Hví fara kvinnur aftur til menn, sum eru harðligir við tær?

19D19A97-91AC-431F-BAEB-3C7BA91FEED1Eftir Elina Brimheim Heinesen

Síggi í Facebook-kjakum í løtuni, at fólk undrast á kvinnur, sum fara aftur til menn, sum hava verið harðligir við tær. Skilagóði sosialráðgevin og brævkassaredaktørurin Tine Bryld – eisini nevnd “Hele Danmarks mor” – segði einaferð um hetta í eini ungdómssending, sum æt P4 på P1 í Danmarks Radio, at hon skilti so avbera væl, hví tað er so torført – ja, faktiskt nógv torførari at sleppa sær út úr vánaligum parløgum, enn úr parløgum við meira javnvág millum partarnar.

Tað hevur einki við masochismu at gera. Tað hevur nakað við at gera, hvussu nógvar”íløgur” tú kennir teg hava gjørt í parlagið. Ofta mást tú geva nógv meira av tær sjálvum/sjálvari fyri at fáa eitt vánaligt parlag til at ganga, enn tað er neyðugt at gera í einum meira vælvirkandi parlag. Hvørja ferð okkurt keðiligt hendir, stríðist og strevast tú fyri at bjarga rovunum, kanska tí tú jú byrjaði við at elska viðkomandi høgt og ynskir so inniliga at fáa tað til at ganga væl – kanska eisini tí tú eigur børn saman við viðkomandi, hevur keypt hús saman o.m.a., so tað er ikki bara-bara at rýma.

Nógv psykisk orka skal til fyri at fáa javnvág í aftur, hvørja ferð okkurt keðiligt hendir millum partarnar. Ein av pørtunum særir hin, sum verður so særdur, at viðkomandi kanska ger tað liðugt og rýmir, men hevur tað av hundanum til. Viðkomandi ynskir kanska einki meira, enn at fáa tað gott aftur, so tað er sera freistandi at fyrigeva, tá tann, sum hevur sært ein, biðjur um fyrigeving.

Hetta mynstrið hendir longu, langt áðrenn harðskapurin nakrantíð er byrjaður, men um harðskapur kemur uppí, broytir hetta ikki mynstrið. Tí síggja vit, hvussu fólk í parløgum við nógvum trupulleikum – eisini harðskapsraktum parløgum – royna umaftur og umaftur, uttan at tað verður frægari.

Tað er eitt sindur sum at gera íløgur í eina vánaliga fyritøku. Tú setur eina fyritøku á stovn, sum tú brennir fyri. Men skjótt vísir tað seg, at tað gongur ikki so væl. Men tú stríðist og strevast fyri at fáa tað at ganga og blakar fleiri og fleiri pengar í fyritøkuna í vónini um, at gongdin vendir, men tað gongur bara verri og verri.

Tá tú hevur brúkt mestsum alt, tú eigur, og sett tað í fyritøkuna, er sera torført at síggja, nær nóg  mikið er nóg mikið, og nær tað ikki loysir seg at brúka meira orku uppá fyritøkuna longur. Nettupp orsaka av tí, at tú hevur so nógv útistandandi í fyritøkuni og hevur lagt so ómetaliga nógva orku og pengar í hana, er tað so sera ringt at geva alt upp, tí so kennist tað sum um, at alt stríðið var til onga nyttu, og tú hevur mist alt, sum tú legði í fyritøkuna! Tað skal nógv til at geva alt tað upp.

Akkurát tað sama ger seg galdandi fyri vánalig, kanska harðskapsrakt parløg.

Soleiðis segði Tine Bryld. Eg haldi, at hetta var ein sera skilagóð lýsing hjá henni av tí tvístøðu, sum tey, ið eru rakt av harðskapi í parlagnum, eru í. Fyri meg gav henda frágreiðingin í øllum førum sera góða meining, og eg skilji betur nú, hvat tað er, sum er uppá spæl, og hví tað er so torført hjá teim harðskapsraktu at rýma úr parlagnum, hóast tað – sæð uttanífrá – sjálvandi hevði verið tað skilabesta at gera hjá pørtunum.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2018/05/08/hvi-fara-kvinnur-aftur-til-menn-sum-eru-hardligir-vid-taer/