Hetta er ein roynd at koma við einum konstruktivum ískoyti til kjakið um fólkafráflyting og kvinnuundirskot í Føroyum. Hvussu kann gongdin vendast?
Tað er púra greitt, hvør trupulleikin er: So leingi sum vit ikki hava fleiri møguleikar á útbúgvingarøkinum og ikki hava ein meira fjølbroyttan arbeiðsmarknað í Føroyum, kunnu vit ikki vænta annað enn, at føroyska samfelagið fer at “leka” fleiri og fleiri føroyingar til útheimin, sum ikki koma aftur.
Exit Føroyar vísti á, at størsta orsøkin til, at fólk flyta úr Føroyum, er, at tey fara uttanlands í útbúgvingarørindum. Nógv av hesum fólkunum venja seg við lívið uttanlands, møta kanska sínum maka har og vera tí hangandi og koma ikki aftur. Tí má fyrsta stigið vera at økja um útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum, so færri fáa orsøk til at fara.
Men støðan á arbeiðsmarknaðinum hevur sjálvandi eisini stóran týdning fyri, um tey, ið hava tikið útbúgving uttanlands, skulu hava vón um at fáa nakað at gera í Føroyum, um tey fegin vilja koma aftur. Føroyski arbeiðsmarknaðurin er í dag ikki nóg fjøltáttaður til tess at kunna taka ímóti hesum fólkunum.
Tað vil tí stutt og greitt siga, at um vend skal koma í, má útboðið bæði av arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikum í Føroyum bæði vera størri og/ella meira fjølbroytt, um lívið í Føroyum skal appellera til ein breiðari bólk, enn tað ger í løtuni. Hvørjar eru størstu forðingarnar fyri hesum?
Her er trupulleikin hjá ungum kvinnum størstur, tí útboðið, sum talar til teirra, er lutvíst lítið. Kvinnum dámar (statistiskt) best at útbúgva seg og arbeiða t.d. í kreativari vinnu, í mentanar-, vitanar- og samskiftisvinnu, í handils- og tænastuvinnu og í umsorganarvinnu, har tað snýr seg um at skapa nakað, at samskifta við og/ella vera um onnur menniskju so ella so.
Útboðið ov lítið og einstáttað
Í Føroyum mangla hægri útbúgvingarmøguleikar júst á økjum sum teimum, ið serliga kvinnur dragast at, men eisini nógv onnur fólk. Vit hava lærara- og pedagogskúla og sjúkrarøktarfrøðisskúla, men annars eru so gott sum ongar hægri útbúgvingar innan (í tilvildarligari raðfylgju) samskifti, mentan og mentanarmiðlan, design/sniðgeving av ymsum slag, myndlist, grafiskt arbeiði, tónleik, sjónleik, film, matmentan og matgerð, byggilist, event management (tiltaksfyriskipan), ferðavinnu, heilsu- og vælverutænastur, sálarfrøði o.a. persónliga menning, ítrótt, KT, telduspøl, verkfrøði, hægri handilskúlaútbúgvingar og mangt annað av slíkum slag, sum rættiliga nógvir føroyingar eru áhugaðir í at lesa – ikki bara kvinnur – og tí nú mugu fara uttanlands at lesa.
Tað er synd at siga, at nógv arbeiðspláss finnast heldur á teim flestu av hesum økjunum í Føroyum. Allarminst á bygd. Onkur roynir kanska at stovna egið virksemi í Føroyum innan hesi øki, men kundagrundarlagið er lítið, umframt at ymiskar aðrar forðingar eru (sum eg vendi eg aftur til), so tað er torført at fáa lønandi virksemi upp at standa í Føroyum á slíkum økjum.
Onkur vil kanska siga: “Jamen, vit hava bara ikki so nógv brúk fyri tí mesta av hasum omanfyrinevnda (“fjasinum”) í Føroyum. Hví kunnu fólk ikki bara útbúgva seg til okkurt, sum brúk er fyri her? Um einki arbeiði er til fólk við slíkum útbúgvingum, hví skulu dýrar útbúgvingar setast á stovn í Føroyum, ið kanska bara útbúgva fólk til arbeiðsloysi? Flyta fólk so ikki kortini av landinum, tá tey eru liðug við útbúgvingina? Kann tað yvirhøvur loysa seg at brúka pengar uppá fleiri skúlar, sum bara útbúgva fólk til sovorðið, ið ikki kann brúkast til nakað (“ordiligt”)?”
Óbrúkiligir føroyingar?
Jú, tað kann man gott spyrja um, men hin vegin kann man eisini seta sær spurningarnar: Ber betur til at innrætta menniskjuni til samfelagið – fram um at innrætta samfelagið til menniskjuni? Hvør av hesum báðum møguleikum kann meira sannlíkt steðga fráflytingini? Fólk gera, sum tey hava hug til. Hvussu tvingar man fólk til at innrætta seg, tá tey hava møguleikan at velja tað frá við at flyta? Hví tvíhalda um eitt samfelagsmodell, sum færri og færri taka undir við, tí tey vilja okkurt annað? Hava vit í longdini ráð til at missa øll hesi fólkini?
Tað er rætt, at sum er, føla nógvir av teim føroyingunum, sum longu hava tikið omanfyrinevndu útbúgvingar, ikki, at føroyska samfelagið hevur brúk fyri teimum. Nógv fáa ikki arbeiði í Føroyum og kunnu – at síggja til – ikki brúkast á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum er, tí arbeiðsmarknaðurin er so lutvíst miðsavnaður um tær fáu, siðbundnu vinnurnar. Tey kenna tí, at tey noyðast at velja føroyska samfelagið frá. Tey søkja sær heldur arbeiði – ella stovna egnar fyritøkur uttanlands, har tað tykist lættari at fáa nakað burturúr. Mong av teimum klára seg enntá avbera væl og vera tí verandi og leggja virðir eftir seg har, heldur enn í Føroyum.
Grundleggjandi viðurskifti broytast
Men bíða nú… Kunnu Føroyar veruliga ikki rúma hesum fólkunum, tá onnur lond kunnu brúka tey? Munnu ikki møguleikar finnast her fyri at menna og skapa grundarlag fyri fleiri vinnum, enn tær vit hava, har hesi fólkini kundu arbeitt? Ber als ikki til at gera føroyska samfelagið til eitt meira fjøltáttað samfelag, ið rúmast fleiri vinnum – og harvið eisini fleiri ymiskum fólkum? Tá tað ber til aðrastaðni, hví so ikki her? Er tað ikki bara hugflog og vilji, ið skal til?
Jú, men ikki bara. Nøkur grundleggjandi viðurskifti, sum eru neyðugar fyritreytir fyri, at íverksetan á hesum økjum skal kunna løna seg í Føroyum, mugu vera í lagi.
T.d. mugu nógv fleiri fólk mentalt flyta seg frá bara at hugsa um Føroyar sum eitt veiðu- og ídnaðarsamfelag, har vit næstan bara liva av rávøru- og framleiðsluídnað, til eisini at hugsa um Føroyar sum eitt vitanar- og tænastusamfelag. Nógv fleiri føroyingar eru noyddir at síggja og viðurkenna virðini – eisini vinnuligu virðini – í t.d. gransking, nýskapan og innovasjón, kreativari vørumenning, “storytelling”, mentanarupplivingum og tænastum av alskyns slag.
Talið av teimum, sum fegin vilja arbeiða innan omanfyrinevndu vinnur, er í øllum førum nógv vaksandi, um vit vit vilja tað ella ikki. Men so leingi so lítið verður gjørt við at menna samfelagið ein veg, har rúm eisini er fyri hesum fólkunum, so “leka” alt fleiri av teimum stillisliga úr Føroyum til støð, har tey kenna seg meira virðismett.
So leingi sum samfelagið ikki veruliga viðurkennir og gagnnýtir virðið í hesum fólkum, sum hava evnini og hugin til at útbúgva seg til at arbeiða innan onnur øki enn bara tey siðbundnu, so kunnu tey “ikki brúkast”, hóast Føroyar kundu verið eitt nógv meira áhugavert samfelag at búgva og arbeiða í – fyri øll onnur eisini – um rúm var fyri hesum fólkum.
Hvat kunnu vit so gera fyri at skapa meira rúm fyri, at eisini hesi fólkini kunnu – og vilja – geva sítt ískoyti her og liva eitt nøktandi lív í Føroyum? Hvussu brúka vit hesi fólkini best til gagns fyri samfelagið eisini?
Ferða-, upplivingar- og tænastuvinna uppløgd
Tað valdast so nógv annað eisini, sum má spæla saman. Hyggja vit at, hvussu stendur til við vinnum í Føroyum, sum kundu verið avtakarar av teim omanfyrinevndu fólkunum, mugu vit staðfesta, at har má okkurt gerast.
T.d. eru nógv størv í ferða-, upplivingar- og tænastuvinnum, sum appellera til nógv av teimum, sum í løtuni “leka” úr Føroyum – og kanska serliga til kvinnur. Her er vert at nevna, at í Íslandi er ferðavinnan frá í ár farin at geva meira pengar til landið enn íslendska fiskivinnan. Tað ber til hjá teimum, so sjálvandi ber tað eisini til her. Hugsa um øll tey nýggju arbeiðsplássini, ið kunnu koma burturúr tí, um íløgur verða gjørdar í ferða-, upplivingar- og tænastuvinnur.
Men tora føroyingar at satsa uppá slíkar vinnur? Og verða hesar vinnur tiknar í nóg stórum í álvara av politikkarunum og íleggjarum? Hava teir, sum er, ikki bara høvd og hjarta fult av fiski, har løtuvinningarnir eru størri? Tora íleggjarar og bankar at gera neyðugu íløgurnar í at útbyggja ferða-, upplivingar- og tænastuvinnuna og skapa neyðuga grundarlagið fyri, at hesar vinnur kunnu bera seg?
Nei, tíverri. Sum er, fær øgiliga lítið annað virksemi – enn bara tað, sum hevur við fisk og aling at gera – undirtøku frá íleggjarum og íleggjaragrunnum, og tí hevur íverksetan á øðrum økjum sera trong kor. Sera spell, at fleiri ikki síggja allar teir møguleikar, føroyska samfelagið missir á henda hátt.
Hvat kunnu politikkarar og íleggjarar gera?
Politikkarar kundu gjørt nógv meira fyri at latið fleiri vinnuligar dyr upp. Teir kundu stimbrað íverksetan nógv meira innan øðrvísi vinnur, sum hava annað enn bara ítøkiligar fiskavørur sum vørur.
Politikkarar hava t.d. nógva ávirkan á, um tað kann loysa seg at seta fyritøkur á stovn í Føroyum – t.d. við at regulera skattir og MVG og taka forðandi lógir og reglugerðir av, og við at syrgja fyri, at tað almenna brúkar føroyskar veitarar, umframt stuðla við íverksetarastuðli og skeiðum/útbúgvingum, sum lata fólk betur í til at veita hjálp til sjálvhjálp osfr.
Harumframt hava bankar og íleggjarar eisini stóra ávirkan á, hvat fyri virksemi fær sømdir í Føroyum, og hvussu arbeiðsmarknaðurin tí kemur at síggja út.
Sum er, er sera torført at fáa lán t.d. til ferðavinnuverkætlanir – tíverri serliga á bygd og ringast á útoyggj, har tað er mest tørvur á tí. Tað paradoksala er, at tað kanska júst er har, sum ferðavinnumøguleikarnir eru mest spennandi og inntøkumøguleikarnir tí sannlíkir. Tað ber til aðrastaðni at fáa slíkt virksemi at bera seg í útjaðarasamfeløgum, sum hava á leið somu avbjóðingar sum okkara. So hví tora bankar og íleggjarar í Føroyum ikki at trúgva uppá tað her?
Dýrir ferðaseðlar stór forðan
Jú, ein av allarstørstu viðvirkandi orsøkunum er helst, at so leingi, sum tað er so lutfalsliga dýrt at flyta fólk og farm millum Føroyar og umheimin, verður sera torført at fáa fleiri fólk til Føroya og harvið skapa nóg stórt kundagrundarlag fyri øktum virksemi í landinum.
Bankar og íleggjarar tora tí neyvan at gera fleiri íløgur í virksemi innan t.d. ferða-, upplivingar- og tænastuvinnu, tí tey vita, at so leingi tað er lutfalsliga nógv dýrari at ferðast til og úr Føroyum, enn aðrastaðni, so halda nógv potentiel ferðafólk og handilssambond seg burtur og fara heldur til kappingarneytarnar, har tað er bíligari at brúka sínar pengar.
Kostnaðarmikli flutningurin er kappingaravlagandi fyri føroyskt vinnulív. Kappingarneytar inni á evropeiska meginlandinum sleppa nógv bíligari – bæði tá tey skulu flyta sínar vørur ella sjálvi skulu ferðast kring um í heiminum á handilsferðum, umframt at tað er nógv bíligari hjá kundunum at ferðast til teirra – eisini hóast tey skulu ferðast yvir størri fjarstøður – enn tað t.d. er hjá kundum at ferðast til Føroya. Føroyingar verða frávaldir sum “business partners” av júst somu ávum. Og hetta leggur uttan iva trýst á kostnaðarstøðið sum heild. Dýrur flutningur skapar sotatt eina risa forðing fyri nógvum vinnuligum virksemi, sum kundi trivist her á klettunum, um umstøðurnar vóru øðrvísi.
Nógvar familjur eru eisini spjaddar í ymiskum londum, og hava stóran tørv á at hitta hvønn annan oftari. Men tað er ikki hugsingur um við tí ferðaseðlakostnað, sum er. Hetta er sera óheppið, tá alt fleiri ynskja at ferðast meira, og alt fleiri eisini ynskja at arbeiða ella samstarva tvørtur um landamørk. Fáa tey ikki nógv betri møguleika til tess, eru hesi fólkini noydd at rýma til onnur lond, har tað ber betur til.
Føroyar mugu latast upp
Kostnaðarmikli flutningurin girðir í veruleikanum landið inni og avbyrgir fólkið. Kenslan av, at vit eru meira avbyrgd enn onnur í londunum kring okkum, sum vit samanbera okkum við, úrslitar í, at nógvir føroyingar fáa tað, sum danir rópa “ø-kuller”. Tá samfelagið letur seg ov nógv aftur um seg sjálvt, verða fleiri rakt av útlongsli, sum økir sannlíkindini fyri, at fleiri velja at flyta av landinum. Hetta hevur helst nógv størri týdning, enn tey flestu gera sær greitt.
Um føroyska samfelagnum skal vera lív lagað í framtíðini, so mugu fólk sum heild hava møguleika fyri at kunna ferðast sum onnur, arbeiða lønandi arbeiði sum onnur við tí, tey brenna fyri, og í heila tikið hava møguleika fyri einum lívsstíli her, sum tey trívast við. Vit kunnu ikki lata eyguni aftur fyri, at alt fleiri føroyingar kenna seg meira sum partar av alheimssamfelagnum (ofta eru tað kvinnur), enn tey kenna seg sum part av gamla siðbundna føroyska samfelagnum – í øllum førum tí partinum, sum letur seg aftur um seg sjálvan.
Okkurt má tí gerast við forðingarnar fyri øktari samferðslu millum okkum og umheimin. Um kundagrundarlagið eisini skal økjast í Føroyum hjá øðrum virksemi enn fiski- og alivinnu, má atgongdin til Føroya og út í heim gerast nógv lættari, smidligari og bíligari. “Motorvegirnir” millum Føroyar og umheimin mugu og skulu heilt einfalt breiðkast! Ongantíð nóg skjótt.
Føroyar eru allar, sum tær eru, ein útjaðari, sum tystar eftir smidligari samferðslu við umheimin fyri ikki at doyggja út. Hetta er nakað, sum vit bara í felag kunnu gera nakað við. Eitt einstakt flogfelag kann ikki fáa tað at mala runt – ikki við núverandi kundagrundarlag – um ferðaseðlaprísurin skal niður. Vit fáa heldur ikki kappingina, sum fær prísirnar niður, tí onnur flogfeløg standa sjálvandi ikki í bíðirøð fyri at sleppa at flúgva uppá Føroyar. Tey halda seg burtur, tí tey vita sera væl av, at tað ikki kann loysa seg, sum er. T
Hetta er stutt sagt er ein trupulleiki, sum bítur seg sjálvan í halan. Vit fáa ikki bíligari ferðaseðlar, fyrr enn kundagrundarlagið er nóg stórt, og vit fáa ikki nóg stórt kundagrundarlag, fyrr enn ferðaseðlarnir eru nóg bíligir.
Vit mugu “breiðka motorvegirnar”
Vit eru tí partú noydd til at umhugsa møguleikan fyri, um ikki tað var tað vert, at tað almenna brúkar nakrar av skattakrónunum til at “breiðka motorvegirnar” til og úr Føroyum – tvs. stuðla samferðsluni, eins og samferðslan til og úr útoyggjunum verður stuðlað, tí hon er ein fyritreyt fyri, at fólk vilja búgva har. Tað, sum samfelagið soleiðis missir uppá “karussellina”, kann uttan iva tjenast fleirfaldað inn aftur uppá “gynguna”.
Men um ferðaseðlarnir verða bíligari, fara nógv fleiri føroyingar so ikki bara uttanlands at brúka sínar pengar? Jú, kanska í ávísan mun, men nógv fleiri fólk fara eisini at koma til Føroya at brúka sínar pengar her. Og nógv fleiri fyritøkur fara at síggja fyrimunin í at hava sæti her, tá dýrir ferðaseðlar ikki longur eru nøkur forðing.
Hetta er ein íløga, sum kann kasta nógv av sær, so tað í síðsta enda kemur øllum samfelagnum til góðar kortini. Jú betur vit duga at “selja” okkum, jú meiri virksemi skapa vit, jú fleiri fólk verða drigin hendan vegin. Fólk fara ikki at kenna seg so avbyrgd, umframt at samfelagið fer at vera nógv meira fjølbroytt og spennandi. Hetta fer at gera tað nógv meira attraktivt at búgva í Føroyum.
Eru vansar við at lata Føroyar meira upp?
Men tað er, sum um at tey, ið sita við valdinum, hava ein íbygdan mótvilja móti at gera nakað við hetta. Onkur óttast kanska, at um vit lata landið meira upp og gera tað lættari og bíligari at ferðast til og úr Føroyum, so fer hetta at broyta samfelagið til okkurt, vit ikki kenna okkum aftur í. Vit fara at missa virðir, sum vit hava nú. Onkur hevur kanska hug at spyrja: “Er tað ikki ein ov høgur prísur at gjalda fyri at skapa fleiri vinnuligar møguleikar? Hava vit tað ikki betri við júst at vera eitt sindur avbyrgd frá umheiminum? Og við bara halda okkum til tað, vit eru von við?”
Eg skilji óttan. Men vit hava í veruleikanum einki val, tí lata vit standa til, so stendur samfelagið í stað – og so eru vit í nógv størri vanda fyri, at fólkatalið bara minkar og minkar, so tað endar við, at bara eldri føroyingar verða eftir í Føroyum, tí tey ungu, burðarføru og virkisfúsu eru rýmd. Tað hava vit undir ongum umstøðum ráð til kortini.
Eg haldi ikki, at vit skulu óttast so nógv fyri at lata Føroyar meira upp. Fyri tað um vit flyta okkum frameftir og menna okkum, merkir tað ikki, at vit skulu blaka alt burtur her, sum vit halda av. Tvørturímóti! Kanska kann hetta nettupp vera við til, at vit kunnu varðveita ymiskt, sum í dag tykist deyðadømt. Við hugflogi ber saktans til at varðveita nógv av tí, sum nógv fata sum grundarlagið undir samleika okkara sum føroyingar – bara tillagað nýggju tíðini. Vit byggja jú okkara samleika sjálvi allatíðina.
Hvussu gagnnýta vit virðini?
Við skili og skynsemi ber til at varðveita tað besta av tí, vit hava, sum er til gagns fyri okkum øll, og so lata annað fara, ið bara heldur okkum aftur. Alheimsgerð noyðir okkum t.d. ikki at blaka alt siðbundið burtur, sum føroyingar virða, eru ernir av og ikki vilja vera fyriuttan. Við eitt sindur av hugflogi og endurnýggjan, kann tað í veruleikanum fáa nýtt lív, heldur enn at fara heilt fyri skeyti. Tað ræður um at hugsa tað inn í nýggju tíðirnar og seta tað inn í eitt nýtt høpi.
Í veruleikanum er tað soleiðis, at tað siðbundna lívið, sum enn er møguligt at liva her, um ein ynskir tað – og sum jú er so tætt tengt at tí umhvørvi og tí veðrinum, vit nú einaferð hava í Føroyum – tað hóskar júst so avbera væl til alheims “simple living” rákið. Hugsa t.d. um sera væl umtóktu sendingarnar “Bonderøven”.
Her eru ómetaligir møguleikar fyri at veita unikkar vørur og ríkandi upplivingar til ein heim, ið tystar eftir júst tí, vit kunnu bjóða, um vit duga at marknaðarføra tað á rætta stað til røttu tíð. Tað ræður bara um at duga at fortelja ta góðu søguna til røttu málbólkarnar. Kraftin í góðari “storytelling” er sera undirmett, sum er. Her kann fáast so nógv meira burturúr, um fleiri fara at skilja betur, hvussu vit kunnu gagnnýta okkara evni at fortelja “ta góðu søguna” um Føroyar.
Einføldu og reinu rávørurnar, vit hava, kunnu gerast eftirspurdar kring allan heim, duga vit at tillaga og marknaðarføra tær rætt. Nógvar av teimum kunnu kanska ikki hópframleiðast, men júst hetta kann vendast til ein fyrimun, tá eftirspurningurin er størri enn útboðið. Til ber kanska at framleiða nóg mikið til “feinschmekkararnar”, sum vilja gjalda eyka, eins og vit longu gera í alt størri mun.
Dømi um virði, ið kunnu gagnnýtast betur
T.d. hava kokkar okkara verið við til at sett eina heila rørslu í gongd, har heimurin veruliga hevur fingið eygað á virðini í norðuratlantiskum mati. Hugsa bara um NOMA, sum er skýrd heimsins besta matstova. Fínastu restauratiónir í heiminum bjóða mat gjørdan úr føroyskum rávørum. Eins og Guðrun & Guðrun hava megnað at skapa eitt bundnatroyggjurák, ið er farið sum eldur kring allan heimin.
Men har liggja enn fleiri møguleikar enn teir, vit longu eru farin at troyta. Skapandi fólk og mentanarvørur av alskyns slag hava vit eina ørgrynnu av í Føroyum. T.d. eru føroyskir tónleikarar í heimsflokki. Tónleikurin, føroyingar gera í dag, hevur alheims potentiali. Eisini annað føroyskt handverk, so sum bátabygging, og kanska eisini føroysk ross, bara fyri at nevna okkurt dømi, kunnu við alheiminum sum marknað gerast bæði upplivingar- og útflutningsvørur, onnur vilja keypa í nógv størri mun, um vit leggja okkum eftir tí við okkara evnum til fantastiska “storytelling”.
“Adventure” og “extreme sport” upplivingar eru stak væl umtóktar kring heimin í løtuni. Onkur er farin undir at bjóða hetta í Føroyum við hepni. Vit hava ríkiligar møguleikar at bjóða ferðafólki øðrvísi upplivingar – sjálvandi skynsamiliga tillagaðar føroysku náttúruni uttan at oyðileggja hana. T.d. ber til at læra fólk at reka seyð, síga í bjørgum og fara fiskitúrar við útróðrabátum. Alt fleiri fáa eyga á hesar møguleikar.
Føroyar hava eitt lutvíst reint umhvørvi – í øllum førum í mun til onnur – og duga vit nóg væl at verja og fara væl um umhvørvið, kunnu vit í nógv størri mun fáa nakað burturúr tí, so tað kann gerast ein ágóði, ið kastar nakað av sær.
Vit kunnu flenna at teimum, sum bjóða ferðafólki upplivingar, so sum “whale watching” og “catch & release” fiskitúrar, har fiskurin verður blakaður livandi aftur í havið, men aðrastaðni ríka fólk seg upp av slíkum. Hvalirnir og fiskarnir kunnu endurnýtast umaftur og umaftur at tjena pengar fyri. So hvør flennur síðst her?
Harumframt hevur Føroyar ríkiligt av meira ella minni avbyrgdum og náttúruvøkrum støðum, sum kunnu gerast frálík “sanctuaries” – verulig friðskjól fyri tey, sum vilja burtur frá heimsins larmi og strongd at fáa leking og vælveru og finna seg sjálvi í frið og náðum her. Her liggja eisini stórir møguleikar fyri virksemi, ið bjóðar tænastur innan heilsu og vælveru t.d.
Lokal virðir kunnu sostatt gerast nógv meira global onkusvegna, um vit bara duga at síggja og dyrka hesi virði og duga at brúka tey positivt, kreativt og burðardygt – eisini vinnuliga – til fyrimuns fyri okkum sjálvi og onnur.
Modernað og siðbundið saman
Føroyingar mugu viðurkenna, at hóast summi okkara trívast væl við siðbundna lívinum og við siðbundnu størvunum, so vil ein stórur partur av føroyska fólkinum eisini liva eitt annað lív og hava onnur arbeiði. Hesi mugu eisini kenna, at tað er rúm fyri teimum her á landi. Føroyar verða tó aldrin til nakað New York kortini. Men fyri tað noyðast vit ikki at fara heilt í hina gjónna og lata sum um, vit øll enn kunnu liva, sum fyri 50-100 árum síðani. Tí tað gera tey flestu av okkum ikki – og ynskja tað heldur ikki.
Tíbetur noyðist lívið ikki at vera antin-ella. Vit hava tann framíhjárætt, at vit noyðast ikki at velja ímillum, um vit skulu vera ANTIN siðbundin ELLA modernað. Hesir lívsstílir kunnu saktans sameksistera í ein ávísan mun, sum teir longu partvíst gera. Eisini fyri tann einstaka, um hann ella hon hevur hug til at hava part í báðum. Vit kunnu sagtans vera “hybridføroyingar”.
Tað er ikki nakað eindømi, at fólk ein part av síni tíð t.d. menna KT-skipanir um dagin saman við indarum í India, og um kvøldi eru DJ’s í onkrum náttklubba, meðan tey ein annan part av síni tíð ganga fjøllini, fletta seyð ella fara til útróðrar. Soleiðis er tíðin – tann postmodernaða tíðin – í Føroyum. Mótsetningarnir eru fluttir inn í okkum, og nógv av okkum hava tillagað okkum og vant okkum við ta nýggju tíðina og hennara fjølbroytni og tíðarforskjótingar í globalu bygdini.
Tað er nettupp tað góða við føroyska samfelagnum: at tað er so mótsetningsmikið, tí er tað ikki júst tað, sum ger landið spennandi at búgva í? Er tað ikki júst hetta, sum nógv av okkum føroyingum í veruleikanum dámar so væl við Føroyum? Og er tað ikki júst hetta, sum eisini hugtekur mangan útlending, sum kemur hendanvegin?
Tillaga samfelagið til nýggjar tíðir
Um vit duga betur at síggja hetta meira sum ein fyrimun enn ein vansa, kann hendan tilvitanin brúkast til at menna nógvar nýggjar og kreativar vinnuligar møguleikar her á landi, sum eru lagaðir BÆÐI til tað umhvørvið, sum nú einaferð er her, OG til nútíðina og tey fólkini, sum skulu búgva her. Og tað kann takast við, tá ætlanir verða gjørdar um, hvussu vit menna nýggjar útbúgvingar og menna vinnuna ein veg, sum skapar størri rúmd á føroyska arbeiðsmarknaðinum – eisini fyri kvinnunum – í framtíðini.
Neyðugt er ikki at kollvelta alt samfelagið fullkomiliga, so alt verður nýtt og øðrvísi. Neyðugt er heldur ikki at tvíhalda um siðbundna lívið, so einki broytist. Vit kunnu laga samfelagið til teir veruleikar, vit liva í í dag – har vit bæði varðveita sambandið við fortíðina og við framtíðina. Vit kunnu skapa eitt rúmligari, meira tolsamt samfelag, ið ikki longur er eins eintáttað og avbyrgt frá verðini kring okkum sum áður, samstundis sum vit varðveita partar av øllum tí, sum fólk eru best við, við at brúka tað kreativt – eisini í vinnuligum høpi – so vit skapa møguleikar fyri fleiri og meira fjølbroyttum arbeiðsplássum í Føroyum.
Fleiri hava longu víst, at tað ber til at hugsa nýtt og gamalt saman við stórum hepni. Hugsa t.d. um G! festivalin í Gøtu, sum flest fólk fyri 10-15 árum síðani uttan iva vildu hildið, var ein fullkomiliga órealistisk verkætlan, og sum í dag veruliga hevur sett Gøtu á heimskortið. Hugsa um Leif Sørensen, sum hevur matstovuna Koks, ið er um at gerast víðagitin kring heimin fyri sín heilt einastandandi mat, gjørdan av føroyskum rávørum. Ella hugsa um Guðrun og Guðrun troyggjurnar, sum nú eru at síggja kring allan heim.
Vit eru á rættari leið, men vit mangla síðsta skumpið, sum kann venda fráflyting til tilflyting. Uppgávan má lyftast í felag, og øll mugu spæla við – politikkarar, íleggjarar, vinnan og fólkið. Vit mugu hava trúnna, dugnaskapin – og viljan – til at tillaga samfelagið meira til nýggju tíðirnar. Bert soleiðis kunnu vit skapa grundarlag undir einum smidligari, meira opnum og atkomiligum samfelag við einum meira margføldum útbúgvingar- og arbeiðsmarknað.
Megna vit tað, so fara nógv fleiri av teimum, sum eru farin, uttan iva at fáa hug til at venda nøsina heimaftur, meðan hini, sum búgva í Føroyum, kanska ikki fáa líka stóra trongd at fara aðrastaðni, men velja sjálvboðin at vera verandi. Tí tá verður so nógv spennandi og mennandi at koma eftir her, at Føroyar lætt kunnu kappast við umheimin.