Eftir Elina Brimheim Heinesen Tey, sum seta ein slíkan spurning, hava heilt einfalt ov lítlan kunnleika til lívskorini í londum sum Føroyar. Tey hava ikki fatað tær grundleggjandi orsøkirnar til, hví tað er gjørligt hjá fólki at liva í slíkum fjarskotnum økjum, sum hava eitt harðrent, sub-arktiskt oyggjaveðurlag og sera lítið dyrkilendi – og ikki …
Category: Grindadráp
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2017/08/27/men-hvi-kunnu-vit-oll-ikki-bara-vera-veganarar/
Aug 14 2015
“Eg eri ósamdur í tí, tygum siga, men eg vil verja tygara rætt til at siga tað, um eg so skal lata lív fyri tað.”
Fólk hava spurt meg: “Hví hevur tú so nógv ímóti grindalógini? Er tað ikki týdningarmiklari at hava meira fyrilit fyri føroyingum sjálvum, heldur enn at hugsa so nógv um ferðafólk og útlendingar? Hevur tú nakað ímóti, at føroyingar drepa grind ella hvat?” Nei, eg havi einki ímóti grindalógini sum heild. Hetta snýr seg ikki um …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/08/14/eg-eri-osamdur-i-ti-tygum-siga-men-eg-vil-verja-tygara-raett-til-at-siga-tad-um-eg-so-skal-lata-liv-fyri-tad/
Apr 06 2015
Utopiskir veganskir dreymar ganga ímóti náttúrulógum og gera meira skaða enn gagn
Eftir Elina Brimheim Heinesen So vítt vísindini hava kunnað staðfest, er menniskjan í grundini eitt rovdjór millum onnur rovdjór og hevur altíð verið tað. Men í dag er mannaættin vorðin so hugmóðig, at vit halda, at vit hava “ment” okkum burtur frá okkara rovdjórs-náttúru, so nógv, at mong eru farin at halda, at tað er …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/04/06/utopiskir-veganskir-dreymar-ganga-imoti-natturulogum-og-gera-meira-skada-enn-gagn/
Dec 04 2014
Sea Shepherd lógin skapar ein fólkaræðisligan og praktiskan trupulleika
Løgtingið vil nú fremja eina lóg, sum skal eitast fyri at gera tað lættari at útihýsa felagsskapum sum Sea Shepherd. Men vit koma ikki av við trupulleikan við at samtykkja eina slíka lóg. Aktivistarnir broyta bara taktikk. Og vit føroyingar fáa bara ein annan álvarsaman trupulleika – ein fólkaræðisligan trupulleika, umframt ein praktiskan, løgfrøðisligan trupulleika. …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2014/12/04/5419/
Nov 21 2014
Tú útvegar tær føði av tí, sum er atkomuligt hjá tær
So einfaldur sum setningurin í hesi yvirskriftini kanska ljóðar, tess torførari tykist tað fyri mong at skilja, hvat hann veruliga merkir. Eg kom at hugsa um tað, tá eg royndi at svara nøkrum spurningum, eg fekk í dag í einum telduposti frá einum australskum journalisti, sum spurdi meg: 1. Halda føroyingar grindahvalir vera djór á …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2014/11/21/tu-utvegar-taer-fodi-av-ti-sum-er-atkomuligt-hja-taer/
Aug 10 2014
Náttúran – ikki bara nakað, ein vitjar, men eitt heim, har menniskju yvirliva við tí, sum er atkomuligt
GEV GÆTUR! Rithøvundurin til hesa grein, Ford Elms, Newfoundland, Kanada, hevur givið mær loyvi til at avrita og almannakunngera hana her: Í eini siðvenju, sum gongur meira enn túsund ár aftur í tíðina, endurnýggja føroyingar tilknýti teirra til søguna, til mentanina, til nærumhvørvið og til náttúruna kring teirra. Grindahvalirnir venda aftur til Føroya, og fólk …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2014/08/10/natturan-ikki-bara-nakad-ein-vitjar-men-eitt-heim-har-menniskju-yvirliva-vid-ti-sum-er-atkomuligt/
Nov 27 2013
Skifta føroyingar ikki kós, gevist eg at verja grindadráp
Hetta er eitt lesarabræv, sum var almannakunngjørt á Portal.fo 25. nov. 2013: Undirritaða man helst vera ein av teimum, sum hevur brúkt einamest tíð og orku uppá at verja føroyska siðin at drepa grind mótvegis álopum frá umheiminum – bæði við at skriva greinir, bloggur og við at kjakast á altjóða netmiðlum um evnið á …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/11/27/skifta-foroyingar-ikki-kos-gevist-eg-at-verja-grindadrap/
May 25 2012
Ber til at liva stórbýarlív í Føroyum?
Føroyskur samleiki í nýggjum tíðum – partur II: Føroyingar lata seg í stóran mun ávirka av alheimsgerðini og eru farnir at líkjast øllum øðrum vesturlendingum. Summi tykjast eisini hava skund við at taka frástøðu frá tí at vera føroyingur ella frá føroyskari siðvenju. Men hvussu áhugavert er tað, um allir føroyingar gerast meinlíkir øðrum í …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/05/25/ber-til-at-liva-the-american-dream-i-foroyum/
May 25 2012
Er grindadrápið vert at varðveita?
Føroyskur samleiki í nýggjum tíðum – partur I: Hvørjar orsøkir eru til at halda fast við at drepa grind? Kann hetta gerast á burðardyggan, skynsaman hátt, har djórini verða avlívað so humant sum gjørligt? Kann tað gerast við atliti at heilsuni hjá fólki? Kunnu vit etiskt standa inni fyri tí, vit gera? Skaðar henda siðvenja …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/05/25/er-grindadrapid-vert-at-vardveita/
Sep 25 2011
Grindadráp verða kanska neyðug aftur
Seinna greinin av tveimum, um hvussu alheims skuldarkreppan rakar føroyingar: Búskaparfrøðingar og aðrir serfrøðingar meta, at alheims búskaparkreppan er ein sjálvsøgd og varandi avleiðing av tí sannroynd, at olja ikki longur finst í so “óendaligum”, lætt atkomuligum mongdum, sum áður. Í fyrsta umfari førir hetta ósvitaliga til nógv hækkandi oljuprísir, umframt at nógv lond ikki …
Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2011/09/25/nyggjur-veruleiki-ger-kanska-grindadrap-neydug-aftur/