Tað er so einfalt. Tað tykist fyri mær, sum lív mítt hevur alt verið ein spakulig veking úr eini dreymaverð til veruleikan. Í nógv ár ímyndaði eg mær, at tað, sum var til í heilanum á mær, var sjálvur veruleikin. Tað var ikki neyðturviliga ósatt, sum eg hugsaði, men tað endurspeglaði ikki veruleikan, akkurát sum hann er – bara mína ímynd av veruleikanum. Kanska tørvaði mær at trúgva hesi ímynd fyri at skapa eina kenslu av samleika, virðum og vón – vón um eydnu og eina ljósa framtíð. Uttan okkurt at trúgva uppá tyktist lívið meiningsleyst, harðrrent og vónleyst. Hvat eru vit uttan? Eru vit ikki tá uttan vón? helt eg. Men við tíðini varnaðist eg, at eg fór skeiv. At hava hugflog er gott og ofta neyðugt, men tá ímyndanin í heilanum verður mistikin fyri veruleika, og ein livir meira í heilanum enn í kroppinum, er tíð at steðga á og merkja eftir, hvat veruliga er veruligt.
Eg skilti ikki, at tað, sum eg hugsaði og droymdi um, kundi gerast ein forðing fyri eydnu. Eg var so hugsavnað um at droyma um eina aðra støðu, enn ta eg var í her og nú, og at vera ein onnur ella okkurt annað, enn eg var, at lívið hjá mær tyktist øgiliga keðiligt og ónøktandi, samanborið við tað lívið, sum eg droymdi um at liva. Mær dámdi als ikki mítt lív og gjørdist hugtung, tí eg ikki livdi mín dreym. Og jú minni nøktandi eg kendi lív mítt at vera, jú meira helt eg fast um mín dreym – og jú fastari eg helt um mín dreym, jú meira ónøgd gjørdist eg við mítt veruliga lív og við meg sjálva.
Eg hugsaði, at eg kanska kundi renna frá lívsins ringu sannroyndum og viga upp ímóti teimum við at fylla meg við enn fleiri dreymum um eydnu og tráan eftir einum fullkomnum parlag, eini fyrimyndarligari familju, eini glæsiligari yrkisleið osfr. – og so royna at náa hesum málum. Eg helt ikki, at tað bar til at liva uttan allar hesar søgurnar, eg sjálv skapti um, hvat eg helt átti at vera mín veruleiki. Eg hevði bygt allan mín samleika á hesar søgurnar. Eg bygdi upp ein heilan struktur fyri alt mítt lív, tí eg helt at hesin karmur gav lívinum meining, meðan eg í veruleikanum bara bygdi mær sjálvari eitt fongsul. Men eg varnaðist ikki, at tað var tað, tað var.
Tað er helst tí, at tað er so torført at virðismeta núverandi løtuna og at halda uppat við at halda fast í sínum dreymum, sum taka okkum burtur frá løtuni her og nú. So mong menniskju brúka ár eftir ár av teirra dýrabara lívi til at royna at gera júst tað: at stríðast og strevast móti tí veruleika, sum er beint fyri hond, tí tey ikki halda hann umboðar nóg væl tað idealið, tey hava um seg sjálvi. Tey halda, at einasti mátin at fáa dreymarnar at ganga út er júst at stríða seg úr aktuella veruleikanum. Eg veit, at eg gjørdi. Men á henda hátt koma vit aloftast ikki nærhendis eydnuni, vit tráa eftir.
Fyri stuttum gjørdist greitt fyri mær, at tað einasta hetta stríðið ger við meg, er bara at gera meg meira óeydnusama óg ónøgda, tí mítt lív er – og verður ongantíð – alt tað, sum eg droymdi um. Tað er ongantíð fullkomið í øllum lutum. Serliga ikki um eg brúki mínar dreymar um eitt lýtaleyst lív sum málistokk. Vónbrot er einasta úrslitið, sum kemur burtur úr tí, tí stríðið er tapt frammanundan. Tá tú roynir at fáa tínar dreymar at ganga út við at royna at fáa tamarhald á umstøðunum og øðrum fólkum fyri at fáa alt til at passa inn í ímyndina, tú hevur í tínum høvdi av einum meira fullkomnum lívi, fert tú bara at møta mótstøðu alla tíðina, og tað slítur teg sundur.
Í seinastuni havi eg upplivað, at um eg gevist við at royna at hava tamarhald og bara lati tingini vera, sum tey eru, og loyvi mær sjálvari at vakna til veruleikan ístaðin, kann veruleikin kanska tykjast ljótur, harðrendur og grummur í løtum, men hann er eisini nógv sterkari enn trúgv, dreymar og heilaspuni nakrantíð kunnu verða. Veruleikin kann – um eg tori at taka hann til mín og hyggja hann beint í eyguni og viðurkenna hann, sum hann er – gera meg meira sprelllivandi enn nakar dreymur ella heilaspuni nakrantíð kunnu gera fyri meg.
At viðurkenna tað, sum er, merkir ikki, at eg missi nakað við tað. Tvørturímóti. Tá eg sleppi míni trúgv, dreymum og væntanum og ikki brúki alla mína orku uppá at royna at rætta uppá ella stýra tingum og fólkum kring meg ávísar vegir, sum eg haldi passa mær og míni trúgv best, gerist eg varug við, hvussu strævið tað er allatíðina at royna at hava tamarhald á øllum. Í tí løtu eg lati tað fara, viðkast tilvitið hjá mær øgiligt. Í somu løtu eg sleppi tamarhaldinum verður mítt uppmerksemi knappliga vent – ikki móti fortíðini ella framtíðini, ikki móti hvat er rætt ella skeivt sbrt. mínum egnu trúgv og søgum í høvdinum á mær, men mótvegis tí, sum er her og nú. Móti tí, sum veruliga hendir í hesi løtuni. Og eg síggi alt nógv týðiligari. Eg merki nógv týðiligari mínar kringumstøður, menniskju, ting, náttúruna. Og tað fyllir meg við undran og takksemi.
Tað er so láturliga einfalt og lítið fløkjasligt, men hetta er tað kraftamiklasta innlitið, eg nakrantíð havi upplivað. Endiliga varnaðist eg, at her og nú er alt tað, sum er. Og tað er meira enn nóg mikið. Nógv meira enn eg nakrantíð kundi droymt um.
Tað, sum eg uttan iva havi hugsað áður, men sum eg ongantíð veruliga havi fatað, var hetta: Tað gjørdist rætt og slætt heilt greitt fyri mær, at fortíðin og framtíðin eru ikki til her og nú – bara til í mínum heila. Øll minnini hjá mær um, hvat hendi einaferð og mínar ímyndir av, hvat eigur at henda seinni, og hvat øll áttu ella ikki áttu at gjørt, eru í veruleikanum bara stúrandi tankar og søgur, eg havi í mínum høvdi, sum taka meg burtur frá at vera fult tilvitandi og til staðar beint her og nú. Hvørja ferð eg royni at útgreina eina støðu, at gera meg klóka uppá hana, finna orsøkir og gera niðurstøður um hana, oftast bara fyri at fáa støðuna til at passa til mína søgu í høvdinum, skapi eg bara fjarstøðu. Eg taki meg sjálva burtur frá støðuni, út úr veruleikanum.
Hesir tankar – ella trúgv á søgurnar, eg havi í heilanum, hava eisini leingi fylt meg við øllum møguligum kenslum av órógv og stúran fyri, um eg nú megni at liva upp til alt tað, eg droymi um. Og tápulig sum eg eri, havi eg roynt at viga upp mót hesum við bara at hugsa enn fleiri stúrandi tankar, har eg havi roynt at útgreina, finna umberingar og gera meg klóka uppá, hví eg havi allar hesa stúrandi tankarnar og kenslurnar, tí tað var á henda hátt, eg helt, eg kundi skilja meg sjálva og finna mín sanna samleika. Men hendan gongdin sendi meg bara beint inn í ein óndan snyril, sum í síðsta enda gjørdi meg so ómetaliga móða av mær sjálvari, av mínum lívi og av mínum kringumstøðum, og gav mær veruligt tunglyndi, tí eg ongantíð fataði, at tað, sum hendi innan í mínum heila, rætt og slætt ikki er veruligt. Tað eru bara tankar. Men eg trúði teimum. Og tað var tí, teir høvdu sovorðið vald á mær.
Tíbetur fer veruleikin altíð at banka á hurð mína fyri at minna meg á, at hann er til, tá eg eri á skeivari leið. Og veruleikin vinnur altíð í síðsta enda. Líka mikið hvat vit gera, so doyggja vit einaferð onkursvegna kortini. Eg royndi at sleppa mær undan at síggja henda veruleika og so nógvar aðrar ódámligar veruleikar, eg ikki brýggjaði meg um at standa andlit til andlits við. Var eg veruliga noydd at viðurkenna veruleikan? Men hvat um mær ikki dámdi tað, eg upplivdi? Mær var ikki greitt, at eg hevði als einki val annað enn at viðurkenna veruleikan.
Tá eg ásannaði hetta, gjørdist eg vónbrotin og tunglynt – í fyrstani. Men tað var líka til eg ansaði, at tað einasta – og eg meini veruliga tað einasta, sum kann gera meg veruliga glaða, er ikki at flýggja undan tí ringa, sum hendir – ella kanska hendir, og royna at lata mínar sansir aftur fyri tí, men ístaðin lata sansirnar upp so vítt og so breitt sum gjørligt og vera tilstaðar og fult medvitin beint her og nú.
Eg sleppi ongantíð undan – ella eg kann ongantíð læsa alt tað ringa úti, sum í síðsta enda fer at henda í lívinum hjá øllum menniskjum. Tað valdið havi eg ikki. Eg kann ikki renna undan tí veruleikanum, at eg fari at uppliva at missa. Tað hendir. Og tað fer altíð at henda onkuntíð. Eg kann líka so væl síggja tað í eyguni og fáa tað besta burturúr. Tað er gjørligt bara at lata tað vera, sum tað er. Tá eg loyvi mær at uppliva veruleikan uttan filtur, verði eg sterkari av tí. Eg veit væl, at tað er ein klisje, men hon er sonn: Tað, sum ikki tekur lívið av tær, ger teg sterkari. Men einans um tú loyvir tí, má eg líka leggja aftrat.
Tað gjørdi eg so: Loyvdi mær bara at eygleiða og føla uttan tankar, heilt uttan at meta um og døma um tað, eg upplivdi. Og knappliga varnaðist eg, at eg var givin við at stríðast. Í somu løtu eg valdi at sleppa øllum tonkunum, eg plagdi at hugsa fyri at verja meg móti einum hørðum veruleika, var tað sum luftin fór úr ballónini. Tá eg helt uppat at hugsa um, hvussu ringt eg hevði tað, og bara lat kenslurnar flóta gjøgnum meg, føldist tað brádliga ikki nær til líka ringt. Eg tók nú mínar dreymar og heilaspuna fyri tað tað er: bara dreymar og heilaspuni. Tað er bara tankar, sum eg byggi upp í mínum heila, og sum ofta bara gera ilt verri.
Eg viðurkendi veruleikan, sum hann er. Eg viðurkendi, at eg kann ikki hava tamarhald kortini, so hví royna? Og beinanvegin eg bara lat tingini vera, sum tey vóru, slappaði eg meira av og var ikki so bangin fyri veruleikanum longur. Eg upplivdi tað sum, at eg var leyslatin og var fræls. Eg kann gera ella vera tað, eg vil, tí tað er altíð bara ein spurningur um val beint her og nú. Eg kann ikki broyta tað, sum hendir við mær. Men eg kann broyta tann mátan, eg hyggi at tí. „Tað er ongantíð ov seint at fáa ein góðan barndóm“, sum onkur segði við meg einaferð. Hugsa bara um teir óendaligu møguleikar, sum liggja í hesi sannroynd.
Tá eg náddi so langt í míni sannkenning, vísti mítt lív seg knappliga at vera ein veruliga undurfull uppliving. Tað er sjálvandi pínufult enn til tíðir, men sjálvt pína kann upplivast sum eitt av lívsins undrum. Hvat fyri pínu vil eg heldur hava? Vil eg heldur hava tað keðiligu pínuna, sum kemur av viðvarandi hugtyngjandi vónbrotum og ónøgdsemi, tí lív mítt aldrin verður heilt, sum eg droymdi um? Ella vil eg heldur bara liva og lata liva – viðurkenna at lívið hevur sínar upp- og niðurtúrar, og inn ímillum uppliva eina pínu, sum kann kennast sera sterk, tá veruleikin av og á slær hart niður á ein, men sum er yvirstaðin skjótari, jú meira eg bara lati hana flóta ígjøgnum meg?
Tað er ikki heimsins undirgangur, so leingi eg eri her. Og títt og knapt kann eg halda fram at kenna meg undursamt livandi og bara vera so takksom fyri, at eg eri til her á hesi gongustjørnuni, meira tilvitandi um tað enn nakrantíð fyrr. Eg varnaðist, at um eg bara eri til staðar og viðurkenni veruleikan, sum hann er beint her og nú, líkamikið um tað kennist gott ella ring, so verður tað afturlønt við óendaligum fyrimunum. Frælsi er tann mest eyðdsæddi. Megi er ein annar. Eg eri ein fræls sál. Eg havi heimilað mær sjálvari at liva mítt lív meira til fulnar enn nakrantíð áður.
Eg havi upplivað, at eg eri vorðin nógv meira tollynt og kærleiksfull. Eg eri ikki so atfinningarsom, sum eg var áður, men nógv meira viðurkennandi. Eg merki nógv meira jaliga orku frá øðrum nú. Eg plagdi at vera meira ella minni stúrin ella óttafull alla tíðina. Nú upplivi eg hvíld og ró í sinninum mestu tíðina. Eg føli djúpari, sterkari, inniligari. Men eg óttist ikki mínar egnu kenslur. Eg eri heldur ikki bangin longur fyri, hvat kann henda. Tað er ikki hent, tí tað er ikki beint nú. Og nú er tað einasta, sum finst. So hví stúra fyri at vera bangin fyri nøkrum, sum ikki er til?
Og eg upplivi bæði eydnusamt einsemi, gleði og nærveru við øðrum menniskjum á ein hátt, eg aldrin helt vera gjørligan. Eg kenni meg ongantíð veruliga einsama, hóast eg eri einsamøll mestu tíðina. Og tá eg eri saman við øðrum, eri eg før fyri at hyggja tey í eyguni, meðan eg veit innast inni, at eg ongantíð noyðist at gera meg um, at eg ongantíð noyðist at vera ósikkur uppá meg sjálva ella onnur og spæla spøl fyri at passa inn, fyri at fáa tey at dáma meg ella fyri at virka kul ella sum ein ”vinnari”. Eg noyðist ikki at sannføra nakran um nakað – ikki so frætt sum meg sjálva. Tí eg kann kortini ongantíð vera tað, sum eg ikki eri, líkamikið hvat eg hugsi ella geri, og líkamikið hvat onnur fólk hugsa ella gera. Eg kann bara taka tað róligt og vera tað, sum eg eri í hesi løtu.
Og tað tykist sum eg gjøgnumskoði onnur fólk meira. Eg síggi, hvussu tey stríðast sama stríðið, sum eg stríddist, og eg føli teirra pínu. Men eg noyðist ongantíð aftur at trúgva teirra lygnum ella sjálvssviki. Eg hyggi bara at teimum og loyvi mær at merkja tað, sum fer fram – uttan at døma um tað ella gera niðurstøður um tað. Eg lati mínar sansir upp, eri til staðar og bara upplivi støðuna, vit eru í, sum hon er, ístaðin fyri at halda fast um mín heilaspuna og tær søgurnar, mín heili fortelur mær um støðuna. Hetta ger meg føra fyri at fyrigeva øllum – ikki minst mær sjálvari – fyri bara at vera tað, vit eru. Ja, eg enntá elski onnur fyri at vera júst tað, tey eru – og ikki bara fyri at svara til mína ímynd av teimum.
Hetta kann eg gera nú, tí eg fati, at tey kenna seg akkurát líka maktaleys, sum eg. Eg eri greið yvir, at tey bara berjast sín egna bardaga við sín heilaspuna, sítt egna sjálvssvik, har tey halda, at tað, at halda fast um teirra egnu søgur og ímyndan, er einasti møguleikin fyri tey at síggja tingini. Sjálvandi halda tey fast, tí tey trúgva jú, at tað hongur óloysiliga saman við teirra virði og teirra samleika. Eg kann nú fevna tey við øllum teirra upp- og niðurtúrum, teirra gleði og stúran og enntá við teirra dømandi fordómum. Tað er líkamikið nú. Eg síggi tað sum ein part av teirra egnu skapandi innari verð. Og tað er vakurt. Tað er bara ein partur av tí undurfulla pakka, sum livsins undur hevur at bjóða.
Sjálvsagt kann eg enn blíva særd, um fólk gera mær órætt ella møta mær við kulda. Eg kann enn ilskast inn á fólk, tá tey seta uppá, at teirra søgur eru einasti haldgóði veruleikin, og tá tey brúka stóra orku uppá at sannføra meg um tað. Eg eri ikki meira fullkomin nú, enn eg nakrantíð havi verið. Eg havi enn henda viðbrekna kroppin og kann til tíðir kenna meg sjúka. Eg síggi enn alheimsins órættvísi. Og tað ger meg enn kedda.
Munurin er, at nú ávirka øll hesi tingini ikki mítt sjálvsvirði. Eg havi ikki longur hesa trongdina, sum kann vera so ring at standa ímóti, at royna at broyta mátan fólk hugsa og til at sannføra tey um nakað annað, tí eg fati, at teirra sjónarmið veruliga einki hevur við meg at gera. Tað hevur einans nakað við tey sjálvi at gera. Bara tey gera av, hvørjum tey vilja trúgva. Tað er ikki upp til mín. Um eg royni at bjóða teirra sannføring av, hendir sannlíkt bara tað øvuta av tí, eg vildi.
Eg kann bara velja at taka frástøðu frá ávísum fólkum, til dømis um eg týðiliga síggi, at tað einki gott kemur burtur úr okkara samveru. Eg gevi teimum ongan góðan íblástur kortini. So eg taki meg aftur onkuntíð. Onkuntíð eri eg noydd til at viðurkenna, at tað er ógjørligt at samskifta meiningsfult við onkran. Trúgv teirra uppá teirra egnu tankar er ov sterk. Mótstøða teirra ímóti mær eru ov sterk. Tey vilja ikki viðurkenna meg, sum eg eri. Tey vilja hava meg at vera okkurt annað, sum hóskar betur inn í teirra søgu. Tey vilja heldur vera verandi í teirra egna heila enn lata upp fyri mær.
Tað má eg virða. Tað er teirra val. Eg veit, at tey mugu fylgja síni egnu slóð. Og veruleikin er, at summi fólk fara ongantíð at fata, hvat tað vil siga at liva í eini verð, tey sjálvi hava bygt upp í sínum egna heila – ímyndaðar søgur og mytologi – og hvussu hetta avbyrgir tey frá øðrum. Tey síggja ikki, hvussu nógva pínu, tey kunnu valda sær sjálvum og teirra nærmastu, tá tey ikki eru før fyri bara at vera til staðar og viðurkenna tað, sum er.
Ístaðin fyri at royna at vera, hvat eg ella onnur halda, eg átti at verið, veit eg, at eg bara veruliga kann vera trúgv móti mær sjálvari við at vera fult til staðar her og nú uttan fordómar um nakað ella nakran. Kanska kann tað geva øðrum íblástur í smáum dýrabærum løtum. Men tað er ikki vist. Eg noyðist eisini at fata, at heimurin er avgjørt ikki altíð til reiðar til tað. Soleiðis er veruleikin, líkamikið um mær dámar hann ella ikki. Einasti møguleikin eg havi, er bara at vera opin og lata tað, sum hendir, streyma gjøgnum meg og ikki renna undan teimum kenslunum, tað skapar í mær. Hetta er besti mátin at gera meg føra fyri at merkja eftir, hvat fer fram í veruleikanum, so eg eri før fyri at gera tey røttu valini fyri meg sjálva.
Eg líti á, at veruleikin virkar fyri tí besta, um eg velji at vera fult til staðar í løtuni – bara eri til og loyvi mær at uppliva uttan filtur. Um eg lati meg stýra av teimum fordómum, sum heilt víst íkoma, tá eg royni at vinna mær tamarhald á nøkrum, eg kortini ikki kann hava tamarhald á, og royni at fáa veruleikan til at passa inn í søgurnar, eg havi skapt í heilanum, so lumpi eg meg sjálva og onnur. Tað økir um frástøðuna til teirra og tekur meg burtur úr veruleikanum inn í eina fiktiva verð. Heimurin verður ongantíð eitt betri stað at vera, og fólk fara framhaldandi at liva í sjálvssviki, so leingi tey lata seg sannføra av øllum møguligum tankum, sum spinna fiktivar søgur um veruleikan, ístaðin fyri bara at vera til staðar og merkja væl eftir. Tá vit ikki eru ordiliga til staðar og ikki hyggja, lurta og merkja ordiliga eftir, so vinna fordómarnir á veruligu nærveruni, og tað skapar bara fjarstøðu og stríð millum menniskju.
Tað er upp til hvønn einstakan av okkum at fáa greiðu á, hvussu vit vilja møta heiminum. Eg haldi, at um fleiri fólk gjørdust tilvitað um fyrimunirnar við at vera meira til staðar uttan filtur, hevði tað av sær sjálvum loyst nógvar trupulleikar og misskiljingar millum menniskju. Vit hava øll lyndi til at liva í okkara heilaspuna, har vit gita okkum til allar møguligar orsøkir til, at alt er, sum tað er. Men á tann hátt gera vit bara tingini meira fløkt. Og vandin fyri misskiljingum og ósemjum økist bara. Lærdu vit bara at hugsavna okkum um tað, sum hendir beint her og nú uttan at døma, høvdu vit helst duga nógv betri at tikið ábyrgd av okkara egnu gerðum í nógv størri mun, og verið nógv betur før fyri at velja at vera tað besta, vit kunnu vera í hesi løtu. Og harvið hevði tilveran hjá okkum øllum batna.