Eitt samfelag, har alt verður roknað í pengum, og virði okkara sum menniskju bert verður mett í mun til, hvussu nógv vit megna at forvinna, leggur eitt øgiligt trýst á menniskju. Tá lívið hjá hvørjum einstøkum verður treytað av pengum fyrst og fremst, og pengar verða gjørdir til málið, vit øll skulu stremba eftir, so …
Tag: Tilfeingi
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/08/13/hvat-stremba-vit-eftir/
Apr 23 2012
Upplivingarbúskapur millum trot og yvirflóð
Vit liva í einum politiskt stýrdum búskapi, sum fullkomiliga hevur vent alt á høvdið. Vit bera okkum at, sum um náttúran er ein ótømandi kelda, og halda tí, at vit kunnu byggja búskap okkara á eina skipan, sum tekur útgangsstøði í, at óendaligur vøkstur er møguligur. Men veruleikin er, at ítøkiliga tilfeingið er avmarkað. Tískil …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/04/23/upplivingarbuskapur-sum-brugv-imillum-trot-og-yvirflod/
Apr 23 2012
Skapanarevni stóran týdning fyri búskapin
Hvussu ber tað til, at summi lond (ella býir) klára seg betri enn onnur, hóast atkomiliga ítøkiliga tilfeingið kann vera væl meira avmarkað, enn tað er í fátækari londum? Hvussu ber tað til, at summi duga betri at fáa meira burturúr minni? Hesum spurningi hevur amerikanski búskaparfrøðingurin Richard Florida roynt at svara. Eftir Elina Heinesen. Greinin …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/04/23/skapanarevni-storan-tydning-fyri-buskapin/
Sep 25 2011
Grindadráp verða kanska neyðug aftur
Seinna greinin av tveimum, um hvussu alheims skuldarkreppan rakar føroyingar: Búskaparfrøðingar og aðrir serfrøðingar meta, at alheims búskaparkreppan er ein sjálvsøgd og varandi avleiðing av tí sannroynd, at olja ikki longur finst í so “óendaligum”, lætt atkomuligum mongdum, sum áður. Í fyrsta umfari førir hetta ósvitaliga til nógv hækkandi oljuprísir, umframt at nógv lond ikki …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2011/09/25/nyggjur-veruleiki-ger-kanska-grindadrap-neydug-aftur/
Mar 04 2011
Sleppið lívshættisligu hvørvisjónini
Í okkara lítlu verð her í Norðuratlantshavi kenna vit okkum ofta fjart frá heiminum kring okkum, men kreppan, vit uppliva í løtuni, er partur av eini heimskreppu, elvd av eini í botn og grund órealistiskari og óskynsamari fíggjarskipan. Vit verða noydd til at síggja hetta klárt, um vit vilja fyribyrgja eini enn størri og álvarsligari …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2011/03/04/varsko-til-politikkarar-midlar-og-figgjarvald-33/