið letur seg ov nógv aftur um seg sjálvt, verða fleiri rakt av útlongsli, sum økir sannlíkindini fyri, at fleiri velja at flyta av landinum. Hetta hevur helst nógv størri týdning, enn tey flestu gera sær greitt.

Um føroyska samfelagnum skal vera lív lagað í framtíðini, so mugu fólk sum heild hava møguleika fyri at kunna ferðast sum onnur, arbeiða lønandi arbeiði sum onnur við tí, tey brenna fyri, og í heila tikið hava møguleika fyri einum lívsstíli her, sum tey trívast við. Vit kunnu ikki lata eyguni aftur fyri, at alt fleiri føroyingar kenna seg meira sum partar av alheimssamfelagnum (ofta eru tað kvinnur), enn tey kenna seg sum part av gamla siðbundna føroyska samfelagnum – í øllum førum tí partinum, sum letur seg aftur um seg sjálvan.

Okkurt má tí gerast við forðingarnar fyri øktari samferðslu millum okkum og umheimin. Um kundagrundarlagið eisini skal økjast í Føroyum hjá øðrum virksemi enn fiski- og alivinnu, má atgongdin til Føroya og út í heim gerast nógv lættari, smidligari og bíligari. “Motorvegirnir” millum Føroyar og umheimin mugu og skulu heilt einfalt breiðkast! Ongantíð nóg skjótt.

Føroyar eru allar, sum tær eru, ein útjaðari, sum tystar eftir smidligari samferðslu við umheimin fyri ikki at doyggja út. Hetta er nakað, sum vit bara í felag kunnu gera nakað við. Eitt einstakt flogfelag kann ikki fáa tað at mala runt – ikki við núverandi kundagrundarlag – um ferðaseðlaprísurin skal niður. Vit fáa heldur ikki kappingina, sum fær prísirnar niður, tí onnur flogfeløg standa sjálvandi ikki í bíðirøð fyri at sleppa at flúgva uppá Føroyar. Tey halda seg burtur, tí tey vita sera væl av, at tað ikki kann loysa seg, sum er. Kappingin kemur ikki.

Hetta er stutt sagt er ein trupulleiki, sum bítur seg sjálvan í halan. Vit fáa ikki bíligari ferðaseðlar, fyrr enn kundagrundarlagið er nóg stórt, og vit fáa ikki nóg stórt kundagrundarlag, fyrr enn ferðaseðlarnir eru nóg bíligir.

Vit mugu “breiðka motorvegirnar”

Vit eru tí partú noydd til at umhugsa møguleikan fyri, um ikki tað var tað vert, at tað almenna brúkar nakrar av skattakrónunum til at “breiðka motorvegirnar” til og úr Føroyum – tvs. stuðla samferðsluni, eins og samferðslan til og úr útoyggjunum verður stuðlað, tí hon er ein fyritreyt fyri, at fólk vilja búgva har. Tað, sum samfelagið soleiðis missir uppá “karussellina”, kann uttan iva tjenast fleirfaldað inn aftur uppá “gynguna”.

Hvør rindar motorvegirnar út í heim aðrastaðni? Tað gera skattaborgararnir – gleðiliga, tí at øll vita, at tað er til felags besta. Flogsambandið er okkara motorvegur út í heim – vit hava ongan annan máta at ferðast til og frá útheiminum enn flog- og sjóvegis. Hesir ‘motorvegir’ eru líka so alneyðugir hjá okkum at hava, sum tað er neyðugt hjá øðrum londum at hava motorvegir og jarnbreytir til umheimin fyri at samfelagið/vinnulívið skal kunna virka optimalt har. Tí er tað nattúrligt, at tað almenna – tvs. vit øll – er við til at gjalda.

Men um ferðaseðlarnir verða bíligari, fara nógv fleiri føroyingar so ikki bara uttanlands at brúka sínar pengar? Jú, kanska í ávísan mun, men nógv fleiri fólk fara eisini at koma til Føroya at brúka sínar pengar her. Og nógv fleiri fyritøkur fara at síggja fyrimunin í at hava sæti her, tá dýrir ferðaseðlar ikki longur eru nøkur forðing.

Hetta er ein íløga, sum kann kasta nógv av sær, so tað í síðsta enda kemur øllum samfelagnum til góðar kortini. Jú betur vit duga at “selja” okkum, jú meiri virksemi skapa vit, jú fleiri fólk verða drigin hendan vegin. Fólk fara ikki at kenna seg so avbyrgd, umframt at samfelagið fer at vera nógv meira fjølbroytt og spennandi. Hetta fer at gera tað nógv meira attraktivt at búgva í Føroyum.

Eru vansar við at lata Føroyar meira upp?

Men tað er, sum um at tey, ið sita við valdinum, hava ein íbygdan mótvilja móti at gera nakað við hetta. Onkur óttast kanska, at um vit lata landið meira upp og gera tað lættari og bíligari at ferðast til og úr Føroyum, so fer hetta at broyta samfelagið til okkurt, vit ikki kenna okkum aftur í. Vit fara at missa virðir, sum vit hava nú. Onkur hevur kanska hug at spyrja: “Er tað ikki ein ov høgur prísur at gjalda fyri at skapa fleiri vinnuligar møguleikar? Hava vit tað ikki betri við júst at vera eitt sindur avbyrgd frá umheiminum? Og við bara halda okkum til tað, vit eru von við?”

Eg skilji óttan. Men vit hava í veruleikanum einki val, tí lata vit standa til, so stendur samfelagið í stað – og so eru vit í nógv størri vanda fyri, at fólkatalið alsamt minkar, so tað endar við, at bara eldri føroyingar verða eftir í Føroyum, tí tey ungu, burðarføru og virkisfúsu rýma so við og við. Tað hava vit undir ongum umstøðum ráð til kortini.

Eg haldi ikki, at vit skulu óttast so nógv fyri at lata Føroyar meira upp. Fyri tað um vit flyta okkum frameftir og menna okkum, merkir tað ikki, at vit skulu blaka alt burtur her, sum vit halda av. Tvørturímóti! Kanska kann økt samferðsla til og úr umheiminum nettupp vera við til, at vit kunnu varðveita ymiskt, sum í dag tykist deyðadømt. Við hugflogi ber saktans til at varðveita nógv av tí, sum nógv fata sum grundarlagið undir samleika okkara sum føroyingar – bara tillagað nýggju tíðini. Vit byggja jú okkara samleika sjálvi allatíðina.

Hvussu gagnnýta vit virðini?

Við skili og skynsemi ber til at varðveita tað besta av tí, vit hava, sum er til gagns fyri okkum øll – nettupp við at gagnnýta tað, og so lata annað fara, ið bara heldur okkum aftur. Alheimsgerð noyðir okkum t.d. ikki at blaka alt siðbundið burtur, sum føroyingar virða, eru ernir av og ikki vilja vera fyriuttan. Við eitt sindur av hugflogi og endurnýggjan, kann tað í veruleikanum fáa nýtt lív, heldur enn at fara heilt fyri skeyti. Tað ræður um at hugsa tað inn í nýggju tíðirnar og seta tað inn í eitt nýtt høpi.

Í veruleikanum er tað soleiðis, at tað siðbundna lívið, sum enn er møguligt at liva her, um ein ynskir tað – og sum jú er so tætt tengt at tí umhvørvi og tí veðrinum, vit nú einaferð hava í Føroyum – tað hóskar júst so avbera væl til alheims “simple living” rákið. Hugsa t.d. um sera væl umtóktu sendingarnar “Bonderøven”.

Her eru ómetaligir møguleikar fyri at veita unikkar vørur og ríkandi upplivingar til ein heim, ið tystar eftir júst tí, vit kunnu bjóða, um vit duga at marknaðarføra tað á rætta stað til røttu tíð. Tað ræður bara um at duga at fortelja ta góðu søguna til røttu málbólkarnar. Kraftin í góðari “storytelling” er sera undirmett, sum er. Her kann fáast so nógv meira burturúr, um fleiri fara at skilja betur, hvussu vit kunnu gagnnýta okkara evni at fortelja “ta góðu søguna” um Føroyar.

Einføldu og reinu rávørurnar, vit hava, kunnu gerast eftirspurdar kring allan heim, duga vit at tillaga og marknaðarføra tær rætt. Nógvar av teimum kunnu kanska ikki hópframleiðast, men júst hetta kann vendast til ein fyrimun, tá eftirspurningurin er størri enn útboðið. Til ber kanska at framleiða nóg mikið til “feinschmekkararnar”, sum vilja gjalda eyka, eins og vit longu gera í alt størri mun.

Dømi um virði, ið kunnu gagnnýtast betur

T.d. hava kokkar okkara verið við til at sett eina heila rørslu í gongd, har heimurin veruliga hevur fingið eygað á virðini í norðuratlantiskum mati. Hugsa bara um KOKS, sum er skýrd besta matstova at vera í Norðurlondum og um NOMA, sum er skýrd heimsins besta matstova. Fínastu restauratiónir í heiminum bjóða mat gjørdan úr føroyskum rávørum. Eins og Guðrun & Guðrun hava megnað at skapa eitt bundnatroyggjurák, ið er farið sum eldur kring allan heimin. Sjálvt heimskenda blaðið The New York Times er farið at skrivað, at Føroyar eru “hip”.

Men har liggja enn fleiri møguleikar enn teir, vit longu eru farin at troyta. Skapandi fólk og mentanarvørur av alskyns slag hava vit eina ørgrynnu av í Føroyum. T.d. eru føroyskir tónleikarar í heimsflokki. Tónleikurin, føroyingar gera í dag, hevur alheims potentiali. Eisini annað føroyskt handverk, so sum bátabygging, og kanska eisini føroysk ross, bara fyri at nevna okkurt dømi, kunnu við alheiminum sum marknað gerast bæði upplivingar- og útflutningsvørur, onnur vilja keypa í nógv størri mun, um vit leggja okkum eftir tí við okkara evnum til fantastiska “storytelling”.

“Adventure” og “extreme sport” upplivingar eru stak væl umtóktar kring heimin í løtuni. Onkur er farin undir at bjóða hetta í Føroyum við hepni. Vit hava ríkiligar møguleikar at bjóða ferðafólki øðrvísi upplivingar – sjálvandi skynsamiliga tillagaðar føroysku náttúruni uttan at oyðileggja hana. T.d. ber til at læra fólk at reka seyð, síga í bjørgum og fara fiskitúrar við útróðrabátum. Alt fleiri fáa eyga á hesar møguleikar.

Føroyar hava eitt lutvíst reint umhvørvi – í øllum førum í mun til onnur – og duga vit nóg væl at verja og fara væl um umhvørvið á burðardyggan hátt, kunnu vit í nógv størri mun fáa nakað burturúr tí, so tað kann gerast ein ágóði, ið kastar nakað av sær.

Vit kunnu flenna at teimum, sum bjóða ferðafólki upplivingar, so sum “whale watching” og “catch & release” fiskitúrar, har fiskurin verður blakaður livandi aftur í havið, men aðrastaðni ríka fólk seg upp av slíkum. Hvalirnir og fiskarnir kunnu endurnýtast umaftur og umaftur at tjena pengar fyri. So hvør flennur síðst her?

Harumframt hevur Føroyar ríkiligt av meira ella minni avbyrgdum og náttúruvøkrum støðum, sum kunnu gerast frálík “sanctuaries” – verulig friðskjól fyri tey, sum vilja burtur frá heimsins larmi og strongd at fáa leking og vælveru og finna seg sjálvi í frið og náðum her. Her liggja eisini stórir møguleikar fyri virksemi, ið bjóðar tænastur innan heilsu og vælveru t.d.

Lokal virðir kunnu sostatt gerast nógv meira global onkusvegna, um vit bara duga at síggja og dyrka hesi virði og duga at brúka tey positivt, kreativt og burðardygt – eisini vinnuliga – til fyrimuns fyri okkum sjálvi og onnur.

Modernað og siðbundið saman

Føroyingar mugu viðurkenna, at hóast summi okkara trívast væl við siðbundna lívinum og við siðbundnu størvunum, so vil ein stórur partur av føroyska fólkinum eisini liva eitt annað lív og hava onnur arbeiði. Hesi mugu eisini kenna, at tað er rúm fyri teimum her á landi. Føroyar verða tó aldrin til nakað New York kortini. Men fyri tað noyðast vit ikki at fara heilt í hina gjónna og lata sum um, vit øll enn kunnu liva, sum fyri 50-100 árum síðani. Tí tað gera tey flestu av okkum ikki – og ynskja tað heldur ikki.

Tíbetur noyðist lívið ikki at vera antin-ella. Vit hava tann framíhjárætt, at vit noyðast ikki at velja ímillum, um vit skulu vera ANTIN siðbundin ELLA modernað. Hesir lívsstílir kunnu saktans sameksistera í ein ávísan mun, sum teir longu partvíst gera. Eisini fyri tann einstaka, um hann ella hon hevur hug til at hava part í báðum. Vit kunnu sagtans vera “hybridføroyingar”.

Tað er ikki nakað eindømi, at fólk ein part av síni tíð t.d. menna KT-skipanir um dagin saman við indarum í India, og um kvøldi eru DJ’s í onkrum náttklubba, meðan tey ein annan part av síni tíð ganga fjøllini, fletta seyð ella fara til útróðrar. Soleiðis er tíðin – tann postmodernaða tíðin – í Føroyum. Mótsetningarnir eru fluttir inn í okkum, og nógv av okkum hava tillagað okkum og vant okkum við ta nýggju tíðina og hennara fjølbroytni og tíðarforskjótingar í globalu bygdini.

Tað er nettupp tað góða við føroyska samfelagnum: at tað er so mótsetningsmikið, tí er tað ikki júst tað, sum ger landið spennandi at búgva í? Er tað ikki júst hetta, sum nógv av okkum føroyingum í veruleikanum dámar so væl við Føroyum? Og er tað ikki júst hetta, sum eisini hugtekur mangan útlending, sum kemur hendanvegin?

So ja, vit hava vit ráð til bíligari floferðaseðlar. Vit mugu tora at satsa. At minka um flogferðaseðlaprísirnar kostar nakrar almennar krónur at byrja við, sjálvsagt, men tað er ein íløga, sum eg eri vís í, loysir seg í longdini, tí tað kann økja nógv um inntøkumøguleikarnar hjá vinnulívinum og samfelagnum sum heild, so pengarnir koma aftur í øktum skattainntøkum.

So óttist ikki, góðu føroyingar. Latið okkum nú fáa bíligari ferðaseðlar, so vit kunnu koma í gongd við veruliga at menna hetta samfelagið til nýggjar tíðir og bøta um livimøguleikarnar her.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/10/29/biligari-flogferdasedlar-nu/